Viðbót pensjónistar

 

52  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2001, 19. januar, løgdu tingmenninir Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen og Jóanis Nielsen fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl., sum broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 13. mars 2000, verður gjørd henda broyting:
§ 1, stk. 2, verður orðað soleiðis:
Stk. 2. Viðbótarupphæddin sambært hesi løgtinglóg verður ásett í serligari løgtingslóg. Á sama hátt verður møgulig javning ásett."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við útgjaldingini av veitingum fyri februar mánað 2001.

Viðmerkingar:
Í løgtingsmáli nr. 30/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum skjýtur landsstýrið upp at áseta viðbótina sbr. løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. í 2001 til 3.528 kr. Seinni, í skrivi 22. desember 2000, mælir landsstýrið trivnaðarnevndini til at bera so í bandi, at upphæddin verður hækkað til kr. 4.400. Somuleiðis verður mælt trivnaðarnevndini til, at løgtingslógin um viðbót til ávísar pensjónistar verður broytt soleiðis, at sjálv upphæddin bara verður í lógini um áseting og javning av almannaveitingum.

Mælt verður tí Løgtinginum til at samtykkja, at viðbótarupphæddin ikki longur verður ásett í viðbótarlógini, men í lógini um áseting og javning av almannaveitingum.

1. viðgerð 24. januar 2001. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 30. januar 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 1. februar 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 10 frá 09.02.2001