Avgjald brenniolja

 

65  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í og avtøku av løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Marjus Dam, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi

U p p s k o t

til

løgtingslóg um broyting í og avtøku av løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 179 frá 18.desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 4. apríl 2000, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Dagin eftir kunngerð av hesi løgtingslóg verður í § 1, stk. 1, "0,80" broytt til "0,60"
  2. Frá 1. januar 2002 verður í § 1, stk. 1, "0,60" broytt til "0,40"
  3. Frá 1 januar 2003 verður í § 1, stk 1, "0,40 broytt til "0,20"

§ 2.

Løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, við seinni broytingum verður tikin av frá 1. januar 2004 at rokna.

Viðmerkingar:
Sambandsflokkurin legði fyrr í hesi tingsetuni fram uppskot um at taka av brennioljuavgjaldið í einum. Uppskotið varð tá felt. Oljuprísirnir eru síðan nógv hækkaðir og eru nú so høgir sum ongantíð áður.

Ásetingin av tí fasta oljuavgjaldinum í fjør hevur givið landskassanum eina meirinntøku í mun til, um gamla lógin var galdandi. Samsvarandi hevur brúkarin fingið eina i meirútreiðslu, ið útholar realinntøkuna.

Sambandsflokkurin metir brennioljuna vera neyðsynjarvøru hjá einstaka húskinum, borgaranum og virkinum, og eiga hesar ikki at vera álagdar risahøg avgjøld.

Uppskotið, ið nú verður lagt fram, vil taka av oljuavgjaldið í stigum, byrjandi í ár, har avgjaldið lækkar við 20 oyrum. Síðan verður tað aftur lækkað við 20 oyrum 1 . januar 2002 og 1 januar 2003. Síðstu 20 oyruni fella burtur 1.januar 2004, tá lógin um brennioljuavgjaldið verður tikin av.

Sambandsfloksins hugsan er, at tað er ein neyðugur og uppiborin lætti, hvørt einasta húski, borgari og arbeiðspláss fær við samtykt av hesum uppskoti. Um miðalnýtslan hjá húskinum av olju er 4000 litrar um árið, verður lættin hjá miðalhúskinum 600 kr. seinastu 9 mánaðirnar í ár. Síðan verður lættin 800 kr árliga, til lógin verður avtikin.

Umhvørvið hevur verið nevnt í sambandi við oljuavgjaldið.Tað er rætt, at dentur verður lagdur á at verja umhvørvið. Tað eru vit í Sambandsflokkinum samd í. Men vit vilja staðiliga vísa á, at oljuprísurin nú er so mikið høgur, at øll fólk spara nógv um oljuna, sjálvt um oljuavgjaldið fellur burtur. Tí oljan er sanniliga ríkiliga dýr uttan oljuavgjaldið. Eisini vilja vit vísa á, at vinnan, ið helst nýtir mest av olju, púra sleppur undan bæði MVG og brennioljuavgjaldi.

Til tess at bøta um umhvørvisavleiðingar orsakað av brenniolju til hús, fer Sambandsflokkurin seinni at leggja fram uppskot um regluliga reinsan og kanning av oljufýrum í sethúsum.

Oljuprísurin er so høgur, at hann má lækkast.

Prísin á heimsmarknaðinum hava vit onga ávirkan á. Men oljuprísurin kann lækkast við at minka um tey høgu avgjøld, ið borgarin skal gjalda.Tað kunnu løgtingsmenn gera nakað við nú.

OPEC londini hava júst mælt til, at londini lækka um avgjøldini á olju.

Sum støðan er hjá landskassanum, er møguleiki at lætta um hjá føroyinginum við at taka av oljuavgjaldið. Tað fer at bøta um trivnaðin í einstaka heiminum, eins og tað fer at lætta um hjá mongum arbeiðsplássi, ið ikki fær oljuavgjaldið endurrindað.

Sambært hesi lóg eru tað nærum bara privat og smávirkir, ið gjalda oljuavgjald. Allur annar ídnaður og virkir fáa oljuavgjaldið endurgoldið. Eftir okkara tykki fer hetta uppskotið at beina burtur hendan skeivleikan, ið væl skiljandi kann skunda undir spekulasjón á økinum.

