Persónsupplýsingar - skráseting

 

103  Uppskot til  løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Orðaskifti við 1. viðgerð
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum

Kapittul 1
Endamál

§ 1. Lógin hevur til endamáls at tryggja persónsvernd hins einstaka, tá persónsupplýsingar verða viðgjørdar, soleiðis at persónsupplýsingar verða viðgjørdar við virðing fyri tí persónliga frælsinum og heimafriðinum og grundað á persónsupplýsingar við høgari góðsku.

Kapittul 2
Orðlýsingar

§ 2. Í lógini skilst við:
1) Persónsupplýsing:
Einhvør upplýsing og meting knýtt at einum ávísum likamligum persóni.
2) Viðgerð:
Øll nýtsla, so sum savnan, skráseting, samkoyring, goyming, víðarigeving, avhending v.m. ella ein sameining av hesum, líkamikið um henda er elektronisk ella ikki.
3) Persónsskrá:
Skipað savn av persónsupplýsingum, sum er atkomandi eftir ávísum eyðkennum, líkamikið um savnið er miðsavnað, miðspjatt ella býtt sundur eftir virki ella staði.
4) Dátuábyrgdara:
Likamligur ella løgfrøðiligur persónur, almennur myndugleiki, stovnur ella einhvør annar, sum einsamallur ella saman við øðrum, ásetir endamálið við viðgerðini av persónsupplýsingunum og ásetir, hvørji hjálparamboð kunnu nýtast.
5) Dátuviðgera:
Likamligur ella løgfrøðiligur persónur, almennur myndugleiki, stovnur ella einhvør annar, sum vegna dátuábyrgdaran viðger persónsupplýsingar.
6) Triðjapersón:
Einhvør likamligur ella løgfrøðiligur persónur, almennur myndugleiki, stovnur, felagsskapur osv. annar enn tann skrásetti, dátuábyrgdarin ella dátuviðgerin og tann, sum hevur fingið heimilað at viðgera persónsupplýsingar undir beinleiðis myndugleika dátuábyrgdarans ella dátuviðgerans.
7) Móttakara:
Tann likamligi ella løgfrøðiligi persónur, almenni myndugleiki, stovnur ella annar, sum fær persónsupplýsingar, eisini hóast hetta er triðipersónur. Almennir myndugleikar, sum fáa persónsupplýsingar í sambandi við einstakar fyrispurningar, eru ikki móttakarar.
8) Samtykki frá tí skrásetta:
Eitt sjálvboðið, nágreiniligt og kunnað viljaboð frá skrásetta um, at upplýsingar um ein sjálvan kunnu viðgerast.
9) Viðkvom upplýsing:
Upplýsing um lit og ættarslag, um átrúnaðarliga, heimsspekiliga ella politiska sannføring, um revsiverd og kynslig viðurskifti, heilsustøðu, yrkisfelagsligt tilknýti, munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti.
10) Útland:
Danmark og Grønland eru eisini at rokna sum útland.

Kapittul 3
Málsøki lógarinnar

Sakliga málsøkið
§ 3. Lógin er galdandi fyri viðgerð av persónsupplýsingum fyri privat og fyri tað almenna:
1) um viðgerðin er heilt ella lutvíst elektronisk,
2) um persónsupplýsingarnar eru ella verða settar í eina skrá, sjálvt um viðgerðin ikki er elektronisk.
Stk. 2. Lógin er ikki galdandi fyri ta viðgerð av persónsupplýsingum, sum einstaklingar gera til heilt persónlig endamál.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at lógin heilt ella fyri ein part skal vera galdandi fyri viðgerð av upplýsingum um vinnuvirkir, stovnar, fyritøkur v.m., framd fyri privat ella fyri tað almenna.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um viðgerð av persónsupplýsingum innan ávíst virksemi, innan ávís virkir, innan ávísar starvs- og vinnugreinar og innan serlig málsøki.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at lógin heilt ella fyri ein part ikki skal vera galdandi fyri ávísar stovnar og ávís málsøki.

Onnur lóggáva
§ 4. Lógin víkir fyri ásetingum um viðgerð av persónsupplýsingum í aðrari lóggávu, sum hava við sær, at tann skrásetti fær eina betri rættarstøðu.

Innlit sambært fyrisitingarlógini
§ 5. Lógin avmarkar ikki innlit sambært fyrisitingarlógini, lógini um alment innlit ella sambært aðrari lóg um innlit í persónsupplýsingar.
Stk. 2. Um onnur lóg heimilar innlit í fleiri upplýsingar enn hendan lóg, er tað skylda dátuábyrgdarans av sínum eintingum at vegleiða um hendan rætt.

Skrivi- og talufrælsið
§ 6. Fyri viðgerð av persónsupplýsingum við einans listaligum, bókmentaligum ella journalistiskum endamáli, eru bert ásetingarnar í § 31 og § 46 galdandi.
Stk. 2. Fyri kunningardátugrunnar, sum hava journalistiskt endamál og sum einans rúma tilfari, sum frammanundan er almannakunngjørt, eru bert ásetingarnar í § 31 og § 46 galdandi. Hetta er treytað av, at tilfarið í kunningardátugrunninum er óbroytt í mun til almannakunngeringina.

Landafrøðiliga økið
§ 7. Lógin er galdandi fyri viðgerð av persónsupplýsingum fyri dátuábyrgdara, sum rekur virksemi sítt í Føroyum og fyri viðgerð av persónsupplýsingum fyri almennan dátuábyrgdara, um hesin er undir myndugleika heimastýrisins.
Stk. 2. Lógin er herumframt galdandi fyri viðgerð fyri dátuábyrgdara, sum rekur virksemi sítt uttan fyri Føroyar, um
1) hjálparamboð í Føroyum verða nýtt, uttan so at hesi bert verða nýtt at senda upplýsingar um landið, ella
2) upplýsingar verða savnaðar í Føroyum við atliti at viðgerð uttan fyri Føroyar.
Stk. 3. Dátuábyrgdari sbrt. stk. 2 skal tilnevna eitt umboðsfólk, sum hevur virksemi sítt í Føroyum
Stk. 4. Dátuábyrgdarin skal skrivliga boða dátueftirlitinum frá navni og bústaði hjá umboðsfólkinum sbrt. stk. 3. Reglurnar galdandi fyri dátuábyrgdaran eru eins galdandi fyri umboðsfólkið.

Kapittul 4
Viðgerð av persónsupplýsingum

Meginreglur fyri viðgerð av persónsupplýsingum
§ 8. Dátuábyrgdarin skal, tá persónsupplýsingar verða viðgjørdar, veita skrásetta kunning, sbrt. §§ 18-25, geva fráboðan til dátueftirlitið, sbrt. §§ 32-34, og samsvarandi góðum dátuviðgerðarsiði ansa eftir, at persónsupplýsingarnar lúka hesar treytir:
1) Eru loyvdar at viðgera,
2) bert verða savnaðar saman til eitt nágreiniliga tilskilað endamál, sum er sakliga grundað í virksemi dátuábyrgdarans, og at seinni viðgerð samsvarar hesum endamáli,
3) bert verða viðgjørdar, um tær eru viðkomandi og ikki fevna um meira enn krevst fyri at røkja endamálið við innsavnanini og tí víðari nýtsluni av upplýsingunum,
4) ikki verða nýttar til onnur endamál, sum ikki samsvara upprunaliga endamálinum, uttan so at skrásetti hevur givið sítt samtykki,
5) verða varðveittar soleiðis, at ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini, og
6) eru beinar og verða nøktandi dagførdar. Nøktandi eftirlit skal tryggja, at persónsupplýsingar, sum eru rangar ella villandi, skjótast verða rættaðar ella strikaðar.
Stk. 2. Um seinni viðgerð av persónsupp-lýsingum einans fer fram við søguligum, hagfrøðiligum ella vísindaligum endamáli, er henda viðgerð at rokna sum verandi í samsvari við upprunaendamálið við innsavnanini, um bágin, tann einstaki hevur av hesari, má metast eigur at víkja fyri tí munandi samfelagsliga týdningi, viðgerðin hevur.

Krøv til viðgerð av persónsupplýsingum
§ 9. Persónsupplýsingar kunnu bert viðgerast, um tann skrásetti hevur givið sítt samtykki, um viðgerðin er heimilað í lóg, ella um viðgerðin er neyðug til tess
1) at halda avtalu, sum gjørd er við skrásetta, ella sum skrásetti er partur í, ella fyri at gera tað, sum neyðugt er, fyri at slík avtala eftir áheitan frá skrásetta kann fáast í lag,
2) at halda eina rættarliga skyldu, sum áliggur dátuábyrgdaranum,
3) at verja altumráðandi áhugamál hjá skrásetta,
4) at røkja eitt samfelagsáhugamál,
5)at útinna almennan myndugleika, sum álagdur er dátuábyrgdaranum ella triðjapersóninum, sum hevur fingið persónsupplýsingarnar útflýggjaðar, ella
6) av røttum at kunna fylgja einum sjálvsagt heimilaðum áhugamáli hjá dátuábyrgdaranum ella tí triðjapersóni, sum hevur fingið persónsupplýsingarnar, og fyrilitini fyri skrásetta ikki eru eins stór og hesi áhugamál.
Stk. 2. Viðgerð av persónsupplýsingum um láns- og fíggjarviðurskifti hjá skrásetta fyri at ávara onnur um handilssamband við skrásetta ella um starvsviðurskifti skrásetta krevur samtykki frá skrásetta.
Stk. 3. Fyritøkur, virkir e.o. privat kunnu ikki, uttan at samtykki er fingið frá skrásetta, geva víðari ella vegna annað virki brúka persónsupplýsingar um skrásetta sum lið í marknaðarrøkt.

Serlig krøv til viðgerð av viðkvomum upplýsingum
§ 10. Viðkvæmar persónsupplýsingar sambært § 2, nr. 9, kunnu bert viðgerast, um viðgerðarloyvi er fingið, sbrt. § 35, stk. 1, og viðgerðin lýkur eina av treytunum í § 9, stk. 1, nr. 1-6, og herumframt eina av hesum treytum:
1) Skrásetti hevur givið sítt samtykki,
2) viðgerðin er heimilað í lóg,
3) viðgerðin er neyðug fyri at verja altumráðandi áhugamál hjá skrásetta ella øðrum persónum í førum, har viðkomandi hvørki likamliga ella løgfrøðiliga fær givið sítt samtykki,
4) viðgerðin viðvíkir persónsupplýsingum, sum skrásetti hevur almannakunngjørt,
5) viðgerðin er neyðug, fyri at rættarkrav kann sannast, gerast galdandi ella verjast,
6) viðgerðin er neyðug fyri at útinna almennan myndugleika, sum álagdur er dátuábyrgdaranum ella triðjapersóninum, sum hevur fingið persónsupplýsingarnar útflýggjaðar,
7) viðgerðin er neyðug fyri at fáa haldgóða fyribyrgjandi sjúkuviðgerð, læknafrøðiliga sjúkuavgerð, sjúkrarøkt ella sjúklingaviðgerð ella fyri umsiting av lækna- og heilsutænastum, og persónsupplýsingarnar verða viðgjørdar av starvsfólkum innan heilsuverkið, sum sambært lóggávuni hava fingið álagt tagnaðarskyldu,
8) viðgerðin um yrkisfelagsligt tilknýti er neyðug, til tess at dátuviðgerðin kann halda sína starvsrættarligu skyldu ella tilskilað rættindi, ella
9) viðgerðin er neyðug søguliga, hagfrøðiliga og vísindaliga, og bágin, tann einstaki hevur av hesari, má metast eigur at víkja fyri tí munandi samfelagsliga týdningi, viðgerðin hevur.
Viðgerðin fevnir ikki um víðarigeving, sum krevur loyvi frá dátueftirlitinum
Stk. 2. Almannagagnlig feløg og grunnar, tað veri seg við t.d. politiskum, heimsspekiligum, átrúnaðarligum ella fakligum endamáli, kunnu hóast treytirnar í stk. 1, nr. 1.- 9. pkt., innan egnar karmar viðgera viðkvæmar persónsupplýsingar um egnar limir ella um persónar, sum við sama endamáli javnan eru í sambandi við hesi, tó bert upplýsingar, sum eru úrslit av sjálvum sambandinum. Viðgerðin fevnir ikki um víðarigeving, sum krevur loyvi frá dátueftirlitinum.
Stk. 3. Dátueftirlitið kann geva loyvi til viðgerð av viðkvomum persónsupplýsingum eisini í øðrum førum, um týðandi samfelagsáhugamál krevja tað, og tiltøk vera gjørd at tryggja áhugamál skrásetta. Dátueftirlitið kann áseta serligar treytir fyri loyvinum.

Persónstalið.
§ 11. Almennir myndugleikar kunnu viðgera upplýsingar um persónstalið til eintýdda eyðmerking ella sum skránummar.
Stk. 2. Privat kunnu viðgera upplýsingar um persónstalið um:
1) Viðgerðin er heimilað í lóg,
2) skrásetti nágreiniliga hevur givið sítt samtykki, ella
3) viðgerðin bert fer fram til søgulig, vísindalig ella hagfrøðilig endamál.
Stk. 3. Viðgerðin í stk. 2, nr. 1 og 2, fevnir ikki um víðarigeving, sum bert er loyvd, um:
1) Víðarigevingin er heimilað í lóg,
2) skrásetti nágreiniliga hevur givið sítt samtykki til víðarigevingina,
3) víðarigevingin er kravd av einum almennum myndugleika, ella
4) víðarigevingin er ein nattúrligur liður í regluliga virkseminum hjá virkjum o.ø. av tílíkum slagi og er altýðandi fyri eina eintýdda eyðmerking av skrásetta.
Stk. 4. Ásetingarnar í stk. 1-3 fevna ikki um at gera persónstalið alment kent. Til tað krevst samtykki frá skrásetta.

Revsirættarligir dómsúrskurðir
§ 12. Ein fullfíggjað skrá við revsirættarligum dómsúrskurðum er bert loyvd at gera fyri tað almenna.

Rættarkunningarskipanir
§ 13. Viðkvæmar upplýsingar sambært § 10 kunnu viðgerast í rættarkunningarskipanum, sum hava alstóran samfelagsligan týdning, um viðgerðin er neyðug fyri at røkja skipanirnar.
Stk. 2. Tær í stk. 1. nevndu upplýsingar kunnu ikki seinni viðgerast til annað endamál.  Somuleiðis er við øðrum upplýsingum, sum bert verða viðgjørdar til tess at røkja rættarkunningarskipanir.
Stk. 3. Dátueftirlitið kann seta nærri treytir við tær í stk. 1. nevndu viðgerðir. Somuleiðis er við øðrum persónsupp-lýsingum, sum bert verða viðgjørdar í sambandi við røkt av rættarkunningar-skipanum.

Goymsla av upplýsingum
§ 14. Upplýsingar, fevndar av hesari lóg, kunnu flytast til goymslu í skjalasavni sambært skjalasavnslóggávuni.

Telefonsamskifti
§ 15. Almennum myndugleikum, privatum virkjum o.ø. er ikki loyvt sjálvvirkandi at skráseta, hvønn starvsfólk teirra samskiftir við. Um altýðandi privat ella almenn áhugamál krevja tað, kann dátueftirlitið geva loyvi til slíka skráseting. Dátueftirlitið kann áleggja gjøllari treytir fyri skrásetingini.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi, um annað er ásett í lóg.
Stk. 3. Útbjóðarar av telenetið og teletænastum kunnu tó skráseta alt samskifti til egna nýtslu ella at nýta í sambandi við tøkniliga umsiting.

Kapittul 5
Flutningur av upplýsingum til útlond

Grundleggjandi krøv
§ 16. Persónsupplýsingar kunnu bert flytast til útlond, sum kunnu tryggja eina fullgóða viðgerð av upplýsingunum. Í metingini av hesum skal, umframt at metast um viðgerðina sum heild, dentur leggjast á, hvat endamálið er við viðgerðini, slagið av upplýsingum, viðgerðartíðina, galdandi rættarreglur, siðvenjur og galdandi reglur um trygdartiltøk á staðnum. Loyvi krevst frá dátueftirlitinum, sbr. § 35, stk. 6.

Undantøk
§ 17. Persónsupplýsingar kunnu tó eisini við loyvi frá dátueftirlitinum, sbrt. § 35, stk. 6, flytast til útlond, hóast hesi ikki kunnu tryggja eina fullgóða viðgerð um:
1) Skrásetti hevur givið sítt samtykki til flutningin,
2) flutningurin er kravdur sambært altjóðarættarligari semju ella er grundaður í limaskapi í altjóða felagsskapi,
3) flutningurin er neyðugur fyri at halda avtalu, sum gjørd er við skrásetta, ella fyri at  gera tað, sum neyðugt er, fyri at slík avtala eftir áheitan frá skrásetta kann fáast í lag,
4) flutningurin er neyðugur fyri at gera ella halda avtalu, sum gjørd er við triðjapersón í  áhuga skrásetta,
5) flutningurin er neyðugur fyri at røkja altavgerandi áhugamál hjá skrásetta,
6) flutningurin er neyðugur fyri, at rættarkrav kann sannast, gerast galdandi ella verjast,
7) flutningurin er heimilaður í lóg, ella flutningurin er neyðugur fyri at verja umráðandi samfelagslig áhugamál, ella
8) lógarheimild er at krevja upplýsingar frá einari almennari skrá,
Stk. 2. Dátueftirlitið kann loyva flutningi til útlond, hóast treytirnar í stk.1 ikki eru loknar, um dátuábyrgdarin kann veita fullgóða trygd um verju av rættindunum hjá skrásetta. Dátueftirlitið kann áseta gjøllari treytir fyri flutninginum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um flutning av persónsupplýsingum til útlond, herundir steðga ella avmarka flutningi til útlond.
Stk. 4. Edv-skráir, sum koma undir reglurnar í hesi lóg, kunnu bara goymast og viðgerast í edv-kervum, sum eru í Føroyum, uttan so at landsstýrismaðurin gevur undantaksloyvi.

