Ávísir skúlar

 

86  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ávísar skúlar

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E.  2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ávísar skúlar

§ 1

Í løgtingslóg nr. 62 frá 9. juni 1988 um ávísar skúlar verða í § 1, stk. 2, nr. 3, orðini „í Hovi í Hovs kommunu í Suðuroy" broytt til: „í Vági í Vágs kommunu í Suðuroy".

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Løgtingslóg nr. 62 frá 1988 ásetir m.a., at landsstýrismanninum verður heimilað at fara undir projektering og bygging av skúlabygningum til útbúgving á gymnasialum støði í Hovi í Hovs kommunu í Suðuroy. Lógin ásetir formliga, at gymnasiala útbúgvingin skal vera í Hovi, men í roynd og veru hevur henda útbúgving verið skipað í Vági í fleiri ár. Landsstýrismaðurin vil hava formligu viðurskiftini at vera í samsvari við veruleikan, og tí verður uppskot um lógarbroyting í løgtingslóg um ávísar skúlar lagt fyri tingið. Tað er eisini ynski landsstýrismansins at styrkja henda partin av Suðuroynni, og tað gerst best við at skipa gymnasialu útbúgvingina í Vági, so at skúlin kann fáa gagn av teimum serhølum, sum frammanundan eru í Vági, talan er m.a. um svimjihøll og ítróttarhøll.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Um lógaruppskotið verður samtykt, verða hesi formligu viðurskiftini fingin upp á pláss. Tað hevur ongar fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri land ella kommunur.

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri vinnuna ella umhvørvið.

Fyri Hovs kommunu merkir lógarbroytingin, at gymnasiala útbúgvingin endaliga er flutt til Vágs.

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

AVLEIÐINGAR Í TALVU

 

 

Fyri landið/lands
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar  Nei Nei Nei Nei Nei
Umsitingarligar avleiðingar  Nei Nei Nei Nei Nei
Umhvørvisligar avleiðingar  Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Nei Nei Nei Nei Nei
Sosialar avleiðingar       Nei  

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Sambært § 1 verður gymnasiala útbúgvingin formliga flutt úr Hovi til Vágs. Lógarbroytingin hevur bert formligan týdning, tí tað er neyðugt at útvega serstaka játtan á løgtingsfíggjarlógini til bygging og viðlíkahald av skúlum.

Sambært § 2 fær lógin gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

1. viðgerð 7. mars 2001. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 21. mars 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t  

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 7. mars 2001 er málið beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 21. mars 2001.

Ein meiriluti í nevndini (Jógvan á Lakjuni, Katrin Dahl Jakosen, Annita á Fríðriksmørk, Finnur Helmsdal, Jóanis Nielsen og Heðin Mortensen) tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

Ein minniluti (Jenis av Rana) sær onga grund til at broyta eitt einstakt punkt í lógini. Skulu viðurskiftini broytast, so heldur minnilutin, at øll viðurskiftini í lógini eiga at viðgerast undir einum.

2. viðgerð 23. mars 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 27. mars 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 49 frá 03.04.2001
J.nr. 523-0041/2001