Privatisering almenn partafeløg

 

70  Uppskot til  samtyktar um privatisering av almennum partafeløgum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Edmund Joensen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja løgtingslógaruppskot fyri tingið um privatisering av almennum partafeløgum.

Viðmerkingar:

Sambandsflokkurin mælir til, at farið verður undir eina varisliga privatisering av almennum partafeløgum beinanvegin.

Feløgini, talan fyrst og fremst er um, eru:
P/F Føroya Tele. P/F Føroya Banki.
Onnur feløg kunnu eisini koma við í ætlanina.

Sambandsflokkurin hevur alla tíðina hildið, at so skjótt sum ringasta figgjarkreppan var av, átti at verið farið undir eina normalisering av eigaraviðurskiftunum í Føroya Banka. Somuleiðis var ætlanin við at gera stovnar til partafeløg bara fyrsta stigið á leiðini, áðrenn farið varð undir at privatisera.

Tað kemur eisini til sjóndar í avtalunum, sum vórðu gjørdar ímillum donsku stjórnina og Føroya landsstýri, hvørjar ætlanirnar vóru við Føroya Banka. Nevndin í Fíggingargrunninum kom eisini, saman við leiðsluni í bankanum, við beinleiðis uppskoti um, hvussu hetta kundi gerast.

Sambandsflokkurin mælir til, at farið verður undir eina varisliga sølu av partabrøvum til privatar. Byrjað verður við at selja t.d. eini 10 – 15% fyrsta árið, fyri síðani at halda fram ár um ár.

Dentur eigur at verða lagdur á, at sølan fer fram í millum føroyingar.

Fyri at náa út til ein breiðan keyparaskara beinanvegin, eigur at verða kannað, um teir 6000 – 7000 núverandi privatu partaeigararnir í Føroya Banka og fyrrverandi eigarar í Sjóvinnubankanum og Føroya Banka, sum fingu teirra partabrøv niðurskrivað, ikki eiga at fáa ein fyrimun í sambandi við keyp av nýggjum partabrøvum.

Tað er ómetaliga týdningarmikið, at Føroya Banka verða skaptar bestu umstøður til at gerast ein av „krumtappunum" í føroyska fíggjarheiminum og samfelagnum. Við einum vaksandi privatum eigaraskara fer hann eisini at hava frísku menniskjasálina sum drívmegi. Vandin er stórur fyri at bankin í verandi støðu ikki fær virkað, sum ein fríur banki eigur at gera, m.a. tí at nevndarlimirnir eru politiskt valdir.

Í sambandi við, at Føroya Tele og partur av Tryggingarsambandi Føroya í seinastu samgongu vórðu gjørd til partafeløg, var ætlanin at koma føroyska samfelagnum burtur úr tí monopolstøðu, sum feløgini høvdu. Hetta var fyri okkum í Sambandsflokkinum bara fyrsta stigið. Tann ætlanin er framd, og borgarin hevur longu merkt týðiliga broyting til tað betra, bæði í prísum og í betri tænastu.

Næsta stigið er sjálvsagt at fara undir eina varisliga privatisering av hesum fyritøkum. Við hesum verður tryggjað, at menningin av fyritøkunum heldur fram, so borgarin framhaldandi fær eina betri og bíligari tænastu.

Tá ið Sambandsflokkurin mælir til at fara varisliga fram, so verður her hugsað um, at sera umráðandi er at fáa rætta virðið fyri ognirnar hjá tí almenna. Eisini vil flokkurin við hesum tryggja, at sølan fer fram í millum føroyingar.

1. viðgerð 15. mars 2001. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 22. mars 2001 legði fram soljóðandi

Álit

Sambandsflokkurin hevur lagt málið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 15. mars 2001 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 19. og 22. mars 2001 og hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin í nevndini (Heini O. Heinesen, Henrik Old, Dan R. Petersen og Kári P. Højgaard) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Annar minnilutin (Jákup Suni Joensen og Jógvan á Lakjuni) tekur í prinsippinum undir við, at farið verður undir at privatisera almenn partafeløg, men vísir á, at landsstýrið hevur sett nevnd at virðismeta stovnar og partafeløg, sum landið eigur. Henda nevndin skal gera uppskot um, hvørjar av hesum ognum landið eigur at selja, nær tað eigur at verða gjørt og í hvørjari raðfylgju. Minnilutin heldur, at rætt er at bíða, til henda nevndin kemur við sínum tilmæli, og mælir tí frá at samtykkja uppskotið.

Hin minnilutin (Alfred Olsen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 27. mars 2001. Uppskot til samtyktar fall 6-0-22. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.