Brimil

 

56  Uppskot til  løgtingslóg um bólking o.a. fyri skiparar og manningar á vaktar- og bjargingarskipinum Brimli

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G.Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð
I Álit II
J Framhaldandi 3. viðgerð
K. Orðaskifti við 3. viðgerð (1)
K. Orðaskifti við framh. 3. viðgerð (2)

Ár 2001,  30. januar, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um bólking o.a. fyri skiparar og manningar á vaktar- og bjargingarskipinum Brimli

§ 1. Landsstýrismaðurin skipar fyri, at sett verður ein nevnd, ið skal avgera spurningar um bólking, o.a. av vaktar- og bjargingarskipinum Brimli sambært hesum ásetingum:

  1. § 5, stk. 2, í "Sáttmáli millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Maskinmeistarafelag fyri maskinmeistarar/motorpassarar á vaktarskipunum "Tjaldrið" og "Spógvin"", dagfestur 29. august 1999.
  2. § 3, stk. 2, í "Sáttmáli millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag um lønir v.m. hjá manningunum á vaktar- og bjargingarskipum", dagfestur 14. september 1999.
  3. § 36, stk. 2, í "Sáttmáli millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið um vanligar reglur", dagfestur 9. apríl 1999.

Stk. 2. Nevndin verður mannað við 6 limum. Fíggjarmálastýrið velur 3 limir, og Starvsmannafelagið, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Føroya Maskinmeistarafelag velja hvør sín lim.
Stk. 3. Hevur annar parturin ikki valt limir innan 7 dagar eftir, at áheitan er móttikin frá landsstýrismanninum um at velja, kann hin parturin biðja sorinskrivaran tilnevna hesar.
Stk. 4. Til nevndin hevur tikið avgerð, verður Brimil bólkaður sum Tjaldrið. Tá nevndin er komin til ein úrskurð um bólking, hevur manningin krav upp á hesa løn frá tí, hon byrjar tænastuna umborð. Um lønin, sum verður útgoldin, er lægri enn tann endaliga bólkingin, verður lønin eftirregulerað, og renta verður roknað sambært rentulógini.
Stk. 5. Nevndin skal taka avgerð innan 1. mai 2001.

§ 2. Spurningar, sum semja ikki fæst um í nevndini, verða avgjørdir soleiðis, at nevndin útnevnir ein ástøðumann, sum tekur endaligu avgerðina. Er semja ikki um ein ástøðumann, verður hesin útnevndur av sorinskrivaranum.
Stk. 2. Fíggjarmálastýrið og feløgini rinda útreiðslur, ið standast av, at ástøðumaður verður nýttur, við hvør síni helvt.

§ 3. Arbeiðssteðgur, sum stavar frá ósemjum um tær sáttmálaásetingar, sum nevndar eru í § 1, skulu halda uppat, tá henda lóg kemur í gildi. Arbeiðssteðgur er verkbann, verkfall, blokada og boykott og skipað avfólkan av einumhvørjum slag.

§ 4. Spurningar um tulking o.a. av sáttmálaásetingum, sum verða broyttar við avgerðum sbrt. § 1 og 2, verða avgjørdir eftir vanligu reglunum, sum eru ásettar í teimum einstøku sáttmálunum

§ 5. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Viðmerkingar:

Almennar viðmerkingar:
Orsøkin til, at landsstýrið kemur við einum lógaruppskoti um bólking o.a. fyri skiparar og manningar á vaktar- og bjargingarskipinum Brimli, er, at allar royndir at samráðast og fáa eina samráðingarloysn millum Fíggjarmálastýrið og yvirmannafeløgini, sum hava skipað arbeiðssteðg, eru dotnar niðurfyri. Nýggja vaktar- og bjargingarskipið Brimil er tískil ongantíð komið í sigling.

Hóast Starvsmannafelagið ikki hevur skipað arbeiðssteðg, er neyðugt eisini at fáa sáttmálaviðurskiftini upp á pláss fyri hendan bólkin nú, tí rættast er, at lønarásetingar fyri manningina verða viðgjørdar í eini heild.

