Roknskapur - Føroya Jarðargrunnur 1999

 

62-5  Uppskot til  samtyktar at góðkenna roknskapin hjá Føroya Jarðargrunni 1999

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð

Ár 2001, 20. februar, løgdu løgtingsgrannskoðararnir fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar 

Vísandi til frágreiðing niðanfyri samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapin hjá Føroya Jarðargrunni fyri fíggjarárið 1999.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

  1. Lógargrundarlag:

Lógargrundarlagið er:

Løgtingslógin ásetur ein karm um fyrisitingina av landsjørðini og var ætlað sum 1. partur av tillagingini av gomlu lógini frá 1937. Løgtingslógin fevnir um ein part av ríkislógini, nevniliga §§ 1-7 og §§ 10-27. Sostatt eru §§ 8-9 og §§ 28-61 í ríkislógini framvegis í gildi.

Sambært løgtingslógini er álagt landsstýrinum við kunngerð at áseta nærri reglur fyri m.a.:

Í tí partinum av donsku lógini, sum framvegis er í gildi, eru reglur ásettar um umsiting av Jarðargrunninum, herundir at keypa jørð, veita lán úr grunninum og um studningsskipanir.

  1. Endamál:

Føroya Jarðarráð hevur tríggjar høvuðsuppgávur:

  1. Fíggjarviðurskifti:

Fíggjarliga grundarlagið er:

- - - -

Til tess at kunna løgtingið um fíggjarligu gongdina í Jarðargrunninum, er ein samandráttur gjørdur av ársroknskapinum fyri 1999, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri 1995-98 tikin við.

  1. Yvirlit yvir rakstur 1995-1999:

(mió.kr.)

1999

1998

1997

1996

1995

Rentuinntøkur o.a.

5,9

6,4

6,3

7,6

6,6

- Fyrisitingarútreiðslur

2,2

1,8

1,7

2,0

1,7

3,7

4,6

4,6

5,6

4,9

- Avsett til tap uppá útlán 1)

2,0

4,0

7,0

0,0

0,0

- Avskrivað tap uppá lán

0,8

0,1

0,0

0,0

0,1

- Umskipanarútreiðslur

0,1

0,1

1,5

0,0

0,0

Rakstrarúrslit

0,8

0,4

-3,9

5,6

4,8

Viðmerkingar til rakstrarroknskapin

Jarðarsøla og aðrar inntøkur og stuðul úr Jarðargrunninum til festarar verður ikki tikin við í rakstrarroknskapinum, men víst í notu til eina samlaða »festikonto« undir eginognini.

1) Til tap uppá skuldarar eru í 1999 settar av 2 mió.kr. aftrat, sum svarar til vøksturin í eftirstøðunum. Í ársfrágreiðingunum í roknskapunum fyri 1997, 1998 og 1999 verður m.a. víst á, at tá garðar við ov stórari skuldarbyrðu skifta festara, verður tað ikki hildið at vera rætt, at komandi festari, skal átaka sær skuld, sum raksturin ómøguliga kann svara. Men av tí at grunnurin ikki hevur heimild at avskriva skuld/staðfesta eitt tap, hevur ráðið gjørt vart við tapsveruleikan við at avseta móti tapi. Ráðið vísir eisini á, at so leingi lógarbroytingar ikki verða framdar, sum týðiliga staðfesta ábyrgdarbýtið millum jarðarráðið og bónda, og sum gera tað møguligt at fáa skuldarbyrðuna hjá teimum bóndum, sum eru ringast fyri, niður á eitt rímiligt støði, fara eftirstøðurnar til Jarðargrunnin bert at vaksa.

  1. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1995-1999:

(mió.kr.)

Nota

1999

1998

1997

1996

1995

AKTIV:

1

Útlán og eftirstøður

155

156

157

152

146

- Avsett til tap uppá útlán

53

51

47

40

40

102

105

110

112

106

Innistandandi, virðisbrøv o.a.

