Bókasøvn

 

99  Uppskot til  løgtingslóg um bókasøvn

A. Upprunauppskot
B 1.Viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. 3. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um bókasøvn

 

Kapittul I
Bókasøvn

§ 1. Bókasøvn hava til endamáls at fremja upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi.
Stk. 2. Til hetta endamál hava bókasøvnini til taks bøkur, tíðarrit, ljóðbøkur, sjónbond, fløgur og annað hóskandi tilfar, sum eisini kann fevna um tónleik og teldutøkt tilfar, sum til dømis internet og margmiðlar.
Stk. 3. Tilfarið verður lænt út uttan viðurgjald. Heimilað er tó bókasøvnunum í einstøkum førum at taka gjald fyri ávísar tænastur sum t.d. ljóstøk o.a.

§ 2. Tilfar, sum bókasøvnini bjóða lánarunum, skal umboða dygd og fjølbroytni og vera tíðarbært. Átrúnaðarlig, moralsk ella politisk sjónarmið mega ikki ávirka valið av tilfarinum.

Kapittul II
Føroya Landsbókasavn

§ 3. Endamál Føroya Landsbókasavns, hereftir nevnt Landsbókasavnið, er:
Stk. 2. At savna, skráseta og varðveita allar føroyskar bókmentir, og alt sum er skrivað av bókmentum um Føroyar og av føroyingum. Talan er um bøkur, tíðarrit, ljóðbøkur, talgilt og teldutøkt tilfar, tónleik, film og annað av-tilfar, sbr. § 24 um avhending av skyldueintøkum.
Stk. 3. At hava eina handritadeild við handritum o.ø. eftir føroyskar høvundar og handritum, ið annars lýsa føroyska bókmentasøgu, mentan og siðsøgu.
Stk 4. At skipa fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni.
Stk. 5. At vera føroysk ISBN, ISMN og ISSN-skrivstova í sambandi við altjóða skráseting av bókum, tónleiki og tíðarritum.
Stk. 6. At umsita tær uppgávur, ið álagdar eru Bókastovuni sí § 21 og § 22.
Stk. 7. Sum høvuðsbókasavn er tað skylda Landsbókasavnsins m.a. við støði í tí tilfari, sum er til skjals á stovninum, at fremja útbreiðslu av kunnleika, vitan og upplýsing í landinum. Hetta verður m.a. gjørt við, at stovnurin skipar fyri gransking í hesum tilfari.
Stk. 8. Í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya og aðrar vísindaligar stovnar at veita vísindabókasavnstænastu.
Stk. 9. Landsstýrismanninum í mentamálum verður heimilað at gera reglugerð fyri samstarvi millum Landsbókasavnið og bókasavnsvirksemið á øðrum stovnum.

§ 4. Bøkur, handrit og onnur verk, ið eru privat ella almenn ogn, eldri enn 100 ár, eru at meta sum mentanargripir og mega ikki flytast úr landinum uttan við serligum loyvi frá landsstýrismanninum í mentamálum.

§ 5. Landsbókasavnið er stovnur undir landinum. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur eftirlit við Landsbókasavninum, bygningum og ognum tess yvirhøvur.

§ 6. Landsstýrismaðurin í mentamálum setir og loysir úr starvi landsbókavørðin. Landsbókavørðurin setir og loysir úr starvi øll onnur starvsfólk í Landsbókasavninum. Landsbókavørðurin hevur um hendi dagligu leiðslu Landsbókasavnsins.
Stk. 2. Lønar-, setanar- og pensjónsviðurskifti hjá starvsfólkunum í Landsbókasavninum skulu fylgja teimum reglum, sum landsstýrið hevur avtalað ella ásett.

§ 7. Landsbókasavninum verður heimilað at útvega sær ymsar inntøkur og stuðul til ávís endamál.
Stk. 2. Eftir nærri ásettum reglum verður eisini heimilað Landsbókasavninum at reka ávíst inntøkufíggjað virksemi, eitt nú at taka gjald fyri ymiskar tænastur, sum Landsbókasavnið veitir almennum stovnum, privatum stovnum, granskarum o.ø.

§ 8. Eftir tilmæli frá landsbókavørðinum ger landsstýrismaðurin í mentamálum uppskot um árligu fíggjarætlan Landsbókasavnsins, sum er partur av løgtingsfíggjarlógini undir alment ásettu treytunum fyri roknskap, grannskoðan, eftirlit, góðkenning o.a.

§ 9. Fyri hvørt roknskaparár sendir landsbókavørðurin landsstýrismanninum í mentamálum frágreiðing um virki Landsbókasavnsins.

§ 10. Landsstýrismaðurin í mentamálum ger reglugerð fyri Landsbókasavnið, samvinnu tess við onnur bókasøvn og fyri onnur tørvandi viðurskifti á økinum.

Kapittul III
Fólkabókasøvn

§ 11. Bý-/bygda(r)ráðini skipa fyri fólkabókasavnstænastu.
Stk. 2. Fólkabókasøvnini eru kommunal. Bý-/bygda(r)ráðini velja eina bókasavnsnevnd, sum hevur ábyrgdina av bókasavnsrakstrinum. Nevndin kann vera tann sama sum mentanarnevndin, um ein tílík frammanundan er vald á staðnum. Virkisøkið er avvarðandi kommuna ella, um avtala er millum fleiri kommunur um felags bókasavnsrakstur, hesar kommunur.
Stk. 3. Tað stendur øllum íbúgvum landsins í boði frítt og ókeypis at nýta øll fólkabókasøvn í landinum.

§ 12. Fólkabókasøvnini skulu hava tilfar til bæði børn og vaksin.
Stk. 2. Í øllum fólkabókasøvnum skal leiðarin vera útbúgvin bókavørður, og honum/henni til hjálpar verður sett annað neyðugt starvsfólk.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin í mentamálum kann eftir tilmæli frá landsbókavørðinum og bókavarðafelagnum gera frávik frá stk. 2.
Stk. 4. Fólkabókasøvnini skulu fáa í lag avtalu við barnagarðar, vøggustovur og aðrar stovnar í virkisøkinum um bókasavnstænastu.
Stk. 5. Fólkabókasøvnini skulu samstarva við stovnsbókasøvn og onnur sersøvn.
Stk. 6. Fólkabókasøvnini skulu seta á stovn deildir og og veita bókabil- og aðra tænastu, har tørvur er á øktari bókasavnstænastu.

§ 13. Bý-/bygda(r)ráðið ger viðtøkur fyri hvørt fólkabókasavn, og um fólkabókasavnið er felags fyri fleiri kommunur, gera bý-/bygda(r)ráðini viðtøkurnar í felag.
Stk. 2. Viðtøkurnar verða sendar Landsbókasavninum til góðkenningar.
Stk. 3. Í teimum førum, har meginbókasavn er, hevur hetta eftirlit við fólkabókasøvnunum í døminum og veitir ráð og leiðbeining. Er einki meginbókasavn, hvíla hesar skyldur á Landsbókasavninum.

§ 14. Landið rindar fólkabókasøvnunum 60% í studningi av góðkendari fíggjarætlan fyri komandi rakstrarár, meðan bý-/bygda(r)ráðið rindar restina. Umsókn um stuðul skal vera send Landsbókasavninum í seinasta lagi 15. mai árið fyri.

Upp í rakstrarútreiðslurnar verður roknað:
Løn til starvsfólk,
Bókasavnstilfar,
Hiti ljós og reingerð,
Telduútgerð, innbúgv og viðlíkahald.

Studningurin verður útgoldin í fíggjarárinum sum eitt forskotsgjald, og avroknaður endaligt við fíggjarárslok. Landsbókasavnið skal í seinasta lagi 31. januar árið eftir hava roknskapin fyri undanfarna fíggjarár, studningurin kann tó í mesta lagi vera 60% av góðkendu fíggjarætlanini fyri tað árið.

§ 15. Fólkabókasøvn, ið hava meira enn 10.000 bøkur, skulu hava egin bókasavnshøli.
Stk. 2. Tá eitt bý-/bygda(r)ráð ætlar at fara undir at byggja, umbyggja ella byggja uppí ella keypa høli til bókasavn, skal byggi- ella keypsætlanin við tilmæli frá Landsbókasavninum verða send landsstýrismanninum í mentamálum til góðkenningar.
Stk. 3. Landið veitir 50% í studningi til bygging, um- ella uppíbygging ella keyp av bókasavnshølum. Studningurin verður rindaður, tá ið landsstýrismaðurin í mentamálum hevur góðkent byggi- ella keypsætlanina, og tilmæli er komið frá Landsbókasavninum. Er veruligi kostnaðurin hægri enn hin ætlaði, kann landið somuleiðis eftir tilmæli frá Landsbókasavninum rinda 50% av tí veruliga kostnaðinum, um serligar grundir eru fyri tí.

Kapittul IV
Meginbókasøvn

§ 16. Landið kann verða skipað í 7 meginbókasavnsdømi. Í hvørjum dømi kann eitt av fólkabókasøvnunum eisini virka sum meginbókasavn. Landsstýrismaðurin í mentamálum tilnevnir meginbókasøvnini eftir tilmæli frá Landsbókasavninum. Sum fólkabókasavn tekur meginbókasavnið sær av bókasavnstænastuni á staðnum, og sum meginbókasavn tekur tað sær av bókasavnstænastuni í meginbókasavnsdøminum, um ikki annað er avrátt.
Stk. 2. Í øllum meginbókasøvnunum skal leiðarin vera útbúgvin bókavørður.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin í mentamálum kann gera frávik frá stk. 2 eftir tilmæli frá landsbókavørðinum og bókavarðafelagnum.
Stk. 4. Landið rindar meginbókasøvnunum studning til raksturin við 60% eftir § 14 í hesi løgtingslóg. Kommunurnar í døminum rinda í felag tey írestandi 40% eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin í mentamálum ásetir.

Kapittul V
Skúlabókasøvn í fólkaskúlanum

§ 17. Í hvørjum skúla innan fólkaskúlan við í minsta lagi 3 samanhangandi árgangum verður skipað eitt skúlabókasavn sum námsfrøðiligur tænastudepil, sum skal vera liður í skúlans virksemi og partur av bókasavnsskipanini.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í mentamálum og Landsbókasavnið áseta í felag reglur um fólka- og skúlabókasøvn, sum eru í felags høli.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin í mentamálum ásetir reglur um virksemið hjá skúlabókasøvnunum.

§ 18. Skúlastýrið tekur avgerð um øll mál viðvíkjandi skúlabókasavninum, sum ikki eru løgd undir bý-/ bygda(r)ráðið ella aðrar myndugleikar eftir løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan við seinni broytingum.
Stk. 2. Eru fólka- og skúlabókasavnið í felags høli, skal skúlastýrið vera umboðað í bókasavnsnevndini.