Kapittul 6
Innlit og kunning um viðgerð av persónsupplýsingum

Alment innlit
§ 18. Ein og hvør kann krevja at fáa at vita, hvørjar persónsupplýsingar ein dátuábyrgdari viðger, og fáa upplýst:
1) Navn og bústað dátuábyrgdarans og umboðsfólkum hjá viðkomandi,
2) hvør hevur dagligu ábyrgdina undir dátuábyrgdaranum,
3) endamálið við viðgerðini og heitið á henni,
4) skrásettu persónsbólkarnar og sløgini av upplýsingum,
5) hvaðani persónsupplýsingarnar eru útvegaðar, og
6) um persónsupplýsingarnar verða víðarigivnar, og tá til hvørjar persónsbólkar ella persónar.

Egið innlit
§ 19. Krevur persónur, sum er skrásettur, innlit, skal dátuábyrgdarin á ein lættskiljandi hátt siga viðkomandi frá:
1) Navni og bústaði dátuábyrgdarans og umboðsfólkum hjá viðkomandi,
2) hvør hevur dagligu ábyrgdina undir dátuábyrgdaranum,
3) endamálinum við viðgerðini og heitinum á henni,
4) hvørjar persónsupplýsingar um viðkomandi, sum verða viðgjørdar,
5) hvaðani persónsupplýsingarnar eru útvegaðar,
6) um persónsupplýsingarnar verða víðarigivnar og tá til hvønn, og
7) trygdartiltøkunum í viðgerðini í tann mun, innlit ikki skaðar trygdina
Stk. 2. Skrásetti kann krevja so nágreiniliga kunning sbrt. stk. 1, sum neyðug er, fyri at skrásetti kann røkja síni áhugamál.

Kunningarskylda tá persónsupplýsingar verða savnaðar frá skrásetta
§ 20. Tá persónsupplýsingar verða savnaðar frá skrásetta, skal dátuábyrgdarin av sínum eintingum siga skrásetta frá:
1) Navni og bústaði dátuábyrgdarans og umboðsfólkum hjá viðkomandi,
2) endamálinum við viðgerðini og heitinum á henni,
3) um persónsupplýsingarnar verða víðarigivnar og tá til hvønn,
4) um skrásetti hevur upplýsingarskyldu, og um møguligar avleiðingar, um upplýsingarnar ikki verða givnar, og
5) um aðrar upplýsingar, sum eru neyðugar, fyri at skrásetti kann røkja áhugamál síni sambært lógini, tað veri seg t.d. upplýsingar um reglurnar um innlit og um rætting av upplýsingum, sum viðvíkja skrásetta.
Stk. 2. Kunningarskylda sambært stk. 1 er ikki, um skrásetti frammanundan kennir hesar í nr. 1-5 nevndu upplýsingar.

Kunningarskylda tá persónsupplýsingar verða savnaðar frá øðrum enn skrásetta
§ 21. Tá persónsupplýsingar verða savnaðar frá øðrum enn skrásetta sjálvum, skal dátuábyrgdarin, sum tekur í móti upplýsingunum, av sínum eintingum, kunna skrásetta um, hvørjar tær persónsupplýsingar eru, sum verða savnaðar og, beinanvegin persónsupplýsingarnar eru útvegaðar, siga skrásetta frá so, sum ásett í § 20, stk. 1, nr. 1- 5.
Stk. 2. Kunningarskylda sambært stk. 1 er ikki,
1) um skrásetti frammanundan kennir hesar í § 20, stk. 1, nr. 1-5, nevndu upplýsingar,
2) um savnanin er ásett í lóg,
3) um ógjørligt ella órímiliga torført er at veita neyðugu kunningina. Í tílíkum førum skal kunnast í seinasta lagi, tá samband fæst við skrásetta í sambandi við, at fingnu upplýsingarnar verða viðgjørdar.

Undantøk frá rættinum til innlit og kunning
§ 22. Ásetingarnar í §§ 18 og 19 um innlit og § 20, stk. 1, og § 21, stk. 1, um upplýsingarskyldu fevna ikki um persónsupplýsingar, sum,
1) um tær koma í ljósmála, kunnu skaða landsins trygd, verju ella samskifti við útlendskar tjóðir ella felagsskapir,
2) eiga at dyljast við atliti at fyribyrging, eftirkanning, avdúking og rættarsókn í revsimálum,
3) ikki er ráðiligt, at skrásetti fær kunnleika um, umhugsandi heilsuna hjá skrásetta ella tøtt persónssambond við skrásetta,
4) eru fevndar av tagnarskyldu, ásett í lóg,
5) bert eru í innanhýsis arbeiðsskjølum, og sum ikki eru útflýggjaðar øðrum, ella
6) áhugin hjá tí skrásetta at fáa kunning um eigur at víkja fyri, orsakað av altavgerandi almennum ella privatum áhugamálum.
Stk. 2. Um innlit verður noktað, skal grundgevast fyri hesum við ávísing til heimildina.
Stk. 3. Fyri upplýsingar, sum verða fyrisitingarliga málsviðgjørdar fyri almennu umsitingina, kunnu frávik gerast í rættinum til innlit samsvarandi ásetingunum í lógini um alment innlit § 2, §§ 7-11 og § 14.
Stk. 4. Ásetingarnar í § 18 eru ikki galdandi, um persónsupplýsingarnar bert verða viðgjørdar við søguligum, vísindaligum ella hagfrøðiligum endamáli, og um persónsupplýsingarnar bert verða goymdar sum persónsupplýsingar so leingi, sum neyðugt er, við atliti at endamálinum við viðgerðini.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um onnur undantøk frá reglunum um innlit og kunningarskyldu og um treytir annars í sambandi við, at innlit verður givið.

Hvussu verður kunningin givin
§ 23. Kunningarfrásøgn sambært kap. 6 skal vera skrivlig, um biðið verður um tað. Í førum har serligt ansni eigur at havast fyri skrásetta, kann frásøgnin um innihaldið í upplýsingunum vera munnlig.

Freist
§ 24. Dátuábyrgdarin eigur at svara áheitanum um innlit ella um onnur rættindi sambært kap. 6 uttan ógrundaðan steðg og í seinasta lagi 4 vikur frá tí degi, áheitanin er framkomin.
Stk. 2. Um serstøk viðurskifti gera, at tað er ógjørligt at svara áheitanini innan 4 vikur, verður hetta at bíða, til svarast kann. Dátuábyrgdarin skal tá í einum fyribilssvari greiða frá orsøkini til seinkanina, og nær roknast kann við endaligum svari.

Endurfrásagnir
§ 25. Ein skrásettur persónur, sum hevur fingið frásøgn sambært § 19, fær ikki frásøgn aftur fyrr enn 6 mánaðir aftan á síðstu frásøgn.
Stk. 2. Um skrásetti kann prógva ein serstakan áhuga í nýggjari frásøgn, kunnu frávik gerast.

Kapittul 7
Onnur rættindi hjá skrásetta

§ 26. Skrásetti kann átala, at persónsupplýsingar um hann/hana verða viðgjørdar.
Stk. 2. Um átalan má metast heimilað, skulu persónsupplýsingarnar ikki viðgerast.

§ 27. Av sínum eintingum ella eftir áheitan frá einum skrásettum persóni skal dátuábyrgdarin rætta, strika ella steingja persónsupplýsingar, sum eru rangar, villeiðandi ella eru viðgjørdar í móti lóg ella ásetingum, heimilaðum í lóg.
Stk. 2. Dátuábyrgdarin skal somuleiðis av sínum eintingum ella eftir áheitan siga triðjapersóni, sum hevur fingið persónsupplýsingarnar, at hesar eru rættaðar, strikaðar ella stongdar sbrt. stk. 1. Hetta er tó ikki galdandi, um kunning er ógjørlig ella órímiliga torfør.

§ 28. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, hvussu skeivar ella ófullfíggjaðar upplýsingar skulu rættast.

§ 29. Skrásetti kann taka eitt samtykki aftur.

§ 30. Skrásetti kann klaga til dátueftirlitið um viðgerð, sum viðvíkir honum ella henni.

Kapittul 8
Trygdarskipanir

§ 31. Dátuábyrgdari, sum letur dátuviðgerða ella øðrum, tað veri seg persónum ella virkjum, sum gera arbeiði fyri dátuábyrgdaran, atgond til persónsupplýsingar, skal tryggja, at persónsupplýsingarnar bert verða viðgjørdar eftir fyriskipan dátuábyrgdarans, og at viðgerðin er samsvarandi stk. 3-5 uttan so, at lógarheimild er fyri øðrum.
Stk. 2. Áðrenn persónsupplýsingarnar, sum dátuábyrgdarin letur øðrum, kunnu viðgerast, skal skrivlig avtala verða gjørd um, at arbeitt bert verður eftir fyriskipan dátuábyrgdarans, og at reglurnar í hesi grein stk. 3-5 eru eins galdandi fyri tann, sum fær persónsupplýsingarnar og fyri dátuábyrgdaran.
Stk. 3. Við væl skipaðum tiltøkum skulu dátuábyrgdarin og dátuviðgerðin tryggja, at viðgerðin av upplýsingunum nøktar tær treytir, henda lóg setir um trúnað, sjálvræðisrætt og innlit eins og við tekniskum og fyriskipanarligum tiltøkum skal tryggjast, at persónsupplýsingar ikki av tilvild ella ólógliga verða burturbeindar, burturmistar ella minka í virði, og at ikki óviðkomandi fáa kunnleika til persónsupplýsingarnar, misbrúka tær ella annars ólógliga viðgera tær. Skjalprógv um skipað tiltøk skulu vera atkomilig fyri starvsfólkum dátuábyrgdarans og dátuviðgerðans eins og fyri dátueftirlitinum. Dátuábyrgdarin skal viðlíkahalda tiltøk, sum henda lógin treytar.
Stk. 4. Fyriskipan dátuábyrgdarans eigur ikki at skerja tað journalistiska frælsið ella tarna listarligum og bókmentanarligum avrikum.
Stk. 5. Reglurnar í stk. 3 - 4 eru somuleiðis galdandi, tá persónsupplýsingar verða latnar øðrum enn dátuviðgera, sbr. stk. 1.
Stk. 6. Serlig tiltøk skulu tryggja, at persónsupplýsingar, sum verða viðgjørdar fyri tað almenna, og sum hava serligan áhuga fyri fremmandar tjóðir, vald o.o., kunnu burturbeinast ella týnast, tá kríggj ella líknandi støður eru.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um trygdartiltøkini, nevnd í stk. 3 og 5.

Kapittul 9
Fráboðanarskylda til dátueftirlitið og viðgerðarloyvi

Fráboðanarskylda
§ 32. Dátuábyrgdarin ella tann, sum virkar vegna henda, skal fráboða dátueftirlitinum, tá:
1) Persónsupplýsingar verða elektroniskt viðgjørdar, og/ella
2) persónsupplýsingar verða viðgjørdar í manuellari skrá.
Stk. 2. Fráboðanin skal latast í seinasta lagi 30 dagar, áðrenn viðgerðin er ætlað at byrja. Dátueftirlitið váttar skrivliga móttøkuna.
Stk. 3. Nýggj fráboðan skal latast dátueftirlitinum, um viðgerðin broytist og fer út um karmarnar í áður galdandi fráboðan.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um frávik frá fráboðanarskylduni, bæði so at fráboðanarskylda ikki verður fyri ávísar viðgerðarhættir ella dátuábyrgdarar, at fráboðanarskyldan verður avmarkað ella so, at viðgerðarloyvi krevst. Fyri slíkar viðgerðir ella dátuábyrgdarar kunnu ásetast serligar reglur fyri at avmarka bágan fyri skrásetta.

§ 33. Ásetingarnar í § 32, stk. 1-3, og § 34 eru ikki galdandi fyri viðgerð, sum hevur til endamáls at gera ella viðlíkahalda skrá, sum sambært lóg er ætlað at kunna almenningin, um skráin er atkomulig hjá almenninginum.

Fráboðanin
§ 34. Í fráboðanini skal greiðast frá:
1) Navni og bústaði dátuábyrgdarans, dátuviðgerans og møguligum umboðum og hvør, ið hevur dagligu ábyrgdina av viðgerðini,
2)  endamálinum við viðgerðini, heitinum og eini lýsing av viðgerðini,
3) nær viðgerðin byrjar,
4) eini lýsing av teimum skrásettu og teimum sløgum av persónsupplýsingum, sum skulu viðgerast,
5) hvaðani persónsupplýsingarnar stava, og hvørjum hesar verða latnar, eisini um tær verða latnar av landinum, sbr. § 35, stk. 6, herundir um tær verða lýstar á alnetinum,
6) hvørji trygdartiltøkini eru og eini lýsing av hesum,
7) rættargrundarlagnum undir viðgerðini, og
8) nær persónsupplýsingarnar verða strikaðar.
Stk. 2. Dátueftirlitið avger, um fráboðanin er fullgóð. Somuleiðis kann dátueftirlitið áseta gjøllari reglur um innihaldið í fráboðanini og um fráboðanarháttin.

Viðgerðarloyvið
§ 35. Viðgerð av viðkvomum persónsupplýsinum, sbr. § 2, nr. 9, krevur viðgerðarloyvi frá dátueftirlitinum.
Stk. 2. Dátueftirlitið kann eisini krevja viðgerðarloyvi til viðgerð av øðrum persónsupplýsingum, um viðgerðin skilliga ger seg inn á týðandi persónsverndaráhugamál. Dátueftirlitið skal í avgerð síni ætla um slagið av persónsupplýsingunum, hvussu nógvar og umfatandi hesar eru og um endamálið við viðgerðini.
Stk. 3. Ein dátuábyrgdari kann krevja, at dátueftirlitið tekur støðu til, um ein viðgerð krevur viðgerðarloyvi.
Stk. 4. Dátueftirlitið kann í viðgerðarloyvinum seta serligar viðgerðartreytir til tess at avmarka bágan, viðgerðin hevur fyri skrásetta.
Stk. 5. Í avgerðini um viðgerðarloyvi skal liggja ein støðutakan grundað á, í hvønn mun viðgerðin av persónsupplýsingunum er tí einstaka til bága, hóast serligar treytir eru settar sbrt. stk. 4 ella hóast galdandi verndarreglur í lógini, kap. 2-7, og um bágin kortini má víkja fyri atlitinum at viðgerðini.
Stk. 6. Til flutning av persónsupplýsingum til útlond, sbrt. §§ 16 og 17, krevst loyvi frá dátueftirlitinum, líkamikið um viðgerðin annars er ein slík, sum ikki krevur loyvi.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at ávísir viðgerðarhættir ikki krevja viðgerðarloyvi eftir stk. 1. Fyri slíkar viðgerðir kunnu ásetast serligar reglur til tess at avmarka bágan, tann skrásetti kann hava av hesum.

Kapittul 10
Eftirlit

Bygnaður
§ 36. Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarmyndugleiki. Dátueftirlitið er skipað við ráði og avgreiðsluskrivstovu og hevur eftirlit við allari viðgerð, sum lógin fevnir um.
Stk. 2. Dagliga virksemið hjá dátueftirlitinum verður røkt av avgreiðsluskrivstovuni, sum hevur ein stjóra.
Stk. 3. Ráðið, sum landsstýrismaðurin setir, verður skipað við formanni, sum skal vera løgfrøðingur, og 2 øðrum limum. Tiltaksfólk kunnu verða tilnevnd fyri limirnar. Limir og tiltakslimir verða tilnevndir fyri 4 ár.
Stk. 4. Ráðið ger egna reglugerð og nærri reglur um arbeiðsbýtið millum ráð og avgreiðsluskrivstovu.

Uppgávur
§ 37. Dátueftirlitið skal:
1) Av sínum eintingum ella eftir klagu frá skrásetta ansa eftir, at viðgerð av persónsupplýsingum bert fer fram í samsvari við lógina og tær reglur, sum ásettar eru sambært lógini,
2) viðgera fráboðanir og umsóknir um loyvi og áleggja treytir sambært lógarheimild,
3) hava ein skipaðan almennan lista yvir allar fráboðanir og loyvir sambært lógini,
4) geva ummæli til ætlaða lóggávu, sum viðvíkir persónsupplýsingum,
5) gera kanningar, har persónsupplýsingar verða viðgjørdar,
6) vegleiða privat og tað almenna í ivamálum og virka fyri, at upplýsingar verða viðgjørdar sambært góðum dátuviðgerðarsiði,
7) fylgja við í og kunna um gongdina í viðgerðini av persónsupplýsingum her á landi og uttanlands, og
8) gera árliga ársfrágreiðing.

Myndugleiki/heimild
§ 38. Dátueftirlitið kann krevja, at dátuábyrgdari steðgar viðgerð, sum er brot á lógina, og at hann rættar, strikar ella steingir ávísar upplýsingar, sum eru fevndar av tílíkari viðgerð.
Stk. 2. Dátueftirlitið kann nokta einum dátuábyrgdara at nýta ávísan framferðarhátt í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum, um dátueftirlitið metir, at framferðarhátturin hevur við sær vanda fyri, at persónsupplýsingar verða viðgjørdar í móti lógini.
Stk. 3. Dátueftirlitið kann áleggja einum dátuábyrgdara at fremja tøknilig og fyrisitingarlig trygdartiltøk soleiðis, at bert viðgerð fer fram, sum hevur heimild í lógini, og soleiðis at persónsupplýsingar ikki ólógliga forkomast, missast ella skerjast, og at tær ikki koma óviðkomandi til kunnleika ella verða misnýttar.
Stk. 4. Dátueftirlitið kann í ávísum førum geva dátuviðgerum áleggingar sbrt. stk. 1-3.

Avgerðir og ummæli
§ 39. Dátueftirlitið tekur avgerðir í málum viðvíkjandi §§ 9, 10, 11, 13, 15, 16 og 17, §§ 18-25, §§ 26, 27, 34, 35, 38 og 40.
Stk. 2. Í øðrum førum gevur dátueftirlitið leiðbeinandi ummæli.
Stk. 3. Avgerðir hjá dátueftirlitinum sambært lógini eru fyrisitingarliga endaligar.

Atgongd til persónsupplýsingar
§ 40. Dátueftirlitið kann krevja allar upplýsingar útflýggjaðar, sum hava týdning fyri eftirlitið.
Stk. 2. Limirnir og leiðandi starvsfólk hjá dátueftirlitinum hava til eina og hvørja tíð uttan dómsskurð, atgongd til øll høli, haðani upplýsingar verða viðgjørdar og til høli, haðani atgongd er til tær persónsupp-lýsingarnar, sum verða viðgjørdar. Atgongd er eisini til høli, har persónsupplýsingarnar ella teknisk hjálparamboð verða goymd ella nýtt.

