Upphavsrættur

 

89  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um upphavsrætt

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um uphavsrættindi

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda skjal 1, uppskot til kongliga fyriskipan um lóg um upphavsrættindi.

Samstundis fer úr gildi ríkislógartilmæli frá 13. juni 1997 um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um upphavsrætt.

Viðmerkingar

Í Løgtingsmáli nr. 87/1996 (Løgtingstíðindi 1996 blaðsíða 511) samtykti Løgtingið uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um upphavsrætt, lóg nr. 395 frá 14. juni 1995, sum broytt við lóg nr. 295 frá 24. apríl 1996 og lóg nr. 1207 frá 27. desember 1996, við nøkrum smávegis broytingum.

Løgmaður staðfesti 13. juni 1997 samtykt av ríkislógartilmæli og fráboðaði ríkismyndugleikunum tað.

Millum annað av tí at Fólkatingið hevði samtykt broytingarlóg, sum er staðfest og kunngjørd sum lóg nr. 407 frá 26. juni 1998, gjørdu Ríkismyndugleikarnir av at bíða við at seta ríkislógartilmælið í gildi, til samtyktu broytingarnar kundu koma við í kongligu fyriskipanina.

Umframt hetta høvdu ríkismyndugleikarnir viðmerkingar til tær av Løgtinginum samtyktu broytingar.

Viðvíkjandi broytingunum, sum Løgtingið samtykti, er hetta at siga:

Broyting nr. 1 viðvíkti § 39, stk. 3. § 39 er um gjald av óinnspældum ljóð- og videobondum og øðrum, sum kunnu nýtast til tað sama. Í stk. 3 verður ásett, at umsitingin og innkrevjingin av hesum gjøldum verður løgd til "en fælles organisation, sum repræsenterer en væsentlig del af danske ophavsmænd …".

Samtykta broytingin sigur, at ístaðin fyri danske, skal standa færøske.

Ríkismyndugleikin vísir til, at tann organisasjónin, sum hevur fingið henda myndugleika, er Copy-Dan, og at hesin felagsskapur umsitur hesa uppgávu fyri alt ríkið. Fortreytin fyri, at føroyskir rættindishavarar fáa sín lut av hesum, er, at hesir annaðhvørt hvør sær ella gjøgnum ein felags stovn, sum umboðar teir flestu, tekur upp samband við Copy-Dan um, hvussu hesi viðurskifti skulu skipast.

Í fyriliggjandi uppskoti til kongliga fyriskipan er hetta broytt til "en fælles organisation, som blandt danske statsborgere repræsenterer en væsentlig del af ophavsmænd osv".

Fjølrit, sum umboðar flestu føroysku rættindishavarar, hevur havt uppskotið til ummælis, og hevur skotið upp, at § 39, stk. 3, verður orðað soleiðis: "administration og kontrollen herunder opkrævningen udøves af den fælles organisation, som på Færøerne repræsenterer en væsentlig del af ophavsmænd".

Tann í § 39, stk. 3, nevndi felagsskapur skal góðkennast av kulturministeren, og sum nevnt er hetta Copy-Dan. Eftir teimum av ministaranum góðkendu viðtøkum hjá felagsskapinum kunnu feløg, sum hava til høvuðsendamál at taka sær av rættindum hjá upphavsmonnum, gerast limir. Fjølrit má haldast at vera ein tílíkur felagsskapur og kann tí gerast limur í Copy-Dan.

Viðvíkjandi teirri av Løgtinginum samtyktu broyting 2, er hetta at siga:

Broytingin viðvíkur § 50, stk. 1. Talan er um sonevndan "aftalelicens", sum snýr seg um avtalur, sum gjørdar eru eftir §§ 13 og 14, § 17, stk. 5, § 23, stk. 2, og §§ 32 og 35. Treytin fyri at kunna koma undir ásetingarnar í nevndu greinum er, at brúkarin hevur gjørt avtalur við tann stovnin, sum umboðar rættindishavararnar. Hetta er í lógini § 50, stk. 1, orðað soleiðis: ... brugere, der har indgået aftale .... med en organisation, som omfatter en væsentlig del af danske ophavsmænd...". Tann av Løgtinginum samtykta broytingin er, at " danske ophavsmænd", verður broytt til færøske.

Ríkismyndugleikarnir meina, at ein tílík broyting hevur sum fortreyt, at ein munandi partur av føroyskum rættindishavarum tekur upp samband við teir stovnar, sum umsita tílíkar avtalur.

Í fyriliggjandi uppskoti til kongliga fyriskipan er hetta orðalagið brúkt: ...."som blandt danske statsborgerer omfatter en væsentlig del af ophavsmænd... ".

Triðja broytingin snýr seg um §§ 85-87 um, hvar lógin er galdandi. Broytingaruppskotið broytir "i Danmark" til "på Færøerne" og " her i landet " til " på Færøerne".

Í fyriliggjandi uppskotið er orðalagið "i det danske rige".

Broytingin í lóg nr. 407 frá 26. juni 1998, snýr seg um databasur.

Av lógartekniskum grundum er uppskotið til ríkislógartilmæli orðað sum eitt nýtt uppskot til ríkislógartilmæli um at seta ríkislóg um upphavsrætt í gildi fyri Føroyar; og verður víst til, at Løgtingið í høvðusheitum longu í frammanfyri nevnda máli hevur tikið støðu til at seta upphavsrættarlógina í gildi í Føroyum.

Fyriskipanin hevur ikki við sær eyka útreiðslur fyri landskassan.

Hjáløgd skjøl:

Skjal 1: Uppskot til kongliga fyriskipan um at seta í gildi í Føroyum Lov om ophavsret.

Skjal 2: Lóg nr. 407 frá 26. juni 1998.

Skjal 3: Ummæli frá Fjølrit

Skjal 4: Viðtøkur hjá Copy-Dan.

1. viðgerð 9. mars 2001. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 21. mars 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t  

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 9. mars 2001 er málið beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 21. mars 2001.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 23. mars 2001. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 27. mars 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 523-0040/2001
Mms.j.nr. 21101/010504/3