Gransking

 

102  Uppskot til  løgtingslóg um gransking

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. 3. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um gransking

Granskingargrunnurin

§ 1. Granskingargrunnurin er sjálvstøðugur stovnur, sum hevur til endamáls at stuðla gransking.
Stk. 2. Fyri at fáa studning úr granskingargrunninum krevst, at granskingin verður

  1. 1) framd av føroyskum granskarum ella
  2. 2) framd í samstarvi við føroyskar granskingarstovnar ella
  3. 3) mett at hava samfelagsligan týdning fyri Føroyar.

Stk. 3. Granskingargrunnurin skal vera virkin fyri, at granskingarførleikin mennist, eitt nú við at stuðla ph.d. lestri og øðrum vísindaligum útbúgvingum eftir kandidatstig. Eisini skal grunnurin stuðla granskingarætlanum, bæði tá tað snýr seg um grundgransking og endamálsgransking.
Stk. 4. Grunnurin skal skapa neyðugu fyritreytirnar fyri gransking og menning - bæði viðvíkjandi útvegan av tilfari, og tá tað snýr seg um at menna fysiska og tøkniliga umhvørvið.

§ 2. Landsstýrismanninum í granskingarmálum er heimilað í fíggjarárunum 2001 til og við 2011 at veita grunninum stuðul, sum tilskilað í stk. 2.
Stk. 2. Stuðulin er fíggjarárið 2001 6,5 mió. kr. Fíggjarárið 2002 er stuðulin 10,5 mió. og hækkar hvørt ár við minst 10% av stuðlinum undanfarna árið umframt árliga vøksturin í prístalinum. Fíggjarárið 2003 verða latnar eyka 3 mió. kr. Henda upphædd verður tald við í frammanfyri nevndu regulering.
Stk. 3. Grunnurin kann taka móti stuðli frá øðrum. Tílíkur stuðul má ikki vera markaður til ávíst endamál ella ávirka yvirskipaðu granskingarætlanirnar.

Granskingarráðið

§ 3. Grunnurin verður stjórnaður av einum granskingarráði við 7 limum, sum verða tilnevndir fyri 3 ár í senn og kunnu ikki sita í ráðnum longur enn 2 skeið í senn. Landstýrismenninir í ávikavist heilsumálum, vinnumálum, fiskimálum og granskingarmálum tilnevna hvør sín lim, meðan Føroya Arbeiðsgevarafelag tilnevnir 2 limir. Herumframt tilnevnir landsstýrismaðurin í granskingarmálum ein lim, sum eisini er formaður ráðsins.
Stk. 2. Ráðslimirnir skulu hava skil fyri strategiska týdninginum, sum gransking hevur fyri samfelagið, ella hava granskingarførleika.
Stk. 3. Ráðið skal velja ein næstforman.

§ 4. Granskingarráðið ásetir vanligu mannagongdirnar hjá stovninum og skal gera eina starvsskipan, sum landsstýrismaðurin í granskingarmálum skal góðkenna.

§ 5. Granskingarráðið hevur ovastu leiðsluna yvir grunninum og yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini um virksemi grunnsins verða fylgdar, og at grunnurin virkar samsvarandi endamálinum.
Stk. 2. Granskingarráðið eigur at ráðgeva landsstýrinum og vinnulívinum í granskingarpolitiskum spurningum.
Stk. 3. Granskingarráðið skal leiðbeina og ráðgeva granskarum í granskingarspurningum.
Stk. 4. Granskingarráðið umsitir granskingargrunnin og tekur endaliga støðu til, hvørjar umsóknir verða stuðlaðar.
Stk. 5. Granskingarráðið eigur innan 1. juni á hvørjum ári at hava fund við landsstýrismannin í granskingarmálum millum annað um, hvørji granskingarøki eiga at verða raðfest fyri ávís tíðarskeið.

§ 6. Umframt ásetingarnar í § 5 skal Granskingarráðið:

  1. fylgja við menningini innan føroyska og millumtjóða gransking - og gera kanningar og uppskot undan politiskari støðutakan,
  2. ráðgeva í sambandi við fyrireiking og skipan av granskingarlóggávu,
  3. ráðgeva í spurningum um, hvussu granskingin kann gerast gagnlig fyri samfelagið - bæði á almenna og privata økinum,
  4. taka stig til uppskot um loysn av aktuellum granskingarpolitiskum spurningum og evnum,
  5. ráðgeva í sambandi við gagnnýtslu av granskingarúrslitum og útbúgving av granskarum.

§ 7. Limirnir í Granskingarráðnum og fakligu nevndunum og serkønu ráðgevararnir sambært § 16 fáa samsýning eftir reglum, sum landsstýrismaðurin í granskingarmálum ásetir.

§ 8. Granskingarráðið setir og loysir úr starvi stjóra, ið hevur ábyrgdina mótvegis Granskingarráðnum fyri, at virksemi grunsins verður rikið sambært galdandi reglum.

