Landsroknskapurin 1999

 

62-8  Uppskot til  samtyktar at góðkenna landsroknskapin fyri fíggjarárið 1999

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð

Ár 2001, 27. mars, løgdu løgtingsgrannskoðararnir fram soljóðandi

 

Uppskot

til

samtyktar

 

Vísandi til niðanfyristandandi frágreiðing samtykkir Løgtingið at góðkenna landsroknskapin (landsroknskapurin er ikki teldutøkur) fyri fíggjarárið 1999.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Inngangur

Sambært § 45, stk. 3, í stýrisskipanarlógini, skulu løgtingsgrannskoðararnir leggja fyri Løgtingið uppskot til samtyktar um góðkenning av landsroknskapinum saman við sínum viðmerkingum. Sambært § 45, stk. 2, skulu løgtingsgrannskoðararnir fara ígjøgnum árliga landsroknskapin og ansa eftir, at allar inntøkur landsins eru settar í roknskapin, og at ongin útreiðsla er goldin uttan heimild í fíggjarlógini ella aðrari játtanarlóg.

Í løgtingslóg nr. 25 frá 21. apríl 1999 "um grannskoðan av landsroknskapinum v.m." eru greiniligari reglur ásettar fyri arbeiðinum hjá løgtingsgrannskoðarunum og fyri roknskapargrannskoðanini, sum løgtingsgrannskoðararnir grunda sítt arbeiði á. Grannskoðanin skal ansa eftir, at roknskapurin er rættur, og at tær avgerðir, sum roknskapurin fevnir um, eru samsvarandi veittum játtanum, galdandi lógum og fyriskipanum, verandi avtalum og vanligum siði. Harafturat verður ansað eftir, at hóskandi er atborið fíggjarliga í sambandi við umsiting av ognum og viðvíkjandi rakstri av teimum stovnum og tí virksemi, roknskapurin fevnir um.

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið frágreiðingina frá 14. mars 2001 frá Landsgrannskoðanini um grannskoðan av landsroknskapinum, sum er løgd við sum fylgiskjal til hetta løgtingsmál. Løgtingsgrannskoðararnir hava eisini gjøgnumgingið grannskoðanarfrágreiðingar frá privatum grannskoðarum, sum grannskoða partar av landsroknskapinum. Harafturat hava løgtingsgrannskoðararnir havt samskifti við Landsstýrið um ávís mál.

Sambært § 45, stk. 1, í stýrisskipanarlógini, skal landsroknskapurin verða lagdur fyri Løgtingið til kunningar í seinasta lagi seks mánaðir eftir fíggjarárslok. Í § 1 í løgtingslóg nr. 33 frá 23. mars 1994 "um landsins almenna roknskaparhald v.m." er ásett, at landsroknskapurin í uppsetingini skal fylgja fíggjar- og eykajáttanarlógum fyri árið, talan er um, og skal fevna um allar inntøkur og útreiðslur landsins farna fíggjarár, aktiv og passiv landsins og broytingum hesum viðvíkjandi í árinum. Við heimild í § 3 í lógini eru neyvari reglur fyri roknskaparhaldi landsins ásettar í kunngerð nr. 114 frá 22. august 1996.

Sambært § 11, stk. 3, í Ll. 25 frá 21. apríl 1999 "um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.", letur landsstýrismaðurin í seinasta lagi 6 mánaðir eftir fíggjarárslok løgtingsgrannskoðarunum og Landsgrannskoðanini frágreiðing um frávik ímillum játtanar- og roknskapartøl. Í sambandi við at landsroknskapurin fyri 1999 verður lagdur fyri tingið, hava løgtingsgrannskoðararnir heitt á Landsgrannskoðanina um at gera eina frágreiðing um frávik ímillum játtan og nýtslu fyri hvørt málsøki, og taka við viðmerkingar og frágreiðingar frá landsstýrismanninum.

Í frágreiðingini frá Landsgrannskoðanini verður eisini kunnað um úrslitið av grannskoðanini av ymsum stovnum, grunnum og skipanum á ymsum málsøkjum. Niðanfyri hava løgtingsgrannskoðararnir gjørt sínar viðmerkingar, vísandi til síðutøl í hesi frágreiðing.

2. Løgmansfyrisitingin og sjálvstýrismál v.m.

Vísandi til s. 7 halda løgtingsgrannskoðararnir, at frágreiðingarnar um frávik ímillum játtan og nýtslu eru nøktandi.

Út frá einum heildarsjónarmiði halda løgtingsgrannskoðararnir tað ikki vera rætt, at einstøk stýri gera tænastuavtalur, sum víst verður til á s. 8.

Vísandi til s. 8 halda løgtingsgrannskoðararnir, at Løgmansskrivstovan eigur at halda seg til ásetingarnar í játtanarskipanini um leasing.

Á s. 9-11 verður samsýning o.a. til landsstýrismenn umrødd. Løgtingsgrannskoðararnir halda tað vera umráðandi, at greiðar reglur fyri kostnaðarendurgjaldi verða ásettar.

3. Fíggjarmál o.a.

Frávik ímillum játtanar- og roknskapartøl
Meirnýtsla er á summum kontum. Vísandi til s. 12 hevur landsstýrismaðurin greitt frá orsøkunum, og at bøtt verður um grundarlagið fyri metingunum í framtíðini. Løgtingsgrannskoðararnir halda frágreiðingina vera nøktandi.

