Roknskapur - Grunnurin fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu 1999

 

62-6  Uppskot til  samtyktar at góðkenna roknskapin hjá Grunninum fyri vakstrahús og grønmetisframleiðslu 1999

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð

Ár 2001, 20. februar, løgdu løgtingsgrannskoðararnir fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

Vísandi til frágreiðing niðanfyri samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapin hjá Grunninum fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 1999.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

  1. Lógargrundarlag:
  2. Vísandi til løgtingslóg nr. 134 frá 20. august 1997 um "Grunn fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu" varð Vakstrarhúsgrunnurin tikin av, og ogn grunsins varð flutt grunninum fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu sum stovnsfæ. Í kunngerð nr. 140 frá 19. september 1997 ásetti landsstýrismaðurin nærri reglur um umsiting, lán og stuðul úr grunninum.

  3. Fyrisiting:
  4. Grunnurin verður fyrisitin av einum av landsstýrismanninum tilnevndnum stýri við 3 limum. Dagliga virksemi stýrisins verður fyrisitið av Føroya Ídnaðargrunni.

  5. Endamál:
  6. Grunnurin hevur til endamáls at veita lán og studning til vakstrarhús og uttandura grønmetisframleiðslu.

    Til tess at kunna løgtingið um fíggjarligu gongdina er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapinum fyri 1999, og til samanberingar eru roknskapartølini hjá Vakstrarhúsgrunninum fyri 1995-1998 tikin við.

  7. Yvirlit yvir rakstur 1995-1999:
  8. (t.kr.)

    1999

    1998

    1997

    1996

    1995

    Rentur av útlánum

    22

    53

    40

    33

    50

    Rentur av peningi v.m.

    105

    162

    163

    186

    205

    Inntøkur íalt

    127

    215

    203

    219

    255

    Útgoldin studningur

    0

    0

    0

    25

    43

    Umsiting

    40

    82

    20

    20

    20

    Avsett til tap/avskrivað

    515

    1.045

    0

    0

    0

    Ársúrslit

    -428

    -912

    183

    174

    192

  9. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1995-1999:
  10. (t.kr.)

    1999

    1998

    1997

    1996

    1995

    Aktiv:

    Útlán og eftirstøður

    732

    1.792

    1.759

    1.223

    1.200

    Avsett móti tapi

    -515

    -1.045

    0

    0

    0

    217

    747

    1.759

    1.223

    1.200

    Tøkur peningur

    3.889

    3.787

    3.682

    4.035

    3.883

    Aktiv samanlagt

    4.106

    4.534

    5.441

    5.258

    5.083

    Passiv:

    Skuld

    6

    6

    0

    0

    0

    Eginogn

    4.100

    4.528

    5.441

    5.258

    5.083

    Passiv íalt

    4.106

    4.534

    5.441

    5.258

    5.083

  11. Roknskapargrannskoðanin:
  12. Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapin og grannskoðanarprotokollina til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga.

  13. Viðmerkingar:

Í 1990 vóru útlán og eftirstøður umleið 4 mió.kr. Í 1997 lænti grunnurin 550 t.kr. út. Annars hevur grunnurin einki útlánsvirksemi havt í nítiárunum. Grunnurin hevur síðani 1990 avskrivað 4,3 mió.kr., og í 1999 eru harafturat settar av 0,5 mió.kr. móti tapi.

Sostatt hevur grunnurin mist alt, hann hevur lænt út, og bert ein partur av tilskrivaðu rentunum eru goldnar, og í ársfrágreiðingini heldur stýrið, at í framtíðini verður helst truplari at fáa rentur og avdráttir inn.

1. viðgerð 6. mars 2001.  Tingmálini 62-4, 62-5, 62-6 og 62-7 viðgjørd undir einum og vórðu øll beind beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 8. mars 2001. Uppskot til samtyktar samtykt 22-0-0. Málið avgreitt.