62-7 Uppskot til samtyktar at góðkenna roknskapirnar hjá Húsalánsgrunninum, Íbúðagrunninum og Bjálvingarstuðulslánsgrunninum 1999
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð
Ár 2001, 20. februar, løgdu løgtingsgrannskoðararnir fram soljóðandi
til
samtyktar
Vísandi til frágreiðing niðanfyri samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapirnar hjá Húsalánsgrunninum, Íbúðagrunninum og Bjálvingarstuðulslánsgrunninum fyri fíggjarárið 1999.
Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:
Við Ll. nr. 118 frá 18. juni 1997 kom nýggj lóg um Húsalánsgrunn o.a. í gildi. Umframt Húsalánsgrunnin fevnir lógin eisini um Bjálvingarstuðulslánsgrunnin og Íbúðagrunnin. Við heimild í lógini lýsti landsstýrið 28. apríl 1998 kunngerð nr. 55 um Húsalánsgrunn o.a.
Húsalánsgrunnurin hevur til endamáls at veita lán at byggja og keypa sethús og íbúðir, og kann sambært § 5 veita hesi lán:
Í kunngerðini eru lýstar nærri reglur um lán og lánstreytir.
Inntøkurnar hjá Húsalánsgrunninum eru rentuinntøkur av veittum lánum. Eisini er peningur játtaður á fíggjarlógini. Fíggjarárini 1982/83-1992 vórðu tilsamans 205 mió.kr. játtaðar, og harafturat fekk Húsalánsgrunnurin í 1994 eftirgivið lán úr oljugrunninum uppá 57,5 mió.kr.
Við heimild í løgtingslóg nr. 28/1995 um lán til Húsalánsgrunnin hevur grunnurin í 1995 lænt 50 mió.kr. úr Landskassanum. Við árslok 1999 er restskuldin 29,2 mió.kr.
Ársroknskapirnir skulu verða grannskoðaðir av løggildum grannskoðara og síðani verða sendir landsstýrinum við frágreiðing og viðmerkingum frá stýrinum. Til tess at kunna løgtingið um fíggjarligu gongdina, er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapunum hjá Húsalánsgrunninum fyri 1999, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri árini 1995-1998 tikin við.
(mió.kr.) |
|||||
1999 |
1998 |
1997 |
1996 |
1995 |
|
Rentuinntøkur av útlánum |
20,0 |
30,6 |
36,4 |
45,4 |
54,5 |
Rentuútreiðslur og kurstap |
-3,5 |
-11,1 |
-19,9 |
-25,9 |
-36,5 |
16,5 |
19,5 |
16,5 |
19,5 |
18,0 |
|
Rakstrarútreiðslur |
-5,4 |
-4,7 |
-5,4 |
-5,5 |
-6,0 |
Av- og niðurskrivingar av fastogn |
-0,4 |
-0,1 |
-0,5 |
-0,8 |
-0,6 |
Avskrivað og avsett móti tapi |
40,2 |
49,9 |
26,9 |
7,6 |
8,7 |
Rakstrarúrslit |
50,9 |
64,6 |
37,5 |
20,8 |
20,1 |
(mió.kr.) |
|||||
Aktiv |
1999 |
1998 |
1997 |
1996 |
1995 |
Veðbrøv, útlán |
357,6 |
415,0 |
495,9 |
599,7 |
700,2 |
- avsett móti tapi |
-105,2 |
-145,5 |
-196,7 |
-228,7 |
-245,9 |
252,4 |
269,5 |
299,2 |
371,0 |
454,3 |
|
Tøkur peningur |
75,8 |
28,9 |
108,8 |
109,8 |
52,6 |
Onnur ogn |
20,0 |
18,5 |
43,5 |
40,5 |
52,0 |
Aktiv samanlagt |
348,2 |
316,9 |
451,5 |
521,3 |
558,9 |
Passiv |
|||||
Lán innanlands |
42,0 |
54,3 |
65,8 |
124,7 |
134,7 |
Lán uttanlands |
2,3 |
8,1 |
193,0 |
233,6 |
284,3 |
Onnur skuld |
5,7 |
7,2 |
9,6 |
18,4 |
23,5 |
50,0 |
69,6 |
268,4 |
376,7 |
442,5 |
|
Eginogn: |
|||||
Eginogn við ársbyrjan |
247,3 |
183,1 |
144,6 |
116,4 |
97,3 |
Rakstrarúrslit |
50,9 |
64,6 |
37,5 |
20,8 |
20,1 |
Ikki ásannaður kursmunur |
- |
-0,4 |
1,0 |
7,4 |
-1,0 |
Eginogn við ársenda |
298,2 |
247,3 |
183,1 |
144,6 |
116,4 |
Passiv samanlagt |
348,2 |
316,9 |
451,5 |
521,3 |
558,9 |
Sambært § 16 í Ll. nr. 118 frá 18. juni 1997 um Húsalánsgrunn o.a. hevur Íbúðagrunnurin til endamáls at fremja og stuðla kommunum, feløgum og stovnum at útvega og reka íbúðahús, og grunnurin veitir lán til góðkend íbúðafeløg og íbúðastovnar, sum sambært § 18 skulu verða skipað sum sjálvsognarfeløg ella lutafeløg. Íbúðagrunnurin ella kommunur kunnu sjálvi seta á stovn tílík íbúðafeløg ella stovnar.
