Landsverkfrøðingurin og Strandfaraskip Landsins

 

71  Uppskot til  samtyktar um bygnaðarbroytingar/útlisiteringar á Landsverkfrøðingsstovninum og Strandfaraskipum Landsins

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Edmund Joensen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

 

Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um bygnaðarbroytingar og privatiseringar/útlisiteringar á Landsverkfrøðingsstovninum og Strandfaraskipum Landsins soleiðis, at 

  1. undir Vinnumálastýrinum verður skipað deild, sum skal taka sær av øllum virkseminum, sum nú er hjá Landsverkfrøðingsstovninum og hjá Strandfaraskipum Landsins.
  2. so nógv sum gjørligt av tí virkseminum, sum nú hoyrir undir hesar stovnar, verður privatiserað og útlisiterað til privat at røkja. Uppgávurnar hjá nýggju deildini skulu í høvuðsheitum vera ráðgeving, útbjóðingar og at vera eftirlitsstovnur fyri Føroya Landsstýri.

Viðmerkingar:

Í hesum uppskotinum verður lagt upp til eina heildarloysn, sum fevnir um báðar stovnarnar, umframt at tað ger bygnaðarbroytingar í landsstýrinum. Hetta uppskotið verður nú lagt fram av nýggjum, av tí at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lagt eitt uppskot fram, sum einans fevnir um Strandfaraskip Landsins.

Alla tíðina eigur at verða strembað eftir at reka samfelagið so bíliga og so effektivt sum gjørligt. Hetta, fyri at tey, sum nýta tænasturnar, og skattgjaldarin skulu fáa eina so góða tænastu sum møguligt fyri lægst møguligan kostnað.

Higartil hevur Landsverkfrøðingurin í høvuðsheitum staðið fyri øllum almennum infraskipanaruppgávum her á landi. Nevnast kunnu vegir, tunlar, havnir, tyrlupallar, ferjulegur og mangar aðrar uppgávur, bæði fyri kommunur og landsstýrið.

Strandfaraskip Landsins hava staðið fyri sjóvegis flutninginum í millum oyggjarnar og hava gjørt royndir við uttanlandasigling. Harumframt rekur stovnurin eisini farmaflutning við lastbilum og treylarum, ferðafólkaflutning við bussum, bilverkstað og annað. Eisini hevur stovnurin fyrr havt tyrluflúgvingina um hendur.

Politiskt hevur verandi skipan verið trupul at umsitið og hevur mangan givið bæði landsstýrismonnum og løgtingsmonnum grá hár í høvdið. Skipanin hevur eisini onkuntíð verið beinleiðis orsøkin til samgonguslit.

Flestu munnu ásanna, at skipanin hevur fingið loyvi at vaksa á ein hátt, sum ikki gevur borgarunum bestu og bíligastu tænastuna.

Tí verður skotið upp, at landsstýrismaðurin í vinnumálum setir eina skjóttarbeiðandi nevnd at koma við einum fullfíggjaðum uppskoti um, hvussu hetta best kann gerast, so endamálið við eini bygnaðarbroyting, privatiseringar-/útlisiteringarætlan av nevndu stovnum samlað kann verða rokkið.

Tænastan, sum kemur at avloysa ta verandi, skal hava sum mál at útvega borgarunum eina betri og ódýrari tænastu.

1. viðgerð tann 28. mars 2001. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 2. mai 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Sambandsflokkurin hevur lagt málið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 28. mars 2001 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 10. og 19. apríl og tann 1. mai 2001.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í 4 minnilutar.

Ein minnilutin (Jógvan á Lakjuni, Jákup Suni Joensen og Kári P. Højgaard) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Hesin minnilutin vísir til sínar viðmerkingar í samsvarandi løgtingsmáli í fjør nr. 96/1999.

Ein annar minniluti (Henrik Old og Dan R. Petersen) tekur heldur ikki undir við málinum og mælir eisini Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Hesin minnilutin ger vart við, at teir ikki eru í ivi um, at neyuðugt er at hava ein umsitingarstovn, sum hevur tamarhald á teimum teknisku útbyggingunum, sum skulu fara fram í føroyska samfelagnum.

Tíverri hevur landsstýrissamgongan av Tjóðveldisflokkinum, Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum gjørt so grundleggjandi álop á Landsverksfrøðingsstovnin, at hesin fær trupult við at fóta sær aftur.

Minnilutans støða er greið, tá talan er um at hava ein eftirlitsstovn og ein tekniskan hjálparstovn, sum bæði landsstýrið og føroysku kommunurnar (serliga kommunurnar við lítlari umsiting) kunnu venda sær til, tá størri broytingar skulu gerast bæði á veganet og havnaútbyggingar. Tí er minnilutans støða, at heldur enn at bróta niður, sum hendan samgongan hevur gjørt, so heldur at hjúkla um stovnin sum eftirlits- og tekniskan hjálparstovn.

Uppskot Sambandsfloksins, sum stílar eftir at samanleggja Landsverkfrøðingsstovnin og Strandferðsluna, tekur hesin minnilutin ikki undir við.

