Landsstýrismannalønir v.m.

 

91  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Høgni Hoydal, varaløgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.

§ 1

Í løgtingslóg nr. 10 frá 8. januar 1993 um samsýning og eftirløn landsstýrismanna við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Sum nýggj § 1, stk. 6, verður sett:
  2. "Stk. 6. Løgmaður ella landsstýrismaður, fær endurgjald fyri samskiftisútreiðslur, ið standast av arbeiðinum sum løgmaður ella landsstýrismaður upp á 2.000 kr. um mánaðin. Endurgjaldið er ikki skattskyldugt".

  3. § 2, stk. 2, verður orðað soleiðis:
  4. "Stk. 2. Fær løgmaður ella landsstýrismaður løn frá almennum stovni, samstundis sum hann fær samsýning eftir stk. 1, verður samsýningin minkað samsvarandi."

  5. § 2, stk. 2, sum nú verður stk. 3, verður orðað soleiðis:
  6. "Stk. 3. Reglurnar í lóg um tænastumannaeftirlønir í §§ 19 og 20 eru galdandi fyri eftirsitiløn eftir hesi lóg. Rætturin til eftirsitiløn varir í 6 mánaðir."

  7. § 3 verður orðað soleiðis:
  8. "§ 3. Løgmaður og landsstýrismaður hevur rætt til egineftirløn, tá ið hann hevur verið løgmaður ella landsstýrismaður í minst eitt ár samanlagt. Eftirlønin verður útgoldin mánaðarliga frammanundan frá 1. í mánaðinum eftir, at hann hevur fylt 67 ár, og útgjald eftir § 1 er steðgað, jvb. tó stk. 2.
    Stk. 2. Um aldurin á løgmanni ella landsstýrismanni og tvær ferðir starvsaldurin í tinginum og í landsstýrinum tilsamans geva í minsta lagi 95 ár, fær løgmaður ella landsstýrismaður eftirløn frá 60 ára aldri eftir somu reglum, sum eru ásettar í stk. 1. Løgmaður kann veita løgmanni ella landsstýrismanni, sum er farin frá og er fyltur 60 ár, egineftirløn samb. stk. 1, um heilsu-, fíggjarlig- ella onnur sosial viðurskifti tala fyri tí.
    Stk. 3. Hægsta egineftirløn, sum er 60% av eftirlønargevandi lønini í tí lønarflokki, løgmaðurin ella landsstýrismaðurin er samsýntur eftir, verður veitt, tá ið eftirlønaraldurin er 8 ár ella meiri. Hvørt eftirlønaraldurár er íroknað útrokningarprosentinum soleiðis, at 1.-4. ár telja 9% hvørt, og 5.-8. ár telja 6% hvørt.
    Stk. 4. Til eftirløntan løgmann ella landsstýrismann, sum ikki er fyltur 67 ár, verður veitt viðbót, sum fyri hvørt eftirlønarárið, eftir stk. 3, er 1/8 av viðbótini í § 6, stk. 4, í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir."
    Stk. 5. Landsstýrismaður, sum bæði hevur verið landsstýrismaður og løgmaður, fær eftirløn sum løgmaður.
    Stk. 6. Eftirløntur løgmaður ella landsstýrismaður, sum aftur tekur sæti í landsstýrinum, fær ikki eftirløn í tíðini, hann fær samsýning eftir § 1."

  9. § 4 verður orðað soleiðis:
  10. "§ 4. Eftirsitandi hjúnafelagi eftir løgmann ella landsstýrismann, sum hevur havt sæti í landsstýrinum í minsta lagi 1 ár, hevur, sama ger um løgmaðurin ella landsstýrismaðurin hevði rætt til egineftirløn ella var løgmaður ella landsstýrismaður, tá ið hann doyði, rætt til hjúnafelagaeftirløn, treytað av at tey vóru gift:

    1. áðrenn løgmaðurin ella landsstýrismaðurin var 60 ár
    2. meðan løgmaðurin ella landsstýrismaðurin enn var løgmaður ella landsstýrismaður og
    3. vóru gift meira enn 3 mánaðir innan løgmaðurin ella landsstýrismaðurin doyði.