Vísandi til s. 12-14 eru inntøkurnar samanlagt uml. 368 mió.kr. hægri enn mett á fíggjarlógini. Løgtingsgrannskoðararnir halda, at í framtíðini eiga inntøkurnar at verða viðgjørdar játtanarliga nakað á sama hátt sum "lógarbundnar játtanir", soleiðis at munandi frávik í inntøkumetingunum í fíggjarárinum verða løgd fyri Løgtingið við eykajáttanarlóg.

Viðmerkingar í seinasta uppskoti til samtyktar
Í frágreiðingini í seinasta uppskoti til samtyktar umrøddu løgtingsgrannskoðararnir fleiri viðurskifti, og niðanfyri verður Løgtingið kunnað um, hvat er hent í málunum.

Mál, sum eru loyst:
Vísandi til s. 17 hevur Fíggjarmálastýrið 6. februar 2001 sent út rundskriv um roknskaparreglugerðir. Sambært rundskrivinum skal roknskaparreglugerðin á øllum stovnum verða góðkend í seinasta lagi 1. september 2001. Løgtingsgrannskoðararnir fegnast um, at hesar reglur nú eru ásettar.

Landsroknskaparlógin kom í gildi 1. januar 1995, og løgtingsgrannskoðararnir harmast um, at tað skuldi taka meira enn 6 ár at gera reglurnar.

Mál, sum ikki eru loyst:
Á s. 14-16 verður fíggjarlógarmannagongdin umrødd. Eitt afturvendandi ivamál er, hvat skal við á fíggjarlógina. Í hesum sambandi vilja løgtingsgrannskoðararnir vísa á tað, sum verður sagt í innganginum til játtanarskipanina: "Fíggjarlógin er grundarlag undir virkseminum hjá landinum í einum fíggjarári. Fíggjarlóg, fíggjarlógaruppseting, játtanarsløg og viðmerkingar eru týðandi amboð hjá Løgtinginum at stýra, ávirka og raðfesta útreiðslur og inntøkur landsins, og eru við til at áseta, hvørjar heimildir, skyldur og hvørja ábyrgd ein landsstýrismaður hevur viðvíkjandi umsiting av játtanum. Fíggjarlógin er eisini ein týðandi miðil til at kunna almenningin um politiskar avgerðir."

Í fleiri uppskotum til samtyktar hava løgtingsgrannskoðararnir víst á tað skeiva í, at útláns- og stuðulsvirksemi hjá fleiri almennum stovnum og grunnum ikki verður tikið við á fíggjarlógina. Vandi er fyri, at tað kann avlaga og undirgrava fíggjarligu karmarnar, sum Løgtingið leggur við árligu fíggjarlógunum, og vandi er eisini fyri at missa tamarhaldið á umsitingarútreiðslunum, tá stovnar hava møguleika at fíggja sítt virksemi uttan um fíggjarlógina. Tí má ansast eftir, at spurningurin, hvat skal við á fíggjarlógina, ikki endar sum ein løgfrøðiligur stríðsspurningur.

Flestu játtanir á fíggjarlógini eru nettojáttanir. Løgtingsgrannskoðararnir halda, at í fleiri førum hevði verið rættast at játta inntøkur og útreiðslur hvør sær, tá talan er um stovnar, sum hava inntøkur ella gjøld, sum ikki beinleiðis eru tengd at, hvussu stórt virksemið hjá stovnunum er. Heitt verður á landsstýrismannin, um eisini at taka henda spurning til viðgerðar.

Á s. 16 verður edv-trygdin á Føroya Gjaldstovu nevnd, og víst verður á, at tað kann gerast eitt vandamál, at tað almenna missir lyklapersónar á hesum øki. Veikleikar í edv-trygdini verður eisini umrøddir undir almannamálum, fiskivinnumálum og umsiting av skatti- og avgjøldum. Løgtingsgrannskoðararnir hava áður víst á, at Landsstýrið má taka støðu til, hvørji aðalkrøv skulu setast landsstovnum viðvíkjandi edv-trygd. Í rundskrivinum frá Fíggjarmálastýrinum 6. februar 2001 um roknskaparreglugerðir eru nú ásett ávís krøv á hesum øki.

Á s. 19 verða ógreiðu tryggingarviðurskiftini nevnd. Talan er um eitt mál, sum Landsgrannskoðanin gjørdi vart við í 1992, og í seinasta uppskoti til samtyktar fegnaðust løgtingsgrannskoðararnir um, at landsstýrismaðurin hevði ítøkiligar ætlanir um at loysa málið. Síðani hevur málið ligið stilt, og fer ikki at verða tikið uppaftur fyrr enn í heyst. Løgtingsgrannskoðararnir átala, at málið nú hevur drigið út í skjótt 10 ár.

Á s. 20-26 er grannskoðanin av fíggjarstøðuni umrødd.

Á s. 20 verður nomið við spurningin um, hvat skal við á fíggjarstøðuna í landsroknskapinum. Hesin spurningur er í ein ávísan mun tengdur at, hvat skal við á fíggjarlógina, men fleiri almennir stovnar, grunnar og partafeløg skulu verða tiknir við á fíggjarstøðuna, hóast virksemi hjá teimum ikki verður játtað á fíggjarlógini.

