Útjaðaragrunnur

 

60  Uppskot til  samtyktar um útjaðaragrunn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2001, 15. februar, legði Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

Heitt verður á landsstýrið um at leggja fram løgtingslógaruppskot um ein útjaðaragrunn, sum skal kunna átaka sær ískoytisfíggingina av tí ójavna, sum kann vera millum fíggingina av vinnuligum framtøkum í útjaðaranum og í miðstaðarøkinum.

Viðmerkingar:
Tann skeiva gongdin hjá útjaðaranum í okkara samfelag er vorðin alt meira viðkomandi og sjónsk seinastu tíðina. Sterka miðsavningin ger, at útjaðarin má dragast við sera stórar bygnaðarligar trupulleikar, har náttúrligi fólkavøksturin er vorðin til eina fólkaminking, har tað serliga eru tey ungu við útbúgvingum, sum í staðin velja sær bústað í miðstaðarøkinum ella uttanlands. Hóast ein miðsavning altíð vil vera í ávísan mun, so er nógv, sum bendir á, at tann skeiva gongdin nú fyri ávís øki er so sterk, at politikarar eiga at taka beinleiðis lut í at fáa vent gongdini.

Men tað er sjálvsagt eisini ein spurningur, um politiskur vilji er til tess, ella at politikarar velja at lata standa til og lata marknaðarkreftirnar sjálvar ráða sær.

Eitt stórt framstig hevði verið, um nakað av almennu umsitingini varð lagt í útjaðaranum, sum hevði sett krøv til størv við førleika. Kunningartøknin og tann menning, har er, átti at gjørt tað møguligt, at umsiting í ein ávísan mun kundi verið røkt frá útjaðaranum. Serliga hevði tað verið so sjálvsagt, at nýggj umsiting, sum enn ikki hevur fest røtur, varð løgd út í útjaðaran.

Liberalistiska rákið, sum í dag eyðkennir okkara samfelag, ger, at eisini vinnulig framtøk hava munandi truplari við at fóta sær í útjaðaranum enn í miðstaðarøkinum.

Komið er fram á ráðstevnum, sum granskingarverkætlanin fyri økismenning hevur skipað fyri, at júst fíggingin er vorðin ein alt størri trupulleiki fyri virksemið í útjaðaranum.

Fíggingarstovnarnir siga bart út, at ikki ber til at veita somu fígging í útjaðaranum, tí váðin er størri fyri trygdini í einum láni til virksemi í útjaðaranum enn í miðstaðarøkinum. Og vit hava havt talandi dømi um hetta sama, eitt nú við Injector Doors í Vági og við snikkaraverkstaðnum í Dali.

Sjálvandi eru útjaðaratrupulleikarnir ein politiskur trupulleiki, um vit vilja tað ella ei. Vilja vit politikarar, at tað skal verða liviligari í útjaðaranum soleiðis, at føroyingar eisini búsetast uttan fyri miðstaðarøkið, so mugu vit eisini medvirka til at fremja politisk tiltøk, sum muna fyri útjaðaran. Hetta kemur tíverri ikki alt av sær sjálvum. Og fyrsta treyt fyri trivnaði er, at vinnuliga menningin kann fara fram. Oljútgerðarhavnin hevur verið nevnd sum ein upplagdur møguleiki, sum tíverri av politiskum ávum glapp útjaðaranum av hendi. Men tá so vinnulig framtøk eisini hava tað truplari enn kappingarneytarnir í miðstaðarøkinum at fáa fígging til vega, so eru fótonglarnir so nógvir, at ilt kann vera at fáa nakra menning í lag.

Ein gongd leið er, at tann ójavni, sum politikkurin hjá fíggingarstovnunum ger, verður útjavnaður. Í øðrum londum eitt nú í Íslandi er ein útjaðaragrunnur, sum burturav skal átaka sær at hjálpa til við at fáa fígging av vinnuligum framtøkum í útjaðaranum til at hanga saman.

Ein slíkur grunnur kann so verða medfíggjari saman við vanligu fíggingarstovnunum við váðafúsum kapitali sum láni, partapeningi ella øðrum. Umsitingin av einum slíkum grunni kundi hóskandi ligið hjá einum fíggingarstovni, sum frammanundan ger tær neyðugu projektmetingarnar.

Tí verður mælt til, at landsstýrið fer undir at gera eitt uppskot til ein slíkan grunn, sum síðan verður lagt fyri tingið, og at ein hóskandi upphædd, kanska einar 25 mió. kr, verður sett í grunnin.

