Vinnuligur fiskiskapur

 

93  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

§ 1

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 2, stk. 4, verður strikað.
  2. § 5, stk. 9, verður orðað soleiðis:

"Stk. 9. Fiskidaganevndin. Landsstýrismaðurin velur eina Fiskidaganevnd umboðandi vinnuna á sjónum, sum letur landsstýrismanninum metingar um støðuna í botnfiskastovnunum og tilmæli um fiskidagar og, hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið. Nevndin verður vald fyri 4 ár ísenn. Landsstýrismaðurin ger reglugerð um val og virki nevndarinnar og tryggjar nevndini neyðugt tilfar til tess at útinna arbeiðssetningin. Landsstýrismaðurin velur formann og setur skrivara."

  1. § 22 verður orðað soleiðis:
  2. "§ 22. Við løgtingslóg verður ásett fiskidagatal fyri botnfiskaveiði á føroyska landgrunninum hvørt fiskiárið.
    Stk. 2. Á hvørjum ári fyri 15. juni skal Fiskirannsóknarstovan lata landsstýrismanninum stovnsmetingar, tilmæli um fiskidagar komandi fiskiárið og, hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið. Broytingar í fiskidagatalinum skulu m.a. vera grundaðar á metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvønn høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt.
    Stk. 3. Á hvørjum ári fyri 22. juni skal Fiskidaganevndin, grundað á eina mest hóskandi veiði fyri fiskiárið, lata landsstýrismanninum tilmæli um fiskidagar fyri komandi fiskiárið og, hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið. Broytingar í fiskidagatalinum skulu m.a. vera grundaðar á metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvønn høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt.
    Stk. 4. Landsstýrismaðurin leggur uppskot fram til løgtingslóg sbrt. stk. 1, og gevur í viðmerkingunum til uppskotið frágreiðing við øllum upplýsingum av týdningi viðvíkjandi ásetingini av fiskidøgum.
    Stk. 5. Fiskiárið byrjar 1. september og endar 31. august árið eftir. Fiskidagar fyri komandi árið verða ásettir í seinasta lagi 18. august sama árið, fiskiárið byrjar.

  3. Í § 36, verður sett inn sum stk. 2 :
  4. "Stk. 2. Landsstýrismanninum verður í kunngerð heimilað at seta treytir um, at fiskifør undir føroyskum flaggi og fremmand fiskifør í føroyskum sjógvi skulu vera undir eftirliti um fylgisvein ella líknandi samskiftisskipan, sum til eina og hvørja tíð kann upplýsa um knattstøðu skipsins. Útreiðslurnar fyri útgerð og nýtslu ber fiskifarið."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Kap.1 Almennar viðmerkingar

Skipanin við áseting av fiskidøgum

Ein týdningarmikil táttur í fyriskipan av fiskiveiðini á landleiðunum er áseting av fiskidøgum. Mannagongdin hesum viðvíkjandi er ásett í § 22 í lógini. Áðrenn 15. juni skulu Fiskirannsóknarstovan og Stovnsrøktarnevndin lata landsstýrismanninum í fiskivinnumálum frágreiðing um støðuna hjá fiskastovnunum. Frágreiðingarnar eru síðani ein partur av grundarlagnum fyri tilmælinum frá Skipanarnevndini til landsstýrismannin.

Skipanarnevndin er sett av landsstýrismanninum við heimild § 2, stk. 4, í lógini og er samansett av umboðum frá vinnuni og Fiskimálastýrinum, herundir Fiskirannsóknarstovuni og Fiskiveiðieftirlitinum. Nevndin verður vald fyri 4 ár í senn.

Uppgávan hjá Skipanarnevndini er á hvørjum ári at lata landsstýrismanninum tilmæli um, hvussu fiskiskapurin skal skipast komandi fiskiárið, herundir møguligar broytingar í fiskidagatalinum.

Bygnaðurin og mannagongdir í verandi skipan kann lýsast soleiðis:

 

Skipanin hevur stundum víst seg at virka illa. Hetta kemur m.a. til sjóndar við, at vinnuumboðini hava sagt seg úr nevndini, og Fiskirannsóknarstovan hevur biðið um at sleppa úr nevndini.

