Framleiðslu- og innflutningsavgjald

 

69  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð
I. Orðaskifti við 3. viðgerð
J. Álit II
K. Framh. 3. viðgerð
L. Orðaskifti við framh. 3. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Henrik Old, løgtingsmaður, fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi

§ 1

Í løgtingslóg nr. 111 frá 13. juni 1997 um avgjald av framleiðslu og innflutningi verður í frumskjali 1, Kap. 27: 2710.00.22, Motorbensin, við blýinnihaldi ikki yvir 0,013 g. pr. ltr. "3,05" broytt til "2,30".

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1.7.2001. 

Viðmerkingar:
Ætlanin við hesum uppskoti er at lækka avgjaldið á bensini. Prísurin frá bensinsølunum er í dag kr. 8,78 fyri vanligt bensin, kr. 8,65 fyri blýfrítt og kr. 4,99 fyri diesel.

Í uppskotinum verður avgjaldið lækkað við 75 oyrum. Tá mvg av 75 oyrum er roknað við, verður príslækkingin av bensini knappliga1 króna (94 oyru).

Sum gongdin hevur verið seinastu árini, so økist sølan av dieselbilum sera nógv í mun til bensinbilarnar – sí niðanfyri talvu, sum bara fevnir um vanligar persónbilar  

 

Tal av skrásettum privatum persónbilum um árið síðan 1980
útgreinað eftir brennievni(Bensin/Diesel)
Bileftirlit Føroya, tann 10/10-2000


ÁR

BENSIN
(tal)

BENSIN
(%)

DIESEL
(tal)

DIESEL
(%)

ÍALT
(100 %)

1980

1030

99,32

7

0,68

1037

1981

885

98,12

17

1,88

902

1982

1146

98,54

17

1,46

1163

1983

1542

97,90

33

2,10

1575

1984

1743

96,35

66

3,65

1809

1985

1442

94,74

80

5,26

1522

1986

1904

93,75

127

6,25

2031

1987

2148

93,23

156

6,77

2304

1988

1507

93,31

108

6,69

1615

1989

1064

92,44

87

7,56

1151

1990

402

85,90

66

14,10

468

1991

441

82,12

96

17,88

537

1992

438

78,64

119

21,36

557

1993

114

69,09

51

30,91

165

1994

106

58,24

76

41,76

182

1995

710

72,15

274

27,85

984

1996

927

72,25

356

27,75

1283

1997

802

67,00

395

33,00

1197

1998

810

61,69

503

38,31

1313

1999

1028

64,21

573

35,79

1601

2000

674

64,62

369

35,38

1043

 

Býti millum bensin og diesel fyri allar tilmeldaðar privatar persónbilar, tann 10/10-2000:

BENSIN
(tal)

BENSIN
(%)

DIESEL
(tal)

DIESEL
(%)

ÍALT
(100 %)

11040

76,99

3300

23,01

14340

Sum øllum kunnugt er hægri árligt vektgjald á flestu støddum av dieselbilum í mun til bensinbilar.

Í dag er vektgjaldið pr. ár á vanligastu bilstøddunum ávikavist:

Vekt
kg.

bensinbilar
kr.

dieselbilar
kr.

Upp til 600

1.060

1.060

601 til 800

1.330

1.760

801 til 1100

1.590

2.120

1101 til 1300

1.970

2.690

Kostnaðurin av uppskotinum:

Í sambandi við inntøkuframskrivingina á fíggjarlógaruppskotinum 2001 verður mett, at innflutningurin av blýfríum bensini verður 14.300.000 litrar í 2001. Hetta gevur eina inntøku til landskassan upp á (14.300.000 x 3,05) = 43.615.000 kr. í 2001.

Verður avgjaldið broytt til 2,30 kr. liturin frá 1. juli 2001 at rokna, verður inntøkan í 2001 broytt soleiðis: ((14.300.000/12 x 6 x 3,05) + (14.300.000/12 x 6 x 2,30)) = 38.252.497 kr.

Í mun til framskrivingina á fíggjarlógaruppskotinum í 2001 kemur ein broyting av avgjaldinum úr 3,05 kr. niður í 2,30 kr. frá 1. juli 2001 at síggja soleiðis út:


Ár


Avgjald 3,05

Avgjald broytt til 2,30
frá 1. juli 2001


Munur

2001:

43.615.000 kr.

38.252.497 kr.

5.362.503 kr.

1. viðgerð 6. mars 2001. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 28. mars 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Henrik Old, løgtingsmaður, hevur lagt málið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 6. mars 2001 er málið beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 14. og 21. mars 2001 og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya.