Yvirlit yvir fíggjarstøðuna 1995 - 1999:

(mió.kr.)

1999

1998

1997

1996

1995

Aktiv:

Kapitalogn í landsfyritøkum

1.197

1.101

1.072

180

154

Parta- og lánsbrøv

201

182

83

85

85

Rentu- og avdráttarfrí lán

172

188

165

70

71

Útlán

206

246

236

201

213

1.777

1.717

1.556

536

523

Goymslur

7

10

8

-

-

Skatta-, toll- o.t. skuldarar

173

128

144

124

127

Tænastu-, vøru- og aðrir skuldarar

129

162

124

212

267

309

300

276

336

394

Inniogn í Landsbankanum

1.490

1.104

954

826

1.012

Banka-, girokontur og kassapeningur

141

136

87

80

80

1.631

1.240

1041

906

1.092

Tilsamans

3.717 

3.257

2.873

1.778

2.009

Passiv:

Innanlandsskuld

417

704

749

770

1.122

Uttanlandsskuld

4.512

4.646

5.800

5.783

5.789

Onnur skuld

366

259

246

378

370

Skuld tilsamans

5.295 

5.609

6.795

6.931

7.281

Útjavningarkonta:

Salda 1. januar

-2.354

-3.922

-4.336

-5.272

-5.314

Rakstrar-, løgu- og útlánsúrslit

648

1.372

178

79

8

Ymsar broytingar

128 

198

236

39

33

Salda 31. desember

-1.578 

-2.352

-3.922

-5.154

-5.273

Tilsamans

3.717 

3.257

2.873

1.777

2.008

Vísandi til s. 20 mæla løgtingsgrannskoðararnir enn einaferð til at fáa greiði á roknskaparpostinum "Kapitalogn í landsfyritøkum".

Á s. 23 verður avstemman av skattaeftirstøðum umrødd. Í seinastu og næstseinastu frágreiðing vístu løgtingsgrannskoðararnir á ta stóru óvissu, tá ræður um at stemma skattaeftirstøðurnar av, og løgtingsgrannskoðararnir heittu á landsstýrismannin um at taka stig til at loysa trupulleikarnar á hesum týðandi øki. Løgtingsgrannskoðararnir átala, at komið er ikki á mál, hóast eitt stórt arbeiði er gjørt, og heitt verður enn einaferð á landsstýrismannin um at raðfesta hesa uppgávu høgt, og áseta eitt greitt ábyrgdarbýti á økinum ímillum Toll- og Skattstovu Føroya og Føroya Gjaldstovu.

Á s. 24 verður inniogn í Landsbankanum umrødd. Sambært § 2 í Ll. nr. 31. frá 21.02.1995 "um landskassans innlán og lán í Landsbankanum", verður álagt Landsstýrinum, landskassans vegna, at hava innlán í Landsbankanum, sum í minsta lagi svara til 15% av bruttotjóðarúrtøkuni í undanfarna ári. Løgtingsgrannskoðararnir hava fleiri ferðir víst á, at útrokningin av bruttotjóðarúrtøkuni byggir á eitt leyst grundarlag, og at hugtøkini "landskassin" og "landsstovnar" í lógini um Landsbankan og í lógini "um landskassans innlán og lán í Landsbankanum" eru ógreið. Løgtingsgrannskoðararnir mæla enn einaferð landsstýrismanninum til at fáa greiði á hesum viðurskiftum.

Á s. 26-28 verður víst á, at verandi roknskapar- og eftirlitsskipanir á Toll- og Skattstovu Føroya ikki eru nóg tryggar. Arbeiðið við at bøta um roknskapar- og trygdarreglurnar verður nógv darvað av nógvu trupulleikunum, sum stóðust av, at stovnurin yvirtók innkrevjingina, og víst verður eisini á, at tað er nærum ógjørligt at fáa væl skikkað roknskaparfólk. Løgtingsgrannskoðararnir taka undir við áheitanini á landsstýrismannin um støðugt at kunna seg um gongdina á hesum týðandi øki fyri at tryggja sær, at arbeiðið verður raðfest høgt.

Á s. 26 undir innkrevjing av vinnulánum verður víst á, at steðgur er komin í innkrevjingina, og at ongin skipað mótrokning fer fram. Løgtingsgrannskoðararnir halda, at talan er um eina sera óhepna gongd, og heitt verður á landsstýrismannin um at tryggja, at innkrevjingarviðurskiftini koma í rættlag.

Heitt verður á landsstýrismannin um at tryggja, at edv-skráir hjá Toll- og Skattstovu Føroya verða góðkendar, vísandi til umrøðuna á s. 29.

Á s. 30-31 verður skipanin við tollkreditti umrødd. Ein partur av teimum trupulleikum, ið vórðu nevndir í seinasta uppskoti til samtyktar, eru loystir við at linka reglurnar. Broyttu reglurnar hava ikki minkað um tapsvandan hjá landskassanum, men landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at bøtt fer at verða um hetta.

Aðrar viðmerkingar
Á øllum málsøkjum í frágreiðingini frá Landsgrannskoðanini verður víst á vantandi reglugerðir á roknskaparøkinum, og víst verður á, at fleiri ásetingar í roknskaparkunngerðini verða ikki hildnar.

