Doping

 

76  Uppskot til  samtyktar um doping

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Heðin Mortensen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar


Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja løgtingslógaruppskot ella ríkislógartilmæli fyri tingið soleiðis, at doping verður lógásett á sama hátt sum í londunum kring okkum.


Almennar viðmerkingar:

Í sambandi við at øll hini norðanlondini hava eina dopinglóg, so hava fleiri av ítróttasambondunum í norðurlondunum spurt, hví bara apotekaralógin er galdandi í Føroyum.

Hetta er ikki nøktandi longur hjá hinum norðurlondunum og tí heldur ikki í Føroyum. Eisini havandi í huga, at øll hini londini hava gjørt eina dopinglóg, so er hetta sjálvandi eisini neyðugt hjá okkum í Føroyum.

Vísandi til, at Ítróttasamband Føroya hevur sent skriv til Almanna- og Heilsumálastýrið
hesum viðvíkjandi, men enn er einki hent.

Eisini hevur undirritaði havt fyrispurning í Løgtinginum til táverandi landsstýrismann í heilsumálum, Helunu Dam á Neystabø, um hetta mál, og svaraði hon, at uppskot fór at verða lagt fyri tingið í tingsetuni 1999-2000.

Tá einki er hent, hesum viðvíkjandi, hóast Almanna- og Heilsumálastýrið, í skrivi til ÍSF dagfest 17. februar 2000, hevur  boðað frá, at ein lóg um forboð í móti doping eigur at verða sett í gildið í Føroyum, vil undirritaði enn einaferða reisa málið.

Nevnast skal, at av tí, at øll fólk í Føroyum koma undir eina tíllíka lóg, verður lógin eisini fyribyrgjandi.

Eisini skal nevnast, at stórt fokus er á doping í løtuni, og neyðugt er, at Føroyar eisini fylgja við á hesum økinum og ikki gerast eftirbátar soleiðis, at Føroyar ikki verða einasta landið í Europa, sum ikki hevur eina dopinglóg.

Til kunnleika kann nevnast, at ÍSF søkir um altjóða limaskapir, m.a. í Altjóða Olympisku Nevndini, og her er tað ein trupuleiki, at vit ikki hava líknandi lógir, sum hini londini hava. Eisini eru áheitanir komnar frá øðrum londum at gerast limir í altjóða dopingsamarbeiðum. Men hetta kunnu vit í Føroyum ikki, m.a. tí at eingin dopinglóg er í Føroyum.

1. viðgerð 9. mars 2001. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 4. apríl 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Heðin Mortensen, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram hin 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð hin 9. mars 2001 er málið beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt uppskotið á fundum 20. mars og 3. apríl 2001.

Skrivari nevndarinnar hevur gjørt stutt løgfrøðiligt upprit um rættarstandin á dopingøkinum í Føroyum og í hinum norðurlondunum. Niðurstøðan í uppritinum er, at á dopingøkinum eru í dag so dánt eins reglur galdandi í Føroyum og í Danmark og hinum norðurlondunum. Tann munur er tó, at í Danmark er heimild at revsa við fongsli upp í 2 ár, í Føroyum er bara heimild at geva bót. Harumframt verður man í Føroyum bara revsaður, um man hevur dopingheilivág á goymslu. Í Danmark hendir hetta, um man "besidder" dopingevni. Í orðinum goymsla liggur helst, at ein ávís mongd er, sum skal distribuerast, hevur man evnið í "besiddelse" ella á føroyskum " hevur í hendi", kann man revsast fyri bara at hava eina nøgd uppi á sær, hvussu lítil hon so er. Hinvegin, verður dopingarevnið funnið uppi á persóni í Føroyum, so er lítið at ivast í, at viðkomandi fær ilt við at greiða frá, hvussu hann lógliga hevur fingið evnið í hendi.

Uppskotið snýr seg bara um at herða revsirættarligu átøkini í móti doping. Hetta kann so verða gjørt við, at revsingarheimildin verður herd til fongsul í upp til 2 ár, og tað yvirhøvur verður ikki loyvt at hava evnini í hendi, er hetta ikki neyðugt í sjúkuviðgerðarendamáli.

Nevndin er av teirri áskoðan, at týdningarmiklasti tátturin í at ansa eftir, at dopingarevnini ikki verða nýtt í ítróttarhøpi til stimbran, er, at ÍSF hevur innanhýsis reglur, galdandi fyri limafeløgini, sum neyvt regulera, hvørji evni ikki eru loyvd í ítróttarkappingum, hvussu eftirkannað verður, at ítróttarfólk ikki nýta slík evni, og hvørjar felagsligar avleiðingar nýtsla av hesum evnum fær fyri ítróttarfólk og felag teirra, um tey hóast forboð brúka slík evni.

Ein samd nevnd mælir tí Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 6. apríl 2001. Uppskot til samtyktar samtykt 26-1-0. Málið avgreitt.