    Stk. 1, nr. 3, er ikki galdandi, um orsøkin til deyðstilburðin stendst av skaðatilburði í røking av løgmans ella landsstýrismannastarvinum.
    Stk. 2. Hjúnafelagaeftirlønin er 74% av egineftirlønini eftir § 3, stk. 3.
    Stk. 3. Eftirløntum hjúnafeløgum, sum ikki eru fyltir 67 ár, verður veitt viðbót, sum fyri hvørt eftirlønarárið, eftir § 3, stk. 3, er 1/8 av viðbótini í § 6, stk. 4, í løgtingslóg um tænastumannaeftirløn.
    Stk. 4. Fer aldurin á deyða hjúnafelagnum, tey árini tó drigin frá, sum hjúnabandið hevur vart, meiri enn 10 ár upp um aldurin á longstlivandi hjúnafelagnum, verður hjúnafelagaeftirlønin eftir stk. 2 lækkað 2% fyri hvørt ár, munurin fer upp um 10 ár.
    Stk. 5. Rætturin til hjúnafelagaeftirløn verður ikki ávirkaður av sundurlesing. Hvat viðvíkir rættinum til hjúnafelagaeftirløn, eru hjúnini skild, eru reglurnar, sum eru ásettar í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir, galdandi.
    Stk. 6. Hevur hjúnafelagi eftir løgmann ella landsstýrismann eftir omanfyristandandi reglum rætt til fleiri eftirlønir sambært hesi lóg, verður bara tann hægsta eftirlønin útgoldin."

  11. Eftir § 4 verður sett:
  12. § 4a. Egineftirløn og hjúnafelagaeftirløn eftir hesi lóg verða útgoldnar við teimum avmarkingum, sum eru ásettar í stk. 2 og 3, sama ger um løgmaður ella landsstýrismaður annars fær løn ella eftirløn úr landskassanum, og hevur onga ávirkan á rættin til slíka løn ella eftirløn. Tað sama er galdandi, um hann fær løn ella eftirløn sum landsins tænastumaður, statstænastumaður, fólkatingsmaður, løgtingsmaður, løgtingsformaður ella frá starvi í eini kommunu, konsessioneraðum felag, øðrum statsstuðlaðum eftirlønarkassa ella aðrari tænastumannalíknandi eftirlønarskipan.
    Stk. 2. Hevur løgmaður ella landsstýrismaður rætt til egineftirløn sum løgtingsmaður, løgtingsformaður, fólkatingsmaður, borgarstjóri, tænastumaður landsins, statstænastumaður, úr statsstuðlaðum eftirlønarkassa ella aðra tænastumannalíknandi eftirløn, kann samlaða egineftirlønin ikki fara upp um hægstu egineftirlønina, sum kann fáast sambært løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir, og egineftirlønin úr landsstýrinum verður í slíkum førum sett niður við tí upphædd, sum er hægri enn henda. Hevur eftirløntur løgmaður ella landsstýrismaður lønarinntøku í starvi, sum gevur rætt til eftirløn, sum ásett í pkt. 1, kann samlaða lønin og eftirlønin ikki fara upp um hægstu eftirlønargevandi tænastumannaløn, og eftirlønin úr landsstýrinum verður í tí føri sett niður, sum ásett í pkt. 1.
    Stk. 3. Hevur eftirlivandi hjúnafelagin eftir løgmann ella landsstýrismann rætt til hjúnafelagaeftirløn, sum stavar frá, at hjúnafelagin fær eftirløn, tí løgmaðurin ella landsstýrismaðurin hevur verið løgtingsmaður, løgtingsformaður, fólkatingsmaður, tænastumaður landsins, statstænastumaður ella úr statsstuðlaðum eftirlønarkassa ella aðra tænastumannalíknandi eftirløn, kann samlaða hjúnafelagaeftirlønin ikki fara upp um hægstu hjúnafelagaeftirløn sambært lógini um tænastumenn landsins, og verður eftirlønin úr landsstýrinum sett niður við tí upphædd, sum er hægri enn henda."

  13. Eftir § 4a verður sett:
  14. "§ 4b. Reglurnar í lóg um tænastumannaeftirlønir § 8, jvb. § 2 og § 12, stk. 4, er eisini galdandi fyri eftirlønir og hjúnafelagaeftirlønir eftir hesi lóg.
    Stk. 2. Verður løgmaður ella landsstýrismaður aftan á fráfaringina óarbeiðsførur og fær rætt til fyritíðarpensjón, verður eftirlønin útgoldin frá sama mundi, sum fyritíðarpensjónin verður útgoldin."

  15. § 5 verður orðað soleiðis:
  16. "§ 5. Reglurnar í kapittul 4 í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir um barnaeftirløn og barnaeftirlønarviðbót eru galdandi. Barnaeftirløn og barnaeftirlønarviðbót verður tó ikki goldin, verða hesar goldnar eftir tænastumannaeftirlønarlógini, lógini um samsýning og eftirløn løgtingsmanna ella fólkatingsvallógini."

  17. § 6 verður strikað.
  18. § 7 verður orðað soleiðis:
  19. § 7. Samsýningarnar og kostnaðarendurgjaldið í § 1 verða útgoldin við 1/12 um mánaðin frammanundan frá tí degi, løgmaður ella landsstýrismaður hevur tikið við starvinum, til tann mánaðurin er úti, hann fer frá."

  20. Í § 8 verður sett sum stk. 2:
  21. Stk. 2. Ásetingarnar um javning av eftirlønum og eftirsitilønum í § 26 í lóg um tænastumannaeftirlønir er eisini galdandi fyri javning av eftirlønum eftir hesi lóg."

  22. § 10 verður orðað soleiðis:
  23. § 10. Verður tænastumaður valdur til løgmann ella landsstýrismann, hevur hann rætt til farloyvi úr starvi sínum uttan miss í lønaraldri, um hildið verður, at embætið tolir tað.
    Stk 2. Løgmaður og landsstýrismenn hava rætt til farloyvi í sambandi við barnsburð og ættleiðing eftir reglunum, sum eru galdandi fyri tænastumenn.
    Stk. 3. Farloyvi eftir stk. 2 ber ikki í sær frádrátt í samsýning eftir § 1, stk. 1, og eftirlønaraldri."

  24. § 11 verður strikað.
  25. Sum nýggj § 12a verður sett:
  26. "§ 12a. Fyri fyrrverandi løgmenn og landsstýrismenn, sum hava krav upp á eftirløn, innan henda lóg kemur í gildi, galda reglurnar í tænastumannalógini § 37 fyri hesar eftirlønir."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri løgmann og landsstýrismenn, sum tóku sæti 15. mai 1998 ella eftir henda dag. Samstundis verður danski teksturin í lógini strikaður.

Almennar viðmerkingar

Fyriliggjandi uppskot varð lagt fyri Løgtingið 4. mars 2000, men fall burtur, tá tað ikki var liðugt viðgjørt, tá tingsetan endaði á ólavsøku.

Skal samsvar vera millum lógirnar um samsýning løgtingsmanna og samsýning landsstýrismanna, ber broytingin í lógini um samsýning løgtingsmanna í sær, at neyðugt er eisini at broyta lógina um samsýning og eftirløn landsstýrismanna.

Hetta ber m.a. eisini í sær, at skotið verður upp, at løgmaður og landsstýrismenn, eins og løgtingsmenn, fáa kostnaðarískoyti til samskiftisnýtslu. Siðvenja hevur verið, at landsstýrismenn fáa fría heimatelefon, tó soleiðis at teir fyri privatar samrøður gjalda 1.000 kr. um árið. Samskiftismynstrið er broytt sera nógv tey seinastu árini, nú alt fleiri samskiftisamboð eru tøk. Siðvenjan viðvíkjandi fríari telefon eigur tí at verða avtikin, og í staðin eigur løgmaður og landsstýrismenn at fáa kostnaðarendurgjald til samskifti.

Arbeitt verður við at gera leiðreglur fyri nýtslu av fartelefonum í fyrisitingini. Tá henda regla er gjørd, verður hon eisini at galda fyri løgmann og landsstýrismenn.

Eftirløn til løgmann og landsstýrismenn hevur í høvuðsheitum verið eftir tænastumannaeftirlønarlógini. Talan hevur verið um egineftirløn, hjúnafelagaeftirløn, barnaeftirløn og eftirsitiløn. Egineftirlønin er ásett eftir, hvussu leingi løgmaður ella landsstýrismaður hevur havt sæti í landsstýrinum, og hvør samsýningin var, tá ið hann legði frá sær.

Egineftirlønin hevur verið útgoldin frá 1. í mánaðinum eftir, at løgmaður ella landsstýrismaður hevur fylt 67 ár. Hann hevur tó ikki fingið eftirløn, um hann framvegis hevur fingið samsýning sum landsstýrismaður ella løgmaður.

Hjúnafelagið eftir løgmann ella landsstýrismann hevur fingið eftirløn, sum hevur verið partur av eftirlønini, løgmaðurin ella landsstýrismaðurin hevði vunnið sær.

Samsýning og eftirløn løgtingsmanna varð broytt við Ll. nr. 12 frá 18. februar 1999. Hetta hevur borið m.a. í sær, at nú ber til hjá løgtingsmanni at vinna sær eftirløn frá fleiri tænastumanna- ella tænastumannalíknandi setanum. Hann kann tó ikki samanlagt fara upp um hægstu egineftirløn, sum kann fáast sambært løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir. Til ber eisini hjá honum at fara frá sum 60 ára gamal undir øðrum treytum enn fyrr, og eisini eftir øðrum treytum enn tænastumenn.

Løgmaður og landsstýrismenn verða framvegis eftirløntir eftir meginreglunum í løgtingslóg um tænastumannaeftirløn. Løgmaður og landsstýrismenn fáa eftirløn frá 67 ára aldri, men kunnu, tá ið heilsan bilar, fáa eftirløn áðrenn. Somu ásetingar verða brúktar sum fyri tænastumenn. Afturat tí kunnu teir tó, eins og tingmenn, eisini fáa eftirløn sum 60 ára gamlir eftir øðrum treytum, sí viðmerkingarnar til pkt. 3.

Eftir verandi skipan fáa løgmaður og landsstýrismenn, roknað eftir starvstíð, part av eftirlønini í tí lønarflokki, teir verða samsýntir eftir (ávikavist 40. og 38. lønarflokkur). Henda meginregla verður varðveitt. Tó kundu teir ongantíð fáa meira enn 75% av hægstu eftirlønini hjá tænastumonnum. Eftir broytingunum kunnu teir nú fáa upp til 100% av hægstu eftirlønini hjá tænastumonnum.

Tá ið lógin um samsýning løgtingsmanna varð broytt, varð eftirlønarprosentið hjá teimum eisini broytt. Skotið verður upp, at eftirlønarprosentini hjá løgmanni og landsstýrismonnum verða ásett á sama hátt, sum fyri løgtingsformannin. Eftirlønin verður hægri, enn hon er í dag, men hildið verður, at rættast er, at løgmaður og landsstýrismenn hava somu eftirlønarskipan sum løgtingsformaðurin.

Eftir uppskotinum hækka eftirlønirnar í miðal eini 60-70%. Hetta hevur tó ikki ávirkan beinanvegin, ikki fyrr enn teir landsstýrismenn og løgmenn, sum í dag hava sæti í landsstýrinum ella fáa sæti í landsstýrinum seinni, fara frá við eftirløn. At kunna fara frá sum 60 ára gamal í staðin fyri 67 ára gamal, við somu eftirløn, kostar nærum tvífalt, um tú skalt hava somu upphædd mánaðarliga, sum lívlang veiting kundi givið, og talan er um eina tryggingartekniska útrokning.

Í 1999 vórðu útgoldnar kr. 92.000 í eftirløn, meðan útreiðslurnar í 2000 vóru kr. 441.000.

Avleiðingar av uppskotinum

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

ja

nei

nei

ja

nei

Umsitingarligar
avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

nei

nei

nei

nei

 

nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

ja

 

Viðmerkingar til einstøku broytingarnar
Til § 1.

ad. pkt. 1. Starvið sum løgmaður ella landsstýrismaður ber í sær serligan kostnað til samskifti. Hugsað verður her serliga um kostnaðargjald fyri telefon, telefaks, postgjald, alnót o.l. Til hesa nýtslu verður skotið upp, at løgmaður og landsstýrismenn fáa eitt skattafrítt kostnaðarendurgjald upp á kr. 24.000 árliga.

ad pkt. 2. Løgmaður og landsstýrismenn fáa samsýning í 3 til 6 mánaðir eftir, at teir eru farnir frá. Skotið verður upp, at fer løgmaður ella landsstýrismaður í alment starv, áðrenn samsýningin er steðgað úr landsstýrinum, skal samsýningin verða lækkað samsvarandi. Rætt er ikki, at hann fær dupulta løn.

ad pkt. 3. Fyri eftirsitiløn er tann broytingin gjørd, at eftirsitiløn nú eisini verður goldin til hjúnafelaga, sum situr eftir fyrrverandi løgmann ella landsstýrismann, sum fekk eftirløn, tá ið hann doyði. Hetta er eisini galdandi fyri tænastumenn. Í galdandi lóg stendur, at børn hava rætt til eftirsitiløn, til tey eru 18 ár. Í løgtingslógini um tænastumannaeftirløn hava børnini rætt til eftirsitiløn, til tey eru 21 ár. Víst verður til greinarnar í løgtingslógini um tænastumannaeftirlønir, so børn eftir løgmann og landsstýrismann hava sama rætt sum børn eftir tænastumann.

ad pkt. 4. Henda greinin snýr seg um eftirlønarrætt hjá løgmanni og landsstýrismonnum. Eftirlønarskipanin er gjørd við grundarlagi í tænastumannaeftirlønini. Høvðusreglan er tann, at løgmaður ella landsstýrismaður skal hava havt sæti í landsstýrinum í minst 1 ár tilsamans, og at eftirlønin kemur til útgjaldingar, tá ið fyrrverandi løgmaður ella landsstýrismaður fyllir 67 ár. Undantak er tó gjørt í § 4b.