Fiskimálastýrið hevur gjørt støðuna upp soleiðis í einum skrivi til Fíggjarmálastýrið:

"Til tess at røkja tær vanligu uppgávurnar um fiskiveiðieftirlit og bjarging hevur Fiskiveiðieftirlitið (FVE) í gjøgnum nøkur ár umframt Tjaldrið og Spógvan leigað skip og tyrlu at røkja hesar uppgávur. Síðani tað varð greitt, at Brimil fór at verða latin FVE um hálvan oktober 2000, varð seinasta leigumálið um Gorm endað um mánaðarskiftið september/oktober 2000. Manningarnar hava alla tíðina verið tøkar og hava verið nýttar til aðrar uppgávur, enn fiskiveiðieftirlit og avloysing eftir tí tørvi, sum fiskiveiðieftirlitið hevur havt, tó undantikið manningin á Brimli seinastu 3 mánaðirnar vegna arbeiðssteðg.

Fiskiveiðieftirlitið og vaktar- og bjargingartænastan hava nú verið skerd í 3 mánaðir vegna ósemjuna um Brimil, og seinast er Tjaldrið eisini drigið uppí. Tænastan er røkt við hálvum kapasiteti í oktober/november/desember/januar. Hetta hevur gingið út yvir raksturin hjá FVE og hevur elvt til eykaútreiðslur til leigu av tyrlu til eftirlitið, tá FVE ikki kundi fullføra neyðugu tænastuna.

Vetrarhálvuna er minni aktivitetur enn um várið, og tí er tað heilt avgerandi, at tænastan fæst at virka nú. Øll eftirlitstænastan og sjóbjargingin stendur upp á spæl, nú vártíðin nærkast, og aktiviteturin er vaksandi, samstundis sum nógv útlendsk skip nú eru byrjað at fiska aftur í føroyskum sjógvi sambært galdandi fiskiveiðiavtalum fyri 2001.

Haraftrat kemur tilbúgvingin á sjónum, sum er ógvuliga skerd, nú Brimil liggur. Skuldi ein oljuvanlukka hent, hevði hetta havt álvarsamar avleiðingar fyri alt landið, nú tilbúgvingin er á so lágum støði sum nú. Tí er altavgerandi, at FVE fæst at virka optimalt aftur nú."

Tí verður ikki mett ráðiligt, at henda støða heldur áfram.

Hetta uppskotið til løgtingslóg hevur tí til endamáls at gera ein enda á arbeiðssteðginum innan Vaktar- og bjagingartænastuna, sum hevur valdað, síðan nýggja skipið Brimil varð handað 23. oktober 2000.

Bæði í sáttmálanum við Maskinmeistarafelagið og við Skipara- og Navigatørfelagið er ásett, at tá ið nýtt skip kemur, skal samráðing verða millum Fíggjarmálastýrið og felagið um, hvussu skipið skal verða bólkað. Í sáttmálanum við Starvsmannafelagið er ásett, at samráðingar skulu verða millum Fíggjarmálastýrið og felagið um lønar- og arbeiðsviðurskifti.

Samráðingarnar byrjaðu um miðjan september 2000. Tað hava verið nógvir fundir millum partarnar, men tað hevur ikki eydnast at fáa eina semju.

Fiskimálastýrið vísti, áðrenn samráðingarnar fóru í gongd, á, at tað er umráðandi ikki at broyta ta skipan, sum altíð hevur verið galdandi, at lønin er tann sama á skipunum. Verður nýggja vaktarskipið flokkað hægri enn Tjaldrið og Spógvin, kann verða roknað við, at ávís ónøgd verður millum manningarnar. Uppskotið hjá Fíggjarmálastýrinum var tí, at allir bátarnir og øll skipini hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni verða eins og higartil flokkað líka. Tað ber í sær, at Brimil verður flokkaður líka sum Tjaldrið, Spógvin og Ólavur Halgi. Munurin á manningarskjølunum millum Brimil og Tjaldrið er, at tað skal vera ein dekkari meiri við Brimli, og førleikakrøvini til maskinmenninar eru størri. Tað er ávísur munur á tonsatali og framtøkumegini.

Tað var beinanvegin greitt, at langt er millum partarnar.

Skipara- og Navigatørfelagið hevur víst á, at lutfallið millum lønina hjá dekkaranum og skiparanum er broytt nógv síðani í 1975. Lønin er fleiri ferðir hækkað sama krónutal hjá øllum. Tað ber í sær, at lutfallið minkar. Prístalsvøksturin hevur eisini í flestu førum verið sama krónutal hjá øllum. Lutfallið millum hægru og lægru almennu lønirnar er væl minni, enn tað var fyri 25 árum síðani. Hetta er ikki serstakt fyri dekkarar og yvirmenn á vaktarskipunum.

Eisini vísa feløgini á lønarlagið í t.d. Noregi og Danmark. Hetta er tó ikki nakað serstakt fyri manning á vaktarskipum. Næstan allir starvsbólkar kunnu vísa á, at lønin í hesum londum er hægri fyri sama arbeiði.

Tað hava verið nógvir fundir millum partarnar. Fíggjarmálastýrið hevur roynt við ymiskum uppskotum. Eitt av uppskotunum hevur verið tænastumannasetan. Fyri manningina ber tað serliga í sær, at eftirlønarviðurskiftini verða nógv betri.

Tað vísir seg tó at vera vónleyst at fáa semju við yvirmannafeløgini, og áðrenn skipið fór í sigling, fráboðaðu hesi feløgini, at tey noktaðu sínum limum at mynstra við Brimli. Fíggjarmálastýrið gjørdi beinanvegin vart við, at tað ikki metti, at feløgini høvdu heimild at nokta limum sínum at mynstra. Hesum eru feløgini ikki samd í, og úrslitið er, at skipið er ikki komið í sigling enn.

Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur eisini sett í verk blokadu móti virkseminum hjá Tjaldrinum. Annar stýrimaðurin á aðrari vaktini varð sjúkur, og felagið noktaði ávísum avloysarum at mynstra umborð, og førdi hetta við sær, at eisini Tjaldrið er darvað í sínum arbeiði.

Skotið verður upp, at seta eina nevnd við líka nógvum umboðum fyri partarnar (paritetiska nevnd), sum skal viðgera teir óloystu spurningarnar um lønarviðurskiftini við nýggja vaktarskipinum Brimli. Partarnir fáa tí enn ein møguleika at finna eina loysn sjálvir. Eydnast hetta ikki, so kann ein ástøðumaður taka endaligu avgerðina. Loysnin við at seta eina tílíka nevnd er ikki ókend fyri partarnar. T.d. eru ásetingar um gerðarrætt í øllum trimum sáttmálunum, har eisini ástøðumaður verður nýttur, um partarnir ikki sjálvir semjast.

Viðmerkingar til einstakar greinar:

Til § 1, stk. 1:
Tað, sum landsstýrið skjýtur upp, er, at samráðingarnar um Brimil, sum skulu verða sambært hesum ásetingum, verða tiknar uppaftur í eini paritetiskari nevnd. Landsstýrismaðurin setir ikki formliga nevndina, men hann skal syrgja fyri, at hon fer í gongd, tvs. hann innkallar til fyrsta fundin.

Tær ásetingar talan er um, eru

1) § 5, stk 2, í sáttmálanum við Maskinmeistarafelagið, ið hevur hesa orðing:
Tá nýggj skip koma, skal samráðing verða millum Landsstýrið og Maskinmeistarafelagið um bólking av teimum.

2) § 3, stk. 2, í sáttmálanum við Føroya Skipara- og Navigatørfelag, ið hevur hesa orðing:
Tá ið nýggj skip koma, skal samráðing verða millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag um bólking av teimum.

3) § 36, stk. 2, í sáttmálanum við Starvsmannafelagið, ið hevur hesa orðing:
Tá nýggj skip koma undir Vaktar- og Bjargingartænastuna, skal samráðing verða millum Fíggjarmálastýrið og felagið um lønar- og arbeiðsviðurskifti

Hesar ásetingar verða ikki broyttar við hesi lóg, men nevndin skal royna at koma til eina niðurstøðu við bólkingum o.ø á nýggja vaktar- og bjargingarskipinum Brimli, sum so verður galdandi til annað verður avtalað í sambandi við vanligar samráðingar um endurnýggjan av sáttmálum.

Til § 1, stk. 2:
Tá talan er um eina paritetiska nevnd, skal hon verða mannað við líka nógvum limum frá hvørjari síðu. Hildið verður, at tað er ikki ráðiligt, at nevndin er ov stór, men hinvegin mugu øll feløgini hava umboð; tí er talið sett til 6 limir.

Til § 1, stk. 3:
Hetta er tað sama, sum longu er galdandi í teimum førum, tá ein partur heldur seg undan at velja lim til eitt gerðarrættarmál.