1. viðgerð 22. februar 2001. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 19. apríl 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Javnaðarflokkurin hevur lagt málið fram tann 15. februar 2001, og eftir 1. viðgerð tann 22. februar 2001 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 19. og 22. mars, 5. og 10. apríl 2001.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við løgmann, umboð fyri útoyggjanevndina og umboð fyri granskingarverkætlanina fyri økismenning.

Nevndin hevur fingið útflýggjað brot úr útoyggjaálitinum, ið útoyggjanevndin lat frá sær tann 18. apríl 2001.

Har verður undir pkt. 8.1., ið ber heitið "fíggjargrunnur", mælt til "at tað alt fyri eitt verður farið undir at fyrireika eitt forum, ið fíggjarliga kann stuðla undir, at vinnuligt virksemi verður sett á stovn á smáu oyggjunum".

Endamálið við einum slíkum grunni skal verða "at stuðla undir og fíggja vinnuligt virksemi í útjaðaranum, herundir útoyggjunum", og "at stuðla eitt virkis- og samfelagsbúskaparligt lønandi vinnulív í smáu oyggjunum".

Grunnurin skal "virka fyri, at útbyggja, nýmótansgera og skapa eitt vinnulív úti í smáu oyggjunum, sum ber í sær eitt varandi og lønandi vinnulív", "leggja dent á at stuðla nýskapan og kreativum ætlanum", "veita kunning og professionella ráðgeving til øll, sum hava hugskot og ætlanir" og so skal grunnurin "skipa sítt virksemi á tann hátt, at fólk kemur út til oyggjarnar at veita ráðgeving".

Grunnurin skal "spesialisera seg í at meta um og vegleiða í virksemi, sum er egnað til smáu oyggjarnar og útjaðaran", men "ikki gerast ein fíggjarstovnur, ið loftar vánaligum verkætlanum úr fíggjarheiminum annars".

Grunnurin skal "bert fíggja vinnulig tiltøk, ið mugu væntast at verða burðardygg" og er tað avgerandi, at hann er "skipaður so, at hann kann taka upp á seg tann váðan, ið fíggingarstovnarnir ikki taka upp á seg orsakað av ov lágari fastognartrygd".

Í samgonguskjalinum stendur eisini skriva:

Viðvíkjandi útjaðaranum, at "Besta grundarlagið undir samfelagnum er virksemi og trivnaður á øllum plássum í landinum. Útjaðarin er í eini serligari støðu. Samgongan er samd um, at neyðugt er at fremja verulig tiltøk, um útoyggjum og smáplássum skal vera lív lagað."

Og viðvíkjandi framtaksgrunninum, at "viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin verða endurskoðaðar við tí endamáli, at grunnurin í størri mun skal menna nýggjar vinnur og fremja økismenning eftir handilsligum fortreytum."

Nevndin heldur, at fyriliggjandi uppskot til samtyktar er í góðum samsvari við tilmælið í útoyggjaálitinum umframt við samgonguskjalið, og tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir sostatt Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Kári P. Højgaard viðmerkir harumframt, at tað í sambandi við hetta mál um útjaðaragrunn er rætt at gera vart við, at vit longu frammanundan hava ein grunn "Framtaksgrunnurin", sum átti at virkað á tann hátt, at hann var fúsur at taka tann eyka váðan upp á seg, sum tað kann vera at seta vinnuligt virksemi í gongd í útjaðaraøkjum. Hesa uppgávu hevur Framtaksgrunnurin als ikki tikið upp á seg.

Í samgonguskjalinum er avtalað, at viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin skulu endurskoðast, og var ætlanin við hesum at fáa grunnin meiri virknan í veruligum framtøkum. Higartil hevur Framtaksgrunnurin at kalla bara loftað føroyskum fyritøkum, sum hava verið í vanda fyri at fara á húsagang, og stórur partur av stovnsfænum er farin til hesi endamál. Kári P. Højgaard heldur tað hava skund at fáa endurskoða regluverkið fyri Framtaksgrunnin, til tess at fáa hann at virka eftir ætlan, og at samskipa tað arbeiðið við møguliga ætlan um at skapa nýtt og betri grundarlag fyri fígging av vinnuligum framtøkum í teimum ymsu økjunum í Føroyum.

2. viðgerð 24. apríl 2001. Uppskot til samtyktar samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.