Dýrasjúkulógin

 

48  Uppskot til  løgtingslóg um fyribyrging og niðuberjing av sjúkum hjá dýrum og um marknaeftirlit við dýrum og dýraúrdráttum (dýrasjúkulógin)

 Skjal 2.

 

Vinnumálastýrið
Postsmoga 377
110 Tórshavn

Viðmerkingar til uppskot til:

Løgtingslóg um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum og um marknaðareftirlit við dýrum og dýraúrdráttum.

TÍÐARFREISTIN
Fyrst og fremst fari eg harliga at átala tíðarfreistina felagið hevur fingið at viðgerða hesa lóg. Felagið kann ikki, við so stuttum skoðbráði, átaka sær at viðgerða lógina konstruktivt og mælir tí frá at seta hana í verk sum er.

FLEIRI ENN 10 KUNNGERÐIR!
Frágreiðingin vísur á, og lógin heimilar landsstýrismanninum, at gerða fleiri kunngerðir sum, so vítt vit skilja tað, koma at hava alstóran tídning fyri landbúnaðin. Vit kunnu ikki góðtaka hesa framferð tí hetta setur okkum sum vara av landbúnaðinum í eina sera álvarliga støðu. Okkara minsta krav er ein reiðiligan møguleika at viðgerða málini við tí álvarsemi sum tey hava uppiborði og teirri tíð tað tekur.

BERT TÍÐ TIL YVIRORDNAÐAR VIÐMERKINGAR
Fyri at vísa á, at vit taka støðuna í stórsta álvara og til tess at gera eina roynd at vísa á hvussu álvarsligar fylgjur hetta mál kann fáa fyri landbúnaðin føla vit at tað er neyðugt at gera nakrar yvirordnaðar viðmerkingar til støðuna sum er íkomin.

Viðmerkingar til avtaluna við ES
Sum vit hava skilt støðuna út frá tí fyriliggjandi tilfari vit fingu útflýggja 30/11-2000 og frágreiðingini á fundi tann 8/12-2000 er avtalan gjørd við ES. Sum tað eisini framgongur er avtalan gjørd við tí endamáli, at fiskur og fiskavørur frítt skulu kunna ferðast um ES markið. Tað verður eisini sagt at "landbúnaðarpakkin" ikki var tikin við í fyrstu syftu.

Tað sum vit standa spyrjandi yvirfyri og sum vit sýggja sum sera álvarsligt fyri landbúnaðin er tann setningur sum púra óskiljandi er komin at standa í avtaluni:

Hetta er fyri okkum óforstáðiligt og er beint tvørtur ímóti okkara tilráðing tá vit vóru eftirspurdir áðrenn samráðingarnar. Víst verður tí til okkara skriv dagfest 11. desember 1998, har vit mæla frá at seta "landbúnaðarpakkan" í gildið fyrenn vit hava havt tíð til at umhugsa og viðgjørt støðuna.

Soleiðis sum vit hava skilt avtaluna so verður aftaná 1/2- 2001 frítt hjá føroyingum at innflyta til Føroyar livandi dýr úr øllum ES-londum uttan annað eftirlit enn tað sum í dag er galdandi ímillum tvey ES-lond. V.ø.o. kann ein føroyingur eftir 1/2- 2001 keypa sær eina ær úr Onglandi ella ein veðr úr Spanien, fyri ikki at tala um onnur dýr sum ringt er at hava tamarhald á og síðani breiðast út um alt landið.

Fyri nøkrum árum síðani var hóðast alt ein húsdýranevnd sum hevði eitt orð at siga um serloyvi skuldi gevast til innflutning ella "at betra um slagið" Hendan húsdýranevnd er tikin burtur og nú verður "frítt slag" eftir 1. februar bæði tá tað ræður um smittuvanda og ælipolitik.

Tað varð ført fram á kunnandi fundinum, at Føroyingar ikki kunnu seta strangari krøv til innflutt dýr enn minstukrøvini ímillum ES-lond av teirri orsøk, at vit ikki kunnu prógva at vit ikki hava umtalaðu sjúkurnar? Vit eru hinvegin av teirri áskoðan at so leingi annað ikki er prógva eru Føroyar fríðar fyri fleiri álvarsligum sjúkum sum finnast í fleiri ES-londum. Tað verður eisini sagt í viðmerkingunum, at vit skulu seta umfatandi lógarverk og heilsuskipanir í verk fyri at upparbeiða prógv fyri heilsustøðu okkara fyri so at kunna hera krøvini. Tá er alt ov seint tí frá fyrsta februar er fríður innflutningur loyvdur.

"Nú er skjøtil settur á eitt samstarv" verður sagt. Men vit spyrja hvussu eitt samstarv bert virka ein veg? Vit fáa ikki ein gang loyvið at eksporterað seyðaskinn til Es-lond!!

VIÐMERKINGAR TIL DÝRASJÚKULÓGINA

Eg vil endurtaka, at eftirfylgjandi viðmerkingar ikki skulu skiljast sum okkara endaligu viðmerkingar, men sum ein ávísing á teir vandar vit í hesi stuttu viðgerðartíð eru komin ásamt um at vísa á.

Endurgjald tá talan er um smittandi sjúkur
Kapittul 16 handlar um gjøld og endurgjald, ella rættari frítekur myndugleikan fyri endurgjaldi!. Tað framgongur beinleiðis av lógini, at dýraeigarar fult og heilt skulu bera teir fíggjarligu avleiðingarnar av øllum sum lógin krevur av tiltøkum um smittandi sjúka herjar dýr eigarans. Slíkt kann Bóndafelagið als ikki góðtaka.

Hetta, at man nú fráskrivar sær alla fíggjarliga ábyrgd sigur okkum at eisini tað at vandin fyri umfarsjúkum uttan iva hevur verið havdur á lofti í samband við undirskrivingina av avtaluni.

Víst verður í viðmerkingunum á, at um eitt matvøruvirkið framleiðir spilta vøru skal tað sambært galdandi matvørulóg heinta allar vørurnar innaftur og beina tær burtur fyri egna rokning.

At samanlíkna t.d. eina seyðaskipan við eitt matvøruvirkið er púra burtur við. Seyðaskipanin (dýraskipanin) er sjálvt "virkið" og ikki ein vøra. Tað er neyvan bert tey lombini sum skulu seljast um heystið sum verða rakt av smittuni! Tað er heldur ikki vanligt at eitt matvøruvirkið noyðist at steðgað t.d. í 2 til 5 ár áðrenn framleiðslan kann byrja aftur! Heldur ikki er tað vanligt at matvøruvirkið noyðist at keypa heilt nýggj framleiðslutól sum aftur skulu byggjast uppaftur ofta í fleiri ár áðrenn byrjast kann aftur! Framleiðslutólini ganga ikki leys úti í náttúruni og taka ímóti smittu ella smitta onnur. Heldur er tað ikki vanligt at nábúgvin hjá framleiðsluvirkinum verður raktur av tí at eitt virkið sendir "sjúkar" vørur á marknaðin. Sum sagt tað er heilt burtur við at brúka hesa samanberðing/undanførslu.

Verður úrslitið at dýraeigarar fult og heilt hava ábyrgdina um skipan teirra verður rakt av smittandi umfarsjúku og harvið er í vanda fyri at blíva sanerað, eri eg vísur í at flestu fara at bíða sum longst áðrenn rapportin verður send avvarðandi myndugleika. Hetta ferð at hava álvarsligar avleiðingar við sær og gera, at støðan verður ótrygg bæði fyri dýraeigaran og myndugleikan. At umringa okkum við lógum og hóttanum kann bert skapa vánaligt samstarv og vánaligt úrslit fyri allar partar.

Sum tað verður sagt í viðmerkingunum, eru galdandi reglur í grannalondum okkara fyri endurgjaldi til dýraeigarar tá smittandi sjukur gera tað neyðugt at gera størri inntriv í húsdýraskipanina. Í flestu førum eru tað sera umfatandi tiltøk sum gera at alt virksemið á garðinum má leggjast stilt ofta í fleiri ár, umframt at talan kann verða um, innhegning av høgum, sóttreinsing og burturbeining innbúgvi og fjósum og tyrving tøðum v.m. Hartil skal nýggj skipan útvegast tá viðgerðartíðin er av og tað er ikki bert kostnaðarmikið, men tekur tíð og er ofta ringt at útvega nýggj alidýr. Vit tosa jú ikki um "framleiðslutól".

Undirritaði hevur verið í samband við stjóran í L/F MBM um støðuna og eru feløgini bæði samd um niðurstøðuna í hesum skrivi.

Tann, 2000-12-11

____________________

Bjørn Patursson, formaður

Av tíðarneyð verður hetta skriv sent í telduposti til : mfr@vms.fo og sum vanligur postur.