Fiskivinnumál - avtøka lógir

 

95  Uppskot til  løgtingslóg um avtøku av ymsum løgtingslógum (Fiskivinnumál)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um avtøku av ymsum løgtingslógum (Fiskivinnumál)

§ 1. Hesar løgtingslógir verða settar úr gildi:

  1. Løgtingslóg nr. 38 frá 20. mai 1988 um stuðul til bygging av fiskiførum á føroyskum skipasmiðjum til útflutnings, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 85 frá 11.desember 1998.
  2. Løgtingslóg nr. 41 frá 20. mai 1988 um lán/serlán til fiskifør, sum broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995.
  3. Løgtingslóg nr. 102 frá 19. august 1988 um endurnýgging av fiskiskipaflotanum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 20. mai 1996.
  4. Løgtingslóg nr. 46 frá 30. mars 1990 um upphøggingarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 102 frá 17. desember 1991.
  5. Løgtingslóg nr. 106 frá 3. august 1990 um royndaruppboðssølu av fiski.
  6. Løgtingslóg nr. 34 frá 4. mars 1993 um stuðul til feskfiskaflotan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 23. mai 1997.
  7. Løgtingslóg nr. 140 frá 25. mai 1993 um stuðul til útróðrarflotan undir 20 BRT, sum broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. desember 1998.
  8. Løgtingslóg nr. 48 frá 30. apríl 1996 um stuðul til ídnaðartrolarar.
  9. Løgtingslóg nr. 85 frá 6. juni 1997 um endurgjald til ídnaðartrolarar fyri frátikin veiðurættindi í føroyskum sjógvi.
  10. Løgtingslóg nr. 14 frá 27. apríl 1967 um landingarprís á sild.
  11. Løgtingslóg nr. 62 frá 23. juni 1983 um agnstudning og agnprísir.

§ 2

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar

Mál samgongunnar við fiskivinnupolitikkinum er ein stuðulsfrí vinna, sum sjálv megnar at endurnýggja seg. Fyrst í 1990-árunum var byrjað at minka almenna stuðulin til fiskivinnuna, og í dag er sera lítið eftir av stuðli. Vinnan sýnist at klára at svara hvørjum sítt, men enn er nakað til, at vinnan klárar at endurnýggja seg. Fyriliggjandi uppskot er liður í ætlanini at lúka burtur stuðulslógir og aðrar lógir, sum eru ótíðarhóskandi og ikki longur verða nýttar. Heldur ikki hevur nøkur játtan verið tøk á fíggjarløgtingslógini til fleiri av lógunum.

Tað eigur eisini at verða víst til, at Løgtingið júst hevur viðgjørt frágreiðingina frá § 19-nevndini, sum var sett til at geva eina frágreiðing um tey mál og hendingar, sum m.a. eru lýstar í løgtings- og landsgrannskoðarafrágreiðingunum frá 1980 og frameftir.

Mælt verður tí til at seta úr gildi oman fyri nevndu løgtingslógir.

Tað verður ikki mett, at lógaruppskotið hevur við sær fyrisitingarligar ella fíggjarligar avleiðingar.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Umsitingarligar
avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

nei

nei

nei

nei

nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

nei

 

Uppskotið hevur verið í Fiskivinnuráðnum til ummælis, og tekur ráðið undir við uppskotinum.

Viðmerkingar til tær einstøku greinarnar:

Til § 1, nr. 1

Sambært løgtingslóg nr. 38 frá 20. mai 1988 um stuðul til bygging av fiskiførum á føroyskum skipasmiðjum til útflutnings er landsstýrinum heimilað at veðhalda og at veita rentustudning til bygging og umbygging av fiskifari á føroyskari skipasmiðju. Tað eigur tó her at viðmerkjast, at §§ 3 og 4 vóru settar úr gildi við løgtingslóg nr. 73 frá 20. mai 1996 um studning til skipasmiðjur. Hesar ásetingar viðvíktu heimild til at endurrinda farmagjaldsútreiðslur og innflutningsgjøld heilt ella lutvíst til byggiharran, tó við í mesta lagi upp til ávikavist 4,5 og 13 % av sáttmálaprísinum.

Í sambandi við at samgonguflokkarnir, og kanska politiska skipanin sum heild, hava sett sær fyri at minka um studningin til vinnulívið, verður tí mælt til at seta løgtingslóg um stuðul til bygging av fiskiførum á føroyskum skipasmiðjum til útflutnings úr gildi.