Til at keypa ella byggja íbúðahús lænir Íbúðagrunnurin 20%, og felagið/stovnurin útvegar 15% sum eginpening (§ 24).
Sambært § 17 er stovnsfæ grunsins tann peningur, sum verður játtaður á fíggjarløgtingslógini, og Íbúðagrunninum er heimilað at taka upp neyðug lán at fíggja íbúðahús.
Niðanfyri er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapinum fyri 1999, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri 1995-1998 tikin við.
(t.kr.) |
|||||
1999 |
1998 |
1997 |
1996 |
1995 |
|
Rentuinntøkur v.m. |
428 |
298 |
56 |
59 |
67 |
Rakstrarútreiðslur v.m. |
-318 |
-254 |
-291 |
-16 |
-46 |
Rakstrarúrslit |
110 |
44 |
-235 |
43 |
21 |
(t.kr.) |
|||||
Aktiv |
1999 |
1998 |
1997 |
1996 |
1995 |
Tøkur peningur v.m. |
10.462 |
11.044 |
831 |
802 |
766 |
Millumrokning við Bjálv.grunnin |
8 |
- |
- |
- |
- |
Millumrokning við deild 2 |
818 |
818 |
818 |
818 |
818 |
Innskot í deild 2 |
495 |
495 |
495 |
495 |
495 |
Veðskuldarbrøv (útlán) |
3.955 |
2.954 |
3.014 |
3.002 |
2.995 |
Aktiv samanlagt |
15.738 |
15.311 |
5.158 |
5.117 |
5.074 |
Passiv |
|||||
Skuld |
702 |
385 |
276 |
0 |
0 |
Eginogn: |
|||||
Eginogn við ársbyrjan |
14.926 |
4.882 |
5.117 |
5.074 |
5.053 |
Játtan á fíggjarlóg |
0 |
10.000 |
0 |
0 |
0 |
Rakstrarúrslit |
110 |
44 |
-235 |
43 |
21 |
Eginogn við ársenda |
15.036 |
14.926 |
4.882 |
5.117 |
5.074 |
Passiv samanlagt |
15.738 |
15.311 |
5.158 |
5.117 |
5.074 |
Íbúðagrunnurin hevur onga játtan havt á fíggjarlógini í mong ár. Í 1998 vórðu játtaðar 10 mió. kr. til grunnin.
Sambært §§ 8 og 9 í løgtingslóg nr. 118 frá 18. juni 1997 um Húsalánsgrunn o.a. er endamál grunsins at veita rentu- og avdráttarfrí lán til at bjálva og gera orkusparandi tiltøk í húsum ella íbúðum hjá fólka- og avlamispensiónistum.
Frítøkan fyri at rinda avdráttir og rentur heldur vanliga uppat við eigaraskifti, ella tá húsini ella íbúðin verður nýtt av øðrum.
Sambært § 12 kann eitt bjálvingarstuðulslán í mesta lagi vera 110 t.kr. umframt útreiðslur til kanningar, eftirlit, tinglýsing, veðhavaralýsing og byggirentur.
Sambært § 15 fær grunnurin árliga játtan á fíggjarlógini, og peningur, sum kemur inn sum rentur og avdráttur, fer í Bjálvingarstuðulslánsgrunnin.
