Landsstýrismannalønir

 

72  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Tikið aftur

Ár 2001, 3. mars, legði Alfred Olsen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m. 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 10 frá 8. januar 1993 um samsýning og eftirløn landsstýrismanna við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar:

1. § 2, stk. 1, verður orðað soleiðis:

"Stk. 1. Tá løgmaður ella landsstýrismaður fer frá, fær hann landsstýrismannasamsýning eftir hesi reglu:

0-1 ár 3 mánaðir
yvir 1 ár 6 mánaðir

Tekur fyrrverandi landsstýrismaður sæti á tingi í omanfyrinevnda tíðarskeiði, verður samsýningin tó minkað við samsýningini eftir § 1, stk. 1, í løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna.

 

§ 2

Lógin kemur í gildi 1. mai 2001.

Viðmerkingar:

Í hesum valskeiðinum hava vit fleiri ferðir upplivað, at útskiftingar hava verið av landsstýris-monnum. Onkrir av hesum landsstýrismonnum eru farnir beinleiðis úr landsstýrinum og í Løgtingið.

Hetta hevur havt við sær, at teir í fleiri mánaðir hava fingið bæði løgtings- og landsstýrismannaløn. Eisini hevur verið neyðugt at játta pening á eykafíggjarlógum fyri at gjalda hesar dupultlønir.

Tað kann ikki vera rætt, at føroyski skattaborgarin skal gjalda sama persóni fulla løgtings- og landsstýrismannaløn. Í hesum valskeiðnum er hetta hent tríggjar ferðir.

Tí verður skotið upp, at landsstýrismenn, sum fara úr landsstýrinum og beinleiðis í Løgtingið, bert fáa ta einu lønina.

Málið verður tí við hesum lagt fyri Løgtingið í vón um, at tað fær eina góða og sakliga viðgerð, og at tað vinnur frama á tingi.

1. viðgerð 6. mars 2001. Tingmálini 72 og 91 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í fíggjarnevndina.

Á tingfundi 18. apríl 2001 boðaði formaðurin frá, at Alfred Olsen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin, í skrivi, dagfest 18. apríl 2001, sigur frá, at uppskotið verður tikið aftur.