§ 19. Landið rindar skúlabókasøvnunum í studningi 60% av útreiðslunum til undirvísingartilfar og -amboð, meðan bý-/bygda(r)ráðið rindar restina. Umsókn um stuðul skal vera send Landsbókasavninum í seinasta lagi 15. mai árið fyri. Sambært góðkendari fíggjarætlan verður rakstrarstudningurin útgoldin við fíggjarársbyrjan, og avroknað verður við fíggjarárslok.

Landsbókasavnið skal í seinasta lagi 31. januar árið eftir hava roknskapin fyri farna fíggjarár. Endaligi stuðulin verður avroknaður samsvarandi endaliga roknskapinum fyri undanfarna fíggjarár, studningurin kann tó í mesta lagi vera 60% av góðkendu fíggjarætlanini fyri tað árið.

Kapittul VI
Skúlabókasøvn í vinnu- og miðnámsskúlum og í hægri undirvísingarstovnum

§ 20. Í vinnu- og miðnámsskúlum og í hægri undirvísingarstovnum skal skipast eitt skúlabókasavn sum liður í skúlans/stovnsins virksemi og partur av samlaðu bókasavnsskipanini.
Stk. 2. Landið ber allan kostnaðin av rakstri, íløgum o.ø. av bókasøvnunum í vinnu- og miðnámsskúlunum og í hægri undirvísingarstovnunum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin í mentamálum og Landsbókasavnið áseta í felag nærri reglur um, hvussu tann bókasavnstøkniligi og tann námsfrøðiligi parturin verða samskipaðir.
Stk. 4. Landsstýrismanninum í mentamálum verður heimilað at gera reglugerð fyri samstarv millum Landsbókasavnið og bókasavnsvirksemið á vinnu- og miðnámsskúlum eins og á hægri undirvísingarstovnum.

Kapittul VII
Bókastova

§ 21. Bókastovan er deild í Landsbókasavninum, sum undir leiðslu av deildarleiðara við ábyrgd mótvegis landsbókavørðinum, skal

  1. við serligum atliti at føroyskum viðurskiftum samskipa keypið av bókum og øðrum tilfari til megin-, fólka- og skúlabókasøvnini og, um tørvur er á tí, eisini til onnur bókasøvn,
  2. fyrireika, binda inn og greiða hetta tilfar til bókasøvnini,
  3. fremja upplýsandi tiltøk um bókasavnstilfar,
  4. skipa fyri skeiðsvirksemi og eftirútbúgving fyri starvsfólk í bókasøvnunum og
  5. skipa fyri árliga býtinum av bókasavnsgjaldinum, sum verður játtað á løgtingsfíggjarlógini. Bókasavnsgjaldið verður at býta til føroyskar rithøvundar og týðarar, hvørs bøkur/týðingar eru til taks í nevndu bókasøvnum, og til myndlistafólk, tá myndir eru í minsta lagi 40% av bókini. Eftirlivandi hjúnafelagi varðveitir rættin til bókasavnsgjald.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í mentamálum ásetir reglur um býtið av bókasavnsgjaldinum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin í mentamálum ásetir nærri reglur um samstarv millum Landsbókasavnið og onnur søvn á mentanarøkinum, tá ið tað snýr seg um eitt nú innbinding, konservering og umvæling av tilfari.

§ 22 Bókastovuni áliggur at útvega ljóðbøkur o.a. tilfar til teirra, sum av eini ella aðrari orsøk ikki fáa lisið ella á annan hátt fáa ognað sær vanligan prentaðan tekst.
Stk. 2. Somuleiðis áliggur Bókastovuni at skipa fyri, at tilfar av nevnda slagi verður atgeingiligt hjá brúkarunum á bókasøvnum landsins. Hetta tilfarið verður lænt út eftir somu ásetingum, sum nevndar eru í § 11, stk. 3.

Kapittul VIII
Avhending av skyldueintøkum

§ 23. Skylduavhendingin er partur av støðinum undir okkara felags tjóðminnum. Avhendingin skal tryggja, at vitanin um føroyska mentan, søgu og føroyskt samfelagslív verður varðveitt til gagns fyri gransking og almenningin yvirhøvur.
Stk. 2. Skylduavhendingin skal tryggja støðið undir tjóðbókaskránni, so at henda verður so fullfiggjað sum gjørligt.

§ 24. Av øllum verkum, útgivnum í Føroyum, skulu avhendast 4 ókeypis eintøk til Landsbókasavnið. Skyldan er galdandi uttan mun til í ella á hvørjum miðli verkið fyriliggur. Í førum tá ið tað snýr seg um eitt nú talgilt tilfar, kann Landsbókasavnið gera frávik í ásetingunum um talið av verkum, ið skulu avhendast.
Stk. 2. Við verk er at skilja ein avmarkað mongd av upplýsingum, sum er at meta sum ein liðug og sjálvstøðug eind.
Stk. 3. Eitt verk er givið út, tá ið tað við góðkenning upphavsmansins er atkomiligt í handlinum, ella á annan hátt er latið almenninginum.
Stk. 4. Sum útgáva verður eisini roknað, tá, við góðkenning upphavsmansins, boðað verður alment frá, at eintøk av verkinum verða framleidd og býtt út eftir bílegging, ella tá ið verkið er atkomiligt í dátugrunni, haðani brúkarin kann ogna sær eintak.
Stk. 5. Útgáva er eisini, tá ið eintøk av verki verða latin út alment, sambært ásetingum í 2. kapitli í lógini um upphavsrætt.
Stk. 6. Útgáva her á landi fevnir um, tá ið eintøk av verki eru framleidd í Føroyum, og tá ið tey eru framleidd uttanlands við útgávu í Føroyum fyri eyga.
Stk. 7. EDV-skráir skulu bara avhendast, tá ið tær eru partar av øðrum verki, ið er avhendingarskyldugt, og verða útgivnar saman við hesum.

§ 25. Verkini skulu avhendast í tí sniði, tey verða útgivin, uttan at annað er ásett, sbr. § 32, stk. 4.
Stk. 2. Eru verk bara atgeingilig, um serlig tøknilig útgerð verður nýtt, skal neyðuga nýtsluleiðbeiningin vera hjáløgd avhendaðu eintøkunum. Tá ið talgild verk verða útgivin við útbúnaði, sum ikki er í tráð við vanlig aðalkrøv, skal tann, ið avhendingarskylduna hevur, um Føroya Landsbókasavn krevur tað, avhenda tøkniligu dokumentasjónina, sum er neyðug, um verkið skal gerast atgeingiligt, tá ið tøkniliga útgerðin ikki longur fæst til keyps. Tann, ið avhendar, kann krevja, at tøkniliga tilfarið ikki verður atgeingiligt hjá óviðkomandi.
Stk. 3. Verða verk útgivin í dátugrunnum, sbr. § 24, stk. 4, skal tann, ið avhendar, boða Landsbókasavninum frá útgávuni, og samstundis senda loyniorð og aðrar upplýsingar, sum eru neyðugar fyri, at Landsbókasavnið kann fáa atgeingi til verkini. Treytirnar fyri avhendingarskylduni eru loknar, tá ið Landsbókasavnið á henda hátt kann útvega sær ella framleiða eintøk av verkunum.
Stk. 4. Avhendingarskyldan fevnir eisini um nýggjar útgávur av einum verki.

§ 26. Avhendingarskyldan áliggur tí, sum framleiðir liðug eintøk til útgávu.
Stk. 2. Er ógreitt hvør framleiðarin er, áliggur avhendingarskyldan, eftir kravi frá Landsbókasavninum, útgevaranum. Útgevarin er tann, sum tekur stig til útbreiðsluna av framleiddu verkunum, sbr. § 24, stk. 4.
Stk. 3. Tá ið tað snýr seg um útgávu, har eintøkini av verkunum eru framleidd uttanlands, hevur útgevarin avhendingarskyldu. Býr útgevarin ikki í Føroyum, hevur tann innflytarin, sum umboðar útgevaran, avhendingarskyldu. Er útgevarin búsettur uttanlands, og eingin innflytari er í Føroyum, áliggur avhendingarskyldan útgevaranum.

§ 27. Í øllum verkum, útgivnum í Føroyum, skal útgevarin seta navn sítt, ella navn á fyritøku og heimstað.

§ 28. Útgevarin hevur skyldu til, um Landsbókasavnið ynskir tað, at veita slíkar upplýsingar, sum eru neyðugar fyri, at verkið kann verða skrásett á rættan hátt í tjóðbókaskránni.

§ 29. Útgevarin ber allan kostnað av teimum útreiðslum, ið standast av framleiðslu av avhendingarskyldugum eintøkum. Tá ið tað snýr seg um eintøk, sum eru framleidd uttanlands, skal tann, ið avhendingarskyldu hevur, bera útreiðslurnar av hesum, sbr. § 26, stk. 3.

§ 30. Um tann, ið avhendingarskyldu hevur, doyr ella fer á húsagang, liggur avhendingarskyldan á búnum.

§ 31. Avhendingarskyldugu eintøkini skulu varðveitast á tveimum ymiskum plássum í Føroyum, í Landsbókasavninum og í øðrum bókasavni uttan fyri Tórshavn, eftir nærri áseting frá landsstýrismanninum í mentamálum.
Stk. 2. Eintøkini verða partar av søvnunum, sbr. stk. 1, og gerast atkomilig hjá brúkarunum sambært lógini um upphavsrættindi. Talgild verk mega tó bara vera tøk hjá einstaklingum til persónliga nýtslu á staðnum, har tøknilig útgerð verður nýtt. Talgild eftirgerð av eintøkum er ikki loyvd.

§ 32. Landsstýrismaðurin í mentamálum ásetir nærri reglur um, hvussu avhendingin skal fara fram, og í hesum sambandi eisini reglur um, hvørjar upplýsingar skulu fylgja við tí avhenda tilfarinum, og nær avhendingin til Landsbókasavnið skal vera.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í mentamálum ásetir nærri reglur fyri varðveiting av tilfarinum og atgeingi til hetta.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin í mentamálum ásetir nærri reglur um burturbeining av avhendum eintøkum, sum ikki verða hildin verd at varðveita av mentanarligum ella granskingarligum orsøkum.
Stk. 4. Landsbókavørðurin kann í ávísum førum gera frávik frá avhendingarskylduni, serliga í førum har tað snýr seg um ávís sløg av verkum, eitt nú tílík, ið gjørd verða í fáum eintøkum.

§ 33. Brot á § 4, § 24, stk. 1, § 25 og § 27 verða sektað við bót.
Stk. 2. Harumframt verður tann, sum ikki ger eftir ásetingunum í § 25, stk. 2, § 26, stk. 2, ella § 28 sektaður við bót.
Stk. 3. Í fyriskipanum, sum eru ásettar við støði í § 32, kunnu ásetast reglur um revsing við bót fyri brot á ásetingarnar í fyriskipanunum.
Stk. 4. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelagi ella lutafelagi, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur.

