Tvískattasáttmáli Grřnland

 

92  Uppskot til  lřgtingslóg um at seta í gildi ásetingarnar í sáttmála millum Fřroyar og Grřnland at sleppa undan tvískatting av inntřku og ogn

A. Upprunauppskot
B. 1. viđgerđ
C. Orđaskifti viđ 1. viđgerđ
D. Álit
E. 2. viđgerđ
F. 3. viđgerđ

Ár 2001, 3. mars, legđi Karsten Hansen, landsstýrismađur, vegna landsstýriđ fram soljóđandi

Uppskot

til

lřgtingslóg um at seta í gildi ásetingarnar í sáttmála millum Fřroyar og Grřnland at sleppa undan tvískatting av inntřku og ogn

§ 1. Ásetingarnar í hjálagda sáttmála frá 30. august 2000 millum Fřroyar og Grřnland at sleppa undan tvískatting av inntřku og ogn viđ protokollum frá 30. august 2000 og 22. november 2000 fáa viđ hesum lřgtingslógargildi.

§ 2. Henda lřgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjřrd, og hevur virknađ frá 1. januar 2001.

Skjal:

SÁTTMÁLI MILLUM FŘROYAR OG GRŘNLAND

AT SLEPPA UNDAN TVÍSKATTING AV INNTŘKU OG OGN

Kapitul I
Sáttmálanýtsluřki

Grein 1
Persónar, sum koma undir sáttmálan

Undir henda sáttmála koma persónar, sum búgva í Fřroyum, í Grřnlandi ella í báđum teimum sáttmálabundnu londunum.

Grein 2
Skattir eftir hesum sáttmála

1. Hesin sáttmálin skal verđa nýttur um inntřku- og ognarskattir, uttan mun til hvussu teir verđa kravdir inn, iđ verđa álíknađir vegna einum sáttmálabundnum landi, tess politisku deildum ella lokalum myndugleikum.

2. Uttan mun til ásetingarnar í řđrum greinum í sáttmálanum verđur hann ikki nýttur um inntřkur og ognir hjá virkjum, sum rřkja virksemi sambćrt loyvi eftir lóg um miniralsk ráevni í Grřnlandi ella Lřgtingslóg um kolvetnisvirksemi.

3. Inntřku- ella ognarskattir eftir hesum sáttmála skulu roknast at vera allir skattir, iđ verđa álíknađir av allari inntřkuni, allari ognini ella av parti av inntřkuni ella ognini. Heruppií eru skattir av vinningi, tá iđ rakstrargagn ella fřst ogn verđur selt, skattir av tí samlađu upphćddini av samsýningum ella lřnum, iđ eru útgoldnar av virkjum, eins og skattir av ognarvřkstri.

4. Galdandi skattir, sum hesin sáttmáli verđur nýttur um, eru:

(a) í Fřroyum:

  1. skattur til landskassan,
  2. skattur til kommunur,
  3. kirkjuskattur,
  4. skattur av vinningsbýti,
  5. skattur av nýtslugjaldi (royalty),
  6. rentuskattur og
  7. skattur eftir kolvetnislógini.

(b) í Grřnlandi:

  1. landsskattur,
  2. serligur landsskattur,
  3. kommunuskattur
  4. felagskommunalur skattur,
  5. partafelagsskattur,
  6. skattur av vinningsbýti og
  7. kolvetnisskattur.

5. Sáttmálin skal eisini verđa nýttur um allar skattir av sama ella nćrum sama slag, sum, eftir at hesin sáttmálin er undirskrivađur, verđa álíknađir sum ískoyti ella í stađin fyri galdandi skattir. Viđ hvřrt árslok skulu málsráđandi myndugleikarnir í teimum sáttmálabundnu londunum geva hvřrjum řđrum bođ um broytingar, sum eru gjřrdar í teirra egnu skattalógum.´

Kapitul II
Allýsingar

Grein 3
Vanligar allýsingar

1. Um ikki annađ sćst av tí sambandi, málburđurin verđur havdur í, er merking hansara í hesum sáttmála, sum niđanfyri tilskilađ:

  1. málberingin "Fřroyar" merkir tađ fřroyska landřkiđ, eins og sjóřkiđ og meginlandsstřđiđ;
  2. málberingin "Grřnland" merkir tađ grřnlendska landřkiđ, eins og sjóřkiđ og meginlandsstřđiđ;
  3. málberingin "land" merkir Fřroyar ella Grřnland, alt eftir hvat samanhangurin krevur;
  4. málberingin "persónur" merkir likamligur persónur, felag og hvřr onnur samtřka av persónum;
  5. málberingin "felag" merkir hvřr lřgfrřđiligur persónur ella hvřr samtřka, sum skattliga verđur viđgjřrd sum lřgfrřđiligur persónur;
  6. málberingarnar "virki í einum sáttmálabundnum landi" og "virki í hinum sáttmálabundna landinum" merkja ávíkavist virki, sum verđur rikiđ av einum persóni, iđ býr í einum sáttmálabundnum landi, og virki, sum persónur rekur, iđ býr í hinum sáttmálabundna landinum;
  7. málberingin "altjóđa ferđsla" merkir flutningur viđ skipi ella flogfari, sum verđur nýtt av virki, hvřrs veruliga leiđsla býr í einum sáttmálabundnum landi, uttan so at skipiđ ella flogfariđ bert verđur nýtt millum střđ í hinum sáttmálabundna landinum;
  8. málberingin "málsráđandi myndugleiki" merkir:
    1. í Fřroyum: landsstýrismađurin í skattamálum,
    2. í Grřnlandi: landsstýrismađurin í fíggjar- og búskaparmálum,

ella tann myndugleiki í teimum tveimum londunum, sum er heimilađur at taka sćr av spurningum hesum sáttmála viđvíkjandi.

2. Tá iđ sáttmálin verđur nýttur í einum sáttmálabundnum landi, skal, uttan so at annađ sćst av samanhanginum, ein og hvřr málbering, sum ikki er útgreinađ í honum, hava tann týdning, sum hon hevur í lóggávuni í hesum landi um teir skattir, sum hesin sáttmálin viđvíkur. Tann týdningur, sum málberingin hevur í skattalóggávuni í hesum landi, hevur fyrimun fyri týdningin, sum mundi veriđ í ađrari lóggávu hjá sama landi.

Grein 4
Skattligur heimstađur

  1. Í hesum sáttmála merkir málberingin "persónur, sum býr í einum sáttmálabundnum landi" hvřr persónur, sum sambćrt lóggávuni í hesum landinum er skattskyldigur har vegna heimstađ, bústađ, leiđslunar búđstađ ella tílíkum merki. Málberingin fevnir eisini um heimastýriđ, tess politisku deildir og lokalu myndugleikar. Tó fevnir málberingin ikki um persón, hvřrs skattskylda til umrřdda land er avmarkađ til einans kelduinntřku ella ognir í hesum landi.
  2. Tá iđ soleiđis er, at likamligur persónur sambćrt reglunum í 1. stykki býr í báđum sáttmálabundnu londunum, galda niđanfyristandandi reglur:
  1. hann verđur bert hildin at búgva í tí landinum, har hann hevur fastan bústađ třkan. Um hann hevur fastan búđstađ třkan í báđum sáttmálabundnu londunum, verđur hann bert hildin at búgva í tí sáttmálabundna landinum, sum hann persónliga og fíggjarliga er mest knýttur at;
  2. ber ikki til at gera av, í hvřrjum landi miđdepilin fyri lívsáhugamálum hansara er, ella hevur hann ikki í nřkrum sáttmálabundnum landi fastan bústađ třkan, tá verđur hann bert hildin at búgva í tí landinum, har hann vanliga dvřlst;
  3. ber ikki til at gera av, í hvřrjum av teimum sáttmálabundnu londunum hann vanliga dvřlst, skulu teir málsráđandi myndugleikarnir í teimum tveimum sáttmálabundnu londunum taka avgerđ í málinum viđ sínámillum avtalu.
  1. Um ein ikki-likamligur persónur eftir reglunum í 1. stykki verđur hildin at búgva í báđum sáttmálabundnu londunum, skal hann verđa hildin bert at búgva í tí landinum, har veruliga leiđslan hevur sítt sćti.
  2. Deyđsbúgv verđa hildin at búgva í tí sáttmálabundna landinum, har tann deyđi sambćrt 1. og 2. stykki í hesari grein skal verđa hildin at vera búđsitandi viđ andlátiđ.

Grein 5
Fastur rakstrarstađur

  1. Í hesum sáttmála merkir málberingin "fastur rakstrarstađur" ein fastur handilsstađur, har virkiđ heilt ella lutvíst rřkir starv sítt.
  2. Málberingin "fastur rakstrarstađur" fevnir serstakliga um:
  1. eitt stađ, hađani virkiđ verđur stjórnađ;
  2. eina deild;
  3. eina skrivstovu;
  4. eina verksmiđju;
  5. eitt verkstađ;
  6. eitt nám, eina olju- ella gasskeldu, eitt grótbrot ella eitt stađ, har náttúruríkidřmi, her eisini ísur og vatn, verđa vunnin, ella roynt verđur at vinna slíkt;
  7. stađiđ, har byggi-, nýgerđar- ella uppsetingararbeiđi er í gerđ, sum í samanhangi fer upp um 3 mánađir;
  8. útinning av eftirlitsvirksemi í samband viđ eitt byggi-, nýgerđar- ella uppsetingararbeiđi, sum í samanhangi fer upp um 3 mánađir.

3. Málberingin "fastur rakstrarstađur" skal ikki vera galdandi:

  1. tá iđ innrćttingar bara eru nýttar til at goyma, sýna fram ella flýggja út vřru hjá virkinum;
  2. tá iđ vřra, sum virkiđ eigur, bert verđur havd á vřrugoymslu, til framsýningar ella til útflýggingar;
  3. tá iđ vřra hjá virkinum verđur havd á vřrugoymslu, bert tí at hon skal verđa virkađ ella góđska á řđrum virki;
  4. tá iđ fastur handilsstađur bert verđur havdur til at keypa vřru ella innsavna upplýsingar til virkiđ;
  5. tá iđ fastur handilsstađur bert verđur nýttur til sřlufremjandi endamál, til innsavnan av upplýsingum, til vísindaliga gransking ella til líknandi virksemi, sum er fyrireikandi ella hjálpandi fyri virkiđ.

4. Um ein persónur í tí eina sáttmálabundna landinum virkar fyri virki í hinum sáttmálabundna landinum og er hesin persónur ikki slíkt óheft umbođ, sum nevnt í 6. stykki, skal sama virki vera roknađ at hava fastan rakstrarstađ í hesum fyrst navnda sáttmálabundna landinum, um:

  1. hann í hesum landi hevur fulltrú, sum hann vanliga nýtir til at gera avtalur har virkisins vegna, uttan so at hansara virksemi er avmarkađ til at keypa vřrur fyri virkiđ, ella
  2. hann ikki hevur eina slíka fulltrú, men í hesum fyrstnevnda landi hevur eina vřrugoymslu, sum er ogn virkisins, og sum hann javnan nýtir til at avgreiđa bíleggingar vegna virkiđ.

5. Eitt tryggingarfelag í tí eina sáttmálabundna landinum verđur hildiđ at hava fastan rakstrarstađ í hinum sáttmálabundna landinum, um tađ krevur inn tryggingargjald í hesum řđrum landi ella tryggjar vandar í hesum landi umvegis eitt har búsitandi starvsfólk ella umbođsmann.

6. Eitt virki í tí eina sáttmálabundna landinum verđur ikki hildiđ at hava fastan rakstrarstađ í hinum sáttmálabundna landinum, bert tí tađ rekur virksemi í hesum landi umvegis eitt millumgongufólk, eitt umbođsfólk ella einum řđrum óheftum umbođsfólki, sum arbeiđir innan fyri karmarnar av sínum vanliga vinnuvirksemi. Har virkiđ hjá einum slíkum umbođsfólki heilt ella í střrsta mun er knýtt at omanfyri nevnda virki, verđur hann ikki hildin at vera ein óheftur umbođsmađur av fyrrnevnda slagi.