§ 41. Dátueftirlitið skal geva árliga frágreiðing um virksemi sítt. Frágreiðingin skal almannakunngerast.

§ 42. Dátueftirlitið samstarvar við aðrar eftirlitsmyndugleikar í Føroyum og uttanlands í tann mun, neyðugt er til tess at halda lógina.

Gjøld
§ 43. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um gjald fyri fráboðanir og umsóknir um loyvir sambært hesi lóg.

Kapittul 11
Revsing og endurgjald

Revsing
§ 44. Uttan so at harðari revsing er uppiborin eftir lóggávuni annars, verður tann revsaður við bót ella hefti, sum
1) ikki fráboðar viðgerð sbrt. § 32,
2) viðger persónsupplýsingar uttan loyvi sbrt. § 35,
3) ikki aktar treytir, settar av dátueftirlitinum, sbrt. § 10, stk. 3, § 13, stk. 3, § 15, stk. 1, § 17, stk. 2, § 34, stk. 2, § 35, stk. 4, § 38.
4) viðger persónsupplýsingar í móti §§ 8-13, § 15, § 16, § 17, § 32,
5) brýtur, §§ 23-25, § 26, § 27,
6) ikki gevur upplýsingar sbrt. § 7, stk. 4, §§ 18-21, § 40,
Stk. 2. Í reglum, sum verða ásettar við heimild í lógini, kann revsing við bót ella hefti ásetast.
Stk. 3. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persónum, sum t.d. partafelagi ella lutafelagi, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur.

§ 45. Tann, sum rekur virki sbrt. § 9, stk. 2 og stk. 3, kann við dómi verða frádømdur henda rætt, um vandi er fyri misnýtslu. Ásetingarnar í revsilógini § 79, stk. 3 og 4, eru annars galdandi.

Endurgjald
§ 46. Dátuábyrgdarin skal endurgjalda skaða, sum kemur av, at viðgerð fer fram í móti ásetingunum í lógini, uttan so at sannað verður, at skaðin ikki kundi verið forðaður við tí eftiransni og umhugsni, sum krevst í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum.

Kapittul 12
Skiftisreglur og gildiskoma

Gildiskoma
§ 47. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fara úr gildi løgtingslóg nr. 107 frá 15. november 1984 um privatar skráir og løgtingslóg nr. 62 frá 5. juni 1984 um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.
Stk. 2. Limirnir í skrásetingarráðnum verða limir í dáturáðnum, til landsstýrismaðurin hevur tilnevnt limirnar í dáturáðnum.

§ 48. Skráir sambært lógini um evnisskráir hjá almennum myndugleikum og lógini um privatar skráir v.m. skulu í seinasta lagi 6 mánaðir eftir gildiskomu lógarinnar lúka treytirnar í hesi lóg.
Stk. 2. Dátueftirlitið kann í serligum førum loyva ávísum skráábyrgdarum longri tillagingartíð, um hetta verður mett at vera neyðugt.

Almennar viðmerkingar

1. Arbeiðssetningurin hjá arbeiðsbólkinum

Tann 4. mai 2000 varð settur arbeiðsbólkur at endurskoða skrásetingarlóggávuna í Føroyum.
Í bólkinum sótu Turið Debes Hentze, advokatur – formaður, Egil Helmsdal fyri Skrásetingareftirlitið, Óli Simonsen, edv-kønur. Skrivari hjá bólkinum var Ingunn Eiriksdóttir, løgfrøðingur á Løgmansskrivstovuni.

Arbeiðssetningurin hjá arbeiðsbólkinum var soljóðandi:

Bólkurin skal endurskoða:
Løgtingslóg nr. 62 frá 05.06.1984 um evnisskráir hjá almennum myndugleikum
og løgtingslóg nr. 107 frá 15.11.1984 um evnisskráir hjá privatum myndugleikum

(við seinni broytingum) og gera uppskot til nýggja lóggávu á økinum.

Bólkurin skal miða eftir at gera eina samlaða lóggávu á økinum, ið tekur støði í:

Nevndin skal gera álit við uppskoti um lóggávu,

Við upprunastøði í uppskoti til nýggja lóggávu ger nevndin tilmæli til, hvør tann umsitingarliga uppgávan hjá Skrásetingareftirlitinum skal vera frameftir.

2. Samandráttur av álitinum

Í álitinum verður gjølla greitt frá skrásetingarlóggávunum í Føroyum og tí løgfrøðiliga grundarlagnum í gongdini frá 1984 og til í dag.
Arbeiðsbólkurin ger ummæli av skrásetingarlóggávuni, herundir hvussu eftirlitið við lógini skal skipast, bólkurin hevur gjørt uppskot til nýggja lóg.
Í arbeiðinum hevur bólkurin kannað lóggávuna í grannalondum okkara, og við uppskotinum mælir bólkurin til at laga lógina eftir skipanunum í Noreg og Danmark.
Skrásetingarlógirnar frá 1984 eru grundaðar á skrá-hugtakið, og at allar skráir skulu góðkennast av landsstýrinum ella tí, sum landsstýrið gevur heimild til tess, áðrenn tær kunnu takast í nýtslu.

Ein kanning frá 1993 vísir, at størsti parturin av teimum almennu myndugleikunum vóru ónøgdir við skrásetingarlógirnar. Millum annað varð hildið, at t.d.mannagongdin við góðkenning átti at verið broytt soleiðis, at allar skráir ikki skulu umvegis Skrásetingareftirlitið at verða viðmældar ella góðkendar. Ístaðin varð skotið upp at gera nýggja lóg við einfaldari reglum, har skilt verður í millum viðkvæmar og vanligar persónsupplýsingar.

Kanningin vísir samstundis, at hildið varð, at lógin var ótíðarhóskandi viðvíkjandi nýtsluni av persónstalinum. 60 % av teimum spurdu hildu, at skrásetingarbannið í móti persónstalinum átti at verið avtikið ella broytt soleiðis, at persónstalið kann nýtast sum felags lykil.

Arbeiðsbólkurin er samdur í hesum og vísir á, at tað í grannalondum okkara er viðurkent at nýta persónstalið sum felags lykil.

Niðurstøðan hjá bólkinum er, at galdandi lóggava ikki virkar eftir ætlan. Lógirnar eru ótíðarhóskandi til eitt kunningarsamfelag, har kunning bæði um tann einstaka og um vinnuvirkir, stovnar v.m. er neyðug.
Gongdin innan teldutøkni ger tað lættari at goyma og finna fram nærum allar tær upplýsingar, ein sóknast eftir. Vandi er tí fyri misnýtslu í hesum sambandi.
Lóggávan um persónsupplýsingar má skipast, so at hon er í samsvari við almennu samfelagshugsanina um rættin hjá tí einstaka og tørvin at viðgera upplýsingar í einum kunningarsamfelag.

Mett verður eisini, at Skrásetingareftirlitið ikki hevur virkað eftir ætlan, og mælt verður tí til at umskipa eftirlitið. Eisini verður mælt til at broyta navnið á eftirlitinum soleiðis, at tað hóskar betur til tær nýggju uppgávurnar, eftirlitið fær sambært lógaruppskotinum.

Sambært arbeiðssetninginum gjørdist skjótt greitt, at eitt uppskot, sum bert fevnur um broytingar í verandi lóggávu, ikki er nøktandi, og at neyðugt tí er við nýggjari lóg.

Við hesum verður álit nevndarinnar latið úr hondum.

3. Galdandi skrásetingarlóggáva í Føroyum

Gongdin frá 1981-84
Tann 15. desember 1981 legði Tórbjørn Poulsen, landstýrismaður, vegna landsstýrið, fram uppskot til lóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.

Lógaruppskotið varð smíða við tí donsku lógini innan økið, lóg nr. 294 frá 8. juli 1978, sum fyrimynd. Málið varð viðgjørt saman við tingmálunum nr. 81 (privatar skráir) og nr. 75 (fólkayvirlit).

Málini vórðu undir 1. viðgerð beind í eina 6-manna millumtinganevnd.

Lóg um almennar skráir
Tann 27. desember 1982 legði serliga 6-manna nevndin, ið kallaðist edv-nevndin, fram álit.

Borið varð fram, at talið av almennum edv-skráum við persónsupplýsingum, sum vórðu fevndar av lógini, var umleið 12. Mett var tó, at talið fór at verða vaksandi tey komandi árini.

Dentur varð lagdur á, at endamálið við lógaruppskotinum var at tryggja, at edv-skráir hjá almennum myndugleikum, ið innihildu persónsupplýsingar, ikki vórðu stovnaðar ella nýttar soleiðis, at tær gingu borgaranum ov nær, ella soleiðis at upplýsingar kundu verða misnýttar.
Í táverandi lóggávu vóru ongar reglur um, hvat ið kundi skrásetast í almennum edv-skráum ella um eftirlit við tílíkum. Tær einastu verjureglur, ið vóru, vóru ásetingarnar í revsilógini um tagnarskyldu í almennari tænastu og um frið einstaklingsins.

Nevndin býtti seg í tríggjar bólkar.

Tann størsti bólkurin gjørdi eitt broytingaruppskot við 24 punktum. Hetta umrøddi millum annað broytingar til §9, stk. 2, ið snýr seg um persónstalið. Meiningin var at avmarka nýtsluna av persónstalinum. Hetta varð gjørt við at áseta, at persónstalið einans kann nýtast í skráum, um hetta er neyðugt fyri at kunna røkja skyldur mótvegis skattavaldinum. Harafturat umrøddi broytingaruppskotið samansetingina av Skrásetingareftirlitinum, anonymisering av persónum í skráum, ið eru gjørdar til vísindaligar úrdráttir, og at undantøkini frá strongu lógarkrøvunum, tá talan er um skráviðgerð av vísindaligum hagfrøðiligum tilfari, áttu at verið strikað.

Við 2. viðgerð tann 20. januar 1983 varð málið beint aftur í edv-nevndina, sum tann 1. juni 1983 legði fram nýtt álit.

Nevndin býtti seg tá í 4 minnilutar. Fleiri broytingaruppskot vóru, ið t.d. umrøddu persónstalið og eftirlitið, men heldur einki av hesum tilmælunum vann frama. Málið varð sostatt beint aftur í nevndina, sum skuldi halda fram sum millumtinganevnd til víðari viðgerð av málinum.

Endaliga lógin varð samtykt sum lóg nr. 62 frá 5. juni 1984.

Lóg um privatar skráir
Tann 20. januar 1982 legði Páll Vang, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, fram uppskot til løgtingslóg um privatar skráir.

Lógaruppskotið varð gjørt við tilsvarandi donsku lógini um privatar skráir, lóg nr. 293 frá 8. juni 1978, sum fyrimynd,

Málið varð viðgjørt saman við tingmálunum nr. 74 (almennar skráir) og nr. 75 (fólkayvirlit).

Undir 1. viðgerð av málinum tann 22. januar 1982 vórðu málini beind í eina 6-manna millumtinganevnd.

Tann 21. august 1984 legði nevndin fram álit. Nevndin hevði býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta. Báðir bólkar høvdu broytingaruppskot til upprunauppskotið.

Undir 2. viðgerð av málinum tann 28. august 1984 fullu broytingaruppskotini hjá minnilutabólkinum og samtykt varð at fara til 3. viðgerð.

Tann 31. august 1984 varð málið endaliga samtykt sum lóg nr. 107 frá 15. november 1984.

Gongdin frá 1984-2000
Í teimum føroysku skrásetingarlógunum frá 1984 er eins og í Danmark skilt í millum almennar og privatar skráir.

Løgtingslógin um almennar skráir er galdandi fyri edv-skráir, sum verða førdar fyri tað almenna, og sum innihalda upplýsingar um fólk. Løgtingslógin um privatar skráir v.m. er galdandi fyri bæði edv-skrásetingar og fyri miðvísa manuella skráseting av upplýsingum um fólk, virkir, stovnar, feløg v.m, sum verða gjørdar av øðrum enn tí almenna.

Høvuðsparturin av lógunum er eftirgerð av donsku lógunum, sum tá vóru galdandi, tó eru munandi avmarkingar í at nýta persónstalið í teimum føroysku lógunum.

Lóg um almennar skráir
Innihald og broytingar
Í álitinum til lógirnar varð, sum áður nevnt, dentur lagdur á, at endamálið við lógunum var at tryggja, at edv-skráir hjá almennum myndugleikum, ið innihalda persónsupplýsingar, ikki verða stovnaðar ella nýttar soleiðis, at tær ganga borgaranum ov nær, ella at upplýsingar ikki verða misbrúktar.

Í høvuðsheitum var innihaldið í lógini, sum hon varð sett í gildi í 1984, soleiðis:

Kap. 1: Lógarøkið og hvørjar skráir, lógin hevur gildi fyri
Kap. 2: Stovnan og góðkenning av skráum
Kap. 3: Skráseting og varðveitsla av upplýsingum
Kap. 4: Atgongd hjá skrásetta at fáa upplýsing um seg sjálvan
Kap. 5: Latan av upplýsingum til privat
Kap. 6: Latan av upplýsingum til almennar myndugleikar
Kap. 7: Skrásetingareftirlitið
Kap. 8: Revsing
Kap. 9: Gildiskoma

Tað økið í lógini, sum hevur elvt til flestar ósemjur og kjak, er § 9, stk. 2, ið snýr seg um skráseting av persónstalinum. Hetta er eisin tann greinin, sum hevur tey flestu broytingaruppskotini. Eitt sindur av kjaki hevur eisini verið um, hvønn lut Skrásetingareftirlitið skal hava. Kanning hevur víst, at stovnar eru ónøgdir við, at Skrásetingareftirlitið brúkar tann størsta partin av tíðini uppá at ummæla og góðkenna skráir í staðin fyri upplýsandi virksemi.

Tann upprunaliga orðingin av § 9, stk. 2, var soljóðandi: "Persónsnummar hava bert onnur enn fólkayvirlitini loyvi at skráseta og nýta, um hetta er neyðugt til at kunna røkja skyldur sínar mótvegis skattavaldinum, sum eisini er tann einasti, ið kann nýta samkoyring."

Broytingarnar til § 9 eru miðvíst farnar fram soleiðis:

Í 1991 varð við Ll. nr. 113 frá 20.12.1991 í § 9, stk. 2, sett inn pkt. 4 og 5, soljóðandi: „Líkningarráði Føroya verður heimilað at nýta persónsnummarið í sambandi við fyrisiting av løgtingslóg um frítíð við løn, løgtingslóg um barnastyrk, løgtingslóg um bundna uppsparing og løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn. Líkningarráði Føroya verður vegna avgreiðsluskrivstovuna fyri arbeiðsloysistrygging heimilað at nýta persónsnummarið í sambandi við innkrevjing av gjaldi sambært løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing."

Í viðmerkingunum til uppskotið metti Landsstýrið, at tað var ein óheppin gongd at gera slík undantøk frá høvuðsregluni í § 9. Fyriliggjandi uppskot skuldi tí skiljast sum ein fyribilsloysn. Landsstýrið setti sær fyri at taka lógirnar um almennar og privatar skráir við upplýsingum um fólk upp til nýggja viðgerð. Í hesum sambandi varð samtykt at seta ein arbeiðsbólk at útgreina verandi trupulleikar við lóg og umsiting og at koma við uppskoti til, hvat mátti gerast til tess at loysa trupulleikarnar.

Landsstýrið legði málið fram tann 15. desember 1991. Undir 1. viðgerð tann 18. desember 1991 varð málið beint í rættarnevndina.

Undir viðgerðini býtti nevndin seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin tók undir við uppskotinum, men gjørdi tó vart við vansan, ið stóðst av, at undantøk vórðu gjørd til høvuðsregluni í § 9. Meirilutin setti samstundis fram uppskot til samtyktar um, at álagt varð landsstýrinum sum skjótast at seta arbeiðsnevnd at viðgera spurningarnar um samankoyring av skráum, dátutrygd, tryggleikan hjá borgaranum o.s.fr.

Minnilutin tók ikki undir við hesum, tí uppskotið var ein fyribilsloysn. Minnilutin helt, at málið átti at verið loyst á annan hátt.

Uppskotið varð samtykt, og heimildin til at nýta persónstalið varð sostatt víðkað.

Í 1993 varð við Ll. nr. 72 frá 02.04.1993 í § 9, stk. 2, sett inn eitt pkt. 6, soljóðandi: „Arbeiðsloysistryggingin kann nýta persónsnummarið í samskiftinum við Toll- og Skattstovu Føroya í sambandi við eftirlit og umsiting av skipanini. Almannastovan skal fráboða Toll- og Skattstovu Føroya, hvørjir persónar fáa fólkapensjón, avlamispensjón ella aðra líknandi pensjón."

Orsøkin til broytingina var, at Arbeiðsloysistryggingin heitti á landsstýrið um at broyta lógina soleiðis, at persónstalið eisini kundi nýtast til eftirlit og umsiting soleiðis, at tað varð gjørligt at forða fyri misnýtslu av arbeiðsloysistryggingarskipanini.

Ført varð fram, at umsitingin eisini bleiv rættari, um persónstalið varð nýtt, tí tað sostatt ikki kundi koma fyri, at tveir persónar vórðu samanblandaðir. Ein styrkjan í eftirlitinum skuldi síðani fara fram við, at eitt oyðiblað, formað sum eitt girokort, ið segði frá persónstalinum hjá tryggingartakaranum, varð latið inn aðru hvørja viku um posthúsið.

Málið varð lagt fram av landsstýrinum tann 30. mars 1993. Eftir 1. viðgerð tann 1. apríl 1993 varð málið beint í rættarnevndina.

Nevndin býtti seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin tók undir við uppskotinum og mælti til at samtykkja tað. Meirilutin tilskilaði um orðingina í §1, at persónstalið skuldi kunna nýtast til at fáa upplýsingar um inntøkur frá Toll- og Skattstovu Føroya. Hesar upplýsingar skuldu síðani nýtast sum útrokningargrundarlag hjá teimum, ið eru arbeiðsleys. Trygdarskipan sambært skrásetingarlógini skuldi vera gjørd soleiðis, at ongar óviðkomandi upplýsingar skuldu fara millum Arbeiðsloysistryggingina og Toll- og Skattstovu Føroya. Sostatt skuldi Arbeiðsloysistryggingin ikki fáa atgongd til teldukervið hjá Toll- og Skattstovu Føroya.