Vísandi til tað, sum verður ført fram á s. 17-18 um góðkenningarmannagongdir, hevur skipanin í fleiri ár ikki virkað nóg væl. Heitt verður á landsstýrismannin um at tryggja, at viðurskiftini koma í rættlag í 2001.

Á s. 18 verður víst á manglandi samskipan av roknskaparreglum og vantandi góðkenning av "egnum" búskaparskipanum. Hetta kann føra til óskil og ótryggleika á edv- og roknskaparøkinum, og heitt verður á landsstýrismannin um at tryggja, at viðurskiftini koma í rættlag.

Á s. 19-20 verður skipanin við ferðakarmi umrødd. Løgtingsgrannskoðararnir undrast á tilvildarligu umsitingina av hesi skipan.

4. Fiskivinna

Frávik ímillum játtanar- og roknskapartøl
Talan er um meirnýtslu á einstøkum kontum. Vísandi til s. 32-33 hevur landsstýrismaðurin greitt frá orsøkunum. Løgtingsgrannskoðararnir halda, at frágreiðingin er nøktandi.

Landsstýrismaðurin hevur greitt frá, at nýtslan á lógarbundnum játtanum er undirmett. Sambært landsstýrismanninum hevur hann onga ávirkan á nýtsluna á kontu fyri FAS-endurgjald, og hann hevur víst Fíggjarmálastýrinum á, at kontan eigur at verða flutt til annað málsøki.

Harafturat eru stór frávik ímillum játtan og roknskap á høvuðskontunum "Útlán" og "Effektivar veðhaldsútreiðslur". Avskrivað lán og veðhald verða bókað sum stuðul til vinnu, og mótbókað sum afturgjald av lánum. Løgtingsgrannskoðararnir halda tað vera ørkymlandi, at tann játtanarliga og tann roknskaparliga viðgerðin av lánum, veðhaldum o.l. ikki er einsháttað, og mæla til, at reglurnar verða samskipaðar.

Á s. 33 er víst á tær høvuðskontur, har farið er uppum ásetta lønarkarmin. Størst frávik er á játtanini til Fiskivinnuroyndir, har 2,8 mió.kr. eru nýttar til lønir, hóast ongin lønarkarmur er.

Viðmerkingar í seinasta uppskoti til samtyktar
Í frágreiðingini í seinasta uppskoti til samtyktar varð mælt til ábøtur á fleiri økjum. Niðanfyri verður Løgtingið kunnað um, í hvønn mun viðurskiftini eru komin í rættlag.

Stuðulsskipanir, sum Lønjavningarstovan umsitur: Víst varð m.a. á veikleikar við edv-skipanini, manglandi avstemman og góðkenning av roknskapum, at tørvur er á greiðari reglum, serliga viðvíkjandi umsiting/útrokning av mánaðarligum minstaforvinningi til útróðrarmenn. Løgtingsgrannskoðararnir mæltu landsstýrismanninum til at skunda undir at fáa umrøddu viðurskifti í rættlag. Vísandi til s. 35-37 er einki hent, og verður hetta átalað.

Viðvíkjandi sjúkratrygd varð víst á, at:

  1. til ber at fáa sjúkratrygd og dagpening frá Føroya Vanlukkutrygging samstundis,
  2. til ber at fáa sjúkratrygd og hava aðra inntøku samstundis,
  3. lógin er ikki samskipað við lógirnar um dagpening frá Almannastovuni og frá Vanlukkutryggingini,
  4. ongin umsóknarfreist er ásett,
  5. frítíðarløn verður goldin út, hóast tað ikki er ásett í lógini.

Løgtingsgrannskoðararnir mæltu landsstýrismanninum til sum skjótast at taka stig til at broyta lógina í samráð við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum. Lógin er óbroytt, og vísandi til s. 37 vísir Fiskimálastýrið á, at skipanin við mánaðarligum minstaforvinningi er politiskt tilætlað av Løgtinginum. Landsstýrismaðurin hevur roynt at bøtt um viðurskiftini, við at broyta Ll. um mánaðarligan minstaforvinning og Ll. um sjúkratrygd, men politisk undirtøka fekst ikki, og uppskotini vórðu tí tikin aftur.

Løgtingsgrannskoðararnir vístu á, at játtanin til Fiskivinnuroyndir er alt ov lítið útgreinað, og átala, at tað ikki er broytt.

Aðrar viðmerkingar
Vísandi til s. 34 átala løgtingsgrannskoðararnir vantandi roknskaparreglugerðir, og at skipanin við at góðkenna mánaðarroknskapin er ikki sett í verk, hóast landsstýrismaðurin fyri einum ári síðani kunnaði um, at viðurskiftini skuldu koma í rættlag.

Vísandi til s. 34 og s. 37 átala løgtingsgrannskoðararnir, at galdandi reglur fyri uppgerð av ferðaforskotum verða ikki fylgdar.

5. Vinnumál

Frávik ímillum játtanar- og roknskapartøl
Talan er um meirnýtslu á nøkrum kontum. Vísandi til s. 38-40 hevur landsstýrismaðurin greitt frá orsøkunum. Løgtingsgrannskoðararnir halda frágreiðingina vera nøktandi.