§ 9. Stjórin skal í samstarvi við Granskingarráðið umsita grunnin innan fíggjarligu karmarnar og í samsvari við endamál grunsins.
Stk. 2. Granskingarráðið ger starvsskipan fyri stjóran.
Stk. 3. Stjórin ger uppskot um fíggjarætlan fyri grunnin fyri komandi fíggjarár at fyrileggja ráðnum til góðkenningar.
Stk. 4. Stjórin ger roknskap, sum skal góðkennast av ráðnum, og stjórin hevur ábyrgdina av, at fíggjarætlanin verður hildin.
Stk. 5. Stjórin ger ársfrágreiðing um virksemi grunnsins.
Stk. 6. Stjórin kann seta neyðug hjálparfólk.

§ 10. Lønar-, setanar- og pensjónsviðurskifti hjá starvsfólkunum hjá Granskingarráðnum skulu fylgja teimum reglum, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ásetir.

§ 11. Útreiðslur eftir § 7 og til fyrisiting grunnsins sambært §§ 8 og 9 verða bornar av landskassanum.

Granskingarstuðul

§ 12. Granskingargrunnurin veitir fíggjarligan stuðul til granskingarverkætlanir, sum lúka treytirnar í § 1, stk. 2.
Stk. 2. Stuðul verður veittur til granskingarverkætlanir, sum fevna um vinnumenning og vinnugransking.
Stk. 3. Granskingarráðið kann í serstøkum føri veita stuðul til aðrar ætlanir.

§ 13. Granskingarráðið skal tryggja, at stuðulin verður hóskandi býttur í millum høvuðsøkini innan gransking.
Stk. 2. Stýrið skal við atliti til ásetingina í stk. 1 hvørt ár kunngera til hvørji granskingarøki, stuðul verður veittur.

§ 14. Granskingarráðið skal kunna almenningin um møguleikan at søkja um granskingarstuðul úr granskingargrunninum og skal seta eina freist at lata inn umsóknir.
Stk. 2. Tá serligar umstøður gera seg galdandi, er møguligt at veita stuðul, hóast umsóknin ikki er innkomin í sambandi við, at lýst hevur verið eftir umsóknum um stuðul.
Stk. 3. Granskingarráðið ger endaliga av, hvør kann fáa granskingarstuðul.
Stk. 4. Granskingarráðið hevur eftirlit við, at stuðulin verður nýttur til ætlað endamál.

Viðgerð av umsóknum um granskingarstuðul

§ 15. Umsóknir um stuðul úr Granskingargrunninum skulu nágreiniliga lýsa ta verkætlan, sum stuðulin heilt ella partvís skal fíggja. Eisini skulu umsóknirnar gjølla lýsa fakliga og vísindaliga førleika umsøkjarans. Neyðugar upplýsingar hesum viðvíkjandi skulu skrivast á umsóknarblað grunnsins. Umsøkjari skal skjalprógva sín fakliga førleika, fíggjartørv og aðrar viðkomandi upplýsingar, sum eru neyðugar fyri málsviðgerðina í grunninum.

§ 16. Granskingarráðið skal senda umsóknir um stuðul til serkønar ráðgevarar innan viðkomandi granskingarøki, sum gera ummæli til ráðið, um tað granskingarliga innihaldið í umsóknini er í lagi.
Stk. 2. Granskingarráðið kann seta fakligar nevndir av fólki við granskingarførleika.

Roknskapur

§ 17. Í roknskaparviðurskiftum eru reglur um almenna roknskaparhaldið galdandi.
Stk. 2. Roknskaparárið er álmanakkaárið.
Stk. 3. Ársúrslitið verður flutt til næsta roknskaparár.
Stk. 4. Roknskapurin verður grannskoðaður av løggildum grannskoðara, sum Granskingarráðið velur fyri 1 ár í senn.

§ 18. Grannskoðaður roknskapur og grannskoðarafrágreiðing fyri grunnin skulu fyri 1. juni á hvørjum ári sendast landsstýrismanninum í granskingarmálum til góðkenningar.

Gildiskoma

§ 19. Henda lóg fær gildi 1. august 2001. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 56 frá 20. mai 1996 um granskingarráð, sum broytt við løgtingslóg nr. 22 frá 21. apríl 1999.
Stk. 2. Tann peningur, sum er eftir á konto 7.23.6.19 á fíggjarløgtingslógini fyri ár 2001 gildiskomudagin, verður fluttur til granskingargrunnin.
Stk. 3. Fyrsta skeiðið hjá granskoðaranum er frá 1. august 2001 og roknskaparárið 2002.

Almennar viðmerkingar.

Í 1996 samtykti Løgtingið løgtingslóg um granskingarráð, sum varð sett í gildi sum løgtingslóg nr. 56 frá 20. mai 1996. Granskingarráðið hevur virkað í skjótt fimm ár, og við støði í teimum royndum, sum eru gjørdar, leggur landsstýrismaðurin í mentamálum lógaruppskot fyri tingið, har størri broytingar verða gjørdar, fyri at fremja neyðugar tillagingar.

Bakstøði
Granskingarráð Føroya er sjálvstøðugt ráð undir Mentamálastýrinum, sum millum annað skal ráðgeva landsstýri og Løgtingi í granskingarpolitiskum spurningum, fylgja við menningini innan føroyska og millumtjóða gransking, ráðgeva í spurningum um, hvussu granskingin kann gerast gagnlig fyri samfelagið - bæði á almenna og privata økinum - viðgera umsóknir um granskingarstuðul og geva landsstýrinum tilmæli um, hvørjum granskingarstuðul eigur at verða latin av tí peningi, ið settur er av til endamálið á løgtingsfíggjarlógini (konto 7.23.6.19 Granskingarætlanir).

