Barsilsskipan

 

49  Uppskot til  løgtingslóg um barsilsskipan

Innkomin ummæli av lógaruppskotinum frá arbeiðarafeløgum og arbeiðsgevarafeløgum

Felag/stovnur Viðmerkingar Viðmerkingar frá Lstm.

Javnstøðunevndin Almennar viðmerkingar:

Tekur undir við uppskotinum og heldur, at tað liggur tætt at teimum tonkum, sum javnstøðunevndin hevur gjørt sær.

Broytingaruppskot:

Serligt pápafarloyvi upp á 2 vikur.

Endurgjald til arbeiðsgevaran, bert um hann setur avloysara.

Kynsneutralar orðingar.

 

 

 

 

 

Eftir uppskotinum hevur pápin rætt til barsilspening í 2 vikur.

Upp til arbeiðsgevaran, um hann setur avloysara.

Orðingarnar í uppskotinum eru broyttar samsvarandi.

Føroya Arbeiðsgevarafelag Almennar viðmerkingar:

Tekur sum heild undir við uppskotinum.

Broytingaruppskot:

Barsilsløn bert frá 4. viku áðrenn barnsburð, ikki frá 13. viku.

Pensjónsgjøld v.m. eiga eisini at verða endurrindað arbeiðsgevaranum.

 

 

 


Tað verður ikki tikið undir við hesum.

 

Havnar Arbeiðskvinnufelag Almennar viðmerkingar:

Tekur sum heild undir við uppskotinum.

Broytingaruppskot:

Um arbeiðstíðin er ásett til t.d. 40 tímar/viku, ella 20 tímar/viku, tá arbeiði er, so verður hetta nýtt sum útrokningargrundarlag.

Inntøkur í farloyvistíðini, umframt lønina, t.d. fundarpeningur, eiga ikki at mótroknast útgjaldinum

 

 

 


Uppskotið hjá HA gevur størri útgjald enn lønartapið, og er tí ikki í samsvari við ætlanina við lógaruppskotinum.

Eftir uppskotinum fær lstm. heimild at seta nærri reglur um hetta.

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag Almennar viðmerkingar:

Tekur sum heild undir við uppskotinum.

Broytingaruppskot:

Í staðin fyri at nýta 12 teir seinastu mánaðirnar áðrenn fráveruna sum útrokningargrundarlag, verður skotið upp:

Um tímaløntur persónur arbeiðir fulla tíð, tá arbeiði er, skal full tíð vera útrokningargrundarlag.

 

 

 


Uppskotið hjá KA gevur størri útgjald enn lønartapið, og er tí ikki í samsvari við ætlanina við lógaruppskotinum.

Føroya Kommunufelag Almennar viðmerkingar:

Tekur sum heild undir við uppskotinum.

 
Tórshavnar kommuna Almennar viðmerkingar:

Tekur sum heild undir við uppskotinum.

Broytingaruppskot:

Leingja farloyvistíðina upp til 28 vikur, seinni 1 ár.

Pápin eigur at kunna nýta ein størri part av farloyvistíðini (av teimum fyrstu 14 vikunum hjá mammuni) í serligum førum.

Heimagangandi skulu kunnu tekna trygging.

 

 

 


Tikið verður ikki undir við uppsk.

Tikið verður ikki undir við uppsk.

 

Ikki inntøkutap.

Tikið verður ikki undir við uppsk.

Føroya Arbeiðarafelag Almennar viðmerkingar:

Tekur ikki undir við uppskotinum sum heild.

Rætt at gera skipan sum tryggjar foreldrum farloyvi og barsilsløn í s.v. barnsburð,

men arbeiðsgevararnir, ella tað almenna yvir skattin, eigur at rinda.

Viðm. til uppskotið annars:

ALS eigur ikki at umsita skipanina.

Í staðin fyri at nýta 12 teir seinastu mánaðirnar áðrenn fraveruna sum útrokningargrundarlag, verður skotið upp:
Um tímaløntur persónur arbeiðir fulla tíð, tá arbeiði er, skal full tíð vera útrokningargrundarlag.

Minsta markið fyri útgjaldi verður ásett soleiðis, at øll fáa hetta minsta útgjaldið.
Hámarkið uppá 35.000,- kr. eigur at verða lækkað.

