Bókasøvn

 

99  Uppskot til  løgtingslóg um bókasøvn

 

FYLGISKJAL 1

ISBN
International Standard Book Number
Føroya Landsbókasavn © 2000

Søga
Tá ið menningin á telduøkinum av álvara tók seg upp í fimti- og sekstiárunum, vaks eisini áhugin fyri at brúka edv til skrásetingar av bókum. Longu tá vórðu tikin stig til at fáa í lag eina altjóða, eintýdda talmerking av bókum, og ført varð fram, at best var, um semja fekst um at brúka eina "standard" talmerking. Tá ið vit siga "standard", meina vit við, at allir útgevarar í so nógvum londum sum gjørligt ganga saman um at brúka eina og somu skipan til talmerking av bókum.

ISBN (International Standard Book Number) er ein slík alment viðurkend talmerking, og henda skipan verður brúkt um meginpartin av heiminum. Eyðkent fyri ISBN er, at til hvørja bók - uttan mun til í hvørjum landi hon er útkomin - hoyrir eitt og bara eitt ISBN-tal.

Skipanin byggir á ISO-tilmæli 2108, 3. útgávu. (ISO 2108: 1992 (E)).

Fyrimunirnir við ISBN-talinum eru nógvir. ISBN-talið ger tað lættari hjá bókasøvnum at skráseta bøkur neyvari. Harumframt er ISBN-talið eitt sera hent amboð í marknaðarføringini av bókum og øðrum prentaðum og útgivnum tilfari.

ISBN-talið verður prentað í útgávurnar, tað stendur í bókaskráum og bóka- og príslistum, og tað verður nógv brúkt í samskiftinum millum bókasøvn og forløg, í bókasølum og bókahandlum. ISBN-talið verður eisini brúkt í lýsingum, á ordraseðlum v.m.

Skipanin við einum altjóða bóka eyðkennistali, nevnt ISBN, var endaliga sett í verk í 1968. Fyrst í sjeytiárunum fóru flestu norðurlond at tilluta teirra útgávum ISBN-tøl. Í Føroyum er ISBN-skipanin sett í verk 1. januar 1995.

Føroya Landsbókasavn, sum umsitur føroysku ISBN-skipanina, hevur givið út eina ISBN vegleiðing, sum er ein nágreiniligari frágreiðing um hesa skipan: ISBN-skipanin. Brúkaravegleiðing, 1994.

Hvussu verður ISBN-talið skipað?
ISBN (International Standard Book Number) er eitt altjóða bóka eyðkennistal.
ISBN-talið hevur 10 siffur í fýra pørtum:

       		            
	  			ISBN   	        99918  22 21 X
		                                 |      |  | |
		Landanummar----------------------+      |  | |
		Forlagsnummar---------------------------+  | |
		Tittulnummar-------------------------------+ |
		Gátal----------------------------------------+

 

Landanummarið 99918 vísir, at bókin er útkomin í Føroyum.

Forlagsnummarið verður tillutað forløgunum. Umsókn um at fáa forlagsnummar skal sendast til Føroya Landsbókasavn.

Tittulnummarið er eitt raðtal. Tittulnumrini kunnu vera ymisk til longdar, men eru tó í føroysku skipanini ongantíð fleiri enn 3 siffur tilsamans.

Gátalið er eitt uppískoyti til sjálvt nummarið. Endamálið við gátalinum er at gera teldur førar fyri at avdúka feilprentað ISBN-tøl.

Høvuðsreglan
er at til hvørja bók hoyrir eitt ISBN-tal, og hetta talið er knýtt at útgávuni og kann ikki broytast aftur. Eitt ISBN-tal kann bara brúkast eina ferð og ongantíð meir enn ta einu ferðina.

Hvørjar bøkur skulu hava ISBN-tal?
Allar bøkur, sum koma út á føroyskum forløgum, og sum verða skrásettar í Føroyska Bókalistanum.