7. Tađ, at eitt virki, sum býr í einum sáttmálabundnum landi, rćđur yvir ella er undir rćđi av einum virki, iđ býr í hinum sáttmálabundna landinum, ella sum (antin orsakađ av fřstum rakstrarstađi ella á annan hátt) rekur vinnuvirksemi í hinum sáttmálabundna landinum, skal ikki í sjálvum sćr elva til, at eitt av teimum báđum virkjunum verđur hildiđ at vera fastur rakstrarstađur hjá hinum.

8. Eitt fastognarlánsfelag í tí eina sáttmálabundna landinum verđur hildiđ at hava fastan rakstrarstađ í hinum sáttmálabundna landinum, um so er, at tađ lćnir pening út í hesum seinna nevnda landinum umvegis eitt har búsitandi starvsfólk ella umbođsfólk.

Kapittul III
Skatting av inntřku

Grein 6
Inntřka av fastari ogn

  1. Inntřka, iđ persónur, sum býr í einum sáttmálabundnum landi, fćr av fastari ogn, (heruppií inntřka av landbrúki), iđ liggur í hinum sáttmálabundna landinum, kann verđa skattađ í hesum seinna nevnda landinum.
  2. Málberingin "fřst ogn" skal hava tann týdning, sum hon hevur í lóggávuni í tí sáttmálabundna landinum, har ognin liggur. Málberingin fevnir í řllum fřrum um tađ, sum hoyrir til fřstu ognina, innistřđu og ambođ, sum nýtt verđa í vinnu viđ landbrúk, rćttindi, har borgarligu rćttarreglurnar um fasta ogn verđa nýttar, brúksrćtt til fasta ogn eins og rćttindi til skiftandi ella fastar veitingar, iđ goldnar verđa fyri at nýta ella fyri rćttin til at nýta miniralríkidřmi, keldur og onnur náttúruríkidřmi; skip og flogfřrđ verđa ikki hildin at vera fřst ogn.
  3. Reglurnar í 1. stykki skulu verđa nýttar um inntřku, iđ stavar frá beinleiđis nýtslu, leigu, at lata annan hava í hondum fasta ogn ella av einari og hvřrjari ađrari nýtslu av fastari ogn.
  4. Reglurnar í 1. og 3. stykki skulu eisini nýtast um inntřku av fastari ogn, sum eitt virki eigur, og um inntřku av fastari ogn, iđ nýtt verđur í sambandi viđ at reka fría vinnu.

Grein 7
Inntřka av vinnuvirki

  1. Vinningur, iđ stavar frá virki í einum sáttmálabundnum landi, kann bert verđa skattađur í hesum landi, uttan so at virkiđ rekur vinnu í hinum sáttmálabundna landinum, frá einum fřstum rakstrarstađi har. Um so er, at virkiđ rekur tílíka vinnu, kann tess vinningur verđa skattađur í hinum landinum, men tó bert hvat tí parti viđvíkur, iđ kann verđa kannađur hesum fasta rakstrarstađi.
  2. Viđ atliti til ásetingarnar í 3. stykki, skal, í fřrum har eitt virki í einum sáttmálabundnum landi rekur vinnu í hinum sáttmálabundna landinum, frá einum fřstum rakstrarstađi har, slíkur vinningur verđa kannađur hesum fasta rakstrarstađi, sum virkiđ ćtlandi hevđi havt fingiđ, um rakstrarstađurin var frítt og óheft vinnuvirki, sum hevđi innt sama sum ella líknandi virksemi undir somu ella líknandi korum og sum viđ fullum frćlsi hevđi havt gjřrt handilsavtalu viđ virkiđ, sum hann er fastur rakstrarstađur hjá.
  3. Tá iđ vinningur frá fřstum rakstrarstađi verđur gjřrdur upp, skal tađ verđa loyvt at draga frá útreiđslur, sum standast av tí fasta rakstrarstađnum, heruppií kostnađur av leiđslu og fyrisiting annađhvřrt tćr eru bornar í tí sáttmálabundna landinum, har fasti rakstrarstađurin er, ella ađrastađni.
  4. Um so er, at tađ hevur veriđ siđur í einum sáttmálabundnum landi at áseta tann vinning, sum verđur kannađur einum fřstum rakstrarstađi á tann hátt, at allur vinningur virkisins verđur býttur millum tćr ymisku deildir tess, skal einki í 2. stykki forđa hesum sáttmálabundna landi at áseta skattskylduga vinningin grundađan á teirra vanliga sundurbýti. Býtingarhátturin skal tó verđa slíkur, at úrslitiđ samsvarar teimum grundreglum, iđ eru ásettar í hesi grein.
  5. Ongin vinningur skal verđa kannađur nřkrum fřstum rakstrarstađi, bara tí at fasti rakstrarstađurin hevur keypt vřrur fyri virkiđ.
  6. Tá iđ frammanfyri standandi stykkir verđa nýtt, skal tann vinningur, iđ verđur kannađur fřstum rakstrarstađi, verđa ásettur á sama hátt á hvřrjum ári, uttan so at góđ og vćlgrundađ orsřk er til at nýta ađra mannagongd.
  7. Í teimum fřrum, tá vinningur fevnir um inntřkur, iđ umrřddar eru serstakt í řđrum greinum í hesum sáttmála, skulu reglurnar í teimum greinunum ikki verđa nervađar av reglunum í hesari grein.

Grein 8
Inntřka av skipa- og loftferđslu

  1. Inntřka av skipa- og loftferđslurakstri í altjóđa samferđslu, kann bert verđa skattađ í tí sáttmálabundna landinum, har iđ veruliga leiđslan í virkinum hevur sítt sćti.
  2. Inntřka av skipa- og loftferđslurakstri, sum einans verđur rikin í hinum sáttmálabunda landinum, kann verđa skattađ í hesum seinna sáttmálabunda landinum.
  3. Reglurnar í 1. og 2. stykki skulu eisini verđa nýttar um inntřku, iđ stavar frá sokallađum pool-arbeiđi, í handilsfelagsskapi ella í einum altjóđa rakstrarfelagsskapi.

Grein 9
Virki, sum sínámillum eru bundin hvřrt at řđrum

  1. Tá iđ soleiđis er, at
  1. virki í tí eina sáttmálabundna landinum beinleiđis ella óbeinleiđis tekur lut í leiđsluni í, eftirlitinum viđ, ella í fíggingini hjá virki í hinum sáttmálabundna landinum, ella
  2. somu persónar beinleiđis ella óbeinleiđis luttaka í leiđsluni, í eftirlitinum, ella fíggingini av einum virki bćđi í tí eina sáttmálabunda landinum og í einum virki í hinum sáttmálabundna landinum,

og har í onkrum av hesum fřrunum avtala er gjřrd millum tey bćđi virkini ella treytir ásettar um teirra handilsliga ella fíggjarliga samband, sum víkja frá teimum treytum, sum hřvdu veriđ avtalađar millum óheft virki, kann allur vinningurin, sum, um hesar treytir ikki hřvdu veriđ, hevđi lutast řđrum av hesum virkjum, verđa roknađur uppí vinningin hjá hesum virki og verđa skattađ samsvarandi.

  1. Í fřri har eitt sáttmálabundiđ land til inntřkuna hjá einum virki í hesum landi tekur viđ – og samsvarandi skattar – inntřku, sum eitt virki í hinum sáttmálabundna landinum er bliviđ skattađ av í hesum síđstnevnda landi, og tann soleiđis íroknađa inntřka, er inntřka, sum hevđi veriđ kannađ virki í fyrstnevnda landi, um tćr treytir, sum eru avtalađar millum virkini, hřvdu veriđ tćr somu, sum hřvdu veriđ avtalađar millum óheft virkir, tá skal síđstnevnda land gera eina rćtting/javning, samsvarandi tí skattinum, iđ er roknađur har av inntřkuni, um so er at síđstnevnda land heldur, at rćttingin/javningin er rřtt, bćđi hvat viđvíkur meginreglum og spurningi um upphćdd. Tá iđ rćttađ/javnađ verđur, skulu hinar reglurnar í hesum sáttmála havast í huga og málsráđandi myndugleikar í teimum sáttmálabundnu londunum skulu um neyđugt ráđfřra seg sínámillum.

Grein 10
Vinningsbýti

  1. Vinningsbýti, sum felag, iđ býr í tí eina sáttmálabundna landinum, rindar til ein persón, sum býr í hinum sáttmálabundna landinum, kann verđa skattađ í báđum sáttmálabundnu londunum.
  2. Málberingin "vinningsbýti" merkir í hesi grein inntřka av partabrřvum, lutaprógvum ella řđrum rćttindum, sum ikki eru skuldarbrřv, til lut í vinningi eins og inntřkum frá rćttindum í felřgum, hvřrs inntřka er undir somu skattligu viđgerđ sum inntřka av partabrřvum sambćrt lóggávu í tí landinum, har sum felagiđ, iđ letur vinningsbýtiđ, býr.
  3. Hóast ásetingarnar í 1. stykki, kunnu málsráđandi myndugleikar í teimum báđum sáttmálabundnu londunum avtala, at vinningsbýtiđ, sum verđur latiđ einum ávísum í sáttmálanum nevndum stovni, iđ sambćrt lóggávu í tí sáttmálabundna landinum, har stovnurin býr, er frítikin fyri skatting av vinningsbýti, skal verđa frítikin fyri galdandi skatting í hinum sáttmálabundna landinum av vinningsbýti frá felřgum í hinum landinum.
  4. Hóast ásetingarnar í grein 4, 3. stykki, kann vinningsbýtiđ frá felag, iđ er skrásett í tí eina sáttmálabundna landinum, skattast í hesum landinum. Um persónurin, iđ fćr vinningsbýtiđ, býr í tí sáttmálabundna landinum, har felagiđ er skrásett, kann vinningsbýtiđ bert skattast í hesum landinum. Felagiđ, iđ letur vinningsbýtiđ, skal bert halda aftur hetta avgjald í tí sáttmálabundna landinum, har iđ tađ er skrásett.

Grein 11
Renta

  1. Renta, sum stavar frá einum sáttmálabundnum landi og verđur goldin einum persóni, iđ býr í hinum sáttmálabundna landinum, kann bert verđa skattađ í seinna nevnda landinum, um hesin persónur er rćtti ognari av rentuni.
  2. Um rćtti ognari av rentunum býr í einum sáttmálabundnum landi og hevur ein fastan rakstrarstađ ella ein fastan stađ í hinum sáttmálabundna landinum, og kraviđ, sum tann útgoldna rentan er grundađ á, hevur beinleiđis samband viđ virki, sum verđur rikiđ frá fřstum rakstrarstađi, ávíkavist fríari vinnu, sum verđur útinnt frá fřstum stađi, skal, hóast reglurnar í 1. stykki, renta, iđ stavar frá einum sáttmálabundnum landi og verđur goldin einum tílíkum rćttum ognara, verđa skattađ sambćrt ásetingunum í ávíkavist grein 7 ella grein 14 í tí sáttmálabundna landinum, har fasti rakstrarstađurin ávíkavist fasti stađurin liggur.
  3. Málberingin "renta" merkir í hesi grein inntřka av skuldarbrřvum av einum og hvřrjum slag, sum ikki er vinningsbýti sambćrt grein 10, 2. stykki, uttan mun til, um tey eru tryggjađ viđ veđhaldi í fastari ogn ella ikki. Málberingin fevnir serstakliga um inntřku av ríkisbrćvalánum og inntřku av brćvalánum ella skuldbindingum, heruppií kursvinningur og vinningur, sum stavar frá tílíkum skuldarbrřvum, brćvalánum ella skuldbindingum. Dragurenta, tá iđ ikki er goldiđ rćttstundis, verđur ikki roknađ sum renta eftir hesi grein.
  4. Um serligt samband millum tann, sum rindar rentuna og rćtta ognara av rentunum ella millum hesar báđar og triđja persón, ber í sćr, at rentan – í mun til tađ skuldarkrav, sum hon er goldin av – fer uppum ta upphćdd, sum hevđi veriđ avtalađ millum skuldaran og rćtta ognaran av rentunum, um nevnda samband ikki hevđi veriđ, skulu reglurnar í hesi grein bert verđa nýttar um seinnu nevndu upphćddina. Um so er, skal avlopsupphćddin kunna verđa skattađ í samsvari viđ lóggávuna í báđum teimum avvarđandi sáttmálabundnu londunum, og skulu tá hinar reglurnar í hesum sáttmála verđa havdar í huga.

