Smyril Line

 

59  Uppskot til  løgtingslóg um at seta partapening í P/F Smyril Line

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Tikið aftur

Ár 2001, 13. februar, legði Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

U p p s k o t

til

løgtingslóg um at seta partapening í P/f Smyril Line 

§ 1.

Landsstýrið fær heimild at tekna 25 mió. kr. í nýggjum A-partapeningi í P/f Smyril Line. Hemildin er treytað av, at partafelagið umframt partapeningin eftir 1. pkt. nýteknar 100 mió. kr. í partapeningi. 

§ 2.

Løgtingslógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fara úr gildi

  1. løgtingslóg nr. 22 frá 4. mars 1983 um tekning av partapeningi í og veitan av veðhaldi til felag við endamáli at keypa og umbyggja ferðamannaskip til millumlanda sigling, sum broytt við løgtingslóg nr. 40 frá 15. apríl 1983
  2. løgtingslóg nr. 18 frá 23. februar 1984 um veðhald fyri rakstrarláni til P/f Smyril Line
  3. løgtingslóg nr. 91 frá 4. oktober 1984 um veðhald fyri láni til P/f Smyril Line.

Stk. 3. Partapeningur, sum er settur í sbr. § 2 Stk. 2 nr. 1, stendur við.

Viðmerkingar:

Føroyingar hava í stórthundrað ár røkt ferðamannasigling til útlond.

Longu í 1880unum settu Mortensens menn skip í millumlandasigling.

DFDS hevur eisini røkt ferðamanna- og farmaflutning til Føroya frá miðskeiðis í 19. øld fram til 1992

Skipafelagið Føroyar tók táttin upp í tjúgunum og hevur við skiftandi "Tjøldrum" røkt sambandið landanna millum, til felagið í 1969 gavst við ferðafólkaflutningi burturav.

Hetta var ikki væl umtókt millum føroyingar, og í 1975 gjørdi landsstýrið so av at keypa donsku ferjuna Morten Mols (núverandi Smyril) til sigling innan- og uttanlands.

Strandfaraskip Landsins fóru undir regluliga ferðamannasigling til Íslands og Noregs sama summarið, og árið eftir byrjaði Skotlandssiglingin. Í 1980 fór Smyril eisini undir regluliga sigling til Danmarkar.

Í 1982 varð P/f Smyril Line stovnað, og M/F Norröna, ið tá var 9 ára gomul, keypt.

Síðani 1983 hevur "Norröna" hvørt summar røkt farleiðirnr í millum Føroyar, Ísland, Noreg, Hetland og Danmark.

Tveir teir seinastu vetrarnar hevur eisini verið sigling millum Føroyar og Danmarkar við farmi og ferðafólki skiftivís eina og tvær ferðir um vikuna.

Tað er einki at taka seg aftur í, at Norrøna hevur verið stoltleiki føroyinga, ein skúta, sum vit treyðugt lata okkum av hondum. Henda sjóleið er vorðin ímyndin upp á góðu og tryggu akbreytina út í heim, sum allur flutningur kann fara eftir undir bestu og høgligastu umstøðum.

Men skipið er út við 28 ára gamalt, og hóast øll trygdarkrøv eru í lagi, so er skipið langt frá tíðarhóskandi.

Smyril Line varð upprunaliga stovnað við umleið 14 milliónum krónum í partapeningi. Løgtingið setti tá 20% í. Hetta varð samtykt við øllum tingsins atkvøðum.

Smyril Line hevði tað tungt fíggjarliga tað fyrsta árið, og í 1984 bað felagið táverandi landstýrið um fíggjarliga hjálp, tó uttan úrslit.

Men Løgtingið samtykti í 1984 at veita veðhald upp á 26 milliónir krónur, og felagið kundi halda fram. Hesar 26 milliónirnar vórðu frígivnar á vári 1990.

Smyril Line er eitt av okkara stóru arbeiðsplássum við umleið 150 ársverkum í reiðarínum og 30-40 á hotellinum/vallaraheiminum v.m.

Smyril Line hevur í dag 4000 parteigarar og eitt bókað virði (varisliga mett) upp á ca. 65 milliónir krónur.

Felagið hevur nú í eini 2 ár arbeitt við ætlanum um at útvega eitt meira tíðarhóskandi skip í staðin fyri 28 ára gomlu Norrönu.

Sáttmáli varð gjørdur við skipasmiðjuna FSG í Flensburg um bygging av eini ferju, sum kostar 93,9 mió. Euro svarandi til umleið 700 mió. kr. Skipið verður fíggjað við 75 % av byggiskostnaðinum í láni til Eurobor rentu + 1,5 %. Lánitíðin er 15 ár, har fyrsta árið er avdráttarfrítt. Lánið verður veitt við trygd í nýggja skipinum, og landspartastjórnin í Schleswig-Holstein veðheldur fyri tí seinasta fjórðinginum.

Eginfíggingin upp á 25 % t.e. 175 mió. kr. skal fáast til vega við sølu av gomlu Norrønu, avlopi í Smyril Line og hækkan av partapeningi. Eginfíggingin fellur til gjaldingar í ratum.

Ein treyt fyri, at hetta stóra projekt skuldi koma væl frá byrjan, var, at summarið 2000 gav líka nógv í yvirskoti, sum árini frammanundan.

Men hækkandi oljuprísirnir og lækkandi ferðafólkatal gjørdu, at yvirskotið minkaði niður í lítið og einki. Haraftrat kom ein neyðug íløga upp á 17 mió. kr. í Norrønu orsakað av trygdarkrøvum

Hóast hesar umstøður skrivaði Smyril Line undir byggisáttmálan í juni í fjør.

Smyril Line maktaði ikki at gjalda annan avdráttin til skipasmiðjuna. Skipasmiðjan nýtti sín rætt at siga sáttmálan upp og hótti við endugjaldskravi fyri útreiðslur til m.a. undirleverandørar.

Hesi krøv eru so mikið stór, at verða tey framd, so kann skipasmiðjan fara avstað við Norrönu, og verandi partapeningur verður niðurskrivaður til 0

Við ongum skipi er deyðin í durinum, bæði hjá Smyril Line og ferðamannasigling á føroyskum kjøli sum heild.

Valið er millum at niðurleggja rutuna sum føroyska ella nútímansgera hana, so hon kann røkja alt slag av flutningi sjóvegis vetur og summar.

Smyril Line hevur nú sum einasta møguleika at endurnýggja sáttmálan til levering á vári 2003.

Fíggingarmynstur og roknskapartøl eru lýst av Smyril Line í prospektinum "Hækking av partapeningi í samband við byggjan av nýggjari ferju til ferðafólka- og farmaflutning".

Framtaksgrunnurin hevur gjørt sínar fíggjar- og rakstarmetingar, sum geva gott grundarlag fyri støðutakan. Hesar byggja á niðurjavning av inntøkuframrokningum hjá Smyril Line umframt eina øðrvísi fígging, har annar veðrættur, sum landspartastjórnin í Schleswig-Holstein borgar fyri, verður læntur frá einum føroyskum lánisamtaki við einum sokallaðum indexláni. Lánið verður í minsta lagi 130 mió. kr. Hetta vil geva felagnum ein eyka likviditet upp á einar 14 mió. kr. um árið í 5 ár.

Framtaksgrunnurin hevur í síni tilsøgn um 25 mió. kr. í nýggjum partapeningi tryggjað sær, at í minsta lagi tveir stórir íleggjarar eru við. Hetlendskur menningargrunnur setir 50 mió. kr. í, og íslendskur útjaðaragrunnur 10 mió. kr. Skal meirilutin av partapeninginum verða verandi á føroyskum hondum, so er neyðugt við uppskriving av gamla partapeninginum. Men framvegis er tilsøgnin frá Framtaksgrunninum treytað av einum stórum íleggjara aftrat. Um hetta uppskot vinnur frama, so verður nýtekningin henda:

Hetlendskur menningargrunnur 50 mió. kr
Íslendskur útjaðaragrunnur 10 mió. kr
Framtaksgrunnurin 25 mió. kr
Føroya Landsstýri 25 mió. kr
Nýtekning í Føroyum 15 mió. kr
Íalt 125 mió. kr.

Við einum søluvirði upp á í minsta lagi 50 mió. kr. hevur gamla Norrøna eitt søluvirði, so samlaða eginfíggingin kemur upp á tey 25 % ella 175 mió. kr

Í stuttum kann sigast, at Smyril Line hevur roynt at lyft eina uppgávu, sum teir í fyrsta umfari ikki einsamallir orkaðu at lyfta.

Leiðslan sigur, at hon hevði 3 møguleikar, áðrenn hon fór undir hetta projektið:

  1. at halda fram sum nú við einum út við 28 ára gomlum ótíðarhóskandi skipi og doyggja spakuliga.
  2. at royna at selja fyritøkuna til útlendingar
  3. at byggja nýtt skip.

Tann triði møguleikin varð valdur, m.a. tí at felagið metti seg hava eina samfelagsliga skyldu og ein førleika at reka ferðamannasigling á føroyskum kjøli til grannarnar í Norðuratlantshavi.

Føroyingar eru bundnir av góðum flutningsmøguleikum og infrastrukturi, bæði innan- og uttanlands.

Hetta er ein grundleggjandi fortreyt fyri, at okkara fólk skal kunna virka og trívast.

Vit halda, at tað er ein politisk uppgáva at tryggja, at sambandið við grannarnar er í lagi, tí tóku vit eisini stig til at stovna Atlantsflog, og tí løgdu almennu Føroyar eisini lunnar undir Skipafelagið Føroyar á sinni.

Smyril Line hevur biðið Føroya Landstýri um at hækka sín partapening í felagnum. Landsstýrið hevur noktað.

Vit, sum eru vald á ting, hava eisini skyldu til at tryggja, at samfelagið virkar, og tær neyðugu strukturellu fyritreytirnar eru til staðar.

Gera vit einki, mugu vit síggja í eyguni, at okkara flutningsskipan fellur burtur, ella í besta føri fer á útlendskar hendur.

Grannatjóðirnar hava sæð vandan og seta tí 60 almennar milliónir í Smyril Line. Haraftrat gera tær íløgur á landi fyri tilsamans umleið 100 milliónir krónur.

Okkara uppskot er, at Løgtingið samtykkir at hækka partapeningin í Smyril Line soleiðis, at lutfallið upp á 20 % av tí endaliga partapeninginum framvegis verður landskassans ogn soleiðis, sum landskassans partur upprunaliga var.

Men ein avgjørd fortreyt fyri at hækka partapeningin, til landskassin aftur eigur 20% av felagnum, má vera, at landsstýrið fær fulla ávirkan fyri ogn sína.

Vit seta hetta uppskot fram tí at

1. viðgerð 15. februar 2001. Løgtingsmálini nr. 1-8 og 59 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í fíggjarnevndina.

Á tingfundi 27. februar 2001 boðaði formaðurin frá, at Javnaðarflokkurin í skrivi, dagfest 23. februar 2001, sigur frá, at uppskotið verður tikið aftur.