Landsstýrismaðurin hevur upplýst nevndini, at í sambandi við inntøkuframskrivingina á fíggjarlógaruppskotinum 2001, verður mett, at innflutningurin av blýfríum bensini verður 14.300.000 litrar í 2001. Hetta gevur eina inntøku til landskassan upp á (14.300.000 x 3,05) = 43.615.000 kr. í 2001. Tað verður goldið vanligt brennioljuavgjald upp á 80 oyru fyri liturin av dieselolju til bilar. Inntøkur landskassans frá brennioljuavgjaldinum verða ikki nærri útgreinaðar, tí finst heldur einki yvirlit yvir inntøkur landskassans frá dieselolju til bilar.

Í uppskotinum er yvirlit yvir talið av skrásettum privatum persónbilum um árið síðan 1980, sum Bileftirlit Føroya hevur gjørt upp tann 10. oktober 2000, útgreinað eftir brennievni (Bensin/Diesel). Eftir áheitan frá fíggjarnevndini hevur Bileftirlit Føroya gjørt yvirlit yvir talið á skrásettum vøruvognum síðani 1980, útgreinað eftir brennievni (Bensin/Diesel). Pr. 13. mars 2001 vóru tilsamans 2.693 vøruvognar skrásettir í Føroyum, av teimum eru 2.370 dieselvognar og 323 bensinvognar. Yvirlitið yvir skrásettar vøruvognar verður lagt við álitinum sum fylgiskjal.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Kári P. Højgaard) ásannar, at munurin á prísinum fyri bensin og dieselolju til bilar er rættiliga stórur, men vísir á, at landsstýrismaðurin hevur upplýst, at hann heldur, at tað er rætt, at fyrisitingin kannar spurningin gjøllari. Meirilutin tekur tí ikki undir við uppskotinum frá Henrik Old og setir einki uppskot fram.

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen, Alfred Olsen og Henrik Old) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið frá Henrik Old.

2. viðgerð 30. mars 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 13-1-12. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 6. apríl 2001. Uppskot frá Jógvan Durhuus, løgtingsmanni, um at beina uppskotið aftur í nevnd samtykt 16-3-13. Málið beint aftur í fíggjarnevndina, sum tann 26. apríl 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t II

Málið varð við 3. viðgerð tann 6. apríl 2001 við 16-3-13 atkvøðum beint aftur í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 11. og 23. apríl 2001 og hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Lisbeth L. Petersen, Alfred Olsen og Henrik Old) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið frá Henrik Old.

Minnilutin (Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Kári P. Højgaard) vísir á viðmerkingarnar í áliti I. Minnilutin hevur staðfest, at meirilutin í álitinum frá 26. mars 2001 er tøvdnaður til ein minniluta, tá formaðurin í fíggjarnevndini í hesum málinum er farin yvir til minnilutan, sum nú er vorðin meiriluti, ið tekur undir við uppskotinum frá Henrik Old, løgtingsmanni.

Undir viðgerðini av hesum máli (tó ikki í viðmerkingunum til lógaruppskotið) hevur verið víst til samgonguskjalið, hvar hesin setningur er skrivaður undir umhvørvismálum: "Brennievni, sum hava minsta skaðiliga árinið á umhvørvið, fáa framíhjárætt við lægri avgjaldi.".

Minnilutin stendur framvegis við ásannanina, sum meirilutin framførir í áliti I. Harafturat metir minnilutin, at um avgjøldini skulu broytast, so skal tað eisini verða við atliti til umhvørvispolitikkin, sum víst verður til í samgonguskjalinum, og hevur landsstýrismaðurin í umhvørvismálum upplýst, at hetta uppskot fremur ikki setningin í samgonguskjalum. Støða eigur at verða tikin til, um vit frá politiskari síðu skulu eggja fólki til at velja bensinbilar fram um dieselbilar.

Sambært uppskotinum frá Henrik Old, løgtingsmanni, verður bensin nakað bíligari, men tað fer framvegis at loysa seg betur at keypa dieselbilar.

Hetta uppskot fer tí ikki at broyta samansetingina av bilparkini stórvegis. Landsstýrismenninir í fíggjar- og umhvørvismálum hava boðað frá, at tá broytingar verða gjørdar í avgjøldunum á bensini og olju, so verða í størst møguligan mun atlit tikin til umhvørvispolitikkin.

Í hesum sambandinum skulu onnur avgjøld og skattir takast við, t.d. skrásetingargjald og vegskattur. Tað skal eisini takast við, at tey í grannalondunum eru byrjað at leggja lægri avgjald á umhvørvisvinarligar bilar. Alt hetta verður kannað, og ætlanin er at koma við uppskoti eftir ólavsøku, har atlit verður tikið til hesi viðurskifti. Minnilutin tekur tí ikki undir við uppskotinum frá Henrik Old og setir einki uppskot fram.

Framhaldandi 3. viðgerð 27. apríl 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-0-9. Málið avgreitt.

Ll.nr. 75 frá 08.05.2001