Ásannað verður samstundis, at eginleikar við sjálvum bygnaðinum í skipanini gera, at tað yvirhøvur kann verða torført at fáa hana at virka eftir ætlan. M.a. skal Stovnrøktarnevndin, sum er samansett av umboðum fyri vinnuna, lata tilmæli til landsstýrismannin, sum síðani leggur tilmæli fyri Skipanarnevndina. Hóast vinnuumboðanin í Skipanarnevndini er eitt sindur øðrvísi enn í Stovnsrøktarnevndini, so kann roknast við, at tað sjáldan er stórvegis munur á sjónarmiðunum hjá vinnuni í Skipanarnevndini og niðurstøðurnar í tilmælinum frá Stovnsrøktarnevndini. Støðan er á leið tann sama hjá Fiskirannsóknarstovuni, sum eisini letur tilmæli til landstýrismannin, ið síðani leggur tilmæli fyri Skipanarnevndina. Umboðið hjá Fiskirannsóknarstovuni í Skipanarnevndini skal tá viðgera tilmæli hjá sínum egna stovni, og tað er torført at ímynda sær, at sjónarmiðini og niðurstøðurnar í Skipanarnevndini vera munandi øðrvísi enn í upprunaliga tilmælinum frá Fiskirannsóknarstovuni.

Nýggja uppskotið ber í sær, at Skipanarnevndin í tí líki,hon hevur í dag, verður avtikin. Ístaðin fær Fiskidaganevndin í størri mun tann leiklut, ið Stovnsrøktarnevndin og Skipanarnevndin hevur í dag. Hóast val og umboðan í Fiskidaganevndini ikki er nærri ásett í lógini, so verður vinnuumboðanin í Skipanarnevndini flutt til nýggju Fiskidaganevndina. Tryggjast skal, at allir partar í vinnuni á sjónum, sum eru undir fiskidagaskipan á føroysku landleiðunum, eru umboðaðir í nevndini.

Eisini fyri at bøta um skipanina verður skotið upp at broyta hana soleiðis, at Fiskidaganevndin og Fiskirannsóknarstovan framhaldandi lata landsstýrismanninum tilmæli um fiskidagatal o.a. fyri komandi fiskiár. Ístaðin fyri sum nú, at landsstýrismaðurin sendir hesi tilmæli til Skipanarnevndina, ger Fiskimálastýrið, við støði í tilmælunum frá Fiskirannsóknarstovuni og Fiskidaganevndini, eitt uppskot um fiskidagatal fyri komandi fiskiár, og hetta uppskot verður síðani lagt fyri Fiskivinnuráðið til ummælis, áðrenn tað verður sent Løgtinginum.

Bygnaðurin og mannagongdir í skipanina í uppskoti er hesin:

Lagt kann verða afturat, at av tí at hildið verður, at nógvir av teimum trupulleikum, ið eru knýttir at verandi skipan við áseting av fiskidøgum, botna í einum misáliti í vinnuni á fiskifrøðiligu ráðgevingina, er ætlanin, at Fiskirannsóknarstovan fær eitt ráð, har m.o. vinnan er umboðað. Mett verður, at hetta kann vera við til at bøta um samskiftið millum vinnu og fiskifrøði.

Somuleiðis er ætlanin at broyta løgtingslóg nr. 61 frá 10. mai 2000 um fiskivinnuráð við atliti at samanseting og uppgávum.

Fiskiveiðieftirlit um fylgisvein

Eftirlit við fiskiskipum um fylgisvein hevur verið nógv frammi í okkara grannalondum og í millumlanda felagsskapum, sum Føroyar virka innanfyri. Millumlanda felagsskapir og hvørt land sær hava ella eru komin væl ávegis við skipanum og at skipa lógarverk teirra, so slíkt eftirlit kann verða framt.

Fleiri grundgevingar kunnu vera givnar fyri at skipa eitt slíkt eftirlit. Fyri tað fyrsta leggur hetta grundarlag undir eitt munandi betri eftirlit við fiskiførunum. Nógvar fiskiveiðireguleringar eru bygdar á staðfesting av fiskileiðum. Her kunnu t. d. verða nevndar allar tær stongdu leiðirnar, sum eru ein sera týðandi partur av reguleringunum av fiskiskapinum eftir botnfiski í føroyskum sjógvi. Men eisini tá tað kemur til fiskiskap í fremmandum og altjóða sjógvi eru økisreguleringar. Við einum støðugum eftirliti yvir fylgisvein kann Fiskiveiðieftirlitið, til eina og hvørja tíð, staðfesta, hvar fiskiførini eru og hava verið.