Til § 1, stk. 4:
Orðingin "byrja tænastu umborð", er vald í staðin fyri at mynstra. Orsøkin er, at Starvsmannafelagið er ikki í arbeiðssteðgi, og persónar, settir eftir hesum sáttmála, hava alla tíðina arbeitt umborð, uttan at teir tó eru mynstraðir. Tað ber ikki til at siga, hvat úrslit nevndin kemur til, men manningin má fáa løn beinanvegin. Tí er skotið upp, at teir fáa somu løn, sum teir hava fingið higartil, og svarar tað til lønina, sum er ásett til manningina á Tjaldrinum. Eisini kann tað vera óheppið, um manningin í tíðarbilinum, til nevndin er komin til eina niðurstøðu, fær ov nógv útgoldið, og tí skal rinda aftur. Av hesi orsøk er ásett, at eftirregulering verður bara gjørd, um endaliga lønin er hægri enn tann higartil útgoldna.

Til § 1, stk. 5:
Ilt er at meta um, hvussu langa tíð arbeiðið fer at taka. Tað veldst m.a. um neyðugt verður at nýta ástøðumann. At tað er ásett, at nevndin skal vera liðug innan 1. mai, forðar tó ikki pørtunum í at semjast um eitt annað tíðspunkt. Tá nevndin er liðug við at avgreiða spurningarnar um bólking av Brimli o.a., er hennara arbeiði liðugt, og kann hon ikki viðgera onnur mál, uttan at partarnir sjálvir ynskja tað og gera serliga avtalu sínamillum.

Til § 2:
Henda áseting svarar til tað, partarnir kenna frá gerðarrættarmálum. Í Danmark er hinvegin meiri vanligt, at tað er semingsstovnurin, sum útnevnir ástøðumannin til paritetiskar nevndir sum hesa, men tá semingsstovnurin í Føroyum bara virkar á privata arbeiðsmarknaðinum, er valt at lata sorinskrivaran í staðin útnevna ástøðumannin, eins og í gerðarrættarmálum.

Til § 3:
Hetta merkir, at arbeiðssteðgir, sum hava verið vegna ósemjur um tær í § 1 nevndu sáttmálaásetingar, eru í stríð við lógina.

Til § 4:
Tá ætlanin er í minst møguligan mun at gera beinleiðis broytingar í sáttmálunum við hesi lóg, er ásett, at tulkingartrætur viðvíkjandi teimum einstøku sáttmálunum, sum taka seg upp vegna avgerðir í hesi nevndini, skulu loysast soleiðis, sum partarnir longu sjálvir hava avtalað at loysa tulkingartrætur annars.

Til § 5:
Eingin viðmerking.

Á tingfundi 14. februar 2001 las formaðurin upp áheitan frá Alfred Olsen, løgtingsmanni,  um, at tingið sambært § 57, stk. 3, í tingskipanini burturvísir málinum fall 12-0-17.

1. viðgerð 14. februar 2001.  Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 20. februar 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 30. januar 2001 og eftir 1. viðgerð tann 14. februar 2001 er málið beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 16. og 20. februar 2001. Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Føroya Skipara- & Navigatørfelag, Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og Sjúrð Rasmussen, løgfrøðing. Undir viðgerðini hevur nevndin eisini fingið skriv frá Føroya Skipara- & Navigatørfelag, dagfest 19. februar 2001. Skrivið liggur í málinum sum skjal A.

Undir viðgerðini svaraði Sjúrður Rasmussen upp á stýrisskipannarligar spurningar málinum viðvikjandi. Hann vísti á, at Løgtingið hevði felt eina áheitan um at vísa málið burtur og sostatt óbeinleiðis tikið støðu til, at uppskotið gongur ikki í móti stýrisskipanini.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Sámal Petur í Grund) vísir á, at Maskinmeistarafelagið hevur gjørt sáttmála, og tí er tað ikki longur aktuelt at gera lógarinntriv mótvegis hesum felag. Heldur ikki í móti Starvsmannafelagnum, tí at felagið er ikki í arbeiðssteðgi. Meirilutin gongur út frá, at grundreglurnar í lóg nr. 181 frá 24. mai 1972, sett í gildi 9. september 1975, um gerðarætt, eru galdandi fyri val og virkið nevndarinnar. Meirilutin mælir sostatt løgtinginum til at samtykkja uppskotið við teim tilmæltu broytingunum. Samsvarandi hesum verður sett fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

1) Í heitinum verður orðið "manningar" broytt til "stýrimenn".
2) § 1, stk. 1 og 2, verður orðað soleiðis:

"§ 1. Landsstýrismaðurin skipar fyri, at sett verður ein nevnd, ið skal avgera spurningar um bólking o.a. av vaktar- og bjargingarskipinum Brimli sambært ásetingum í § 3, stk. 2, í "Sáttmáli millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag um lønir v.m. hjá manningunum á vaktar- og bjargingarskipum", dagfestur 14. september 1999.
Stk. 2. Nevndin verður mannað við 4 limum. Fíggjarmálastýrið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag velja hvør sínar 2 limir."