Í stk. 2 verða gjørd tvey undantøk frá høvuðsregluni um 67 ár. Tað fyrsta er, at løgmaður ella landsstýrismaður kann fáa eftirløn frá 60 ára aldri, um so er, at aldur hansara + tað dupulta áramálið, hann hevur havt sæti á tingi og í landsstýrinum, eru 95 ár ella meira. Sum dømi um hetta kann nevnast, at landsstýrismaður er 57 ár, tá ið hann fer úr landsstýrinum. Hann hevur havt sæti á tingi og í landsstýrinum í tilsamans í 19 ár. Aldur + 19*2= 57 + 38 = 95 ár, og hevur hesin tingmaður so rætt til eftirløn, tá ið hann verður 60 ár. Hitt undantakið er, at løgmaður kann veita fráfarnum løgmanni ella landsstýrismanni eftirløn, tá ið hann er 60 ár, um serlig viðurskifti gera seg galdandi.

Í stk. 3 verður ásett, hvussu løgmaður og landsstýrismaður forvinnur eftirlønaraldur. Eftirlønin er í mesta lagi 60% av eftirlønargevandi lønini í ávikavist 40. og 38. lønarflokki. 60% fær løgmaður ella landsstýrismaður, sum hevur sitið í sessinum í 8 ár ella meira, og verður eftirlønin fyri hvørt árið roknað sum %partur av lønini í ávikavist 40. og 38. lønarflokki. Prosentini eru 9 fyri hvørt árið tey fyrstu 4 árini og síðan 6% fyri hvørt árið. Meginreglan er tann sama sum í tænastumannalógini, tó tekur tað bara 8 ár at koma upp á 60%. Hetta er sama skipan, sum er galdndi fyri løgtingsformannin.

Í stk. 4 er ásett, at løgmaður ella landsstýrismaður, sum er undir 67 ár og fær eftirløn, fær eitt ávíst ískoyti, sum er 1/8 av grundupphæddini av fólkapensjónini. Hetta kemst av broytingini, sum í 1997 er gjørd í tænastumannaeftirlønarlógini, har samskipanarfrádráttur við sosialar pensjónir varð tikin av fyri tænastumannapensjónir. Tænastumannapensjónir vórðu m.a. lækkaðar, tí samskipanarfrádrátturin var burtur, men førdi hetta við sær, at tænastumenn undir 67 ár fingu munandi minni í eftirløn enn áðrenn broytingina, tí hetta ískoyti.

Í stk. 6. verður ásett, at eftirløntur løgmaður ella landsstýrismaður, sum aftur fær sæti í landsstýrinum, missir eftirlønina, meðan hann er løgmaður ella landsstýrismaður.

ad pkt. 5. Í hesi grein verður ásett, hvussu hjúnafelagi eftir løgmann ella landsstýrismann fær eftirløn. Á sama hátt sum við sjálvari eftirlønini er tað gjørt eftir tænastumannaeftirlønarlógini. Sum sæst, er fyrsta treytin at fáa hesa eftirløn, at talan er um eitt hjúnalag, og hetta hjúnalag er komið í lag innan ávísa tíð. Tað er ikki treyt, fyri at hjúnafelagi fær eftirløn, at løgmaðurin ella landsstýrismaðurin fekk eftirløn útgoldna, tá ið hann doyði. Treytin er, at hann hevur forvunnið sær rætt til eftirløn, t.e. verið løgmaður ella landsstýrismaður í minst eitt ár og er deyður. Eftirlønin er 74% av tí eftirløn, sum deyði løgmaðurin ella landsstýrismaðurin hevði havt fingið, um hann náddi tann eftir hesi lóg ásetta eftirlønaraldur eftir § 3. Fær løgmaður ella landsstýrismaður eftirløn, tá ið hann doyr, fær hjúnafelagin somuleiðis 74% av eftirlønini. Í stk. 3 fær hjúnafelagi undir 67 ár somu viðbót, sum fyrrverandi løgmenn og landsstýrismenn, sí viðmerking til § 3, stk. 4. Stk. 4 tryggjar, at giftir løgmaður ella landsstýrismaður seg ungari konu ella ungum manni, so verður eftirlønin hjá hesum hjúnafelaga skerd nakað, um aldursmunurin er sera stórur. Sama regla er galdandi fyri tænastumenn. Í stk. 6 er ásett, at hjúnafelagi, sum hevur verið einkja ella einkjumaður eftir meiri enn ein løgmann ella landsstýrismann, bara fær ta hægstu eftirlønina.

