Endurgjaldsgrunnur - kreppa

 

68  Uppskot til  løgtingslóg um endurgjald til kreppuraktar sethúsaeigarar

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Jenis av Rana, løgtingsmaður, vegna Miðflokkin fram soljóðandi

U p p s k o t

til

løgtingslóg um endurgjald til kreppuraktar sethúsaeigarar 

§ 1. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum setir á stovn endurgjaldsgrunn við heitinum "Endurgjaldsgrunnur fyri kreppuraktar sethúsaeigarar".
Stk. 2. Sum stovnsfæ í grunnin verður flutt 10% av tí skatti, sum P/F Føroya Banki hevur goldið inn í landskassan síðani 1995, og 10% av tí skatti, sum P/F Føroya Banki verður at gjalda næstu 3 árini.

§ 2. Endamál grunsins er eftir skrivligari umsókn at veita endurgjald til sethúsaeigarar, sum heilt ella lutvíst mistu sethús síni í kreppuárunum og komu at sita við skuld, uttan at ogn var aftanfyri.

§ 3. Treytir fyri endurgjaldi eftir hesari lóg eru:

  1. at umsøkjarin er fevndur av reglunum um fulla skattskyldu í Føroyum sambært § 1 í skattalógini,
  2. at umsøkjarin letur nevnd grunsins øll skjøl, ið nevndin metir eru neyðug og biður um í sambandi við viðgerðina av umsóknini.

§ 4. Veitast kann endurgjald, svarandi til tann av nevndini staðfesta missin, ið umsøkjarin hevði av teimum viðurskiftum, ið nevnd eru í §§ 1 og 2.

§ 5. Landsstýrismaðurin velur eina 3-manna nevnd at sita fyri og hava ábyrgdina av grunninum og virksemi hansara.
Stk. 2. Nevndarlimirnir skulu hava kunnleika til fíggjarlig viðurskifti, kunnu ikki vera løgtingsmenn og kunnu ikki samstundis vera nevndarlimir ella stjórnarlimir í peningastovnum ella feløgum, sum nevndin hevur fíggjarligt samskifti við.
Stk. 3. Nevndin fær heimild at gera avtalu við Húsalánsgrunnin um at hava um hendi skrivstovu- og roknskaparhald grunsins.

§ 6. Grunnurin ger ársroknskap og ársfrágreiðing um virki grunsins
Stk. 2. Roknskapurin skal grannskoðast av løggildum grannskoðara og góðkennast av Løgtinginum.

§ 7. Heldur nevndin, at endamál grunsins ikki er til longur, ger nevndin tilmæli til landsstýrismannin um at taka grunnin av.

§ 8. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur umsjón og fíggjarligt eftirlit við grunninum
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ger annars neyðugar viðtøkur fyri grunnin í samsvari við omanfyristandandi.

§ 9. Hendan løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar til uppskotið

Fyrst í níti-árunum rakti svár fíggjarkreppa land okkara, ein kreppa, sum vit tó eru komin úr skjótari, enn nakar hevði torað at vónað, alt sum eit úrslit av at Guð himins og jarðar hoyrdi bønir okkara, sendi fisk inn á grunnarnar og signaði land okkara.

Bankarnir, sum vóru miðdepil í kreppuni, vórðu bjargaðir við milliardainnskoti úr landskassanum, sum tók peningin inn frá skattaborgaranum og harafturat fekk endurgjald frá danska statinum. Ætlanin við peningainnskotinum var at geva bankanum fíggjarliga styrki at klára tær risastóru burturleggingarnar, sum neyðugar vóru, ikki minst vegna vánaligu støðuna, sum mangir sethúsaeigarar vóru komnir í. Ein støða íkomin fyrst og fremst, tí fíggareftirlitið eftir einari nátt minkaði virðið á øllum sethúsum her á landi við stórt sæð eini helvt.

Nú kreppan er av, og tey flestu tykjast at hava funnið stevið aftur, er tað ein bólkur, sum ongar sømdir fekk, tá alt annað varð fingið aftur á føtur. Hesin bólkur er teir sethúsaeigarar, sum ikki megnaðu at sita í egnum húsum, teir mistu húsini og sótu eftir við risaskuld uttan virði aftanfyri, meðan onnur fingu hús teirra fyri í onkrum førum heilt niður í helvtarprís. Peningin, sum bankin fekk frá landskassanum við tí greiða endamáli at avskriva skuld hjá m.a. kreppuraktum sethúsaeigarum, hevur bankin í staðin í stóran mun inntøkuført seinnu helvt av níti-árunum soleiðis, at yvirskotini lutfalsliga hava verið størri enn í nøkrum øðrum peningastovni í danska kongaríkinum. Hetta kann hann m.a. gera eftir at hava "knokkroytt" mong av teimum, sum komu í vanlukkustøðuna at missa hús síni.