Hóast lógin verður sett í gildi beinanvegin, verður ikki mett, at landskassin fer at missa nakran pening, serliga um uppskot verður lagt fram, har miðað verður í móti regluligum viðlíkahaldi av oljufýrum, ið vil spara einstaka borgaranum olju eins væl og verja um umhvørvið.

T&S hevur upplýst, at nettoinntøkan av oljuavgjaldinum er 60 milliónir um árið, ella 5 milliónir pr. mánað.

Tað hevur sera stóran týdning fyri Sambandsflokkin, at borgarin sleppur lættari, við at oljuavgjaldið fellur burtur. Vit í Sambandsflokkinum vóna, at løgtingsmenn arbeiða saman í hesum máli, so tað gerst meira liviligt hjá vanliga føroyinginum. Vit vóna tí, at uppskotið verður samtykt.

Hetta uppskotið verður lagt fram, tí vit higartil einki hava sæð til, at samgongan hevur í hyggju at lætta um hjá borgaranum á hesum øki. Tíverri hevur sethúsaeigarin bara fingið eina størri oljurokning, eftir at samgongan broytti lógina um brennioljuavgjaldið.

1. viðgerð 6. mars 2001. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 28. mars 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Sambandsflokkurin hevur lagt málið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 6. mars 2001 er málið beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 14. og 21. mars 2001 og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya.

Oljuavgjaldið varð lagt fast til 80 oyru fyri liturin sambært løgtingslóg nr. 50 frá 4. apríl 2000. Landsstýrismaðurin hevur upplýst fyri nevndini, at inntøkurnar av oljuavgjaldinum frá apríl 2000 til februar 2001, báðir mánaðirnir íroknaðir, eru 51.582.885 kr. Um lógin ikki varð broytt, høvdu inntøkurnar av oljuavgjaldinum verið 31.794.560 kr. sama tíðarskeiðið. Eisini er upplýst, at listaprísurin á gassolju, ið er søluprísurin, áðrenn avgjøld eru løgd, var 2,26 kr., tá lógin varð broytt primo apríl 2000. Tann 26. mars 2001 var listaprísurin á gassolju 2,36 kr.  

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Kári P. Højgaard) vísir á, at landsstýrið arbeiðir við øllum avgjalds- og skattaspurningum sum heild. Meirilutin tekur tí ikki undir við uppskotinum og setir einki uppskot fram.

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Alfred Olsen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot Sambandsfloksins.

Minnilutin (Henrik Old) tekur undir við uppskotinum men ásannar, at landsstýrissamgongan heldur ikki hesa ferð er sinnað at lætta um hjá føroyska húsarhaldinum, og tí fer minnilutin í øðrum lagi at seta fram eitt broytingaruppskot, sum fer at lækka oljuavgjaldið niður um tað, ið hetta hevði verið, áðrenn landsstýrissamgongan læsti avgjaldið fast á 80 oyrum liturin í apríl í fjør.

Síðani 10. apríl í fjør, tá oljuavgjaldið varð læst fast á 80 oyrum, hava føroysku húsarhaldini goldið 51,6 mió. kr. í avgjaldi í móti 31,8 mió. kr. um lógin ikki varð broytt.

Sostatt hevur landsstýrissamgongan kravt 20 mió.kr. í eykaoljuavgjaldi frá føroysku húsarhaldunum seinastu 10 mánaðirnar – ella áleið 25 mió.kr. upp á ársbasis. Hetta er úrslitið av tí skatta- og avgjaldspolitikki, sum landsstýrissamgongan hevur ført í verki. Tað er týðiligt, at skattalættin, ið samgongan gav partafeløgum, er tikin inn aftur við eyka oljuavgjaldi á føroyska húsarhaldið.

Tá fullveldissamgongan ikki tekur undir við fyriliggjandi uppskoti, skjýtur minnilutin upp í øðrum lagi at seta oljuavgjaldið til 50 oyru pr. litur, sum gevur ein lætta upp á 300 kr. pr. 1.000 litrar, og setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

  1. § 1 verður soljóðandi:
    "§ 1. Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 4. apríl 2000,
  2. verður henda broyting gjørd: Í § 1, stk. 1, verður "0,80" broytt til "0,50"".

  3. § 2 verður soljóðandi: "Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.".

2. viðgerð 30. mars 2001. Broytingaruppskot frá Henrik Old til §§ 1 og 2 fall 13-0-14. §§ 1 og 2 fullu 13-0-14. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.