ad pkt. 6. Her verður ásett, hvørji lønar- og eftirlønarviðurskifti ávirka, og hvørji ikki ávirka rættin til egineftirløn og hjúnafelageftirløn. Løgmaður og landsstýrismenn kunnu forvinna sær rætt til eftirløn í fleiri størvum, sum geva rætt til tænastumannaeftirløn, tænastumannalíknandi eftirløn og eftirløn eftir hesi lóg. Reglurnar um hetta eru ásettar í stk. 1. Í stk. 2 og 3 eru settar avmarkingar fyri støddini á hesum lønum og eftirlønum. Løgmaður ella landsstýrismaður, sum hevur vunnið sær rætt til eftirløn sum løgmaður ella landsstýrismaður og eisini hevur vunnið sær rætt til eftirløn í einum ella fleiri av teimum í stk. 2 nevndu størvum, hevur rætt til eftirløn úr øllum størvunum. Ein avmarking av samlaðu eftirlønarupphæddini er tó ásett, so samlaða eftirlønin í mesta lagi kann vera hægsta eftirlønin, sum fáast kann eftir tænastumannalógini. Hægsti flokkur í tænastumannalógini er 40. lønarflokkur, og hægsta eftirlønin sambært hesum flokki er í løtuni knappar 26.000 kr. um mánaðin. Fer samlaða eftirlønin upp um hesa upphædd, verður eftirlønin úr landsstýrinum lækkað. Um eftirløntur løgmaður ella landsstýrismaður fær løn úr einum av teimum í stk. 2 nevndu størvum, verður eftirlønin eisini lækkað, um løn + eftirløn fara upp um hægstu eftirlønargevandi løn í 40. lønarflokki í tænastumannalógini, sum í løtuni er góðar 43.000 kr. um mánaðin. Hægsta eftirlønin, hjúnafelagi eftir løgmann ella landsstýrismann kann fáa, er góðar 19.000 kr. um mánaðin.

ad pkt. 7. Í hesi grein verður givin heimild til, at løgmaður ella landsstýrismaður, sum í útinnanini av løgmans- ella landsstýrismannaarbeiðinum kemur so álvarsliga til skaða, at hann verður óarbeiðsførur soleiðis, at tað gevur rætt til endurgjald eftir lóg um vanlukkutrygging, fær eftirløn, sum um hann hevði havt sæti í landsstýrinum í meira enn 8 ár. Hetta er ikki galdandi, um hann av ósketni ella í fyllskapi hevur verið sær úti eftir løstinum. Hjúnafelagi hevur eisini rætt til hægstu hjúnafelagaeftirløn, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður doyr av skaðanum, hann fekk. Í stk. 2 er ásett, at ásetingarnar í stk. 1 eisini eru galdandi, um løgmaður ella landsstýrismaður, eftir at hann er farin frá, verður óarbeiðsførur og fær rætt til almenna fyritíðarpensjón.

ad pkt. 8. Í hesi grein er ásett, at reglurnar um barnaeftirløn og barnaeftirlønarískoyti eru eftir somu reglum sum hjá tænastumonnum. Hetta ber í sær, at um løgmaður ella landsstýrismaður, sum doyr, hevur børn undir 21 ár, fáa børnini barnaeftirløn, sum er um 2.000,- kr. um mánaðin. Eru børnini foreldraleys, er barnaeftirlønin dupult. Fer løgmaður ella landsstýrismaður frá við eftirløn og hevur børn undir 21 ár, fær hann barnaeftirlønarískoyti, til børnini verða 21 ár. Barnaeftirlønarískoytið er eisini um 2.000,- kr. um mánaðin.

ad pkt. 9. Samskipanarfrádrátturin, ið varð ásettur í § 6, verður strikaður. Hetta kemst av broytingini, sum í 1997 er gjørd í tænastumannaeftirlønarlógini, har samskipanarfrádráttur við sosialar pensjónir varð tikin av fyri tænastumannapensjónir.