Skal ein stutt niðurstøða verða gjørd um virksemið hjá Granskingarráði Føroya, kann tað sigast, at politisku myndugleikarnir ikki hava nýtt granskingarráðið til annað, enn at viðgera og tilmæla tann granskingarstuðul, sum landsstýrismaðurin í granskingarmálum hevur sett av á § 7 í árligu løgtingsfíggjarlógunum. Hinir landsstýrismenninir hava ikki gjørt nýtslu av granskingarráðnum, hóast heimildir annars eru fyri hesum í lógarásettu uppgávum ráðsins.

Higartil hevur ikki eydnast at fingið gongd á gransking, har vinnan hevur ein virknan lut. Hetta er millum annað orsakað av, at neyðugir karmar ikki hava verið til staðar.

Tá ið tað kemur til at játta pening til granskingarætlanir, hevur vøksturin í upphæddunum í 1999 og í 2000 verið meira ella minni politiskt markaður. Hetta skerjir virkismøguleikar ráðsins, og er í sjálvum sær ein avmarking av einum av høvuðsendamálunum við, at ráðið í síni tíð varð sett á stovn.

Eisini hevur hetta ført við sær, at Granskingarráð Føroya hevur verið misnøgt við teir karmar, sum tað hevur fingið at arbeiða undir.

Samanumtikið kann sigast, at Granskingarráð Føroya ikki hevur fingið ta undirtøku frá myndugleikanna síðu, sum annars var ætlað. Møguliga orsakað av hesum hevur Granskingarráð Føroya heldur ikki til fulnar megnað at loysa tær uppgávur, tað sjálvt skuldi taka stig til.

Uppskotið til viðgerðar
Í sambandi við at álitið "Føroyskur Førleiki", sum Útbúgvingarpolitikknevndin orðaði í 1999, varð lagt fyri tingið til aðalorðaskifti í november 1999, varð staðfest, at høvuðsmálið fyri føroyskum granskingarpolitikki í fyrsta lagi er at skapa eitt haldgott vitanarstøði í samfelagnum at nýta sum grundarlag fyri skilagóðum avgerðum, sum tryggja menning og varandi loysnir soleiðis, at mest fæst burtur úr Føroya ríkasta og longst varandi tilfeingi: viti og áræði fólksins.

Fyritreytirnar fyri at skapa eitt mennandi granskingarumhvørvi í Føroyum eru: 1) at peningur verður játtaður, 2) at játtanin er trygg, 3) at fysisku og tøkniligu umstøðurnar eru í lagi og 4) at fakligt umhvørvi er tilstaðar.

Við hesum uppskotinum er ætlanin at uppfylla tríggjar av teimum fýra fyritreytunum:

ad 1) Ætlanin er at hækka játtanina til granskingarætlanir soleiðis, at neyðugur peningur verður tøkur at fremja tær ætlanir, sum kunnu verða við til, at gongd kemur á granskingina í Føroyum, bæði tá talan er um grundgransking og endamálsgransking.

ad 2) Við at seta á stovn ein granskingargrunn er ætlanin, at peningurin verður so mikið tryggur, at verkætlanir, sum fara í gongd, kunnu fremjast í verki og eisini soleiðis, at teir granskarar, sum eru í landinum, og sum vónandi koma heim til Føroya at granska, fáa neyðugar tryggar karmar at virka undir.

ad 3) Samstundis er endamálið hjá Granskingargrunninum so mikið breitt, at tað verður møguligt at byggja upp karmarnar og fysisku umstøðurnar soleiðis, at gransking kann verða framd.

ad 4) Hesir tríggir faktorarnir skulu viðvirka til, at tað sum frálíður verður uppbygt eitt fakligt umhvørvi, sum er neyðugt, skal granskingin mennast, og granskarar trívast her á landi.

Mentamálastýrið hevur saman við Fiskimálastýrinum, Almanna- og Heilsumálastýrinum og Vinnumálastýrinum gjørt uppskot um, hvussu hesar fyritreytir kunnu skapast.

Endamál
Endamálið við Granskingarráðnum er við hesum uppskotinum broytt til at ráðgeva landsstýri, Løgtingi og vinnulívi um, hvørjar granskingarætlanir og íløgur eiga at verða gjørdar.

Harumframt fer Granskingargrunnurin sambært uppskotinum at umsita stuðulin til gransking, sum er á § 7. Granskingargrunnurin fer at hava ábyrgdina av at lýsa við stuðulsmøguleikum, viðgera innkomnar umsóknir og gera av, hvør kann fáa granskingarstuðul. Granskingarráðið skal eisini leiðbeina og ráðgeva granskarum í granskingarspurningum. Harumframt skal grunnurin hava eftirlit við, at stuðulin verður nýttur til ætlað endamál.

Við hesum verður verandi Granskingarráð umskipað, tí í dag hevur Granskingarráðið sambært § 2, bert til uppgávu "at viðgera umsóknir um granskingarstuðul og at geva landsstýrinum tilmæli til, hvørjum eigur at verða latin granskingarstuðul av tí peningi, ið settur er av til endamálið á løgtingsfíggjarlógini."