Á s. 40 verður víst á tær høvuðskontur, har farið er uppum ásetta lønarkarmin. Størstu frávikini eru á rakstrarjáttanum hjá Landsverkfrøðingsstovninum, tilsamans uml. 2,1 mió.kr.

Viðmerkingar í seinasta uppskoti til samtyktar
Í frágreiðingini í seinasta uppskoti til samtyktar vórðu nøkur viðurskifti umrødd, og niðanfyri verður Løgtingið kunnað um, í hvønn mun tey eru komin í rættlag.

Viðvíkjandi Grunninum til ídnaðarfremjandi endamál átalaðu løgtingsgrannskoðararnir, at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevði ikki umskipað grunnin til eksternan grunn, sum álagt við Ll. nr. 33/1992.

Løgtingsgrannskoðararnir mæltu landsstýrismanninum til at fáa greiði á játtanarviðurskiftunum ímillum Grunn Ferðavinnunnar og Ferðaráð Føroya viðvíkjandi stuðli til ferðavinnuna.

Løgtingsgrannskoðararnir mæltu eisini landsstýrismanninum til at endurmeta endamálið við Ábyrgdargrunninum.

Vísandi til s. 43 hevur Vinnumálastýrið kunnað um, at uppskot verður lagt fyri Løgtingið um Vinnuframagrunn, og at ætlanin er at taka av omanfyri nevndu grunnar.

Í seinastu frágreiðing varð spurningurin reistur, um landskassin kemur at hefta fyri krøvum ímóti Endurgjaldsgrunni alivinnunnar, um grunnurin ikki megnar at rinda fult endurgjald. Vísandi til s. 42-43 verður ikki hildið, at landskassin heftir, og í nýggju djórasjúkulógini er ásett, at tað almenna ikki letur endurgjald fyri fisk, ið verður avlívaður eftir boðum frá myndugleikunum.

Aðrar viðmerkingar
Vísandi til s. 41 eru framvegis ongar reglugerðir fyri roknskaparhaldinum á flestu stovnum.

Vísandi til s. 47-49, halda løgtingsgrannskoðararnir tað vera óheppið, at játtanin til Havbúnaðarroyndir ikki er nóg greið. Landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at greiða málið í komandi tingsetu.

6. Útbúgving og gransking o.a.

Frávik ímillum játtanar- og roknskapartøl
Talan er um meirnýtslu á nøkrum høvuðskontum. Vísandi til s. 50-54 hevur landsstýrismaðurin greitt frá orsøkunum. Størstu frávikini ímillum játtan og nýtslu eru lógarbundnar játtanir:

Læraraeftirlønir 2.858 t.kr.
Studningur til lærupláss 1.536 t.kr.
Lestrarstudningur 6.475 t.kr.

Samanlagt er meirnýtslan uml. 11 mió.kr. Sambært landsstýrismanninum stendst meirnýtslan av, at lógarbundnar játtanir vórðu ikki dagførdar í 1999. Vísandi til játtanarskipanina varð ikki hildið neyðugt at biðja um eykajáttan. Játtanarskipanin í 2000 er broytt.

Viðvíkjandi játtanini til Sjónvarp Føroya er meirnýtslan í 1999 2,3 mió.kr. Á s. 52-53 er greitt nærri frá hesum. Ein spurningur, sum fekk serliga umrøðu í sambandi við viðgerðina av roknskapinum fyri 1998, var, um heimild var í juli 1999 at rinda útreiðslur, hóast Fíggjarnevndin hevði kravt málið í tingið. Vísandi til § 38 í stýrisskipanarlógini varð ein kanningarstjóri settur at kanna málið og lata Løgtinginum eina frágreiðing. Løgtingsgrannskoðararnir hava viðgjørt frágreiðingina. Viðvíkjandi spurninginum um heimild var at rinda ávísar útreiðslur í juli mánað, sær kanningarstjórin í síni niðurstøðu burtur frá hallinum í 1998, sum Sjónvarpið dró við sær inn í 1999, meðan løgtingsgrannskoðararnir og eisini Fíggjarnevndin vístu á, at hallið frá 1998 hevði týdning fyri heimildarspurningin.

Á s. 54 er víst á játtanir, har farið er uppum lønarkarmin. Í flestu førum koma stóru frávikini av, at sundurgreinaðu ætlanirnar á fíggjarlógini ikki samsvara við, hvussu bókað verður. Løgtingsgrannskoðararnir mæla til at samskipa hetta.

Viðmerkingar í seinasta uppskoti til samtyktar
Í frágreiðingini í seinasta uppskoti til samtyktar vórðu fleiri viðurskifti umrødd. Fleiri eru komin í rættlag, og niðanfyri verður kunnað um nøkur mál, sum arbeitt verður við at loysa.

Løgtingsgrannskoðararnir mæltu landsstýrismanninum til at greiða spurningin um, í hvønn mun Fróðskaparsetur Føroya er ein sjálvsognarstovnur. Vísandi til s. 57 er enn ongin endalig niðurstøða gjørd í málinum.

Løgtingsgrannskoðararnir átalaðu, at málsviðgerðin hjá Mentamálastýrinum í sambandi við granskingarætlanir als ikki hevði verið nøktandi. Uppskot til nýggja løgtingslóg um gransking er lagt fyri Løgtingið.