ad pkt. 10. Ásett er, hvussu samsýningarnar og kostnaðarendurgjaldið, sum ásett er í § 1, verða útgoldin. Broytingin er, at verður landsstýrið ikki skipað fyrsta dag í mánaðinum, verða samsýningar og kostnaðarendurgjald fyrsta mánaðin goldin lutfalsliga. Í galdandi lóg verður einki útgoldið fyrr enn 1. í mánaðinum eftir, at landsstýrið er skipað. Hetta hevur borið í sær, at verður landsstýrið t.d. skipað 4. mai, fáa løgmaður og landsstýrismenn onga samsýning fyrr enn 1. juni.

ad pkt. 11. Í hesum stykki verður ásett, hvussu eftirlønir, eftirlønarískoyti, viðbótin til eftirløntar løgmenn og landsstýrismenn og hjúnafelagaeftirlønir verða javnaðar.

ad pkt. 12. Stk. 1 er næstan sama orðing sum § 10 í galdandi lóg. Tó er strikað, at tænastumaður, sum verður valdur til landsstýrismann, hevur rætt til farloyvi úr starvi sínum uttan miss í eftirlønaraldri. Eftir § 4a í uppskotinum fær hann nú, við ávísum avmarkingum, útgoldna eftirløn í báðum størvum.

Í stk. 2 og 3 verður ásett, at løgmaður og landsstýrismenn hava rætt til barnsburðarfarloyvi eftir somu reglum, sum tænastumenn landsins í sambandi við barnsburð og ættleiðing. Hetta merkir, at kvinnuligur løgmaður ella landsstýrismaður fær farloyvi við samsýning í 24 vikur í sambandi við barnsburð og ættleiðing. Mannligur løgmaður og landsstýrismaður kann fáa farloyvi í upp til 14 dagar við ongari samsýning og við ongum missi í eftirlønaraldri.

ad pkt. 13. Ásetingin um, at tíðin, fyrrverandi landsstýrismenn hava fingið bíðipening sum landsstýrismenn, skal verða drigin frá í eftirlønaraldri, verður strikað. Hetta verður gjørt fyri at fáa samsvar við lógina um eftirløn til løgtingsmenn.

ad pkt. 14. Lógin er ikki galdandi fyri løgmenn og landsstýrismenn, sum eru farnir úr landsstýrinum. Bæði teir, sum fáa eftirløn eftir higartil galdandi lóg, og teir, sum hava eitt útsett krav upp á eftirløn. Tænastumanneftirlønarlógin varð broytt við gildi frá 1. januar 1997. Eftirlønarútrokningin verður nú gjørd á ein heilt annan hátt enn í lógini, sum var galdandi, tá lógin um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m. varð gjørd í 1993, og ber hetta í sær, at eftirlønirnar til løgmenn og landsstýrismenn, sum verða eftirløntir frameftir, koma at minka munandi sum frálíður. Tænstumannaeftirlønirnar minka eisini, men eru gjørdar skiftisreglur hesum viðvíkjandi. Skotið verður tí upp, at skiftisreglan í § 37 í tænastumannalógini verður galdandi fyri eftirlønir hjá fyrrverandi løgmonnum og landsstýrismonnum, og merkir hetta, at eftirlønin verður tann sama, sum hon er í dag.

ad § 2. Broytingarnar koma í gildi dagin eftir, at lógin er lýst. Broytingarnar eru galdandi fyri løgmenn og landsstýrismenn, sum vórðu valdir í landsstýrið 15. mai 1998, og teir, sum koma at hava sæti í landsstýrinum frameftir.

Lógin er ikki galdandi fyri løgmenn og landsstýrismenn, sum eru farnir úr landsstýrinum. Bæði teir, sum fáa eftirløn eftir higartil galdandi lóg, og teir, sum hava eitt útsett krav upp á eftirløn.

1. viðgerð 6. mars 2001. Tingmálini 72 og 91 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 18. apríl 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2001 og eftir 1. viðgerð tann 6. mars 2001 er tað beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 7., 14., 21., 27., 28. mars, og 11. apríl 2001 og hevur undir viðgerðini havt fund við Anfinn Kallsberg, løgmann.

Nevndin vísir á, at Sambandsflokkurin í løgtingsmáli nr. 72/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m. skjýtur upp, at landsstýrismenn, sum fara úr landsstýrinum og beinleiðis í Løgtingið, bert fáa ta einu lønina. Ein samd nevnd mælir til at seta eina broyting inn í grein 1, nr. 2, í fyriliggjandi uppskoti soleiðis, at endamálið í uppskoti Sambandsfloksins verður rokkið. Eisini vísir nevndin á, at landsstýrið mælir til, at lógin fær gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Nevndin heldur, at rættast er, at lógin fær gildi ásettan dag, og mælir til, at lógin kemur í gildi 1. mai 2001.