So hóast vit í dag skriva ár 2001, eru tað mong í okkara landi, sum framvegis ikki eru komin úr kreppuni. Tey bløða framvegis fyri, at samfelagið kollsigldi, og fingu ikki hjálp at koma aftur á føtur. Hví skal landskassin bjarga eini heilari bankaverð og stóru peningainnskotum teirra vælbjargaðu, samstundis sum hesi omanfyrinevndu verða gloymd. So stór er mótsøgnin, at enntá tey, sum mistu húsini, fingu álagdan kreppuskatt, fyri at landskassin kundi halda tey skaðaleys, sum kanska áttu tjúkkar bankabøkur – ein sjáldsom hugsjón.

Fyri 2 árum síðani setti tingmaður Miðfloksins landsstýrismanninum í fíggjarmálum fyrispurning viðvíkjandi omanfyrinevndu "fyrrverandi" sethúsaeigarum. Í svari sínum endar landsstýrismaðurin m.a. við at bjóða tingmanninum at vera vælkomin við møguligum uppskoti, sum hann hevur viðvíkjandi tí, ið eigur at verða gjørt fyri at veita hjálp.

Við hesum uppskoti vónar Miðflokkurin, at hesi "gloymdu" kunnu fáa møguleika at koma aftur á føtur. Tað er jú skylda landsstýrisins og Løgtingsins at virka fyri rættvísi og rættartrygd. Hetta uppskotið er ætlað sum ein roynd at rætta tann ójavna og órætt, sum framdir vórðu móti kreppuraktu sethúsaeigarunum.

Ásannandi, at Føroya Banki ikki livdi upp til politisku ætlanirnar við landskassainngjaldinum, og ásannandi, at hann av hesi orsøk hevur havt órímiliga stóran vinning av afturvunnum avskrivingum, meta vit, at stovnsfæið í grunninum, som skotin verður upp at seta á stovn, skal koma frá tí skatti, sum Føroya Banki hevur goldið í landskassan seinastu nógvu árini, og av tí skatti, sum hann væntandi kemur at gjald nøkur ár frameftir. At bankans skattakrónur rinda fyri tapið hjá áðurnevndu sethúsaeigarum, er eftir okkara tykki náttúrligasti háttur at bera peningin aftur hagar, hann upprunaliga varð tikin frá.

Viðmerkingar til teir einstøku greinarnar

§ 1:
Stk. 1. Staðfest verður, at talan er um endurgjald til sethúsaeigarar, ið vórðu meinast raktir í kreppuárunum.
Stk. 2. Ein partur av tí stóra yvirskoti, sum Føroya Banki hevur havt, partvíst sum beinleiðis úrslit av bjargingartiltøkum í kreppuárum, endaði sum skattur í landskassanum. Náttúrligt er, at partur av hesum verður settur í endurgjaldsgrunnin

§ 2:
Umsókn um endurgjald kann skrivliga verða send grunninum av teimum, sum meta, at tey vegna kreppuna mistu virði – í hesum førinum sethús - men tó sita eftir við skuld av hesum.

§ 3:
Stk. 1 og 2. Treyt fyri endurgjaldi úr grunninum er, at umsøkjarin hevur fulla skattskyldu í Føroyum, og at hann eftir áheitan letur nevndini øll tey skjøl, ið nevndin metir eru neyðug fyri at kunna viðgera umsóknina.

§ 4:
Nevndin viðger út frá skjølum umsøkjarans umsóknina og tekur støðu til upphæddina, ið endurgjaldast skal.

§ 5:
Stk. 1 og 2. Nevndin verður mannað av trimum limum, hesir skulu hava hollan fíggjarligan kunnleika og mugu á ongan hátt kunna illteinkjast fyri at vera ógegnigir.
Stk. 3. Til dagliga skrivstovuhaldið fær nevndin heimild at gera samstarvsavtalu við Húsalánsgrunnin.

§ 6:
Stk. 1 og 2. Grunnurin er álagdur somu skyldur og er undir sama eftirliti sum aðrir almennir grunnar.

§ 7:
Tá virksemi grunsins verður mett lokið, ger nevndin tilmæli til landsstýrismannin um at taka av grunnin.

1. viðgerð 14. mars 2001. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 4. apríl 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Miðflokkurin hevur lagt málið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 14. mars 2001 er málið beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 21. og 28. mars 2001 og hevur undir viðgerðini havt fund við Sámal Petur á Grund, landsstýrismann, Húsalánsgrunnin og Føroya Sparikassa. Eisini hevur nevndin fingið eina skrivliga frágreiðing frá Føroya Banka. Frágreiðingin frá Føroya Banka verður løgd við álitinum sum fylgiskjal.

Eftir at hava viðgjørt málið, har eisini spurningar um neyva dagfesting, avmarkingar, aðrar umsitingarmøguleikar og møguleikar fyri persónligari sanering vóru umrøddir, er nevndin komin til ta niðurstøðu, at tað er ógjørligt at gera eina skipan, har allir sethúsaeigarar, sum komu í fíggjarligar trupulleikar undir kreppuni, koma at fáa eins og rættvísa viðgerð. Ein samd nevnd mælir tí Løgtinginum frá at samtykkja uppskot Miðfloksins.

+ skjal.

2. viðgerð 6. apríl 2001. §§ 1-9 fullu. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.