Virðisbrævahandil

 

98  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om værdipapirhandel m.v."

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om værdipapirhandel m.v."

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda skjal 1, uppskot til kongaliga fyriskipan um "lov om værdipapirhandel m. v.".

Viðmerkingar:

Virðisbrævahandilslógin er sett í gildi í Føroyum við "Anordning nr. 552 af 28. juni 1996 om ikrafttræden for Færøerne af lov om værdipapirhandel m. v." og seinri broytt við "Anordning nr. 931 af 25. oktober 1997 om ikrafttræden for Færøerne af lov om værdipapirhandel m. v."

Virðisbrævahandilslógin samlar reguleringar av virðisbrævamarknaðinum í eina lóg, sum fevnir um handil, clearing og skráseting á virðisbrævamarknaðinum og tey virki, sum mynda infrastrukturin á virðisbrævamarknaðinum.

Í Danmark eru lógirnar á fíggjarøkinum nógv broyttar seinastu árini.

Síðan 1997, tá virðisbrævahandilslógin seinast var dagførd í Føroyum, eru 6 ferðir gjørdar broytingar í lógini í Danmark.

Í Danmark eru allar broytingarnar samanskrivaðar í lógina í "lovbekendtgørelse nr. 725 af 25. juli 2000 om værdipapirhandel m. v." Og tað er uppskot til ríkislógartilmæli um at seta hesa samanskrivaðu lógina tillagað føroysk viðurskifti í gildi í Føroyum, sum verður lagt fyri tingið.

Flestu broytingarnar eru orsakað av nútímansgering og tillaging í sektorinum sum heild.

Í ES hevur í mong ár verið arbeitt við broytingum í lógunum á fíggjarøkinum. Og skal ein heilt stutt taka samanum hesar broytingar, eru tær ein áhaldandi roynd at tryggja bæði innsetara og peningaíleggjara soleiðis, at álit er á fíggjarmarknaðinum; tí álit er ein fyritreyt fyri, at fíggjarmarknaðurin kann virka optimalt, ikki bert í tí einstaka landinum, men eisini tvørtur um landamørkini.

Tær broytingar, sum eru gjørdar í donsku virðisbrævahandilslógini, síðan hon var sett í gildi í Føroyum, eru eisini í høvuðsheitum broytingar, sum byggja á ES direktiv og eina harmonisering av teim donsku lógunum á fíggjarøkinum t.d. banka- og sparikassalógin, virðisbrævameklaralógin og virðisbrævahandilslógin. Arbeitt verður í Danmark við at fáa felags reglur í nevndu lógum á fíggjarøkinum, nevnast kunnu t. d. felags reglur um koncernir, leiðslu, eigaraviðurskifti og eftirlitið hjá Fíggjareftirlitinum.

Tað hevur verið nevnt fyrr fyri tinginum, at Fíggjarmálastýrið hevur sett sær fyri, og seinastu tíðina hevur lagt stóra orku í, at fáa allar tær donsku lógirnar á fíggjarøkinum dagførdar og samanskrivaðar í hesi tingsetuni soleiðis, at tær saman við kunngerðunum kunnu verða lýstar í tí líki, tær skulu galda í Føroyum.

Tær lógirnar, sum hava verið fyri í tinginum, eru Virðisbrævameklaralógin, lógin um íløgufeløg og serfeløg, Banka- og sparikassalógin og lógin um ein trygdargrunn fyri innsetara og peningaíleggjara. Virðisbrævahandilslógin, sum nú verður løgd fyri tingið, er tann seinasta av teimum stóru lógunum á fíggjarøkinum, sum Fíggjareftirlitið umsitur.

Sostatt skuldu vit nærkast málinum.

Broytingar:
Broytingar í mun til donsku lógina eru í kursiv og undirstrikaðar.

Fíggjarmálastýrið hevur biðið Finanstilsynet skrivað eitt notat um tær broytingar, sum eru gjørdar í donsku lógini. Notatið er hjálagt sum skjal 2.

Í sínum notati vísir Fíggjareftirlitið fyrst, hvørjar tillagingar eru gjørdar í donsku lógini til føroysk viðurskifti í uppskotinum til ríkislógartilmæli, sum ætlanin er at seta í gildi í Føroyum.

Notatið lýsir síðan rættiliga gjølla allar broytingar, sum eru gjørdar í lógini. Notatið er kanska ikki nakar lættur lestur, men skuldi verið hent hjá teimum fakfólkum, sum koma at arbeiða við lógini.

