Uppihaldspeningur

 

81  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening

 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 90 frá 6. juni 1997 um stuðul til uppihaldspening verður í § 1, stk. 2, "og búsitandi" strikað.

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar

Uppskotið hevur til endamáls at javnseta umsøkjarar búsitandi uttanlands, sum hava varðveitt fulla skattskyldu í Føroyum, við umsøkjarar búsitandi í Føroyum. Hetta merkir, at rætturin til stuðul frameftir ikki verður treytaður av, at umsøkjarin er búsitandi í Føroyum.

Stuðul til uppihaldspening kann verða veittur persóni, sum av tí almenna er álagdur at gjalda uppihaldspening til hjúnafelaga, skildan ella sundurlisnan, og børn yngri enn 18 ár, og sum ikki búgva hjá uppihaldsskylduga. Ríkisumboðið ger av, hvørt uppihaldspeningur skal gjaldast og við hvørji upphædd.

Rætt til stuðul hava teir persónar, sum eru fult skattskyldugir og búsitandi í Føroyum.

Lógin um stuðul til uppihaldspening varð sett í gildi í 1997, og var ein liður í at verkseta bruttoskattaskipanina. Áðrenn hetta virkaði skipanin á tann hátt, at frádráttur varð veittur í inntøkuni fyri útreiðslur til uppihaldspening.

Áður galdandi rættur til inntøkufrádrátt var ikki treytaður av, at viðkomandi hevði bústað í Føroyum, og síðan lógin varð sett í gildi, hevur landsstýrismaðurin í almannamálum fingið kærur frá umsøkjarum, sum hava varðveitt fulla skattskyldu í Føroyum, men hvørs umsóknir um stuðul til uppihaldspening ikki eru játtaðar við tí grundgeving, at umsøkjararnir ikki eru búsitandi í Føroyum. Hetta ger seg m.a. galdandi fyri føroyingar, sum lesa uttanlands, og sum í lestrarárunum varðveita fulla skattskyldu í Føroyum.

Fíggjarligar avleiðingar

Torført er at siga nágreiniliga, hvat uppskotið kemur at kosta landskassanum. Ein av orsøkunum er, at síðan stuðulsskipanin varð sett í verk, hevur Almannastovan bert sýtt trimum umsøkjarum stuðul, av tí at viðkomandi vóru ikki búsitandi í Føroyum. Meginparturin av umsøkjarunum lúka tískil bæði treytina um fulla skattskyldu í Føroyum og treytina um bústað í Føroyum.

Tó kann ikki sigast við vissu, at hetta er talið á teimum umsøkjarum, sum koma í skipanina aftrat, tí hugsandi er, at umsøkjarar við fullari skattskyldu í Føroyum, sum eru búsitandi uttanlands, eru vitandi um treytirnar fyri at fáa stuðul, og tí ikki hava søkt um stuðul.

Væntast kann tó, at talið av umsøkjarum í øllum førum veksur við hesum trimum, sum eru sýttir stuðul, men hædd eigur at verða tikin fyri, at talið kann verða hægri.

Ein onnur orsøk, sum ger tað torført at meta um fíggjarligu avleiðingarnar, er, at stuðulsupphæddin er ymisk, tí gjaldsavgerðin hjá Ríkisumboðnum er grundað á viðurskifti hjá pørtunum í hvørjum einstøkum føri, og tískil er ymiskt, hvussu nógv einum persóni verður álagt at gjalda.

Í høvuðsheitum kann um áseting av uppihaldsgjøldum sigast, at barnagjald verður ásett við støði í barnsins tørvi og inntøkuviðurskiftum foreldranna við atliti til vinnuføri, og hvussu nógvum børnum tey uppihalda. Tó verður gjaldskyldugi altíð í minsta lagi álagdur at gjalda vanliga barnagjaldið, sum í dag er kr. 721 um mánaðin. Uppihaldspeningur til hjúnafelaga verður ásettur við støði í, í hvønn mun viðkomandi sjálvur er førur fyri at vinna til egið uppihald, og hvørt gjaldskyldugi hevur fíggjarligan førleika at gjalda uppihaldspening.

Umsitingarligar avleiðingar

Grundað á, at kravið um bústað í Føroyum verður slept, hevur uppskotið við sær, at fleiri persónar fáa rætt til stuðul, men økingin í hesum tali væntast ikki at hava við sær størri arbeiðsbyrðu fyri umsitingina á Almannastovuni.

Aðrar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar, vinnuligar ella sosialar avleiðingar, ella avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar.

  Fyri
Landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri
Pláss/øki í landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
Búskaparligar avleiðingar
Ja Nei Nei Nei Nei
Umsitingarligar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei
Umhvørvisligar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Nei Nei Nei Nei Nei
Sosialar

Avleiðingar

      Nei  

Serligar viðmerkingar

Til § 1, nr. 1.

Rætturin til stuðul er í dag treytaður av, at umsøkjarin er fult skattskyldugur í Føroyum og búsitandi í Føroyum. Sambært uppskotinum verður bústaðartreytin strikað, soleiðis at rætturin til stuðul frameftir ikki verður treytaður av, at umsøkjarin er búsitandi í Føroyum.

Til § 2.

Ongar viðmerkingar.

Hjálagt yvirlit yvir broyting í mun til galdandi lóggávu.

1. viðgerð 7. mars 2001. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 18. apríl 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t  

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 7. mars 2001 er málið beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 20. mars og 3. og 10. apríl 2001.

Nevndin hevur sent Toll- & Skattstovu Føroya skriv og spurt, um hon heldur, at uppskotið letur upp fyri nøkrum spekulatiónsmøguleikum. Toll- & Skattstovan svaraði, at tað ikki verður mett, at broytingin skuldi givið grund til spekulatión.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins. 

2. viðgerð 20. apríl 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 24. apríl 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 520-0010/2000
Ahs.j.nr. 0.21-2000647/25
Ll.nr. 69 frá 02.05.2001