Avgerðarrætturin granskingarstuðlinum viðvíkjandi verður við hesum fluttur til Granskingarráðið.

Bygnaður
Granskingargrunnurin verður sambært nýggju løgtingslógini skipaður við einum granskingarráð við 7 limum. Landsstýrimennirnir í ávikavist heilsumálum, vinnumálum, fiskivinnumálum og granskingarmálum tilnevna hvør sín lim til ráðið fyri grunnin, meðan Føroya Arbeiðsgevarafelag velur 2 umboð til ráðið. Afturat hesum tilnevnir landsstýrismaðurin í granskingarmálum formannin. Ráðslimirnir í grunninum eiga at hava gott skil á strategiska týdninginum, sum granskingin hevur fyri samfelagið, men tað er ikki neyðugt, at ráðslimirnir sjálvir eru granskarar, hóast teir væl kunnu vera tað.

Ráðið eigur at senda umsóknir um stuðul til granskingarverkætlanir og ph.d. lestur til serkønar ráðgevarar innan viðkomandi granskingarøki, sum ger ummæli til ráðið, um tað granskingarliga innihaldið í umsóknini er í lagi.

Granskingarráðið tekur endaliga støðu til, hvørjar ætlanir verða stuðlaðar.

Ráðið eigur at tryggja, at fíggjarliga býtið millum høvuðsøkini innan gransking er hóskandi og so skilagott sum gjørligt.

Høvuðsøkini kunnu væntast at verða hesi:

Størri krøv verða sett í sambandi við umsitingina av játtanini til granskingarstuðul, av tí at tað nú verður grunnurin sjálvur, ið umsitur játtanina á § 7. Samstundis fara krøvini til vegleiðing og eftirlit at økjast. Tað er tí neyðugt at seta ein stjóra við ábyrgd mótvegis ráði grunsins, at hava ábyrgdina av, at játtanin til grunnin verður umsitin eftir galdandi reglum. Afturat stjóranum verður neyðugt við einum skrivstovufólki.

Stjórin í Granskingarráðnum verður eisini settur við ábyrgd fyri at útinna tær yvirskipaðu ætlanir, sum ráðið fyri Granskingargrunnin samtykkir. Við støði í egnum metingum og í ummælum frá serkønum ráðgevum leggur stjórin fyri ráðið til góðkenningar uppskot um játtanir til ph.d. lestur og til granskingarverkætlanir. Stjórin hevur samstundis ábyrgdina av eftirlitinum við játtaða studninginum.

Somuleiðis skal stjórin vera samskipari av teimum fakligu og strategisku sjónarmiðunum hjá ráðnum, sum skulu miða í móti strategi, ráðlegging og samskipan, sum eru partar av einum savnaðum granskingarpolitikki. Hesin granskingarpolitikkur skal góðkennast av landsstýrismanninum í granskingarmálum, og Granskingarráðið skal virka samsvarandi hesum. Granskingarráðið kann gera av, um stjórin skal verða fastsettur ella áramálssettur.

Fíggjarligar avleiðingar
Tær fíggarligu avleiðingarnar av hesum uppskoti verða í 2001, at neyðugt verður at útvega 6,5 mió. kr. til granskingarverkætlanir (serliga til vinnugransking) - afturat teimum 3,1 mió. kr., sum eru játtaðar á fíggjarløgtingslógini í ár. Harumframt er ætlanin at hækka játtanina við 10% um árið næstu 10 árini, fyrstu ferð í 2002. Í 2003 eiga 3 mió. kr. at verða settar av til tólbúnað o.a., ið er neyðugur til tess at menna gransking og granskingarumhvørvi.

Umframt hetta fara útreiðslurnar til umsitingina av granskingarstuðlinum at økjast í sambandi við, at umsitingin av játtanini við hesum verður løgd til grunnin at umsita. Samstundis verða størri krøv sett til umsitingina av játtanini viðvíkjandi útgjaldi og eftirliti. Grunnurin fer eisini at vegleiða og ráðgeva granskarum í granskingarspurningum, eitt nú tá søkjast skal um stuðul. Tað verður tí neyðugt at seta ein stjóra, sum hevur ábyrgdina av, at játtanin til grunnin verður umsitin eftir galdandi reglum. Afturat stjóranum verður neyðugt við einum skrivstovufólki. Harumframt koma fundarsamsýningarútreiðslur til teir 7 ráðslimirnar, umframt útreiðslur í sambandi við, at serkønir ráðgevar gera ummæli av umsóknunum. Afturat hesum koma útreiðslur til skrivstovuhald, leigu o.l. Mettar meirútreiðslur eru uml. 1 mió. kr.

Tilsamans verður sostatt ein meirkostnaður fyri 2001 upp á 7,5 mió. kr. Upphæddin er ikki sett av á fíggjarløgtingslógini fyri 2001.

Hoyring
Ein fylgibólkur við umboðum úr Vinnumálastýrinum, Almanna- og Heilsumálastýrinum og Fiskimálastýrinum hevur verið Mentamálastýrinum til hjálpar at fyrireika uppskotið um granskingarráð/grunn.