Tað kemur fyri, at bólkar av fiskiførum ella einstøk fiskifør manna millum verða løgd undir at hava fiskað á annars stongdum leiðum, hóast ongi prógv verða løgd fram. Hetta í sjálvum sær birtir undir eina fatan av fiskiflotanum sum lógbrótarar, tó uttan at hetta er grundað á nakra próvførslu. Í eini skipan við støðugari fráboðan frá fiskifarinum um fiskileið kunnu slík uppáhald lættari verða avsannað ella váttað.

Við støðugum fráboðanum um neyva knattstøðu til støð á landi er harumframt lagt grundarlag undir eina munadygga trygdarskipan fyri øll fiskifør. Um leiting verður sett í verk eftir fiskifari, ber til at fáa at vita seinastu knattstøðu, sum skipið hevur sent Fiskiveiðieftirlitinum. Henda upplýsing kann hava sera stóran týdning fyri møguliga leiting ella hjálparveiting.

Ein fylgisveinaskipan er somuleiðis ein liður í at fáa eina tilbúgvingarætlan í sambandi við kolvetnisvirksemi á føroyskum sjóøki.

Føroysk rækjuskip, sum fiska á Flemish Cap, hava verið undir eini skipan við støðugum fráboðanum um fylgisvein í nøkur ár samsvarandi samtyktum í NAFO. Í 1999 kom í gildi fyriskipan innan fyri NEAFC, har kravt verður, at øll skip, sum fiska í NEAFC sjóøki, skulu vera undir eftirliti um fylgisvein. Eisini eru avtalur gjørdar við onnur lond (Noreg, ES og Russland), har føroysk skip verða kravd undir eftirlit um fylgisvein, tá fiskað verður í teirra sjógvi. Á sama hátt verða norsk og ES skip kravd undir eftirlit um fylgisvein í føroyskum sjógvi. Hesar fiskiveiðiavtalur og krøv um fylgisvein hava gjørt, at nógv føroysk fiskifør longu hava samskiftisútgerð umborð.

Fiskimálastýrið miðar ímóti, at øll fiskifør skulu koma undir fylgisveinaeftirlit. Fyrsta stigið er at fáa skipanina fyri skip í fremmandum sjógvi, og útlendsk skip í føroyskum sjógvi, har eftirlit um fylgisvein verður kravt frammanundan, at virka nøktandi. Næsta stigið er at fyrireika og at seta í verk fylgisveinaeftirlit fyri føroysk fiskifør í føroyskum sjógvi. Fiskimálastýrið hugsar sær, at talan í fyrsta umfari verður um eina royndartíð, har t.d ein skipabólkur verður brúktur sum royndarbólkur. Eftirlitsskipanin um fylgisvein fyri feskfiskaflotan verður síðani sett í verk í stigum.

Sjálvvirkandi fráboðanir í sambandi við trygd og eftirlit kunnu eisini sendast um aðrar skipanir enn fylgisvein. Hugsandi er í tí sambandi, at hjá teimum smærru fiskiførunum, sum royna nærri landi, er ikki neyðugt at hava fylgisveinaútgerð, men at fráboðanir kunnu sendast við líknandi ódýrari samskiftisútgerð.

Kravið um, at fiskifør eru útgjørd til at kunna virka undir eini slíkari skipan, verður mett javnt við, at sett verða skipum krøv um samskiftisútgerð. Tí verða skipini sjálvi at gjalda útreiðslurnar fyri útgerð og nýtslu.

Fiskimálastýrið hevur kannað, hvørjar útreiðslur eru knýttar at eini sjálvvirkandi fráboðan um fylgisvein fyri tey størru førini. Íløgan í sendiútgerð umborð liggur um kr 20- 25 túsund fyri hvørja eind. Við keypi av fleiri eindum fæst tó munandi avsláttur, so eindarprísurin verður lægri.

