Roknskapur - Íleggingargrunnurin fyri Føroyar 1999

 

62-3  Uppskot til  samtyktar at góðkenna roknskapin hjá Íleggingargrunninum fyri Føroyar 1999

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð

Ár 2001, 20. februar, løgdu løgtingsgrannskoðararnir fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

Vísandi til frágreiðing niðanfyri, samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapirnar hjá Íleggingargrunninum fyri Føroyar fyri fíggjarárið 1999.

 

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

  1. Lógargrundarlag:
  2. Lógargrundarlagið undir Íleggingargrunninum er »Lov nr. 28« frá 29. januar 1964 »om en investeringsfond for Færøerne m.v.«, sum broytt við »Lov nr. 217« frá 27. maj 1970, »Lov nr. 153« frá 31. mars 1976 og »Lov nr. 566« frá 16. november 1977.

    Við lógarbroytingini í 1976 fekk heimastýrið heimild at áseta nærri reglur fyri virki grunsins. Á landsstýrisfundi 1. desember 1978 samtykti landsstýrið reglugerð um stýrið fyri og virksemið hjá grunninum. 13. oktober 1992 samtykti landsstýrið at broyta reglugerðina, og varð hon lýst við kunngerð nr. 148 frá 20. oktober 1992 "um virksemið hjá Íleggingargrunninum fyri Føroyar". Landsstýrið hevur síðani við kunngerð nr. 119 frá 23. oktober 1996 lýst nýggjar reglur um virksemið hjá grunninum. Landsstýrið velur nú allar 5 stýrislimirnar. Frammanundan valdi løgtingið 2.

  3. Endamál:
  4. Sambært § 3, stk. 1, í »Lov nr. 28« frá 29. januar 1964 við seinni broytingum er endamálið at veita lán til størri almennar íløgur, ið verða hildnar at vera neyðugar til menning av vinnulívinum, og har nóg mikið av fígging ikki kann verða útvegað á annan hátt. Eisini kann grunnurin, sambært § 3, stk. 2, av teimum rentum og avdráttum, ið eru afturgoldin, veita lán til vinnurekandi og vinnufelagsskapir, sum verða hildnir at virka til frama fyri vinnulívinum sum heild, í tann mun fígging ikki fæst frá øðrum.

    Sambært § 5 í kunngerðini um virksemið hjá grunninum skulu lán einamest verða veitt til almennar íleggingar, sum út frá einum samfelagsligum heildarsjónarmiði gagna framtøkumøguleikum hjá føroyska samfelagnum. Harafturat kunnu lán verða veitt stovnum ella grunnum, sum veita lán ella annan stuðul til privatar, almennar ella hálvalmennar vinnufyritøkur og fíggjarstovnar.

  5. Fíggjarviðurskifti:
  6. Sambært § 8 í kunngerðini verður bókhaldið umsitið av Føroya Gjaldstovu, og rentur og avdrøg av veittum lánum skulu verða rindað gjaldstovuni. Sambært kunngerðini skal roknskapurin verða grannskoðaður av løggildum grannskoðara, og skal grannskoðaði roknskapurin verða sendur landsstýrinum til góðkenningar og forsætismálaráðnum til kunningar.

  7. Yvirlit yvir rakstur 1995-99:
  8. Til tess at kunna løgtingið um fíggjarligu gongdina, er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapunum fyri 1999, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri 1995-1998 tikin við.

    (1.000 kr.)

    Rentuinntøkur:

    1999

    1998

    1997

    1996

    1995

    Útlán

    14.399

    15.383

    18.539

    23.189

    22.420

    Innistandandi og virðisbrøv

    7.969

    9.150

    9.627

    6.196

    5.636

    22.368

    24.533

    28.166

    29.385

    28.056

    Útreiðslur:

    Fyrisitingarútreiðslur

    -375

    -124

    -51

    -82

    -88

    Afturførd avseting 1)

    0

    0

    0

    30.000

    40.000

    Úrslit

    21.993

    24.409

    28.115

    59.303

    67.968

    1) Í 1991 setti grunnurin 70 mió.kr. av ímóti tapi av lánum til Ídnaðargrunnin, sum tá var í fíggjarligum trupulleikum. Henda avseting varð afturførd í 1995 og 1996, og Ídnaðargrunnurin hevur síðani goldið lánini aftur.