Uppskotið er sent til hoyringar hjá niðanfyri nevndu stovnum:

Fiskimálastýrinum, Vinnumálastýrinumð, Almanna- og Heilsumálastýrinum, Vinnuhúsinum, Fróðskaparsetrinum, Náttúruvísindadeildini, Náttúrugripasavninum, Fornminnissavninum, Landsskjalasavninum, Landsbókasavninum, Heilsufrøðiligua Starvsstovuni, Fiskirannsóknarstovuni, p/f Fiskaaling, Menningarstovuni, formanninum í Granskingarráðnum, p/f Føroya Fiskavirking, Hagstovuni, Føroyamálsdeildini, Søgu- og Samfelagsdeildini, Granskingarverkætlanini fyri økismenning.

Flestu av hesum stovnum sendu umboð á fund í Mentamálastýrinum í januar 2001, har uppskotið varð gjølla viðgjørt, og viðmerkingar settar fram.

Uppskotið fekk góða móttøku á fundinum, og viðgerðin var sera positiv. Høvuðsevnini til umrøðu vóru: Fyritreytirnar fyri góðari gransking, menning av granskingarførleikanum, menning av grund-, endamáls- og vinnugransking, uppgávur granskingargrunsins, fíggjarliga grundarlag granskingargrunsins, bygnaðurin í politiskt óheftum granskingargrunni - og virkisøkið hjá grunninum. Stórur dentur var lagdur á at lýsa tørvin á vinnugransking og týdning hennara fyri at menna Føroyar sum nútíðarsamfelag. Nógv var gjørt við nágreiniliga at lýsa fíggjarliga grundarlag og fíggjarligu trygd grunsins, fyri at hetta tiltak veruliga kann elva til framburð fyri føroyska gransking. Í hesum sambandi var eisini stórur dentur lagdur á førleikakrøv og samanseting av limum grunsins/ráðsins. Bygnaður og í hesum sambandi viðurskiftini millum ráð og grunn vóru væl lýst - og eisini viðurskiftini millum Granskingarráðið/-grunnin og politisku myndugleikarnar - í hesum sambandi serliga landsstýrismannin í granskingarmálum.

Luttakararnir viðgjørdu eisini javnvágina millum ymisku granskingarøkini og menningina av ymisku granskingarøkjunum. Her fekk vinnugranskingin serliga umrøðu - og týdningurin av, at vinnan fær øktan lut í føroyskari gransking. Annars er at siga, at fíggjarlig viðurskifti, bygnaður, treytir fyri stuðli, fígging og fíggjarviðurskifti o.a. eru best lýst í sjálvum uppskotinum (sí omanfyri).

Í viðgerðini av lógaruppskotinum hevur Mentamálastýrið í tann mun, tað letur seg gera, tikið við tey sjónarmið og tær viðmerkingar, sum førd vóru fram á omanfyrinevnda fundi í januar 2001.

Samanfatan av avleiðingum

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar
ja nei nei nei ja
Umsitingarligar
avleiðingar
ja nei nei nei ja
Umhvørvisligar
avleiðingar
nei nei nei nei nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur nei nei nei nei nei
Sosialar
avleiðingar

 

nei nei nei nei nei

Viðmerkingar til einstøku greinarnar
Ad. § 1 Royndir vísa, at Granskingarráðið, ið sett er á stovn í 1996, hevur ov lítið av peningi at arbeiða við. Í ávísum førum hevur hesin peningur verið politiskt markaður. Hetta hevur avmarkað virksemi ráðsins, bæði tá talan hevur verið um ráðgeving og planlegging. Nú verður roynt at skipa fyri granskingargrunni, sum skal hava realistiska peninganøgd at arbeiða við, so veruliga ber til at tala um menning av granskingini. Tá sagt verður, at grunnurin er sjálvstøðugur stovnur, er ætlanin, at hann í virksemi sínum skal vera óheftur av politiska myndugleikanum.

Viðvíkjandi § 1, stk. 2: Ásetingin í hesi grein merkir, at stuðul kann veitast til føroyskar granskarar, sjálvt um teirra gransking fer fram í øðrum londum, at útlendskir granskarar kunnu fáa stuðul, um teir granska við føroyskan granskingarstovn. Afturat hesum kann stuðul veitast til føroyingar ella útlendingar, sum granska í útlondum, um henda gransking hevur samfelagsligan týdning fyri Føroyar.

Viðvíkjandi § 1, stk. 3 og 4: Her eru nakrar týðandi uppgávur lýstar. Tá tað snýr seg um at menna granskingarførleikan, er tað ein gongd leið at stuðla ph.d.- og øðrum lestri eftir kandidatstigi. Á henda hátt fáa granskarar fakligan førleika. At stuðla granskingarætlanum, bæði tá tað snýr seg um grundgransking og endamálsgransking, hevur við miðvísan granskingarpolitikk at gera, sum er neyðugur fyri menning av einum nútíðarsamfelagi. Nøktandi fysiskt og tøkniligt umhvørvi eru millum fortreytirnar fyri, at tíðarhóskandi granskingarpolitikkur kann verða ítøkiliggjørdur.

