Kommunusamanleggingar

 

88  Uppskot til  løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. 3. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Høgni Hoydal, varaløgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar

 

Øki lógarinnar

§ 1. Henda løgtingslóg ásetir treytirnar fyri sjálvbodnum kommunusamanleggingum og tær eindir, ið sjálvbodnar samanleggingar skulu halda seg innanfyri.

Sjálvboðin kommunusamanlegging

§ 2. Sjálvbodnar kommunusamanleggingar kunnu verða framdar innan hesar eindir:

1) Norðoyggjar t.e. Fugloyar, Svínoyar, Viðareiðis, Hvannasunds, Klaksvíkar, Kunoyar, Mikladals og Húsa kommunur.

2) Eysturoy, t.e. Fuglafjarðar, Leirvíkar, Gøtu, Nes, Runavíkar, Skála, Sjóvar og Oyndarfjarðar kommunur, og harumframt møguliga eisini Funnings og Elduvíkar kommunur, sbr. stk. 2, ella

2A) Eystureysturoy, t.e. Fuglafjarðar, Leirvíkar og Gøtu kommunur.

2B) Vestureysturoy, t.e. Nes, Runavíkar, Skála, Sjóvar og Oyndarfjarðar kommunur, og harumframt møguliga eisini Funnings og Elduvíkar kommunur, sbr. stk. 2.

3) Sundalagið, t.e. Eiðis, Sunda, Gjáar, Haldórsvíkar, Saksunar, Hvalvíkar og Hósvíkar kommunur, og harumframt møguliga eisini Funnings og Elduvíkar kommunur, sbr. stk. 2.

4) Streymoy, t.e. Vestmanna, Kvívíkar, Tórshavnar, Kirkjubøar, Nólsoyar og Hests kommunur.

5) Vágar, t.e. Sandavágs, Miðvágs, Sørvágs, Bíggjar og Mykines kommunur.

6) Sandoy, t.e. Skopunar, Sands, Skálavíkar, Húsavíkar og Skúvoyar kommunur.

7) Suðuroy, t.e. Hvalbiar, Tvøroyrar, Fámjins, Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunur, ella

7A) Norðsuðuroy, t.e. Hvalbiar, Tvøroyrar, Fámjins kommunur.

7B) Suðursuðuroy, t.e. Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunur.

Stk. 2. Elduvíkar og Funnings kommunur hava valfrælsi, um tær ynskja at leggja saman við Sundalagnum, Eysturoy ella einari møguligari Vestureysturoy; tó skal fyrilit takast í § 3, nr. 1.

§ 3. Avtalur um kommunusamanlegging skulu hava fyrilit fyri:
1) at stovnseta kommunueindir, sum eru samfeldar landafrøðiliga og samferðsluliga,
2) møguleikunum fyri at menna fólka-, vinnu- og búskaparviðurskifti,
3) at røkja kommunuuppgávur, og
4) at fólkatalið helst skal vera í minsta lagi 2000 borgarar.

§ 4. Áðrenn avtalur um kommunusamanleggingar verða góðkendar av landsstýrismanninum sambært § 5, skal semja í minsta lagi vera um:
1) kommununavnið, har heitið "kommuna" skal vera ein partur av navninum,
2) staðseting um, hvar og hvussu kommunustýrið finnur sær sæti,
3) mannagongd um samanlegging av fyrisiting,
4) uppgerð av ognar- og fíggjarviðurskiftum,
5) tíðarfesting um, nær samanleggingin skal vera fullførd, og
6) um staðbundnar nevndir skulu verða settar.

Heimildir

§ 5. Avtalur um sjálvbodnar kommunusamanleggingar skulu góðkennast av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann, eftir samráðing við viðkomandi kommunur, umskipa og tillaga kommunumark, har kommunusamanleggingin ber við sær óhóskilig marknaviðurskifti. Eru ivamál um kommunumark, tekur landsstýrismaðurin avgerð í málinum.
Stk. 3. Avgerðir sambært stk. 1 og 2 eru endaligar innan fyrisitingina.

§ 6. Uttan mun til, um talan er um kommunusamanlegging, kann landsstýrismaðurin góðkenna eina umskipan av markinum í millum kommunur, um semja er í millum hesar.

Gildiskoma

§ 7. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

§ 8. Tá henda løgtingslóg kemur í gildi, eru tær føroysku kommunurnar hesar:

Fugloyar-, Svínoyar-, Viðareiðis-, Hvannasunds-, Klaksvíkar-, Kunoyar-, Mikladals-, Húsa-, Elduvíkar-, Oyndarfjarðar-, Fuglafjarðar-, Leirvíkar-, Gøtu-, Runavíkar-, Nes-, Skála-, Sjóvar-, Sunda-, Eiðis-, Gjáar-, Funnings-, Haldarsvíkar-, Saksunar-, Hvalvíkar-, Hósvíkar-, Kvívíkar-, Vestmanna-, Tórshavnar-, Kirkjubøar-, Hests-, Nólsoyar-, Sandavágs-, Miðvágs-, Sørvágs-, Bíggjar-, Mykines-, Skopunar-, Sands-, Húsavíkar-, Skálavíkar-, Skúvoyar-, Hvalbiar-, Tvøroyrar-, Fámjins-, Hovs-, Porkeris-, Vágs- og Sumbiar kommuna.

Almennar viðmerkingar

Tá arbeiðssetningurin hjá kommununevndini varð lagdur fyri Løgtingið, viðmerkti Løgtingið, at broytingar í kommunuskipanini skuldu byggja á sjálvbodna samanlegging.

Niðurstøðan hjá kommununevndini var, at stórar kommunueindir eru ein fyritreyt fyri einum greiðum uppgávu- og ábyrgdarbýti í millum land og kommunur, og tí átti sjálvboðin samanlegging at verið tíðaravmarkað. Tá tíðarfreistin var farin, áttu tær kommunur, sum ikki høvdu lagt saman sjálvbodnar, at verðið samanlagdar við lóg. Víst verður sum heild til tátt II í álitinum frá kommununevndini.

Hetta lógaruppskot hevur lagt størri dent á viðmerkingina hjá Løgtinginum, tó soleiðis, at sjálvt um øll samanlegging skal vera sjálvboðin, ásetur uppskotið tær eindir, sum sjálvbodnar samanleggingar skulu halda seg innanfyri. Orsøkin er, at við støði í frágreiðingini hjá kommununevndini, er neyðugt at áseta, hvørjar eindir eru ynskiligar, tá og um farið verður undir sjálvboðið at leggja saman í størri kommunalar eindir.

Í gomlu kommunulógini, løgtingslóg nr. 45 frá 29. juni 1972 um føroysku kommunurnar, sum fór úr gildi 1. januar 2001, var ásett í § 48, at um tvær ella fleiri kommunur ynsktu at verða lagdar saman, gjørdi landsstýrið av, um samanleggingin skuldi fara fram, og skipaði fyri hesi. Somuleiðis kundi landsstýrið samtykkja umskipan av markinum millum kommunur, um semja var millum hesar.

Kommunulógin tók t.d. ikki støðu til, á hvønn hátt samanleggingar kundu verða framdar, innan hvørjar eindir samanlegging kundi verða framd, ella hvat støða skuldi takast til, áðrenn samanlegging kundi verða framd.

Í nýggju kommunustýrislógini, løgtingslóg nr. 87 frá 17 mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin) eru ongar ásetingar um, á hvønn hátt samanleggingar kunnu verða framdar. Orsøkin til hetta er, at tað hevur verið ætlanin, at hesi viðurskifti skuldu verða regulerað í serstakari lóg.

Við tað, at tað er av stórum týdningi, at ein kommunusamanlegging í mest møguligan mun tekur hædd fyri nøkrum viðkomandi viðurskiftum í hesum sambandi, má ásannast, at gamla kommunulógin ikki á nøktandi hátt tók støðu til spurningin um kommunusamanlegging.

Endamálið við uppskotinum er tí at áseta ein greiðan framferðarhátt í sambandi við samanlegging av kommunum, eins og ásett verður, hvat ein avtala um samanlegging í minsta lagi skal taka støðu til. Í hesum sambandi skal verða viðmerkt, at tað er tilætlað, tá uppskotið einki nevnir um sundurbýti av kommunum, við tað at landsstýrið ikki metir, at heimild eigur at verða fyri hesum.

Kollafjarðar kommuna og Tórshavnar kommuna eru sambært avtalu frá 4. mai 1998 lagdar saman pr. 1. januar 2001, og tær eftirverandi 48 kommunurnar eru uppreksaðar í § 7 í uppskotinum.

Umframt markið millum Kirkjubøar og Tórshavnar kommunu, Runavíkar og Nes kommunu og Skopunar og Sands kommunu, har markið er ásett í kunngerð ella avtalu, fylgja hini kommunumørkini annars gomlu markatalsbygdunum.

Upplýsingar um, hvar markið meira nágreiniliga gongur millum ymisku kommunurnar, eru til skjals á Matrikulstovuni.

Í mun til gomlu kommunulógina hevur uppskotið hesa nýskipan við sær:

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá øllum kommununum umframt, at Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya hava havt tað til ummælis.

Viðmerkingarnar hava verið hesar:

Stýrið fyri Føroya Kommunufelag hevur viðgjørt uppskotið á fundi tann 15. november 2000.

Í skrivi, dagfest sama dag, verður viðmerkt, at lógin ikki kann áseta, at verandi kommunalu eindir, t.d. Hovs ella Gøtu kommunur, verða býttar millum tær stóru kommunurnar, um tann ávísa samanleggingin fer fram. Hetta eigur bert at kunna lata seg gera, um avvarðandi kommunur taka undir við hesum.

Fuglafjarðar kommuna hevur í skrivi frá 14. november 2000 gjørt viðmerkingar til uppskotið.

Mælt verður til, at Eysturoyggin verður býtt í 2 kommunueindir, har Fuglafjarðar, Gøtu, Leirvíkar og Oyndarfjarðar kommunur verða skipaðar sum ein eind, somuleiðis sum Elduvík, Funningur og Gjógv eisini kundu verið við í eindini.

Talan er sostatt um eina eystaru kommunu í Eysturoy við uml. 3700 fólkum, ið er ein stødd, sum býráðið kann ganga inn fyri, eins og landafrøðiligu umstøðurnar eisini eru til staðar, tá t.d. Fuglafjørður hevur mark til Oyndarfjørð við Laksá, og at tað virksemi, sum er á fjørðinum, hevur tætt samband millum báðar kommunurnar.

Kommunan tekur undir við uppskotinum við teirri treyt, at kommunumarkið ikki verður flutt, t.v.s. at Hellurnar verða partur av Fuglafjarðar kommunu, og at Oyndarfjørður verður løgd saman við Fuglafjarðar kommunu sambært § 2, pkt. 2) 2A), (skal helst vera § 2, stk. 2, nr. 2) 2A.

Gøtu kommuna hevur í skrivi, dagfest 11. november 2000, gjørt viðmerkingar til uppskotið.

Viðmerkt verður, at við tað, at ummælisfreistin varð sett til 24. november 2000 - bert 3 dagar eftir, at nýggj bý- og bygdar(r)ráð eru vald, men hvørki skipaði ella hava tikið við, metir Gøtu bygdaráð, at tað er sera trupult og skeivt at fara undir veruliga viðgerð av uppskotinum.

Viðvíkjandi § 2, stk. 2 (skal helst vera § 2, stk. 1, nr. 2), vil bygdaráðið tó harðliga mótmæla, at kommunurnar aftur nú enn einaferð verða settar soleiðis í fastløgd økir, samstundis sum skjótt útslitnað orðið "sjálvboðið" verður sett so hissini og tó innleiðandi í uppskotinum.

Grundgeving bygdaráðsins er, at um t.d. Gøtu og Leirvíkar kommunur sjálvbodnar fara ella ætla at fara undir at leggja saman, og seinni síðani verður farið til t.d. Skála kommunu, so letur hetta seg ikki gera, við tað at Fuglafjarðar kommuna bert kann siga nei við úrslitinum: onki ella ongin ("sjálvboðin" (byrjan av)) samanlegging.

Hovs kommuna viðgjørdi uppskotið á fundi tann 25. november 2000.

Í skrivi, dagfest sama dag, verður boðað frá, at bygdaráðslimirnir eru málleysir um, at tað uppskotið, sum kommununevndin kom við á sinni, framvegis er á borðinum, hóast løgmaður alment hevur boðað frá, at kommunurnar ikki skulu verða noyddar at leggja saman.

Kommunan ger staðiliga vart við, at tað at flyta kommunumark bæði er óhugsandi og ránskent í teirra hugaheimi, og at kommunan á ongan hátt og ongun sinni vil lata ein einasta fermetur av lendi til nakran.

Kommunan hevur sostatt ta støðu, at hon er ímóti samanlegging, men verður samanlegging framd við lóg, eigur øll Suðuroyggin at verða ein kommuna.

Hósvíkar kommuna viðgjørdi uppskotið á fundi tann 5. november 2000.

Í skrivi, dagfest 16. november 2000, varð viðmerkt í sambandi við § 2, stk. 3 (skal helst vera § 2, stk. 1, nr. 3), at Hósvík ynskti at hava valfrælsi, um lagt verður saman við Streymoy ella Sundalagnum.

Hvalbiar kommuna viðgjørdi uppskotið á fundi tann 13. november 2000.

Í skrivi, dagfest sama dag, varð boðað frá, at samtykt varð at mæla landsstýrinum til - als ikki at leggja uppskotið fyri Løgtingið.

Leirvíkar kommuna hevur viðgjørt uppskotið á fundi tann 13. november 2000.

Í skrivi, dagfest 17. november 2000, verður gjørt vart við, at kommunan metti ummælisfreistina at vera ov stutta. Niðurstøðan var annars, at bygdarráðið hevði fleiri viðmerkingar til uppskotið, og at uppskotið eftir bygdarrðáðsins meting er eitt mál, sum komandi bygdarráðið eigur at taka støðu til.

Miðvágs kommuna viðgjørdi uppskotið á fundi tann 5. desember 2000.

Í skrivi, dagfest 8. desember 2000, boðar bygdaráðið stutt frá, at tað er í móti kommunusamanleggingum.

Nes kommuna viðgjørdi uppskotið á fundi tann 21. november 2000.

Í skrivi, dagfest 24. november 2000, verður boðað frá, at kommunan er av teirri áskoðan, at ummælisfreistin, ið var sett til 24. november 2000, var alt ov stutt, serliga við atliti til, at í sama tíðarskeiði er eitt komandi bygdaráð valt, og hetta hevur upptikið táverandi bygdaráðslimir, sum uppstillaðir vóru.

Sostatt varð boðað frá, at kommunan ynskti at viðgera uppskotið saman við nývalda bygdaráðnum, fyri at geva uppskotinum neyðuga viðgerð.

Porkeris kommuna hevur viðgjørt uppskotið á fundi tann 24. november 2000.

Í skrivi, dagfest sama dag, boðar kommunan frá, at kommunan ynskir at varðveita verandi kommunalu skipan. Verður samanlegging kortini einaferð neyðug, verður mælt til, at Suðuroyggin verður ein kommuna.

Skopunar kommuna viðgjørdi uppskotið á fundi tann 16. november 2000.

Í skrivi, dagfest 24. november 2000 verður boðað frá, at bygdarráðið ikki tekur undir við kommunusamanlegging, men at bygdarráðið heldur vil samstarva við grannabygdirnar, sum tað longu verður gjørt.

Tórshavnar kommuna viðgjørdi uppskotið á fundi tann 23. november 2000.

Í skrivi, dagfest 28. november 2000, verður boðað frá, at kommunan hevur samtykt at taka undir við uppskotinum.

Vágs kommuna hevur viðgjørt uppskotið á fundi tann 14. november 2000.

Í skrivi frá 22. november 2000 boðaði kommunan frá, at samtykt var at taka undir við upskotinum við tíð fyrivarni, at § 2, stk. 7B (skal helst vera § 2, stk. 1, nr. 7B), verður óbroytt millum 7A og 7B - Tjaldavík.

Vestmanna kommuna viðgjørdi uppskotið á fundi tann 23. november 2000.

Í skrivi frá 24. november 2000 verður boðað frá, at bygdarráðið ikki tekur undir við teim eindum, sum skotnar verða upp í § 2, stk. 3 (skal helst verða § 2, stk. 1, nr. 3), í uppskotinum, og mett verður, at skal talan verða um sjálvbodnar samanleggingar, eiga hesar at verða heilt fríar.

Í viðmerking til ásetingina í § 3, stk. 1 (skal helst vera § 3, nr. 1), verður sagt, at bygdarráðið ikki einans metir kommununa at vera samfelda við sunnara partin av Streymoynni. Kommunan er eftir bygdarráðsins tykki eisini samfeld við norðara partin av Streymoynni, og tá undirsjóvartunnilin kemur, verður eisini nátturligt at hava samband bæði vestureftir og suðureftir.

Við tað, at uppskotið tekur støði í kommunuálitinum, vísir eitt samt bygdarráð á, at tað áður er givið til kennar frá kommununum, at tær ikki taka undir við hesum áliti.

Avrit av innkomnu viðmerkingunum eru løgd við sum skjal 3.

Við tað, at fleiri av kommununum hava viðmerkt, at kommunumarkið ikki eigur at verða broytt, eru viðmerkingarnar til § 2, nr. 2 og 7, stroknar. Umrøddu viðmerkingar søgdu annars, at um 2A og 2B gjørdust veruleiki, átti verandi kommunumark at verið broytt soleiðis, at Gøtueiði varð mark millum Eystureysturoy og Vestureysturoy, og um 7A og 7B gjørdust veruleiki, átti Hovsegg at verið mark millum Norðsuðuroy og Suðursuðuroy.

Í útgangsstøðinum verða sostatt eingi kommunumørk broytt, hóast kommunur gera avtalu um at leggja saman.

Tó verður mett, at heimildin hjá landsstýrismanninum í § 5 til at umskipa og tillaga kommunumark og til at taka avgerð í málum um kommunumark, framvegis eigur at verða standandi.

Grundgevingin fyri hesum er, at hóast talan ikki er um eina heimild til einvegis at broyta kommunumørk, kann tað hugsast, at tørvur í serligum føri kann verða á, at kommunumark verður umskipað ella tillagað orsakað av óhóskiligum marknaviðurskiftum í sambandi við eina samanlegging.

Til viðmerkingarnar frá Fuglafjarðar kommunu er at siga, at tað er gjørlig at síggja Fuglafjarðar, Gøtu, Leirvíkar og Oyndarfjarðar kommunur sum eina samfelda eind, somuleiðis sum Elduvík, Funningur og Gjógv eisini kundu verið partur av eini tílíkari samfeldari eind. Trupulleikin er, at við hesi eind fer Vestureysturoy sundur sum samfeld eind. Tí verður mett, at ein tílík eind eisini átti at fevnt um Nes og Runavíkar kommunur, og so er stutt eftir til eindina, ið er Eysturoy.

Viðvíkjandi viðmerkingunum frá Gøtu kommunu er at siga, at ongin kommuna við hesum lógaruppskotinum fær sýtingarrætt í sambandi við samanlegging millum aðrar kommunur, t.v.s., at um Gøtu- og Leirvíkar kommuna leggja saman, er hetta ein avgerð, sum verður millum Gøtu og Leirvíkar kommunu, og sum landsstýrismaðurin fær til góðkenningar. Tað sama er galdandi um Leirvíkar, Gøtu og Skála kommuna semjast um at leggja saman, heldur ikki í hesum førinum hevur nøkur onnur kommuna sýtingarrætt. Henda eindin er í tráð við § 2 stk. 1 nr. 2, og er ikki í andsøgn við § 3.

Til viðmerkingarnar frá Hósvíkar kommunu er at siga, at tað er onki formelt í § 3, ið er til hindurs fyri at ganga ynskinum um valfrælsi á møti, men kommununevndin metti, at Hósvíkar kommuna var ein náttúrligur partur av eini eind í Sundalagnum.

Til viðmerkingarnar frá Vestmanna kommunu er at siga, at kommunan ikki er ein samfeld samferðslulig eind við norðara part av Streymoy. Tað slepst ikki norður í Sundalagið uttan at fara í gjøgnum bæði Kvívíkar og Tórshavnar kommunu, og fyri at kommunan skal gerast samfeld við Vágoy, tá undirsjóartunnilin kemur ígjøgnum, verður tað ein fortreyt, at Kvívíkar kommuna fylgir við.

Avleiðingar av uppskotinum

Lógaruppskotið er ein partur av teim broytingunum, ið landsstýrið er í ferð við at fremja í sambandi við, at nýggja kommunustýrislógin varð samtykt av tinginum 17. mai í ár.

Hóast fleiri broytingar verða í hesum sambandi, koma ongar beinleiðis fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar at standast av hesum, hvørki fyri land ella kommunur. Orsøkin til hetta er, at uppskotið einans ásetir treytir fyri sjálvbodnum kommunusamanleggingum og tær eindir, ið samanleggingar skulu halda seg innanfyri.

Uppskotið fær ongar avleiðingar fyri vinnuna ella umhvørvið.

Ongar serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar verða fyri serstøk øki í landinum orsakað av uppskotinum, heldur ikki fær tað sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

Eingir millumtjóðasáttmálar, ið binda Føroyar, eru á økinum, ið lógaruppskotið fevnir um.

Hóast viðmerkingarnar omanfyri m.a. siga, at ongar sosialar avleiðingar verða fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir av uppskotinum, skal viðmerkjast, at ein avleiðing, sum nevnt verður, at ein ávís avmarking sjálvsagt verður viðvíkjandi hvørjum kommunum, ein kommuna kann leggja saman við.

Harumframt er vert at leggja til merkis, at uppskotið eftirfylgjandi kann fáa avleiðingar, um sjálvbodnar samanleggingar verða framdar sambært hesum lógaruppskotinum. Ein tílík samanlegging skuldi givið samanløgdum kommunum størri umsitingarførleika og møguleika fyri við skynsamari rakstri at minka um rakstrarútreiðslurnar. Hesar samanleggingar kunnu eisini hava umsitingarligar avleiðingar bæði fyri land og kommunur, samstundis sum tað kann hava sosialar avleiðingar fyri ávísar áhugabólkar og felagsskapir.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

 

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

 

(Nei)

 

 

Viðmerkingar til einstøku greinirnar

Til § 1
Her verður meginreglan, um at broytingar av verandi kommunubýti frameftir einans kunnu fremjast sum sjálvbodnar samanleggingar, staðfest. Eisini verður staðfest, at møguligar kommunueindir eru ásettar.

Ein kommunusamanlegging er at skilja, sum tá tvær ella fleiri kommunur taka seg saman í eina eind, ið verður stýrd av einum kommunustýri, ið er fyri alla samanløgdu eindina.

At ein samanlegging er sjálvboðin merkir fyrst og fremst, at tað bert eru kommunurnar, sum kunnu taka stig til, at tvær ella fleiri kommunur skulu leggja saman í eina størri felags eind.

At ein samanlegging er sjálvboðin merkir harumframt, at tað eru kommunurnar, sum í útgangsstøðinum áseta treytir v.m. í sambandi við samanlegging, tó soleiðis, at ávísar minimumstreytir altíð skulu vera loknar, fara kommunur undir at leggja saman, sbr. §§ 3 og 4.

Til § 2
Við støði í §§ 3 og 4 vísir ásetingin í § 2 á 9 møguligar kommunueindir. Talið á kommunueindunum er eitt lágmark. Tær kunnu vera fleiri enn sjey, men ikki færri, sbr. eisini almennu viðmerkingunum.

Fortreytirnar fyri teim eindum, ið nevndar eru í uppskotinum, eru útgreinaðar og viðgjørdar í kommunuálitinum. Víst verður til tátt II, s. 29-52 í álitinum frá kommununevndini, sum er lagt við sum skjal 2.

Ásetingin í stk. 2 um Elduvíkar og Funnings kommunur tekur støði í teirri serstøðu, sum Elduvíkar og Funnings kommunur hava sambært fyrilitunum í §§ 2-3.

Til § 3
Greinin staðfestir, at fyrilitini í nr. 1-3 í útgangsstøðinum javnviga, so at einki av teimum kann verða tikið fram um okkurt annað. Grundgevingin fyri hesum er, at tey fyrilit, sum nevnd eru í greinini, verða mett sum beinagrindin í lógini.

Orðingin í nr. 4 staðfestir, at fólkatalið avgjørt er eitt fyrilit, ið havast skal í huga, men at fólkatalið tó kann hava lútandi týdning í sambandi við eina heildarmeting um, hvørt ein avtala um kommunusamanlegging kann verða góðkend ella ikki. Við hesum er gjørt greitt, at fólkatalið í sær sjálvum ikki neyðturviliga forðar fyri, at landsstýrismaðurin kann góðkenna eina avtalu um kommunusamanlegging.

Til § 4
Endamálið við greinini er at uppreksa, hvørji viðurskifti í minsta lagi skulu vera avtalað, áðrenn ein avtala um kommunusamanlegging yvirhøvur kann verða tikin upp til veruliga viðgerð av góðkenningarmyndugleikanum.

Grundgevingin fyri hesum er m.a., at miðað verður eftir, at kommunurnar í mestan mun sjálvar fáa greiði á umrøddu viðurskiftum, áðrenn lagt kann verða saman í størri kommunueindir. Við at gera semju um hesi týdningarmiklu viðurskifti frammanundan, verður møguleikin fyri eftirfylgjandi ósemjum ella ógreiðum og óhepnum viðurskiftum eisini minkaður mest møguligt.

Nr. 1 ásetur, at navnið skal hava orðið "kommuna" sum partur av navninum, so eingin ivi kann vera um, at talan er um eina kommunu.

Nr. 2 ásetur, at í avtaluni skal vera ásett, hvar og hvussu kommunustýrið verður lagt í nýggju eindini. Í hesum sambandi verður m.a. sipað til kommunalar stovnar o.l., t.v.s. tær meiri praktisku síðurnar í samanleggingini

Nr. 3 ásetur, at í sambandi við samanlegging av fyrisitingini skal ein mannagongd gerast fyri, hvussu hesin partur av samanleggingini verður framdur.

Nr. 4 ásetur, at øll ognarviðurskifti og øll fíggjarlig viðurskifti skulu vera gjørd upp. Hetta merkir m.a., at ognarviðurskiftini viðvíkjandi øllum ognum, ið kommunurnar eiga, hvør sær ella í felag, innan lagt verður saman, skulu vera greið soleiðis, at eingin ivi verður um ognarviðurskiftini aftan á eina samanlegging.

Á sama hátt skulu øll fíggjarlig viðurskifti vera greið kommunanna millum innan samanleggingina.

Nr. 5 ásetur, at kommunur, ið leggja saman, skulu gera eina tíðarætlan soleiðis, at tað frá byrjan er greitt, nær samanleggingin skal vera fullførd.

Nr. 6 ásetur, at ítøkilig støða skal takast til staðbundnar nevndir í sambandi við samanlegging.

Grundgevingin fyri hesum er, at í § 37, stk. 1, í kommunustýrislógini verður ásett, at kommunustýrið kann seta staðbundnar, ráðgevandi nevndir til tess at tryggja fólki á staðnum ummælisrætt í málum, sum viðvíkja staðbundnum viðurskiftum.

Í sambandi við samanleggingar verður tað sostatt mett at vera serliga viðkomandi, at støða verður tikin til spurningin um staðbundnar nevndir.

Til § 5
Ásetingin í stk. 1 skilar til, at landsstýrismaðurin er góðkenningarmyndugleiki í samband við sjálvbodnar kommunusamanleggingar. Hetta er fyri, at vissa skal fáast fyri, at avtalur um kommunusamanleggingar lúka treytirnar í §§ 2-4.

Tey fyrilit, sum nevnd eru í § 3, eru sum nevnt beinagrindin í lógini. Í hesum liggur samstundis, at avtalur um kommunusamanleggingar, sum ikki geva sær far um hesi fyrilit, hava ikki rætt at vænta at verða góðkendar av landsstýrismanninum.

Ein avtala um samanlegging kann heldur ikki verða góðkend, um so er, at hon ikki tekur støðu til ásetingarnar í § 4, nr. 1-6, ella um avtalan ikki nóg greitt tekur støðu til hesar ásetingar.

Sambært stk. 2 er tað eisini landsstýrismaðurin, sum kann taka avgerð í málum um kommunumark í sambandi við sjálvbodnar kommunusamanleggingar. Sambært ásetingini í 1. pkt. kann landsstýrismaðurin bert umskipa og tillaga kommunumark, um hann frammanundan hevur samráðst við viðkomandi kommunur um hetta, sbr. tó 2. pkt.

Landsstýrismaðurin hevur sostatt skyldu til fyrst at samráðast við kommunurnar í hesum sambandi, og at tað er gjørligt at finna eina semju í málinum á henda hátt.

Sambært stk. 3 kunnu avgerðir eftir stk. 1 og 2 ikki verða kærdar innan fyrisitingina.

At kuta ein og hvønn kærumøguleika er eyðvitað ein víðfevnd áseting; men hon er tó eitt nattúrligt framhald av staðfestingini um, at samráðingar um kommunusamanlegging skulu vera veruligar, og tær skulu verða tiknar við mesta álvarsemi av avtalupørtunum við atliti at teimum fyrilitum, sum lógin ásetur.

Til § 6
Greinin er ein umorðing av § 48, stk. 3, í løgtingslóg nr. 45 frá 29. juni 1972 um føroysku kommunurnar, sum fór úr gildi við nýggju kommunustýrislógini 1. januar 2001.

Orsøkin til greinina er, at tað í praksis kann koma fyri, at neyðugt verður at umskipa kommunumark, uttan at talan neyðturviliga er um kommunusamanlegging.

Tískil verður mett, at tørvur framvegis er á at varðveita eina tílíka heimild. Tað er framvegis ein treyt, at áðrenn ein umskipan av markinum kann verða góðkend av landsstýrismanninum, skulu viðkomandi kommunur vera samdar um nýggja markið.

Til § 7
Eingin viðmerking.

Til § 8
Greinin er tikin við av praktiskum orsøkum.

Yvirlit yvir fylgiskjøl

Fylgiskjal 1 Kort yvir kommunurnar
Fylgiskjal 2 Brot úr: Nýggj kommunuskipan, Niðurstøða og tilmæli, Táttur II
Fylgiskjal 3 Innkomin ummælisskriv

1. viðgerð 8. mars 2001. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 24. apríl 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt uppskotið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 8. mars 2001 er tað beint rættarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 15. og 22. mars 2001 og 5., 19. og 23. apríl 2001 og hevur undir viðgerðini havt fund við umboð fyri Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya, og hevur nevndin eisini havt fund við løgmann um uppskotið. Undir viðgerðini hevur Løgmansskrivstovan eftir áheitan latið nevndini stutt notat um, hvussu kommunusamanleggingar eru farnar fram í londunum kring okkum, serliga í Íslandi.

Nevndin tekur undir við uppskoti landsstýrisins um, at kommunurnar eiga at kunna leggja saman sjálvbodnar og eftir einum ávísum leisti. Tilmæli landsstýrisins í grein 2 er skilagott og eigur at verða leiðbeinandi. Nevndin heldur, at fyrilitini, sum eru tikin um kommunusamanleggingar í grein 3 í landsstýrsins uppskoti, eru skilagóð, har dentur er lagdur á tað landafrøðiliga og samferðsluliga, har møguleikar eru fyri at menna fólka-, vinnu– og búskaparviðurskifti, at røkja kommunuuppgávur, og at talið á borgarum helst skal verða í minsta lagi 2000. Umframt tað, ið landsstýrið hevur sett upp í grein 3, heldur nevndin, at møguleikin hjá útoyggjakommunum um samanlegging sínaámillum eigur at standa í hesi somu grein. Nevndin mælir tí til at broyta greinina 3 í landsstýrisins uppskoti tilsvarandi, so útoyggjakommunur fáa henda møguleika. Útoyggjakommunur skulu skiljast í tí týdningi, tær verða skiltar í útoyggjaálitinum, latið løgmanni í apríl 2001.

Nevndin heldur, at grein 3 í landsstýrisins uppskoti saman við broytingini frá nevndin sigur í høvuðsheitum greitt, hvussu kommunalu eindirnar koma at síggja út, og at tað tí er óneyðugt at seta tað upp í grein 2, so sum landsstýrið skjýtur upp. Nevndin mælir tí til, at grein 3 í landsstýrisins uppskoti saman við broytingini frá nevndini verður sett upp sum grein 2.

Í grein 5, stk. 2, í landsstýrisins uppskoti stendur, at landsstýrismaðurin kann eftir samráðing við viðkomandi kommunur umskipa og tillaga kommunumark, har kommunusamanleggingin ber við sær óhóskilig marknaviðurskifti. Nevndin heldur, at hetta skal nágreina til, at kommunurnar skulu góðkenna hetta.

Við hesum broytingum til landsstýrisins uppskot verður mælt til at taka undir við uppskoti landsstýrisins. 

Samsvarandi hesum verður sett fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

1 ) § 1 verður soljóðandi: "Henda løgtingslóg ásetir treytirnar fyri sjálvbodnum kommunusamanleggingum".

2) § 2 verður strikað.

3) § 3 verður til § 2 og har verður sett sum nýtt stk. 2:
"Stk. 2 Reglurnar í stk. 1, nr. 1 og 4, eru ikki galdandi fyri útoyggjakommunur, ið hava ætlanir um kommunusamanlegging sínámillum.".

4) § 4 verður § 3 og tilvísingin til § 5 verður til § 4.

5) § 5 verður § 4 og í stk. 2 verður "eftir samráðing við viðkomandi kommunur" broytt til "eftir góðkenning frá viðkomandi kommunum".

6) §§ 6-8 verða §§ 5-7.

2. viðgerð 26. apríl 2001. Broytingaruppskot frá samdari rættarnevnd til §§ 1, 2, 3, 4 og 5 samtykt 21-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 21-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 30. apríl 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-1-1. Málið avgreitt.

J.nr. 525-0012/2001
Ll.nr. 77 frá 08.05.2001