Grein 12
Nýtslugjald (Royalty)

  1. Nýtslugjřld, iđ stava frá einum sáttmálabundnum landi og verđa goldin persóni, iđ býr í hinum sáttmálabundna landinum, kunnu verđa skattađ í seinna nevnda landinum.
  2. Slík nýtslugjřld kunnu tó eisini verđa skattađ í tí sáttmálabundna landinum, hagani tey stava, og í samsvar viđ lóggávuna í hesum landi, men tann skatturin, sum verđur lagdur á, má ikki fara uppum 25% av bruttoupphćddini av nýtslugjaldinum.
  3. Málberingin "nýtslugjald" merkir í hesi grein gjalding av řllum slag, sum fćst sum samsýning fyri at nýta ella hava rćttin til at nýta einhvřnn upphavsrćtt til bókmentalig, listarlig ella vísindaligt verk, heruppií spćlifilmar og filmar og bond til útvarps- og sjónvarpssendingar, řll einkarrćttindi, vřrumerki, mynstur ella fyrimyndir, tekningar, loyniligan formála ella loyniligan framleiđsluhátt ella fyri upplýsingar um ídnađar-, handils- ella vísindaligar royndir.
  4. Ásetingarnar í 1. stykki skulu ikki nýtast í fřrum, tá iđ persónur, sum býr í tí eina sáttmálabundna landinum, fćr nýtslugjald, og sum í hinum sáttmálabundna landinum, higani nevnda nýtslugjald stavar, rekur vinnuligt virksemi frá einum fřstum rakstrarstađi har ella rekur fría vinnu í hesum seinna landinum frá einum fřstum stađ har, og tey rćttindi ella ogn, sum er grundarlagiđ fyri tađ útgoldna nýtslugjaldiđ, hevur beinleiđis samband viđ slíkan fastan rakstrarstađ ella fast stađ. Í slíkum fřrum skulu ásetingarnar í grein 7 og grein 14 nýtast.
  5. Nýtslugjřld skulu verđa hildin at stava frá tí eina sáttmálabundna landinum, um tey verđa goldin av landstýrinum, av lokalum myndugleikum ella av einum persóni, iđ býr í hesum sáttmálabundna landinum. Um so er, at ein persónur, iđ rindar nýtslugjřld, antin hann býr í tí eina sáttmálabundna landinum ella ikki, kortini í tí eina sáttmálabundna landinum hevur fastan rakstrarstađ ella rekur fría vinnu frá fřstum stađi, har iđ skyldan til at rinda nýtslugjřld er stovnađ, og slíkt nýtslugjald verđur boriđ av tí fasta rakstrarstađnum ella tí fasta stađnum, skulu tey verđa hildin at stava frá tí sáttmálabundna landinum, hvar iđ tađ fasta rakstrarstađi ella tađ fasta stađi liggur.
  6. Um serligt samband er millum tann, iđ rindar og tann, iđ móttekur nevnda nýtslugjald ella millum hesar báđar og triđja persón, og hetta hevur fřrt viđ sćr, at tey útgoldnu nýtslugjřldini, tá havt verđur í huga ta nýtslu, tann rćtt ella ta upplýsing, sum tey eru útgoldin fyri, fara upp um ta upphćdd, sum hevđi veriđ avtalađ millum tann, um nevnda samband hevđi ikki veriđ, skulu reglurnar í hesi grein bert verđa nýttar um seinnu upphćddina. Um so er, skal avlopshćddin kunna verđa skattađ í samsvari viđ lóggávuna í hvřrjum sćr av teimum sáttmálabundnu londunum, og skulu tá hinar reglurnar í hesum sáttmála verđa havdar í huga.

Grein 13
Kapitalvinningur

  1. Vinningur, sum persónur, iđ býr í einum sáttmálabundnum landi, fćr av at selja fasta ogn, sum liggur í hinum sáttmálabundna landinum – sum nevnt í grein 6, 2. stykki – kann verđa skattađur í hesum seinna nevnda landinum.
  2. Vinningur av at selja ogn, sum ikki er fřst ogn, og sum er partur av vinnufćnum í einum fřstum rakstrarstađi, sum virki í einum sáttmálabundnum landi hevur í hinum sáttmálabundna landinum, ella sřlu av ogn, sum ikki er fřst ogn, sum hoyrir til ein fastan stađ, sum persónur, iđ býr í einum sáttmálabundnum landi, nýtir í samband viđ at reka fría vinnu í hinum sáttmálabundna landinum, kann verđa skattađ í seinna nevnda landinum. Sama er galdandi fyri vinning av at selja sjálvt fasta rakstrarstađiđ (fyri seg ella saman viđ řllum virkinum), ella fastan stađ.
  3. Vinningur av at selja skip ella flogfřr, sum nýtt verđa í altjóđa ferđslu, ella av ogn, sum ikki er fřst ogn, og sum er tengt at rakstrinum av tílíkum skipum ella flogfřrum, kann bert verđa skattađur í tí sáttmálabundna landinum, har iđ veruliga leiđslan hjá virkinum hevur sítt sćti.
  4. Vinningur viđ sřlu av řllum řđrum ognum enn teimum nevndar eru í 1., 2. og 3. stykki, kann bert verđa skattađur í tí sáttmálabundna landinum, har seljarin býr.

Grein 14
Frí vinna

  1. Inntřka av fríari vinnu ella řđrum sjálvstřđugum yrki, sum likamligur persónur fćr, iđ býr í einum sáttmálabundnum landi, kann bert verđa skattađ í hesum landinum. Tílík inntřka kann tó verđa skattađ í hinum sáttmálabundna landinum, um so er at
  1. hann í hesum seinna nevnda landinum hevur ein fastan stađ, iđ střđugt er honum til taks til tess at rřkja virki sítt, men bert í tann mun hon kann kannast hesum fasta stađi; ella
  2. hann dvřlur í seinna nevnda landinum í eitt ella fleiri tíđarskeiđ, iđ tilsamans fevna um meira enn 183 dagar innanfyri eitt 12 mánađa tíđarskeiđ, sum byrjar ella endar viđkomandi skattaár, men bert hvat viđvíkur partinum av inntřkuni, sum kann kannast tí virksemi, iđ er útinnt í hesum tíđarskeiđi ella tíđarskeiđum í seinni nevnda landinum.
  1. Málberingin "frí vinna" merkir serliga sjálvstřđugt vísinda-, bókmenta-, lista-, útbúgvingar- ella undirvísindaligt virksemi og sjálvstřđugt virksemi sum lćkni, advokatur, verkfrřđingur, arkitektur, tannlćkni og grannskođari.

Grein 15
Persónligt arbeiđi í tćnastuviđurskiftum

  1. Um reglurnar í greinunum 16, 18 og 19 ikki áseta annađ, kann lřn og onnur lík samsýning fyri persónliga innt starv, iđ persónur hevur fingiđ, iđ býr í einum sáttmálabundnum landi, bert verđa skattađ í hesum landi, uttan so at arbeiđiđ er gjřrt í hinum sáttmálabundna landinum. Er starviđ innt í hesum seinna nevnda landinum, kann samsýningin, sum fćst fyri tađ, verđa skattađ har.
  2. Hóast reglurnar í 1. stykki kann samsýning, sum ein persónur, iđ býr í einum sáttmálabundnum landi, fćr fyri persónligt starv í tćnastuviđurskiftum innt í hinum sáttmálabundna landinum, bert verđa skattađ í fyrr nevnda landi, um so er:
  1. at móttakarin dvřlur í seinna nevnda landinum í einum ella fleiri tíđarskeiđum, sum tilsamans ikki fara upp um 183 dagar í nřkrum 12 mdr. tíđarskeiđi, sum byrjar ella endar viđkomandi skattaár og
  2. samsýningin verđur goldin av ella fyri ein arbeiđsgevara, sum ikki býr í seinna nevnda landinum, og
  3. samsýningin verđur ikki borin av einum fřstum rakstrarstađi ella fřstum stađi, sum arbeiđsgevarin hevur í seinna nevnda landinum, og
  4. at tađ ikki er talan um arbeiđsútleigan.
  1. Uttan mun til reglurnar frammanfyri kann samsýning fyri arbeiđi innt umborđ á skipum ella flogfřrđum verđa skattađ í tí sáttmálabundna landinum, har iđ felagiđ er heimahoyrandi.

Grein 16
Nevndarsamsýningar

Nevndarsamsýningar og tílík samsýning, sum persónur, iđ býr í einum sáttmálabundnum landi, fćr sum limur í nevndini ella ađrari tílíkari skipan í einum felag, sum býr í hinum sáttmálabundna landinum, kann verđa skattađ í hesum seinna nevnda landinum. Uttan mun til reglurnar í grein 4, 3. stykki kunnu samsýningar og tílíkt, sum nevnt í 1. punktum, til ein persón, sum býr í einum sáttmálabundnum landi, frá einum felagiđ skrásett í hinum sáttmálabundna landinum, verđa skattađ í hesum seinna nevnda landinum. Um persónurin, iđ fćr samsýningina v.m., býr í tí sáttmálabunda landinum, har iđ felagiđ er skrásett, kan samsýningin v.m. bert verđa skattađ í hesum sáttmálabundna landinum. Felagiđ, iđ letur samsýningina, hevur bert skyldu at halda aftur hetta avgjald í tí sáttmálabundna landinum, har iđ tađ er skrásett.

Grein 17
Listafólk og ítróttarfólk

  1. Uttan mun til reglurnar í grein 14 og 15 kann inntřka, sum persónur, sum býr í einum sáttmálabundnum landi, fćr sum samsýning fyri at vera útinnandi listafólk, eitt nú sum sjónleikari, films-, útvarps- ella sjónvarpslistafólk ella tónleikari ella sum ítróttarfólk í hinum sáttmálabundna landinum, verđa skattađ í seinna nevnda landinum.
  2. Tá iđ soleiđis er, at inntřka av virksemi sum útinnandi lista- ella ítróttarfólk, ikki legst sjálvum lista- ella ítróttarfólkinum til, men řđrum persóni, kann henda inntřka, uttan mun til reglurnar í greinunum 7, 14 og 15, verđa skattađ í tí sáttmálabundna landinum, har lista- ella ítróttarfólkiđ innir virksemi sítt.
  3. Reglurnar í 1. og 2. stykki skulu ikki galda um inntřku av virksemi, sum listafólk ella ítróttarfólk, sum búgva í einum sáttmálabundnum landi, gera í hinum sáttmálabundna landinum í fřrum, har vitjanin í seinna nevnda landinum mest er goldin viđ almennum peningi frá fyrstnevnda landinum. Í hesum fřri kann inntřkan bert verđa skattađ í fyrstnevnda landi.

Grein 18
Eftirlřnir

  1. Eftirlřnir, sum verđa goldnar frá einum sáttmálabundnum landi, og veitingar frá einum sáttmálabundnum landi sambćrt tess almennu lóggávu til persón, sum býr í hinum sáttmálabundna landinum, kunnu verđa skattađar í báđum londunum.

Grein 19
Lesandi

Upphćddir, sum ein lesandi ella nćmingur, sum býr, ella beint áđrenn dvřliđ í tí eina sáttmálabundna landinum búđi í hinum sáttmálabundna landinum, fćr til uppihald, undirvísing ella útbúgving, međan hann bert viđ atliti til lesnađ ella útbúgving dvřlur í tí fyrst nevnda landinum, verđa ikki skattađar í hesum landinum, um so er at upphćddirnar koma frá keldum uttan fyri hetta land.