Minnilutarnir vóru ivasamir um at økja nýtsluna av persónstalinum og tóku tí ikki undir við uppskotinum Tó legði minnilutin einki nýtt uppskot fram.

Uppskotið varð samtykt, og heimildin til at nýta persónstalið varð sostatt aftur víðkað.

Seinni í 1993 varð við Ll. nr. 124 frá 21.05.1993 í §9, stk. 2, sett inn eitt pkt. 7, soljóðandi:
Almannastovan kann nýta persónstalið í samskiftinum við Toll- og Skattstovu Føroya og í sambandi við eftirlit og umsiting av almannalóggávuni."

Málið varð lagt fram av landsstýrinum tann 4. mai 1993. Eftir 1. viðgerð tann 10. mai 1993 varð málið beint í rættarnevndina.

Nevndin býtti seg í ein meiriluta og ein minniluta. Meirilutin mælti til at samtykkja uppskotið. Minnilutin tók ikki undir við uppskotinum, men legði einki nýtt uppskot fram.

Orsøkin til uppskotið var eitt ynski frá Almannastovuni um at kunna nýta persónstalið fyri eintýðugt at kunna sanna, hvørjir persónar søkja um og hava rætt til einhvørja almannaveiting. Somuleiðis skuldi persónstalið nýtast til at kanna eftir, at t.d. pengingaflytingar eru í lagi, og at tryggja, at persónar fáa ta upphæddina, teir hava rætt til.

Tað var eitt krav bæði frá føroyskari og danskari síðu, at edv-viðurskiftini á Almannastovuni blivu í lagi. Lógarbroytingin var ein fortreyt fyri hesum.

Ein kanning varð gjørd í 1992 av donsku ríkisgrannskoðarunum. Í frágreiðingini varð staðfest, at einki edv-eftirlit var við nýtsluni av persónstalinum á Almannastovuni. Hetta hevði m.a. við sær, at tað var gjørligt hjá einum og hvørjum at gera sær sítt egna persónstal. Síðani kundi hetta uppspunna persónstalið nýtast til at fáa útgoldið tað, ein nú einaferð kundi hugsað sær. T.d. kundu fólk, ið fáa pensjón við sínum rætta persónstali, fara á Almannastovuna við einum heilt øðrum persónstali og fáa aðra upphædd útgoldna.

Í hesum sambandi heitti Føroyskur Fólkafloksungdómur á fútan um at reisa ákæru móti stjóranum á Almannastovuni. Hesum sýtti fútin, og í svari til Føroyskan Fólkafloksungdóm, dagfest 6. januar 1993, segði fútin M. Nepper-Christensen:

" I skrivelse af 2. december 1992 har De anmodet mig om at rejse tiltale mod lederen af Almannastovan for ulovlig benyttelse af personnummer.
Bestemmelserne om benyttelse af personnummer findes i § 9, stk. 2, i lagtingslov nr. 62 af 5. juni 1984 over offentlige myndigheders registre med senere ændringer.
Af lovens § 28 fremgår, at overtrædelse af § 9, stk. 2, ikke er pålagt strafansvar. Jeg har derfor ikke mulighed for at foretage mig noget i anledning af Deres henvendelse".
Umsitingarliga varð soleiðis tørvur á at víðka grein 9 tvær ferðir í 1993.

Í 1994 varð við Ll. nr. 35 frá 24.03.1994 í §9, stk. 2, sett inn pkt. 8 og 9, soljóðandi:
"Gjaldstovuni verður heimilað at nýta persónstalið í síni umsiting. Lønjavningargrunninum verður heimilað at nýta persónsnummarið í síni umsiting av inntøkutrygd fiskimanna."

Í viðmerkingunum til uppskotið varð ført fram, at gjaldstovan hevur fyri neyðini at kunna nýta persónstalið fyri at kunna umsita innkrevjingar- og mótrokningarskipanirnar, t.d. í sambandi við meirvirðisgjaldsskipanina. Í sambandi við broytingarnar í reglunum um minstaforvinning er eisini neyðugt at nýta persónstalið, um minstiforvinningurin verður treytaður av ársinntøkuni.

Málið varð lagt fram tann 20. oktober 1993 og eftir 1. viðgerð tann 2. november 1993 beint í rættarnevndina. Nevndin býtti seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin tók undir við uppskotinum. Grundgevingin var, at tað er umráðandi at veita myndugleikunum møguleikan til at umsita innkrevjing og útgjald av almennum peningi so ódýrt og úrslitagott sum gjørligt. Meirilutin vísti tó á, at tað er óheppið, at løgtingslógin um evnisskráir hjá almennum myndugleikum ferð eftir ferð verður broytt og alsamt fleiri heimildir verða givnar til at nýta persónstalið. Meirilutin heitti tí á landsstýrið um at taka øll neyðug stig til tess at dagføra lóggávuna og at forða fyri, at almennir myndugleikar samskipa upplýsingarnar úr evnisskráum okkara.

Uppskot til samtyktar:
"Álagt verður landsstýrinum at seta samtyktu trygdarskipan í verk beinanvegin, og sum skjótast at leggja fyri løgtingið álit um almennar og privatar evnisskráir og dagførda lóggávu, sum tekur øll neyðug fyrivarni fyri, at almennar evnisskráir verða ikki misnýttar".

Í 1994 varð við Ll. nr. 86 frá 15.06.1994 sett inn ein nýggj § 12a, soljóðandi:
Edv-skráir, sum koma undir reglurnar í hesi lóg, kunnu bara goymast og viðgerast í edv-kervum, sum eru í Føroyum uttan so, at landsstýrið gevur undantaksloyvi. Stk. 2. Edv-skráir, ið nú verða goymdar og viðgjørdar í edv-kervum uttan fyri Føroyar, skulu innan eina freist, sum landsstýrið ásetir, flytast til edv-kervi, sum eru í Føroyum ella niðurleggjast."

Grundgevingin fyri lógaruppskotinum var, at tað í táverandi lógum um privatar og almennar skráir einki var, sum forðaði fyri, at skráir vórðu goymdar og viðgjørdar í edv-kervum uttan fyri Føroyar. Hesin møguleikin gjørdi, at tað var torført ella ógjørligt at hava nóg gott eftirlit við tílíkum skráum. Landsstýrið legði tí, fyri at økja um trygdina, uppskot fram um, at edv-skráir, ið komu undir lógirnar, skuldu goymast og viðgerast í Føroyum.

Tað er tó sannlýkt, at høvuðsorsøkin til lógarbroytingina var eitt ynski um við løgtingslóg at áleggja Føroya Banka framhaldandi at hava teirra skráir og viðgerðina av teimum í Føroyum og á tann hátt varðveita virksemi hjá P/F Elektron.

Málið varð lagt fram tann 4. mai 1994, og eftir 1. viðgerð tann 9. mai 1994 varð málið beint í rættarnevndina. Undir viðgerðini býtti nevndin seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin mælti til at samtykkja uppskotið.

Ein minniluti tók ikki undir við uppskotinum orsakað av, at hildi varð, at málið bar brá av at vera gjørt í skundi, og at lóggivið varð, uttan at greiða var fingin á avleiðingunum, t.d. skuldi skil fáast á, um lóggava av slíkum slagi samsvarar við lóggávuna í londum, sum vit samstarva við. Hesin minnilutin legði samstundis afturat, at stundir áttu verið fyrst at kanna, um verandi lóggava verður hildin, og síðani at kanna, um ikki aðrar leiðir kundu gangast.

Hin minnilutin tók undir við uppskotinum við teirri grundgeving, at tað er umráðandi, at okkara bygnað menniskjaliga tilfeingi fær høvi til at arbeiða við edv-loysnum, og at okkara menning fer fram á ein tílíkan hátt, at vit verða kappingarfør á økinum í framtíðini. Tað varð í hesum sambandi gjørt vart við, at tað er avgerandi at skipa verður soleiðis fyri, at føroyskt vinnulív ikki verður avbyrgt frá umheiminum. Vandin fyri monopolvirksemi verður viðurkendur, tó verður mett, at tað er betri við føroyskum enn við útlendskum monopoli.

Í 1997 varð við Ll. nr. 51 frá 13.05.1997 í § 9, stk. 2, sett inn eitt pkt. 10, soljóðandi:
"Persónsnummarið kann nýtast í øllum samskifti millum sjúkrakassarnar, kommunulæknarnar, apotekini, Almannastovuna og sjúkrahúsverk Føroya."

Í áliti frá 1995 um sjúkratrygging var niðurstøðan m.a., at ein framtíðarskipan innan sjúkratrygging eigur at vera so trygg og einføld sum gjørligt.

Telduskipanin átti í tí sambandi at verið ment. Men tílík skipan krevur, at sjúkratryggingini fær loyvi at nýta persónstalið í samskifti teirra. Talan verður tí um at nýta persónstalið í allari boðbering millum sjúkrakassarnar, kommunulæknarnar, apotekini, sjúkrahúsini og almennar myndugleikar. Hetta er neyðugt fyri at forða fyri, at tveir persónar verða samanblandaðir. Harafturat ger nýtslan av persónstalinum, at samskiftið verður skjótari og ikki minst kunnu álítandi hagtøl fáast til vega.

Almanna- og heilsudeildin hevur tí sett fram áheitan um, at skrásetingarlógin verður broytt.

Málið varð lagt fram tann 2. mars av landsstýrinum. Eftir 2. viðgerð tann 2. apríl 1997 varð málið beint í rættarnevndina. Nevndin býtti seg í tríggjar minnilutar.

Ein minniluti mælti til at samtykkja uppskotið. Ein minniluti tók støðu í tinginum, og ein triðji minniluti mælti frá at samtykkja uppskotið.
Hesin triðji minnilutin helt, at grundgevingin hjá uppskotsstillarunum um, at lógarbroytingin forðaði fyri, at persónar vórðu samanblandaðir, kundi loysast á annan hátt enn fyri 10. ferð at gera undantak í lógini.

Dentur varð lagdur á, at nýggja lógin fyri sjúkrakassar væntandi bleiv samtykt stutt eftir. Hon fór at leggja upp til, at allir borgarar í landinum gjørdust sjúkrakassalimir. Soleiðis kundi verið funnið fram til eina loysn, sum forðaði fyri navnasamanblanding t.d. við at áseta eitt sjúkrakassanummar, sum altíð var tað sama, hvar í landinum ein flutti til, ella um ein skifti frá A til B limaskap.

Eisini varð dentur lagdur á, at tá persónstalið varð ásett við lóg, løgdu politikararnir dýran við, at persónstalið einans skuldi nýtast til skattlig viðurskifti. Síðani hevði ein stórur partur av Føroya fólki skrivliga mótmælt, at nýtslan av persónstalinum varð víðkað. Minnilutin helt ikki nakað vera, sum týddi uppá, at henda støða var broytt. Sostatt meinti minnilutin ikki, at slík uppskot áttu at verið løgd fram ferð eftir ferð.

Uppskotið varð tó samtykt við 3. viðgerð tann 30. apríl 1997.

Lóg um privatar skráir
Innihald og broytingar
Lógin er galdandi fyri bæði edv-skráir og fyri manuellar skráir.
Innihaldið í lógini er í høvuðsheitum soleiðis:

Kap. 1: Lógarøkið.
Kap. 2: Vinnuvirkir v.m., heruppií treytir fyri skráseting.
Kap. 3: Edv-tænastuvirkir.
Kap. 4: Skráseting og elektronisk dataviðgerð uttanlands.
Kap. 5: Eftirlit og revsing.
Kap. 6: Gildiskoma og bráðfeingisreglur.

Í 1994 varð við Ll. nr. 87 frá 30.05.1994 ein broyting gjørd í lógini um privatar skráir, sum var soljóðandi:
"Edv-førdar skráir, ið nú verða goymdar og viðgjørdar í kervum uttan fyri Føroyar, skulu innan eina freist, ið landsstýrið ásetir, flytast til edv-kervi í Føroyum ella niðurleggjast."

Grundgevingin fyri broytingini var tann sama, sum var til skjals, tá §12a varð sett inn í lóg um almennar skráir.

Tann 5. mars 1998, legði Eilif Samuelsen, landsstýrismaður, vegna løgmann fram eitt uppskot til broyting í lógini um privatar skráir, sum var soljóðandi:
"Í §2, stk. 2 verða orðini," til vísindaligt ella hagfrøðiligt endamál ella", strikað. Í § 2 verður sett inn sum stk. 3: „Stk. 3. Lógin fevnir ikki um skráseting, ið einans verður gjørd við vísindaligum ella hagfrøðiligum endamáli. Skráseting við hesum endamálum av upplýsingum, sum nevndar eru í §3, stk. 2, kann tó einans fara fram eftir fráboðan frammanundan til Skrásetingareftirlitið. Skrásetingareftirlitið kann áseta nærri treytir fyri skránna fyri at verja privatlívið hjá teimum skrásettu, heruppií um samtykki frá skrásetta, um striking og dagføring av upplýsingum og um trygdarfyriskipanir móti, at skráin verður misnýtt ella kemur til kunnleika hjá óviðkomandi.""

Orsøkin til uppskotið var, at Skrásetingareftirlitið hevði heitt á landsstýrið um at broyta lógina soleiðis, at Skrásetingareftirlitið kundi seta treytir til skráir, ið høvdu vísindaligt ella hagfrøðiligt endamál.

Henda regla stendur í donsku skrásetingarlógini, og Skrásetingareftirlitið upplýsti, at tað hevði havt nøkur dømi um privatar edv-skráir til granskingarendamál, ið innihildu sera viðkvæmar upplýsingar um fólk. Mett var eisini, at tað var eitt hol í lógini, at eftirlitið ikki kundi seta treytir til slíkar skráir.

1. viðgerð var tann 16. mars 1998, og varð uppskotið beint í rættarnevndina.

Løgtingsval var tann 30. apríl 1998, og av tí at málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið, fall tað burtur sambært §15, stk. 3 í stýrisskipanarlógini.

Uppskotið varð tó seinni samtykt sum Ll. nr. 82 frá 7. desembur 1998.

Heimastýrismyndugleikar
Føroyska skrásetingarlóggávan er bert galdandi fyri skráir, ið verða førdar av teimum føroysku myndugleikunum. Hetta varð sett inn í lógirnar, eftir at ríkisumboðið hevði gjørt vart við, at Løgtingið bert hevur heimild til at lóggeva fyri edv-skráir, ið verða førdar fyri føroyskar myndugleikar.

Ríkismyndugleikar
Edv-skráir, ið verða førdar fyri ríkismyndugleikarnar í Føroyum, eru fevndar av donsku lógini, L. nr. 294 frá 08.06.1978, sum sett í gildi við A. nr. 385 frá 01.07.1988, um edv-skráir.

Sambært ummæli frá Løgmálaráðnum skal hetta skiljast soleiðis:

4. Skrásetingareftirlitið
Heimild og virksemi

Skrásetingareftirlitið er ein óheftur eftirlitsmyndugleiki við einari ávísari játtan á fíggjarlógini.

Skrásetingareftirlitið virkar sambært kap. 5 í lóg um privatar skráir og kap. 7 í lóg um skráir hjá almennum myndugleikum. Skrásetingareftirlitið útinnir harumframt tey størv, ið løgd eru undir tað við kongligari fyriskipan sambært § 32 í lóg nr. 294 frá 8. juni 1978 "om offentlige myndigheders registre på Færøerne, statslige myndigheder".

Høvuðsuppgávurnar hjá Skrásetingareftirlitinum eru at ummæla skráir og at hava eftirlit við góðkendum skráum. Skrásetingareftirlitið kann krevja allar upplýsingar frá myndugleikum og øðrum, sum føra skráir. Somuleiðis hevur Skrásetingareftirlitið til eina og hvørja tíð móti neyðturviligum heimildarskjali, uttan dómsskurð, atgongd til øll høli, har skráir verða førdar.

Hóast áheitan frá Skrásetingareftirlitinum er eingin reglugerð samtykt fyri Skrásetingareftirlitið. Skrásetingareftirlitið hevur tó valt at fylgja uppskotinum til reglugerð, sum latið varð landsstýrinum í 1996.

Skrásetingareftirlitið verður sett av landsstýrinum og ansar av egnum ávum ella eftir kæru frá skrásettum eftir, at skráir verða viðgjørdar í samsvari við lógina.

Skrásetingareftirlitið er sett saman við 6 limum, einum datakønum, einum við kunnleika til fyrisiting, tveimum umboðandi lønmóttakarafeløgini og tveimum umboðandi arbeiðsgevarafeløgini. Formaðurin skal vera løgfrøðingur.

Ársfrágreiðingar
Skrásetingareftirlitið gevur, sambært § 27 í lóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum, út eina ársfrágreiðing.

1996
Tann fyrsta ársfrágreiðingin var fyri 1996, og hon kom út tann 1. juli 1997.

Sambært ársfrágreiðingini snúði arbeiðið hjá Skrásetingareftirlitinum í 1996 seg serliga um ummæling av skrásetingarreglum fyri skráir hjá almennum stovnum. Skrásetingareftirlitið gjørdi ummælir til landsstýrið, sum er endaligur góðkennandi myndugleiki. 23 ummæli vórðu gjørd.

Harumframt vórðu 15 nýggj mál skrásett. Av hesum vóru 11 mál viðvíkjandi lóg um almennar skráir og 4 mál viðvíkjandi lóg um privatar skráir.

Tann spurningurin, sum aloftast var frammi í 1996, var spurningurin um nýtslu av persónstalinum. Bæði umsóknir frá privatum og frá almennum stovnum, um at nýta persónstalið í teirra skráum, vórðu viðgjørdar. Ársfrágreiðingin vísir, at um nýtslan av persónstalinum var til annað enn mótvegis Toll- og Skattstovu Føroya, var svarið frá Skrásetingareftirlitinum sýtandi.