Kapittul IX
Gildiskoma

§ 34. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002.
Stk. 2. Samstundis fara úr gildi løgtingslóg nr. 31 frá 2. mai 1952 um landsbókasavn v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 28. apríl 1992, kunngerð nr. 42 frá 16. juni 1952 um avhendingarskyldu av skyldueintøkum v.m. og løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 1988 um megin-, fólka- og skúlabókasøvn, sum broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 27. mars 1992.

Almennar viðmerkingar

Uppskot um nýggja lóg á bókasavnsøkinum verður sett fram, tí verandi lóggáva hesum viðvíkjandi ikki er tíðarhóskandi og fakliga nøktandi. Hartil kemur, at ikki hevur verið gjørligt at fáa nóg stóra játtan á árligu fíggjarlógunum til, at týðandi ásetingar í gomlu lógunum kundu verða fylgdar.

Galdandi lóggáva
Færø Amts Bibliotek varð stovnað í 1828. Við heimastýrislógini í 1948 var bókasavnsmálið eitt av teimum málum, ið føroyingar valdu at umsita sjálvir. Í 1952 varð samtykt lóg um Føroya Landsbókasavn. Í árunum eftir 1952 vórðu fleiri fólkabókasøvn sett á stovn ymsastaðni í Føroyum. Hetta førdi við sær, at í 1968 varð samtykt serlig lóg um fólkabókasøvn og teirra rakstur.

Sum sjeyti- og áttatiárini liðu, kyknaði eisini spurningurin upp um skúlabókasøvn í Føroyum. Í veruleikanum vóru fólkabókasøvnini á mangan hátt skúlabókasøvn, tí flestu teirra lógu í skúlunum (ella í gamla skúla), og flestu teirra vóru undir leiðslu av einum lærara í bygdini, men tað var einki í bókasavnslógini, sum segði nakað um skúlabókasøvn í føroyska fólkaskúlanum. Harafturímóti verður í fólkaskúlalógini frá 1979 talað um skúlabókasøvn. M.a. hesi viðurskifti førdu við sær, at nevnd varð sett í 1984 at endurskoða lógina um fólkabókasøvn. Úrslitið av hesum arbeiði sæst aftur í lógini frá 1988 um megin-, fólka- og skúlabókasøvn. Tað, sum tíverri ikki hendi í áttatiárunum, var, at lógin um Føroya Landsbókasavn frá 1952 ikki varð dagførd samstundis, ella sum ein fylgja av 1988-lógini.

Umframt eitt alsamt ynski um at fáa lógina frá 1988 setta í verk, hevur tað alla tíðina síðani verið eitt stórt ynski frá føroyska bókasavnsheiminum at fáa lógina um Landsbókasavnið endurskoðaða. Í mentanarálitinum "Avmarkaður marknaður" (1996) verður mælt til, at øll føroysk bókasavnslóggáva verður endurskoðað undir einum.

Uppskotið, sum her fyriliggur, er ikki bara ein roynd at endurskoða føroyska bókasavnslóggávu undir einum, men er eisini ein roynd at savna alt, sum hevur við føroyskt bókasavnslógarsmíð í eina lóg, og á henda hátt at savna kreftirnar.

Í tí upplýsingar- og kunningarsamfelag, sum nútíðarbókasøvnini eru ein so umráðandi partur av, er tøkniliga menningin so øgilig, at hvørki Føroya land, Føroya fólk ella føroysk bókasøvn hava ráð at lata vera við ikki at dagføra lógirnar soleiðis, at tær svara til tíðarinnar krøv.

Fyriliggjandi lógaruppskot er ein roynd at bøta um hesi viðurskifti.

Sambært løgtingslóg frá 1952 hevur Føroya Landsbókasavn til endamáls: At savna allar føroyskar bókmentir og so mikið sum gjørligt av bókmentum um Føroyar, at vera meginbókasavn fyri allar Føroyar og at vera vísindabókasavn.

So leingi, sum lógin um megin-, fólka- og skúlabókasøvn frá 1988 vegna vantandi fíggjarliga játtan ikki virkar, sum hon skal, er tað, umframt vanliga virki sítt, álagt Landsbókasavninum at røkja tær umsitingarligu uppgávurnar, sum í henni eru.

Sum tjóðbókasavn hevur Landsbókasavnið fleiri aðrar uppgávur enn eitt vanligt fólkabókasavn. Umframt vanligt útlán av bókum verður m.a eisini skrásett í Føroyadeild savnsins alt tað tilfar, sum føroyskt er, ella sum hevur nakað við Føroyar at gera. Árliga verður Føroyskur Bókalisti lagdur til rættis og givin út. Forlags- og prentskyldan til útlond verður avgreidd her, Bókasavnsgjaldið verður umsitið og avgreitt hiðani, altjóða bóka- og tíðarritsskrásetingarskipanirnar ISBN og ISSN verða eisini avgreiddar hiðani. Løgtingsstudningurin til fólka- og skúlabókasøvnini verður avgreiddur hiðani. Skráseting, klárgerð og innbinding av øllum bókasavnstilfari til 17 fólka- og skúlabókasøvn í Føroyum fer fram í Landsbókasavninum. Síðan 1988 hevur stovnurin við lóg og fyriskipanum fingið álagt fleiri og fleiri uppgávur, og torført hevur verið at sæð samsvar ímillum uppgávurnar og so ta játtan, ið árliga hevur verið á løgtingsfíggjarlógini, við tí úrsliti, at allar uppgávur verða ikki røktar til fulnar. Tær uppgávur, sum liggja mest á láni, og sum vit áttu at gjørt meira við beinanvegin, eru uppgávurnar, sum meginbókasøvnini eiga at hava, og uppgávan hjá Bókastovuni, sum umrødd er í § 11 í lógini frá 9. juni 1988.

Í veruleikanum hava vit í Føroyum í dag tríggjar løgtingslógir, sum fevna um bókasavnsmál. Longu her kundi verið farið at endurskoða. Við stødd og nøgd í huga, og ætlanini fyri eyga, átti óneyðugt dupultarbeiði ikki at komið fyri á bókasavnsøkinum. Við at endurskoða føroysku bókasavnslóggávuna undir einum, sleppa vit undan hesum, og samstundis rudda vit slóð fyri, at fakliga orkan og amboðini, sum longu nú eru tøk, høvdu betur komið til sín rætt og gagnað samfelagnum enn betur.

Í 1968 varð á fyrsta sinni samtykt lóg um fólkabókasøvn. Í hesi lóg vórðu fleiri bókasavnsskyldur og uppgávur álagdar Føroya Landsbókasavni at loysa í samstarvi við fólkabókasøvnini. Henda lógin varð í 1988 sett úr gildi, tí tá varð samtykt nýggj lóg fyri økið: Løgtingslóg um megin-, fólka- og skúlabókasøvn.

Í hesi lógini verða nógvar av teimum skyldum og uppgávum, sum fyrr vóru álagdar Landsbókasavninum, lutvíst fluttar yvir á meginbókasøvnini og lutvíst yvir á nýggjan stovn og Bókastovuna, sum eftir § 11 í lógini, skuldi setast á stovn undir leiðslu av einum bókasavnsstjóra.

Orsakað av fíggjarligu støðuni í landinum eru partar av 1988-lógini ongantíð settir í verk, og í stuttum hevur hetta havt tað við sær, at partar av lógini als ikki virka. Úrslitið av hesum er tað, at Føroya Landsbókasavn er gliðið út úr lógini løgfrøðiliga.

Nú eru skjótt 13 ár liðin, síðan lógin varð samtykt, og enn er hon ikki farin at virka, sum hon skal. Landsbókasavnið hevur fingið sett 2 starvsfólk orsakað av hesi fyribilsloysn, men hetta er ikki nóg mikið.

Tann triðja lógin, sum viðger bókasavnsmál, er fólkaskúlalógin, løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 við seinni broytingum. At skúlabókasøvn – eins og onnur bókasøvn – eru neyðug, er óneyðugt at skriva her, men á Landsbókasavninum og á Býarbókasavninum hava royndirnar víst, hvussu óheppið tað er, at tann almenna skúlabókasavnsskipanin bara fevnir um tann føroyska fólkaskúlan. Ymsa staðni í landinum eru nú so nógvir aðrir – hægri – skúlar og læru- og granskingarstovnar, sum hava bókasøvn fyri neyðini, men bókasavnsviðurskiftini á hesum skúlum og stovnum hava ikki fingið serliga høga raðfesting. Her er neyðugt at broyta hugburð og at endurskoða alt lógargrundarlagið.

Tað er eingin loyna, at lógir og praksis hava ikki samsvarað. Ilt er at siga, um tørvandi áhugi ella tørvandi kunnleiki er orsøkin. Nakað vantar í, áðrenn virkið hjá bókasøvnunum klárar at liva upp til endamálsorðingina. Kring landið royna eldhugað fólk at fáa sum frægast burtur úr upphæddini, sum latin er teimum til fólkabókasavnsrakstur.

Ikki ber til at ímynda sær menniskja og samfelag uttan mentan – menniskju skapa í sínum gerðum mentan, einsamøll ella saman við øðrum í meir ella minni skipaðum bólkum. Tíðum verða feløg sett á stovn, og stundum verða stovnar gjørdir at vera karmar um ávísar mentanarligar formar og mentanarligt virksemi. Bókasøvnini eru mentanarstovnar við fjølbroyttum, mentanarligum samskiftisvirksemi, og hin einstaki er brúkarin. Ein og hvør kann leita sær inn á bókasavnið at fáa hugskot og meira vitan um tað, sum hann/hon, bólkurin, felagið ella mentanarstovnurin ætla sær í holt við. Á bókasøvnunum verður dentur lagdur á at samskifta á hesum støði.

Samandráttur av nýskapanini við uppskotinum
Fyri tað fyrsta er at siga, at ein stór broyting við hesum uppskoti er, at roynt verður at savna alla føroyska bókasavnslóggávu í eina lóg. Hetta verður gjørt fyri at økið kann vera lættari at umsita bæði fyrisitingarliga og fíggjarliga.

Lógin um Landsbókasavnið frá 1952 og kunngerðin um avhendingarskyldu, eisini frá 1952, eru báðar so avoldaðar, at hetta nervar virksemi stovnsins. Í uppskotinum er hædd tikin fyri tøkniligu broytingini á framleiðsluøkinum, og roynt verður eisini at taka hædd fyri framtíðini í tann mun, hetta letur seg gera. Áður var tað skyldan hjá prentsmiðjum at avhenda skyldueintøk til Landsbókasavnið. Eftir nýggju lógini er tað skyldan hjá framleiðarum at avhenda tað, tey framleiða. V.ø.o. verður talan um nógv annað tilfar enn bara prentlutir. Kunngerðin um avhendingarskyldu frá 1952 er bygd inn í hetta lógaruppskotið, samstundis sum hon er víðkað og dagførd, sí kap. VIII.

Kapitlarnir um megin-, fólka- og skúlabókasøvn eru stórt sæð dagføringar av 1988-lógini.