Til § 1, nr. 2

Sambært løgtingslóg nr. 41 frá 20. mai 1988 um lán/serlán til fiskifør hevði landsstýrið, saman við løgtingsins fíggjarnevnd, heimild til at nýta upp til 150 mió. kr. úr landskassanum ella læna peningin at brúka sum lán/serlán til fiskifør at bøta um rakstrargrundarlag teirra. Við tað at einki hevur verið sett av á løgtingsfíggjarlógini í áravís, serliga orsakað av ætlanum hjá seinni skiftandi landsstýrum til at minka um studningin, verður mælt til, at løgtingslóg um lán/serlán til fiskifør verður sett úr gildi.

Til § 1, nr. 3

Løgtingslóg nr. 102 frá 19. august 1988 um endurnýgging av fiskiskipaflotanum hevur sínar røtur heilt aftur til 1954. Sambært § 1 í løgtingslóg nr. 6 frá 19. mars 1954 um nýtslu av avlopi og rakstrarláni landshandilsins verður sagt, at tá ið landshandilin er avtikin, verður rakstraravlop hansara og tað rakstrarlán, sum landskassin hevur veitt honum, at falla í grunnin til endurnýggjan av skipaflotanum, stovnaður við viðmerking til fíggjarløgtingslóg 1954/55 § 21.7.

Til tess at taka samanum, hvat løgtingslóg nr. 102 frá 19. august 1988 um endurnýgging av fiskiskipaflotanum inniheldur, kann verða víst á § 1 í lógini, har sagt verður, at úr grunninum til endurnýggingar av fiskiskipaflotanum, stovnaður við løgtingslóg nr. 40 frá 4. mai 1957, fær landsstýrið heimild til at veita … fylgjandi: 1) Stuðulslán og studning til bygging. 2) Stuðulslán til maskinur og aðrar tekniskar innleggingar. 3) Studning til farmagjald av tilfari til bygging. 4) Veðhald fyri lánum. 5) Kurstapslán og 6) Gjaldførislán. Lógin útgreinar síðani nærri, hvat hesi ymsu stuðulssløgini fevna um.

Hóast lógin við broytingum hevur verið nýtt í størri og minni mun í meira enn 40 ár, verður mett, at tíðin er búgvin til at seta lógina úr gildi – ikki minst eftir royndunum frá 1980-árunum. Tað eigur tó at viðmerkjast, at fleiri av lánunum, sum eru veitt eftir lógini frá 1988 ella eldri lógum, eru umløgd til rentu- og avdráttarfrí studningslán, sum verða avskrivað yvir 10 ár. Í hesum sambandi verður víst til viðmerkingarnar til § 1, nr. 9 (løgtingslóg um stuðul til feskfiskaflotan). Tað kann eisini viðmerkjast, at gjaldførislán veitt við heimild í lógini um endurnýggjan av fiskiskipaflotanum nú verða regulerað sambært løgtingslóg um umsiting av gjaldførislánum. Sambært upplýsingum frá Realkreditstovninum eru øll tey gomlu gjaldførislánini avlýst, og hevur Realurin í staðin veitt nýggj 2. veðrættarlán.

Til § 1, nr. 4

Sambært § 1, stk. 1, í løgtingslóg nr. 46 frá 30. mars 1990 um upphøggingarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 102 frá 17. desember 1991, verður landsstýrinum heimilað, í 1990 og 1991, at veita upphøggingarstuðul. Ásetingin hevur við sær, at lógarheimild ikki er fyri at veita upphøggingarstuðul aftan á fíggjarárið 1991.

Í upprunalógini var í § 6 ásett, at lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 31. desember 1991. Henda áseting varð við løgtingslóg nr. 102 frá 17. desember 1991 broytt til, at henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Sum kunnugt var endamálið við lógini at fáa veiðiorku úr flotanum. Treytin var, at fiskifarið, sum fekk upphøggingarstuðul, misti veiðiloyvið og kundi ikki fáa veiðiloyvið aftur.

Til § 1, nr. 5

Við løgtingslóg um royndaruppboðssølu av fiski var gongd sett á at fáa fisk seldan um uppboðssølu soleiðis, at fiskur í roynd og veru skuldi handlast til marknaðarvirði. Umframt royndaruppboðssøluna á landi, var landsstýrinum heimilað at skipa fyri uppboðssølu gjøgnum telefon. Gólvuppboðssølan hjá tí almenna varð ongantíð sett í verk, men virkaði telefonuppboðssølan eftir hesi heimild. Lønjavningargrunnurin umsat skipanina.

Við løgtingslóg nr. 29 frá 23. februar 1993 um almenna uppboðssølu av fiski, var privatum givin møguleiki fyri at halda almenna uppboðssølu av fiski – bæði gólv- og telefonuppboðssølu.

Við tað, at uppboðssøluhald sýnist at vera komið í eina rímiliga trygga legu, og við tað, at skipanin hjá Lønjavningargrunninum við telefonuppboðssøluhaldi er avtikin, verður mett, at lógin um royndaruppboðssølu av fiski hevur tænt sínum endamáli og tí eigur at verða sett úr gildi.