Onkrar umsóknir vóru eisini frá privatum, ið ynsktu at nýta upplýsingar úr skráum hjá almennum stovnum í sambandi við gransking. Her var víst til tann myndugleika, ið hevði ábyrgdina av skránni. Hesin kundi við ávísum treytum um anonymisering geva loyvi til at nýta upplýsingarnar.

Skrásetingareftirlitið gjørdi eisini eina lýsing av, hvat samkoyring er. Skrásetingareftirlitið valdi at tulka lógina soleiðis:
1) Samkoyring uttan p-tal er loyvd sambært §§4, 6, 7.
2) Bert Toll- og Skattstova Føroya kann samkoyra við p-tali.
3) Hinir stovnarnir, sum nýta p-talið antin,
    a) tí hetta er neyðugt til samskifti teirra við Toll- og Skattstovu Føroya, ella
    b) tí teir hava fingið beinleiðis lógarheimild fyri hesum,
kunnu ikki samkoyra við p-tali.

Eitt sindur av kunnandi virksemi var eisini gjørt í 1996. Hetta var m.a. gjørt við, at greitt var frá arbeiðinum hjá Skrásetingareftirlitinum í Útvarpi Føroya. Ymsir spurningar frá sjónvarpinum og bløðunum vórðu svaraðir, og fyrilestrar vóru hildnir um skrásetingarlógina á datanomskeiðinum edv og jura.

Tann parturin av arbeiðinum, ið snúði seg um eftirlit, kom oftast fyri í sambandi við samkoyring av skráum. Her varð kannað, hvussu samkoyringarnar hjá Toll- og Skattstovu Føroya fóru fram. Niðurstøðan var, at samkoyringin fer fram báðar vegir frá Toll- og Skattstovu Føroya.

1997
Sambært ársfrágreiðingini fyri 1997 vóru eisini hetta árið nógvir fyrispurningar um nýtsluna av persónstalinum til aðra skráseting enn mótvegis Toll- og Skattstovu Føroya.

Ein stórur partur av arbeiðinum hjá Skrásetingareftirlitinum var eisini at ummæla skráir og at gera tilmæli til landsstýrið um skráirnar. Samkoyring var eisini á skránni.

Skrásetingareftirlitið hevði ikki fingið svar upp á síni uppskot, sum í 1996 vórðu send landsstýrinum.

Byrjað varð at fáa skil á edv-skráirnar hjá kommununum, og skriv varð sent øllum 49 kommununum.

Trý mál viðvíkjandi 5 privatum verkætlanum í sambandi við gransking vóru til viðgerðar.

Av tí, at skráir, ið eru viðgjørdar í sambandi við privata gransking, ikki komu undir skrásetingarlógina, kundi Skrásetingareftirlitið ikki seta nakrar treytir fyri hesa skráseting. Upplýsingarnar vórðu innsavnaðar í Føroyum, og blivu síðani fluttar til Danmarkar til edv-viðgerð. Skrásetingareftirlitið vendi sær tí til Registertilsynet og bað um upplýsingar í øllum málunum, ið høvdu verið viðgjørd har. Niðurstøðan var, at man mælti teimum, sum høvdu verið við í verkætlaninum, til at fylgja treytunum, sum vóru ásettar av Registertilsynet. Sagt varð, at upplýsingarnar í øllum 5 verkætlanunum vóru sera viðkvæmar, og at tað sostatt tykist ógvuliga óheppið, at Skrásetingareftirlitið ikki kundi seta treytir fyri hesum skrásetingunum.

Í 1997 vórðu 20 nýggj mál skrásett.

1998
Í 1998 vórðu 12 ummæli av skrásetingarreglum avgreidd. 40 nýggj mál vórðu skrásett , tey vóru øll viðvíkjandi lógini um almennar skráir.

Eisini í 1998 varð arbeitt við samkoyring og spurningum um p-talið.

Serliga var arbeitt við at fáa skil á skráunum hjá kommununum. Svar var fingið frá 40 kommuum, so tá vóru bert tær heilt smáu kommunurnar eftir. Skrásetingareftirlitið fór eisini í 1998 undir at gera skrásetingarreglur fyri kommunurnar.

Samanumtikið
Samanumtikið kann sigast, at størsti parturin av orkuni hjá Skrásetingareftirlitinum hesi trý árini fór við at ummæla skrásetingarreglur. Samstundis var eisini nógv orka nýtt til at avgreiða spurningar viðvíkjandi persónstalinum.

Uppskot/fyritaksemi
Skrásetingareftirlitið hevur í síni virkistíð lagt fram ymisk uppskot til broytingar á skrásetingarøkinum.

Samtykt
Skrásetingareftirlitið sendi í 1997 landsstýrinum broytingaruppskot til tann partin av lógini um privatar skráir, ið snýr seg um undantøk frá lógini. Broytingaruppskotið skuldi hava við sær, at skráir, ið einans vórðu nýttar til vísindaligt ella hagfrøðiligt endamál, skuldu fráboðast Skrásetingareftirlitinum, áðrenn tær vórðu stovnaðar. Tað skuldi eisini gerast gjørligt hjá Skrásetingareftirlitinum at seta treytir til skrásetingina fyri at verja teir skrásettu persónarnar. Eisini skuldi tryggjast, at tey skrásettu høvdu givið sítt samtykki til skrásetingina.

Løgtingið samtykti tann 1. desember 1998 lógarbroyting samsvarandi hesum.

Ikki samtykt
Í 1996 vóru umboð fyri Skrásetingareftirlitið á vitjan hjá Registertilsynet fyri at kunna seg um, hvussu arbeiðið hjá teimum fór fram, og hvussu hetta fór at verða skipað í framtíðini í sambandi við ES.

Her varð tosað um broytingina í tí donsku lógini, ið hevði við sær, at fráboðan kundi nýtast i staðin fyri skrásetingarreglur, tá talan var um skráir, ið ikki innihildu viðkvæmar upplýsingar. Hetta var mett at vera arbeiðssparandi og at minka um bureaukratiið.

Skrásetingareftirlitið sendi sostatt landsstýrinum broytingaruppskot til tann partin av lógini, ið viðvíkur skrásetingarreglunum. Broytingaruppskotið skuldi hava við sær, at tað ikki varð neyðugt at gera skrásetingarreglur fyri skráir, ið ikki innihildu viðkvæmar upplýsingar. Í staðin skuldi eitt fráboðanarskjal, hvørs innihald varð ritað av Skrásetingareftirlitinum, fyllast út og sendast Skrásetingareftirlitinum til ummælis. Ongin broyting er enn gjørd á hesum øki.

Í 1996 sendi Skrásetingareftirlitið somuleiðis landsstýrinum uppskot til reglugerð fyri eftirlitið. Reglugerðin er enn ikki góðkend, men Skrásetingareftirlitið hevur tó valt at fylgja reglugerðini  í sínum arbeiði.

5. Umsitingarligar royndir av skrásetingarlóggávuni

Privat/Virkir: Einki er at finna í ársfrágreiðingunum hjá Skrásetingareftirlitinum um umsitingarligu royndirnar hjá privatum og virkjum.

Kommunur: Einki er at finna í ársfrágreiðingunum hjá Skrásetingareftirlitinum um umsitingarligar royndir hjá kommununum.

Almennir myndugleikar: Einki er at finna í ársfrágreiðingunum hjá Skrásetingareftirlitinum um umsitingarligu royndirnar hjá almennum myndugleikum

Álit 1993
1992 setti landsstýrið eina nevnd at endurskoða lógirnar um almennar og privatar skráir.

Grundgevingin var, at skrásetingarlógirnar, sum eru frá 1984, vóru vorðnar ótíðarhóskandi. Sostatt varð mett, at tøkniliga menningin og royndirnar við umsitingini av lógunum gjørdu tað neyðugt at útgreina verandi trupulleikar og at koma við uppskotum til at loysa møguligar trupulleikar.

Nevndin samtykti at senda spurnarbløð út til teir almennu stovnarnar. Endamálið var at fáa skil á, hvussu táverandi skrásetingarlóggávan virkaði, og hvar møguligar broytingar áttu at verða gjørdar.

Talið av svaraðum spurnarbløðum gjørdist 37. Men nógvir stovnar gjørdu vart við seg á annan hátt við t.d. at boða frá, at teir ongar persónskráir høvdu. Teir flestu av teimum størru stovnunum lótu svarað spurnarblað inn aftur.

Spurnarblaðið var í trimum pørtum. Tann fyrsti parturin var um støðu stovnsins til verandi lóg, meðan annar partur viðgjørdi umsitingina av lógini. Triði partur tók upp spurningin um virksemi hjá Skrásetingareftirlitinum.

Úrslitið av kanningini:

1. Nøgdsemi við verandi lóg

16% av teimum spurdu vóru nøgd, 38% minni nøgd, og 46% høvdu onga støðu tikið.

Talva 1.1. Nøgdsemi við verandi lóggávu, og hvussu hon virkar

Ein av avmarkingunum í verandi lóg er, at samkoyring ikki er loyvd.

Samkoyring merkir, at tvær skráir, ið eru skipaðar til hvør sítt endamál, verða samanbornar, so at upplýsingarnar, sum koma burturúr, røkka út um upprunaendamálið við hvørjari skrá.

22% av stovnunum svaraðu, at tað darvaði stovninum í sínum virksemi, at samkoyring ikki var loyvd. 46% hildu ikki, at tað darvaði stovninum, at samkoyring ikki var loyvd, og 32% høvdu onga støðu tikið til spurningin.

Talva 1.2. Darvar tað stovninum í sínum virki, at samkoyring ikki er loyvd.

Ein samanbering av talinum á skráum hjá hvørjum einstøkum stovni og støðutakanini til samkoyring bendi ikki á, at stórir stovnar kendu seg meira darvaðar enn smáir stovnar.

Tá tað snúði seg um spurningin, um tað átti at verið skilt millum skráir við vanligum og við viðkvæmum upplýsingum, vóru 62% samd, 5% ikki samd, og 33% høvdu onga støðu tikið til spurningin.

Nýtsla av persónstalinum í almennu umsitingini hevur elvt til drúgt orðaskifti millum manna.
Millum almennu stovnsleiðararnar var kortini greiður meiriluti fyri annaðhvørt at broyta lógina soleiðis, at tað gjørdist møguligt at nýta persónstalið sum felags lykil í øllum skráum, ella at taka umstrídda brotið (avmarkingina í § 9, stk. 2.) burtur.

13% hildu, at brotið skuldi standa óbroytt. 49% hildu, at brotið skuldi broytast soleiðis, at persónstalið kundi nýtast sum felags lykil. 11% hildu, at brotið skuldi takast burtur, meðan 27% onga støðu høvdu tikið til spurningin.

Talva. 1.4. Støða til nýtslu av persónstalinum (brot úr § 9, stk. 2).

2. Viðvíkjandi umsitingini av lógini

Ein møguleiki var, at lógin var nóg góð, men at parturin hjá umsitingini lá eftir. Sambært spurnarbløðunum vóru allir stovnar, ið høvdu sagt seg verða ónøgdar við lógina, ósamdir í, at tað var umsitingini, tað var gali við.

Talva 2.1. Lógin er nóg góð, men ov illa umsitin.

Sum er, skulu allar skráir góðkennast av landstýrinum ella viðkomandi, ið landsstýrið gevur heimild til tess, áðrenn tær kunnu takast í nýtslu.

Sambært kanningini var tað millum stovnsleiðararnar breið semja um, at hetta ikki átti at verið soleiðis. Heldur átti mannagongdin við góðkenning at verið broytt, so ikki allar skráir skuldu um eftirlit, men komu undir almenna reglugerð. Tveir triðingar tóku undir við hesum broytingaruppskotinum.

Í spurninginum, um mannagongdin við góðkenning átti at verið broytt soleiðis, at ikki allar skráir skulu um eftirlit, men koma undir almenna reglugerð, vóru 65% samd, 5% ósamd, meðan 30% ikki høvdu tikið støðu til spurningin.

Talva 2.2. Mannagongdin átti at verið broytt soleiðis, at ikki allar skráir skulu um eftirlit, men koma undir almenna reglugerð.

3. Viðvíkjandi virkseminum hjá Skrásetingareftirlitinum

Skrásetingareftirlitið er, sum áður nevnt, eitt av landsstýrinum sett ráð, ið hevur eftirlit við skráunum, ið eru fevndar av lógini. Harafturat virkar Skrásetingareftirlitið eisini sum ráðgevi hjá landsstýrinum, tá ið nýggjar skráir skulu góðkennast.

11 % av teimum spurdu vóru nøgd við virksemið hjá Skrásetingareftirlitinum, 32 % vóru ónøgd, meðan 57 % ikki svaraðu spurninginum.

Talva 3.1. Hvussu halda tygum, Skrásetingareftirlitið virkar

Í teimum næstu spurningunum eftirlýsa stovnarnir, at Skrásetingareftirlitið gongur teimum til handa.

Spurt verður, um Skrásetingareftirlitið átti at gjørt meira við at hjálpa stovnunum við trygd heldur enn góðkenning. Helvtin, 49%, vóru samd í hesum, 13% ósamd, og 38% vistu ikki.

Talva 3.2. Átti meira at verið gjørt við at hjálpa stovnunum við trygd heldur enn góðkenning.

Spurt varð, um Skrásetingareftirlitið skuldi verið til hjálpar í ivamálum í sambandi við lógartulking. Her vóru 68% samd, 19% ósamd, og 13% vistu ikki.

Talva. 3.3. Skrásetingareftirlitið skuldi verið til hjálpar í ivamálum, hvussu lógin skal tulkast.

Spurt varð, um Skrásetingareftirlitið skuldi verið til hjálpar, tá reglur fyri skipan og rakstur skulu gerast. Her vóru 68% samd, 19% ósamd, og 13% vistu ikki.

Talva. 3.4. Skrásetingareftirlitið skuldi verið til hjálpar, tá reglur fyri skipan og rakstur skulu gerast.

Breið semja var sostatt um, at Skrásetingareftirlitið heldur átti at lagt seg eftir at ganga stovnunum til handa við trygd og tulkingarspurningum heldur enn at vera ein góðkenningarmyndugleiki.

Í spurnarblaðnum var eisini høvi til at orða eitt broytingaruppskot til, hvussu Skrásetingareftirlitið skuldi virka í framtíðini. Fáir stovnar nýttu tó henda møguleikan. Teir, ið gjørdu, bóru millum annað fram, at tað var neyðugt at styrkja Skrásetingareftirlitið, antin við at fleiri starvsfólk vórðu sett ella við at linka kravið um, at allar skráir skulu um eftirlit. Soleiðis kundi stovnurin kannska fingið orku til at tikið sær av øðrum uppgávum eisini.

Niðurstøða
Niðurstøðan av kanningini var, at almennu stovnarnir ikki halda skrásetingarlógina virka nóg væl. Serliga var ónøgd við lógina um almennar skráir. Tað varð hildið, at trupulleikarnir við umsitingini av lógini stóðust av lýtum við lógini. Avmarkingin í nýtsluni av persónstalinum varð heldur ikki hildin at vera tíðarhóskandi, og semja var um at broyta lógina, so persónstalið kundi nýtast sum felags lykil til allar skráir við persónsupplýsingum. Hetta var tó ikki fyri at lætta um samkoyringina av skráum, men heldur fyri at fáa eintýddar upplýsingar til vega.

Stovnarnir mæltu eisini til, at lógin skuldi skilja millum skráir við vanligum upplýsingum og skráir við viðkvæmum upplýsingum. Hetta varð mett at vera ein fortreyt fyri, at størri partar av skráunum kundu koma undir almenna reglugerð soleiðis, at farið varð burtur frá mannagongdini við góðkenning, og dentur lagdur á ráðgeving í staðin.

Skrásetingareftirlitið skuldi sostatt í minni mun enn higartil standa fyri eftirliti og í størri mun fyri tænastuveiting mótvegis stovnunum. Tænasturnar, ið talan var um, var ráðgeving í sambandi við trygd og gerð av innanhýsis reglum fyri skipan og rakstur.

Tá kanningin einans snúði seg um almennar stovnar, og Skrásetingareftirlitið ikki kannaði teir privatu stovnarnar, eru sostatt ongar kanningar, ið lýsa tær privatu skráirnar.

Orsøkin til lógaruppskotið
Síðan skrásetingarlógirnar komu í gildi í 1984, hevur rættarnevndin fleiri ferðir, í sambandi við viðgerð av broytingaruppskotum til lógirnar, mælt til, at nevnd verður sett at endurskoða lógirnar.

Í 1992 setti landsstýrið eina nevnd.. Nevndin metti, at menningin á edv-økinum var í skjótari framgongd, og at ikki var nóg mikið at gera broytingar í galdandi lógum. Nevndin metti sostatt, at neyðugt var við einari heilt nýggjari lóggávu á økinum. Ger av nýggjari lóggávu var tó uttan fyri arbeiðssetningin hjá nevndini, sum tískil ikki gjørdi arbeiðið liðugt.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður legði tann 3. desember 1999 fram uppskot um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.

Lógaruppskotið hevði sín uppruna í, at umsitingin av vektavgjaldinum skuldi flytast frá Føroya Gjaldstovu til Bileftirlitið. Fyrisitingin av vektavgjaldinum hevði við skattaviðurskifti at gera. Mett var, at tað var neyðugt hjá Bileftirlitinum at kunna nýta persónstalið í innkrevjingini av vektavgjaldinum. Hetta varð grundgivið við, at tað var vanligt, at allir aðrir skattir vórðu kravdir inn við persónstalinum sum grundarlagi, at tað, uttan eintýdda sannan av, hvør eigarin av akfarinum var, ikki kundi tryggjast, at innkrevjingin fór rætt fram, umframt at tað vildi ført við sær ein óneyðugan umsitingarligan meirkostnað, um Bileftirlitið ikki fekk loyvi at nýta persónstalið í innkrevjingini.

Í viðmerkingunum til broytingaruppskotið varð sagt, at tað var ein óheppin gongd, at spurningarnir um at nýta persónstalið vórðu loystir við broytingum í lógini, so hvørt sum spurningarnir stungu seg upp, og at uppskotið tískil skuldi skiljast sum ein fyribilsloysn.

Ein samd rættarnevnd mælti Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Nevndin var í grundini ikki ímóti, at Bileftirlitið fekk loyvi til at nýta persónstalið. Nevndin vildi tó ikki taka undir við, at fleiri undantøk vórðu gjørd til lógirnar, men helt í staðin, at tíðin var komin til at endurskoða tær.