Sendikostnaðurin er í fyrstu atløgu ein spurningur um, hvussu stórar dátumongdir verða sendar í hvørjari fráboðan og, hvørja landstøð ein brúkar. Í eini skipan við fráboðan um knattstøðu og ferð eina ferð um tíman, verður roknað við, at tað kostar hvørjum skipi einar 15-20 kr. um dagin. Her skal verða lagt afturat, at eisini í sambandi við sending ber til at fáa avsláttur.

Skotið verður upp, at landsstýrismaðurin fær beinleiðis heimild at seta í gildi kunngerð, har treytir um eftirlit um fylgisvein verða ásettar. Hesar treytir skulu eisini kunna verða settar útlendskum skipum, sum fiska í føroyskum sjógvi.

Fiskivinnuráðið hevur viðgjørt lógaruppskotið. Ráðið tekur undir við uppskotinum, men mælir til, at landsstýrið og teir stovnar og feløg, sum vóru við í Skipanarnevndini, eisini verða umboðað í uppskotnu Fiskidaganevndini, og at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum velur formannin í nevndini. Ráðið ger tó vart við, at uppskotið í sær sjálvum ikki loysir teir trupulleikar, sum vóru orsøkin til, at Skipanarnevndin ikki fekst at virka. Mælt verður landsstýrismanninum til at fáa hesar trupulleikar greiddar í sambandi við, at Fiskidaganevndin fer til verka.

Kap. 2 Avleiðingar av uppskotinum

Skipanin við áseting av fiskidøgum

Uppskotið gevur Fiskimálastýrinum nýggjar og øðrvísi uppgávur. Mett verður kortini ikki, at hetta fer at seta størri krøv til fíggjarligu karmarnar. Uppskotið hevur annars lítlar ella ongar fíggjarligar og fyrisitingarligar avleiðingar fyri land, kommunurnar ella vinnuna.

Fiskiveiðieftirlit um fylgisvein

Lógaruppskotið broytir skipanir og mannagongdir í fiskiveiðieftirlitinum á føroysku landleiðunum, men mett verður ikki, at broytingarnar fáa fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar í sambandi við umsitingina av lógini um vinnuligan fiskiskap. Roknað verður við, at skipanin, sum frá líður, fer at bøta um trygdina og at gera eftirlitið á sjónum munadyggari og ódýrari. Lógaruppskotið ávirkar vinnuna, men mett verður, at íløgan fyri skipini ikki fer at hava stóran týdning fyri skipsins rakstur.

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri
pláss/øki í landinum

Fyri ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
Búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

Nei

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar til einstøku broytingarnar

Ad 1). Henda broyting verður gjørd í sambandi við, at Skipanarnevndin, í verandi líki, verður avtikin. Í staðin verður sett nýggj Fiskidaganevnd (Stovnsrøktarnevndin í broyttari samanseting), og vinnuparturin av Skipanarnevndini fluttur hagar.

Ad 2). Broytingin ber í sær, at nýtt heiti verður Fiskidaganevndin.

Ad 3). Broytingin ber í sær stillingar sum ein avleiðing av broytingunum í 1) og 2)

Ad 4). Henda broyting ásetir, at landsstýrismaðurin í kunngerð kann áseta, at føroysk fiskifør og fremmand fiskifør í føroyskum sjógvi koma undir eftirlit um fylgisvein, og at skipini sjálvi bera útreiðslurnar av hesum.

1. viðgerð 9. mars 2001. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 6. apríl 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 9. mars 2001 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 19. og 30. mars og 3. apríl 2001.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

Nevndin hevur havt drúgva umrøðu av, hvussu fiskidaganevndin skal verða samansett.

Ein samd nevnd er av teirri áskoðan, at landsstýrismaðurin eigur at innheinta uppskot frá fiskiveiðufeløgunum, áðrenn hann ger av, hvønn hann velur í nevndina. Fiskiveiðufeløgini, hugsað verður um, eru tey feløgini, sum til eina og hvørja tíð eru undir fiskidagaskipanini, og tey eru í løtuni Felagið trolskip, Felagið trolbátar, Felagið línuskip, Meginfelag útróðrarmanna og Felagið snelluskip.

Harumframt heldur nevndin, at tað skal verða eitt krav, at limirnir, undantikið formaðurin, skulu hava sítt yrki á sjónum. Kravið um, at limirnir skulu hava sítt yrki á sjónum, eigur at verða sett inn fyri at tryggja, at hetta verða fólk, ið hava kunnleika til, hvat hendir á fiskileiðunum.

