Uppihaldspeningur

 

81  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening

 

Fylgiskjal 1/1 

Yvirlit yvir broyting í mun til galdandi lóggávu 

Løgtingslóg nr. 90 frá 6. juni 1997

§ 1. Rætt til stuðul eftir hesi lóg hevur:

  1. persónur, sum av tí almenna er álagdur at gjalda uppihaldspening til hjúnafelaga, skildan ella sundurlisnan, og
  2. persónur, sum av tí almenna er álagdur at gjalda uppihaldspening til børn yngri enn 18 ár, og sum ikki búgva hjá uppihaldsskylduga.

Stk. 2. Stuðulin er treytaður av, at umsøkjarin er undir fullari skattskyldu og búsitandi í Føroyum.

Stk. 3. Landsstýrið kann áseta neyvari reglur um fyrisitingina av hesi lóg.

Broytingaruppskotið

 

 

 

 

Stk. 2. Stuðulin er treytaður av, at umsøkjarin er undir fullari skattskyldu í Føroyum.