Sum bók er at skilja allar vanligar bøkur, bóklingar, smáprent, ljóðbøkur, telduforrit, landakort v.m.

Undantøkini eru m.a.: tíðarrit og bløð*), postkort og plakatir. Undantikin eru eisini t.d. roknskapir og ársfrágreiðingar, sum ikki fáast til keyps í bókahandli ella aðrastaðni, og annars alt prentað tilfar, sum ikki verður upptikið í Føroyska Bókalistanum.

Gevið gætur: Bøkur og rit, sum ikki verða seld í bókahandli, og sum eru færri enn 17 síður, eiga vanliga ikki at fáa ISBN-tal.
Eru onkur ivamál, ber altíð til at venda sær til Føroya Landsbókasavn, sum umsitur føroysku ISBN-skipanina, at fáa tey greidd.

Forlagsnummar – egið forlag
Frá Føroya Landsbókasavni fáa forløg og onnur, sum geva út rit og bøkur, tillutað eitt forlagsnummar. Saman við forlagsnummarinum fáa forløg ella útgevarar eftir tørvi lista við ávísum tali av tittulnumrum (sí pkt. 6).

Tey forløg ella teir einstaklingar (t.d. egið forlag), sum ikki geva út meir enn eina ella kanska tvær-tríggjar bøkur yvir longri áramál, nýtast tó ikki at biðja um egið forlagsnummar, men kunnu í staðin venda sær til Bókamiðsøluna.

Frá Bókamiðsøluni ber til at biðja um eitt ISBN-tal til tað einstøku útgávuna. Adressan hjá Bókamiðsøluni er:

Bókamiðsølan
Boks 202
Hoyvíksvegur 108
FO-110 Tórshavn
Tlf. 31 37 56, Fax. 31 99 06

Mælt verður til, at allar bøkur, sum koma út í Føroyum, verða talmerktar við ISBN-tali.

Tittulnummar
Umframt landanummar og forlagsnummar, sum eru ásett av ávikavist Altjóða ISBN-skrivstovuni í Berlin og Føroya Landsbókasavni, skal hvør einstøk útgáva hava tillutað eitt tittulnummar.

Saman við forlagsnummarinum hava forløg ella útgevarar fingið ein lista við ávísum tali av tittulnumrum.

Tittulnummarið er eitt raðtal, ið er partur av ISBN-talinum, sum forløgini sjálv skulu seta á bøkurnar/útgávurnar, áðrenn tær fara til prentingar.

Høvuðsreglan er sum nevnt, at til eina bók er bert eitt ISBN- tal. Viðmerkjast kann tó, at kemur sama bókin út í ymiskum bindi (t.d. heft og innbundin útgáva) skal hvør bókin hava sítt egna ISBN-tal. Er talan um verk í fleiri bindum, skal verkið sum heild hava sítt ISBN-tal, men eisini hvørt einstakt bind í verkinum skal hava sítt ISBN-tal. Bæði tølini verða prentað í øll bindini.

Nýggj broytt útgáva av eini bók skal hava nýtt ISBN-tal.

Nýggj óbroytt útgáva ella nýtt óbroytt upplag av eini bók skal ikki hava nýtt ISBN-tal.

Ivamál verða at leggja fyri Føroya Landsbókasavn til støðutakan, áðrenn bókin ella útgávan fer til prentingar.

Um forløg ella einstaklingar (t.d. egið forlag), sum bara geva einstaka bók út yvir longri áramál, sí omanfyri pkt. 5.

Skráseting og almannakunngering av ISBN-tølum
Mannagongdin er, at forløgini sjálv seta ISBN-talið í bøkurnar. ISBN-talið skal verða prentað t.d. í kolofonini og á premuni aftan niðarlaga út ímóti rygginum á bókini.

Forløgini gera sjálvi av, um tey tilluta bókum, sum longu eru útkomnar, ISBN.