Viðvíkjandi § 2: Við hesi áseting er løgd ein fíggjarlig ætlan fyri grunnin fyri nevndu árini. Hetta verður mett neyðugt, fyri at grunnurin kann leggja langtíðarætlanir. Upphæddirnar, sum talan verður um, skulu tí takast við í fíggjarløgtingslógini, so leingi henda áseting er í gildi. Í seinasta lagi í 2011 er ætlanin, at fíggjarliga tilfeingið verður tikið upp til nýggja viðgerð. Ætlanin er, at samlaða játtanin til granskingarætlanir í 2001 skal vera 9,6 mió. kr. Á konto 7.23.6.19 er fyri 2001 játtað 3,18 mió. kr. Sostatt krevst ein eykajáttan til hetta endamál upp á 6,42 mió. kr. rundað til 6,5 mió. kr. og soleiðis, at henda játtan fer til granskingargrunnin og soleiðis, at tað, sum 1. august 2001 er óbrúkt av konto 7.23.6.19, verður flutt til grunnin. Hetta seinna er ásett í § 19, stk. 2.

Viðvíkjandi § 2, stk. 3: Ásetingin her er gjørd fyri at tryggja granskingargrunninum at kunna fáa pening uttanífrá, uttan at hetta ávirkar árligu veitingarnar á fíggjarlógini - eisini út frá tí sjónarmiði, at skulu føroyingar rokna við norðurlendskum og øðrum útlendskum peningastuðuli, er neyðugt við miðvísum og realistiskum føroyskum granskingarpolitikki, hvat fíggjarligum tilfeingi viðvíkur.

Viðvíkjandi § 3: Her er talan um at leggja til eitt ráð at taka endaligar fyrisitingarligar avgerðir. Til hetta er heimild í § 35 í stýrisskipanarlógini. Hetta verður gjørt fyri at gera virksemið hjá grunninum og ráðnum óheft av politiska myndugleikanum.

Ætlanin her er at geva granskingargrunninum ávísa breidd, so at hann verður nýttur av fleiri aðalstýrum og vinnuni. Tað er av stórum týdningi at fáa vinnuna við í hetta tiltak og at skipa fyri miðvísari og virknari vinnugransking - sum lut í samfelagsligu menningini sum heild. Dentur er lagdur á at manna ráð grunsins við serkønum fólki, sum umboða breitt innlit í granskingarmál - og tey serligu viðurskifti, sum gera seg galdandi á hesum øki.

Viðvíkjandi § 4: Neyvari reglur viðvíkjandi ráðnum t.d. fundarvirksemi, atkvøðureglum, viðgerð av fíggjarætlan, roknskapi, verða ikki ásettar í lógini. Hesar reglur skal ráðið sjálvt gera tó so, at landsstýrismaðurin skal góðkenna tær.

Viðvíkjandi § 5: Ásetingin tryggjar ráðnum veruliga fyrisitingarliga og ráðleggingarliga leiðslu av grunninum við neyvari umsjón við, at grunnurin verður rikin sambært lógum og ásetingum og samstundis tryggjar eftirlit við fíggjarviðurskiftum og rakstri grunsins sum heild.

Viðvíkjandi § 5, stk. 2: Hetta er sera týðandi partur av uppgávuøki ráðsins. Hesin møguleiki ráðsins eigur at verða nógv meira nýttur í komandi tíðum, enn gjørt hevur verið higartil. Við hesi áseting er millum annað ásannaður tann mikli týdningur, sum menning av granskingini og miðvísur granskingarpolitikkur, har eisini vinnan hevur virknan lut, hevur fyri samfelagsmenningina í breiðum høpi. Í stk. 2 kemur tann beinleiðis granskingarpolitiski myndugleikin inn í sambandi við áseting av yvirskipaðum granskingarmálum, raðfesting av økjum og tíðarhorisont fyri granskingarpolitiskum íløgum.

Viðvíkjandi § 5, stk. 3: Hesin partur av uppgávum granskingarráðsins snýr seg bæði um ítøkiligar fakligar granskingarspurningar, stuðuls- og samstarvsmøguleikar og annað, sum hevur týdning fyri einstaka granskaran í granskingargongdini og til menningar av verkætlan hansara v.m.

Viðvíkjandi § 5, stk. 4: Granskingarráðið skal óavmarkað umsita allan stuðulin, sum er fallin grunninum í lut. Hetta snýr seg um bæði føroyskan stuðul, ið latin er á fíggjarlógini, og møguligan annan stuðul. Samansetingin av ráðslimunum tryggjar professionella viðgerð av innkomnum umsóknum. Ásetingin í stk. 2 avmarkar kærumøguleikarnar.

Viðvíkjandi § 5, stk. 5: Sjálvt um grunnurin skal vera ein sjálvstøðugur stovnur, og Granskingarráðið hevur ta yvirskipaðu leiðsluna, er ætlanin, at politisku sjónarmiðini hjá landsstýrismanninum skulu verða hoyrd.

Viðvíkjandi § 6: Ásetingarnar í hesi grein svara til ásetingar í galdandi lóg um granskingarráð.

Viðvíkjandi § 7: Roknað verður við, at neyðugt verður at samsýna limunum og serkønu ráðgevunum við rímiligum upphæddum, sum landsstýrismaðurin má áseta.

Viðvíkjandi § 8: Stjórin hevur um hendi dagligu leiðsluna av granskingargrunninum sambært galdandi reglum. Stjórin stendur í hesum sambandi stýrinum til svars fyri leiðslu og onnur fyrisitingarlig viðurskifti.

