Alternativir bústaðarmøguleikar

 

77  Uppskot til  samtyktar um alternativar íbúðarmøguleikar

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Heðin Mortensen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið eitt løgtingslógaruppskot, sum skapar fyritreytir fyri alternativum íbúðarmøguleikum.

Viðmerkingar

Nógv hevur verið tosað seinastu árini um tørvin á íbúðum, uttan at tað hevur verið heilt greitt, hvør tørvurin ítøkiliga er, og hvussu ein møgulig loysn skuldi skipast.

Bústaðarmynstrið í Føroyum hevur hesi seinastu mongu árini verið soleiðis, at fólk hava keypt eitt grundøki upp á uml. 500 m2 og bygt eini sethús upp á uml. 120 m2 í einari hædd við kjallara, sum seinni er innrættaður, ella eini hús upp á uml. 80 m2 í einari hædd við innrættaðum lofti og kjallara.

Húsini eru innrættað til eina familju við børnum, men sum árini líða, flyta børnini heimanífrá, og foreldrini sita eftir í stórum tómum húsum, sum eisini kosta nógv í rakstri og viðlíkahaldi.

Tað er einki at ivast í, at nógv av hesum fólkum ynskja at fáa eini minni hús ella eina íbúð, men at hetta er treytað av, at tey kunnu selja síni hús, og at íbúðin kann fíggjast av tí, sum tey fáa fyri húsini.

Hetta gevur samstundis yngri fólki møguleika at flyta inn í gomlu húsini hjá teimum eldru, og harvið fáa vit ein liðiligari húsamarknað við fleiri valmøguleikum.

Møguleikarnir at útvega ein búðstað, sum hóskar til tørvin hjá tí einstaka verða størri, bæði tá hugsað verður um aldur, inntøku og førleika.

Endamálið við hesum uppskotinum er at skapa møguleikar fyri at fáa fatur á íbúðum, sum eru áhugaverdar hjá eldri, ungum, familjum við børnum, einstaklingum, støkum uppihaldarum, rørslutarnaðum og øðrum, samstundis sum tær í stødd og innrætting og atkomu lúka minstukrøvini hjá teimum einstøku brúkarabólkunum.

Tí verður hetta uppskot sett fram.

1. viðgerð 20. mars 2001. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 18. apríl 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av Sambandsflokkinum tann 3. mars 2001 og eftir 1. viðgerð tann 20. mars 2001 beint Trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt uppskotið á fundum 3., 10. og 11. apríl 2001. Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen og Jóanis Nielsen) tekur ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at fella uppskotið.

Meirilutin ásannar eins og uppskotsstillarin, at íbúðarmynstrið í landinum og tilboðini til ymsu borgarar landsins ikki eru nóg fjøltáttað og tískil ikki nøktandi. Meirilutin er vitandi um tær royndir, ið ávísar kommunur saman við Húsalánsgrunninum gera fyri at bøta um fjølbroytta bústaðartørvin í Havnini, Klaksvík og aðrastaðni við.

Samstundis ásannar nevndin, at fyriliggjandi uppskot ikki ítøkilligger eina gongda leið, tá um framtíðar bústaðarviðurskiftir ræður, men í besta føri varpar ljós á tær royndir, sum eru á veg ymsastaðni í føroyska samfelagnum.

Tað er somuleiðis nærliggjandi at hugsa sær, at ætlanir um alternativar íbúðarmøguleikar eru eitt so mikið fevnandi politiskt tiltak, og at fyrireikingin av einum alternativum íbúðarpolitikki tí eigur at vera ein náttúrligur partur av samgongusamstarvinum hjá teirri til einuhvørja tíð sitandi samgongu og helst eigur at fáa breiða undirtøku í Løgtinginum við.

Ein minniluti (Hans Pauli Strøm og Kristian Magnussen) tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað, men hevur hesar viðmerkingar.

Minnilutin er samdur við uppskotsstillaran, at betri fyritreytir mugu skapast fyri alternativum íbúðarmøguleikum.

Í viðmerkingunum til uppskotið sigur uppskotsstillarin m.a "Endamálið við hesum uppskotinum er at skapa møguleikar fyri at fáa fatur á íbúðum, sum eru áhugaverdar hjá eldri, ungum, familjum við børnum, einstaklingum, støkum uppihaldarum, rørslutarnaðum og øðrum, samstundis sum tær í stødd og innrætting og atkomu lúka minstukrøvini hjá teimum einstøku brúkarabólkunum."

Minnilutin heldur, at uppskotsstillarin átti at verið neyvari bæði í orðingini av sjálvum uppskotinum og í viðmerkingunum til uppskotið, tí trupult er at fáa greiði á, um talan er um íbúðarmøguleikar til ávísar samfelagsbólkar, ella um talan er um alternativar møguleikar til allar borgarar.

Uppskotið, um tað verður samtykt, legggur tí ikki tað neyðuga trýstið á landsstýrið, ið kann skjóta seg undir, at trupult er at fáa greiði á, hvat uppskotsstillarin og Løgtingið ætla við uppskotinum.

Minnilutin heldur tó, at Løgtingið eigur at samtykkja uppskotið fyri at staðfesta, at vit í Føroyum ikki hava ein skipaðan íbúðarpolitikk, ið veitir fólki valmøguleikar, og í ávísum førum ongar møguleikar útvegar yvirhøvur fyri at tryggja fólki tak yvir høvdið.

Ein minniluti (Marjus Dam) tekur vísandi til viðmerkingarnar undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

2. viðgerð 20. apríl 2001. Uppskot til samtyktar fall 13-0-16. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.