Mælt verður til, at áður útkomnar bøkur, sum enn eina tíð fáast til keyps, koma uppí ISBN-skipanina. Fær áður útkomin bók tillutað IBSN-tal, eigur tað at fráboðast til Føroya Landsbókasavn.

ISBN-talið er ikki alment galdandi fyri enn tað saman við bókini er skrásett í Føroyska Bókalistanum.

Mælt verður til at vera serliga umhyggin við ISBN-talinum, at tað verður rætt prentað í og á bókina, og at bara eitt ISBN- tal, sum ikki er brúkt frammanundan, verður tillutað tí einstøku bókini.

Altjóða ISBN-skrivstovan, INTERNATIONAL ISBN AGENCY í Berlin gevur á hvørjum ári út lista yvir øll tey forløg, sum eru við í ISBN-skipanini: "Publishers' International ISBN Directory" (Landsbókasavnið hevur seinastu útgávu).

ISBN skrivstovan
Føroya Landsbókasavn
J. C. Svabosgøtu 16
P.O. boks 61
FO-110 Tórshavn
Tlf. 31 16 26
Fax: 31 88 95
E-post: arndal@flb.fo

*) Ein serlig altjóða talmerking er til tíðarrit og bløð. Henda verður rópt ISSN (International Standard Serial Number). Føroya Landsbókasavn er í ferð við at útvega ISSN- tøl til føroysk tíðarrit og bløð. Tey, sum vilja fáa meiri at vita um hesa skipan, eiga at venda sær til Landsbókasavnið.

ISSN
International Standard Serial Number
Føroya Landsbókasavn © 2000

Bakstøði
ISSN Network er ein altjóða felagsskapur, sum virkar innan karmarnar hjá UNISIST, ið er kunningarskipan UNESCOs. Felagsskapurin hevur høvuðssæti í París, og tjóðar- og økisskrivstovur eru um allan heim. Limalond í hesum felagsskapi skulu vera limir í ST, og tí verður ISSN skipanin Føroya vegna umsitin av donsku ISSN skrivstovuni á Kongaliga Bókasavninum í Keypmannahavn, ISSN Danmark.

ISSN, International Standard Serial Number, er eitt tal til at eyðmerkja tíðarrit og bókarøðir, á bókasavnsmáli nevnd periodika. Periodika eru tíðarrit, bløð, árbøkur og tílíkt, ið verður útgivið við jøvnum millumbilum, umframt bókarøðir har einstøku bindini hava serstakan tittul. ISSN varð sett í gildi í 1971 sum ein meinlíki til ISBN, Internatinal Standard Book Number, ið verða tillutað bókum. ISBN skipanin í Føroyum verður umsitin av ISBN skrivstovuni á Føroya Landsbókasavni, og ISBN verður latið til bæði bøkur og einstøk bind av árbókum og bókarøðum, sum sostatt kunnu hava bæði ISBN og ISSN.

Føroya Landsbókasavn skrásetur føroysk periodika við støði í tilfarinum, sum er innkomið gjøgnum avhendingarskylduna, ella við støði í beinleiðis áheitanum um skráseting frá útgevarum og forløgum.

Tá ið ISBN verða latin bókum, verður hetta gjørt av forløgunum sjálvum. Henda mannagongd er ikki tann sama fyri ISSN. Við teimum serligu eginleikum, sum tíðarrit hava, hevur verið neyðugt at stovnseta tjóðar- og økisskrivstovur at standa fyri at lata ISSN, umframt at skráseta periodika, ið verða útgivin í hesum landi ella øki.