Landsstýrismaðurin tók tí málið aftur tann 20. januar 2000. Tann 4. mai 2000 varð tann nýggi arbeiðsbólkur settur at endurskoða skrásetingarlógirnar.

Endamálið við lógaruppskotinum
Endamálið við lógaruppskotinum er at fáa eina meira tíðarhóskandi edv-lóggávu, sum er einføld at umsita og greið at nýta. Skiljast skal millum viðkvæmar persónsupplýsingar, sum skulu krevja góðkenning at nýta, og aðrar upplýsingar, sum skulu verða loyvdar at viðgera, uttan tá vandi er fyri persónliga sjálvræðisrættinum. Eisini skal tað vera gjørligt at samskipa almenna skráseting umsitingarliga og tekniskt við at nýta persónstalið.

Tað skal somuleiðis gangast burtur frá, at allar skráir skulu góðkennast av landsstýrinum. Í staðin skulu tað vera almennar reglur fyri loyvdari viðgerð, sum bert í serligum førum skal krevja loyvi frá eftirlitsmyndugleikanum.

Eisini er endamálið at umskipa skrásetingareftirlitið soleiðis, at uppgávurnar hjá eftirlitinum meira fara at snúgva seg um ráðgeving, kunning og umsjón.

Ummæli av galdandi skrásetingarlóggávu
Tvær skrásetingarlógir eru, ein fyri privatar skráir og ein fyri skráir hjá almennum myndugleikum.

Umstøðurnar eru nógv broyttar, síðani galdandi skrásetingarlógir komu í gildi í 1984. Teldutøknin hevur fingið nógv størri týdning sum arbeiðsamboð, og mestsum øll umsiting, almenn sum privat, er tengd at teldutøknini. Ásannast má tískil, at næstan øll viðgerð av persónsupplýsingum í dag er elektronisk.

Skrásetingarlógirnar frá 1984 eru grundaðar á skrá-hugtakið og fevna sostatt bert um upplýsingar, ið eru førdar í edv-skráir. Allar skráir skulu, eftir at ummæli er fingið frá Skrásetingareftirlitinum, góðkennast av landsstýrinum. Hetta er sjálvsagt ein tíðarkrevjandi mannagongd, og sambært ársfrágreiðingunum hjá Skrásetingareftirlitinum er tann mesta tíðin hjá eftirlitinum farin við júst hesum arbeiði.

Broytingarnar, sum hava verið framdar í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum, hava í flestu førum verið til greinina viðvíkjandi persónstalinum. Persónstalið er í báðum lógunum skipað undir greinini um viðkvæmar upplýsingar. Tó er nýtslan av persónstalinum meira avmarkað enn nýtslan av viðkvæmum upplýsingum. Hetta er orsakað av, at nýtsla av persónstalinum bert er loyvd, um lógarheimild er fyri hesum, meðan nýtslan av viðkvæmum upplýsingum kann fara fram við samtykki frá skrásetta.

Upprunaliga var einans loyvt fólkayvirlitinum at nýta persónstalið. Seinni hava eisini aðrir almennir myndugleikar fingið lógarheimild til at nýta persónstalið. Nýtslan av persónstalinum er eisini loyvd, tá hetta er neyðugt fyri at kunna røkja skyldurnar mótvegis skattamyndugleikunum.

Um upplýsingar skulu goymast og skrásetast uttan fyri Føroyar, er neyðugt at søkja um serstakt loyvi frá landsstýrinum í hvørjum einstøkum føri, líkamikið um talan er um vanligar ella viðkvæmar upplýsingar.

Sambært kanning, ið varð gjørd í 1993, sí kap. 5, var stór ónøgd við lógirnar og við arbeiðsuppgávurnar hjá Skrásetingareftirlitinum. Mett varð, at tann skipanin, at allar skráir skulu góðkennast, er alt ov tung at umsita, og at onnur skipan, sum ístaðin ásetir almennar reglur fyri viðgerð av upplýsingum, átti at komið ístaðin. Hetta vildi helst eisini ført við sær, at Skrásetingareftirlitið kundi fingið stundir til eisini at røkja aðrar uppgávur sum t.d. ráðgeving, vegleiðing og umsjón. Eisini var ónøgd við, at persónstalið ikki kann nýtast sum felags lykil.

Bólkurin hevur kannað lóggávuna í londunum kring okkum fyri at fáa kunnleika til, hvussu nútíðarlóggávan á edv-økinum er skipað har. Tað er so, at bæði Danmark, Noreg, Ísland og Svøríki hava hetta seinasta árið fingið nýggja lóggávu á økinum. Hetta er millum annað ein avleiðing av direktivum, ið eru samtykt í EU. Felags fyri lóggávuna í hesum londunum er, at har er farið burtur frá, at allar skráir skulu góðkennast. Ístaðin er gjørd ein skipan, har skilt verður millum vanligar og viðkvæmar persónsupplýsingar soleiðis, at nakrar viðgerðir skulu fráboðast, meðan aðrar skulu góðkennast.

Eftirlitið
Í sambandi við, hvussu eftirlitið frameftir skal skipast í Føroyum, hevur arbeiðsbólkurin kannað, hvussu eftirlitið í londunum kring okkum er skipað. Tað vísir seg, at eftirlitsmyndugleikin er eitt sindur ymiskt skipaður í teimum ymsu londunum.

Av tí at lógaruppskotið líkist tí danska og tí norska, er serliga hugt eftir, hvussu eftirlitið er skipað í hesum londum. Bólkurin hevur lisið frágreiðingarnar frá donsku og norsku nevndunum viðvíkjandi skipan av eftirlitsmyndugleikanum.

Í Noregi er eftirlitið skipað á tann hátt, at "datatilsynet", sum er sett saman við avgreiðsluskrivstovu og ráði, framhaldandi skal virka og hava eftirlit við lógini og taka avgerðir. Harumframt verður sett á stovn ein kærunevnd, sum skal viðgera kærur um avgerðir hjá "datatilsynet" sambært lógini.

Tær avgerðir hjá "datatilsynet", sum kunnu kærast, eru avgerðir um:

Í Noregi verður mett, at fólk vanliga halda seg aftur við at fara til dómstólarnar við einum máli, og at tað er lættari at fara til eina kærunevnd, har viðgerðarhátturin er meira óbundin.

Viðgerðartíðin hjá eini kærunevnd er eisini aloftast styttri enn viðgerðartíðin hjá dómstólunum, og bíligari, um ein sjálvur skal gjalda sakarmálskostnaðin. Harafturat royna dómstólarnir ikki "metingina" hjá málsviðgeranum, sum t.d. ein kærunevnd ger.

Ein onnur grundgeving fyri at hava eina kærunevnd umframt ráðið í "datatilsynet" var, at summar av avgerðunum hjá "datatilsynet" eru fyrisitingarliga endaligar, meðan aðrar ikki eru tað. Hugsast kundi tí, at tað almenna, har tað er partur í eini trætu, kundi koma í ta støðu at taka avgerð um seg sjálvan. Týdningurin av hesum sjónarmiði er tengdur at, hvørjar avgerðir hjá eftirlitinum eru fyrisitingarliga endaligar, og um tað ivasama í, at tann hægsti fyrisitingarligi myndugleikin tekur endaligar avgerðir, tá hugsað verður um, at hesin myndugleiki altíð ábyrgist mótvegis tí lóggevandi valdinum.

Ein annar spurningur var, um tað varð neyðugt, at "datatilsynet", tá kærunevnd skuldi setast á stovn, hevði bæði avgreiðsluskrivstovu og ráð, ella um tað bert skuldi hava eina avgreiðsluskrivstovu og eina kærunevnd.

Nevndin býtti seg í tveir partar, og próvgrundin hjá tí partinum, sum var fyri at taka ráðið av, var, at talan annars fór at verða um eina skipan við trimum rættarstigum, og at ráðið og kærunevndin fóru at verða kappandi kærustovnar. Hildið varð, at kærunevndin var betur før fyri at viðgera kærur enn ráðið, meðan avgreiðsluskrivstovan kundi taka sær av viðgerð av vanligum fyrisitingarligum málum, og at datatilsynet var eins óheftur stovnur, um ikki eitt ráð var eisini.

Próvgrundin fyri at varðveita ráðið og samstundis seta á stovn eina kærunevnd var, at "datatilsynet" hevði størri myndugleika sum ein óheftur myndugleiki, um eitt ráð eisini var at taka sær av uppgávum, sum t.d. ráðgeving, vegleiðing, kunning og ger av endamálsætlanum. Eisini varð mett, at eitt ráð var betur egnað til framhyggjandi uppgávur, meðan ein kærunevnd mest tekur sær av afturboðan.

Tað endaliga úrslitið varð, at Noreg fekk eina kærunevnd og varðveitti "datatilsynet" við bæði avgreiðsluskrivstovu og ráði.

Tá tann danska nevndin viðgjørdi spurningin um eftirlitið við lógini, varð stórur dentur lagdur á, hvørjar uppgávur eftirlitsmyndugleikin skuldi hava sambært nýggju lógini.

Ein minniluti í nevndini var fyri at seta á stovn eina kærunevnd, sum skuldi koma í staðin fyri ráðið. Minnilutin helt, at hetta fór at hava við sær betri rættartrygd, tí talan fór at verða um eina skipan við tveimum rættarstigum. Áðrenn nýggja lógin kom í gildi, var tað avgreiðsluskrivstovan, sum viðgjørdi og avgjørdi málini. Ráðið virkaði sostatt ikki sum ein veruligur kærustovnur. Ráðið kom bert inn í viðgerðina, tá avgreiðsluskrivstovan hevði ivaspurningar ella helt, ein avgerð hevði prinsipiellan týdning, sum ráðið átti at takið sær av.

Meirilutin í nevndini var ímóti at seta á stovn eina kærunevnd. Meirilutin helt í hesum sambandi, at skipanin við "registertilsynet" við avgreiðsluskrivstovu og ráði hevði virkað nøktandi, og at skipanin lýkur treytirnar, ið verða settar til ein óheftan eftirlitsmyndugleika. Tað varð ikki hildið, at ein skipan við einari kærunevnd fór at hava við sær betri rættartrygd, av tí at arbeiðsuppgávurnar hjá eftirlitsmyndugleikanum sambært lógini eru at geva ummæli, ráðgeva, vegleiða og kunna um lógarspurningar og bert í ógvuliga einstøkum førum snúgva seg um at taka avgerðir.

Ein kærunevnd kann bert viðgera kærur í sambandi við avgerðir hjá eftirlitinum, og hetta eru serliga avgerðir um innlit og onnur rættindi. Kærunevndin er sostatt bundin at ávísari viðgerð, og hon kann tí ikki fáa tann neyðturviliga fakliga kunnleikan, av tí at so fá mál verða kærd, og talan bert er um eitt ávíst slag av málum. Nevndin vísti á, at talan er um eitt torført øki, sum er undir ávirkan av tí leypandi tøknifrøðiliga virkseminum, og stór krøv verða tí sett til eftirlitið um at fylgja við í gongdini á økinum. Hetta kann ein kærunevnd ikki, uttan so at stór orka verður nýtt, og tað fer at verða kostnaðarmikið.

Meirilutin í nevndini metti eisini, at um kærunevnd varð sett á stovn, fór hetta at ávirka støðuna hjá "datatilsynet", av tí at kærunevndin kann ógilda avgerðirnar, og at tað tí verður truplari hjá "datatilsynet" at vinna sær virðing.

Somuleiðis vísti meirilutin á myndugleika fólkatingsins umboðsmann at ummæla avgerðir hjá "datatilsynet" eins og tær ministeriellu avgerðirnar.

Í sambandi við viðgerðina av, hvussu eftirlitsmyndugleikin í Føroyum skuldi skipast, varð dentur lagdur á, at føroysk viðurskifti hava við sær, at vit eiga ikki at nýta eins nógvar resursur til eftirlitsmyndugleikan, sum t.d. í Noregi.
Arbeiðsbólkurin metir tí, at um ein kærunevnd skal setast á stovn, eigur hon at koma í staðin fyri ráðið. Spurningurin er sostatt, um vit afturat avgreiðsluskrivstovuni hjá eftirlitinum skulu hava ráð ella kærunevnd.

Eitt av endamálunum við tí nýggju lógini er at fara burtur frá kravinum um góðkenning soleiðis, at tann størsti parturin av viðgerðunum einans skal fráboðast. Tískil verður hildið, at tað ráðið ella tann kærunevndin, sum verður sett á stovn, ikki fer at takað líka nógvar avgerðir sum sambært galdandi skrásetingarlógum, hóast ein fráboðan sjálvandi eftirfylgjandi kann hava við sær, at serlig krøv verða sett.

Sum nevndirnar i hinum londunum eisini høvdu á máli, viðger ein kærunevnd bert mál eftir áheitan. Um tað bert eru fáar avgerðir, ið verða kærdar, kann hetta føra við sær, at tað verður trupult hjá kærunevndini at fáa tann neyðuga førleikan til at taka avgerðirnar.

Eitt ráð kann harafturímóti av egnum ávum taka týdningarmikil ella prinsipiell mál upp og royna at ávirka, hvussu spurningar skulu tulkast og skiljast.

Sum norska nevndin eisini vísti á, er rættartrygdin hjá einstaklinginum sambært lógaruppskotinum batnað í mun til galdandi skrásetingarlóggávu, av tí at uppskotið er so nágreinað viðvíkjandi, hvussu upplýsingarnar skulu viðgerast. Tað verður tí lættari hjá einstaklinginum at síggja, um hann ella hon verður rættvíst viðfarin og at verja síni rættindi.

Eisini tá hugsað verður um, at eftirlitið, og her ikki minst virksemið hjá avgreiðsluskrivstovuni, ið eigur at styrkjast bæði fíggjarliga og fakliga, er eitt vælvirkandi ráð, við teimum uppgávum hetta fær álagt, meiri átrokandi fyri at tryggja eina góða og rætta málsviðgerð, enn ein kærustovnur er. Eitt tætt samstarv millum avgreiðslustovuna og ráðið merkir í veruleikanum, at um avgreiðslustovan er í iva um eina málsviðgerð, verður málið lagt fyri ráðið til viðgerðar og møguliga avgerðar.

Bert avgerðir hjá dátueftirlitinum verða fyrisitingarliga endaligar. Annað, so sum ummæli o.s.fr., kann kærast til landsstyrismannin í lógarmálum, og fyri at tryggja, at t.d. ein almennur myndugleiki ikki verður partur í egnum máli, t.d. tá talan er um eina skrá hjá viðkomandi myndugleika, so mælir bólkurin til, at fleiri avgerðir verða gjørdar endaligar.

Bólkurin vísir eisini til, at lógin um Løgtingsins Umboðsmann er samtykt í Føroyum, og at Løgtingsins Umboðsmaður fer at hava eftirlit við dátueftirlitinum og á tann hátt eisini fer at bøta um rættartrygdina.
Hóast Løgtingsins Umboðsmaður bert gevur vegleiðandi ummæli, er umboðsmansstovnurin so mikið viðurkendur í Danmark, at ummælini næstan altíð verða fylgd. Mett verður, at hetta eisini verður galdandi í Føroyum.
Umboðsmaðurin hevur samstundis meira lyndi til at royna "metingina" hjá málsviðgeranum, enn dómstólarnir hava. Hetta, metir bólkurin eisini, er við til at gera rættartrygdina betri, hóast metingarbreddin ikki er mettur at vera so stórur, har avgerðirnar eru endaligar.

Endaligar avgerðir kunnu leggjast fyri dómstólarnar. Hvussu drúgt tað er at fáa mál til viðgerðar í Føroya Rætti veldst um fíggjarligu orkuna í mun til arbeiðsbyrðuna . Í løtuni er bíðitíðin ikki long. Nógv fólk hava í dag rættarhjálpartrygging, so kostnaðurin av einum máli sum hesum nýtist ikki at vera forðingin fyri at leggja málið fyri rættin. Eisini kann søkjast um fría rættarførslu.

Ein samdur arbeiðsbólkur mælir tí til at varðveita núverandi skipan av einum eftirliti við avgreiðsluskrivstovu og ráði. Í øllum førum eigur at verða byrjað við hesum og bíðað við eini kærunevnd, til lógin hevur verið roynd í nøkur ár.

Bólkurin ásannar, at Skrásetingareftirlitið ikki hevur virkað nøktandi higartil. Orsøkirnar til tað eru ivaleyst fleiri.

Mælt verður til, at eftirlitið skiftir navn til Dátueftirlitið, nú innihaldið í lógini ikki longur serliga vendir sær til hugtakið skráir, men umrøður alla viðgerð av persónsupplýsingum, persónligum data, sum fyri stóran part verða telduviðgjørd. Mælt verður til, at ráðið verður skipað við ikki meiri enn 3 limum, sum skulu útnevnast eftir sakkunnleika, t.d. ein lógarkønur, ein teldukønur og ein við kunnleika til fyrisitingarrætt, og at landsstýrismaðurin setir stjóran eftir tilmæli frá ráðnum. Bólkurin metir, at 3 limir eru nóg mikið. Somuleiðis kann tað tykjast, at 3 limir hava lættari við at virka í tí neyðuga tætta samstarvinum við stjóran.
Bólkurin mælir til, at limirnir verða settir við løn og ikki við fundarsamsýning.

Persónstalið
Ein av høvuðsorsøkunum til, at ein arbeiðsbólkur varð settur, var helst tað nógv umrødda persónstalið.

Sambært arbeiðssetninginum skuldi bólkurin gera uppskot til lóggávu, "sum ger tað møguligt at samskipa almenna skráseting umsitingarliga og tekniskt við at nýta p-talið".

Í grannalondum okkara verður persónstalið ikki mett sum ein viðkvom upplýsing, tá talan er um tað almenna, og tað er siðvenja, at almennir myndugleikar í sambandi við málsviðgerð, sum fevnir um persónsupplýsingar, skráseta persónstalið hjá viðkomandi, um tað er tørvur á eintýddari sannan av, hvør viðkomandi persónur er. Hjá tí privata verður persónstalið mett sum ein viðkvom upplýsing á hædd við t.d. politisk og kynslig viðurskifti.