Viðvíkjandi § 9: Her eru lýstar vanligar uppgávur og dagligar leiðslufunksjónir hjá stjóra, ið hevur um hendi fyrisiting av stovni og fæi stovnsins - við ábyrgd mótvegis yvirskipaðum ráði.

Viðvíkjandi § 10: Sjálvt um talan er um ein sjálvstøðugan grunn, eiga lønir at verða ásettar, so tær í størst møguligan mun samsvara við almenna lønarlagið annars.

Viðvíkjandi § 11: Her verður ásett, et tað er ikki grunnurin, sum skal bera vanligu rakstrarútreiðslurnar. Á henda hátt hevur politiski myndugleikin ávirkan á henda kostnað við tað, at serlig játtan krevst á fíggjarløgtingslógini til hetta.

Viðvíkjandi § 12: Sí viðmerking til § 1, stk. 2:

Viðvíkjandi § 13, stk. 1: Ásetingin í hesi grein er gjørd út frá yvirskipaðum granskingarpolitiskum sjónarmiði, og ætlanin er, at her skal tryggjast, at øll tey høvuðsøki, sum nevnd eru aðrastaðni í lógini, í høvuðsheitum kunnu vera javntstillað, tá stuðul skal býtast teirra millum.

Viðvíkjandi § 14: Ásetingin snýr seg um almennar upplýsingar og kunning um stuðulsmøguleikar og freistir.

Viðvíkjandi § 14, stk. 2: Hetta undantak frá meginregluni kann í ávísum førum vera neyðugt - eitt nú tá tað snýr seg um umsøkjara, har eitt nú fjarstøða hevur forðað viðkomandi í at lata inn rættstundis umsókn, sum annars verður mett at vera av stórum granskingarligum týdningi.

Viðvíkjandi § 14, stk. 3: Her eru nakrar av ítøkiligu høvuðsfunksjónunum hjá ráðnum lýstar. Viðgerð av umsóknum og støðutakan til býti av granskingarstuðli krevur tann førleika og tað innlit, sum nevnt er í § 3, stk. 2. Støðutakanir til m.a. stuðulsumsóknir kunnu ikki kærast til hægri myndugleika. Eftirlitsfunksjónin hevur samband við yvirskipaðu uppgávur ráðsins at gera.

Viðvíkjandi § 15: Nágreinilig umsóknarbløð, sum Grunnurin tilevnar, eru saman við øðrum viðkomandi og skjalprógvaðum upplýsingum grundarlag undir málsviðgerð grunsins. Grunnurin ger nærri reglur og krøv hesum viðvíkjandi. Teksturin í umsóknarbløðum grunsins skal vera greitt uppsettur og innihalda allar upplýsingar, sum eru neyðugar fyri málsviðgerðina.

Viðvíkjandi § 16: Innan ymisku granskingarøkini eru serkønir ráðgevarar, sum enn meira - í ítøkiligum høpi - styrkir tann førleika, sum er ein fortreyt í § 16, og sum er ásettur í § 3, stk. 2. Við tað, at tað ikki er eitt krav til limirnar í Granskingarráðnum, at teir hava granskingarførleika, eigur ein møguleiki vera at seta ad hoc fakligar nevndir fyri ávís granskingarøki.

Viðvíkjandi § 17: Tað, sum serliga er ásett her, er, at um peningur er eftir í grunninum við árslok, verður hann fluttur til næsta ár. Hetta er ein fylgja av, at tað í § 2 er ásett, hvussu nógv grunnurin skal hava hvørt ár og eisini, at grunnurin kann taka í  móti øðrum stuðli. Tað kann eisini henda, at tað eitt ár ikki eru so nógvar umsóknir, sum verða játtaðar. Hetta avlop skal kunna nýtast til játtan komandi ár. Viðvíkjandi grannskoðaranum er tað rættast at áseta, fyri hvussu langt tíðarskeið hann verður tilnevndur.

Viðvíkjandi § 18: Burtursæð frá, at landsstýrismaðurin skal góðkenna fíggjarligu fyrisitingina av grunninum, hevur hetta eisini týdning í sambandi við viðgerð av játtanini fyri næsta fíggjarár.

Viðvíkjandi § 19: Ásetingin í stk. 2 skal haldast saman við ásetingini í § 2, stk. 2. Ætlanin er, at tað, sum er eftir av játtanini tann 1. august, tvs. tað, sum er óbrúkt, skal flytast til grunnin. Sí eisini viðmerking til § 2. Tá grunnurin verður stovnaður mitt í einum roknskaparári, er rættast, at sami grannskoðari í hvussu so er virkar fyri restina av roknskaparárinum og eisini tað næsta roknskaparárið. 

1. viðgerð 15. mars 2001. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 2. mai 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t  

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 15. mars 2001 er málið beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 21. mars og 4., 9., 18., 23. og 26. apríl og 2. mai 2001, og hevur undir viðgerðini havt fund við landsstýrismenninar Sámal Petur í Grund, Eyðun Elttør, Bjarna Djurholm, Jørgen Niclasen, Tórbjørn Jacobsen og Karsten Hansen. Eisini hevur nevndin havt fund við fomannin í Granskingarráðnum.