Grein 20
Ađrar inntřkur

  1. Inntřka hjá persóni, sum býr í einum sáttmálabundnum landi, og sum ikki er viđgjřrd í frammanfyri standandi greinum í hesum sáttmála, kann, uttan mun til, hvađani inntřkan kemur, bert verđur skattađ í hesum landinum.
  2. Reglurnar í 1. stykki skulu ikki verđa nýttar, um móttakarin av inntřkuni býr í einum sáttmálabundnum landi og hevur fastan rakstrarstađ ella fastan stađ í hinum sáttmálabundna landinum, og tey rćttindi ella ogn, sum inntřkan er grundađ á, hevur beinleiđis samband viđ tađ virksemi, sum verđur rikiđ gjřgnum fasta rakstrarstađin, ávíkavist fríari vinnu, útinnt frá fasta stađnum. Í tílíkum fřrum skulu ásetingarnar í grein 7, ávíkavist grein 14, verđa nýttar. Tá iđ soleiđis er, at til ein fastan rakstrarstađ ella fastan stađ hoyrir fřst ogn, tá verđur inntřka av tílíkari ogn tó skattađ sambćrt ásetinguum í grein 6.

Kapittul IV
Ognarskatting

Grein 21
Ogn

  1. Ogn, iđ er fřst ogn – sum umrřtt í grein 6 – sum persónur eigur, iđ býr í einum sáttmálabundnum landi, og sum liggur í hinum sáttmálabundna landinum, kann verđa skattađ í hesum seinna nevnda landinum.
  2. Ogn, iđ er rakstrargagn, tó ikki fřst ogn, og sum er partur av virkisogn í einum fřstum rakstrarstađ, sum eitt virki í einum sáttmálabundnum landi hevur í hinum sáttmálabundna landinum, ella rakstrargagn, iđ hoyrir til ein fastan stađ, iđ persónur, sum býr í einum sáttmálabundnum landi, hevur í einum řđrum sáttmálabundnum landi viđ atliti til at útinna fría vinnu, kann verđa skattađ í hesum seinna nevnda landinum.
  3. Ogn, iđ er skip ella flogfřr, iđ verđa nýtt í altjóđa ferđslu, og rakstrargagn – tó ikki fřst ogn – iđ verđur nýtt í rakstrinum av tílíkum skipum ella flogfřrđum, kann bert verđa skattađ í tí sáttmálabundna landinum, har veruliga leiđslan í virkinum hevur sítt sćti.
  4. Řll onnur ogn, iđ persónur eigur, iđ býr í einum sáttmálabundnum landi, kann bert verđa skattađ í hesum landinum.

Grein 22
Deyđsbúgv

Inntřka, sum fćst úr einum deyđsbúgvi, sum býr í einum sáttmálabundnum landi, og sum persónur fćr, sum býr í hinum sáttmálabundna landinum, kann bert verđa skattađ í fyrstnevnda landi.

Kapittul V
Tvískatting avtikin

Grein 23
Creditháttur

  1. Um so er, at persónur, sum býr í einum sáttmálabundnum landi, fćr inntřku ella eigur ogn í hinum sáttmálabundna landinum, og tílík inntřka ella ogn sambćrt ásetingunum í hesum sáttmála kann verđa skattađ í hesum seinna nevnda landinum, skal fyrst nevnda land loyva
  1. frádrátt í inntřkuskattinum hjá hesum persóni, viđ eini upphćdd, sum svarar til tann inntřkuskatt, iđ er goldin í seinna nevnda landinum;
  2. frádrátt í ognarskatti hjá hesum persóni viđ eini upphćdd, sum svarar til tann ognarskatt, iđ er goldin í seinna nevnda landinum.
  1. Frádrátturin skal tó ikki nakrantíđ fara uppum tann partin av inntřku- ella ognarskattinum, roknađur áđrenn slíkan frádrátt, iđ lutfallsliga fellur á ávíkavist ta inntřku ella ta ogn, sum kann verđa skattađ í hinum sáttmálabundna landinum.

Kapittul VI
Serstakar reglur

Grein 24
Bann fyri mannamuni

  1. Persónar, sum búgva í einum sáttmálabundnum landi, skulu ikki í hinum sáttmálabundna landinum koma undir nakra skatting ella nřkur skattakend krřv, sum eru řđrvísi ella meira tyngjandi enn tann skatting og tey skattakendu krřv, sum persónar, sum búgva í hinum sáttmálabundna landinum viđ somu umstřđum, serstakliga hvat viđvíkur bústađi, eru ella koma undir.
  2. Skatting av fřstum rakstrarstađi, sum virki í einum sáttmálabundnum landi hevur í hinum sáttmálabundna landinum, má ikki verđa ólagaligari í hesum seinna nevnda landinum enn skatting av virkjum í seinna nevnda landinum, sum reka sama slag av vinnuvirki. Henda regla skal ikki verđa tulkađ sum bindandi einum sáttmálabundnum landi at geva persónum, sum búgva í hinum sáttmálabundna landinum, teir persónligu skattligu fyrimunir og lćttar, sum fyrst nevnda land, vegna persónligu střđu ella uppihaldsstřđu fyri húski gevur persónum, sum búgva í hesum fyrst nevnda landi.
  3. Uttan so at reglurnar í grein 9, 1. stykki, grein 11, 4. stykki ella grein 12, 6. stykki verđa nýttar, skal renta, nýtslugjald og ađrar gjaldingar, sum virki í einum sáttmálabundnum landi rindar persóni, sum býr í hinum sáttmálabundna landinum, kunna verđa drigin frá viđ uppgerđ av skattskyldugu inntřkuni hjá slíkum virki undir somu treytum, sum um gjaldingarnar vóru til persón, sum býr í fyrst nevnda landinum. Á sama hátt skal řll skuld, sum eitt virki í einum sáttmálabundnum landi hevur til persóni, sum býr í hinum sáttmálabundna landinum, kunna verđa drigin frá viđ uppgerđ av skattskyldugu ognini hjá slíkum virki undir somu treytum, sum um skuldin varđ stovnađ mótvegis persóni, iđ býr í fyrst nevnda landinum.
  4. Virki í einum sáttmálabundnum landi, hvřrs ogn ein ella fleiri persónar, sum búgva í hinum sáttmálabundna landinum, heilt ella lutvíst eiga ella ráđa yvir beinleiđis ella óbeinleiđis, skulu ikki í fyrst nevnda landinum koma undir nakra skatting ella skattakend krřv, sum eru řđrvísi ella meira tyngjandi enn tann skatting og krřv, sum onnur samsvarandi virki í fyrst nevnda sáttmálabundna landinum eru ella koma undir.
  5. Hóast reglurnar í grein 2, skulu avmarkingarnar í hesi grein verđa nýttar um skatt av einum og hvřrjum slag og heiti.

Grein 25
Mannagongd, tá iđ sínámillum avtalur verđa gjřrdar

  1. Um so er, at persónur heldur, at tiltřk í řđrum ella báđum sáttmálabundnu londunum bera í sćr, at hann fer at koma undir skatting, sum ikki er í samsvar viđ reglurnar í hesum sáttmála, tá kann hann, uttan mun til hvřrji rćttartiltřk, sum eru ásett sambćrt innanhýsis lóggávu í hvřrjum sáttmálabundnum landi sćr, leggja máliđ fyri málsráđandi myndugleikan í tí sáttmálabundna landinum, har hann býr. Máliđ skal sendast inn áđrenn 3 ár eftir ta fyrstu frábođanina um tey tiltřk, sum bera viđ sćr skatting, iđ ikki samsvarar viđ reglurnar í hesum sáttmála.
  2. Málsráđandi myndugleiki skal, um mótmćliđ sýnist grundađ, og um myndugleikin ikki sjálvur er fřrur fyri at loysa máliđ á hóskandi hátt, royna at loysa máliđ viđ sínámillum avtalu viđ málsráđandi myndugleikar í hinum landinum, fyri at sleppa undan tvískatting, iđ ikki er í samsvar viđ henda sáttmála. Gjřrdar avtalur skulu fremjast uttan mun til freistirnar, iđ eru ásettar í innanhýsis lóggávum í teimum sáttmálabundnu londunum.
  3. Um trupulleikar ella ivamál taka seg upp millum sáttmálabundnu londini um tulking ella nýtslu av hesum sáttmála, so skulu teir málsráđandi myndugleikarnir í hesum londum royna at loysa trupulleikar ella ivamál viđ sínámillum avtalu. Teir kunnu eisini samráđast fyri at sleppa undan tvískatting í tílíkum fřrum, sum ikki eru fevnd av sáttmálanum.
  4. Málsráđandi myndugleikar í teimum sáttmálabundnu londunum kunnu venda sćr beinleiđis til hvřnn annan, herímillum gjřgnum felags ráđ, sum er mannađ viđ teimum sjálvum ella teirra umbođum, fyri at gera eina avtalu, iđ samvarar viđ frammanfyri standandi stykkir.

Kapittul VII
Endaligar ásetingar

Grein 26
Gildiskoma sáttmálans

  1. Hesin sáttmáli kemur í gildi 1. januar 2001.
  2. Frá tí í 1. stykki frábođađu tíđ skal sáttmálin millum tey tvey londini frá 4. februar 1992 fara úr gildi.

Grein 27
Uppsřgn

Sáttmálin skal vera galdandi, inntil hann verđur uppsagdur av einum av teimum sáttmálabundnu londunum. Eitt hvřrt sáttmálabundi land kann uppsiga sáttmálan viđ at geva bođ um uppsřgn í seinasta lagi 6 mánađir, áđrenn álmanakkaáriđ endar.

Til stađfestingar av hesum hava undirritađu viđ fullgóđari heimild skrivađ undir henda sáttmála.
Skrivađ í einum eintaki á fřroyskum, grřnlendskum og donskum; allar orđingar hava sama gildi.

Igaliku, tann 30. august 2000

Vegna Fřroya Landsstýriđ (sign. Karsten Hansen)

Vegna Grřnlendska Landsstýriđ (sign. Josef Motzfeldt)

Protokoll til grein 23

Uttan mun til ásetingarnar í grein 23 skal niđanfyristandandi galda fyri Fřroyar:

Um so er, at persónur, sum býr í Fřroyum, fćr inntřku úr Grřnlandi, sum er umrřdd í grein 15, 3. stykki, írokna Fřroyar hesa inntřku í skattagrundarlagiđ, men skulu í fřroyska skattinum av hesi samanlřgdu inntřku draga frá tann lutfallsliga partin av inntřkuskattinum, iđ verđur goldin av tí inntřku, sum stavar frá Grřnlandi.

Tórshavn/Nuuk, tann 22. november 2000

Vegna Fřroya Landsstýriđ (sign. Karsten Hansen)

Vegna Grřnlendska Landsstýriđ (sign. Josef Motzfeldt)

Protokoll til grein 27

Sáttmálabundnu londini vátta, at tey ikki hava í hyggju at nýta uppsagnarrćttin av hesum sáttmála fyrr enn í fyrsta lagi viđ gildi frá 1. januar 2003, uttan so at sáttmálin skuldi víst seg at bera viđ sćr týđandi ampar/trupulleikar fyri annađ ella bćđi sáttmálabundnu londini.

Um so er, kunngerđa tey sáttmálabundnu londini, at tađ sáttmálabundna landiđ, sum ynskir at uppsiga sáttmálan, er skyldubundiđ til fyrst at royna at loysa teir týđandi amparnir og trupulleikarnir viđ samráđingum viđ hitt sáttmálabundna landi.

Igaliku, tann 30. august 2000

Vegna Fřroya Landsstýriđ (sign. Karsten Hansen)

Vegna Grřnlendska Landsstýriđ (sign. Josef Motzfeldt)

Almennar viđmerkingar:

Tvískattasáttmálin millum Fřroyar og Grřnland verđur viđ hesum lagdur fram sum eitt "uppskot til lřgtingslóg". Hetta er í tráđ viđ § 41 í stýrisskipanarlógini, har sagt verđur, at eingin beinleiđis ella óbeinleiđis skattur kann verđa álagdur, broyttur ella avtikin uttan viđ lřgtingslóg.

