Landskassaveðhald - Kommunukredittforeiningslán

 

54  Uppskot til  løgtingslóg um landskassaveðhald fyri lánum frá "Kreditforeningen af Kommuner i Danmark" til føroyskar kommunur

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 2001, 30. januar, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um landskassaveðhald fyri lánum frá "Kreditforeningen af Kommuner i Danmark" til føroyskar kommunur

§ 1. Í sambandi við, at avtalan frá 1995 um samlaða endurfígging av kommunuskuldini er farin úr gildi 1. desember 2000, verður heimilað landsstýrismanninum at veita mótborgan sum sjálvskuldari fyri borganum, sum statskassin sambært § 1 í lóg nr. 172 frá 24 mai 1955 om statsgaranti for lån fra Kreditforeningen af Kommuner i Danmark til færøske kommuner veitir "Kreditforeningen af Kommuner i Danmark", tá felagið veitir lán til kommunur at umfíggja lán, ið vóru partur av avtaluni um samlaða endurfígging av kommunuskuldini.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar

Endamálið við lógaruppskotinum er at geva landsstýrismanninum staðiliga heimild at borga fyri umfígging av lánum, ið landskassin borgar fyri. Hetta eru lán, sum føroyskar kommunur hava frá "Kreditforeningen af Kommuner i Danmark".

Lov nr. 172 af 24. maj 1955 om statsgaranti for lån fra kreditforeningen af kommuner i Danmark til færøske kommuner gevur danska fíggjarmálaráðharranum heimild at borga fyri byggi- og verklagslánum til føroyskar kommunur. § 2 í nevndu lóg ásetur at: "Garantien omfatter rente, reservefondsbidrag og indtil 75 pct. af foreningens tab på det udlånte beløb". Fortreytin fyri hesi borgan er ásett í § 3, ið er soljóðandi: "Finansministeren indhenter forud for hvert garantitilsagn for lån til færøske kommuner tilsagn fra Færøernes hjemmestyre om, at dette på landskassens vegne som selvskyldner indestår statskassen for erlæggelsen af ethvert beløb, som denne måtte komme til at udrede til opfyldelse af statens garantiforpligtelse".

Við løgtingslóg nr. 24 frá 30. apríl 1987 um landskassaveðhald fyri lánum frá "Kreditforeningen af Kommuner i Danmark" til føroyskar kommunur, varð heimilað landsstýrinum saman við fíggjarnevndini at veita mótborgan sum sjálvskuldari fyri borganum, sum statskassin veitti við heimild í lov nr. 172 af 24. maj 1955. Heimildin varð givin í eitt ár og varð tvær reisir longd við einum ári.

Í sambandi við samlaðu endurfíggingina av kommunuskuldini í 1995 vóru øll lánini hjá kommununum frá "Kreditforeningen af Kommuner i Danmark" umløgd, og landsstýrið fekk við løgtingslóg nr. 151 frá 10. november 1995 um borgan fyri kommunulánum og um umlegging av kommunulánum m.a. heimild at veita mótborgan sum sjálvskuldari fyri borganum, sum statskassin veitti í sambandi við hesi lán. Landsstýrið fekk eisini heimild til sum borgsmaður at góðkenna broytingar í lánstreytunum, heruppií at lánini kundu verða yvirtikin av øðrum lánsveitara, at avdráttartíðin kundi verða longd.

Í sambandi við at avtalan frá 1995 er farin úr gildi, verða lánini frá "Kreditforeningen af Kommuner i Danmark" endurnýggjað, og ásett er endaliga ein avdráttar profilur og áramál. Landskassaborganin fyri teimum upprunaligu lánunum hevði heimild í fleiri lógum, meðan landskassaborganin í sambandi við umleggingina í 1995 hevur heimild í løgtingslóg nr. 151 frá 10. november 1995 um borgan fyri kommunulánum og um umlegging av kommunulánum. Tá tað er ivasamt, um heimildin frá 1995 røkkur til at endurnýggja landskassaborganina, verður mett neyðugt at útvega nýggja og staðiliga heimild.

§ 1 í lógaruppskotinum avmarkar borganarheimildina til bert at umfata lán til kommunur at umfíggja lán, ið vóru partur av avtaluni um samlaða endurfígging av kommunuskuldini. Talan er um 16 kommunur og eina samlaða lánsupphædd á 157 mió. kr., upprunaliga lánsupphæddin fyri hesi lán var í 1995 190 mió. kr.