3) Í § 2, stk. 2, verður orðið "feløgini" broytt til "Føroya Skipara- og Navigatørfelag".
4) Í § 4 verða orðini "sum eru ásettar í teimum einstøku sáttmálunum" broytt til

"eftir vanligu reglunum fyri tulkingartrætur, sum galda millum partarnar".

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) tekur ikki undir við málinum. Minnilutin vísir á skrivið frá Alfred Olsen til løgtingsformannin um at vísa málið burtur, har víst verður á § 57 í Tingskipan Føroya Løgtings, sum viðvíkur burturvísing av uppskotum, og har stk. 3 er orðað soleiðis: "Onnur uppskot enn tey, sum nevnd eru í stk. 1, kunnu eftir uppskoti frá løgtingsformanninum ella løgtingsmanni verða burturvíst, um so er, at áheitan um hetta verður sett fram, áðrenn uppskotið verður umrøtt, og tríggir fimtingar av allari tingmanningini atkvøða fyri burturvísing" . Eisini verður víst á § 1 í Stýrisskipan Føroya, sum er soljóðandi: "Í yvirtiknum málum er lóggávuvaldið hjá Løgtinginum og løgmanni í felag. Útinnandi valdið er hjá landsstýrinum. Dómsvaldið er hjá dómstólunum." Minnilutin er av teirri áskoðan, at tá Løgtingið í fyriliggjandi uppskoti útdeligerar sína uppgávu til eina nevnd, sum síðani kann útnevna ein ástøðismann, er hetta í stríð við § 35 í Stýrisskipan Føroya.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen) tekur ikki undir við málinum og vil í fyrstu syftu mæla lands-stýrismanninum í fíggjarmálum til at taka uppskotið aftur. Í aðru syftu mælir minnilutin Løgting-inum til at fella uppskotið.

Minnilutin vísir á, at undir 1. viðgerð varð ivi sáddur um, hvørt lógaruppskotið er í tráð við Lóg um Stýrisskipan Føroya ella ikki. Hildið varð, at uppskotið var beinleiðis í stríð við grein 1 í stýrisskipanarlógini, har sagt verður: "Í yvirtiknum málum er lóggávuvaldið hjá Løgtinginum og løgmanni í felag. Útinnandi valdið er hjá landsstýrinum. Dómsvaldið er hjá Dómstólunum." Undir viðgerðini í fíggjarnevndini hevur minnilutin ikki fingið trygd fyri, at lógaruppskotið ikki er í stríð við grein 1 í stýrisskipanarlógini.

Í skrivi til fíggjarnevndina, dagfest 19. februar 2001, sigur Føroya Skipara- og Navigatørfelag m. a.:"Felag okkara mótmælir, at Løgtingið leggur seg út í sáttmálaviðurskifti hjá fakfeløgunum, og serliga átaluverd er slík uppílegging, tá einki semingsuppskot liggur á borðinum, og at Løgtingið sostatt fyri fyrstu ferð í fakfelagssøgu okkara veruliga fer inn at lóggeva um sáttmálaviðurskifti, tí áður hevur Løgtingið virt samráðingarrættin soleiðis, at tingið bara í undantaksføri hevur lagt seg út í samráðingartrætur, og tá bara við at gera semingsuppskot til lóg." Minnilutin er púra samdur og tekur av fullum huga undir við hesum sjónarmiði.

