Fólkanøvn

 

73  Uppskot til  samtyktar um broytingar í løgtingslógini um fólkanøvn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Lisbeth L. Petersen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi

Uppskot

Til

samtyktar 

Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja løgtingslógaruppskot fyri tingið um broytingar í løgtingslógini um fólkanøvn.

Viðmerkingar:

Síðani verandi navnalóggáva kom í gildi í 1992, eru nógvir føroyingar komnir í eina tvístøðu av henni, av tí at lógin er sera stirvin.

Dømi eru um, at fólk hava verið uttanlanda fyri at fáa børnini doypt, og eisini hevur lógin havt við sær, at í fleiri førum hevur ikki verið møguligt hjá foreldrum at nýta nøvn, sum hava verið vanlig í familjuni í fleiri ættarlið.

Navnanevndin, sum sambært lógini skal góðkenna nøvn, ið ikki standa á navnalistanum, hevur ikki altíð virkað, og hetta hevur gjørt lógina uppaftur stirvnari.

Løgmaður segði á ólavsøku, at landsstýrið arbeiddi við at endurskoða navnalógina, og at hetta arbeiðið var komið somikið væl áleiðis, at uppskot til broytingar í lógini kundu leggjast fyri tingið á heysti ár 2000. Grundgevingar landsstýrisins eru millum aðrar, at reglurnar um fornøvn verða broyttar soleiðis, at eisini onnur fyrilit enn bert tey málfrøðiligu skulu havast í huga, tá avgerð um góðkenning av nøvnum verður tikin.

Uppskotið frá landsstýrinum er tó framvegis ikki komið, og tí verður hetta uppskotið lagt fram.

1. viðgerð 7. mars 2001. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 4. apríl 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Lisbeth L. Petersen, løgtingsmaður hevur vegna Sambandsflokkin lagt uppskotið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 7. mars 2001 er tað beint rættarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 15. og 29. mars 2001 og 2. apríl 2001 og hevur undir viðgerðini spurt landsstýrismannin um, hvørji stig landsstýrismaðurin hevur tikið at endurskoða navnalóggávuna, hvussu langt er komið í hesum arbeiði, og nær roknast kann við, at løgtingslógaruppskot hesum viðvíkjandi verður lagt fyri tingið.  

Landsstýrismaðurin hevur svarað rættarnevndini, at

"nevndin, ið sett varð at endurskoða løgtingslóg nr. 142 frá 8. oktober 1992 um fólkanøvn, fekk til uppgávu at endurskoða lógina tekniskt og málsliga soleiðis, at tær royndir, ið gjørdar eru, síðani lógin varð sett í gildi í 1992, verða grundarlag fyri uppskoti til tær broytingar, ið vera hildnar at vera neyðugar.

Fundir hava verið í nevndini í tíðarskeiðnum millum 24. mars 2000 og 25. august 2000, men av ymiskum orsøkum hevur nevndararbeiðið ligið stilt frá september 2000 til fyrst í februar 2001.

Nevndin hevur havt nakrar fundir síðani 16. februar, og arbeiðið er nú so mikið ávegis, at úrslitið eftir ætlan verður latið landsstýrismanninum 6. apríl 2001.

Uppskotið til broytingar í navnalógini verður lagt fyri tingið skjótast gjørligt í ólavsøku-tingsetuni."

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin ( Helena Dam á Neystabø, Signar á Brúnni, Annita á Fríðriksmørk, Eyðun Viderø og Rúna Sivertsen) er samdur við uppskotsstillaran um, at navnalóggávan eigur at dagførast. Vísandi til, at landsstýrismaðurin skrivliga hevur boðað rættarnevndini frá, at málið verður lagt fyri tingið í ólavsøkutingsetuni, setir meirilutin einki uppskot fram. 

Minnilutin ( Lisbeth L. Petersen og Hans Pauli Strøm) mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 6. apríl 2001. Uppskot til samtyktar samtykt 14-0-13. Málið avgreitt.