Til § 1, nr. 6

Sambært løgtingslóg nr. 34 frá 4. mars 1993 um stuðul til feskfiskaflotan var endamálið at umleggja ein part av tí stuðli, sum áður varð latin feskfiskaflotanum sum prísískoyti o.a., til ein tíðaravmarkaðan, umsetiligan íløgustuðul til eitt avmarkað tal av feskfiskiførum yvir 20 BRT.

Studningurin kundi veitast einum parti av flotanum í 3 ár, meðan restin kundi fáa studningin í 5 ár, tvs., at seinastu studningarnir sambært hesi lóg vórðu goldnir út við endan av mars mánaði 1998. Hetta merkir tí, at høvuðsendamálið við lógini nú er burtur.

Ein annar partur av lógini er heimildin hjá landsstýrinum at umleggja stuðuls-, kurstaps- og serlán í fiskiførum, sum koma undir lógina, til rentu- og avdráttarfrítt studningslán, sum verða avskrivað yvir 10 ár. Tað er tó bert galdandi fyri skuld, sum ikki er fallin til gjaldingar pr. 31. desember 1992. Tað eru fleiri lán umløgd eftir hesi heimild, og hevur eigarin av fiskifarinum tá, í hvørjum einstøkum føri, góðtikið treytirnar í sambandi við umleggingina. Tað verður tí ikki mett, at tað hevur týdning fyri útistandandi studningslán, at løgtingslóg um stuðul til feskfiskaflotan verður sett úr gildi, tí sum nevnt, er avtala gjørd í hvørjum einstøkum føri.

Til § 1, nr. 7

Endamálið við løgtingslóg nr. 140 frá 25. mai 1993 um stuðul til útróðrarflotan undir 20 BRT er tað sama, sum nevnt undir nr. 9), nevniliga at umleggja ein part av tí stuðli, sum hevur verið latin útróðrarflotanum undir 20 BRT sum prísískoyti o.a., sum stuðul til eitt avmarkað tal av fiskiførum undir 20 BRT í 5 ár. Víst verður annars til viðmerkingarnar til nr. 9.

Til § 1, nr. 8

Sambært § 1 í løgtingslóg nr. 48 frá 30. apríl 1996 um stuðul til ídnaðartrolarar var landsstýrinum heimilað av árligu játtanini á fíggjarløgtingslógini at veita stuðul í tvey ár til eigarar av ídnaðartrolarum við veiðiloyvi. Henda heimild er sum kunnugt fullnýtt við tað, at stuðul er latin í tvey ár, og hevur lógin tí ongan virknað longur. Mælt verður tí til at seta lógina úr gildi.

Til § 1, nr. 9

Løgtingslóg nr. 85 frá 6. juni 1997 um endurgjald til ídnaðartrolarar kom sum ein avleiðing av, at landsstýrismanninum í fiskivinnumálum varð heimilað at taka aftur veiðirættindi til ídnaðartrolarar við veiðiloyvi til ídnaðarveiðu á ytru landleiðini. Veiðiloyvini vórðu tikin aftur, og var politiska ynskið, at hesir skuldu fáa hetta kompenserað.

Tá endurgjald varð veitt, skuldi skipaeigarin samsvarandi § 1, stk. 3, í lógini vátta við ræðisavmarking á skipsblaðið, at skipið verður frátikið rættindi til vinnuliga ídnaðarveiðu í føroyskum sjógvi. Hetta framgongur av hvørjari einstakari tilsøgn, sum er veitt við heimild í hesi lóg.

Til § 1, nr. 10

Sambært § 1 í løgtingslóg um landingarprís á sild er landsstýrinum heimilað við kunngerð at fyriskipa, at prísurin á sild, landað í Føroyum, verður settur av nevndini eftir § 3 í løgtingslóg nr. 72 frá 22. desember 1951 um avrokning og lønjavningargrunn fiskimanna. Ásetti prísurin skuldi vera ein minstiprísur. Við heimild í lógini ásetti landsstýrið við heimild í nevndu lóg kunngerð nr. 63 frá 8. desember 1967, har sagt verður, at heimilað verður nevndini eftir § 3 í løgtingslóg nr. 72 frá 22. desember 1951 um avrokning og lønjavningargrunn fiskimanna við seinni broytingum í tann mun, nevndin heldur grund er fyri tí, at fyriseta landingarprísin á sild, landað í Føroyum. Víðari verður sagt, at prísirnir, nevndin fyrisetur, eru minstaprísir.

Lønjavningarstovan hevur upplýst, at tey ikki eru vitandi um, at minstiprísur á sild nakrantíð er ásettur sambært lógini. Mett verður ikki, at lógin hevur nakran týdning, tí skipanin við áseting av minstuprísum fyri fleiri árum síðani er sett úr gildi. Mælt verður tí til, at løgtingslóg um landingarprís á sild verður sett úr gildi.

