Skattur

 

85  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

§ 1

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verður § 63a, stk. 1, orðað soleiðis:

"Av teirri løn, frítíðarløn, samsýning v.m. sbr. § 60, ið ein persónur, búfastur í Føroyum, ella eitt partafelag, íognarfelag, partsreiðarí, annar felagsskapur ella felag, skrásett í Føroyum, og har veruliga leiðslan hevur høvuðssæti í Føroyum, rindar persónum, skattskyldugum í Føroyum, fyri tænastu umborð á skipi, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS, tó ikki flótandi boripallar, verður borið reiðaravirkinum aftur, so sum ásett í hesi grein. Reglurnar um afturbering eru eisini galdandi fyri tænastur umborð á skipi, tó ikki flótandi boripallar, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt., í hesi lóg verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1, í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá. Reglurnar um afturbering eru ikki galdandi fyri tænastu, útint á skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 3. pkt., ikki verða mett sum skip við heimstaði í Føroyum."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kungjørd, og er galdandi frá framløgudegnum.

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

Sambært § 63a í skattalógini kunnu reiðaravirki fáa afturbering av teirri løn, frítíðarløn, samsýning v.m., sum viðkomandi reiðaravirki rindar fyri tænastu umborð á skipi, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS. Skip, sum við ongari manning verða leigað av føroyskum reiðaravirki, kunnu eisini fáa afturbering eftir § 63a.

Sambært lóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá verða "flótandi boripallar og líknandi" mett sum skip. Avleiðingin av, at flótandi boripallar kunnu metast sum skip, er, at reiðaravirkið kann fáa afturbering fyri tænastur umborð á flótandi borðipallum.

Tá kolvetnisskattalógin varð gjørd, hevur neyvan verið hugsað um, at boripallar kundu verða mettir sum skip og harvið verða fevndir av reglunum um afturbering.

Um reglurnar ikki verða broyttar, kann roknast við, at ein partur av skattinum á lønarinntøkunum í kolvetnisvinnuni verður goldin úr aftur landskassanum.

Tí verður skotið upp, at § 63a ikki skal vera galdandi fyri flótandi boripallar soleiðis, at arbeiðsgevarin ikki kann fáa afturbering fyri tænastur á flótandi boripallum.

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

Mett verður, at uppskotið ikki hevur nakrar fyrisitingarligar avleiðingar fyri land, kommunur ella vinnuna.

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

Av tí, at tað er ringt at siga nakað um, hvussu nógv fer at verða goldið út í lønum til manningarnar umborð á flótandi boripallum, er ringt at seta tal á fíggjarligu avleiðingarnar.

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar sam-felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar
ja nei nei nei ja
Umsitingarligar
avleiðingar
nei nei nei nei nei
Umhvørvisligar
avleiðingar
nei nei nei nei nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur nei nei nei nei nei
Sosialar
avleiðingar
      nei nei

 

Kap. 3: Serligar viðmerkingar

Sambært §1, stk. 3, í løgtingslóg nr. 78 frá 10. mars 1992 um Føroyska Altjóða Skipaskrá verða "flótandi boripallar og líknandi" mett sum skip.

Sambært § 63a í Skattalógini jbr. kunngerð nr. 6 frá 15. februar 1996 frá Føroya Landsstýri um ásetan av afturberingarprosentinum til reiðaravirkir ….. verður borið slíkum "skipum" 28% aftur av útgoldnu hýrunum v.m. Reglurnar um afturbering eru eisini galdandi fyri tænastur umborð á skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt., í samtíðarskattalógini verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1, í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.

§ 63a í Skattalógini er sostatt eisini galdandi fyri flótandi boripallar í føroyskum sjóøki, sum skráseta seg í FAS-skipanini. Stórur partur av manningini er avmarkað skattskyldug og rindar tí 35-36% (42% av 85%) + Arbeiðsmarknaðareftirlønargjald. Arbeiðsgevarin fær 28% afturborið.

Tá hesar reglurnar vórðu gjørdar, hevur neyvan verið hugsað um boripallar í føroyskum sjóøki, men heldur um boripallar í fremmandum sjóøki.

Við hesum verður skotið upp, at § 63a ikki skal galda fyri flótandi boripallar. Avleiðingin av hesum uppskotinum er, at arbeiðsgevarin ikki kann fáa afturbering, tá talan er um flótandi boripallar.

Um reglurnar ikki verða broyttar, kann roknast við, at ein partur av skattinum á lønarinntøkunum í kolvetnisvinnuni verður goldin úr aftur landsskassanum.

1. viðgerð 20. mars 2001. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 4. apríl 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 20. mars 2001 er málið beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 21. mars 2001 og hevur undir viðgerðini havt fund við Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya við samtykki landsstýrismansins.

Umboðini fyri Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya upplýstu fyri nevndini, at uppskotið snýr seg um at broyta skattareglurnar fyri flótandi boripallar, ið arbeiða í føroyskum sjóøki. Upplýst varð, at uppskotið er gjørt í samráð við Fiskimálastýrið, ið umsitur Føroysku Altjóða Skipaskránna (FAS).

Ein samd nevnd tekur undir við málinum. Nevndin mælir tó til at broyta orðingina í grein 1, so hon verður greiðari. Í grein 2 verður skotið upp, at lógin er galdandi frá framløgudegnum. Nevndin er av teirri áskoðan, at tað er óheppið, at lógir eru afturvirkandi og mælir tí til, at lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Nevndin setir fram broytingaruppskot samsvarandi hesum.

Ein samd nevnd mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins við nevndu broytingum og setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. § 1 verður soljóðandi: "§ 1. Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum, verður § 63 a, stk. 1, orðað soleiðis:
    "Afturbering sambært hesi grein verður veitt av teirri løn, frítíðarløn, samsýning v.m jbr. § 60, ið ein persónur búfastur í Føroyum, ella eitt partafelag, íognarfelag, partsreiðarí, annar felagsskapur ella felag, skrásett í Føroyum, og har veruliga leiðslan hevur høvuðssæti í Føroyum, rindar persónum, skattskyldugum í Føroyum fyri
    1) tænastu umborð á skipi, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS

    2) tænastu umborð á skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt, í hesi lóg verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1, í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.
    Reglurnar um aftrubering eru ikki galdandi fyri:
    1) tænastu útint á skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 3. pkt., ikki verða mett sum skip við heimstaði í Føroyum.
    2) tænastu, útint á boripallum í føroyskum sjóøki sambært § 1, nr. 1, í kolvetnisskattalógini.""
  2. Í § 2 verða orðini ", og er galdandi frá framløgudegnum" strikað.

 

2. viðgerð 6. apríl 2001. Broytingaruppskot frá fíggjarnevndini til §§ 1 og 2 samtykt 28-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð. 

3. viðgerð 18. apríl 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 521-0007/2000
Ll.nr. 59 frá 27.04.2001