Roknskapur - Menningargrunnurin 1999

 

62-1  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av roknskapi hjá Menningargrunni Ídnaðarins fyri 1999

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð

Ár 2001, 20. februar, løgdu løgtingsgrannskoðararnir fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

 

Vísandi til frágreiðing niðanfyri samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapin hjá Menningargrunni Ídnaðarins fyri fíggjarárið 1999.

 

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

  1. Lógargrundarlag:
  2. Lógargrundarlagið var upprunaliga Ll. nr. 37 frá 26. juni 1973 um menningargrunn fyri ídnað, handverk og tænastufyritøkur, við seinni broytingum.

    Henda lóg fór úr gildi 31. desember 1995, sambært løgtingslóg nr. 82 frá 13. juni 1995, men grunnurin varð endurstovnaður við løgtingslóg nr. 51 frá 20. mei 1996 við gildi frá 1. januar 1996. Landsstýrið velur nevnd grunsins og nevndin setur starvsfólk.

    Við kunngerð nr. 13 frá 18. februar 1997 hevur landsstýrið, vísandi til heimild í § 4 í lógini, ásett nýggjar viðtøkur fyri grunnin.

  3. Endamál:
  4. Sambært nýggju lógini er einasta uppgáva hjá nevnd og starvsfólki at skipa fyri innkrevjing av útlánum grunsins og fyri afturgjalding av lánum grunsins. Heldur nevndin, at endamál grunsins ikki er til longur, ger nevndin tilmæli til landsstýrið um at taka grunnin av.

    - - - - -

    Til tess at kunna løgtingið um fíggjarligu gongdina, er gjørdur ein samandráttur av roknskapinum hjá Menningargrunni Ídnaðarins fyri 1999, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri 1995-1998 tikin við.

  5. Yvirlit yvir rakstur 1995-1999:
  6. (mió.kr.)

    1999

    1998

    1997

    1996

    1995

    Rentuinntøkur

    0,4

    1,1

    2,0

    5,3

    7

    Rakstrarútreiðslur

    -0,3

    -0,4

    -1,4

    -1,1

    -1

    Rentuútreiðslur

    -1,0

    -1,6

    -4,4

    -6,9

    -10

    Úrslit av vanligum rakstri

    -0,9

    -0,9

    -3,8

    -2,7

    -4

    Serligar inntøkur

    -

    0,9

    Burturleggingar og avskr. av lánum

    1,1

    0,0

    0,3

    2,3

    6

    Úrslit eftir burturl. og avskrivingar

    0,2

    0,0

    -3,5

    -0,4

    2

    Játtan á fíggjarlógini

    0,0

    0,0

    0,0

    0,0

    0

    Ársúrslit

    0,2

    0,0

    -3,5

    -0,4

    2

  7. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1995-1999:
  8. (mió.kr.)

    1999

    1998

    1997

    1996

    1995

    Aktiv

    Útlán

    0,3

    4

    11

    16

    21

    Avsett móti tapi

    0,0

    1

    1

    3

    7

    0,3

    3

    10

    13

    14

    Virðisbrøv í landsbankanum

    0,0

    0

    0

    0

    14

    Innistandandi í peningastovnum vm.

    1,3

    15

    15

    65

    82

    Skrivstovubygningur

    0,0

    0

    6

    7

    7

    Aktiv samanlagt

    1,6

    18

    31

    85

    117

    Passiv

    Skuld:

    Uttanlandslán

    0,0

    17

    30

    79

    100

    Íleggingargrunnurin fyri Føroyar

    0,0

    0

    0

    1

    2

    Onnur lán v.m.

    0,0

    0

    0

    1

    2

    0,0

    17

    30

    81

    103

    Eginogn, íroknað kursmun v.m.

    1,6

    1

    1

    4

    14

    Passiv samanlagt

    1,6

    18

    31

    85

    117

  9. Roknskapargrannskoðanin:
  10. Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapin og grannskoðanarprotokollina hjá grunninum til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga.

  11. Viðmerkingar:

Sambært galdandi lóg er einasta uppgáva hjá nevnd og starvsfólki at skipa fyri, at útlán verða kravd inn og at lán verða goldin aftur. Henda uppgáva er nú lokin.

Vísandi til § 7 í lógini hevur nevndin mælt landsstýrinum til at taka grunnin av. Spurdur kunnaði landsstýrismaðurin í februar 2000 løgtingsgrannskoðararnar um, at hann í hesum árinum ætlar at leggja fram lógaruppskot um at taka grunnin av.

Í februar 2001 hevur Vinnumálastýrið kunnað løgtingsgrannskoðararnar um, at landsstýrismaðurin í hesi tingsetuni fer at leggja uppskot fyri tingið um at stovna ein Vinnuframagrunn. Í hesum sambandi er ætlanin at taka av Menningargrunnin, Føroya Ídnaðargrunn, Grunnin til Ídnaðarfremjandi Endamál, Grunn Ferðavinnunar og Ábyrgdargrunnin, og skal Vinnuframagrunnurin taka yvir ognirnar hjá hesum grunnum.

1. viðgerð 27. februar 2001. Tingmálini 62-1, 62-2 og 62-3 viðgjørd undir einum og vórðu øll beind beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 6. mars 2001. Uppskot til samtyktar samtykt 22-0-0. Málið avgreitt.