Vísandi til s. 58-60 verður arbeitt við at dagføra lógargrundarlagið fyri Føroya Skúlabókagrunn og at greiða viðurskiftini viðvíkjandi Bókamiðsøluni. Landsstýrismaðurin hevur gjørt av at bíða til næstu tingsetu at taka endaliga støðu í málinum.

Løgtingsgrannskoðararnir mæltu landsstýrismanninum til sum skjótast at áseta nágreiniligar reglur fyri stuðuli úr Mentunargrunninum. Nýggj lóg um Mentanargrunn Landsins varð lýst í mai 2000, og vísandi til s. 61 hevur landsstýrismaðurin víst á, at nýggja kunngerðin frá september 2000 og viðtøkurnar, sum landsstýrismaðurin skal góðkenna, áseta nærri reglur fyri stuðuli úr grunninum.

Aðrar viðmerkingar
Vísandi til s. 58 átala løgtingsgrannskoðararnir, at Fíggjarmálastýrið ikki hevur ásett neyvari reglur fyri, nær sjálvsognarstovnar skulu verða tiknir við á fíggjarlógina sum "Rakstrarjáttan". Lógin "um yrkisskúlar" kom í gildi 1. januar 1999, men nærri reglur um rakstrarstuðul eru ikki ásettar. Heitt verður á landsstýrismannin um at fáa hetta í rættlag.

Millumrokningar í roknskapunum hjá handilsskúlanum, teknisku skúlunum og húsarhaldsskúlanum, viðvíkjandi ov nógv ella ov lítið útgoldnum studningi, hava í áravís ikki gingið fram av landsroknskapinum. Vísandi til s. 58 hevur Mentamálastýrið lagt nógva orku í at greiða viðurskiftini.

Vísandi til s. 61-65 um útbúgvingarstuðul, átala løgtingsgrannskoðararnir, at lestrarlán, peningastovnskontur og rentuinntøkur ikki hava verið rætt skrásett í landsroknskapinum í fleiri ár, og ongir rykkjarar eru sendir út. Í 2000 er bøtt um viðurskiftini.

7. Almanna- og Heilsumál o.a.

Frávik ímillum játtanar- og roknskapartøl
Nógv tey størstu frávikini ímillum játtan og nýtslu eru lógarbundnar játtanir. Meirnýtslan er samanlagt uml. 34 mió.kr., netto. Talan er um hesar játtanir:

(1.000 kr.)

Nettojáttan

Nýtsla

Meirnýtsla

       

% av nettojáttan

Forsorg

82.675

98.440

15.765

19 %

Barnaforsorg

20.216

26.716

6.500

32 %

Fólkapensjón

265.341

271.619

6.278

2 %

Avlamispensjón

134.045

136.616

2.571

2 %

Stuðul til uppihaldspening

2.000

4.358

2.358

118 %

Ansingarsamsýning

6.422

6.869

447

7 %

         

Á s. 66-70 hevur landsstýrismaðurin greitt frá, at tað er trupult at siga, hví útreiðslurnar alsamt vaksa, "tí tey neyðugu data’ini eru ikki til staðar". Løgtingsgrannskoðararnir halda ikki hesa frágreiðing vera nøktandi. Talan er um fleiri lutfalsliga stór frávik. Løgtingsgrannskoðararnir átala, at tað ikki er nóg neyvt mett um væntaðu útreiðslurnar.

Í seinasta uppskoti til samtyktar varð víst á, at landsstýrismaðurin fleiri ferðir hevði biðið um eykajáttan til lógarbundnar útreiðslur, men Fíggjarmálastýrið hevði tikið hesar av eykajáttanarlógini. Eisini varð víst á, at mannagongdin er broytt í nýggju játtanarskipanini, sum kom í gildi 1. januar 2000. Landsstýrismaður hevur nú skyldu at leggja uppskot um eykajáttanarlóg fyri tingið, um játtanin á fíggjarlógini viðvíkjandi lógarbundnum útreiðslum ikki er nóg stór, ella í øðrum lagi leggja fyri tingið uppskot um at broyta stuðulslóggávuna.

Løgujáttanin til Suðuroyar Sjúkrahús var 1 mió.kr., meirnýtslan er 1,4 mió.kr. Vísandi til s. 66 hevur ikki tamarhald verið á fíggjarstýringini, og verður tað átalað. Annars er so at siga ikki talan um meirnýtslu á hesum stóra útreiðsluøki.

Á s. 69-70 er víst á tær høvuðskontur, har farið er uppum ásetta lønarkarmin. Størstu frávikini eru á lógarbundnum játtanunum. Í sundurgreiningini í viðmerkingunum til fíggjarlógina er als ikki roknað við lønarútreiðslum. Kortini er talan um lønarútgjaldingar uppá nærum 17 mió.kr. Løgtingsgrannskoðararnir hava fyrr átalað hetta ósamsvar og hava heitt á landsstýrismannin um at fáa viðurskiftini í rættlag.

Viðmerkingar í seinasta uppskoti til samtyktar
Niðanfyri verður Løgtingið kunnað um, í hvønn mun umrøddu viðurskiftini í seinasta uppskoti til samtyktar eru komin í rættlag:

Pensjónsútreiðslur
Víst varð á nógv ivamál um, hvørjar inntøkur skulu ávirka pensjónsútrokningarnar. Vísandi til s. 75 eru ivamálini loyst í nýggju pensjónslógini. Løgtingsgrannskoðararnir heita á landsstýrismannin um at greiða ivaspurningarnar á s. 76-78 um inntøkujavning og umrokning av almannapensjón.

