Makrelstovnur

 

79  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2001

 

Skjøl

Óalmenn umseting

Fundarsemja
frá samráðingunum millum Evropeiska Samveldið, Føroyar og Noreg um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2000

  1. Ein sendinevnd úr Evropeiska Samveldinum við Friedrich Wieland á odda, ein sendinevnd úr Føroyum við Kaj P. Mortensen á odda og ein sendinevnd úr Noregi við Sigrun Holst á odda hittust í Brússel 16. og 17. november 2000 at samráðast um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2001.
  2. Sendinevndarleiðararnir samdust um at mæla myndugleikunum í teirra londum til at seta í verk ta skipan fyri fyrisiting av makrelstovninum í 2001, sum ásett í fylgiskjølunum til hesa fundarsemju.
  3. Henda fundarsemja fevnir um eina fyribilsskipan, sum er uttan bindingar fyri framtíðar avtalur millum partarnar.
  4. Tann føroyska og norska sendinevndin saman og sendinevndin fyri Evropeiska Samveldið einsamøll gjørdu yvirlýsingar, sum eru orðaðar í Fylgiskjali III.

Brússel, tann 17. november 2000

Undirskriftir

Evropeiska Samveldið

Føroyar

Noreg

Skjal I 

  1. Sum avvarðandi strandarlond samdust partarnir um at góðtaka eina heildarveiðiavmarking upp á 574.000 tons fyri teirra makrelfiskiskap innan fyri teirra fiskimørk í 2001. Umframt samdust tey um, at ein partur av hesi nøgd kann verða fiskaður í sjóøki, sum ikki er undir løgdømi av pørtunum.
  2. Treytað av samtykt í Millumlanda Felagsskapinum fyri fiskiskapi í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum (NEAFC) grundað á omanfyri nevndu heildarveiðu, skal NEAFC áseta eina loyvda veiðu fyri sjóøki, sum ikki eru undir løgdømi av einstøkum landi.
  3. Føroyar hava rætt til at fiska 30.750 tons, harav 10.950 tons stava frá strandarlandapartinum av tí ætlaðu loyvdu veiðuni, sum er umrødd í grein 2.
  4. Býtið av tí tilhoyrandi partinum av heildarveiðuni umrødd í grein 1 millum Evropeiska samveldið og Noreg skal verða avgjørt sínámillum av hesum pørtunum. Á sama hátt skulu somu partar gera av sínámillum býti av tí eftirverandi nøgdini av strandarlandapartinum, sum er ásett fyri sjóøki, sum ikki er undir løgdømi av einstøkum landi.
  5. Kvotuparturin hjá hvørjum parti sær av strandarlandapartinum í altjóða sjógvi kann eisini verða fiskaður í sjóøki undir teirra løgdømi.
  6. Partarnir samdust um tørvin á munadyggum eftirliti og útinning av lóggávu viðvíkjandi makrelfiskiskapinum. Ásannandi, at framstig hava verið gjørd tey seinastu árini, samdust partarnir um, at við enn tættari samstarvi skuldu teir verið førir fyri at styrkjt um eftirlitið og útinningina av lóggávuni hesum fiskiskapinum viðvíkjandi bæði á sjógvi og á landi.
  7. Grundað á tann týdning, sum vísindaligar kanningar hava fyri makrelstovnin, løgdu partarnir dent á, at tørvur er á meiri vísindaligum kanningum bæði sum egnar kanningar og í altjóða samstarvi og samskipan við tí endamáli at betra um vitanina um gongdina í stovninum, útbreiðslu og ferðingamynstur.
  8. Sum avvarðandi strandarlond samdust partarnir um, at tað hevur alstóran týdning at samtykkja samsvarandi varðveitingartiltøk í teimum ymisku fyrisitingarøkjunum grundað á besta vísindaliga grundarlag, sum er pørtunum tøkt. Vísandi til seinastu ráðgevingina frá ICES samdust partarnir um í 2001 at kanna og meta um, hvussu vissa fæst fyri sambæri, og at felags umsiting hóskandi verður gjørd betri. Í hesum sambandi verður fundur millum partarnar hildin í viku 24 í 2001. Møguligar loysnir á higartil ikki avgreiddum spurningum verða síðani at verða viðgjørdar í samráðingunum millum partarnar í komandi ári.

 

Skjal II

 

SKIPAN FYRI LANG-TÍÐAR FYRISITING AV MAKRELSTOVNINUM

Partarnir samdust um at seta í verk eina lang-tíðar fyrisitingarætlan fyri makrelstovnin, sum er í samljóði við eina fyrivarnis meginreglu, ætlað at avmarka fiskiskapin at verða innan fyri tryggar, lívfrøðiligar karmar og at vera ætlað at leggja grundarlag undir burðardyggan fiskiskap og størri úrtøkumøguleikar. Ætlanin skal fevna um fylgjandi :

  1. Fyri 2001 og fylgjandi ár samdust partarnir um at avmarka teirra fiskiskap grundað á eina heildarveiði (TAC) í samljóði við eitt fiskadeyðatal millum 0.15 og 0.20 fyri viðkomandi aldursbólkar, sum ásett av ICES, uttan so at vísindalig ráðgeving í framtíðini mælir til broytingar í hesum fiskadeyðatalinum.
  2. Um gýtingarstovnurin minkar niður um tilvísingarvirðið Bpa upp á 2.300.000 tons, skal fiskadeyðatalið, sum víst er til í grein 1, verða lagað til í tráð við ta vísindaligu metingina av teimum tá galdandi viðurskiftunum. Ein slík tillaging skal veita vissu fyri eini tryggari og skjótari menning av gýtingarstovninum upp á eitt støði oman fyri 2.300.000 tons.
  3. Eftir umstøðunum skulu partarnir endurskoða og broyta hesi fyrisitingartiltøk og ætlanir grundað á møguliga nýggja ráðgeving frá ICES.

 

Skjal III

Tann føroyska sendinevndin og tann norska sendinevndin boðaðu frá, at allur fiskiskapur eftir makreli í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í sjóøki undir løgdømi av pørtunum skal verða fyrisitin í felag og tessvegna verða fevndur av heildarveiðiavmarkingini, ásett í grein 1 í Skjali I.

Sendinevndin fyri Evropeiska Samveldið boðaði frá, at avtalan millum strandarlondini einans fevnir um tað norðara økið, sum er avmarkað av ICES viðvíkjandi makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum.