Upphavsrættur

 

89  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um upphavsrætt

Skjal 3.

Undirvísingar og Mentamálastýrið
Mentamáladeildin
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn

 

Tórshavn 31. oktober 2000

Viðv. ummæli av uppskoti til kgl. fyriskipan um ígildisseting av "lov om ophavsret", jfr. lovbekendtgørelse nr. 706 af 29. september 1998.

Víst verður til bræv tykkara frá 7. september 2000, viðlagt eitt eintak av nevndu lóg.

Fjølrit hevur kunnað limafeløg síni um lógina og hevur eisini biðið onkur teirra um at koma við viðmerkingum til Fjølrit, áðrenn felagsskapurin sendi hetta svar.

Fjølrit hevur bert eina viðmerking: At orðingin í § 39, stk. 3 verður broytt soleiðis, at tað verður ein felagsskapur, sum í Føroyum umboðar rættindahavararnar.

Fjølrit skjýtur upp, at § 39, stk. 3 verður orðað soleiðis:

§ 39, stk. 3. Administrationen og kontrollen, herunder opkrævningen , udøves af en fællesorganisation, som på Færøerne repræsenterer en væsentlig del af ophavsmænd, udøvende kunstnere……….

Fjølrit heldur, at arbeiðið við at skráseta innflutningin av tómbondum av sær sjálvum verður gjørt av Toll- og Skattstovu Føroya, sum ein partur av tí vanliga arbeiðnum hjá hesum stovni. Á henda hátt vera øll innflutt bond skrásett – eisini tey sum koma til Føroya beinleiðis úr øðrum londum enn Danmark.

Tí hevur ein føroyskur felagsskapur minst líka so lætt við at umsita hetta arbeiðið, sum ein felagsskapur í Danmark – serliga tí at arbeiðið neyvan verður serliga umfatandi.

Afturat tí kemur eisini, at føroyskir rættindahavarar, eftir tí sum Fjølrit skilir, eftir øllum at døma ikki hava so góðar royndir av at danskir felagsskapir umsita rættindini fyri teir – her verður serliga hugsað um at skipan, sum er við danska felagsskapin KODA.

Tí hetta tilmæli frá Fjølrit um at lata ein føroyskan felagsskap taka sær av umsitingini av teimum sonevndu tómbondgjøldunum.

Vinarliga

Sigmund Poulsen, form.