Postvirksemi

 

55  Uppskot til  løgtingslóg um Postvirksemi

 Skjal 2: Fyrra ummæli postverksins dagfest 15. februar 2000.

 

                                                                                                                                                                          Postverk Føroya
 Postverksstjórin
 Óðinshædd 2
postsmoga 3009
 110  Tórshavn
 Telefon  31 40 48
 Telefax   31 70 76
                                                                                                                                                                     

 Vinnumálastýrið
Tinganes
Postboks 64
FO 110 Tórshavn
Att: Arne Poulsen, aðalstjóri

Ummæli av uppskotunum til løgtingslóg um postvirksemi og um umlegging av Postverki Føroya til partafelag.

Postverksleiðslan hevur við fleiri høvi tey seinastu árini víst á tørvin á at endurskoða lógargrundarlagið undir postrakstrinum í Føroyum. Grundgevingarnar fyri hesum ynski hava í høvuðsheitum verið:

· At partar av verandi virksemi hjá Postverk Føroya ikki heilt eru  í samsvari við lógina  um Postverk Føroya frá 1976 og kappingarlógina frá 1997.

· At Postverk Føroya undir verandi lógarskipan ikki hevur møguleika at møta teimum avbjóðingum, sum í dag vera settar  einum nútímans tænastustovni.

· At allir samstarvspartar í okkara grannalondum hava fingið nýggjar og nútímans lógarkarmar at arbeiða undir.

· At nýtt lógargrundarlag er neyðugt skal Postverkið ikki tey komandi árini, orsakað av støðugari minking í tí vanliga postvirkseminum, árliga koma at liggja tí almenna til byrðu á fíggjarlógini við einari alsamt vaksandi peningaupphædd.

Í sambandi  við at landsstýrismaðurin í samskiftismálum í juni 1997 tók avgerð um at fara undir arbeiðið at nútímansgera lógargrundarlagið fyri postøkið í Føroyum, varð settur niður arbeiðsbólkur at evna til uppskot til nýtt lógargrundarlag. Verandi postverksleiðsla hevur tikið undir við meginfyritreytunum undir kommissorinum, ið givið varð arbeiðsbólkinum. Meginfyritreytirnar vóru hesar: 

-         Landsstýrið fær einkarrætt til postflutning.

-         Landsstýrið kann veita konsessión til postflutning og – virksemi

-         Postverk Føroya verður gjørt til partafelag.

Postverksstjórin hevur luttikið í arbeiðsbólkinum sum Vinnumálastýrið niðursetti eftir at landsstýrismaðurin hevði staðfest arbeiðssetningin í juni 1997.

Postverksstjórin hevur í hesum arbeiði lagt dent á, at við nýggja lógargrundarlagnum verður skaptur ein karmur fyri postvirksemið í Føroyum, sum kann geva eins rúmar møguleikar at menna hetta virksemi sum í okkara grannalondum.

Við uppskotinum til løgtingslóg um postvirksemi metir postverksstjórin, at vit tryggja tí føroyska samfelagnum nútímans karm um postvirksemi í síni heild, samstundis sum møguligt fyrilit kann  verða tikið, at geva verandi postvirksemi  hjá Postverki Føroya tað neyðuga skotbráið, fyri at tillaga seg nýggja lógargrundarlagið.

Postverksleiðslan vísir annars til hoyringssvar til Vinnumálastýrið, dagfest 31. januar 1999 har viðmerkingar eru gjørdar til nakrar av teimum einstøku greinunum í lógaruppskotinum sum tað fyrilá tá. Flestu av hesum viðmerkingum eru viðgjørdar í arbeiðsbólkinum og niðurstøður gjørdar, ið postverksstjórin hevur tikið til eftirtektar.

Postverksleiðslan tekur sostatt undir við uppskotinum til løgtingslóg um postvirksemi, soleiðis sum hetta er orðað og latið landsstýrismanninum 9. februar 2000.