Samsvarandi hesum setir ein samd nevnd tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Í § 1, nr. 2, verður eftir orðini "frá almennum stovni," sett inn "ella sum løgtingsmaður,".
  2. Í § 2 verða orðini "dagin eftir, at hon er kunngjørd" broytt til "1. mai 2001".
  3. Nevndin hevur annars býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

    Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen, Vilhelm Johannesen og Kári P. Højgaard) vísir á, at landsstýrið hevur skotið upp, at lógin verður galdandi fyri løgmann og landsstýrismenn, sum tóku sæti 15. mai 1998 ella eftir henda dag. Meirilutin mælir til, at lógin eisini verður galdandi fyri løgtingsmenn, sum tóku sæti 15. mai 1998, og sum áður hava verið landsstýrismenn.

    Samsvarandi hesum setir meirilutin tí fram soljóðandi

    b r o y t i n g a r u p p s k o t

    Í § 2 verður eftir orðini "ella eftir henda dag," sett inn "og teir løgtingsmenn sum tóku við 15. mai 1998"

    Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) vísir á, at landsstýrið skjýtur upp, at reglurnar um barnaeftirløn og barnaeftirlønarískoyti verða eftir somu reglum sum hjá tænastumonnum, soleiðis, at um løgmaður ella landsstýrismaður doyr og eigur børn undir 21 ár, fáa børnini barnaeftirløn, og um løgmaður ella landsstýrismaður fer frá við eftirløn og eigur børn undir 21 ár, fær hann barnaeftirlønarískoyti, til børnini verða 21 ár. Minnilutin vísir á, at lógaraldurin í dag er 18 ár, og mælir minnilutin tí til, at barnaeftirløn og barnaeftirlønarískoyti verð latin børnum undir 18 ár. Minnilutin vísir á, at sambært løgtingslóg nr. 12 frá 18. februar 1999 um samsýning og eftirløn løgtingsmanna, eru reglurnar í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir um barnaeftirløn og barnaeftirlønarviðbót galdandi. Minnilutin mælir til, at lógin um samsýning og eftirløn løgtingsmanna verður broytt soleiðis, at barnaeftirløn og barnaeftirlønarískoyti verða latin børnum undir 18 ár. Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi

    b r o y t i n g a r u p p s k o t

  4. Í § 1, nr. 8, verður eftir orðini "barnaeftirlønarviðbót eru galdandi" sett inn "tó bert til barnið fyllir 18 ár"

2. viðgerð 20. apríl 2001. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til §§ 1 og 2 samtykt 28-1-1. Broytingaruppskot frá minnilutanum í fíggjarnevndini, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen, til § 1 fall 7-11-12. Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Finnboga Arge, Vilhelm Johannesen, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen og Kára P. Højgaard, til § 2 samtykt 20-3-7. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 22-7-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi 4. mai 2001 løgdu tingmenninir Rúna Sivertsen, Jógvan Durhuus, Helena Dam á Neystabø og Jóannes Eidesgaard fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

til

3. viðgerð

§ 2 verður orðað soleiðis: "Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002 og er galdandi fyri løgmenn og landsstýrismenn, sum hava ella hava havt sæti í landsstýrinum eftir 1. mars 1951. Samstundis verður danski teksturin strikaður."

Viðmerkingar
Í 1993 varð gjørd lóggáva um eftirløn løgtings- og landsstýrismanna. Hon kom í staðin fyri skipanina við bíðipeningi og varð tí galdandi frá tí degi, tá skipanirnar við bíðipeningi komu í gildi. Landsstýrismenn fingu bíðipening frá 1951 og løgtingsmenn frá 1971.

Løgtingslógin um eftirløn hjá løgmanni og landsstýrismonnum verður nú broytt. Hetta broytingaruppskotið hevur við sær, at skipanin framvegis skal vera galdandi frá 1951.

Árligi meirkostnaðurin av hesum uppskoti verður umleið 1,2 mió. kr. árliga.

Roknast má við, at uppskot um eina líknandi broyting fyri tingmenn verður lagt fram seinni í ár.

3. viðgerð 4. mai 2001. Broytingaruppskot frá Rúnu Sivertsen, Jógvan Durhuus, Helenu Dam á Neystabø og Jóannes Eidesgaard til § 2 samtykt  16-13-1. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 20-10-0. Málið avgreitt.

J.nr. 521-0012/2000
Ll.nr. 84 frá 15.05.2001