Til § 1, nr. 11

Løgtingslóg nr. 62 frá 23. juni 1983 um agnstudning og agnprísir er framvegis formliga í gildi, men innihaldsliga verður ikki mett, at lógin hevur nakran týdning, tí sambært §§ 2, 3, 4, og 5 er tað nevndin fyri Ráfiskagrunnin, sum ásetur hámarksprís, avreiðingarprís og avrokningarprís á agni, og harvið eisini agnstuðulin. Sambært løgtingslóg nr. 118 frá 10. september 1990 varð lógin og harvið eisini reglugerðin fyri Ráfiskagrunnin sett úr gildi, og er tí eingin agnstuðul útgoldin síðani fíggjarárið 1990. Mælt verður tí til, at lógin verður sett úr gildi.

1. viðgerð 14. mars 2001. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 4. apríl 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 14. mars 2001 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 19. og 30. mars og 3. apríl 2001.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

Undir viðgerðini í nevndini hevur verið umrøtt, hvat ein avtøka av hesum løgtingslógum inniber fyri tær tilsøgnir um stuðul og lán, ið eru givnar sambært lógunum, serliga hvat viðvíkur teimum treytum, ið lógirnar seta fyri at veita stuðul og lán. Eingin ivi skal vera um, at verður ein heimildarlóg tikin av, so inniber hetta ikki, at treytirnar fyri, at hesar heimildir kundu nýtast, fella burtur. Landsstýrið hevur, tá tilsøgnir um stuðul og lán sambært slíkum lógum verða givnar, skyldu til at gera greitt fyri stuðuls- og lánsmóttakarum, hvørjar treytirnar fyri veitingunum eru. Tað er ikki uppgávan hjá Løgtinginum at eftirkanna, um hetta er gjørt. Ábyrgdin fyri hesum liggur hjá landsstýrinum.

Í sambandi við løgtingslógina um upphøggingarstuðul er tað hent, at Løgtingið broytti ígildisásetingina soleiðis, at løgtingslógin ikki, sum ætlað, fór úr gildi 31. desember 1991. Í viðmerkingunum til broytingina verður sagt, at hetta verður gjørt fyri at tryggja, at ásetingin um, at skipini eru burtur úr fiskiflotanum, eisini heldur eftir 31. desember 1991. Hetta hevði tó sum omanfyri nevnt ikki verið neyðugt fyri, at treytirnar, fyri at heimildirnar kundu nýtast, ikki skuldu fella burtur. Tað skal tí verða gjørt heilt greitt, at hetta heldur ikki er ætlanin, nú lógin endiliga verður tikin av.

Við hesum viðmerkingum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 6. apríl 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi 18. apríl løgdu løgtingsmenninirHeini O. Heinesen, Alfred Olsen, Jógvan á Lakjuni, Jákup Suni Joensen, Hendrik Old, Dan R. Petersen og Kári P. Højgaard fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
3. viðgerð

  1. § 2 verður orðað soleiðis: "§ 2. Um so er, at fiskifar, ið hevur fingið lán umlagt við heimild í einum av teimum í § 1, nr. 6 og 7, nevndu løgtingslógum, skiftir eigara ella ikki verður nýtt til vinnuligan fiskiskap, fellur restskuldin til gjaldingar. Landsstýrismaðurin kann tó eftir umsókn loyva, at nýggi eigarin kann yvirtaka lánið eftir somu treytum sum undanfarni eigarin, treytað av, at fiskifarið verður nýtt til vinnuligan fiskiskap."
  2. § 2 verður broytt til § 3.

Viðmerkingar:

Í sambandi við at landskassalán eru umløgd til rentu- og avdráttarfrí studningslán, sum verða avskrivað yvir 10 ár, eru gjørdar avtalur millum landsstýrið og avvarðandi reiðarí um, at reiðaríið váttar, at tað góðtekur umleggingina. Fyri ikki at skapa óvissu um, at umlagt landskassalán ikki skal kunna krevjast afturgoldið við eigaraskifti, ella um fiskifarið ikki longur verður nýtt til vinnuligan fiskiskap, verður skotið upp, at í útgangsstøðinum skal restskuldin gjaldast aftur, men at landsstýrismaðurin fær heimild at loyva einum nýggjum eigara at yvirtaka umlagda lánið eftir somu treytum.

3. viðgerð 18. apríl 2001. Broytingaruppskot frá Heina O. Heinesen, Alfred Olsen, Jógvan á Lakjuni, Jákup Suna Joensen, Henrik Old, Dan R. Petersen og Kára P. Højgaard til § 2 samtykt 29-1-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 522-0028/2001
Ll.nr. 61 frá 27.04.2001