Uppskotini bæði eru ein heild. Uppskotið til lógtingslóg um postvirksemi setir krøv til teir/tey, ið fáast við postflutning. Neyðugt er sostatt at umskipa almenna  stovnin  Postverk Føroya, soleiðis at postraksturin framyvir verður rikin undir teimum treytum, ið fyrisettar eru í lógini um postvirksemi. Hetta krevur  tillagingar av rakstrinum hjá Postverki Føroya.

Leiðslan metir tó, at við uppskotinum til løgtingslóg um umlegging av Postverkið Føroya til partafelag verður skaptur ein karmur um  virksemið hjá Postverk Føroya, sum ger tað møguligt at fara undir fleiri av teimum avbjóðingum, ið Postverk Føroya  - undir verandi skipan - ikki hevur havt fíggjarliga orku, at farið í holt við.  Samstundis  verður veitt   myndugleikunum trygd fyri, at skyldan, sum áliggur tí almenna at tryggja  postflutning á dygdargóðum støði, eisini verða loyst framyvir.

Postverksleiðslan tekur undir við uppskotinum til løgtingslóg um umlegging av Postverki Føroya  til partafelag. Postverksleiðslan hevur ongar viðmerkingar til tær einstøku lógargreinarnar, men  vil nýta høvi til at peika á fylgjandi  serlig viðurskifti:

Íløgutørvurin:

Í sambandi við at felagið verður stovnað verður í lógaruppskotinum skotið upp at settar verða 56,5 mió. kr. í kontantinngjaldi í felagið. Henda upphædd svarar til tann metta íløgutørvin hjá Postverki Føroya tey komandi 3- 4 árini. Íløgutørvurin er staðfestur eftir gjøgnumgongd av øllum virksemi stovnsins primo 2000. Verandi rakstur hjá postverkinum gevur ikki pláss til nakra íløgu til nýskapandi virksemi innan postøkið. Ei heldur hevur raksturin givið pláss fyri neyðugum viðlíkahaldi tey seinnu mongu árini. Her er sostatt  bæði talan um íløgur, ið ikki eru vorðnar framdar  og íløgur sum eru alneyðugar, skal Postverkið liva upp til tað, ið kravt verður av einum postoperatøri í einum nútíðarsamfelag.

Eftirlønarkrøv:

Postverk Føroya hevur síðani yvirtøkuna í 1976 verið rikið sum ein almennur stovnur. Hetta hevur havt við sær, at stovnurin hevur fylgt tí siðvenju sum hevur verið galdandi innan almenna fyrisiting, m.a. tá talan hevur verið um eftirlønarkrøvini, ið tey sum hava tænastamannaeftirlønarrætt hava upptjent. Peningur er ikki árliga settur av til hesar eftirlønir. Neyðugt hevur tí verið at goldið eftirlønina av tí dagliga raksturin og er hetta vorðið alsamt meira tyngjandi fyri raksturin hjá Postverki Føroya. Útgoldna eftirlønarupphæddin  økist munandi tey komandi árini, so hvørt sum fleiri av starvsfólkunum við eftirlønarrætti fara frá fyri aldur. 

Við uppskotinum til umlegging av Postverk Føroya verða hesi viðurskifti skipað soleiðis, at upptjenta eftirlønarskyldan ikki kemur at tyngja dagliga raksturin.

 Umskipan og rationaliseringar

Í sambandi við at Postverk Føroya verður umskipað til partafelag verður neyðugt við einari  umskipan av sjálvum virkseminum hjá Postverk Føroya. Roknað er við at starvsfólkanýtslan yvir tey komandi 3 – 4 árini verður minkað við 40 – 50 ársverkum. Hóast meðalaldurin á starvsliðnum er høgur  - um hálvthundrað ár –  so verður tann náttúrliga frágongdin ikki nóg stór til, at sleppast kann undan at siga starvsfólkum úr starvi.

Postverksleiðslan   hevur í   teimum fyritreytum, sum eru settar upp í rakstarætlanini fyri partafelagið,  gingið út frá, at ásetingarnar í sáttmálanum millum Føroya Postfelag og Føroya Landsstýri, einsvæl og ásetingarnar í lóg um starvsmenn verða fylgdar, tá talan er um uppsagnartíðir v.m.