Niðanfyri er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapinum fyri 1999, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri 1995-1998 tikin við:
(t.kr.) |
|||||
1999 |
1998 |
1997 |
1996 |
1995 |
|
Rentuinntøkur v.m. |
441 |
358 |
394 |
536 |
623 |
Rakstrarútreiðslur v.m. |
-845 |
-653 |
-600 |
-141 |
-784 |
Rakstrarúrslit |
-404 |
-295 |
-206 |
395 |
-161 |
(t.kr.) |
|||||
Aktiv |
1999 |
1998 |
1997 |
1996 |
1995 |
Tøkur peningur v.m. |
11.782 |
4.368 |
5.230 |
6.860 |
10.682 |
Veðskuldarbrøv (útlán) |
48.024 |
43.672 |
38.792 |
34.921 |
28.696 |
Aktiv samanlagt |
59.806 |
48.040 |
44.022 |
41.781 |
39.378 |
Passiv |
|||||
Skuld |
1.838 |
1.118 |
805 |
358 |
350 |
Eginogn: |
|||||
Eginogn við ársbyrjan |
46.922 |
43.217 |
41.423 |
39.028 |
37.189 |
Játtan á fíggjarlóg *) |
11.450 |
4.000 |
2.000 |
2.000 |
2.000 |
Rakstrarúrslit |
-404 |
-295 |
-206 |
395 |
-161 |
Eginogn við ársenda |
57.968 |
46.922 |
43.217 |
41.423 |
39.028 |
Passiv samanlagt |
59.806 |
48.040 |
44.022 |
41.781 |
39.378 |
*)
Játtanin á fíggjarlógini í 1999 var 4 mió.kr. Ein eykajáttan í 1998 uppá 7,45 mió.kr. er tikin við í roknskapin fyri 1999.Yvirlitið niðanfyri vísir, hvussu nógv er játtað á fíggjarlógini einstøku árini sammett við, hvussu nógv er goldið út sum lán.:
(t.kr.) |
|||||
1999 |
1998 |
1997 |
1996 |
1995 |
|
Fíggjarlógarjáttan í árinum |
4.000 |
11.450 |
2.000 |
2.000 |
2.000 |
Lán goldin út í árinum, netto |
-4.355 |
-4.429 |
-4.015 |
-5.863 |
-2.436 |
Munur |
-355 |
7.021 |
-2.015 |
-3.863 |
-436 |
Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapirnar og grannskoðanarprotokollirnar hjá grunnunum, til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga.
Í áravís hevur roknskapargrannskoðanin víst á væntandi skrivligar reglur á fleiri økjum. Landsstýrismaðurin boðaði í februar 2001 frá, at viðurskiftini nú eru komin í rættlag.
Løgtingsgrannskoðararnir hava áður sett fram spurningin, um virksemið hjá Húsalánsgrunninum er í tráð við endamálið í lógini. Í februar 1999 boðaði landsstýrismaðurin frá, at hann hevði ætlanir um at fremja ávísar lógarbroytingar.
Í februar 2001 hevur landsstýrismaðurin boðað løgtingsgrannskoðarunum frá, at uppskot til nýggja lóg er um at verða liðugt og verður væntandi lagt fyri tingið fyrst í komandi tingsetu.
Í uppskotum til samtyktar er áður víst á, at rættasta mannagongdin hevði verið, at virksemið hjá Húsaláns-, Íbúða- og Bjálvingarstuðulslánsgrunninum varð tikið beinleiðis við á fíggjarlógina, so løgtingið fekk innlit í ætlaða virksemið og fekk høvi til at áseta fíggjarligu karmarnar.
Í juli 1999 og í januar 2000 greiddi landsstýrismaðurin frá, at bíðað hevur verið eftir Fíggjarmálastýrinum, fyri at finna útav, hvussu farið skal vera fram, og at hesin spurningur eisini verður tikin upp í sambandi við, at lógargrundarlagið verður endurskoðað. Ætlanin hevur verið at taka Húsalánsgrunnin við á fíggjarlógina á sama hátt sum t.d. Apoteksverkið.
Í februar 2001 hevur landsstýrismaðurin kunnað løgtingsgrannskoðararnar um, at hann heldur hetta vera eitt prinsipielt mál, og at ein støðutakan hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum í málinum um Apoteksgrunnin er neyðug, áðrenn talan kann vera um at seta Húsalánsgrunnin á fíggjarlógina.
Í uppskotum til samtyktar er áður mælt til, at heimildirnar til lántøku í §§ 4 og 17 í Ll.nr. 118/1997 verða strikaðar.
Landsstýrismaðurin boðaði í februar 2001 frá, at Húsalánsgrunnurin og Íbúðagrunnurin eiga ikki at hava heimild at taka lán uttan við heimild í løgtingslóg, og tí verður í uppskotinum um nýggja lóg fyri Húsalánsgrunnin miðað eftir at strika verandi heimildir.