Sáttmálin varđ upprunaliga orđađur sum eitt "uppskot til lřgtingslóg", men varđ undir eftirkanningini broyttur til eitt "uppskot til samtyktar". Broytingin varđ gjřrd, tí at talan er um ein millumtjóđa sáttmála.

Í lřgtingsmáli nr. 34/2000: Uppskot til samtyktar um góđkenning av sáttmála millum Fřroyar og Grřnland at sleppa undan tvískatting av inntřku og ogn, samtykti Lřgtingiđ at góđkenna tvískattasáttmálan frá 30. august 2000 landanna millum. Uppskotiđ varđ einmćlt samtykt viđ 2. viđgerđ 20. desember í fjřr, og tá gjřrdist sáttmálin millumtjóđa bindandi. Ásetingarnar í tvískattasáttmálanum vórđu tó ikki av hesi orsřk galdandi lřgtingsslóggáva í Fřroyum, tí um sáttmálin avtekur skatt, sum sambćrt galdandi fřroyskum reglum skal verđa álagdur, er neyđugt, at sáttmálin fćr lřgtingslógargildi.

Lřgmansskrivstovan og Lřgtingsskrivstovan hava í hesum sambandi víst á, at ásetingarnar í tvísskattasáttmálanum kunnu gera tađ neyđugt at broyta í verandi lřgtingslóggávu - í hesum fřrinum í skattalógini, ásetingarlógini og mřguliga řđrum skattalógum - so tćr samsvara viđ tvísskattasáttmálan. Fíggjarmálastýriđ og Toll- og skattstova Fřroya vísa hinvegin á, at talan er ikki um, at galdandi reglur í Fřroyum skulu broytast orsakađ av sáttmálanum, men at tćr ásetingar, sum verđa gjřrdar í sáttmálanum, verđa galdandi viđ síđuna av galdandi skattalóggávu.

Harumframt vísa Fíggjarmálastýriđ og Toll- og skattstova Fřroya á, at tvískattasáttmálar í flestu londum kring okkum verđa samtyktir sum stuttorđađar lógir viđ tilhoyrandi viđmerkingum og viđ sjálvum tvískattasáttmálanum lřgdum viđ sum skjali. Fíggjarmálastýriđ og Toll- og skattstova Fřroya mćla eisini stađiliga frá at seta ásetingarnar í tvískattasáttmálanum inn í skattalógirnar. Hetta hevđi ikki bara veriđ ein nćrum ógjřrlig uppgáva, men hevđi samstundis havt viđ sćr, at skattalógin bleiv nógv meiri flřkt og óskiljandi enn neyđugt, og tađ stríđir ímóti ađalmálinum viđ fřroyskum skattalógarsmíđi, sum er, at skattalóggávan skal vera so greiđ sum gjřrligt. Harumframt hevđi ein sovorđin mannagongd gjřrt tađ ógjřrligt hjá teimum, sum kunnu verđa fevnd av sáttmálanum, at funniđ útav, hvat iđ er galdandi lóg.

Fíggjarmálastýriđ og Toll- og skattstova Fřroya mćla tí til, at tvísskattasáttmálin kemur í gildi viđ hesi lřgtingslóg og viđ sáttmálanum lřgdum viđ sum skjali. Lřgtingsskrivstovan viđmerkir í hesum sambandi, at "Hetta er fyrstu ferđ, at hesin lóggávuháttur verđur tilmćltur brúktur í Fřroyum; hann hevur veriđ brúktur í Danmark í fleiri fřrum, serliga seinastu árini.". Fíggjarmálastýriđ og Toll- og skattstovan Fřroya kunnu her leggja aftrat - og tađ er eisini nevnt omanfyri - at flestu av hinum norđurlondunum eisini nýta hendan lóggávuháttin at seta í gildi tvískattasáttmálar.

Haraftrat kann viđmerkjast, at orsřkin til, at hesin tvískattasáttmálin verđur lagdur fram sum eitt lógaruppskot – og at tađ er komiđ til eitt sindur av iva um – hvussu iđ hetta skal gerast, er, at tađ er fyrstu ferđ, at ein fřroyskur tvískattasáttmáli verđur gjřrdur undir nýggju stýrisskipanarlógini. Áđur hevđi landsstýrismađurin heimild í skattalógini til at gera tvískattasáttmálar og síđani kunngera teir. Soleiđis var t.d. mannagongdin, tá iđ norđurlendski tvískattasáttmálin varđ settur í gildi.

Restin av viđmerkingunum - niđanfyri - eru tćr somu sum tćr, iđ vóru í "uppskotinum til samtyktar".

Endamáliđ viđ lógaruppskotinum er at seta í gildi tvískattasáttmálan millum Fřroyar og Grřnland, og harviđ fremja ásetingar sáttmálans í Fřroyum, tá treytirnar fyri hesum eru loknar.

Tvískattasáttmálin hevur til endamáls at sleppa undan millumlanda tvískatting í teimum fřrum, tá bćđi londini skatta sama likamliga ella lřgfrřđiliga persón av somu inntřku.

Fřroyska og grřnlendska landsstýriđ leggja viđ tvískattasáttmálanum stóran dent á, at sáttmálin – umframt at loysa skattlig ivamál – er liđur í řkta samstarvinum og menningini millum londini bćđi.

Tvískatting hendir oftast í teimum fřrum, tá iđ ein persónur, sum býr ,í einum av hesum londunum fćr inntřku úr hinum landinum.

Sáttmálin ásetur tí reglur, sum nágreina, hvat land hevur rćtt til at skatta tey ymisku slřgini av inntřkum, sum ein persónur í tí eina landinum (bústađarlandinum) fćr frá hinum landinum (keldulandinum). Harumframt eru reglur ásettar um, hvussu bústađarlandiđ skal avtaka tvískattingina, tá bćđi londini skatta somu inntřku. Tvískattasáttmálin kann tí minka skattingina í Fřroyum, sum skuldi veriđ gjřrd eftir innanhýsis fřroyskum skattareglum. Hetta er galdandi bćđi, tá ein persónur, sum býr í Fřroyum, fćr inntřku úr Grřnlandi og í tí umvenda fřrinum.

Sátttmálin fatar um skattir av inntřku og ogn, og kemur í stađin fyri sáttmálan millum hesi bćđi londini frá 4. februar 1992. Nýggi sáttmálin víkir í síni heild frá sáttmálanum frá 4. februar 1992, sum einans fevndi um fřroyskar navigatřrar o.a. viđ grřnlendskum fiskiskipum.

Eyđsýndir fyrimunir fyri Fřroyar viđ nýggja sáttmálanum eru serliga viđvíkjandi fríari vinnu (sakfřrarar, verkfrřđingar, grannskođarar v.fl.) og persónligum arbeiđi í tćnastuviđurskiftum. Í tí fyrra fřrinum varđ lřntakari skattađur í Grřnlandi, um hann arbeiddi har í meira enn 60 dagar. Men sambćrt nýggja sáttmálanum er tíđarskeiđiđ nú víđkađ til 183 dagar. Lřntakarin verđur eftir hesum skattađur í Fřroyum, um hann ikki er meira enn 183 dagar í Grřnlandi. Tađ sama ger seg galdandi í seinna fřrinum, har ein kann hugsađ sćr, at t.d. eitt fřroyskt vinnuvirki sendir fólk til Grřnlands at arbeiđa.

Sáttmálin frá 1992 var ćtlađur at forđa fyri, at fřroyskir fiskimenn komu undir fulla skattskyldu bćđi í Fřroyum og í Grřnlandi, eftir at trupulleikar stóđust av, at grřnlendsku skattamyndugleikarnir endaálíknađa fiskimenninar, hvřrja ferđ teir í frítíđini fóru til Fřroyar.

Fřroyskir fiskimenn verđa eftir nýggja sáttmálanum skattađir í Fřroyum (bústađarskatting). Hetta er í tráđ viđ altjóđa skattareglur, iđ vanliga siga, at persónur verđur skattađur, har iđ hann býr, samstundis sum bústađarlandiđ frásigur sćr rćttin til skattin av inntřkuni í tí landinum, har iđ arbeiđiđ verđur gjřrt.

Í nýggja sáttmálanum er eisini ásett, at avtřkureglan (lempilsi fyri skatt goldin í Grřnlandi) fyri fřroyskar fiskimenn í Grřnlandi verđur tann sokallađa exemptión viđ progressjónsfyrivarni. Tvs. at tann grřnlendski skatturin av tí grřnlendsku inntřkuni fellur til Grřnlands, međan mřgulig fřroysk inntřka verđur skattađ í Fřroyum. Skattingin av fřroysku inntřkuni fer fram á tann hátt, at báđar inntřkunar verđa lagdar saman. Síđani verđur samlađur fřroyskur skattur roknađur av samlađu inntřkuni. Avtřka (lempilsi ella lćtti) verđur síđani givin fyri tann grřnlendska skattin, međan tann fřroyski skatturin verđur tann lutfallsligi parturin av tí samlađa skattinum, sum tann fřroyska inntřkan er í mun til samlađu inntřkuni. Lýst viđ einum dřmi kann lutfalliđ av inntřkunum vera 1:4; t.d. grřnlendsk inntřka = 400 tkr. og fřroysk inntřka = 100 tkr. Í hesum fřrinum skal 20% av tí samlađa skattinum (skattur av 500 tkr. útroknađur eftir fřroyska skattastiganum) gjaldast av tí fřroysku inntřkuni uppá 100 tkr.

Fiskimenn vórđu eftir tí gamla sáttmálanum skattađir í Grřnlandi eftir tí sokallađa uppihaldskriteriinum. Tađ hevđi viđ sćr, at grřnlendsk og fřroysk inntřku varđ skattađ hvřr sćr.

Tá iđ lćtti verđur givin í fřroyska skattinum fyri skatt goldnan í Grřnlandi (í sambandi viđ avtřkuháttin eftir grein 23, kreditavtřka, og exemptión viđ progressjónsfyrivarni sambćrt protokoll til grein 23), er ta sokallađa "nettometodan", iđ verđur nýtt. Tađ merkir, at um skattgjaldari í sambandi viđ útlandsinntřkuna fćr inntřkufrádráttir (t.d. samdřgursfrádrátt), so eiga hesir frádráttir at verđa drignir frá í útlandsinntřkuni, tá iđ lutfalliđ (í sambandi viđ avtřkuna/lćttan fyri útlendska skattin) ímillum inntřkurnar skal finnast. Víst verđur her til skriv frá Fíggjarmálastýrinum, dagf. 23. apríl 1998, sum er svar uppá fyrispurning frá Toll- og Skattstovu Fřroya hesum viđvíkjandi.

Nýggi sáttmálin byggir annars á fyrimyndina hjá OECD til ein tvískattsáttmála, men er eisini lagađur til viđ střđi í ásetingum í tvískattasáttmálanum millum Grřnland og Danmark og tvískattasáttmálanum millum norđurlond (Grřnland er ikki viđ í norđurlendsku tvískattaavtaluni). Eitt yvirlit hesum viđvíkjandi er á aftasta blađ í skjalatilfarinum..

Sáttmálin kemur í gildi 1. januar 2001.

Kap. 2: Avleiđingar av lógaruppskotinum

Fyrisitingarligar

Sáttmálin verđur ikki mettur at hava viđ sćr stórvegis fyrisitingarligar avleiđingar.

Fíggjarligar

Torfřrt er at siga nágreiniliga, hvřrjar fíggjarligar avleiđingar sáttmálin fćr. Roknast má tó viđ, at talan verđur um ávísar meirinntřkur av skatti viđ tađ, at tíđarskeiđiđ ein verđur skattađur í Fřroyum viđvíkjandi fríari vinnu og persónligum arbeiđi í tćnastuviđurskiftum verđur víđkađ.

