Śtnoršurrįšiš

 

66  Uppskot til  samtyktar um tilrįšingar frį Śtnoršurrįšnum ķ 2000 og um frįgreišing um virki rįšsins ķ 2000

 

Skjal 2: Frįgreišing 2000 

 

Įrsfrįgreišing frį Fųroysku Śtnoršurnevndini 2000

Ķ sannkenningini til sįttmįlaskjališ um Śtnoršurrįšiš veršur millum annaš stašfest, at limalondini įsanna, hvussu neyšugt taš er at styrkja og menna samstarviš millum Fųroyar, Ķsland og Grųnland innan eitt nś mentan, handil, samferšslu og sosial višurskifti. Śtnoršurrįšiš arbeišir stųšugt viš hesum evnum, og kunnu vit vķsa į nógv góš og ķtųkilig śrslit. Nżggja sįttmįlaskjališ frį 1997 hevur virkaš fyri, at Śtnoršurįšiš hevur sett dagsskrįnna fyri fleiri ymisk mįl.

Arbeišiš ķ 1998 og 1999 hevur veriš eitt stig śtnorrųnum samstarvi at frama, bęši viš atliti til samstarviš ķ Śtnoršurrįšnum eins og ķ samstarvinum viš felagsskapir ķ nęrumhvųrvi okkara. Śtnoršurrįšiš bindur alsamt fleiri sambond viš partar į ųllum stigum so sum felagsskapir og tinglimir umframt rįšharrar og stjórnarlimir ķ so at siga ųllum noršurlondum.

Ķ hesi frįgreišing vil Śtnoršurnevndin ķ hųvušsheitum nema viš fundir og tiltųk, sum Śtnoršurrįšiš hevur skipaš fyri ella luttikiš į, umframt greiša frį virksemi sķnum annars.

Tilmęli og umbųnir, sendar til stjórn og landsstżri

Įrsfundurin ķ Brjįnsstašir ķ Ķslandi ķ 1999 samtykti tilsamans įtta tilrįšingar, sum ųll trż tingini ķ śtnorši eisini samtyktu at taka undir viš. Tilrįšingarnar vóru śrslit av Kvinnupolitiska Verkstašnum, sum Śtnoršurrįšiš skipaši fyri ķ Tórshavn fyrr sama įriš. Talan var ķ fyrsta lagi javnstųšumįl, men eisini um barsilsskipan og višurskifti hjį lesandi ķ śtnoršurlondum. Avvaršandi rįšharrar hava sķšani arbeitt vķšari viš mįlunum.

Įrsfundurin 2000 var ķ Tórshavn, og samtykti Śtnoršurrįšiš har tvęr tilrįšingar, iš snśgva seg um at skjalfųra og sųguskriving av teirri sųgu, sum śtnoršurlond eiga ķ felag. Onnur tilrįšingin er ein įheitan til stjórn og landsstżri um at gera eina felags ętlan fyri mentanarsamstarv viš hini noršurlondini.

Samstarv viš rįšharrar/landsstżrismenn

Taš er voršin fastur tįttur, at Śtnoršurrįšiš hevur regluligar fundir viš rįšharrar/landsstżrismenn um evni, iš Śtnoršurrįšiš arbeišir viš. Į mentanarrįšstevnuni ķ Qaqortoq luttóku mentamįlarįšharrarnir ķ śtnoršurlondum umframt danski mentamįlarįšharrin Elsebeth Gerner Nielsen, og į įrsfundinum luttóku Bjarni Djurholm og Jųrgen Niclasen ķ sambandi viš, at evniš į fundinum var handils og vinnumįl. Eisini Helena Dam į Neystabų var bošin at greiša frį gongdini viš tilrįšingunum frį 1999.

Į įrsfundi Noršurlandarįšsins ķ november 2000 hevši Śtnoršurrįšiš fundir viš śtnorrųnu almanna- og heilsumįlarįšharrarnar, samstarvsmįlarįšharrarnar og mentamįlarįšharrarnar. Hetta veršur gjųrt til tess at fylgja verandi arbeišstilgongdum upp, seta spurningar umframt at kunna hvųnn annan um framtķšar ętlanir.

Taš kann kanska tykjast mųtimikiš, at Śtnoršurrįšiš į henda hįtt hevur fast samband viš allar rįšharrar, iš umsita mįl, iš Śtnoršurrįšiš hevur sett fram. Mįlini gerast fleiri og fleiri, og torfųrt er tķ at rųkka um ųll mįlini, eins og įvķs mįl eisini liggja hjį meira enn einum rįšharra ella landsstżrismanni.