Heilt nýtt í lógini er kapittlið um skúlabókasøvn í vinnu- og miðnámsskúlum og í hægri undirvísingarstovnum. Stórur saknur hevur í nógv ár verið í skipaðum viðurskiftum á bókasavnsøkinum á hesum skúlum og stovnum. Hetta er ein roynd at bøta um viðurskiftini. Sum grundarlag undir hesum kapittli hevur verið havt í huga álitið um skúlabókasøvnini á vinnu- og miðnámsskúlunum (sept. 2000) og tær royndir, Landsbókasavnið hevur havt við eini sokallaðari stovnstænastu síðan 1995.

Í 1988-lógini verður arbeitt við einum sjálvstøðugum stovni - Bókastovuni. Henda kom ongantíð. Nú verður skotið upp, at Bókastovan verður løgd sum ein deild í Landsbókasavninum. Hetta er ein sera átrokandi uppgáva í føroysku bókasavnsverðini, og ikki um at tala, skal lógin nú eisini fevna um bókasøvn á fleiri stovnum og skúlum. Í viðmerkingunum til lógina verður nágreinliga greitt frá virkseminum hjá Bókastovuni, sum Landsbókasavnið, fyribils, hevur havt um hendi hesi árini síðan 1988.

Mettar meirútreiðslur í sambandi við uppskotið
Á samtyktu løgtingsfíggjarlógini fyri 2001 eru játtaðar í alt kr. 11.900,000,-. Henda játtanin er til tað samlaða bókasavnsverkið í landinum. Í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg, sum Føroya Landsbókasavn sendi inn til Mentamálastýrið í juni 2000, varð biðið um kr. 15.600.000,- . Fyri hesa upphæddina hevði borið til at rokkið meginpartinum av ásetingunum í tí lógaruppskoti, ið nú verður lagt fyri Løgtingið.

Tað ljóðar kanska av nógvum at søkja um eina meirjáttan upp á góðar 7 milliónir kr., men hetta krevst, skal meining og skil vera í at samtykkja eina nýggja bókasavnslóg, sum lýkur nútímans krøv til bókasavnsrakstur og virksemi í øllum landinum. Ein møguleiki er tó, at játtanin verður veitt yvir tvey ella trý fylgjandi fíggjarár.

Sum ávíst hevur verið í fleiri førum, hevur 1988-lógin ikki virkað í verki á øllum økjum. Við hesum nýggja uppskoti verður roynt at fáa til vega eina dagførda og nútímansgjørda bókasavnslóg, sum er á jøvnum føti við tær, ið eru galdandi í grannalondum okkara. Av nýggjum virksemi, sum henda lóg gevur møguleikar fyri, og sum fer at bera útreiðslur við sær, er fyrst og fremst at nevna virksemið hjá Bókastovuni, sum eftir uppskotinum nú verður ein deild í Landsbókasavninum, og útreiðslur til at útgera Landsbókasavnið sum skyldubókasavn soleiðis, at tað kann taka ímóti øllum tí tilfari, sum tí verður álagt, serliga á elektróniska økinum.

Harafturímóti kann sigast, at við at leggja bókastovuuppgávuna til Landsbókasavnið verða stovningarútreiðslurnar ikki so høgar, sum tær annars høvdu verið, samstundis eru væl kvalifeserað starvsfólk við royndum í arbeiðinum til reiðar at fara undir uppgávuna, og haraftrat er tað mesta av amboðum og útgerð longu útvegað hesi árini, Landsbókasavnið hevur røkt uppgávuna. Virksemið kann við einari øktari, men avmarkaðari játtan til stovnin, koma øllum landsins borgarum til góðar, samstundis sum virksemið kann setast í gongd beinanvegin. Víst hevur verið á, at skuldi Bókastovan verið sett á stovn eftir 1988-lógini, fóru útreiðslur til stovnanina at verða í millum 5-10 millónir kr. Velja myndugleikarnir at taka undir við ætlanini um at leggja Bókastovuna sum eina deild í Landsbókasavninum, so sparir landið, eftir kvalifeseraðum metingum, sum Landsbókasavnið fyrr hevur gjørt, uml. 6 milliónir krónur.

Í uppskotinum verður arbeitt við einum tiltaki um at seta á stovn eitt annað bókasavn í Føroyum, ið skal hava varðveitingarskyldu. Mælt verður til, at henda uppgáva verður løgd til Klaksvíkar Bókasavn, sum so fær eina fíggjarliga meirjáttan, ið samsvarar hesum, tvs. øktan stuðul í samsvari við økt virksemi.

Hesar meirútreiðslur verða mettar at kunna liggja innan fyri tær meirútreiðslur, sum vístar eru á.

Í 1988 var játtanin til føroyska bókasavnsverkið 15,1 millión kr. Nú, 13 ár seinni, verður biðið um 19,1 mió. kr. til eina minni ætlan, men eina ætlan, sum samfelagið kann forsvara at bjóða sínum stovnum og borgarum. Hetta er lítið meira enn 1988-játtanin. Tíðin má nú vera búgvin til, at bókasavnsvirksemið í landinum kemur upp á tað støði, har tað var undan fíggjarkreppuni, ið tók seg upp seinast í áttatiárunum. Aðrir undirvísingar- og mentastovnar eru nú komnir uppaftur á tað støði, teir vóru á, undan kreppuni. Nú má tað vera túrurin hjá bókasøvnunum. Tíðin í dag er soleiðis samansett, at risastór krøv verða allastaðni sett til upplýsing, kunnleika, vitan og samskifti, at alt hetta skal virka skjótt, effektivt og professionelt. Útbúgvingarnar í landinum verða skipaðar eftir hesum sama leisti. Allastaðni verður tosað um tað alneyðuga í at hava vælvirkandi bókasøvn, sum eru besta amboðið í nútíðar kunningarsamfelagnum.

Útgreining av fíggjartørvinum í sambandi við nýggja bókasavnslóggávu:

Nýggja avhendingarskipanin 500.000 kr. (stovnan 250.000; rakstur 250)
Bókakeyp 300.000 kr. (rakstur)
Talgilding av føroyskum bløðum 200.000 kr. (rakstur)
Ljóðbøkur 150.000 kr. (rakstur)
Stovnan av Bókastovuni 2.000.000 kr. (stovnan)
Rakstur av Bókastovuni 1.000.000 kr. (rakstur)
Meirstudningur til rakstur av fólka- og skúlabókasøvnunum 500.000 kr. (rakstur)
Bókasavnstænastan á vinnu- og miðnámsskúlunum og á hægri undirvísingarstovnum 500.000 kr. (rakstur)
Nýstovnan og menning av megin-, fólka- og skúlabókasøvnunum 2.000.000 kr. (stovnan 1 mió.; rakstur 1 mió.)
Í alt 7.150.000 kr. (stovnan 3.250 mió., rakstur 3.850 mió.kr)

Gjørt verður vart við, at § 7 í lógini harumframt heimilar Landsbókasavninum at útvega sær ymsar inntøkur og stuðul til ávís endamál, samstundis verður víst á, at Bókastovan og Stovnstænastan hjá Landsbókasavninum kunnu rekast partvíst sum inntøkufíggjað virksemi, um so er, at henda skipan fæst í lag.

Niðurstøðan av hesum er, at verður játtað bókasavnsverkinum ein játtan, sum um trý fíggjarár (fíggjarárini 2002, 2003 og 2004) er komin upp á kr. 19,1 milliónir kr., er komið uppaftur á tað støði, ið neyðugt er at hava til tess, at ein nýggj, nútímans føroysk bókasavnslóg kann setast í verk og gerast veruleiki.

Skal tørvurin raðfestast, t.d. yvir eitt tríárajáttanartíðarskeið, verður mælt til, at byrjað verður við stovnan og rakstri av Bókastovuni. Sum næsta og triðja lið í raðfestingini koma avhendingarlógin og bókasavnstænastan í vinnu- og miðnámsskúlunum, osfr.

Samandráttur av viðmerkingum frá hoyring
15. januar 2001 varð uppskotið til nýggja bókasavnslóg sent út til hoyringar. Hoyringsfreistin varð sett til 25. januar.

Hesir stovnar og feløg hava havt uppskotið til ummælis:
Bókavarðafelagið
Fólkabókasøvnini
Fróðskaparsetur Føroya
Føroya Blindastovnur
Føroya Kommunufelag
Føroya Landsskjalasavn
Klaksvíkar Býráð
Landsmiðstøðin fyri Undirvísingaramboð
Mentamálastýrið. Fólkaskúladeildin
Mentamálastýrið. Vinnu- og miðnámsskúladeildin
Prentsmiðjufelagið
Rithøvundafelag Føroya
Skúlabókasavnsfelagið
Tórshavnar Býráð

Harumframt hava starvsfólk bæði í Landsbókasavninum og í Býarbókasavninum havt høvi at siga teirra hugsan um uppskotið, m.a. hevur verið hildin felags fundur fyri starvsfólki á søvnunum, har uppskotið varð gjøgnumgingið og viðgjørt. Fundir hava verið við stjóra, deildarstjóra, løgfrøðing og fíggjarfrøðing í Mentamálastýrinum um uppskotið.

Í størst møguligan mun hevur verið lagt upp fyri teimum viðmerkingum, ið komnar eru, summar eru beinleiðis arbeiddar inn í lógartekstin, aðrar eru arbeiddar inn í viðmerkingarnar til tær einstøku greinarnar. Summar viðmerkingar hava verið munnligar, aðrar skrivligar.

M.a. hesar viðmerkingar hava verið settar:

  1. fyrimunir og vansar við einari lóg,
  2. hvør skal taka sær av bókasøvnunum á vinnu- og miðnámsskúlunum? Lærari, bókavørður ella samstarv í millum báðar?
  3. hvussu skulu orðini amboð/tilfar skiljast, tá ið vit tosa um skúlabókasøvn við atliti at 60% rakstrarstudningsskipanini,
  4. summi seta spurnartekin við, at Bókastovan verður løgd sum deild í Landsbókasavninum, onnur fegnast um uppskotið,
  5. ført hevur verið fram, at upphæddin til bókasavnsgjaldið er ov lítil,
  6. er nóg nógv hædd tikin fyri teimum krøvum, sum ein nýggj avhendingarlóg hevur við sær?
  7. er nóg nógv hædd tikin fyri eini møguligari kommunusamanlegging í framtíðini?