Ein sjálvsognarstovnur, sum landsstýrismaðurin hevur stovnað til at gera íløgur, er áður umrøddur. Løgtingsgrannskoðararnir hildu tað vera skeivt á henda hátt at leggja almennar íløgur uttanfyri fíggjarlógina, og mæltu til, at "sjálvsognarstovnurin" varð tikin av, og at slíkar íløgur í framtíðini verða játtaðar á fíggjarlógini.
Landsstýrismaðurin helt í juli 1999, at tað átti at borið til at fingið sjálvsognarstovnin við á fíggjarlógina. Í februar 2001 boðaði Landsstýrismaðurin frá, at spurningurin er umrøddur við Fíggjarmálastýrið, sum er biðið um at virka við til, at ein endalig støða verður tikin.
Í grannskoðanarfrágreiðingini fyri 1999 verður kunnað um, at Húsalánsgrunnurin í 1998 og 1999 hevur gjørt íløgur fyri tilsamans 7 mió.kr. í byggilendi og íbúðabygging, sum ætlanin er at selja aftur til Íbúðagrunnin ella sjálvsognarstovnar.
Spurdur, hvørja lógarheimild Húsalánsgrunnurin hevur at gera tílíkar íløgur, hevur landsstýrismaðurin í februar 2001 svarað, at hann hevur boðað Húsalánsgrunninum frá, at hann ikki heldur, at Húsalánsgrunnurin hevur heimild at gera íløgur í byggilendi o.a. Í tí sambandinum er grunnurin biðin um at fáa viðurskiftini í rættlag, sum t.d. at selja ognirnar til møguligar sjálvsognarstovnar fyri íbúðabygging.
Húsalánsgrunnurin hevur ognað sær grundøki at byggja nýggjan skrivstovubygning, og gjørdar eru forkanningar, prosjekterings- og skitsuprosjekt. Landsstýrismaðurin hevur kunnað løgtingsgrannskoðararnar um, at íløgan var gjørd, tá Húsalánsgrunnurin flutti úr hølunum á Hoyvíksvegi. Verandi leigumál gongur út í 2004, og íløgan varð gjørd, so at grunnurin ikki skuldi standa uttan innivist, um leigumálið ikki varð longt. Landsstýrismaðurin er kunnaður um, at ongar ítøkiligar byggiætlanir eru.
Í ársfrágreiðingini hjá Húsaláns- og Íbúðagrunninum verður kunnað um ætlanir at byggja eldrasambýli og 54 eldraíbúðir í Klaksvík, sum ein sjálvsognarstovnur skal eiga og reka. Íbúðagrunnurin og Klaksvíkar kommuna hava stovnað sjálvsognarstovnin. Íbúðagrunnurin og Húsalánsgrunnurin skulu fíggja verkætlanina. Í Havn hava Íbúðagrunnurin og Tórshavnar kommuna stovnað ein sjálvsognarstovn, sum skal eiga og reka 60 leiguíbúðir.
Løgtingsgrannskoðararnir hava ikki fingið at vita, hvussu nógv verkætlanirnar koma at kosta. Spurdur, um tílíkar íløgur eru partur av løgukarminum fyri landið ella kommunurnar, svarar landsstýrismaðurin, at íløgurnar eru ikki partur av løgukarminum fyri landið, tí tær verða ikki fíggjaðar við játtan á fíggjarlógini. Landsstýrismaðurin mælir til at seta løgmanni spurningin, um tílíkar íløgur eru partur av løgukarminum fyri kommunurnar, tí løgmaður umsitur kommunumál.
Deild II undir Íbúðagrunninum eigur bygningin á Sólteigi 11. Felagið Sinnisbati nýtir bygningin til bústovn. Í grannskoðanarfrágreiðingini verða umrødd ávís ógreið viðurskifti viðvíkjandi millumrokning við og møguligari umskipan av Deild II, og grannskoðanin hevur í áravís biðið um avrit av uppruna leigusáttmálanum við Sinnisbata.
Deild II undir Íbúðagrunninum er ein leivd frá 1978-lógini. Húsalánsgrunnurin hevur í februar 2001 boðað frá, at endalig avgerð er tikin um at umskipa deildina til ein sjálvsognarstovn og at selja sjálvsognarstovninum ognina Sólteigur 11. Sjálvsognarstovnurin skal hava sama endamál sum bústovnurin hjá Sinnisbata hevur havt, og verða rikin sum hann.
1. viðgerð 6. mars 2001. Tingmálini 62-4, 62-5, 62-6 og 62-7 viðgjørd undir einum og vórðu øll beind beinleiðis til 2. viðgerð.
2. viðgerð 8. mars 2001. Uppskot til samtyktar samtykt 22-0-0. Málið avgreitt.