Lógin samanborin við lóggávuna í øðrum londum
Við hesum broytingum skuldi galdandi lóg um virðisbrævahandil v. m. verið dagførd soleiðis, at hon er eins og tann danska, og tí eisini svarar til lógirnar í ES londunum eins og teim londum, sum hava sáttmála við ES, og tað eru flestu londini kring okkum.

Umsiting: Umsitingin av lógini skuldi ikki verið øðrvísi enn av gomlu lógini.

Kostnaður. Eingin broyting burtursæð frá, at hesar donsku lógirnar á fíggjarøkinum saman við kunngerðunum er rúgvismikið tilfar, sum ætlanin er at kunngera í fullum orðaljóði. Prentingin verður dýrari.

Ummælis: Lógin er send Føroya Banka, Føroya Sparikassa, Suðuroyar Sparikassa, Norðuroya Sparikassa, Landsbankanum og Kaupthing til ummælis. Øll svørini eru hjáløgd.

Skjøl:

Skjal 1. Udkast til anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om værdipapirhandel m. v.

Skjal 2. Notat frá Finanstilsynet dagfest 21. februar 2001. (síða 1-35) (síða 36-71)

Skjal 3. Er tikið út og sett inn í skjal 1.

Skjal 4. Skriv, dagfest 19. februar 2001, frá Føroya Banka.

Skjal 5. Skriv, dagfest 23. februar 2001, frá Føroya Sparikassa

Skjal 6. Skriv, dagfest 13. februar 2001, frá Suðuroyar Sparikassa

Skjal 7. Skriv, dagfest 22. februar 2001, frá Norðuroya Sparikassa

Skjal 8. Skriv, dagfest 21. februar 2001, frá Landsbankanum

Skjal 9. Skriv, dagfest 22. februar 2001, frá Kaupthing

1. viðgerð 15. mars 2001. Málið beint í fíggjarnevndina sum tann 22. mars 2001 legði fram soljóðandi


Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 15. mars 2001 er málið beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 21. mars 2001 og hevur undir viðgerðini havt fund við Fíggjarmálastýrið við samtykki landsstýrismansins.

Fíggjarmálastýrið hevur í skrivi til nevndina mælt til at broyta orðingarnar í greinunum 14, 29 og 91 soleiðis, at Skráseting Føroya og Skrásetingareftirlitið fáa somu upplýsingar, sum "Erhvervs- og Selskabsstyrelsen" og "Datatilsynet" fáa. Nevndin tekur undir við hesum tilmæli og setir fram broytingaruppskot samsvarandi. Nevndin mælir eisini til at strika stykki 3 í grein 98, tí her er talan um kunngerðir, ið ikki eru á fyriskipanar stigi. Broytingaruppskot verður sett fram samsvarandi hesum.

Samsvarandi hesum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins við nevndu broytingum og setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 Í skjali 1 verða hesar broytingar gjørdar:

  1. § 14, stk. 1, verður soljóðandi: "Årsregnskabet og årsberetningen for et aktieselskab, omfattet af § 7, skal indsendes til Finanstilsynet i tre eksemplarer. Finanstilsynet sender et eksemplar af årsregnskabet og årsberetningen til Erhvervs- og Selskabsstyrelsen, som bekendtgør modtagelsen i styrelsens edb-informationssystem og den færøske registreringsmyndighed. De modtagne årsregnskaber og årsberetninger er offentligt tilgængelige i Erhvervs- og Selskabsstyrelsen og den færøske registreringsmyndighed".
  2. Í § 29, stk. 1, seinasti setningur verður soljóðandi: "Fondsbørsen eller den autoriserede markedsplads indberetter straks oplysningerne til Erhvervs- og Selskabsstyrelsen og den færøske registreringsmyndighed."
  3. Í § 91, stk. 1, verður aftan á "Datatilsynet" sett "og Færøernes Registertilsyn".
  4. Í § 91, stk. 4, verður aftan á "Såfremt Datatilsynet" sett "eller Færøernes Registertilsyn", og í seinasta setninginum verður aftan á "Datatilsynets" sett "og Færøernes Registertilsyn".
  5. § 98, stk. 3, verður strikað.

2. viðgerð 27. mars 2001. Broytingaruppskot frá fíggjarnevndini til skjal 1, §§ 14, 29, 91 og 98 samtykt 28-0-0. Ríkislógartilmæli soleiðis broytt samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 30. mars 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 521-0030/2001
Fms.j.nr. 5410-0006/2001