Skrivligar viðmerkingar frá niðanfyri nevndu stovnum/feløgum, verða lagdar við málinum sum serlig skjøl:

  1. Fróðskaparsetri Føroya
  2. Føroya Kommunufelag
  3. Føroya Landsskjalasavni
    (Fyrri partur av skrivinum hevur beinleiðis við málið at gera. Seinni partur – um varðveitingarskyldu av útvarps- og sjónvarpstilfari, varð viðgjørdur sum partur av teimum almennu viðmerkingunum í uppskotinum, sum varð sent til hoyringar, men hesin partur er seinni tikin burtur úr aftur teimum almennu viðmerkingunum)
  4. Klaksvíkar kommunu
  5. Landsmiðstøðini fyri undirvísingaramboð
  6. Mentamálastýrinum.Fólkaskúladeildini og deildini fyri vinnu- og miðnámsskúlar
  7. Skúlabókasavnsfelagnum
  8. Stovnstænastuni á Landsbókasavninum, Mortan Hentze, bókavørði

Við hesum í huga, verður lógaruppskotið nú lagt fram sum ein roynd at samansjóða alla føroyska bókasavnslóggávu soleiðis, at hon ikki verður so dýr at umsita, at hon verður tíðarbær, og at hon verður fakliga í lagi soleiðis, at tey, ið brúka skulu bókasøvnini, saman við teimum, íð koma at starvast har í framtíðini, verða nøgd við viðurskiftini, sum tað almenna hevur at bjóða borgarum sínum á nøkrum av tænastustovnum landsins, bókasøvnunum, í 21. øld.

Í viðmerkingunum til tær einstøku greinarnar er eisini tikin hædd fyri nøkrum av teimum broytingum, ið staðist hava av bygnaðarbroytingum í landsumsitingini hesi seinastu árini.

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar
ja ja nei nei nei
Umsitingarligar
avleiðingar
ja ja nei nei nei
Umhvørvisligar
avleiðingar
nei nei nei nei nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur nei nei nei nei nei
Sosialar
avleiðingar
nei nei nei nei nei

Viðmerkingar til einstøku greinirnar

Ad § 1.
Stk 1. Óbroytt í mun til § 1 í løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 1988 um megin-, fólka- og skúlabókasøvn.

Stk. 2. Broytt í mun til § 1, stk. 2, í løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 1988 um megin-, fólka- og skúlabókasøvn, og samsvarandi teimum krøvum, sum nýggja tøkniliga menningin setir. Eisini verða ynskini gingin á møti um at fáa tónleikin umboðaðan í teimum tilboðum, sum bókasøvnini veita brúkarunum.

Stk. 3. Óbroytt í mun til § 1, stk. 2, í løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 1988 um megin-, fólka- og skúlabókasøvn.

Ad § 2. Nýggj. Innihaldið í greinini er í tráð við endamálsorðingar hjá almennum bókasøvnum í øðrum londum.

Ad § 3. Stk. 1. Broytt í mun til løgtingslóg nr. 31 frá 2. mai 1952 soleiðis, at nú ber eisini til at nevna Føroya Landsbókasavn, Landsbókasavnið.

Stk. 2. Broytt í mun til § 2 í løgtingslóg nr. 31 frá 2. mai 1952. 1952-lógin fevnir bara um bøkur og prentað tilfar. Menningin á útgávuøkinum hevur ført við sær, at í dag verður nógv annað givið út enn prentað tilfar í vanligum týdningi. Av hesum tilfari er tað eingin almennur føroyskur stovnur, ið hevur varðveitingarskylduna. Av sínum eintingum hevur Landsbókasavnið í mongum førum útvegað tilfar av øðrum slagi enn tí prentaða, men, í flestu førum, ímóti gjaldi. Endamálið, við at fáa hesa broytingina inn í lógina, er at gera tað møguligt hjá Landsbókasavninum at kunna krevja, at skyldueintøk verða latin savninum ókeypis, eins og gjørt verður í øllum framkomnum londum.

Stk. 3 Nýtt. Síðan Føroya Landsbókasavn varð sett á stovn í 1828, hevur stovnurin, umframt at hava havt savn av bókum, eisini havt eitt virðismikið savn av handritum, brøvum o.ø., ið lýsa føroyska bókmentasøgu og siðsøgu. Í øðrum londum er heilt vanligt, at handrit, ið liggja eftir høvundar, verða latin tjóðbókasøvnunum í varðveitslu soleiðis, at bókmentafrøðingar o.o. kunnu, umframt at hava atgongd til tann prentaða tekstin, eisini hava atgongd til frumtekstirnar. Slík handritadeild sum tann á Landsbókasavninum er vanlig á øðrum tjóðbókasøvnum - og skal ikki blandast saman við tað virksemið, sum fram fer á Føroya Landsskjalasavni, hvørs høvuðsuppgáva í høvuðsheitum er at savna og varðveita almenn skjøl, sbr. § 5 og § 6 í løgtingslóg nr. 49 frá 28. apríl 1992 um Føroya Landsskjalasavn. Harafturímóti er rættast, at meginreglan er, at tað í Føroyum bara eru Føroya Landsbókasavn og Føroya Landsskjalasavn, sum taka sær av at varðveita skjøl o.a. tí at hesir stovnar hava eina almenna skyldu til at gera tilfarið atgeingiligt fyri tann vanliga borgaran. Eru í hesum sambandi ivamál um virkisøkini hjá Landsbókasavninum og Landsskjalasavninum, samráðast stovnarnir sínámillum um sakkøna loysn av hesum málum.

Stk. 4. Nýtt. Uppgávan hevur ikki áður verið beinleiðis lógarfest, men arbeiðið hevur verið ein av høvuðsuppgávum Landsbókasavnsins, og tað er av alstórum týdningi í arbeiðinum við at fáa eina føroyska tjóðbókaskrá, sum er neyðug til tess at hava eitt fullfíggjað yvirlit yvir ta føroysku bókaognina.

Stk. 5. Nýtt. Uppgávan hevur ikki áður verið lógarfest. Um hesar skipanir sí fylgiskjal 1. Síðan 1996 hevur Landsbókasavnið umsitið ISBN-skipanina, meðan ISSN-skipanin enn í dag verður umsitin í samstarvi við Kongliga Bókasavnið í Keypmannahavn. ISMN-skipanin, tann nýggjasta skrásetingin á økinum, er altjóða skráseting av útgivnum tónleiki. Higartil hevur eingin tikið sær av hesari skráseting í Føroyum. Málið má vera, at Føroyar eisini fáa eina sjálvstøðuga ISSN- og ISMN-skrivstovu á sama hátt sum ISBN.

Stk. 6. Nýtt. Í lógini um megin-, fólka- og skúlabókasøvn 1988 er Bókastovan umrødd í § 11. Henda uppgáva er ongantíð sett í verk vegna vantandi játtan. Mælt verður tí til at leggja hesa uppgávu til Landsbókasavnið, sum fær neyðuga játtan, so at hetta umráðandi arbeiði fæst at virka. Bókastovan er alfa og omega – skal talan vera um at reka føroyskt bókasavnsvirksemið eftir hesi lóg.

Stk. 7. Nýtt. Sum ongantíð áður verður nógv tosað um upplýsing, kunning og gransking í føroyska samfelagnum. Til tess at kunna fremja hetta í verki er neyðugt við lógarsmíði, karmum og peningi. Landsbókasavnið er ein av stovnunum, ið hevur nøkur av teimum neyðugu amboðunum og av tí neyðuga tilfarinum til tess at inna slíka gransking. Neyðugt er at menna hesar møguleikar. Miðað eigur at verða eftir, at í framtíðini verða á stovninum sett granskingarstørv, heilt ella partvíst, saman við øðrum granskingarstovnum. Soleiðis at tað á Landsbókasavninum eisini verður granskað í tilfarinum av fólki, sum eru knýtt at stovninum. Hetta fer í síðsta enda eisini at geva brúkarunum eina enn dyggari tænastu.

Stk. 8. Broytt í mun til 1952-lógina. Ásetingin hevur samband við, at tað er skylda Landsbókasavnsins at byggja upp savn av vísindaligum bókmentum.

Stk. 9. Nýtt. Neyðugt er við reglugerð, sum ásetir, hvussu Stovnstænastan skal verða røkt. Hetta snýr seg um menning og virksemi í bókasøvnunum í skúlum og í øðrum almennum stovnum.

Ad § 4. Nýggj. Greinin er átrokandi neyðug til tess at fyribyrgja, at føroysk handrit ella bókmentalig verk, ið mega metast sum mentanargripir, verða latin, flutt, ella seld úr landinum. Landsbókavørðurin hevur eftirlit við, at ásetingarnar í hesi grein verða fylgdar.

Ad § 5. Í høvuðsheitum óbroytt í mun til § 4 í løgtingslóg nr. 31 frá 2. mai 1952 um Landsbókasavn.

Ad § 6. Broytt í mun til § 5 í løgtingslóg nr. 31 frá 2. mai 1952 um Landsbókasavn. Innihaldið í greinini er broytt sambært nýggju reglunum um setan av stjórum og starvsfólki á almennu stovnum landsins.

Stk. 2. Talan er um alment galdandi reglur hjá almennum stovnum í landinum.

Ad § 7. Nýggj. Tað er av stórum týdningi, at Landsbókasavnið, eins og aðrir almennir mentastovnar, hevur henda møguleika til partvís at kunna fíggja virksemið á henda hátt. Hugsað verður um møguleikar at søkja bæði føroyskar og útlendskar grunnar um stuðul til eitt nú framsýningar, skeið, granksingarverkætlanir og aðrar ætlanir av mentanarligum og vísindaligum slagi.

Stk. 2. Nýtt. Sum inntøkufíggjað virksemi verður t.d. roknað arbeiði, ið gjørt verður fyri aðrar stovnar, eitt nú umlegging til edv og skráseting av bókasøvnum. Partar av virkseminum hjá Bókastovuni, sí §§ 21 og 22, eru dømi um virksemi av slíkum slagi.

Ad §§ 8 - 10 Í høvuðsheitum óbroyttar í mun til løgtingslóg nr. 31 frá 2. mai 1952, §§ 6-7.

Ad § 11. Óbroytt í mun til § 3, stk. 1, í løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 1988 um megin-, fólka- og skúlabókasøvn.

Stk. 2. Í høvuðsheitum óbroytt í mun til § 3, stk. 2, í løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 1988 um megin-, fólka- og skúlabókasøvn, tó verður her tikin hædd fyri tí veruleika, at í mongum kommunum er tað bara mentanarnevndin, sum í roynd og veru eisini tekur sær av at skipa fyri bókasavnsvirkseminum.

Stk. 3. Óbroytt í mun til § 3, stk. 3, í løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 1988 um megin-, fólka- og skúlabókasøvn.

Ad § 12.
Stk. 1. Óbroytt í mun til § 4 í løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 1988 um megin-, fólka- og skúlabókasøvn.

Stk. 2. Óbroytt í mun til § 4, stk. 2, í løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 1988 um megin-, fólka- og skúlabókasøvn.

Stk. 3. Broytt í mun til § 4, stk. 3, í løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 1988 um megin-, fólka- og skúlabókasøvn. Víst verður til §§ 21 og 22, har skotið verður upp, at Bókastovan verður deild undir Landsbókasavninum, og sostatt verða tað landsbókavørðurin og Bókavarðafelagið, ið skulu gera nevnda tilmæli um frávik.