Í hjáløgdu rakstrarætlan til lógaruppskotið er peningur  ikki settur av til serliga skipan fyri eldri starvsfelagar, sum møguliga kundu hugsað sær at farið úr starvi í samband við at umleggingar verða framdar. Postverksstjórin vil   mæla til, at umhugsað verður at finna eina skipan sum eitt tilboð til  eldru starvsfólkini í Postverki Føroya.

Innanhýsis samskifti á Postverk Føroya í sambandi við tað fyrireikandi lógararbeiðið.

Bæði leiðsla og starvsfólk  - umboðað við Føroya Postfelag  - er samd um Postverk Føroya er afturúrsiglt, at neyðugt er við umfatandi broytingum, soleiðis at Postverk Føroya aftur fær møguleika at menna seg sum arbeiðspláss. Føroya Postfelag hevur yvirfyri postverksstjóranum víst á, at hetta kann verða gjørt innanfyri verandi skipan við Postverki Føroya við nakað broyttum lógarkarmum. Postverksleiðslan er harafturímóti av tí áskoðan, at neyðugt er við nýggjum og nútímans lógarkarmi, har samanhang er millum leiðslu og ábyrgd.

Postverksleiðslan hevur hetta seinasta árið áhaldandi heitt á nevndina í Føroya Postfelag um at taka aktivan lut í tí lógarfyrireikandi arbeiðinum. Føroya Postfelag hevur peikað á, at felagið er grundleggjandi ósamt við høvuðspunktini í arbeiðssetninginum sum givin varð av landsstýrismanninum í juni 1997,  (sí, omanfyri). Felagið hevur í skrivum dagfest 22. sept. 1997, nov. 1997 og 12. des. 1997 gjørt viðmerkingar til lógaruppskotið um postvirksemi í tí líki, ið tað hevði tá.

Postverksleiðslan hevur sum nevnt ynskt, at Føroya Postfelag saman við leiðsluni kom til sættis um eitt felags tilmæli til Vinnumálastýrið. Hetta hevur ikki eydnast og Føroya Postfelag hevur ikki ynskt at luttikið í tí fyrireikandi lógararbeiðinum, tá hetta varð tikið upp aftur í august mánaði 1999.

Í hesum tíðarskeiði hevur postverksstjórin á starvsfólkafundum kring landið greitt frá tí fyrireikandi lógararbeiðinum og annars greitt frá, hvat ein komandi umskipan kemur at krevja av leiðslu og starvsfólkum við Postverk Føroya. Postverkstjórin er av teirri fatan, at tey, ið starvast hjá Postverkið

Føroya síggja tað neyðuga í, at skaptir verða nýggir og nútímans karmar til Postverki Føroya – teirra arbeiðspláss – at virka undir. Karmar, sum kunnu vera við til at skapa grundarlag fyri menning av tí dagliga arbeiðinum hjá tí einstaka.

Postverksleiðslan hevur kunnað Føroya Postfelag um gongdina í arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum. Føroya Postfelag hevur yvirfyri  postverksleiðsluni boðað frá, at tá ið einki av høvuðskrøvum felagsins eru tikin við í lógaruppskotunum, hevur felagið ikki sæð seg ført fyri at taka undir við uppskotinum, men tekur til eftirtektar at uppskotini verða løgd fram til politiska viðgerð og støðutakan.

 Niðurstøða.

Eftir at postvirksemi í øllum grannalondum okkara hevur fingið nýggjar karmar at virka undir, gleðir tað postverksleiðsluna, at politiski myndugleikin nú hevur tikið stig til at fáa tí føroyska samfelagnum til vega nýggjar og tíðarhóskandi lógarkarmar fyri eitt so týðandi økið, sum postøkið hóast alt er.

Postverksleiðslan metir, at við nýggja lógargrundarlagnum verður lagt eitt gott støðið undir at menna postøkið í Føroyum, soleiðis at vinnast kann tað inn aftur, ið vit hava mist tey seinastu 10 – 15 árini.

Tórshavn, 15. februar 2000

Bergur í Garði, postverksstjóri