Eisini kann verđa talan um meirinntřkur av skatti í sambandi viđ, at fiskimenn í Grřnlandi viđ bústađi í Fřroyum – tá iđ teir í frítíđini arbeiđa í Fřroyum – verđa skattađir av fřroysku inntřkuni, sum verđur lřgd omaná ta grřnlendsku inntřkuna. Talan er her um, at avtřkuhátturin fyri grřnlendska skattin er broyttur frá fullari exemptión til exemptión viđ progressjónsfyrivarni.

 

 

Fyri landiđ/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/řki í
landinum
Fyri ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiđingar

(ja)

(ja)

nei

(ja)

(ja)

Fyrisitingarligar
avleiđingar

(ja)

nei

nei

nei

nei
Umhvřrvisligar
avleiđingar

 

nei

nei

nei

nei

nei

Avleiđingar í mun til altjóđa avtalur og reglur

nei

nei

nei

nei

nei

Sosialar
avleiđingar
   

 

 

nei

 

 

Kap. 3: Viđmerkingar til tćr einstřku greinarnar

Grein 1. Persónar, sum koma undir sáttmálan.

Sáttmálin fevnir um likamligar og lřgfrřđiligar persónar, sum búgva (t.v.s. eru fult skattskyldugir persónar) í einum ella báđum sáttmálabundnu londunum. Mest eyđsýndu fřrini eru tey, tá ein persónur er fult skattskyldugur í tí eina sáttmálabundna landinum (bústađarlandinum) og avmarkađ skattskyldugur í hinum landinum av inntřku harfrá.

Grein 2. Skattir eftir hesum sáttmála.

Greinin nevnir teir skattir, sum eru fevndir av sáttmálanum. Í Fřroyum snýr tađ seg um skattir til landskassa, kommunur og kirkju, skattir av vinningsbýti, nýtslugjaldi og rentu, og at enda skattir eftir kolvetnisskattalógini.

Skattirnir eftir hesum sáttmála eru allir skattir, iđ verđa álíknađir av allari inntřkuni, allari ognini ella av parti av inntřkuni ella ognini. Íroknađir eru skattir av vinningi viđ sřlu av rakstrargřgnum ella fastari ogn, skattir av řllum samsýningum ella lřnum, sum virkir útgjalda, og skattir av ognarvřkstri.

Uttan mun til, hvat ađrar greinar í sáttmálanum áseta, so skal hann ikki nýtast um inntřkur og ognir hjá virkjum, sum rřkja virksemi samb. loyvi eftir lóg um mineralsk ráevni í Grřnlandi ella lřgtingslóg um kolvetnisvirksemi.

Sáttmálin skal eisini fevna um allar skattir av sama ella nćrum sama slag, sum, eftir at hesin sáttmáli er undirskrivađur, verđa álíknađir sum ískoyti ella í stađin fyri galdandi skattir.

Um broytingar henda í skattalóggávuni í hesum báđum londunum, skulu málsráđandi myndugleikarnir viđ ársenda á hvřrjum ári geva hvřrjum řđrum bođ um hetta.

Grein 3. Vanligar allýsingar.

Her verđur ein rřđ av almennum málberingum, sum nýttar verđa í sáttmálanum, nágreinađar, og hava í řllum sáttmálanum tann her nevnda týdningin.

Málberingin Fřroyar og Grřnland merkir ávikavist tađ fřroyska og tađ grřnlendska landřkiđ, eins og sjóřkiđ og meginlandsstřđiđ, har londini sambćrt innanhýsis lóggávu og fólkarćđi hava rćttindi til at forkanna, leita eftir og framleiđa úr náttúrutilfanginum á havbotninum ella í undirgrundini.

Málberingin land merkir Fřroyar ella Grřnland, soleiđis sum tađ skal skiljast í samanhangi, og verđur nýtt í teimum fřrum, tá vísast skal til fyribrigdi í einum landi, tí eina landinum, í hinum landinum ella í báđum londunum.

Málberingin persónur merkir ein likamligur persónur, eitt felag ella ein samtřka av persónum, har ein samtřka av persónum merkir ein samtřka, sum í skattligum hřpi ikki verđur viđgjřrd sum sjálvstřđugur skattapersónur. Felag merkir ein lřgfrřđiligur persónur ella annađ samtak, sum í skattligum hřpi verđur viđgjřrt sum ein lřgfrřđiligur persónur.

Sáttmálabundiđ land merkir Fřroyar ella Grřnland, soleiđis sum tađ skal fatast í samanhangi viđ nágreiningina av málberingunum Fřroyar og Grřnland, og virki í einum ella hinum sáttmálabundna landinum merkir virki, sum verđur rikiđ av einum persóni, sum býr í einum sáttmálabundnum landi ávikavist í hinum sáttmálabundna landinum.

Altjóđa ferđsla skal í hesum sáttmála merkja flutningur viđ skipi ella flogfari, sum verđur nýtt av einum persóni ella virki, har veruliga leiđslan býr í Fřroyum ella í Grřnlandi. Um skipiđ ella flogfariđ bert verđur nýtt millum střđ í hinum sáttmálabundna landinum, verđur tađ ikki allýst sum altjóđa ferđsla, men sum innlendis ferđsla eins og varđ skipiđ ella flogfariđ einans nýtt innlendis í tí sáttmálabundna landinum har tess veruliga leiđsla býr.

Málsráđandi myndugleikin verđur lýstur sum í Fřroyum at verđa landsstýrismađurin í skattamálum, og í Grřnlandi landsstýrismađurin í fíggjar- og búskaparmálum ella tann annar myndugleiki, sum hevur fingiđ heimild at taka sćr av spurningum, iđ standast av hesum sáttmala. Annars verđur avrátt, at tá iđ sáttmálin verđur nýttur í einum sáttmálabundnum landi, skal málberingin í fřrum, tá hon er ikki útgreinađ í sáttmálanum, hava tann týdning, sum hon hevur í hesum landi um teir skattir, sum sáttmálin viđvíkur. Um málberingin hevur ymiskar týdningar í ymiskum lógum í hesum landi, so skal týdningurin, sum hon hevur í skattalóggávuni í hesum landi, hava fyrimun.

Grein 4. Skattligur heimstađur.

Greinin ásetur, nćr ein persónur í skattligum hřpi verđur hildin at búgva í einum sáttmálabundnum landi. Málberingin persónur, sum býr í einum sáttmálabundnum landi merkir, at ein persónur, sum er fult skattskyldugur til hetta landiđ orsaka av heimstađi, bústađi, leiđslunar bústađi ella líknandi eyđkenni. Málberingin skal eisini fevna um heimastýriđ, tess politisku deildir og lokalu myndugleikar. Um skattskyldan bert er avmarkađ til inntřku frá ella ognir í hesum landinum (keldulandsinntřku undir avmarkađari skattskyldu), so verđur hesin skattskyldugi ikki hildin at hava bústađ í hesum landinum. Verđur ein ikki-likamligur (t.v.s. lřgfrřđiligur) persónur hildin at búgva í báđum sáttmálabundnu londunum, er ásett, at hann skal verđa hildin at búgva í tí landinum, har veruliga leiđslan hevur sćti. Tá tađ snýr seg um deyđsbúgv, so verđa tey hildin at búgva í tí landinum, har hin deyđi búđi viđ andlátiđ.

Ein persónur kann haldast at vera fult skattskyldugur í báđum hesum sáttmálabundnu londunum sambćrt skattreglunum í hvřrjum landi sćr. Tá er neyđugt at stađfesta í hvřrjum av londunum persónurin, soleiđis sum sáttmálin umrřđur hesi viđurskifti, er búgvandi (bústađarlandiđ). Tí eru sett upp trý eyđkenni í hesi grein, sum í tí rađfylgju tey eru skrivađ, skulu avgera, hvar persónurin skal verđa hildin at búgva. Henda avgerđ vil verđa avgerandi fyri, hvussu rćtturin til skatting skal býtast millum bústađarlandiđ og keldulandiđ, tí í sáttmálahřpi ber ikki til at búgva í fleiri enn einum landi. Avgjřrt verđur tí í tí rađfylgi, eyđkennini eru skrivađ, soleiđis at, um hann hevur fastan bústađ í báđum londunum, fyrst verđur hugt at, hvřrjum landi hann persónliga og fíggjarliga er mest knýttur at (miđdepilin fyri lívsáhugamálini). Um hetta ikki kann stađfestast, verđur hugt at, í hvřrjum landi miđdepilin fyri lívsáhugamál hansara er. Hevur hann í hesum fřri ikki fastan bústađ í nřkrum av hesum báđum londunum, verđur hann hildin at búgva, har hann vanliga uppiheldur sćr. Skuldi so hent, at ikki var gjřrligt at gera av, í hvřrjum av londunum hann vanliga uppiheldur sćr, so skulu teir málsráđandi myndugleikarnir í hesum báđum sáttmálabundnu londunum gera hetta av viđ eini sínamillum avtalu.

Grein 5. Fastur rakstrarstađur.

Henda grein ásetur, nćr vinna, sum eitt virki í tí eina landinum rekur í hinum landinum, er av sovornum slag, at tađ stovnar fastan rakstrarstađ i hesum řđrum landinum. Tá talan er um ein fastan rakstrarstađ, vil keldulandiđ vera fřrt fyri at skatta tann vinning, sum hetta fasta rakstrastađiđ fćr. Annars er meginreglan, at vinningur, sum eitt virki fćr av at reka vinnu í einum řđrum landi, bert kann verđa skattađur í bústađarlandinum, jfr. grein 7.

Málberingin fastur rakstrastađur merkir serstakliga eitt stađ, hađani virkiđ verđur stjórnađ, ein deild, ein skrivstova, ein verksmiđja, eitt nám, ein olju- ella gasskelda, eitt grótbrot ella eitt stađ, har náttúruríkidřmi, eisini vatn og ísur verđur vunniđ ella roynt verđur at vinna slíkt.

Tađ stađiđ, har byggi-, nýgerđar- ella uppsetingararbeiđi er í gerđ, ella har eftirlitsvirksemi í samband viđ hesi verđur framt, er at rokna sum fastur rakstrarstađur, um arbeiđiđ í samnhangi fer upp um 3 mánađir.

Eisini verđur her stađfest, at tá tađ snýr seg um hjálpitiltřk, tá stovna hesi ikki fastan rakstrarstađ. Tá virksemiđ verđur rikiđ umvegis eitt óheft umbođ í keldulandinum, stovnar tađ ikki fastan rakstrarstađ. Hinvegin er talan um fastan rakstrarstađ, um umbođiđ heilt ella í střrsta mun er knýtt at virkinum.

Tryggingarafelřg, sum eru heimahoyrandi í tí eina landinum, og í hinum landinum krevja tryggingargjald inn ella tryggja vandar har umvegis eitt starvsfólk ella umbođ, sum býr í hesum řđrum landinum, verđa hildin at hava fastan rakstrarstađ í hesum řđrum landinum.

Ikki verđur mett, at fastur rakstrarstađur er stovnađur í hinum landinum fyri eitt móđurfelag, bert um móđurfelagiđ í tí eina landinum hevur eitt dóttirfelag í hinum landinum.

At enda verđur stađfest, at um eitt fastognarlánsfelag (kreditforeining) í tí eina landinum, lćnir pening út í hinum landinum umvegis eitt starvsfólk ella umbođ, sum býr har, so stovnar tađ fastan rakstrarstađ í hinum landinum.

Grein 6. Inntřka av fastari ogn.

Greinin ásetur, at inntřka av fastari ogn altíđ kann verđa skattađ í tí landinum, har fasta ognin liggur. Av nágreiningini av málberingini fřst ogn sćst, at málberingin skal hava tann týdning, sum hon hevur sambćrt lóggávu í tí landinum, har ognin er. Málberingin umfatar tó altíđ tađ, sum hoyrir til fřstu ognina, so sum innistřđu og ambođ, sum nýtt verđa í vinnu viđ landbrúki og rćttindi, har borgarligu rćttarreglurnar um fasta ogn verđa nýttar. Málberingin umfatar eisini skiftandi ella fastar veitingar, iđ goldnar verđa fyri at nýta miniralríkidřmi, keldur og onnur náttúruríkidřmi. Ásett er, at málberingin fřst ogn ikki fevnir um skip og flogfřr.