Stk. 4 – 6. Óbroytt í mun til § 4, stk. 4-6, í løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 1988 um megin-, fólka- og skúlabókasøvn.

Ad § 13.
Stk. 1. Óbroytt í mun til § 5, stk. 1, í løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 1988 um megin-, fólka- og skúlabókasøvn.

Stk. 2. Broytt í mun til § 5, stk. 2, í løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 1988 um megin-, fólka- og skúlabókasøvn. Í hesum stykki verður tað álagt Landsbókasavninum at góðkenna nevndu viðtøkur. Bókasavnsráðið, sum nevnt varð í 1988-lógini, gjørdist ongantíð veruleiki.

Stk. 3. Broytt í mun til § 5, stk. 3, í løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 1988 um megin-, fólka- og skúlabókasøvn. 1988-lógin ásetti, at meginbókasøvn skuldu liggja í 7 meginbókasavnsdømum, hetta mál er ongantíð rokkið. Við hesi grein verður nú tikin hædd fyri tí veruleika, at ásetingarnar í 1988-lógini ikki vóru fylgdar, tá ið tað snýr seg um ætlanina við meginbókasøvnum. Heimildin, sum Landsbókasavnið hevði áðrenn 1988-lógina, verður við hesum latin Landsbókasavninum aftur.

Ad § 14. Broytt í mun til § 6 í løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 1988 um megin-, fólka- og skúlabókasøvn. Broytingin er, at fólkabókasøvnini skulu senda fíggjarætlan inn í seinasta lagi 15.05. árið fyri til góðkenningar, og at studningurin eftir hesi ásetingini verður útgoldin akonto í fíggjarárinum, og verður ásettur eftir góðkendu fíggjarætlanini. Tá ið fíggjarárið er runnið, skal Landsbókasavnið hava endaliga roknskapin í seinasta lagi 31. januar árið eftir fyri at avrokna endaliga stuðulin. Hetta kemur ístaðin fyri verandi skipan, har stuðulin verður útgoldin afturút fyri undanfarna fíggjarár, tá ið roknskapurin er innkomin og góðkendur av Landsbókasavninum. Orsøkin til hesa broyting er ynski frá fólka- og skúlabókasøvnunum um at fáa stuðulin útgoldnan, so at tey hava betri innlit í fíggjarviðurskiftini. Hetta viðførir annan avrokningarhátt enn tann, ið higartil hevur verið nýttur.

Kemur henda lógin í gildi 1. januar 2002, vil tað siga, at stuðulin, ið útgoldin verður í 2002, er akonto stuðul fyri fíggjarárið 2002. Stuðulin, ið verður endaliga útgoldin við árslok 2001, er útroknaður eftir góðkendum roknskapi fyri 2000. Sostatt fellur stuðulin fyri roknskaparárið 2001 burtur.

Ad § 15. Óbroytt í mun til § 7, stk. 1, í løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 1988. Ásetingin er gjørd fyri at tryggja bókasøvnunum egnar hølismøguleikar at virka í og ráða yvir.

Stk. 2-3. Óbroytt í mun til § 7, stk. 2 og 3, í løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 1988. Tó dagført sambært nýggju bygnaðarbroytingunum í miðfyrisitingini.

Ad § 16. Broytt í mun til § 2 í 1988-lógini er greinin í verandi lóg nógv broytt. Samstundis er hon nú gjørd nógv einfaldari og liðiligari at umsita.

Stk. 2–4. Óbroytt í mun til § 2 í løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 1988 um megin-, fólka- og skúlabókasøvn. Innihaldsliga og týdningarliga eru hesi stk. ikki broytt, sbr. tó viðmerkingina til stk. 4 niðanfyri.

Stk. 4. Broytt í mun til § 2, stk. 6, í løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 1988 um megin-, fólka- og skúlabókasøvn. Landsstýrismaðurin í mentamálum ger reglugerð um, hvussu útreiðslurnar skulu býtast ímillum land og kommunu hjá teimum fólkabókasøvnum, ið eisini virka sum meginbókasøvn.

Ad § 17. Broytt í mun til § 8 í 1988-lógini. Í fólkaskúlalógini, § 23, stk. 2, verður dentur lagdur á at skipa skúlabókasavnið sum námsfrøðiligan tænastudepil, sum er eitt meira víttfevnandi hugtak enn skúlabókasavn. Námsfrøðiligi tænastudepilin hevur fleiri uppgávur, enn skúlabókasavnið hevur havt, hann eigur at fara meira virkin inn í skúlans virksemi, tvørgreinaligt arbeiði, verkætlanararbeiði og tílíkt.

Ad § 18. Broytt. Einasta broyting í mun til § 8 í 1988-lógini er dagføring, sum stendst av løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan við seinni broytingum.

Ad § 19. Broytt í mun til § 6 í løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 1988 um megin-, fólka- og skúlabókasøvn. Víst verður til viðmerkingina til § 14.

Ad § 20. Nýggj. Greinin hevur støði í áliti, sum arbeiðsbólkur, settur av landsstýrismanninum í mentamálum, skrivaði um Bókasavnsviðurskiftini í Vinnu- og Miðnámsskúlunum, september 2000. Longu í mentanarálitinum "Avmarkaður marknaður" (1996) varð gjørt vart við, at verandi skúlabókasavnsskipan bara var til føroyska fólkaskúlan, og at bókasavnsviðurskiftini í teimum hægru skúlunum og undirvísingarstovnunum vóru ikki nøktandi. Greinin miðar ímóti at bøta um hesi viðurskifti.

Stk. 2. Nýtt. Landið ber tær útreiðslur, sum hava samband við vinnu- og miðnámsskúlarnar og hægri almennu undirvísingar- og granskingarstovnarnar.

Stk. 3. Nýtt. Víst verður til álitið um Bókasavnsviðurskiftini í Vinnu- og Miðnámsskúlunum (2000) bls. 15-17, har m.a. víst verður á, hvussu tann bókasavnstøkniligi og tann námsfrøðiligi parturin verða samskipaðir.

Bókasøvn mega rekast av yrkislærdum fólki, sum hava kunnleika til nýtøkni og nýtslu hennara í bókasavnshøpi – í hesum sambandi eisini sum leitiamboð á internetinum. Í hvørjum skúla verður lærari námsfrøðiliga sambindingarliðið millum lærarar skúlans og bókavarðatænastuna. Í samstarvi við námsfrøðiliga serkøna læraran skipar bókavørðurin fyri keypi og skráseting av nýggjum bókum o.ø., leiðbeining av lærarum og næmingum viðvíkjandi tilfari, bókum, útláni, móttøku, innlating, útvegan av hagtilfari, samskiftinum við Landsbókasavnið og onnur bókasøvn í Føroyum og uttanlands.
Ábyrgdina av tí bókasavnstøkniliga partinum av virkseminum hevur ein yrkislærdur bókavørður.

Stk. 4. Nýtt. Neyðugt er við reglugerð, sum ásetir, hvussu skipast skal fyri stovnstænastuni, tá ið tað snýr seg um vinnu- og miðnámsskúlar og hægri undirvísingarstovnar.

Ad § 21. Broytt í mun til § 11 í løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 1988. Í 1988-lógini varð ásett at skipa fyri eini Bókastovu við einum bókasavnsstjóra, sum skuldi hava heilt ávísar arbeiðsuppgávur og skyldur. Sum kunnugt varð lógin samtykt á vári 1988. Til ta tíð hevði Landsbókasavnið umsitið fólkabókasøvnini, og har tað ikki frammanundan vóru yrkislærdir bókavørðir í starvi, skuldi Landsbókasavnið virka sum tann, ið hevði ábyrgdina av skráseting, menning osfr.

Eitt av aðalmálunum við 1988-lógini var at skipa soleiðis fyri, at Landsbókasavnið fekk betri umstøður at taka sær av uppgávunum sum tjóð- og granskingarbókasavn. Hetta skuldi m.a. gerast á tann hátt, at nakrar av uppgávunum, ið lógu í Landsbókasavninum, skuldu flytast, saman við øðrum nýggjum upgávum, yvir í ein nýggjan stovn, Bókastovuna, "sum undir leiðslu av bókasavnsstjóranum", m.a. skuldi røkja uppgávurnar, ið nevndar eru undir punktunum a-e í §11 í 1988-lógini. Við 1988-lógini vóru møguleikar fyri, at meira fór at verða gjørt á hesum øki, tí nú fevndi lógin eisini um megin- og skúlabókasøvn. Men so skjótt sum lógin var sett í verk, kom undan kavi, at eingin peningur var tøkur til endamálið, og landsbókavørðurin varð, í 1990, biðin um at røkja uppgávurnar hjá bókasavnsstjóranum, til hesin varð settur. Hesin er ikki settur enn. Til tess, at alt ikki skuldi steðga upp, varð gjørt av, at Landsbókasavnið fyribils skuldi halda fram við nøkrum av teimum uppgávum (nr. 1, 2 og 5), tað hevði havt, hóast tær nú í veruleikanum áttu at verið undir bókastovuni/bókasavnsstjóranum.

Niðurstøðan eftir 13-ára bíðitíð er tann, at játtan fæst ikki til at seta á stovn Bókastovuna eftir § 11 í 1988-lógini, tí má annað setast í verk, skal tann tørvur nøktast, sum samfelagið hevur brúk fyri á hesum øki.

Í skrivi 17. juli 1997 hevur Landsbókasavnið heilt ítøkiliga víst á eina gongda leið fram. Mælt var tá til at byggja á tær royndir, Landsbókasavnið hevði gjørt í hesum arbeiði, við teirri útgerð stovnurin hevði útvegað sær og við tí starvsfólkaliði, ið stovnurin hevði, at tillaga 1988-lógina soleiðis, at Bókastovan verður skipað sum ein deild í Landsbókasavninum við einum deildarleiðara, sum umsitur uppgávurnar hjá Bókastovuni.

Í hesum lógaruppskoti er roynt at tillaga eina komandi løgtingslóg á bókasavnsøkinum soleiðis, at so nógvum sum gjørligt verður gingið á møti fyri so fáar krónur sum gjørligt, men ókeypis er ein bókasavnslóg anno 2001 ikki. Mett verður í dag, at verður Bókastovan løgd í Landsbókasavninum ella tætt uppat tí, og um stovninum samstundis verður heimilað at reka inntøkufíggjað virksemi, so fer at bera til at reka hesa deildina við eini meirjáttan upp á 1 mió. kr. árliga í rakstrarútreiðslum. Aftrat hesum má roknast við 2 milliónum í stovningarútreiðslum av Bókastovuni.