55

49

43

48

50

Onnur aktiv

1

1

1

1

1

Aktiv samanlagt

158

155

154

161

157

PASSIV:

Eginpeningur: Grunnurin

75

74

74

78

73

2

Festikonto

82

80

79

80

81

Tilsamans

157

154

153

158

153

Langfreistað skuld

0

0

0

0

0

Stuttfreistað skuld/studningskonti

1

1

1

3

4

Passiv samanlagt

158

155

154

161

157

1.1.1. Nota 1. Útlán og eftirstøður

Útlánini kunnu verða greind út til hesi endamál:

        1999

        1998

        1997

        1996

        1995

        Fjós

        86

        86

        87

        87

        87

        Seyðahús

        5

        5

        6

        7

        8

        Mjólkarvirkið

        21

        22

        24

        20

        17

        Traktorar og maskinur

        5

        6

        6

        6

        6

        Sethús

        5

        4

        5

        5

        5

        Kommunur

        4

        4

        4

        5

        5

        Vakstrarhús

        3

        3

        3

        4

        4

        Sláturhús

        3

        3

        3

        3

        -

        Rakstrarlán

        1

        1

        1

        2

        2

        Ullarvirkið

        1

        1

        0

        0

        0

        Onnur lán

        1

        3

        2

        1

        3

        Samanlagt

        135

        138

        141

        140

        135

        Falnir avdráttir og rentur

        20

        18

        16

        12

        11

        155

        156

        157

        152

        146

        - Avsett til tap

        53

        51

        47

        40

        40

        102

        105

        110

        112

        106

Avseting móti tapi er ikki greinað út á ávísar skuldarar. Síðani 1993 er á hvørjum ári kunnað um, at leiðslan er farin undir eina sonevnda engagementsgjøgnumgongd, soleiðis at mett kann verða um og avsett kann verða uppá tey einstøku útlánini. Í grannskoðanarprotokollini fyri 1998 verður sagt, at engagementsgjøgnumgongdin ikki er liðug, og vísandi til at jarðarlóggávan skal verða viðgjørd í løgtinginum á heysti 1999, hevur leiðslan gjørt av ikki at gera meira við gjøgnumgongdina, fyrr enn viðgerðin í løgtinginum er liðug. Í grannskoðanarprotokollini frá 1. mars 2000 viðvíkjandi ársroknskapinum fyri 1999 verður sagt frá, at í sambandi við at jarðarlóggávan skal verða viðgjørd í Løgtinginum í 2000, er leiðslan farin undir at gera eina engagementsgjøgnumgongd av øllum lánum.

Jarðarráðið hevur áður greitt frá, at tey serstøku ognarviðurskiftini á festijørðini gera, at grunnurin í veruleikanum "lænir" til sín sjálvs. Tí er ongin veðrættur at gera galdandi. Útlegg kunnu ikki verða gjørd, og innheintingarmál kunnu ikki verða førd so langt, at ein møgulig tvingsilssøla kann koma uppá á tal. Jarðargrunnurin hevur ikki heimild at avskriva skuld, og samanumtikið kann grunnurin tí ógvuliga sjáldan veruliga staðfesta tap.

1.1.2. Nota 2. Festikonto

Niðanfyri er gjørdur ein samandráttur av inntøkum og útgjaldingum á festikonto árini 1995-1999. Í serligari notu í roknskapinum eru inntøkurnar sundurgreindar.

(mió.kr.)

1999

1998

1997

1996

1995

Saldo, primo

80

80

80

81

81

Søla av jørð o.a.

3

2

2

1

2

- Útgoldið til festarar, netto

1

2

2

2

2

Saldo ultimo

82

80

80

80

81

Sambært § 5 í kunngerð nr. 164 frá 26. august 1993 um reglur fyri Jarðarráðið verður peningurin fyri jarðarsølu o.a. goldin í Jarðargrunnin og har bókaður á konto fyri hvørt festi sær. Jarðarráðið kann veita fíggjarligan stuðul til íløgur á festinum við peningi av festikonto, og umsóknir um stuðul verða viðgjørdar av ráðnum eftir somu reglum, sum umsóknir um lán.