Rćtturin til at skatta skal verđa nýttur um inntřku, iđ stavar frá nýtslu, leigu, at lata annan hava í hondum og hvřrjari ađrari nýtslu av fastari ogn. Somuleiđis skal hesin rćttur nýtast um inntřku av fastari ogn, sum virki eigur og um inntřku av fastari ogn, sum nýtt verđur í samband viđ fría vinnu.

Grein 7. Inntřka av vinnuvirki.

Her verđur stađfest sum meginregla, at inntřka av vinnuvirki bert kann verđa skattađ í bústađarlandinum, uttan so at virksemiđ verđur rikiđ frá einum fřstum rakstrarstađi í keldulandinum. Um so er, kann keldulandiđ skatta so stóran part av inntřkuni, sum kann kannast fasta rakstrarstađnum.

Síđani eru ásettar reglur fyri, hvussu skattskylduga inntřkan frá fasta rakstrarstađnum skal gerast upp.

Um inntřkurnar frá vinnuvirki eru serstakt viđgjřrdar í řđrum greinum í hesum sáttmála, so skulu hesar inntřkur viđgerast eftir reglunum í hesum greinunum.

Grein 8. Inntřka av skipa- og loftferđslu.

Greinin ásetur, at inntřka av skipa og loftsferđsluvirksemi í altjóđa ferđslu bert kann verđa skattađ, har sum veruliga leiđsla virkisins hevur sćti.

Um virki, sum er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum landi, fćr inntřku av skipa- og loftferđslurakstri, har raksturin bert fer fram í hinum sáttmálabundna landinum, kann inntřkan verđa skattađ í hesum seinra sáttmálabundna landinum.

Reglurnar omanfyri eru eisini galdandi, um inntřkurnar stava frá rakstri í pool-arbeiđi, handilsfelagsskapi ella í altjóđa rakstrarfelagsskapi.

Grein 9. Virki, sum sínamillum eru bundin hvřrt at řđrum.

Henda grein slćr fast, at hugtakiđ "arm’s length"-hátturin skal nýtast í handilstiltřkum millum felřg, sum eru bundin hvřrt at řđrum. Hetta merkir, at um sínamillum bundin felřg sum t.d. móđurfelag í tí eina sáttmálabundna landinum og eitt dóttirfelag í hinum sáttmálabundna landinum handla sínamillum, og treytirnar ikki eru tćr somu, sum vildu veriđ galdandi í fríum handli, so kunnu bćđi londini rćtta inntřkuna og soleiđis eisini skattingargrundarlagiđ, soleiđis at inntřkan verđur ásett til tađ, hon vildi veriđ, um handlađ varđ til marknađartreytir.

Grein 10. Vinningsbýti.

Málberingin vinningsbýti merkir í hesum sáttmála inntřka av partabrřvum, lutaprógvum ella řđrum rćttindum, tó ikki av skuldarbrřvum. Vinningsbýti er eisini at skilja sum lutur í vinningi eins og inntřkum frá rćttindum í felřgum. Hetta er tó treytađ av, at inntřkurnar eru undir somu skattligu viđgerđ sum inntřka av partabrřvum sambćrt lóggávuna í tí landinum, har útlutandi felagiđ býr.

Í sáttmálanum er annars avrátt, at vinningsbýti, sum felag, sum býr í tí eina sáttmálabundna landinum, rindar til ein persón, sum býr í hinum sáttmálabundna landinum, kann verđa skattađ í báđum sáttmálabundnu londunum. Eftir vanligu reglunum í grein 23 skal bútstađarlandiđ avtaka skattin av teirri inntřku, sum er skattađ í keldulandinum, og sum bústađarlandiđ eisini skattar.

Hóast grein 4 í sáttmálanum sigur, at lřgfrřđiligur persónur, um hann verđur hildin at búgva í báđum londunum, skal skattast har veruliga leiđslan hevur sítt sćti, so er galdandi, tá tađ snýr seg um vinningsbýti, at hetta kan skattast í tí landinum, har útlutandi felagiđ er skrásett, uttan mun til hvar móttakarin av vinningsbýtinum býr. Býr móttakarin av vinningsbýtinum í sama landi sum útlutandi felagiđ býr, so kann vinningsbýtiđ bert skattast har. Útlutandi felagiđ skal bert halda aftur vinningsbýtisavgjald í tí sáttmálabundna landinum, har tađ er skrásett.

Málsráđandi myndugleikarnir í báđum sáttmálabundnu londunum kunnu avráđa, at stovnur, sum er frítikin fyri skatting í tí landinum, har hann býr, skal verđa frítikin fyri keldulandsskatting av vinningsbýti, um vinningsbýtiđ verđur goldiđ frá felřgum í hinum sáttmálabundna landinum.

Grein 11. Renta.

Málberingin renta merkir inntřka av skuldarbrřvum av einum og hvřrjum slag, sum ikki er vinningsbýti samb. grein 10, uttan mun til, um skuldarbrřvini eru tryggjađ viđ veđhaldi í fastari ogn ella ikki. Serstakliga fatar málberingin um inntřku av ríkisbrćvalánum, brćvalánum og skuldbindingum, her íroknađur kursvinningur og vinningur, sum stavar frá slíkum virđisbrřvum. Dragurenta, tá ikki er goldiđ rćttstundis, verđur sambćrt hesi grein ikki roknađ sum renta.

Renta sum stavar frá einum landi og verđur goldin einum persóni í hinum landinum, kann bert skattast í tí landinum, har rćtti ognarin av rentuni býr, uttan so, at renturnar kunnu kannast einum fřstum rakstrarstađi ella einum fřstum stađi í hinum sáttmálabunda landinum. Um so er, verđa renturnar skattađar eftir reglunum í grein 7 ella grein 14, nevniliga í tí landinum, har fasti rakstrarstađurin ella fasta stađiđ er.

Um serstřk bond eru millum hann, sum rindar rentuna og hann sum fćr rentuna ella triđja mann, og hettar hevur viđ sćr, at rentan ikki er ájřvn viđ rentu, sum avrádd vildi veriđ millum óvildugar partar, so skal tann upphćdd, sum skal viđgerast eftir reglunum um rentur, rćttast samsvarandi.

Grein 12. Nýtslugjald (Royalty).

Málberingin nýtslugjald merkir í hesum sáttmála gjalding av řllum slag, sum fćst sum gjald fyri at nýta ella hava rćttin til at nýta hvřnn ein upphavsrćtt, einkarrćtt, vřrumerki, mynstur, tekning, loyniligan formála ella fyri upplýsingar um íđnađar-, handils- ella vísindaligar royndir.

Nýtslugjřld, sum stava frá tí eina landinum og verđa goldin móttakara í hinum landinum, kunnu skattast í hesum seinna landinum, t.e. bústađarlandi móttakarans, men tey kunnu eisini verđa skattađ í tí landinum, hagani tey stava, men tá má skatturin ikki fara uppum 25% av bruttoupphćddini av nýtslugjaldinum. Tađ landiđ, har móttakarin av nýtslugjaldinum býr, og sum eisini hevur rćtt til at skatta nýtslugjaldiđ, skal tá taka av í sínum skatti tann skatt, sum goldin er í tí landinum, har nýtslugjaldiđ stavar.

Ásetingarnar í hesi grein skulu ikki nýtast, um móttakarin av nýtslugjaldinum rekur vinnuligt virksemi frá einum fřstum rakstrarstađ ella fřstum stađ í tí landinum, hagani nýtslugjaldiđ stavar, og tey rćttindi ella ogn, sum er grundarlagiđ fyri nýtslugjaldinum, hevur beinleiđis samband viđ henda fasta rakstrarstađ ella fasta stađ. Tá skulu ásetingarnar í grein 7 og grein 14 nýtast.

Sjálvt um útgjaldarin av nýtslugjaldinum ikki býr í landinum, hagani nýtslugjaldiđ verđur goldiđ, men í hesum landinum hevur fastan rakstrastađ ella rekur fría vinnu fra einum fřstum stađ har, og nýtslugajaldiđ verđur boriđ av hesum fasta rakstrarstađnum ella fasta stađnum, so skal tađ roknast at stava frá tí landinum, har fasta rakstrarstađiđ ella fasti stađurin liggur.

Um serstřk bond eru millum tann sum rindar nýtslugjaldiđ og móttakarin ella triđja mann, og hetta hevur viđ sćr, at nýtslugjaldiđ ikki er ájavnt viđ eina upphćdd, sum vildi veriđ avrádd millum óvildugar partar, tá skal tann upphćddin, sum skal viđgerast eftir reglunum um nýtslugjald, rćttast samsvarandi.

Grein 13. Kapitalvinningur.

Í hesi grein verđur avrátt, at vinningur viđ sřlu av fastari ogn, soleiđis sum henda er nágreina í grein 6, sum persónur, sum býr í tí eina landinum hevur í hinum sáttmálabundna landinum, kann bert verđa skattađ í hesum seinra landinum, t.v.s. í keldulandinum.

Sama er galdandi, tá tađ snýr seg um ogn, sum ikki er fřst ogn, og henda ogn er partur av vinnufćnum í einum fřstum rakstrarstađi ella hoyrir til ein fastan stađ, sum hevur samband viđ at reka fría vinnu í hinum sáttmálabunda ríkinum og tá sjálvur tann fasti rakstrarstađurin ella tađ fasta stađiđ verđur selt.

Um skip ella flogfřr, sum nýtt verđa í altjóđa ferđslu verđa seld ella ogn, sum ikki er fřst ogn, sum er tengd at rakstrinum av slíkum skipum ella flogfřrum, verđur seld, so kann vinningurin bert verđa skattađur í tí sáttmálabundna landinum, har veruliga leiđslan hjá virkinum hevur sítt sćti.

Um onnur ogn enn tann sum nevnd er frammanfyri verđur seld, so kann vinningurin bert verđa skattađur í tí sáttmálabundna landinum, har seljarin býr.

Grein 14. Frí vinna.

Inntřka frá fríari vinnu sum t.d. sjálvstřđugum virksemi í samband viđ vísind, bókmentir, list, útbúgving ella undirvísing ella sjálvstřđugum virksemi sum lćkni, advokatur, verkfrřđingur, arkitektur, tannlćkni ella grannskođari, sum ein persónur, sum býr í tí eina landinum, rekur í hinum landinum, kann bert verđa skattađ í bústađarlandinum.

Slík inntřka kann tó eisini verđa skattađ í tí landinum, har raksturin er (keldulandinum), um tann, sum rekur vinnuna a) í hesum seinra landi hevur ein fastan stađ, sum střđugt er til taks at nýta í samband viđ vinnuna, ella b) dvřlur í tí landinum, har raksturin er í einum ella fleiri tíđarskeiđum, iđ tilsamans eru longur enn 183 dagar í einum 12 mánađa tíđarskeiđi, sum byrjar ella endar viđkomandi skattaár, men bert í tann mun inntřkan kann kannast hesum fasta stađ ella tí vikseminum, sum er innt har í nevnda tíđarskeiđi.

Málberingin "fastur stađur" er mótvegis málberingini "fastur rakstrarstađur" ikki nágreinađ í sáttmálanum, men vil vanliga fata um eina skrivstovu ella eina viđgerđarstovu, har viđskiftafólk kunnu koma.

Grein 15. Persónligt arbeiđi í tćnastuviđurskiftum.