Arbeiðsuppgávur
Sum áður nevnt verður ISSN skipanin Føroya vegna umsitin av donsku ISSN skrivstovuni. ISSN Danmark varð stovnað 1. januar 1976 í Danske Afdeling á Kongaliga Bókasavninum. Skrivstovan hevur hesar arbeiðsuppgávur:

Tá eitt føroyskt periodika fær eitt ISSN, verður tað fyrst skrásett í Dansk bogfortegnelse og Dansk periodicafortegnelse. Skrásetingin verður hereftir løgd í ein altjóða dátugrunn og útgivin í ISSN Register, ið ISSN International Centre gevur út á cd-rom og á magnetbandi, umframt sum ISSN Online, ið er Internet útgávan. Dátugrunnurin fevnir í løtuni um 1.000.000 postar, og árligi vøksturin liggur um 45.000 postar.

Sum samstarvspartur hevur Føroya Landsbókasavn átikið sær at standa fyri teimum arbeiðsuppgávum, ið natúrliga hoyra undir virkisøkið hjá landsbókasavninum, m.a. samskiftinum við føroyskar útgevarar og at skráseta føroysk periodika í Føroyska bókalistan.

Samansetingin av ISSN
ISSN er sett saman av átta tølum. Tey sjey fremstu eru tilvildarliga vald, meðan hitt seinasta er eitt gátal, ið verður roknað eftir modulus 11. ISSN hevur onga landakodu eins og ISBN, og tí sigur ISSN onki um, í hvørjum landi eitt periodika er útgivið. Sostatt ber ikki til at siga, at eitt føroyskt periodika hevur eitt ’danskt’ ISSN. ISSN er altíð tvíbýtt við fýra tølum hvørju megin eina bindistriku og hevur ásetingina ISSN frammanfyri. Dømi:

ISSN 1395-4482

ið er ISSN hjá Føroyskum bókalista.

Eyðsýndir fyrimunir við ISSN eru:

Eitt ISSN, ið hevur verið brúkt eina ferð, kann ongantíð latast aðrari útgávu.

ISSN verður prentað á útgávuna og kann lættliga OCR-lesast (Optical Character Recognition). Í nógvum londum verður ISSN tí brúkt í grindlum, og ISSN Network hevur avtalur við altjóða vørumerkingarstovnin EAN, European Article Number, um hesi viðurskifti.

Hent at vita
Føroysk forløg og útgevarar, sum vilja hava eitt ISSN til eitt tíðarrit ella annað periodika, skulu senda eitt eintak ella eitt bind av útgávuni, ella ljóstak av permu og tittulblaði, til Føroya Landsbókasavn.

Útgevarar, sum hava í hyggju at geva út fyrstu ferð, ella at broyta ein verandi tittul, verða bidnir um at senda Føroya Landsbókasavni eitt royndarprent ella líknandi, sum neyvt sýnir nýggja tittulin. Hetta eigur at verða gjørt longu áðrenn fyrsta eintakið kemur út, so at eisini tað fær eitt ISSN. Útgevarin fær tá skjótast til ber boð um ISSN, umframt kunning um prent og nýtslu av ISSN. Somuleiðis verða útgevarar bidnir um at senda fyrsta nummarið av útgávuni til Føroya Landsbókasavn beint sum tað er prentað, so at neyðuga skrásetingin verður gjørd.

Umsóknarblað til ISSN fæst við at venda sær til Føroya Landsbókasavn. Eisini ber til at fylla út eina teldutøka umsókn á heimasíðuni hjá Føroya Landsbókasavni: http://www.flb.fo/issn.htm.

Elektronisk periodika
Sambært galdandi kunngerð um avhendingarskyldu í Føroyum hava føroysk forløg og útgevarar ikki skyldu at avhenda elektronisk periodika. Føroya Landsbókasavn heitir kortini á øll, ið geva út periodika í talgildum formi, tað veri seg á diskli, fløgu, Interneti o.ø., um eisini at søkja um ISSN eftir sama leisti sum prentað periodika.

Meira fæst at vita um ISSN:

Adressa
ISBN skrivstovan
Føroya Landsbókasavn
J. C. Svabosgøtu 16
P.O. boks 61
FO-110 Tórshavn
Tlf. 31 16 26
Fax: 31 88 95
E-post: arndal@flb.fo