Forsorgarútreiðslur
Víst varð á, at neyvari reglur fyri veitingum eftir § 18 í forsorgarlógini framvegis ikki vóru gjørdar, at tað framhaldandi varð rindað fyri undirvísing á ALV-skúlanum, hóast ongin lógarheimild er í almannalóggávuni. Vísandi til s. 80-81 verður víst á, at sambært landsstýrismanninum var ætlanin at seta alt 2000 av til at gera nýggja forsorgarlóg umframt greiðari reglur og kunngerðir, sum mangla á næstan øllum forsorgarøkinum, eisini viðvíkjandi endurbúgving. Løgtingsgrannskoðararnir átala, at hóast hesir trupulleikar hava verið umrøddir í frágreiðingum í áravís, eru teir ikki loystir, og landsstýrismaðurin hevur heldur ikki svarað fyrispurninginum.

Dagpeningaútreiðslur
Víst varð á fleiri ivamál m.a. viðvíkjandi sjálvbodnu dagpeningaskipanini. Vísandi til s. 81-83 hevur landsstýrismaðurin kunnað um, at trupulleikarnir væntandi verða loystir við nýggju dagpeningalógini. Mælt varð eisini til at broyta og samskipa umsiting og lógarásetingar um dagpening vegna sjúku frá ávikavist Almannastovuni, Vanlukkutryggingini og Lønjavningarstovuni. Vísandi til s. 83 hevur landsstýrismaðurin greitt frá, at skulu viðurskiftini broytast, má spurningurin takast upp til politiska viðgerð.

Heilbrigdið og Blákrossheimið
Heitt var á landsstýrismannin um sum skjótast at greiða nógvu ivaspurningarnar, serliga viðvíkjandi Heilbrigdi. Vísandi til s. 95-97 átala løgtingsgrannskoðararnir, at landsstýrismaðurin hevur ikki svarað spurningunum, sum eru settir.

Aðrar viðmerkingar
Á s. 70-71 verður edv-skipanin á Almannastovuni umrødd. Landsgrannskoðanin vísir á, at eftirlitsumhvørvið kring edv-skipanina er ikki nóg trygt, og hevur mælt til at bøta um eftirlitið við feilum og misnýtslu, gera greiðar reglur fyri brúkararættindum o.s.fr. Landsstýrismaðurin hevur tikið tilmælini til eftirtektar, og vísir til eina arbeiðs- og tíðarætlan, sum útgreinar, hvussu ætlanirnar eru at fáa viðurskiftini í rættlag. Víst verður eisini á vantandi eftirlit, avstemman og roknskapargóðkenning viðvíkjandi almannaveitingum. Sambært landsstýrismanninum eru stig tikin til at bøta um viðurskiftini, og ætlanin er at styrkja roknskaparfunktiónina á Almannastovuni. Løgtingsgrannskoðararnir halda, at tað er óheppið, at viðurskiftini á einum so týðandi øki eru ikki í eini tryggari legu, og heita á landsstýrismannin um støðugt at hava eyguni við, at viðurskiftini koma í rættlag.

Vísandi til s. 72-75 um heimildarspurningar viðvíkjandi pensjónsútreiðslum átala løgtingsgrannskoðararnir, at landsstýrismaðurin uttan neyðuga heimild:

  1. umsitingarliga lækkaði lógarásettar pensjónsviðbøtur, og hækkaði skattafría veiting samsvarandi,
  2. rindaði serligar persónligar viðbøtur,
  3. rindaði mista avlamisveiting sum stuðul til hjálparráð.

Vísandi til s. 73 hava løgtingsgrannskoðararnir hava heft seg við, at tá almannastjórin gjørdi vart við, at dataskráirnar mugu fylgja lógum og kunngerðum, boðaði Stýrið m.a. frá, at almannastjórin er undirlagdur politisku skipanini og teimum treytum, ið har ráða, og "um almannastjórin ikki kann liva við hesum, eigur almannastjórin at taka avleiðingarnar".

Á s. 78-80 er úrslitið av málsgrannskoðanini av almannapensjónum umrøtt. Víst verður á vantandi reglur fyri málsviðgerð. Landsgrannskoðanin metir, at støðan er ikki nøktandi, allarminst fyri starvsfólkið, tí talan er um umsiting av størstu játtanunum á fíggjarlógini, og mælt verður til at áseta minstukrøv til málsviðgerð og skjalprógv, m.a. fyri at tryggja, at málsviðgerðin lýkur krøvini í fyrisitingarlógini um vegleiðing, partshoyring, skyldu at skriva upp o.a. Sambært almannastjóranum er ætlanin at seta ein prosjektbólk at loysa hesar trupulleikar. Løgtingsgrannskoðararnir heita á landsstýrismannin um at tryggja, at viðurskiftini koma í rættlag.

Á s. 83-88 verða Heimarøktin og Serforsorgin umrødd. Víst verður m.a. á, at roknskaparviðurskiftini eru ikki á nóg tryggum støði, og at roknskaparliga ábyrgdarbýtið ímillum Heimarøktina og roknskapardeildina í Almanna- og Heilsumálastýrinum er ógreitt.