Ein triði minniluti (Heini O. Heinesen) førir fram:

Tað, sum uppskot Sambandsfloksins leggur upp til, er at taka av Landsverkfrøðingsstovnin sum stovn og leggja ein nýggjan stovn (deild) undir Vinnumálastýrið. Hesin skal taka sær av tí sama, sum Landsverkfrøðingurin ger í dag. Hetta er so teirra privatisering. Men hetta hevur í veruleikanum einki sum helst við privatisering at gera. Tað, at vit hava ein stovn, sum kennir tað føroyska samfelagið út og inn, tá ið talan er um útbygging av veganeti, tunnils- og havnagerð, er í veruleikanum ein stórur fongur, sum hevur tikið 50 ár at byggja upp. Stovnurin kennir hvørja lending og hvønn vegastubba í hvørji bygd í landinum soleiðis, at um bygdaráðini hava nakað at tosa við landsmyndugleikarnar um, kunnu teir altíð venda sær til Landsverkfrøðingin og fáa ta ráðgeving, sum er neyðug. Tað sama er galdandi, um landsstýrismaðurin vil hava innlit í tey mál, sum hann skal taka avgerð í, tá kann hann altíð venda sær til Landsverkfrøðingin, sum kennir málið innanífrá.

Hetta er tað, sum Sambandsflokkurin við hesum uppskoti vil bróta niður.

Tað fer at taka nógv ár at byggja upp ein nýggjan stovn (deild), sum hevur somu vitan (ekspertisu), sum Landsverkfrøðingsstovnurin hevur í dag.

Seinastu árini hava fleiri sniðálop verið gjørd á stovnin av politikarum, sum ikki vita, hvat teir tosa um. Sambandsflokkurin tosar um at útlisitera almenn arbeiði. Tað er í sjálvum sær einki nýtt í hesum. Skal hetta kunna lata seg gera, hava vit nettup brúk fyri einum slíkum stovni.

Landsverkfrøðingurin hevur útlisiterað eitt stórt tal av arbeiðum gjøgnum árini, bæði fyri kommunur og landsumsitingina. Stovnurin hevur eisini staðið fyri tunnilsboringum, sum eru væl kappingarførar við tær útlendsku monopolfyritøkurnar, sum hava verið í Føroyum.

Strandfaraskip Landsins hevur virkað í meira enn 30 ár og hevur sjálvandi alla ta vitan, sum er neyðug til at stýra samferðsluni í Føroyum.

Strandferðslan hevur eitt samanhangandi net, sum virkar út í hvønn krók í landinum á sama hátt, sum t.d. telefonnetið og SEV-netið. Hetta net eigur ikki at slítast sundur. Men skulu tænastur á hesum neti bjóðast út (útlisiterast) til privatar at røkja, er tað sjálvandi Strandferðslan, sum skal skipa fyri hesum. Hetta hevur verið galdandi í nógv ár, eitt nú koyringin hjá Bygdaleiðum.

Tað, sum hetta uppskotið leggur upp til, er at seta øll tey, sum hava umsitið hesar stovnar, í eitt sera ringt ljós. Landsverkfrøðingurin hevur virkað í okkara samfelag í meira enn 50 ár og Strandfaraskip Landsins í meira enn 30 ár.

Uppskotið er í 2 punktum, sum eru soljóðandi:

Tað er ein stórur spurningur, um uppskot Sambandsfloksins ikki er í stríð við stýrisskipanarlógina. Tí uppskotið leggur upp til, at Løgtingið skal heita á landsstýrið um at sleppa at lóggeva um ein stóran part av landsumstingini.

Hvussu kundi so Sambandflokkurin og hansara samgonga gera so grundleggjandi peningakrevjandi broytingar í landsumsitingini, sum tað at stovnmseta aðalstýrini, uttan at hetta varð lagt fyri Løgtingið? Minnist meg rætt, so var tann fyrsta peningajáttanin til hetta arbeiðið veitt við einum fíggjarnevndarskjali.

Tá sagt verður, at uppskotið vil føra sparingar við sær, so er hetta beinleiðis í stríð við veruleikan.

Í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt:

"Politiskt hevur verandi skipan verið trupul at umsita og hevur mangan givið landsstýrismonnum og løgtingsmonnum grá hár í høvdið."

Tað, sum hevur skapt hesar trupulleikar, eru tær bygnaðarbroytingar, sum Sambandsflokkurin stóð á odda fyri at seta í verk í undanfarna valskeiði. Hesar hava kostað væl oman fyri 150 mió.kr. higartil, um vit taka flytingar og annað við.

Skulu almennar tænastur útlisiterast, er tað umráðandi, at tað eru fyritøkur í landinum, sum eru førar fyri at bjóða upp á tey arbeiðir, sum talan kann verða um. Tað er ikki nokk, at tað eru ein og tvær fyritøkur, sum bjóða. Tað skulu helst vera fleiri. Annars endar tað við, sum so ofta fyrr, at vit fáa nøkur privat/almenn monopol. Helst verða hesi útlendsk. Hetta er so væl kent í Føroyum, serliga í sambandi við stórarbeiðir.

Ein fjórði minniluti (Alfred Olsen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 4. mai 2001. Uppskot til samtyktar fall 4-2-22. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.