  1. broytingin her er, at Bókastovan eisini skal kunna veita øðrum bókasøvnum tænastu uttan fyri fólka- og skúlabókasøvnini, eitt nú stovnsbókasøvnum og bókasøvnum á hægri skúlum
  2. eingin broyting í mun til 1988-lógina
  3. eingin broyting í mun til 1988-lógina
  4. eingin broyting í mun til 1988-lógina
  5. Broytt í mun til § 11, stk. 1,e í 1988-lógini. Sum eina byrjan verður mælt til, at upphæddin til bókasavnsgjaldið verður ásett til kr. 1.442.000,00, frá tí lógin verður sett í verk. Upphæddin svarar til 10% av játtanini til føroyska bókasavnsverkið og 10% av játtanini til Landsmiðstøðina fyri Undirvísingaramboð ár 2001. Árliga hækkingin í bókasavnsgjaldinum skal svara til árliga vøksturin av føroyskum bókum á hesum bókasøvnum soleiðis, at samsvar altíð er í millum vøksturin av føroyskum bókum og hækkingina í bókasavnsgjaldinum. So hvørt, sum bókasøvnini í vinnu- og miðnámsskúlunum verða skipað, eigur bókanøgdin á hesum søvnum eisini at verða tald við í uppgerðini til bókasavnsgjaldið.

Lýsing av krøvum til Bókastovuna - eftir hjálagda uppskoti.
Í tí uppskoti, ið nú fyriliggur, verður skotið upp, at Bókastovan verður sett á stovn sum ein deild í Landsbókasavninum. Til tess, at hetta kann lata seg gera í verki, verður neyðugt við innanhýsis broytingum í bygnaðinum í Landsbókasavninum, og av tí, at talan er um eina trífalding av tí arbeiði, ið gjørt verður í dag, verður eisini neyðugt við meira plássi til Bókastovuvirksemið.

Skal Bókastovan bíleggja, gera bókasavnsgreiðar og avgreiða bøkur til FLB, BB, bygda- og skúlabókasøvnini, Landsmiðstøðina og vinnu- og miðnámsskúlarnar, hægri undirvísingar- og granskingarstovnar, skulu hølisviðurskiftini broytast munandi í mun til nú:

Bókabindingin uml. 100 m2
Skrivstovur og goymsla:
    Tilboð, móttøka, skiljing, pakking og avgreiðsla uml. 100 m2.

Hesir 200 m2 kunnu útvegast á ymsan hátt, eitt nú:

  1. Gjørdur verður leigusáttmáli um útvegan av hølum.
  2. Bygging ella keyp av húsum til endamálið.
  3. Um- og uppíbygging av Landsbókasavninum. Hugsað verður um bilhúsið í norðara enda av bygninginum, har møguleiki er fyri at byggja eina hædd omaná. Verður henda loysn vald, kann bilhúsið byggjast um til bókbindaraverkstað, og hæddin omaná kann hýsa skrivstovuvirkseminum hjá Bókastovuni.

Roknast má undir øllum umstøðum við, at útreiðslurnar til stovnsetan av Bókastovuni verða á leið 2 milliónir kr. Verður virksemið hjá Bókastovuni skipað sum víst undir pkt. 3 omanfyri, sum úr sakkønum sjónarhorni óivað er tað besta, kann roknast við, at hetta verður eitt sindur bíligari, bæði tá ið tað snýr seg um stovnan og rakstur, enn pkt. 1 og pkt. 2.

Fyri at bøkurnar kunnu vera bókasøvnunum í hendi skjótast gjørligt, skal:

Í skrivstovu og goymslu skulu 2 fólk arbeiða. Tá um føroyskar bøkur ræður, fevnir tað um at skriva tilboð til bókasøvnini, móttøku av bókunum og skilja bøkurnar eftir, hvussu tær skulu viðgerast. Eftir viðgerð at skilja, pakka og senda bøkurnar til bókasøvnini.

Tá um danskar og aðrar útlendskar bøkur ræður, fevnir tað um at senda tilboð út, og bíleggja bøkurnar. Tær av hesum bókum, sum ikki eru bókasavnsklárar, skulu síðani viðgerast á verkstaðnum. Eftir viðgerð skulu tær skiljast, pakkast og sendast til bókasøvnini.

Harumframt skal bera til hjá bókasøvnunum at fáa stakar bøkur viðgjørdar, sum t.d. bøkur, tey sjálv hava keypt, bøkur, sum hava verið í tilboði fyrr, sum kanska eru burturblivnar ella kanska oyðilagdar.

Tað eigur at bera til at fáa rættað og umvælt gamalt føroyskt tilfar, bundið inn tíðarrit, og tað eigur eisini at bera til at fáa útlendskt tilfar innbundið og umvælt á verkstaðnum

Á bókabindaraverkstaðnum verða bøkurnar plastaðar ella innbundnar alt eftir tørvi. Í løtuni verða tær flestu bøkurnar plastaðar, men hugsast kann, at tað í nógvum førum var betur at bundið nakrar teirra inn, t.d. skaldsøgur, yrkingasøvn o.a.

Talið av bókum verður helst trífaldað, í øllum førum, í mun til nú. Men talið av titlum verður umleið tað sama, og ynski verður helst um, at fleiri bøkur verða bundnar inn. Mett verður, at til at gera hetta arbeiði skulu 3 fólk. Ein bókabindari, tvey hjálparfólk. Umhugsað eigur eisini at vera at fáa ein bókabindaralærling.

Umráðandi er hjá øllum at fáa tilfar skjótt fram, tí má ein aðalsetningur hjá Bókastovuni vera, at skjótt verður arbeitt við tilfarinum. Bíðitíðin eftir nýggjum bókasavnstilfari skal ikki vera meira enn 3 mánaðir. Til tess at Bókastovan kann klára henda setningin, má hon vera væl mannað.

Í dag starvast á verkstaðnum í Landsbókasavnum ein bókabindari, eitt hjálparfólk, harumframt er eitt skrivstovufólk sett í starv at røkja aðrar uppgávur í sambandi við tað bókastovuarbeiði, Landsbókasavnið fyribils hevur fingið álagt at røkja. Aftrat hesum fólkunum mega setast trý fólk at arbeiða í Bókastovuni. Tvey hjálparfólk og ein bókavørður, sum samstundis verður deildarleiðari.

Viðvíkjandi amboðum til innbinding og plasting hevur Landsbókasavnið stórt sæð ta útgerð, sum skal til. Umhugsað eigur tó at verða at útvega betri útgerð til gyllingar.

Stk. 2 Nýtt. Sbr. verandi reglugerð um bókasavnsgjaldið. (Fylgiskjal 2).

Stk. 3. Nýtt. Ætlanin er, at ásetingin í hesum petti skal gera tað møguligt hjá landsstýrismanninum, sum frálíður, og í tann mun tað verður praktiskt gjørligt, at seta í verk nakrar av teimum hugsanum, ið settar eru fram í áliti, lagt fram av arbeiðsbólki, ið settur var at kanna fyrimunir og vansar við einum tættari skipanarligum og fyrisitingarligum samstarvi millum søvn á mentanarøkinum, (sept. 2000).

Ad § 22. Nýggj. Seinastu 15-20 árini hevur í smáum verið arbeitt við at útvega ljóðbøkur á føroyskum. Hetta eru føroyskar bøkur, lisnar inn á band, fyrst og fremst ætlaðar teimum, ið ikki fáa lisið vanligan prentaðan tekst. Landsbókasavnið hevur verið uppi í hesum arbeiði, og nú hetta seinasta árið hava verið brúktar uml. 100.000,- kr. av játtanini til bókasøvn at útvega føroyskar ljóðbøkur fyri. Ætlanin við greinini er at fáa hetta arbeiðið í fasta legu.

Ad § 23. Nýggj. Avhendingarlógir eru ikki nakað nýtt fyribrigdi. Í norðurlendskum høpi fekk Svøríki longu í 1661 sína fyrstu fyriskipan um prentavhending. Síðan 1697 hevur donskum útgevarum verið álagt at lata prentskyldu til almenn bókasøvn.

Menningin á útgávuøkinum hevur gjørt, at fyrivarni má í dag takast fyri teimum broytingum, ið komnar eru í øllum útgávu- og prentarbeiði. Í 1952-lógini stendur bara, at tað vóru prentsmiðjurnar, ið høvdu avhendingarskyldu til Landsbókasavnið. Nú verður henda skyldan eisini løgd á framleiðaran o.o., sum hava við útgávuna at gera.

Endamálið við teimum fyrstu lógunum var ikki sum nú at tryggja almenninginum atgeingi til gransking og at varðveita tilfarið til eftirtíðina, men var heldur eitt eftirlit og ein sensurur, soleiðis at statsvaldið fekk tryggjað sær, at einki var givið út uttan góðkenning.

Eftir at heimastýrislógin varð sett í gildi í Føroyum í 1948, varð bókasavnsøkið yvirtikið sum føroyskt sermál, og Føroyar fingu við lóg um Føroya Landsbókasavn frá 1952 egna lóggávu um avhendingarskyldu. Fyri heimastýrislógina virkaði føroysk skylduavhending eftir donsku lógini frá 1927.

Smb. lóg um Føroya Landsbókasavn hevur prentari og /ella útgevari skyldu at lata upp í 8 eintøk í avhendingarskyldu. Kunngerðin, ið fylgir við, áleggur býtið av teimum 4 eintøkunum soleiðis: 1 eintak til Føroya Landsbókasavn, 3 eintøk til Danmarkar, ávíkavíst til Kongliga Bókasavnið, Statsbókasavnið í Århus og til Universitetsbókasavnið í Keypmannahavn. Skyldueintøkini til Danmarkar eru grundað á donsku avhendingarlógina frá 1927, ið ikki varð broytt, sjálvt um føroysk bókasavnsmál gjørdist føroyskt sermál. Nýggja danska avhendingarlógin frá 1998 hevur ongar ásetingar um føroyska skylduavhending til Danmarkar.

Umframt tey 4 eintøkini í lógini, kann Føroya Landsbókasavn smb. kunngerð um avhendingarskyldu frá 1952 biðja um 4 eintøk aftrat til bókabýtis.

Hyggja vit aftur at endamálsorðingini um skylduavhending, sæst, at tey fýra fyrstu eintøkini í verandi lóggávu lúka endamálið, ið øll norðurlond seta til slíka lóggávu – tvs. atgeingi og varðveiting. Meiri ivasamt er við teimum 4 eintøkunum til bókabýtis. Hetta hevur í eini tíð við lítlum pengum verið ein møguleiki hjá Føroya Landsbókasavni at byggja upp eina útlendska bókadeild við býtiseintøkum. Føroyskir bókaútgevarar hava sostatt fíggjað ein part av rakstrinum av Føroya Landsbókasavni.

Fleiri grundir tala fyri, at henda lóggáva er vorðin ótíðarhóskandi. Fyri tað fyrsta kann slík mannagongd sigast at standa í andsøgn til tankarnar í mentanarálitinum "Avmarkaður marknaður" (1996), har tað almenna skal stuðla føroyskari mentan – og ikki øvugt. Fyri tað næsta, eru fleiri av býtisbókasøvnunum í ferð við at leggja niður síni býtissambond. Hetta kann føra við sær, at vit einki fáa aftur fyri tað, vit lata. Fyri tað triðja, og ikki minst: kunngerðin hevur verið sera trupul at umsitið, lutvíst av tí, at hon ikki er í samsvari við lógina, men eisini av tí, at tað er torført hjá útgevara at skilja í millum skyldu sum útgevari (§ 3, fyrsta brot) og prentari (§ 3, síðsta brot), sí kunngerð um avhendingarskyldu frá 16. juni 1952.