Tķ hevur Śtnoršurrįšiš gjųrt uppskot um formiliga samstarvsavtalu millum śtnoršurlond į rįšharrastigi, har rįšharrin og landsstżrismenninir ķ samstarvsmįlum fįa įbyrgdina fyri, at tilrįšingarnar fara til avvaršandi stżri, og at tilrįšingarnar verša framdar ķ verki. Hetta er sjįlvsagt eingin roynd at bróta śr verandi noršurlandasamstarvi, men heldur ein spurningur um at leggja ein karm um śtnoršursamstarviš. Nevnast kann eisini, at landsstżrismenn, iš arbeiša viš tilrįšingum Śtnoršurrįšsins hava ynskt slķkar karmar, har ein įvķs mannagongd er at finna.

Virkin luttųka ķ noršurlendskum samstarvi

Śtnoršurrįšiš og Noršurlandarįšiš hava eygleišarastųšu hjį hvųrjum ųšrum. Hetta merkir, at Noršurlandarįšiš luttekur sum gestur į rįšstevnum og įrsfundi okkara, eins og Śtnoršurrįšiš er viš sum gestur į įrsfundi ķ Noršurlandarįšsins.

Formašur Śtnoršurrįšsins luttók į evnisrįšstevnu Noršurlandarįšsins ķ Keypmannahavn ķ mars 2000, sum hevši heitiš "Viden og Vękst". Ķ juni mįnaša skipaši Śtnoršurrįšiš fyri samrįšsstevnu ķ Reykjavķk, har śtnorrųnir stovnar luttóku, har ķmillum tįverandi presidentur Noršurlandarįšsins, Sigrišur-Anna Žoršardóttir. Į fundinum vóru millum onnur umboš fyri noršurlandahśsini, norrųnu felųgini og Śtnoršurgrunnin. Luttakararnir fingu sostatt hųvi at kunna um sķnar stovnar og į henda hįtt ogna sęr stųrri vitan um taš virksemi, sum liggur ķ śtnoršurhųpi.

Į įšurnevndu evnisrįšstevnu Śtnoršurrįšsins ķ Qaqortoq 13.-14. juli var evniš mentan, og har luttóku limir śr formansskapi Noršurlandarįšsins, m.a. Sigrišur-Anna Žoršardóttir og fólkatingslimurin Svend Erik Hovman, sum er presidentur ķ Noršurlandarįšnum ķ dag. Į įrsfundi Śtnoršurrįšsins var Noršurlandarįšiš umbošaš av formanni Noršurnevndarinnar Pehr Löv og Dan R. Petersen. Į fundinum viš Pehr Lųv varš stašfest, at Noršurnevndin hevur sett sęr fyri at hugsa meira um śtnoršurlond. Śtnoršurrįšiš skeyt upp, at Noršurnevndin kundi senda mįl, iš hava serligt tilknżti til śtnoršurlond, til hoyringar ķ Śtnoršurrįšnum.

Eisini hitti rįšsformašurin presidentin ķ Noršurlandarįšnum undir vitjan ķ Ķslandi, har formašurin m.a. takkaši fyri stušulin til Brattalķšverkętlanina.

Ķ sambandi viš formansskapsfundin ķ Keypmannahavn ķ mars mįnaša hevši formansskapurin fund viš serkųn innan fiskivinnu- og umhvųrvispolitikk frį Noršurlendska Rįšharrarįšnum umframt fund viš kunningardeildina hjį Noršurlandarįšnum/Rįšharrarįšnum. Ķ hesum sambandi varš greitt frį arbeiši teirra viš serligum atliti til śtnoršurmįl.

Samstarv viš ašrar partar ķ Śtnoršursamstarvi

Śtnoršurrįšiš hevur samtykt at vķška og styrkja um samstarviš viš noršurlandahśsini ķ Śtnorši og NAPA. Śrslitiš av hesum arbeiši er fyribils, at hśsini hava samskipaš eina framsżning um lķviš hjį William Heinesen. Beint nś arbeiša noršurlandahśsini viš stórfingnari framsżning um veišumentan ķ śtnorši, sum Śtnoršurrįšiš hevši hugskotiš til. Henda framsżningin letur eftir ętlanini upp ķ mars 2002.

Nógv samband hevur veriš viš NORA, og hevur Kjartan Hoydal, stjóri ķ NORA, kunnaš nógv og hildiš fyrilestrar um bęši samstarv og veišipolitikk ķ śtnorši. Śtnoršurlendski samrįšsfundurin var eitt śrslit av fundi viš NORA.

Samstarv viš arktiskar stovnar og felagsskapir

Formansskapurin ķ Śtnoršurrįšnum hevur umrųtt mųguleikan at Śtnoršurrįšiš gerst eygleišari hjį "Standing Committee of Parliamentarians of the Arctic Regions". Hetta samtykti įrsfundurin, og veršur formlig umsókn tķskili skrivaš ķ nęstum.

Formašur Śtnoršurrįšsins luttók annars į įrsfundinum hjį Arktiska Rįšnum ķ Rovaniemi ķ Finlandi, har rųša formansins varš sera vęl móttikin.

