Postvirksemi

 

55  Uppskot til  løgtingslóg um Postvirksemi

 Skjal 1: Dagførda ummæli postverksins dagfest 19. januar 2001.

 

                                                                                                                                                                          Postverk Føroya
 Postverksstjórin
 Óðinshædd 2
postsmoga 3009
 110  Tórshavn
 Telefon  31 40 48
 Telefax   31 70 76
Tórshavn, 19.01.2001                                                                                                                                                                      

Vinnumálastýrið
Tinganes
Postboks 64
FO 110 Tórshavn
Att: Arne Poulsen, aðalstjóri

Ummæli av uppskotinum til løgtingslóg um postvirksemi.  

Vísandi til ummæli, dagfest tann 15. februar 2000, verða hesar almennu viðmerkingar endurtiknar við neyðugum dagføringum: 

”Postverksleiðslan hevur við fleiri høvi tey seinastu árini víst á tørvin at endurskoða lógargrundarlagið undir postrakstrinum í Føroyum. Grundgevingarnar fyri hesum ynski hava í høvuðsheitum verið: 

·        At partar av verandi virksemi hjá Postverk Føroya ikki heilt eru í samsvari við lógina um Postverk Føroya frá 1976 og kappingarlógina frá 1997.

·        At Postverk Føroya undir verandi lógarskipan ikki hevur møguleika at møta teimum avbjóðingum, sum í dag vera settar einum nútímans tænastustovni.

·        At allir samstarvspartar í okkara grannalondum hava fingið nýggjar og nútímans lógarkarmar at arbeiða undir.

·        At nýtt lógargrundarlag er neyðugt, skal Postverkið ikki tey komandi árini, orsakað av støðugari minking í tí vanliga postvirkseminum, árliga koma at liggja tí almenna til byrðu á fíggjarlógini við einari alsamt vaksandi peningaupphædd.

Í sambandi við at landsstýrismaðurin í samskiftismálum í juni 1997 tók avgerð um at fara undir arbeiðið at nútímansgera lógargrundarlagið fyri postøkið í Føroyum, varð settur niður arbeiðsbólkur at evna til uppskot til nýtt lógargrundarlag. Verandi postverksleiðsla hevur tikið undir við meginfyritreytunum undir tí kommissorium, ið givið varð arbeiðsbólkinum. Meginfyritreytirnar vóru hesar: 

-         Landsstýrið fær einkarrætt til postflutning.

-         Landsstýrið kann veita konsessión til postflutning og – virksemi

-         Postverk Føroya verður gjørt til partafelag. 

Postverksstjórin hevur tikið lut í arbeiðsbólkinum, sum Vinnumálastýrið setti niður, eftir at landsstýrismaðurin hevði staðfest arbeiðssetningin í juni 1997. 

Postverksstjórin hevur í hesum arbeiði lagt dent á, at við nýggja lógargrundarlagnum verður skaptur ein karmur fyri postvirksemið í Føroyum, sum kann geva eins rúmar møguleikar at menna hetta virksemi sum í okkara grannalondum.  

Við uppskotinum til løgtingslóg um postvirksemi metir postverksstjórin, at vit tryggja tí føroyska samfelagnum ein nútímans  karm um postvirksemi í síni heild, samstundis sum møguligt fyrilit kann verða tikið, at geva verandi postvirksemi hjá Postverki Føroya tað neyðuga skotbráið, fyri at laga seg til nýggja lógargrundarlagið.  

Postverksleiðslan vísir annars til hoyringssvar til Vinnumálastýrið, dagfest 31. januar 1999 har viðmerkingar eru gjørdar til nakrar av teimum einstøku greinunum í lógaruppskotinum, sum tað fyrilá tá. Flestu av hesum viðmerkingum eru viðgjørdar í arbeiðsbólkinum og niðurstøður gjørdar, ið postverksstjórin hevur tikið til eftirtektar........ 

Uppskotið til løgtingslóg um postvirksemi setir krøv til teir/tey, ið fáast við postflutning. Neyðugt er sostatt at umskipa almenna stovnin Postverk Føroya, soleiðis at postraksturin framyvir verður rikin undir teimum treytum, ið fyrisettar eru í lógini um postvirksemi. Hetta krevur tillagingar av rakstrinum hjá Postverki Føroya ”........ 

Lógin um postvirksemi miðar eftir at útvega karmar fyri frælsari kapping innan postøkið. Fyritreytin fyri hesum er, at skilnaðurin verður greiður, hvørt talan er um tænastur innan einkarrættin, skyldistænastuna ella kappingarøkið.

Komandi kunngerðir um Postverk Føroya skulu tískil hava kappingarstøðuna fyri eyga, samstundis sum Postverk Føroya framvegis verður ført fyri at veita eina fullgóða landsfevnandi tænastu. 

” Innanhýsis samskifti á Postverk Føroya í sambandi við tað fyrireikandi lógararbeiðið. 

Bæði leiðsla og starvsfólk - umboðað við Føroya Postfelag - eru samd um, at Postverk Føroya er afturúrsiglt og at neyðugt er við umfatandi broytingum, soleiðis at Postverk Føroya aftur fær møguleika at menna seg sum arbeiðspláss. Føroya Postfelag hevur yvirfyri postverksstjóranum víst á, at hetta kann verða gjørt innanfyri verandi skipan við Postverki Føroya við nakað broyttum lógarkarmum. Postverksleiðslan er harafturímóti av tí áskoðan, at neyðugt er við nýggjum og nútímans lógarkarmi, har samanhang er millum leiðslu og ábyrgd. ..... 

Postverksleiðslan hevur kunnað Føroya Postfelag um gongdina í arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum. ...... 

Postverksstjórin greiddi fyri einum ári síðan á starvsfólkafundum kring landið frá tí fyrireikandi lógararbeiðinum og, hvat ein komandi umskipan fer at krevja av leiðslu og starvsfólkum í Postverki Føroya. Postverkstjórin er av teirri fatan, at tey, ið starvast í Postverki Føroya síggja tað neyðuga í, at skaptir verða nýggir og nútímans karmar til Postverki Føroya – teirra arbeiðspláss – at virka undir. Karmar, sum kunnu vera við til at skapa grundarlag fyri menning av tí dagliga arbeiðinum hjá tí einstaka. 

Niðurstøða. 

Eftir at postvirksemi í øllum grannalondum okkara hevur fingið nýggjar karmar at virka undir, gleðir tað postverksleiðsluna, at politiski myndugleikin nú hevur tikið stig til at fáa tí føroyska samfelagnum til vega nýggjar og tíðarhóskandi lógarkarmar fyri eitt so týðandi økið, sum postøkið er. 

Postverksleiðslan metir, at við nýggja lógargrundarlagnum verður lagt eitt gott støðið undir at menna postøkið í Føroyum, soleiðis at vinnast kann tað inn aftur, ið vit hava mist tey seinastu 10 – 15 árini. ” 

Postverkssleiðslan skal tó samstundis nýta høvi til at vísa á, at lógin um postvirksemi einans er ein partur av umleggingini. Neyðugt verður at taka endaliga støðu til hvønn rakstrarhátt Postverk Føroya skal hava framyvir, til tess at samskiftið og samarbeiðið við aðrar fyritøkur kann fara fram undir javnbjóðis kappingarumstøðum, sum henda lóg leggur upp til. 

Blíðar heilsanir 

Bergur í Garði, postverksstjóri