Nevndin setir eisini fram uppskot um, at talið av limum skal verða ásett í lógini, og at tað skulu verða fimm limir í nevndini, umframt varalimir fyri hesir. Fýra, ið skulu uppfylla krøvini, nevnd omanfyri, meðan landsstýrismaðurin ikki skal verða bundin av hesum krøvum, tá hann velur formann.

Nevndin hevur eisini umrøtt uppskotnu heimildina til landsstýrismannin at seta í verk fylgisveinaeftirlit og í hesum sambandi serliga, hvør skal bera útreiðslurnar av fylgisveinaeftirlitinum. Nevndin tekur undir við uppskotinum um, at tað er fiskifarið, ið skal rinda útreiðslurnar fyri útgerð, men er nevndin av teirri áskoðan, at landskassin skal rinda nýtsluútreiðslurnar.

Ein minniluti í nevndini (Jógvan á Lakjuni) loyvir sær tó at taka endaliga støðu í tingsalinum, hvat viðvíkur hesum spurninginum sum heild.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, men vísandi til omanfyristandandi viðmerkingar mælir nevndin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við hesum

broytingaruppskoti

  1. § 1, nr. 2, verður orðað soleiðis: "§ 5, stk. 9, verður orðað soleiðis: " Stk. 9. Fiskidaganevndin. Eftir uppskoti frá fiskiveiðufeløgunum umboðandi trol og húk, velur landsstýrismaðurin 4 umboð í eina Fiskidaganevnd, ið øll skulu hava sítt yrki á sjónum og tilsamans breitt skulu mynda fakbólkarnar á økinum. Harumframt velur landsstýrismaðurin formann og setir skrivara. Landsstýrismaðurin velur varafólk fyri limirnar í fiskidaganevndini eftir somu treytum, sum eru galdandi fyri limirnar. Fiskidaganevndin letur landsstýrismanninum metingar um støðuna í botnfiskastovnunum og tilmæli um fiskidagar, og hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið. Nevndin verður vald fyri 4 ár í senn. Landsstýrismaðurin ger reglugerð um val og virki nevndarinnar og tryggjar nevndini neyðugt tilfar til tess at útinna arbeiðssetningin.""
  2. Í § 1, nr. 4, verða orðini "og nýtslu" strikað.

A tingfundi 18. apríl 2001 legði Dan R. Petersen, løgtingsmaður, fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

til

2. viðgerð  

§ 1, nr. 2, verður orðað soleiðis: "§ 5, stk. 9, verður orðað soleiðis: " Stk. 9. Fiskidaganevndin. Eftir uppskoti frá fiskiveiðufeløgunum velur landsstýrismaðurin 6 umboð í eina Fiskidaganevnd, sum tilsamans breitt skulu mynda fakbólkarnar á økinum. Harumframt velur landsstýrismaðurin formann og setir skrivara. Landsstýrismaðurin velur varafólk fyri limirnar í fiskidaganevndini eftir somu treytum, sum eru galdandi fyri limirnar. Fiskidaganevndin letur landsstýrismanninum metingar um støðuna í botnfiskastovnunum og tilmæli um fiskidagar, og hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið. Nevndin verður vald fyri 4 ár í senn. Landsstýrismaðurin ger reglugerð um val og virki nevndarinnar og tryggjar nevndini neyðugt tilfar til tess at útinna arbeiðssetningin."" 

Viðmerkingar:
Uppskotsstillarin metir ikki, tað er rætt í lógini at áseta treytir fyri, hvørji umboð vinnufeløgini velja í Fiskidaganevndina. Tað mugu vinnufeløgini sjálvi um.

Við at hækka nevndarlimatalið úr 4 til 6 skapast rúm fyri, at Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag eisini kunnu velja síni umboð í Fiskidaganevndina.

2. viðgerð 18. apríl 2001. Uppskot frá Jógvan á Lakjuni um at beina málið aftur í nevnd fall 5-5-18. Broytingaruppskot frá Dan R. Petersen til § 1 fall 9-0-20. Broytingaruppskot frá vinnunevndini til § 1 samtykt 27-1-1. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 20. apríl 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 522-0007/2000
Fms.j.nr. 20010318-2/110