Vísandi til s. 87-88 átala løgtingsgrannskoðararnir, at roknskapar- og grannskoðanarviðurskiftini hjá húsfólkum í sambýlum undir Serforsorgini ikki hava verið nøktandi seinnu árini.

Á s. 88 verður víst á fleiri trupulleikar viðvíkjandi peningastovns- og kassakontum á stovnum undir Serforsorgini, og at roknskaparhaldið á Serstovnadeildini lýkur ikki grundleggjandi krøv í roknskaparkunngerðini.

Umsitingin av lønum til Serforsorgarstovnar og stuðlar verður umrødd á s. 88-90. Víst verður á nógvar veikleikar í lønarumsitingini.

Á s. 91-92 verða roknskaparviðurskiftini á Almannastovuni umrødd. Víst verður m.a. á fleiri trupulleikar at stemma av fyribilsbókingar- og millumrokningarkontur, og at eitt miðvíst arbeiði er gjørt í 2000 við at stemma av. Løgtingsgrannskoðarararnir átala, at rokningar fyri uml. 1 mió.kr. eru bókaðar á skeivt fíggjarár, og at hildið verður neyðugt at bóka burtur stórar upphæddir sum kassamunir.

Vísandi til s. 92-95 um Hjálpartólamiðstøðina átala løgtingsgrannskoðararnir, at tað tekur upp í 3 mánaðir at avgreiða eina umsókn um vanligt hjálpartól. Heitt verður á landsstýrismannin um beinanvegin at loysa trupulleikarnar. Løgtingsgrannskoðarnir átala, at einki goymsluyvirlit er, hóast stovnurin í 1997 fekk játtan til endamálið. Løgtingsgrannskoðararnir mæla landsstýrismanninum til at greiða ivamálini um lánsveitingar og umsiting av lánum.

Roknskapir og grannskoðanin av teimum trimum sjúkrahúsunum verður umrødd á s. 97-99. Vísandi til viðmerkingarnar frá roknskapargrannskoðanini verður heitt á landsstýrismannin um at tryggja, at viðurskiftini koma í rættlag.

Vísandi til s. 99 varð bókhaldið hjá Hotel Tórshavn í 1999 flutt til Almanna- og Heilsumálastýrið. Roknskapargrannskoðanin vísir á, at roknskaparviðurskiftini ikki hava verið nøktandi í 1999. 1. januar 2000 varð bókhaldið flutt aftur til hotellið.

8. Oljumál o.a.

Vísandi til s. 100 halda løgtingsgrannskoðararnir, at frágreiðingarnar um frávik millum játtan og nýtslu eru nøktandi.

9. Niðurstøða

Seinnu árini er í frágreiðingum frá Landsgrannskoðanini og løgtingsgrannskoðarunum víst á, at á fleiri málsøkjum er lóggávan ófullfíggjað. Nógvir veikleikar eru í umsitingini, edv- og roknskaparviðurskiftini eru ikki í nóg tryggari legu, og talan er um fleiri játtanarlig ivamál og ógreidleikar.

Í fleiri førum verða somu trupulleikar umrøddir ár um ár, hóast landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at trupulleikarnir verða loystir.

Játtanarskipanin og roknskaparkunngerðin leggja upp til, at Fíggjarmálastýrið skal vera ein virkin, leiðandi og samskipandi myndugleiki, sum tryggjar, at búskaparskipanirnar eru tryggar, at neyvar játtanar- og roknskaparreglur verða ásettar, at ivamál um játtanar- og roknskaparviðurskifti verða loyst o.s.fr.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vísir á, at fulltrúar eru farnir úr starvi, og at ein stórur trupulleiki hjá Fíggjarmálastýrinum og stovnum undir Stýrinum er, at fleiri størv eru ósett, og hava gjørt tað seinastu 2 árini. Sambært landsstýrismanninum kemst hetta fyrst og fremst av, at sera nógv nýggj størv eru sett á stovn ymsa staðni í miðfyrisitingini, og at hákonjunkturarnir hava økt munandi um eftirspurningin í privatu vinnuni eftir fólki við hægri útbúgving.

Onnur aðalstýri og stovnar hava somuleiðis nógvar óloystar uppgávur, og hava eisini ilt við at manna størv við fólki, sum hava førleika og neyðugar royndir, tað verið seg innan edv-, roknskapar- og fíggjarviðurskifti og innan lógarsmíð.

Landsbúskaparhaldið hevur ein árligan umsetning uppá 3-4 mia.kr. Talan er um nógv tung lógarøki umframt fleiri stórar og fløktar búskaparskipanir, sum seta stór krøv til eina vælvirkandi umsiting. Samanumtikið halda løgtingsgrannskoðararnir, at landsumsitingin virkar ikki nóg væl, og á fleiri týðandi økjum halda løgtingsgrannskoðararnir støðuna vera álvarsliga. Løgtingsgrannskoðararnir mæla løgmanni til at taka trupulleikarnar til viðgerðar fyri at samskipa eina varandi loysn, og í hesum sambandi eisini eftirmeta tær bygnaðarbroytingar, sum eru framdar innan landsumsitingina.

Frávik viðmæli

1. viðgerð 18. apríl 2001. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð

2. viðgerð 24. apríl 2001. Uppskot til samtyktar samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.