Fyri at elektronisk viðgerð skal vera fullgóð og við so fáum villum sum gjørligt, er neyðugt at hava eina greiða eyðmerking av persónunum. Til hetta endamál er persónstalið væl hóskandi. Hetta er eisini ásannað í øðrum londum. Øll norðurlond og fleiri lond á meginlandinum hava í dag eina persónsupplýsingarlóggávu, sum byggir á eintýðuga persónseyðmerking, sum í dag ikki bert er ynskilig, men í nógvum førum bæði neyðug og kravd fyri at tryggja, at persónsupplýsingar um einstaklingar eru rættar.

Greitt er, at persónstalið kann vera lykilin til nógvar upplýsingar á nógvum ymiskum økjum. Sostatt er eisini vandi fyri, at persónstalið verður misnýtt, um ikki greið lóggáva er á økinum, sum nágreiniliga sigur, hvørjar upplýsingar kunnu viðgerast, hvussu hesar kunnu viðgerast, og undir hvørjum treytum hetta verður loyvt. Tað er í hesum sambandi eisini neyðugt við einum neyvum eftirlitið, ið skal tryggja, at lógin verður hildin. Hetta er tað, sum gjørt verður við persónsupplýsingarlógini.

Í persónsupplýsingarlógini eru ymiskar reglur fyri tað almenna og tað privata, tá tað snýr seg um nýtslu av persónstalinum. Almennir myndugleikar kunnu nýta persónstalið sum eintýdda eyðmerking ella sum skránummar. Persónstalnýtslan lættir um og ger málsviðgerðina í umsitingini smidligari, samstundis sum hon gerst tryggari fyri einstaklingin, tí at mistøk og skeivleikar orsakað av persónssamanblandingum ella skrivivillum gerast færri. Eisini skuldu umsitingarútreiðslurnar minkað. Innan tað privata er nýtslan av persónstalinum meiri avmarkað.

Gjald
Persónsupplýsingarlógin hevur reglur um størri kunningarskyldu mótvegis skrásetta, bæði tá talan er um innlit og viðvíkjandi fráboðan um viðgerð av persónsupplýsingum.

Sambært lógaruppskotinum skulu allar viðgerðir fráboðast, og til summar av viðgerðunum skal søkjast um loyvi. Skráábyrgdarin fer sostatt at hava størri skyldur mótvegis skrásetta í fylgi lógaruppskotinum, enn hann hevur eftir galdandi lóggávu. Ilt er at meta um, hvussu kostnaðarmikið hetta fer at verða.

Mett verður, at landsstýrismaðurin skal kunna áseta eitt gjald fyri hesar tænastur, um tørvur verður á tí, og um t.d. munur skal gerast á almennum og privatum skráábyrgdarum. Í lógini eru tí ymiskar heimildarásetingar til landsstýrismannin viðvíkjandi áseting av gjaldi.

Samandráttur av nýskipanunum við lógaruppskotinum

Samanumtikið mælir bólkurin til at gera eina lóggávu, sum:

Uppskotið er sent til ummælis hjá:
Almanna- og heilsumálastýrinum
Fíggjarmálastýrinum
Vinnumálastýrinum
Undirvísingar- og Mentamálastýrinum
Fiskimálastýrinum
Oljumálastýrinum
Kommunusamskipan Føroya
Føroya Kommunufelag
Tryggingarfelagnum Føroyar
P/f Trygd
P/f Føroya Banka
Føroya Sparikassa
Kaupthing Føroyar
P/f Elektron
Føroya Tele
Vinnuhúsinum
P/f Alnót
P/f Farodane
P/f Formula Føroyar

Avleiðingarnar av uppskotinum

Skrásetingareftirlitið skal umskipast soleiðis, at uppgávurnar hjá tí nýggja dátueftirlitinum verða meira ráðgeving, kunning og umsjón.
Mett verður, at neyðugt er við einari størri játtan til dátueftirlitið um hetta skal virka nøktandi. Neyðugt verður helst við einum fólki fulla tíð og ikki sum nú bert ¼ tíð.
Dáturáðið verður samansett við 3 limum og hesir skulu hava samsýning. Roknast kann við meira fundarvirksemi í fyrstani, tá lógin skal tillagast.

Uppskotið setir størri krøv til umsitingina, av tí at bæði lands- og kommunalir myndugleikar og vinnan fáa størri kunningarskyldu mótvegis skrásetta.
Samstundis verður tað gjørligt at samskipa almenna skráseting umsitingarliga og tekniskt við at nýta persónstalið, og hetta hevur við sær at umsitingin verður úrslitabetri.

Uppskotið hevur ikki avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

Ongar umhvørvisligar avleiðingar verða av uppskotinum, heldur ikki fær tað sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

Nei

 

Serligar viðmerkingar

Endamál, Kapittul 1
Til § 1

Í § 1 er endamálið við lógini orðað. Endamálsorðingin er nýggj í mun til tær galdandi skrásetingarlógirnar.

Endamálsorðingin er tikin við fyri at undirstrika, at við hesi lóg skal tryggjast, at persónsupplýsingar bert kunnu viðgerast, um grundleggjandi persónsverndaratlit verða tryggjað.

Eisini fær endamálsorðingin sjálvstøðugan týdning fyri tulkingina av lógargreinunum. Greinin vísir á, at viðgerðin skal vera í samsvari við grundleggjandi persónsverndaratlit sum persónsfrælsið og heimafrið einstaklingsins (privatlivets fred). Hetta eru orðingar og hugtøk, sum longu eru fest og vera nýtt innan dómstólarnar, fyrisitingarmyndugleikarnar og í rættarteoriini, og gevur endamálsorðingin tí rúmd fyri, at lógin eisini frameftir verður tulkað í samsvari við altíð galdandi rættaráskoðanina í samfelagnum.

Orðlýsingar, Kapittul 2
Til § 2

Í greinini verða allýst fleiri rættarlig hugtøk, sum koma fyri í lógini. Í galdandi skrásetingarlóggávu verður bert allýst, hvat ein skrá er, og hvat upplýsingar um fólk eru. Við orðlýsingunum í § 2 í persónsupplýsingarlógini eru fleiri lýsingar, sum eiga at hava við sær, at misskiljing ikki so lættliga kemur í, hvussu hugtøkini í lógini skulu skiljast.

Til nr. 1
Í galdandi skrásetingarlóggávu er lýsingin av hugtakinum "upplýsingar um fólk" í § 1, stk. 3, í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum og í § 1, stk. 2, í lógini um privatar skráir. Við ásetingini í persónsupplýsingarlógini er ikki ætlað stórvegis broyting í hesum, tó eru elektroniskt viðgjørdar upplýsingar um persónar fevndar, hóast persónarnir bert eru eykapersónar í viðgerðini.

Hugtakið persónsupplýsingar røkkur langt og fevnir um allar upplýsingar, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu knýtast at einum persóni, sum kann kennast aftur.

Við orðingini ávísum likamligum persóni skal skiljast ein persónur, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kann kennast aftur við einum samleikanummari ella einum eyðkenni, sum er serstakt fyri tann kropsliga, livivirkisliga, sálarliga, fíggjarliga, mentanarliga ella sosiala samleikan hjá hesum persóninum.

Upplýsingar, sum kunnu vísa til ein ávísan persón, eru sostatt fevndar av ásetingini, hóast hetta er treytað av kunnleika til persónstal, skrásetingarnummar ella aðrar serstakar eyðmerkingar sum t.d. raðtal. Um t.d. eitt dulmerki er sett í staðin fyri navn og bústað, og um dulmerkið kann vísa til persónin, er talan um eina persónsupplýsing.

Ikki krevst nógv fyrr enn ein persónur kann kennast aftur. Um bert fáir persónar kunnu kenna ein persón aftur eftir teimum upplýsingum, sum eru tøkar, so eru upplýsingarnar fevndar av lógini.

Myndir, røddir, fingramerki og arvafrøðilig sermerki eru eisini persónsupplýsingar.

Eisini upplýsingar, sum eru bronglaðar tøkniliga ella á annan hátt, eru persónsupplýsingar.

Lógin fevnir bert um livandi persónar. Upplýsingar um deyðar persónar eru bert fevndar av ásetingini, um tær kunnu knýtast at einum livandi persóni, t.d. um upplýsingar um ein deyðan siga nakað um arvaligar sjúkur hjá einum núlivandi fólki.

Lógin fevnir bert um likamligar persónar og ikki um juridiskar persónar. Hetta er ein broyting í mun til skrásetingarlógina. Ivamál kunnu tó vera, t.d. tá ein likamligur persónur er tengdur at einum løgfrøðiligum persóni. Eisini viðvíkjandi einmansfyritøkum kunnu ivamál vera. Helst er tað soleiðis, at um upplýsingarnar ikki bert knýta seg at fyritøkuni sum slíkari, men eisini at tí persóninum, sum rekur fyritøkuna, so eru tær fevndar av lógini.

Upplýsingar, sum eru gjørdar anonymar soleiðis, at tann skrásetti ikki kann kennast aftur, eru ikki fevndar av ásetingini. Kortini kunnu hugsast umstøður, sum gera, at viðkomandi kennist aftur kortini, t.d. smá viðurskifti, og í slíkum førum kunnu upplýsingarnar kortini vera fevndar av lógini.

Til nr. 2
Orðingin viðgerð er nýggj í mun til galdandi skrásetingarlóggávu. Í tí galdandi skrásetingarlóggávuni eru ymiskar reglur fyri tær ymsu viðgerðirnar, t.d. samkoyring, víðarigeving, goymslu o.s.fr. Nú fevnir hugtakið viðgerð um alla nýtslu, uttan so at annað er viðmerkt.

Viðgerð av persónsupplýsingum í persónsupplýsingarlógini fevnir um eina og hvørja miðvísa nýtslu av persónsupplýsingum, so sum innsavnan, skráseting, skipan, goymslu, tillaging, broyting, úrveljing, leiting, víðarigeving, millumgongu, samanburð, samkoyring, stongsul, striking, oyðilegging o.s.fr. Nýtsla av persónsupplýsing til ein av hesum hættum er viðgerð sambært lógini. Í einstøkum førum eru serligar reglur knýttar at ávísari viðgerð, t.d. § 20, ið staðfestir, at upplýsingarskyldan er knýtt at innsavnanini.

Til nr. 3
Í skrásetingarlóggávuni er ein lýsing av skráum at finna í § 1, stk. 2, í lógini um almennar skráir. Lógin um privatar skráir er eisini grundað á hugtakið um skráir.

Ein persónsskrá er eitt yvirlit ella annað tílíkt, sum inniheldur persónsupplýsingar, skipaðar soleiðis, at upplýsingar um tann einstaka kunnu finnast aftur. Hugtakið persónsskrá fevnir í persónsupplýsingarlógini um meiri enn í galdandi skrásetingarlóggávu, tí her eru eisini manuellar skráir, listar, kartotekskassar, journalkortskipanir og onnur søvn av manuellum tilfari fevnd av lógini, um hesi verða varveitt soleiðis, at til ber eftir ávísum persónseyðkennum at finna fram upplýsingar um viðkomandi.

Hinvegin eru manuell skjøl, sum eru partar í ella sum vera nýtt í ávísari málsviðgerð, t.d. mappur við málsskjølum, sum bert eru skipað kronologiskt ella eftir evni, ikki fevnd av lógini.

Nágreiniligaru avmarkingina av hugtakinum persónsskráir skal dátueftirlitið fylla út við virksemi sínum.

Til nr. 4
Í skrásetingarlóggávuni er ikki nøkur lýsing av hugtakinum dátuábyrgdari; men lýsingin í persónsupplýsingarlógini skal skiljast soleiðis, at hon er í samsvari við, hvussu hugtakið varð nýtt í galdandi skrásetingarlóggávu.

Á hesum økinum er sostatt ikki nøkur broyting í mun til galdandi lóggávu.

Dátuábyrgdarin er tann, sum ræður yvir persónsupplýsingunum og avger, hvussu hesar verða viðgjørdar. Í lógini fær dátuábyrgdarin álagt skyldur at røkja í hesum sambandi.

Um dátuábyrgdarin er ein løgfrøðilig ábyrgdareind ella løgfrøðiligur persónur, er tað leiðslan vegna løgfrøðiliga persónin, sum er dátuábyrgdari. Leiðslan hevur ábyrgdina at fylgja lógini og skipa innanhýsis arbeiðsbýtið, so at greitt er, hvør varðar av dátuábyrgdini. Ábyrgdin kann verða knýtt at einum ávísum persóni, men ofta er skilagott at knýta ábyrgdarstarvið at einum ávísum starvi ístaðin, soleiðis at ábyrgdarviðurskiftini eru greið, hóast einstaklingar í virkinum t.d. fara í annað starv. Best er, at dátuábyrgdin er knýtt at einum leiðarastarvi, so at leiðslan hevur dagliga ávirkan á, hvørjar viðgerðir verða framdar. Í serlógum kann verða ásett, hvørjum ábyrgdin náttúrliga áliggur.

Dátuábyrgdari kann  bert vera ein, sum lýkur treytirnar fyri at vera partur í rættarmáli. Kann ivi vera um, hvør er dátuábyrgdari, t.d. í einum leyst samansjóðaðum felag ella felagsskapi, kann krevjast, at ein ella fleiri persónar innan leiðsluna átaka sær ta løgfrøðiligu ábyrgdina.

Viðhvørt kann koma fyri, at fleiri dátuábyrgdarar eru um somu viðgerð, t.d. hjá einum lægri og hægri almennum umsitingarmyndugleika. Hetta letur seg gera, men best er, um borið verður so í bandi, at ábyrgdin verður savnað í einum staði.

Hóast ein dátuábyrgdari letur arbeiði frá sær til annan at gera fyri seg, verður ábyrgdin ikki flutt. Tann, sum ger eitt avtalað arbeiði fyri dátuábyrgdaran, er dátuviðgeri.

Um dátuábyrgdarin fer á húsagang, verður trotabúgvið dátuábyrgdari.

Til nr. 5
Í galdandi skrásetingarlóggávu er ikki nøkur lýsing av hugtakinum dátuviðgeri, hóast eisini dátuviðgeri verður nevndur í hesi lóg. Tað er tó ikki við persónsupplýsingarlógini ætlað nøkur stórvegis broyting í nýtsluni av hugtakinum, sí tó niðanfyri.

Dátuviðgerin er tann, sum viðger upplýsingarnar vegna dátuábyrgdaran. Viðgerðin skal sostatt vera komin í lag sambært avtalu við dátuábyrgdaran.

Hugtakið dátuviðgeri fevnir um einhvørja viðgerð fyri dátuábyrgdaran, t.v.s. eisini um goymslu av upplýsingum. Hetta hevur við sær, at t.d. ein telduumvælari, sum í sambandi við umvælingararbeiði goymir upplýsingar ella á annan hátt hevur atgongd til upplýsingar vegna dátuábyrgdaran, eisini er fevndur av hugtakinum dátuviðgeri. Hetta er ein víðari tulking av hugtakinum dátuviðgeri, enn nýtt varð í § 8 í lógini um privatar skráir um edv–tænastuvirkir.

Til nr. 6
Ásetingin er nýggj í mun til galdandi skrásetingarlóggávu, sum ikki hevur nakra lýsing av hugtakinum triðipersónur.

Lýsingin hevur m.a. týdning fyri spurningin um viðgerð dátuábyrgdarans, heruppií víðarigeving av persónsupplýsingum sbrt. § 9, stk. 1, nr. 5 og 6, og um skyldu dátuábyrgdarans til at kunna triðjapersón um rætting, striking ella stongsul av víðarigivnum upplýsingum, sbrt. § 27, stk. 2.

Til nr. 7
Ásetingin er nýggj í mun til galdandi skrásetingarlóggávu, sum ikki hevur nakra lýsing av hugtakinum móttakari.

Staðfest verður, at móttakarin er einhvør, sum fær upplýsingar útvegaðar, eisini um viðkomandi er triðipersónur, sbrt. § 1, nr. 6.

Lýsingin hevur m.a. týdning fyri upplýsingarskyldu dátuábyrgdarans og rættin til innlit.

Ein einstakur fyrispurningur frá almennum myndugleika kann t.d. vera ein fyrispurningur um upplýsing um ein einstakan persón.

Til nr. 8
Eingin lýsing er av hugtakinum samtykki í galdandi skrásetingarlóggávu. Í mun til ta siðvenjuna, ið hevur verið á økinum, skerpir lýsingin í persónsupplýsingarlógini kravið til samtykki eins og til próvbyrðuna um lógligt samtykki.

At samtykkið skal vera eitt sjálvboðið viljaboð merkir, at tað skal vera givið frá skrásetta sjálvum ella frá einum persóni, sum hevur fulltrú frá skrásetta, og at tað ikki á nakran hátt skal vera givið undir tvingsli, hvørki frá viðgera ella øðrum. Hetta merkir ikki, at ein myndugleiki ikki kan seta krøv í sambandi við eina viðgerð, t.d. um, at viðgerðin er treytað av samtykki til víðarigeving.

Eingi formkrøv eru til samtykkið, sum bæði kann vera givið munnligt, skrivligt, elektroniskt ella á annan hátt. Próvbyrðan fyri lógligum samtykki áliggur tó dátuábyrgdaranum, sum tí helst eigur at tryggja sær eitt skrivligt samtykki. Hetta er serliga galdandi, tá samtykki skal vera til skjals til viðgerð av viðkvæmum persónsupplýsingum, ella um samtykkið hevur stóran týdning fyri ein ella fleiri partar.

At samtykkið skal vera nágreiniligt merkir, at ongin ivi skal vera um, at samtykkið er givið, hvørjum dátuábyrgdara samtykkið er givið, og hvørjar viðgerðir samtykkið er givið til.

At samtykkið skal vera kunnað merkir, at tann samtykkjandi skal hava fingið so mikið av upplýsingum, at viðkomandi er fullgreitt vitandi um, hvat samtykkið fevnir um, herundir eisini fylgjurnar av tí.

Samtykkið kann verða tikið aftur sbrt. § 29. Verður samtykkið tikið aftur, eigur viðgerðin, sum samtykkið varð givið til, at steðga. Eitt samtykki kann tó ikki takast aftur við afturvirkandi kraft.