Sostatt hevur hvørt festi sína festikontu, og Jarðarráðið hevur greitt frá, at tað er orsøkin til, at inntøkur og útreiðslur viðvíkjandi hesum kontum ikki eru tiknar við í rakstrarroknskapi Jarðargrunsins.

  1. Roknskapargrannskoðanin:
  2. Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapin og grannskoðanarprotokollina til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga. Í grannskoðanarátekningini kunna grannskoðararnir um, at teir eru samdir við ráðnum í, at tað helst verður trupult í framtíðini at fáa rentur og avdráttir inn, og at ávísur vandi tí er fyri, at avsetingin ímóti tapi uppá 53 mió.kr. er ov lítil.

  3. Viðmerkingar:

Í uppskotum til samtyktar um roknskapin hjá Føroya Jarðargrunni, hava løgtingsgrannskoðararnir í áravís gjørt vart við serligu trupulleikarnar viðvíkjandi teim støðugt vaksandi eftirstøðunum á lánum, veitt úr Jarðargrunninum, og hava gjørt vart við, at neyðugt er at gera lógararbeiðið viðvíkjandi landsjørðini liðugt, soleiðis at tað, sum restar í av ríkislógini og reglugerðini frá 1937, verður tillagað nútíðar viðurskiftum, m.a. viðvíkjandi fíggjarviðurskiftunum, har talan er um fleiri lógarásettar reglur, sum eru ótíðarhóskandi, og sum ikki verða fylgdar. Løgtingsgrannskoðararnir hava víst á, at landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina av, at viðurskiftini koma í rættlag, og hava átalað, at tað ikki er gjørt.

Í skrivi 28. oktober 1999 boðaði landstýrismaðurin frá, at Vinnumálastýrið saman við nývalda Jarðarráðnum fyrireikar uppskot um, hvussu farið skal verða fram viðvíkjandi lánum, sum ikki verða goldin aftur á vanligan hátt. Um lógararbeiðið viðvíkjandi landsjørðini vísti landsstýrismaðurin á, at í november 1993 gjørdi landsstýrið av at seta nevnd at gera uppskot um framtíðar landbúnaðarvinnu í Føroyum. Í desember 1997 legði nevndin fram álit, herundir uppskot um løgtingslóg um landsjørð, men tað hevur víst seg, at politisk undirtøka er ikki fyri at leggja lógaruppskotið fyri Løgtingið. Landsstýrismaðurin kunnaði um, at hann tí hevði gjørt av, at taka stig til aðalorðaskifti um viðurskiftini hjá landbúnaðinum, m.a. við støði í álitinum.

Í februar 2001 hevur Vinnumálastýrið kunnað løgtingsgrannskoðararnar um, at 4. mai 2000 legði landsstýrismaðurin fram í løgtinginum tilmæli um framtíðar landbúnað, ið – saman við niðurstøðunum frá orðaskiftinum á løgtingi – skuldi brúkast sum grundarlag í arbeiðinum at orða ein landbúnaðarpolitikk. Í tráð við hesa ætlan setti undanfarni landsstýrismaður eina nevnd at orða ein landbúnaðarpolitikk, herundir m.a. at gera uppskot til reglur fyri at eftirgeva skuld. Nevndin miðar ímóti at lata landsstýrismanninum uppskotið í seinasta lagi 15. mai 2001.

1. viðgerð 6. mars 2001.  Tingmálini 62-4, 62-5, 62-6 og 62-7 viðgjørd undir einum og vórðu øll beind beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 8. mars 2001. Uppskot til samtyktar samtykt 21-1-0. Málið avgreitt.