  9. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1995-1999:
  10. (1.000 kr.)

    Aktiv

    1999

    1998

    1997

    1996

    1995

    Innistandandi og virðisbrøv

    341.413

    304.080

    329.620

    246.236

    180.223

    Útlán

    302.750

    318.028

    268.071

    323.411

    330.054

    Aktiv tilsamans

    644.163

    622.108

    597.691

    569.647

    510.277

    Passiv

    Kreditorar v.m.

    126

    63

    55

    127

    61

    Eginogn

    644.037

    622.045

    597.636

    569.520

    510.216

    Passiv tilsamans

    644.163

    622.108

    597.691

    569.647

    510.277

    Restskuldin á lánum ultimo 1999, kann verða útgreinað soleiðis:

    (mió.kr.)

    SEV

    181

    Telefonverkið

    23

    Føroya Landsstýri

    99

    Tilsamans

    303

  11. Roknskapargrannskoðanin:
  12. Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapin og grannskoðanarprotokollina til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga.

  13. Viðmerkingar:

Vísandi til løgtingsmál nr. 16/4 1998 samtykti løgtingið í mars 1999 uppskot til samtyktar frá løgtingsgrannskoðarunum um at góðkenna roknskapirnar hjá Íleggingargrunninum við m.a. niðanfyristandandi viðmerkingum:

"Talan er um ein sera múgvandi almennan grunn, sum hevur eina eginogn uppá umleið 600 mió. kr. Sum er, liggur grunnurin uttanfyri fíggjarlóg og landsroknskap, og løgtingsgrannskoðararnir halda tað ikki vera rætt, at ein nevnd einsamøll kann disponera yvir hesum stóra almenna kapitali. Vandi er fyri, at stór lán úr hesum grunni kunnu avlaga virksemið í landinum, um hesi lán verða veitt uttan fyrilit fyri teim fíggjarligu karmunum, løgtingið leggur við árligu fíggjarlógunum.

Løgtingsgrannskoðararnir halda, at viðurskiftini í Føroyum eru sera nógv broytt, síðani grunnurin upprunaliga varð settur á stovn við lóg í 1964 og síðani lógarbroytingina í 1976, og løgtingsgrannskoðararnir heita tí á landsstýrismannin um sum skjótast at endurskoða lógargrundarlag, endamál, leiðsluvirðurskifti, umframt tilknýti til fíggjarlóg og landsroknskap."

Í juli 1999 boðaði landsstýrismaðurin frá, at hann stórt sæð var samdur í teim sjónarmiðum, løgtingsgrannskoðararnir høvdu ført fram, og landsstýrismaðurin kunnaði um, at hann fór at taka málið uppaftur beint eftir summarfrítíðina.

Í mars 2000 samtykti løgtingið uppskot til samtyktar um at góðkenna roknskapin fyri 1998 (løgtingsmál nr. 53/4 1999). Tá varð átalað, at arbeiðið ongan veg var komið, og heitt varð á landsstýrismannin um at fáa arbeiðið frá hondini, so Løgtingið kundi taka støðu til møguligar ivaspurningar fyrst í komandi tingsetu. 

Landsstýrismaðurin kunnaði í februar 2001 løgtingsgrannskoðararnar um, at tað hevur verið sera trupult at finna røttu fólkini at loysa uppgávuna. Fulltrúar eru farnir úr starvi í Fíggjarmálastýrinum, uttan at tað hevur eydnast at manna hesi størv aftur, og hevur eisini tað havt við sær nógva eyka arbeiðsbyrða í mun til ta arbeiðsorku, sum er til taks. Landsstýrismaðurin boðaði frá, at ein arbeiðs- og tíðarætlan nú er gjørd, og at arbeiðið við at lýsa málið skal vera liðugt áðrenn summarfrítíðina í ár. 

1. viðgerð 27. februar 2001. Tingmálini 62-1, 62-2 og 62-3 viðgjørd undir einum og vórðu øll beind beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 6. mars 2001. Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.