Nevndin heldur ikki, at uppskotið § 2, stk. 1 og 2, er samsvarandi grundtankanum í stýrisskipanarlógini § 42, sum ásetir, at eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður. Hvat verður játtað úr landskassanum verður ásett í árligu fíggjarlógunum og ikki við vanligum løgtingslógum fyri nógv ár frameftir. Sjónarmiðið, at ávís øki eru so týdningarmikil, at játtast má nógv ár fram í tíðina, er eftir nevndarinnar áskoðan ikki haldbart. Hetta fer bert at føra við sær, at fleiri og fleiri samfelagsøki verða fíggjarregulerað við vanligari løgtingslóg fleiri ár fram í tíðina, og hægri fyriskipaða fíggjarstýringin av landinum verður tí ógreið. Nevndin mælir tí til, at játtanin til granskingargrunnin verður ásett á hvørjari einstakari løgtingsfíggjarlóg eftir viljanum hjá tí løgtingi, sum tá situr.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Jógvan á Lakjuni, Annita á Fríðriksmørk, Jóanis Nielsen og Finnur Helmsdal) hevur hesar viðmerkingar:

Av tí at orðingin í § 2 viðv. játtan til grunnin er tikin úr uppskotinum, vil meirilutin vísa á, at lagna og framtíð grunsins er neyvt bundin at játtanini. Skal grunninum verða lív lagað, og skal hann virka sambært endamálinum, meitir meirilutin tað vera neyðugt, at hann fær nøktandi játtanir komandi árini.

Broytingin til § 12, stk. 2, er gjørd eftir áheitan frá landsstýrismanninum fyri at gera tekstin greiðari.

Meirilutin tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins við hesum

b r o y t i n g a r u p p s k o t i

  1. § 2, stk. 1, verður orðað soleiðis: "Granskingargrunnurin fær árliga játtan á løgtingsfíggjarlógini."
  2. § 2, stk. 2, verður strikað. Stk. 3 verður stk. 2.
  3. Í § 12, stk. 2, verða orðini "verður veittur" broytt til "verður eisini veittur"

Minnilutin (Katrin Dahl Jakobsen, Heðin Mortensen og Jenis av Rana) mælir frá at samtykkja uppskotið, við hesum viðmerkingum.

Minnilutin er av teirri áskoðan, at rætt er at fáa gongd á, samskipa og alment stuðla gransking.

Samanborið við onnur Norðurlond eru Føroyar á økjum bara ávegis, tá tað snýr seg um gransking, tó kunnu vit á øðrum økjum gera okkum galdandi á jøvnum føti.

Tó metir minnilutin, at fyriliggjandi uppskot hevur týðandi veikleikar, bæði innihaldsliga og tá tað snýr seg um mannagongdir, veikleikar, sum gera, at minnilutin ikki tekur undir við tí og mælir Løgtinginum til at fella tað.

Minnilutin tekur undir við teirri atfinning, sum Fígjarmálastýrið førir fram, m.a. at uppskotið ikki hevur verið til ummælis í Fígjarmálastýrinum, áðrenn málið varð lagt fyri tingið, og at almennir grunnar ella aðrir sjálvsognarstovnar verða stovnaðir, áðrenn full greiða er fingin á, hvussu tilknýtið skal vera til fíggjarlóg og landsroknskap.

Grunnurin byggir á, at ein árlig játtan verður bundin á fígjarlógini fleiri ár frameftir. Hetta stríðir beinleiðis móti § 42 í stýrisskipanarlógini, sum ásetir, at eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni á fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg. Árliga fíggjarlógin skal jú samtykkjast í Løgtinginum á hvørjum ári, øll sum hon er. Minnilutin tekur somuleiðis undir við viðmerkingum Fíggjarmálastýrsins um, at eitt ávíst rák er við at stinga seg uppaftur, har politikarar vilja stovna grunnar fyri at sleppa uttan um fíggjarlógina, og minnilutin ávarðar móti hesi gongd.

Minnilutin vísir á vandan við, at grunnurin smb. § 2, stk. 3, óavmarkað kann taka í móti stuðli frá øðrum uttan játtan á fíggjarlógini.

Sum dømi um aðrar innihaldsligar veikleikar, sum minnilutin mælir ímóti, kann nevnast, at trygd ikki er tikin fyri eini yvirvág av ráðslimum við granskingarførleika, at Føroya Arbeiðsgevarafelag er tikið fram um Oljumálastýrið og Fíggjarmálastýrið í tilnevnan av ráðslimum, enntá við tveimum limum, og tann ógreiða, ið kemur fram í § 12 um granskingarstuðulin.

Minnilutin setir sostatt ikki fram broytingaruppskot, men heitir á landsstýrismannin um at koma í Løgtingið við nýggjum uppskoti, sum tekur fyrilit fyri teimum atfinningum og upplýsingum, sum eru komnar fram undir viðgerðini av hesum máli.

2. viðgerð 4. mai 2001. Broytingaruppskot frá meirilutanum í mentanarnevndini, Jógvan á Lakjuni, Annitu á Fríðriksmørk, Jóanis Nielsen og Finni Helmsdal, til §§ 2 og 12 samtykt 16-5-7. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-1-10. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 4. mai 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-11. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 523-0038/2001
Mms.j.nr. 51601/1-4/010244/21
Ll.nr. 85 frá 15.05.2001