Ad § 24 Nýggj. Øll greinin er dagførd í mun til kunngerðina frá 1952 um avhendingarskyldu. Ásetingarnar í 1952-lógini og kunngerðin frá 1952 um avhending av skyldueintøkum eru ikki tíðarhóskandi longur. Haraftrat vísir kunngerðin frá 1952 til eina danska lóg frá 1927, Lov nr. 160 af 1. juli 1927 om pligtig Aflevering af Tryksager til offentlige Biblioteker, sum 1. januar 1998 varð sett úr gildi í Danmark. Menningin á tøkniliga økinum hevur tað við sær, at tað er neyðugt, at Føroyar fáa eina lóg, sum tekur hædd fyri tøkniligu menningini á økinum. Greinarnar 23-32 eru gjørdar við øðrum norðurlendskum lógum á økinum sum fyrimynd. Samstundis eru greinarnar gjørdar við atliti at føroyskum viðurskiftum, so at lógin hóskar til tann tørv, sum er í Føroyum í dag.

Tað er sera umráðandi, at Føroyar nú fáa sína egnu lóggávu um avhending av skyldueintøkum, tí tað hevur stóran bókmentaligan og siðsøguligan týdning fyri mentanarlívið og granskingina, at skipað verður fyri, at tað, ið gjørt verður á hesum øki, verður varðveitt, skrásett og gjørt atkomiligt hjá núverandi og komandi ættarliðum at granska í.

Kunngerðin um avhendingarskyldu frá 1952 eigur tí at verða avtikin, samstundis sum dagførdar ásetingar verða settar inn sum sjálvstøðugt kapittul í nýggju bókasavnslógina.

Ad Stk.1. Hugsað verður um tilfar, har tað ikki ítøkiliga ber til at avhenda upp til fleiri eintøk, annaðhvørt tí tað tøkniliga ikki letur seg gera, ella tí tað kostnaðarliga er heilt órímilgt. Dømi um hetta eru eitt nú filmar, ljóðbøkur, sjónbond, fløgur, av-tilfar og atgongd til internet-bløð.

Ad Stk. 2-6. Nýggj. Allýsingar av hugtøkum soleiðis, sum hesi verða lýst í øðrum Norðurlondum.

Ad Stk. 7. Nýtt í mun til 1952-kunngerðina.

Tilfar, ið kemur undir avhendingarskyldu

Prentað tilfar:

Mikroformútgávur:

Fotografiskar útgávur:

Punktskriftútgávur

Ljóðupptøkur:

Sjónbond:

Samansettar útgávur:

Talgildar útgávur:

Tilfar, sum ikki er avhendingarskyldugt:

Ad § 25. Nýggj. Talan er um dagføringar, sum serliga taka hædd fyri teirri elektrónisku menningini.

Ad § 26. Broytt og dagført í mun til § 1 í kunngerðini um avhendingarskyldu frá 1952. Í høvuðsheitum er stóra broytingin tann, at í nýggju lógini er tað framleiðarin, ið hevur avhendingarskylduna mótvegis Landsbókasavninum. Hesi viðurskifti eru nærri lýst í stk. 2 og stk. 3.

Ad §§ 27-33. Nýggjar. Dagførdar sambært reglum galdandi í øðrum Norðurlondum.

Eftir 1952-kunngerðini vóru Kongliga Bókasavnið, Statsbókasavnið í Århus og Universitetsbókasavnið í Keypmannahavn skyldubókasøvn - eisini fyri føroyskar bøkur. Við teirri nýggju donsku lógini frá 1/1-1998 varð henda uppgávan avtikin, men føroyska kunngerðin hevur verið galdandi í óbroyttum líki. V.ø.o. hava Føroyar havt eina kunngerð galdandi nú í skjótt trý ár, sum hevur heimild í eini avtiknari danskari lóg. Hóast Landsbókasavnið hevur gjørt vart við hetta fleiri ferðir, er einki gjørt við hesi viðurskifti. Nú verður skotið upp, at í Føroyum verður skipað, umframt Landsbókasavnið, eitt annað skyldubókasavn. Mangar orsøkir tala fyri, at hetta verður ein uppgáva, sum verður løgd til Klaksvíkar Bókasavn. Tað er stór trygd í at hava eitt annað varðveitingarbókasavn uttan fyri Havnina. Orsøkin til, at mælt verður til, at Klaksvíkar Bókasavn verður valt, er, at har er fólk við fakligari útbúgving. Haraftrat eru ætlanir frammi um at víðka bókasavnsvirksemið í Klaksvík. Eisini eru í norðara parti av Føroyum fleiri hægri útbúgvingarstovnar í menning, sum kundu fingið ágóða av, at henda nýggja uppgávan varð áløgd Klaksvíkar Bókasavni. Talan er eisini um menning av bókasavnsviðurskiftunum í Klaksvík, sum samstundis setir økt faklig og útbúgvingarlig krøv til teirra, sum starvast við bókasavnsmálum í hesum parti av landinum. Ein treyt er sjálvandi, at kommunalu myndugleikarnir í Klaksvík og Klaksvíkar Bókasavn vilja átaka sær uppgávuna og laga seg eftir broyttu umstøðunum. Ein tílík skipan treytar, at Klaksvíkar kommuna og landið eru fús at átaka sær øktar útreiðslur til stovnan og rakstur av hesi skipan.

Ad. § 34. Umráðandi er, at lógin verður sett í gildi frá fíggjarársbyrjan soleiðis, at arbeiðið kann fyrireikast í sambandi við løgtingsfíggjarlógina fyri 2002. 

Tær lógirnar, sum fara úr gildi, eru tílíkar, sum verða avloystar av hesi lóg.

Fylgiskjøl:

Skjal 1: Frágreiðing um ISBN og ISSN.
Skjal 2: Reglugerð um býtið av bókasavnsgjaldinum.
Skjal 3: Viðmerking frá Fróðskaparsetri Føroya.
Skjal 4: Viðmerking frá Føroya Kommunufelag.
Skjal 5: Notat frá Landsskjalasavninum.
Skjal 6: Viðmerking frá Klaksvíkar kommunu.
Skjal 7: Viðmerking frá Landsmiðstøðini fyri undirvísingartilfar
Skjal 8: Viðmerking frá fólkaskúladeildini.
Skjal 9: Viðmerking frá Ann Ellefsen, fakráðgeva í føroyskum.
Skjal 10: Viðmerking frá Skúlabókasavnsfelagnum.
Skjal 11: Viðmerking frá Mortan Hentze, bókavørði.

1. viðgerð 14. mars 2001. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 27. apríl 2001 legði fram soljóðandi

Álit 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars, og eftir 1. viðgerð tann 14. mars er málið beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 21. og 28 mars og 4., 9., 18., 23. og 26. apríl 2001 og hevur undir viðgerðini havt fund við løgmann, Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, umboð fyri Føroya Kommunufelag og Tórshavnar kommunu umboðandi Kommunusamskipan Føroya.

Nevndin er samd um, at tað er skilagott at nútímansgera lógarverkið um bókasavnsvirksemi og at savna alt, sum hevur við føroyska bókasavnslóggávu at gera, í eina løgtingslóg soleiðis, at økið kann vera lættari at umsita bæði fyrisitingarliga og fíggjarliga.

Uppskotið byggir á verandi kommunuskipan, og tað, sum serliga hevur verið funnist at í sambandi við hetta uppskotið, er, at kommunurnar ikki eru tiknar við upp á ráð, og ført hevur verið fram, at tað er løgið at koma við hesari lógini nú, meðan ein nevnd situr og arbeiðir við at gera uppskot til greiðari ábyrgdar- og uppgávubýti millum land og kommunur.

Mentanarnevndin hevur viðgjørt henda spurningin og er samd um, at rætt hevði verið at havt kommunurnar við, tá ið løgtingslógaruppskotið varð fyrireikað. Men samstundis er tað trupult at taka støðu til eitt nýtt uppgávubýti millum land og kommunur, so leingi tað ikki er staðfest við lóg. Løgtingslógin kemur tó ikki í gildi fyrr enn 1. januar 2002, og verða broytingar í viðurskiftunum millum land og kommunur á hesum økinum, so ber væl til at gera tær lógarbroytingarnar í bókasavnslógini einaferð í heyst. Løgmaður, sum fyrisitur kommunumál, hevur eisini boðað frá, at hann fer at taka spurningin upp saman við kommununum.

Undir viðgerðini hevur nevndin fingið viðmerkingar frá kommunudeildini á løgmansskrivstovuni og svar upp á viðmerkingarnar frá embætismonnum í Mentamálastýrinum. Semja er um, at hugtakið, virkisøki, sum verður nýtt í § 12, stk. 4, er eitt sindur ógreitt, og mælt verður til at nýta orðingina, kommununi/kommununum, alt eftir um talan er um eitt kommunalt ella felagskommunalt fólkabókasavn.

Í § 12, stk. 6, í uppskotinum stendur, at "Fólkabókasøvnini skulu seta á stovn deildir og veita bókabil- og aðra tænastu, har tørvur er á øktari bókasavnstænastu". Her verður mælt til at seta "kunnu" í staðin fyri "skulu".

Í § 16, stk. 1, stendur, at landið kann verða skipað í 7 meginbókasavnsdømi, men hildið verður, at rættast er ikki at læsa seg fæstan her, tá ið vit ikki vita, hvussu kommunubygnaðurin fer at síggja út í framtíðini, og skotið verður tí upp at skriva "7-9 meginbókasavnsdømi".

Í sambandi við "Skúlabókasøvn í vinnu- og miðnámsskúlum og í hægri undirvísingarstovnum" (kap. 7) heldur nevndin, at har, sum skúlar liggja tætt saman, og til ber at samstarva um felags bókasavn, eigur hetta at verða gjørt.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskoti landsstýrisins, men samsvarandi viðmerkingunum omanfyri setir nevndin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Í § 12, stk. 4, verður orðið "virkisøkinum" broytt til "kommununi/kommununum".
  2. Í § 12, stk. 6, verður orðið "skulu" broytt til "kunnu".
  3. Í § 16, stk. 1, verður "7" broytt til "7-9".
  4. Í § 20 verður sum nýtt stk. 4 sett: "Har, sum skúlar liggja tætt saman og til ber at samstarva um felags bókasavn, eigur hetta at verða gjørt".
  5. Í § 20 verður stk. 4 hereftir stk. 5.

2. viðgerð 30. apríl 2001. Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til §§ 12, 16 og 20 samtykt 28-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 2. mai 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 523-0039/2001
Ll.nr. 79 frá 08.05.2001