 

 

 

 

 

 

 


ALS sum skipan er væl hóskað at umsita skipanina.

Uppskotið hjá FA gevur størri útgjald enn lønartapið, og er tí ikki í samsvari við ætlanina við lógaruppskotinum.

 

 

Sí viðm. omanfyri.

At lækka er ikki í samsvari við ætlanina við uppsk., at flest møgulig skulu fáa fult endurgjald.

Felags ummæli:

Starvsmannafelagið, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Føroya Pedagogfelag, Føroyskir Fysioterapeutar, Bioanalytikarafelagið, Økonomafelag Føroya,
Føroya Sjúkrahjálparafelag, Yrkisfelag Studentaskúla- og HF- lærara, Føroya Postfelag, Føroya Lærarafelag, Farmaokonomfelagið

Almennar viðmerkingar:

Feløgini taka ikki undir við uppskotinum sum heild.
Rætt at gera skipan, sum tryggjar foreldrum farloyvi og barsilsløn í s.v. barnsburð,
men arbeiðsgevararnir skulu rinda, tá talan er um alment sett starvsfólk.

Barsilsgrunnurin hjá landinum, í dag uml. 10 mió. kr. árliga, sum verður tikin at fíggja hesa skipanina, er partur av tí lønarhækking, 0,8% av lønarkarminum, sum feløgini fingu í s.v. sáttmálasamráðingarnar í 1995, og tað verður tí ikki góðtikið, at limirnir skulu rinda einaferð aftrat til skipanina.

Um álagt verður limunum hjá føløgunum at rinda einaferð aftrat, er talan um sáttmálabrot.

Um lógaruppskotið verður sett í verk, so verður kravt við komandi sáttmálasamráðingar, at lønin verður hækkað við 0,8%.

Krevja at fáa greiðu á hesum spurninginum, áðrenn uppskotið verður lagt fyri Løgtingið.

Viðmerkingar annars:

At fíggingin av skipanini ikki verður tengd at ALS skipanini.

At lamárksupphædd verður sett fyri útgjaldi soleiðis, at øll fáa hesa lámarksupphædd útgoldna.

 

 

Skipanin eftir uppskotinum er ein felags og einsháttað skipan fyri allan arbeiðsmarknaðin.

 


Tað verður viðurkent, at almenni barsilsgrunnurin var ein partur av sáttmálasamráðingunum í 1995, sum hevði við sær, at almenni barnsburðagrunnurin varð stovnaður. Hinvegin verður ikki mett, at til ber at siga, at almenni barsilsgrunnurin er ein partur av lønarhækkingini í 1995.

 

Sí omanfyri.

 

Sí omanfyri.

 

 

 

 

 

Fíggingin verður ikki tengd at ALS skipanini.

Uppskotið hjá feløgunum gevur størri útgjald enn lønartapið, og er tí ikki í samsvari við ætlanina við lógaruppskotinum.

Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya Almennar viðmerkingar:

Tekur ikki undir við uppskotinum.

Í høvuðsheitum somu almennu viðmerkingar sum Starvsmannafelagið v.fl.

Viðmerkingar annars:

Skattahækking, sum vendir tunga endan niður.

Broytingaruppskot:

Barsilsfarloyvi í 36 vikur eftir føðing.

 

 

 

 

 


Ikki vanligur skattur, sum fer til fígging av landskassaútreiðslum yvirhøvur, men gjald markað til ávíst endamál.

Føroya Pedagogfelag (serliga umframt felags omanfyri) Almennar viðmerkingar:

Tekur ikki undir við uppskotinum sum heild.

Uppskotið skerjir rættindini, sum kvinnur eftir galdandi sáttmálum hava til 24 vikur barsilsfarloyvi við løn, við tað, at pápin eftir uppskotinum hevur rætt til 10 vikur av teimum 24.

Broytingaruppskot:

Tær 10 vikurnar, sum pápin skal hava rætt til, verða lagdar aftrat teimum 24 vikunum.

 

 


Í uppskotinum, § 9, sum varð sent til ummælis, var ógreitt, hvønn rætt pápin hevði í mun til mammuna. Àsetingin er nú nágreinað, so tað er greitt, at tað er mamman sum hevur rættin, sum hon kann lata pápanum í 10 vikur, umframt 2 vikur serliga til pápan.

Tikið verður ikki undir við uppskotinum