Skrásetingargjald motorakfør

 

75  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Heðin Mortensen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 175 frá 18.12.1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 11 frá 09.02.2001, verður § 12 strikað.

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 2002.

Viðmerkingar

Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m verður ásett støddin á avgjøldum v.m. fyri ymisk sløg av akførum.

Sambært § 12 í somu lóg er avgjaldið fyri kampingvognar 45% av avgjaldskylduga virðinum, meðan tað sambært §§ 13 og 14 einki avgjald er á ávikavist viðfestivognum við sløkkiútgerð og øðrum viðfestivognum.

Fyri tey sum dáma væl kampinglívið og henda hátt at ferðast uppá, hevur hetta ta avleiðing, at tey ikki fáa teirra kampingvognar skrásettar í Føroyum, men noyðast at hava teir standandi uttanlanda, av tí at avgjaldið er so stórt. Hetta førir so eisini við sær, at tey tíverri ikki hava møguleika fyri at uppliva okkara egna land við kampingvogni, nú ætlanir eru frammi um at gera nýggj kampingpláss í Føroyum. Hetta kundi annars verið við til at ment ferðavinnuna.

Heitt verður tí á landsstýrið um at fáa broytt omanfyri nevndu lóg soleiðis, at avgjaldið í § 12 verður strikað. Viðmerkjast kann, at í t.d. Danmark verður einki avgjald kravt fyri kampingvognar.

1. viðgerð 20. mars 2001. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 22. mars 2001 legði fram soljóðandi

Álit

Sambandsflokkurin hevur lagt málið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 20. mars 2001 er málið beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 21. mars 2001 og hevur undir viðgerðini havt fund við Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya við samtykki landsstýrismansins.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Kári P. Højgaard) vísir á, at Fíggjarmálastýrið hevur upplýst nevndini, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum arbeiðir við málinum um skrásetingargjald á kampingvognum, og setir tí einki uppskot fram.

Minnilutin (Henrik Old, Lisbeth L. Petersen og Alfred Olsen) tekur undir við málinum. Minnilutin vísir á, at Fíggjarmálastýrið í nevndini hevur víst á orðingarnar í greinunum 13 og 14 í løgtingslógini um skrásetingargjald á motorakførum v.m., ið viðvíkja viðfestivognum. Minnilutin er av teirri áskoðan, at lógarteksturin viðvíkjandi kampingvognum skal vera samsvarandi. Í uppskotinum verður skotið upp, at lógin skal verða galdandi frá 1. januar 2002. Minnilutin vísir á, at upplýst er fyri nevndini, at landskassin í løtuni ongar inntøkur fær av skrásetingum á kampingvognum, og mælir minnilutin tí til, at lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Broytingaruppskot verður sett fram samsvarandi hesum. Minnilutin mælir til at samtykkja uppskot Sambandsfloksins við nevndu broytingum og setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. § 1 verður soljóðandi: "§ 1. Í løgtingslóg nr. 175 frá 18.12.1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 11 frá 09.02.2001, verður § 12 soljóðandi: "Einki avgjald á kampingvognum.""
  2. Í § 2 verða orðini ", og er galdandi frá 1. januar 2002" strikað.

2. viðgerð 27. mars 2001. Broytingaruppskot frá minnilutanum í fíggjarnevndini, Lisbeth L. Petersen, Alfred Olsen og Henrik Old til §§ 1 og 2 fall 12-0-15. §§ 1 og 2 fullu 13-0-15. Málið avgreitt.