Greinin fatar um skatting av lřnarinntřku. Arbeiđir ein persónur, sum býr í tí eina landinum, fyri lřn í hinum landinum, kann hetta annađ landiđ (keldulandiđ) skatta hesa lřnarinntřku, uttan so at lřntakarin dvřlir í keldulandinum í í mesta lagi 183 dagar í einum 12 mánađa tíđarskeiđi, sum byrjar ella endar í viđkomandi skattaári, og lřnin ikki verđur goldin av ella fyri ein arbeiđsgevara, sum býr í keldulandinum, og lřnin ikki verđur goldin av einum fřstum (rakstrar)stađ, sum ein arbeiđsgevari í bústađarlandinum hevur í keldulandinum, og harafturat skal ikki verđa talan um arbeiđsútleigan. Allar fýra treytirnar skullu verđa loknar.

Ein arbeiđstakari, sum býr í Fřroyum, og sum verđur sendur til Grřnlands at arbeiđa fyri ein fřroyskan arbeiđsgevara, sum ikki hevur fastan rakstrarstađ ella fastan stađ í Grřnlandi, kann arbeiđa í Grřnlandi í upp til 183 dagar uttan at skula gjalda skatt í Grřnlandi, men rindar skatt í Fřroyum.

Frammanfyri standandi reglur eru ikki galdandi, tá arbeiđiđ verđur gjřrt umborđ á skipum ella flogfřrum, tí tá verđur lřnin skattađ í tí landi, har iđ felagiđ, sum eigur ella rekur skipiđ ella flogfariđ er heimahoyrandi.

Hetta seinra merkir, at fřroyingar sum arbeiđa umborđ á grřnlendskum skipum ella flogfřrum, rinda skatt til Grřnlands sum kelduland av hesi inntřkuni, men Fřroyar hava tó eisini rćtt til at skatta inntřkuna, men skulu avtaka tvískattingina eftir reglunum í grein 23 í hesum sáttmálanum, tvs. eftir "kreditháttinum". Her skal tó viđmerkjast, at londini bćđi, í eini protokol hava avrátt, at tá tađ snýr seg um inntřku, sum nevnd er í grein 15, stk. 3, so skulu Fřroyar nýta avtřkuháttin "exemption viđ progressiónsfyrivarni". Hetta merkir, at Fřroyar skulu avtaka tvískattingina viđ at lćkka tann í Fřroyum útroknađa skattin av allari inntřkuni viđ tí parti av tí fřroyska skattinum, sum lutfallsliga fellur á nettoinntřkuna frá Grřnlandi (sí eisini viđmerkingar til grein 23).

Grein 16. Nevndarsamsýningar.

Nevndarsamsýningar til nevndarlim í felag, sum er skrásett í řđrum landi enn har móttakarin býr, kann verđa skattađ í tí landinum, har felagiđ er skrásett (keldulandinum). Bústađarlandiđ hjá móttakaranum kann tó eisini skatta hesa samsýning sambćrt egnari skattalóggávu, men skal tá taka av tvískattingina eftir reglunum í grein 23 í hesum sáttmálanum, tvs. eftir "kreditháttinum".

Grein 17. Listafólk og ítróttarfólk.

Lřnir og samsýningar til listafólk og ítróttarfólk kunnu skattast í tí landinum, har tey virka fyri samsýningina ella lřnina, men um virksemiđ sum heild verđur goldiđ viđ almennum peningi úr bústađarlandinum, kann samsýningin ella lřnin bert verđa skattađ í bústađarlandinum. Hetta er eisini galdandi, um samsýningin ella lřnin legst til annan persón enn lista- ella ítróttarfólkiđ sjálvt.

Grein 18. Eftirlřnir.

Eftirlřnir og veitingar sambćrt almennu lóggávuna, sum verđa goldnar frá tí eina landinum, til persón sum býr í hinum landinum, kunnu skattast í báđum londunum. Eftir vanligu reglunum í grein 23 skal bútstađarlandiđ avtaka skattin av teirri inntřku, sum er skattađ í keldulandinum, og sum bústađarlandiđ eisini skattar.

Grein 19. Lesandi.

Um ein persónur, sum býr í tí eina landinum, vegna lesnađ ella útbúgving, dvřlir í hinum landinum, skal hann ikki í hesum seinra landinum verđa skattađur av upphćddum sum hann fćr fra keldum uttan fyri hetta landiđ.

Grein 20. Ađrar inntřkur.

Henda grein ásetur, at tá tađ snýr seg um inntřkur, sum ikki eru nevndar í frammanfyri standandi greinum í hesum sáttmála, so kunnu tćr bert skattast í tí landinum, har móttakarin býr.

Hetta er tó ikki galdandi, um móttakarin av inntřkuni býr í tí eina landinum, og í hinum landinum hevur ein fastan rakstrastađ ella fast stađ, og inntřkan kann kannast hesum fasta (rakstrar)stađ. Í slíkum fřrum skulu reglurnar í grein 7 ávikavist grein 14 nýtast. Um fřst ogn er knýtt at fasta (rakstrar)stađnum, tá verđur inntřkan av tílíkari ogn fevnd av ásetingunum í grein 6.

Grein 21. Ogn.

Henda grein snýr seg um skatting av ogn (formue), og er meginreglan tann, at ogn, sum er fřst ogn, kann skattast í tí landinum, har hon liggur, sjálvt um eigarin býr í hinum landinum.

Har tađ snýr seg um ogn, sum ikki er fřst ogn, og hon er partur av virkisogn í einum fřstum rakstrarstađ, sum virki í tí eina landinum hevur í hinum landinum, so kann hon verđa skattađ í hesum seinra landinum, har fasti (rakstrar)stađurin er.

Sama er galdandi, tá tađ snýr seg um rakstrargřgn sum verđa nýtt viđ atliti til at útinna fría vinnu.

Ogn, sum er skip og flogfřr í altjóđa ferđslu, kunnu bert verđa skattađí í tí landinum, har veruliga leiđsla virkisins hevur sítt sćti.

Řll onnur ogn, sum ein persónur eigur, kann bert verđa skattađ í bústađarlandinum.

Hvřrki grřnlendska ella fřroyska skattalógin hava heimildir til at skatta ogn (formuebeskatning), so henda grein fćr bert týdning, um londini fáa skatting av ogn lógarfesta.

Grein 22. Deyđsbúgv.

Inntřka, sum verđur goldin úr deyđsbúgvi, sum býr í einum sáttmálabundnum landi, kann bert verđa skattađ í hesum landinum, sjávt um móttakarin býr í hinum landinum. Sambćrt grein 4 verđa deyđsbúgv hildin at búgva í tí landinum, har tann deyđi búđi viđ andlátiđ.

Grein 23. Creditháttur (Avtřka av tvískatting).

Henda greinin ásetur, hvussu tvískatting skal avtakast. Hátturin í hesum sáttmálanum er "kredithátturin", sum ásetur, at um ein inntřka frá keldulandinum kann skattast har, og bústađarlandiđ eisini kann skatta inntřkuna, so skal bústađarlandi taka av tvískattingina viđ at minka skattin viđ tí lćgru av tveimum upphćddum, nevniliga antin tí skattinum, sum goldin er í keldulandinum, ella tí partinum av skattinum í bústađarlandinum, sum fellur á nettoinntřkuna frá keldulandinum.

Her skal tó viđmerkjast, at londini bćđi, í eini protokol hava avrátt, at tá tađ snýr seg um inntřku, sum nevnd er í grein 15, stk. 3, so skulu Fřroyar nýta avtřkuháttin "exemption viđ progressiónsfyrivarni". Hetta merkir, at Fřroyar skulu avtaka tvískattingina viđ at lćkka tann í Fřroyum útroknađa skattin av allari inntřkuni viđ tí parti av tí fřroyska skattinum, sum lutfallsliga fellur á nettoinntřkuna frá Grřnlandi.

Grein 24. Bann fyri mannamuni.

Henda grein ásetur, at bannađ er skattliga at gera mun á persónum (eisini lřgfrřđiligum persónum) frá hinum landinum. Sama er galdandi fyri fastan rakstrarstađ, sum virki í tí eina landinum hevur í hinum landinum, í mun til samlíkt virki í tí seinra landinum. Henda áseting skal tó ikki binda tađ seinra landiđ at geva persónum, sum búgva í tí fyrra landinum, fyrimunir og lćttar, sum teir vegna persónliga střđu ella uppihaldsstřđu vildu fingiđ, um teir vórđu skattađir í bústađarlandinum.

Tá tađ snýr seg um persónar, sum ikki eru sínamillum bundnir at hvřrjum řđrum, so skal loyvast frádráttur fyri útgjaldingar til t.d. rentu, nýtslugjald og tílíkt til persón, sum býr í hinum sáttmálabundna landinum undir somu treytum, sum um útgjaldiđ varđ til ein persón, sum býr í tí seinra landinum. Somuleiđis, skal í ognini skuld kunna dragast frá, sjálvt um hon er til persón í hinum sáttmálabundna landinum.

Hóast grein 2 í hesum sáttmálanum nágreinar hvřrjir skattir sáttmálin skal nýtast um, so skulu avmarkingarnar í hesi grein verđa nýttar um skattir av řllum slag, uttan mun til heiti.

Grein 25. Mannagongd, tá iđ sínamillum avtalur verđa gjřrdar.

Greinin fyrisetur mannagongd sum skal nýtast, um ein persónur, sum býr í einum sáttmálabundnum landi, ikki heldur seg verđa viđgjřrdan í samsvar viđ reglurnar í hesum sáttmálanum. Tá er avrátt, at um myndugleikin ikki heldur seg kunna loysa máliđ sjálvur, so skulu teir málsráđandi myndugleikarnir royna at loysa máliđ viđ sínamillum avtalu.

Í ivamálum um tulking av sáttmálanum og tá tvískatting er hend, sum ikki kann avtakast eftir reglunum í sáttmálanum, tá skulu málsráđandi myndugleikarnir eisini viđ sínamillum avtalu royna at loysa máliđ.

Sáttmálin áleggur tó ikki teimum málsráđandi myndugleikunum nakra skyldu at semjast, og ongar reglur eru um gerđarćtt. Vanligt er tó í slíkum fřrum, at partarnir koma fram til eina semju, sum er nřktandi fyri báđar partar, men sáttmálin tryggjar ikki, at allar ósemjur um tvískatting fáa eina loysn.

Grein 26. Gildiskoma sáttmálans.

Sáttmálin fćr gildi frá og viđ 1. januar 2001, og samstundis fer sáttmálin millum hesi bćđi londini frá 4. februar 1992 úr gildi.

Grein 27. Uppsřgn.

Avrátt er millum londini, at sáttmálin skal vera galdandi til annađ av teimum sáttmálabundnu londunum sigur hann upp. Verđur hann uppsagdur, so skal bođast frá til hitt landiđ í seinasta lagi 6 mánađir, áđrenn álmanakkaáriđ endar.

1. viđgerđ 13. mars 2001. Máliđ beint í fíggjarnevndina, sum tann 14. mars 2001 legđi fram soljóđandi

Á l i t

Landsstýriđ hevur lagt máliđ fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viđgerđ tann 13. mars 2001 er máliđ beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viđgjřrt máliđ á fundi tann 14. mars 2001 og hevur undir viđgerđini havt fund viđ Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, umbođ fyri Fíggjarmálastýriđ og Toll- og Skattstovu Fřroya.

Nevndin vísir á, at Lřgtingiđ í lřgtingsmáli nr. 34/2000: Uppskot til samtyktar um góđkenning av sáttmála millum Fřroyar og Grřnland at sleppa undan tvískatting av inntřku og ogn hevur góđkent tvískattasáttmálan frá 30. august 2000, sum landsstýriđ nú mćlir til skal fáa lřgtingslógargildi viđ virkna frá 1. januar 2001.

Ein samd nevnd tekur undir viđ málinum og mćlir Lřgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins. 

2. viđgerđ 20. mars 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotiđ fer soleiđis samtykt til 3. viđgerđ.

3. viđgerđ 22. mars 2001. Uppskotiđ, sum samtykt viđ 2. viđgerđ, endaliga samtykt 26-0-0. Máliđ avgreitt.

Ll. nr. 47 frá 30.03.2001
J.nr. 521-0019/2000