Yvirlit

Kommuna

Lánsupphædd

Lánsupphædd

munur

lánitíð

2000

1995

Oyndarfjarðar 4.953.274,10 6.122.352,00 1.169.077,90

2016

Fuglafjarðar 16.717.659,00 22.999.703,00 6.282.044,00

2010

Leirvíkar 7.289.253,44 8.952.698,00 1.663.444,56

2009

Miðvágs 8.594.963,00 9.872.163,00 1.277.200,00

2005

Húsavíkar 5.917.965,00 7.542.965,00 1.625.000,00

2013

Klaksvíkar 1.592.978,00 1.908.671,00 315.693,00

2007

Kollafjarðar 2.234.417,00 5.361.825,00 3.127.408,00

2016

Hvalbiar 828.464,00 916.577,00 88.113,00

2007

Hvannasunds 2.030.255,00 2.140.955,00 110.700,00

2016

Runavíkar 9.084.642,09 13.613.986,00 4.529.343,91

2011

Sands 17.369.767,08 17.710.898,00 341.130,92

2016

Sandavágs 4.225.684,00 6.110.107,00 1.884.423,00

2004

Tórshavnar 58.867.270,70 68.263.933,00 9.396.662,30

2009

Tvøroyrar 1.982.076,00 3.251.994,00 1.269.918,00

2007

Viðareiðis 903.524,00 1.061.324,00 157.800,00

2012

Vágs 14.332.011,47 14.365.987,00 33.975,53

2009

Íalt 156.924.203,88 190.196.138,00 33.271.934,12

Upppskotið hevur ikki verið til hoyringar.

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri land, uttan so at mótborganin gerst effektiv.

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri kommunurnar.

Uppskotið hevur harumframt ongar avleiðingar við sær, hvørki fyri land, kommunur, umhvørvið, vinnuna ella ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir, eins og eingin millumtjóðasáttmáli er á økinum, sum hevur við sær avleiðingar fyri landsmyndugleikar, kommunumyndugleikar, ávís øki í landinum, ávísar samfelagsbólkar ella vinnuna.

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

(Nei)

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

Nei

 

 

 

Serligar viðmerkingar

Til § 1
Við greinini verður heimilað landsstýrismanninum at veita mótborgan sum sjálvskuldari fyri borganum, sum statskassin sambært § 1 í Lov nr. 172 af 24. maj 1955 om statsgaranti for lån fra kreditforeningen af kommuner i Danmark til færøske kommuner veitir "Kreditforeningen af Kommuner i Danmark" í sambandi við, at "Kreditforeningen af Kommuner i Danmark" veitir lán til føroyskar kommunur at umfíggja lán, ið vóru partur av avtaluni frá 1995 um samlaða endurfígging av kommunuskuldini.

Við tað at lániavtalan fór úr gildi 1. desember 2000, og fyritreytirnar fyri heimildini hjá landsstýrismanninum at veita mótborgan, sambært løgtingslóg nr. 151 frá 10. november 1995 um borgan fyri kommunulánum og um umlegging av kommunulánum, eru broyttar, verður við § 1 útvegað landsstýrismanninum staðilig heimild til mótborgan, sum tó er avmarkað til bert at umfata lán til kommunur frá "Kreditforeningen af Kommuner i Danmark" at umfíggja lán, ið vóru partur av avtaluni frá 1995 um samlaða endurfígging av kommunuskuldini.

Til § 2
Eingin viðmerking.

1. viðgerð 1. februar 2001. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 7. februar 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið legði málið fram tann 27. januar 2001, og eftir 1. viðgerð tann 1. februar 2001 er málið beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið. Nevndin vísir á, at orðingin í grein 1 er ógreið, av tí at fyrsti liður ikki hevur rættarligt innihald, men er ein upplýsing og tí av røttum hoyrir heima í viðmerkingunum. Nevndin mælir tí til, at orðingin verður broytt og gjørd greiðari.

Samsvarandi hesum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins og setir fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 1 verður soljóðandi: "Landsstýrismanninum verður heimilað at veita mótborgan, sbr. § 3, stk. 1, í "lov om statsgaranti for lån fra Kreditforeningen af Kommuner i Danmark til færøske kommuner" í teim førum, tá ið kommunekredit veitir lán til kommunur at umfíggja lán, ið vóru partur av avtaluni frá 1995 um samlaða endurfígging av kommunuskuldini." 

2. viðgerð 13. februar 2001. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 1 samtykt 26-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 25-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 15. februar 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-1-0. Málið avgreitt.

J.nr.: 525-0007/2001
Ll. nr. 13 frá 16.02.2001