Kunningarįtak

Śtnoršurrįšiš kundi ķ 2000 leggja fram eina kanning um lķvsįskošanir teirra ungu ķ śtnoršurlondum. Taš var lęrdi hįskślin ķ Reykjavķk, iš gjųrdi kanningina. Fųroyska sendinevndin skipaši fyri tķšindafundi į gomlu telegrafstųšini, har hųvundarnir vóru sjónvarpašir beinleišis, og lųgdu teir į henda hįtt fram hųvušsśrslitiš av kanningini. Eisini kundu fųroysku tķšindafólkini seta spurningar til hųvundarnar.

Kanningin hevur veriš nógv eftirspurd, og fer blašdeild Noršurlendska Rįšharrarįšsins at prenta hana uppaftur ķ nęstum.

Śtnoršurrįšiš hevur stųšugt ętlanir at gerast meira sjónligt, og veršur arbeitt viš hesum. Heimasķšan į internetinum var eitt stig į leišini, men krevur nś eina dagfųring. Nżggjur bóklingur um śtnoršurlond er ķ umbśnaš, eins og annaš kunningartilfar skal koma śt seinni ķ įr. Vónandi fer hetta įtakiš at gera Śtnoršurrįšiš meira sjónligt enn higartil, og at vit kunnu styrkja um sambandiš millum tinglimir Śtnoršurs. 

Brattalķšętlanin

Ķ sambandi viš, at taš ķ įr 2000 vóru 1000 įr sķšani, at Leivur Hepni helt śr Brųttulķš til Vķnlands, samtykti Śtnoršurrįšiš verkętlan um endurreisn av Tjóšhildarkirkju og garšinum hjį Eiriki Reyša ķ Brųttulķš ķ Grųnlandi. Tjóšhildarkirkjan veršur roknaš at vera fyrsta kristna kirkjan ķ Ameriku.

Hugskotiš til verkętlanina gongur aftur til 1993, og er taš grųnlendska landsstżriš, sum saman viš Śtnoršurrįšnum stendur fyri tiltakinum. Rįšiš luttók į vķgsluni tann 16. juli 2000, og var formašur Śtnoršurrįšsins viš til formiliga at handa bygningarnar til grųnlendingar.

Endurreisnin av toftunum ķ Brattalķš er stųrsta tiltakiš, sum Śtnoršurrįšiš hevur fyriskipaš. Eingin ivi er um, at bygningarnir koma at hava stóran tżdning fyri feršavinnuna ķ Grųnlandi umframt tżdningin fyri sųguligu bondini millum Grųnland og noršurlond.

Inn ķ nżggja ųld

Formansskapur Śtnoršurrįšsins hevur ķ farna įri hildiš fimm fundir, har uppgįvan hjį formansskapinum hevur veriš at leiša og samskipa arbeiši Śtnoršurrįšsins millum įrsfundirnar. Sambęrt sįttmįlaskjali rįšsins var formansskapurin 1999/2000 ķ Fųroyum, og varš Jógvan Durhuus settur at rųkja formansstarviš. Fyri 2000/2001 varš formašur Landstingsins ķ Grųnlandi, Ole Lynge, valdur. Hann er tó farin ķ farloyvi, soleišis at nęstformašurin ķ grųnlendsku sendinevndini, Anders Andreassen, virkar sum formašur rįšsins.

Ķ skrįnni fyri komandi įr er avgjųrt, at "Feršsla" skal verša hųvušsevniš. Hetta var eftir uppskoti frį grųnlendsku sendinevndini, iš m.a. vķsti į stóru feršakostnaširnar millum śtnoršurlond umframt serligu samferšsluvišurskiftini ķ Grųnlandi.

Viršislųnargrunnurin fyri barna- og ungdómsbókmentir er ķ umbśnaš og veršur endaliga til veruleika ķ 2002. Endamįliš er at eggja rithųvundunum til at leggja orku ķ hesar bókmentagreinirnar eins og ynskiš um, at śtnoršurlond į henda hįtt kunnu standa saman og verša meira sjónlig ķ bókmentaligum hųpi.

Ašaltįtturin ķ įrinum 2001 skal snśgva seg um veišu. Haviš ķ śtnorši hoyrir til taš reinasta ķ heiminum, og er ynski okkara sjįlvsagt at varšveita umhvųrviš soleišis, til tess at tryggja best mųguliga umhvųrviš til nįttśrliga tilfeingiš ķ śtnorši. Hetta hevur bęši bśskaparligan og mentunarligan tżdning fyri ųll śtnoršurlondini. Tiltakiš skal eisini umrųša mųguleikarnar fyri fiskivinnu-tųknifrųšiligan menningar- og granskingardepil ķ śtnorši og samstarv um sjóvinnuśtbśgvingar. Įšurnevnda veišiframsżning hjį noršurlandahśsunum er ein lišur ķ hesi somu ętlan. Framsżningin skal lata upp ķ Edinburgh ķ mars 2002, og sķšani skal hon feršast noršur yvir Fųroyar, Ķsland, Grųnland og heilt yvir til Canada. Sķšani skal hon feršast ķ noršurlondum og til baltalondunum.