Í brævinum verður eisini sagt: "Um løgtingið sum lóggevandi vald fer inn at lóggeva um viður-skifti, sum ein fyrisitingarmyndugleiki, nevniliga Fíggjarmálastýrið, eigur at taka sær av, so er hetta eftir okkara tykki eitt greitt brot á grundleggjandi regluna um tríbýti av valdinum í samfelag okk-ara. Serliga greitt er hetta, tá talan ikki bara er um at gera eitt konkret semingsuppskot til lóg, men at Løgtingið eftir áheitan frá einum fyrisitingarmyndugleika tekur á seg uppgávuna við lóg at áseta reglur um lønar- og setanartreytir, sum øll eru samd um, at sami fyrisitingarmyndugleiki ikki bara hevur rætt, men eisini skyldu at gera. Lógaruppskotið, sum leggur upp til, at ein nevnd skal áseta hesi lønar- og setanarviðurskifti, ger onga broyting í tí veruleika, at tað framvegis er Løgtingið, sum eftir lógaruppskotinum skal loysa hetta mál vegna Fíggjarmálastýrið."

Í samandráttinum sigur Føroya Skipara- og Navigatørfelag at enda: "Samanumtikið skulu vit endurtaka, at vit ikki eru í iva um, at løgfrøðiliga er sera ivasamt, um Løgtingið yvirhøvur hevur rætt at leggja seg út í hesa trætu millum Fíggjarmálastýrið og felag okkara. Um Løgtingið kortini fer inn at lóggeva á hesum øki, so er tað heilt avgerandi, at Løgtingið ikki bara letur tað upp í hendurnar á einum ella øðrum tilvildarligum ástøðumanni at áseta lønar- og setanartreytirnar hjá limum okkara, men at Løgtingið í sjálvari lógini tryggjar, at limir okkara ikki verða við skerdan lut, í mun til aðrar manningarbólkar, tá talan er um, hvat setunargrundarlag verður galdandi fyri Tjaldrið, tí hetta hevur Fíggjarmálastýrið nú gjørt til ein part av málinum."

Minnilutin tekur dyggiliga undir við tí, sum Føroya Skipara- og Navigatørfelag førir fram, og heldur, at felagið hevur skilagóðar grundgevingar fyri, at Løgtingið eigur at vísa málinum frá sær. Felagið setir nøkur greið sjónarmið fram. Hesi átti Løgtingið at tikið til eftirtektar. Minnilutin heitir tí enn einaferð á landsstýrismannin um at taka málið aftur. Verður tað ikki gjørt, mælir minnilutin Løgtinginum til at fella uppskot landsstýrismansins í løgtingsmáli nr. 56/2000: Uppskot til løgtingslóg um bólking o. a. fyri skiparar og manningar á vaktar- og bjargingarskipinum Brimli.

2. viðgerð 22. februar 2001. Uppskot frá Henrik Old um at beina málið aftur í nevnd fall 14-0-17. Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Finnboga Arge, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen og Sámal Petur í Grund til §§ 1, 2 og 4 samtykt 17-0-14. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-0-14. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 27. februar 2001. Uppskot frá Henrik Old um at beina málið aftur í nevnd samtykt 15-0-13. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 28. februar 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t II 

Málið varð við 3. viðgerð tann 27. februar 2001 við 15-0-13 atkvøðum beint aftur í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 28. februar 2001 og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og Føroya Skipara- & Navigatørfelag.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Kári P. Højgaard) vísir á viðmerkingarnar hjá meirilutanum í áliti I og mælir til at samtykkja uppskotið soleiðis, sum tað varð samtykt við 2. viðgerð.

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) vísir á viðmerkingar sínar í áliti I og leggur harumframt dent á, at Sambandsflokkurin prinsipielt hevur ta støðu ikki at leggja seg út í trætur á arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at partarnir sjálvir kunnu finna loysnir. Minnilutin tekur tí ikki undir við málinum.

Minnilutin (Henrik Old) vísir á viðmerkingarnar hjá minnilutanum (Vilhelm Johannesen) í áliti I. Fyri at vísa á, hvussu støðan er við lønarviðurskiftunum hjá skiparunum á vaktarskipum, so eigur at verða nevnt, at seinasta uppskotið hjá Fíggjarmálastýrinum gevur skiparunum eftir fullan starvsaldur 27.200 kr. um mánaðin. Fyri at samanlíkna við ein deildarleiðara í stýrunum hjá landsstýrinum, so fær hesin 30.478 kr. um mánaðin. Sostatt skal tað frameftir eisini vera ein óskrivaðr regla, at eitt leiðarastarv á sjónum skal vera lægri lønt enn eitt leiðarastarv á landi. Minnilutin tekur tí ikki undir við málinum.

Framhaldandi 3. viðgerð 28. februar 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 15-0-12. Málið avgreitt.

J.nr. 521-0028/2001
Ll. nr. 22 frá 02.03.2001