Bókasøvn

 

99  Uppskot til  løgtingslóg um bókasøvn

Fylgiskjal 2

Bókasavnsgjaldið

Reglugerð um býtið av bókasavnsgjaldinum (seinast broytt november 1991)

Vísandi til løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 1988 um megin-, fólka- og skúlabókasøvn § 11, stk. 1, punkt e) hevur landsstýrið fyrisett:

Bókasavnsgjaldið

§ 1. Bókasavnsgjaldið verður roknað eina ferð um árið, í seinasta lagi tann 1. oktober, og skal vera goldið høvundinum í seinasta lagi 1. desember.

Høvundar

§ 2. Føroyskur høvundur eftir hesi reglugerð er rithøvundur, tónaskald, týðari, myndlistafólk og fotografur, sum býr í Føroyum ella uttanlands, og sum ávikavist skrivar, týðir og prýðir føroyskar bøkur.
Stk. 2. Gjaldið verður latið føroyskum høvundum fyri hvørja bók – sí tó stk. 3-6 – ið tann 31. desember árið fyri var til taks á niðanfyri standandi bókasøvnum o.ø. tó bert um høvundurin hevur fleiri enn 5o eintøk har:
Megin-, fólka- og skúlabókasøvnum
Føroya Landsbókasavni
Landsmiðstøðini fyri undirvísingaramboð*
Bøkur á Føroyadeild og Eykadeild hjá Føroya Landsbókasavni verða tó ikki taldar uppí.
Stk. 3. Myndlistafólk hava rætt til gjald, tá myndirnar eru í minsta lagi 40% av bókini.
Stk. 4. Eru 2 ella 3 høvundar at sama verki, verður gjaldið býtt javnt teirra millum.
Stk. 5. Eru fleiri enn 3 høvundar at sama verki, verður einki gjald latið.
Stk. 6. Ritstjórar kunnu verða roknaðir sum høvundar, tá ið týðandi sjálvstøðugt arbeiði er lagt í verkið.
Stk. 7. Er høvundurin deyður, varðveitir eftirlivandi hjúnafelagi rættin til gjaldið.

Bøkur

§ 3. Sum bók verður roknað hvørt sjálvstøðugt bind av prentaðum og útgivnum verki.
Stk. 2. Ljóðbøkur verða roknaðar sum vanligar bøkur.

Týðingar

§ 4. 1/3 av samlaðu játtaðu upphæddini verður latin fyri týðingar.
Stk. 2. Fyri týddar bøkur fær týðarin hálvt gjald, sí tó stk. 3 og 4.
Stk. 3. Fyri týddar myndabøkur fær týðarin 1/3, tá ið teksturin er týðandi partur av verkinum.
Stk. 4. Er í týddari bók eisini upprunatekstur, kann fult gjald vera latið, tá hesin upprunatekstur er týðandi partur av verkinum.
Stk. 5. Fyri bøkur eftir føroyskan høvund týddar til onnur mál verður latið høvundinum hálvt gjald. Er týðarin føroyingur, verður latið honum hálvt gjald eisini.

Bøkur á øðrum málum

§ 5. Fyri bøkur eftir føroyskan høvund, sum skrivar á øðrum máli, verður latið fult gjald.

* Reglugerðin er enn ikki galdandi fyri Landsmiðstøðina.

Tórbjørn Jacobsen
landsstýrismaður

/ Bjarni Vilhelm