Grundlógarnevnd

 

87  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd

§ 1

Í løgtingslóg nr. 10 frá 11. februar 1999 um grundlógarnevnd verður § 1, stk 3, orðað soleiðis:
"Stk. 3. Nevndin skal lata landsstýrinum álit og uppskot til grundlóg í seinasta lagi 1. oktober 2001.".

§ 2

Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar

Sambært løgtingslóg um grundlógarnevnd skuldi grundlógarnevndin lata landsstýrinum uppskot til føroyska grundlóg í seinasta lagi 1. juni 2000. Staðfestast má, at hesin setningur ikki er rokkin.

Í frágreiðing frá formanninum í grundlógarnevndini, sum er hjáløgd sum skjal, er greitt frá arbeiðinum hjá nevndini.

Víst verður til hesa frágreiðing málinum viðvíkjandi.

Avleiðingar av uppskotinum

Arbeiðið hjá grundlógarnevndini verður fíggjað av játtanini til sjálvstýrismál. Játtanin er á § 10 á Løgtingsins fíggjarlóg.

Fíggjarligu avleiðingarnar av at leingja freistina fyri, nær uppskot til føroyska grundlóg skal vera latin landsstýrinumn, er, at grundlógarnevndin í hesum fíggarári fær tillutaðar upp til kr. 1.500.000 av játtanini til sjálvstýrismál. Broytingin fær sostatt ikki avleiðingar fyri útreiðslukarmin á § 10.

Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri kommunurnar, vinnuna ella umhvørvið.

Uppkotið hevur heldur ikki sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar, og eingir altjóða sátmálar eru á økinum.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í landinum
Fyri ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

Nei

 

Serligar viðmerkingar

Formaðurin í grundlógarnevnini hevur boðað frá, at um umstøðurnar eru til vildar, ber til at hava eitt uppskot til grundlóg klárt á ólavsøku 2001.

Ein týdningarmikil táttur í arbeiðnum hjá grundlógarnevndini er at skipa fyri almennum hoyringum um uppskotið.

Fyri at hetta kann verða gjørt, og fyri at leggja upp fyri summarfrítíðini og tí arbeiði, ið ávísir nevndarlimir koma at gera í sambandi við fólkaatkvøðuna tann 26. mai, verður skotið upp, at freistin fyri, nær álitið og uppskotið til grundlóg verður latið landsstýrinum, verður sett til 1. oktober 2001.

Hjálagt:
Onnur ávegis formansfrágreiðing um grundlógararbeiðið.

1. viðgerð 7. mars 2001. Málið beint í rættarnevndina sum 19. apríl 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt uppskotið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 7. mars 2001 er tað beint rættarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 15. og 22. mars 2001 og 5. og 19. apríl 2001 og hevur undir viðgerðini sett og fingið svaraðar spurningar, bæði skrivliga og á fundi, frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, og skrivaranum í grundlógarnevndini.

Í uppskotinum verður skotið upp at leingja freistina hjá grundlógarnevndini at lata úr hondum uppskot til eina føroyska grundlóg. Nevndin er samd við landsstýrinum, at neyðugt er at leingja freistina. Tó hevur spurningurin verið viðgjørdur, hvat tað er, sum grundlógarnevndin skal lata úr hondum til ásettu tíðarfreistina.

Mett verður, at skotbráið fram til 1. oktober hjá Grundlógarnevndini at verða liðug við bæði uppskot til eina føroyska grundlóg og við allar neyðugar hoyringar í hesum sambandi er ov stutt. Mælt verður tí til, at freistin at lata landsstýrinum uppskot til føroyska grundlóg – eina sonevnda grønbók – eigur at verða sett til 1. oktober 2001, meðan allar neyðugar hoyringar í sambandi við uppskotið til føroyska grundlóg og møguligar broytingar eiga at vera lidnar 31. desember 2001.

Ein samd nevnd mælir sostatt til at samtykkja uppskot landsstýrisins, men setir fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 1 verður "álit og uppskot til grundlóg í seinasta lagi 1. oktober 2001" broytt til "fyribils álit og uppskot til grundlóg í seinasta lagi 1. oktober 2001, og endaligt álit 31. desember 2001"

Alfred Olsen viðmerkir tó harumframt, at orsøkin til at hann tekur undir við uppskotinum, er at talan bert er um at broyta eina dagfesting í eini lóg sum løgtingið longu hevur samtykt. Tá upprunalógin varð samtykt, tók Sambandsflokkurin ikki undir við hesum og hendan støða er fremvegis óbroytt.

2. viðgerð 24. apríl 2001. Broytingaruppskot frá samdari rættarnevnd til § 1 samtykt 26-0-4. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-4. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 26. apríl 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 579-0005/2000
Ll.nr. 78 frá 08.05.2001