Til nr. 9
Í galdandi skrásetingarlóggávu eru ásetingar um viðkvæmar persónsupplýsingar í § 9, stk. 2, í lógini um almennar skráir og í § 3, stk. 2, í lógini um privatar skráir. Ongin lýsing er av hugtakinum viðkvæmar persónsupplýsingar í skrásetingarlóggávuni, men tey verða økini nevnd, sum í lógini verða roknað sum viðkvæmar upplýsingar.

Í galdandi skrásetingarlóggávu er persónstalið eisini skipað undir hugtakinum viðkvæmar upplýsingar og er vorðið tulkað sum ikki bert ein viðkvom upplýsing, men enntá strangari, nevniliga so, at persónstalið einans kann nýtast til tey endamál, sum lógin loyvir. Hetta hevur millum annað havt við sær, at heldur ikki samtykki frá skrásetta um nýtslu av persónstalinum hevur víðkað um heimildina.

Í persónsupplýsingarlógini er persónstalið ikki skipað sum ein viðkvom upplýsing, sbrt. § 2, nr. 9. Tað verður í staðin viðgjørt fyri seg í § 11.

Í persónsupplýsingarlógini verður hvørt øki, ið er fevnt av hugtakinum viðkvæmar upplýsingar lýst. Tað er tó ikki ætlanin at gera nakra broyting í, hvussu hugtakið viðkvæmar upplýsingar hevur verið tulkað higartil. Orðlýsingarnar skulu tí skiljast í samsvari við siðvenjuna eftir galdandi skrásetingarlóggávu. Trý økir eru tó komin aftrat, nevniliga yrkisfelagsligt tilknýti, heimspekilig sannføring og munandi sosialir trupulleikar.

Uppreksanin í nr. 9 um viðkvæmar upplýsingar er at skilja soleiðis, at bert upplýsingar, sum koma undir orðingarnar á teimum her nevndu økjum, eru viðkvæmar.

At avmarka viðkvæmar upplýsingar frá øðrum hevur týdning fyri avgerðina um, hvørjar viðgerðir eru loyvdar og undir hvørjum treytum.

Tey einstøku økini skulu skiljast soleiðis:

Lit og ættarslag fevnir um húðalit og um ættarviðurskifti.

Átrúnaður fevnir um upplýsingar um trúnna hjá einstaklingum. Sí viðmerkingarnar niðanfyri um limaskap í politiskum áhugafeløgum, sum eisini eru galdandi fyri limaskap í átrúnaðarligum felagsskapum.

Heimspekilig sannføring fevnir um ymiskar heimspekiligar, filosofiskar áskoðanir.

Politisk sannføring fevnir um politiska hugsan og sjónarmið og røkkur longur enn bert til partapolitisk tilknýti. Um ein felagsskapur er mettur at vera politiskur, kann limaskapur í hesum felagsskapi lýsa tað politiska sjónarmiðið hjá viðkomandi limi. Tó kann neyvan altíð sigast, at limaskapur í slíkum áhugafelagsskapum vísir politiska fatan og sjónarmið. Einstakir limir kunnu sjálvsagt eisini hugsast at vera limir av øðrum orsøkum enn av samhuga við sjónarmiðum felagsskapsins. Støða má takast í hvørjum einstøkum føri.

Revsiverd viðurskifti fevnir um upplýsingar, ið snúgva seg um, um ein persónur er ella hevur verið undir illgruna, skuldsettur, ákærdur ella dømdur fyri revsiverd viðurskifti.

Kynslig viðurskifti fevnir um upplýsingar, ið snúgva seg um, um ein persónur er samkyndur o.s.fr.

Heilsustøða fevnir um ta núverandi, komandi og fyrrverandi kropsligu og sálarligu heilsustøðuna hjá einum persóni og somuleiðis um upplýsingar um misnýtslu av heilivági, rúsevni, narkotika, rúsdrekka og øðrum njótingarevnum. Hugtakið fevnir eisini um genetisk viðurskiftir.

Í galdandi skrásetingarlóggávu er misnýtsla av njótingarevnum nevnd sum eitt punkt fyri seg, men er nú í staðin tikin við undir heilsustøði, sum nú eisini fevnir um misnýtslu av njótingarevnum.

Yrkisfelagsligt tilknýti fevnir um upplýsingar um limaskap í yrkisfelag.

Munandi sosialir trupulleikar fevnir m.a. um álvarsliga ósemju millum hjún ella millum foreldur og børn, upplýsingar um, at persónur hevur verið fyri óhappi við munandi persónligum ella sosialum avleiðingum, persónsupplýsingar um drúgt arbeiðsloysi ella persónsupplýsingar um, at persónur í longri tíðarskeið hevur fingið serliga tørvandi almannastuðul.

Onnur heilt privat viðurskifti fevna t.d. um sundurlesing, umsókn um skilnað, ættleiðing, familjuklandur o.a.

Til nr. 10
Ásetingin hevur serliga týdning fyri kap. 5 og er tikin við fyri, at ivi ikki skal standast av, hvat orðingin útlond fevnir um.

Málsøki lógarinnar, Kapittul 3

Í galdandi skrásetingarlóggávu er lógarøkið ásett í § 1 í lógini um almennar skráir og í §§ 1 og 2 í lógini um privatar skráir. Sambært hesum skal elektronisk dátuviðgerð verða nýtt, fyri at skráseting av persónsupplýsingum fyri tað almenna skal verða fevnd av lógini. Lógin um privatar skráir fevnir umframt um persónsupplýsingar eisini um upplýsingar um annað enn persónsupplýsingar, so sum t.d. fíggjarlig viðurskifti hjá stovnum, feløgum og virkjum. Lógin um privatar skráir fevnir eisini um manuellar skráir, tó er størsti denturin í lógini lagdur á tær elektronisku viðgerðirnar.

Í kap. 3 í persónsupplýsingarlógini verður sakliga og landafrøðiliga lógarøkið ásett og sostatt eisini, hvussu lógin er avmarkað. Í § 3 eru heimildarásetingar til at víðka sakliga lógarøkið eins og til at avmarka tað.

Í persónsupplýsingarlógini verða reglurnar eins fyri skráseting fyri tað almenna og tað privata. Reglurnar fevna sum upprunastøði einans um persónsupplýsingar, men lógarheimild er við kunngerð at víðka um lógarøkið soleiðis, at tað t.d. eisini fevnir um upplýsingar um vinnuvirkir, sí omanfyri.

Persónsupplýsingarlógin fevnir um alla elektroniska viðgerð av persónsupplýsingum. Lógin fevnir eisini um manuella viðgerð av persónsupplýsingum, um upplýsingarnar eru ella verða settar í eina skrá, jbr. § 3, stk. 1, nr. 2.

Persónsupplýsingarlógin fevnir um allar tær elektronisku viðgerðirnar og manuellu skráirnar í landinum, sum fevndar eru av orðaljóðinum í lógini. Lógin er sostatt galdandi fyri bæði Løgtingið og stovnarnar undir hesum, kommunurnar og allar teir almennu lands- og kommunumyndugleikarnar og fyrisitngarnar undir hesum, eins og fyri privat fólk, virkir, feløg o.s.fr.

Av tí at lógin bert er galdandi fyri føroyskar almennar myndugleikar, eru persónsupplýsingarviðgerðir, ið verða førdar av Føroya Rætti og stovnum undir hesum, eins og av løgreglu- og ákæruvaldinum, ikki fevndar av lógini. Persónsupplýsingarviðgerðir, ið verða førdar av gerðarrættinum og øðrum nevndum, sum ikki eru skipaðar beinleiðis undir donskum valdi, eru fevndar av lógini.

Fyri viðgerð av persónsupplýsingum fyri privat er lógarøkið víðkað. Umframt ta viðgerðina, ið verður framd av privatum vinnufyritøkum, feløgum, felagsskapum, stovnum, v.m., er eisini tann viðgerðin, ið verður framd av einstaklingum sum privatpersónum, fevnd av lógini. Hetta merkir, at einstaklingar bert kunnu viðgera persónsupplýsingar samsvarandi ásetingunum í persónsupplýsingarlógini. Hetta er ein broyting í mun til galdandi lóggávu. Tann viðgerð av persónsupplýsingum, sum einstaklingar gera til heilt persónlig endamál, er tó ikki fevnd av lógini, jbr. § 3, stk. 2.

Til § 3

Til stk. 1.
Viðgerðin av persónsupplýsingunum skal antin vera elektronisk, ella skulu upplýsingarnar setast í eina skrá. Her verður sostatt ásett tað sakliga lógarøkið fyri allar ásetingarnar í lógini.

Manuel viðgerð av persónsupplýsingum, sum ikki eru ella verða settar í eina skrá, er ikki fevnd av persónsupplýsingarlógini. Neyðugt er tí, at skilt verður millum manuella og heila ella lutvísa elektroniska viðgerð, sum er fevnd av lógini.

Um persónsupplýsingarnar verða goymdar ella handfarnar teldutøkar, er viðgerðin elektronisk. Um viðgerðin er bæði elektronisk og manuel, t.d. elektronisk journalisering og tekstviðgerð, meðan restin av málinum er í pappírsformi, t.d. sum eitt mál í eini mappu, er tann parturin, sum verður elektroniskt viðgjørdur, fevndur av lógini, men ikki pappírsparturin. Viðgerðin er tá lutvíst elektronisk.

Um persónsupplýsingarnar í pappírsformi verða settar í eina persónsskrá, sbrt. § 2, nr. 3, t.d. eftir navni, kartotekskorti o.l., so eru hesar upplýsingar fevndar av lógini, men framvegis ikki sjálvt skjalatilfarið, sum liggur í málinum annars.

Til stk. 2.
Ásetingin er nýggj í mun til galdandi skrásetingarlóggávu, sum ikki nevnir viðgerð, sum einstaklingar gera til heilt persónlig endamál.

Viðgerð av persónsupplýsingum til heilt persónligt endamál, kann t.d. vera persónligt brævaskifti ella gerð av bústaðarlista yvir skyldfólk, vinir og kenningar. Ættargransking, sum bert verður gjørd til avmarkaða privata nýtslu, er eisini fevnd av ásetingini.

Ger av elektroniskari dagbók og annað virksemi í sambandi við vanligt frítíðarítriv er eisini at meta sum virksemi við heilt persónligum endamáli. Tað sama er galdandi, tá einstaklingur nýtir tekstviðgerð í sambandi við, at hann ella hon vendir sær til ein almennan myndugleika um eitt mál, sum viðvíkir viðkomandi sjálvum ella familju hjá viðkomandi. At taka lut í kjaki á alnetinum um t.d. avrik hjá ítróttarfólkum, er eisini at meta sum verandi virksemi við persónligum endamáli.

Samanumtikið fevnir ásetinginin sostatt um tey sløg av viðgerð, sum einstaklingar gera í sambandi við virksemi, sum er heilt persónligt ella knýtt at familju einstaklingsins. Talan skal tó vera um vanlig, løglig frítíðarítriv, soleiðis at ásetingin ikki verður nýtt til at fara uttan um lógliga viðgerð.

Dátueftirlitið avger, um endamálið er heilt persónligt.

Tað virksemi, sum eftir ásetingini ikki er fevnt av persónsupplýsingarlógini, kann verða regulerað í aðrari lóggávu, m.a. í kapitul 27 í revsilógini.

Viðgerð í sambandi við vinnuligt virkni, t.d fyri einstaklingavirki, er ikki fevnd av undantakinum í stk. 2.

Til stk. 3.
Í galdandi skrásetingarlóggávu er tað einans lógin um almennar skráir, ið gevur landsstýrismanninum heimild til at víðka lógarøkið út um tað upprunaliga tilætlaða. Sambært §§ 2 og 3 í lógini um almennar skráir kann landsstýrismaðurin eftir ummæli frá Skrásetingareftirlitinum gera av, at lógin skal hava gildi fyri ávís onnur enn ta almennu fyrisitingina.

Í persónsupplýsingarlógini er viðgerð av persónsupplýsingum um løgfrøðiligar ábyrgdareindir bert í avmarkaðan mun fevnd av lógini. Ásetingin heimilar landsstýrismanninum at víðka lógarøkið soleiðis, at tað eisini fevnir um annað enn persónsupplýsingar. Um heimildarásetingin verður nýtt, eigur tað at verða eftir ummæli frá dátueftirlitinum sambært § 37, nr. 4.

Til stk. 4.
Heimild er við hesum at gera serligar reglur fyri ymisk sløg av virksemi, t.d. kreditkunningarvirksemi, reglur í sambandi við marknaðarføring, felags reglur fyri ávísar vinnugreinar. Um heimildarásetingin verður nýtt, eigur tað at verða eftir ummæli frá dátueftirlitinum sambært § 37, nr. 4.

Til stk. 5.
Heimild er við hesum at avmarka lógarøkið innan ávísar stovnar og ávís málsøki, t.d. kundi hugsast um umsitingina hjá Løgtinginum og annað við.

Til § 4

Ásetingin er nýggj í mun til galdandi skrásetingarlóggávu og merkir, at tá viðgerð av persónsupplýsingum er heimilað í fleiri lógum, skal tann lógin fylgjast, sum tryggjar einstaklinginum ta bestu rættartrygdina.

Ásetingin merkir m.a. eisini, at viðgerðarreglurnar í kap. 4 í persónsupplýsingarlógini ikki verða fylgdar, tá starvsfólk innan heilsumyndugleikarnar, sum eru fevnd av lógini um "patienters retsstilling", lata frá sær trúnaðarupplýsingar. Ístaðin verða reglurnar í kap. 5 í lógini um "patienters retsstilling" fylgdar. Henda lóg er hóast samtykt ikki sett í gildi enn. Tørvur kann gerast á serligum reglum á hesum øki.

Eitt annað dømi er reglurnar um tagnarskyldu í banka- og sparikassalógunum. Her víkja viðgerðarreglurnar í persónsupplýsingarlógini eisini, um rættartrygdin hjá einstaklinginum verður betur tryggjað á tann hátt.

Persónsupplýsingarlógin er hinvegin tann, sum er galdandi, um ásetingar um viðgerð av persónsupplýsingum sambært aðrari lóg hava við sær eina verri rættarstøðu fyri skrásetta, enn persónsupplýsingarlógin gevur. Tað skal tó í hesum sambandi havast í huga, at persónsupplýsingarlógin er ein generel lóg, og at lógin sostatt má víkja fyri serlóg, ið nágreiniligari og øðrvísi lýsir mannagongdina við viðgerð av persónsupplýsingum, enn persónsupplýsingarlógin ger.

Til § 5

Tá talan er um innlit eftir galdandi skrásetingarlóggávu, má skilt verða millum, um talan er um skrá, ið er fevnd av lógini um almennar skráir ella skrá sambært lógini um privatar skráir. Hetta kemst av, at tað sambært kap. 4 í lógini um almennar skráir verður givið innlit, meðan ongar ásetingar eru um innlit í lógini um privatar skráir.

Innlit í málsviðgerð hjá almennu fyrisitingini verður annars regulerað í lógini um alment innlit og í fyrisitingarlógini.

Sambært persónsupplýsingarlógini er innlit í allar upplýsingar, sum heilt ella lutvíst verða elektroniskt viðgjørdar, og í allar manuellar upplýsingar, sum eru ella verða settar í eina skrá, líkamikið um hetta verður gjørt fyri tað almenna ella tað privata. Sambært lógini hevur triðipersónur ikki innlit í upplýsingar um aðrar persónar, sbr. tó viðmerkingarnar til § 18.

Á fleiri økjum leggur persónsupplýsingarlógin seg upp at fyrisitingarlógini og lógini um alment innlit. Hetta kann hava við sær, at ivi kann vera um, hvør lógin skal nýtast.

Skrásetingarlógin er í mun til fyrisitingarlógina og lógina um alment innlit at rokna sum serlóg. Í persónsupplýsingarlógini verður tí lagt upp til, at innlitsrætturin í málsviðgerðina ikki skal vera ymiskur, bert tí upplýsingarnar vera ymiskt viðgjørdar, elektroniskt ella ikki elektroniskt, í eini skrá ella ikki.

Fyrisitingarlógin
Ein áheitan um innlit í eitt mál í almennu fyrisitingini kann ofta viðgerast bæði eftir ásetingunum í kap. 6 í persónsupplýsingarlógini og eftir ásetingunum um skjalainnlit partanna í kap. 4 í fyrisitingarlógini.

Tá einstaklingur biður um innlit hjá almennu fyrisitingini í persónsupplýsingar, sum eru elektroniskt dátuviðgjørdar, ella sum eru ella verða settar í eina skrá sbrt. § 3 í persónsupplýsingarlógini, skal umbønin viðgerast eftir kap. 6 í persónsupplýsingarlógini. Um tann skrásetti harumframt er partur í einum máli, sum dátuábyrgdarin hevur ella skal taka avgerð í, kann tann skrásetti eisini fáa innlit eftir § 9, stk. 1, í fyrisitingarlógini. Í slíkum førum kann frítt veljast, hvat lógargrundarlag verður nýtt. Ein treyt er tó sjálvandi, at viðgjørdar verða upplýsingar, sum eru fevndar av persónsupplýsingarlógini.

Persónsupplýsingarlógin tryggjar, at um innlit er heimilað eftir fleiri lógum, skal viðkomandi almenni myndugleiki taka avgerð á tí lógargrundarlagi, sum er lagaligast fyri tann skrásetta. Hendan reglan hevur tó helst avmarkaðan týdning, orsakað av at ásetingarnar í báðum lógunum í flestu førum veita tað somu trygdina. Orsøkin til hetta er, at almennir myndugleikar sambært § 22, stk. 3, í persónsupplýsingarlógini kunnu gera frávik í rættinum til innlit í persónsupplýsingar, sum verða fyrisitingarliga málsviðgjørdar eftir §§ 12-14 í fyrisitingarlógini og § 2, §§ 7-11 og § 14 í lógini um alment innlit, also sama heimild sum fyrisitingin hevur annars at gera avmarkingar í innliti.

§ 22, stk. 3, í persónupplýsingarlógini vísir bert beinleiðis til tær nevndu ásetingarnar í lógini um alment innlit, og hetta stendst av, at hesar ásetingar eisini fevna um tey frávík, sum eru í §§ 12-14 í fyrisitingarlógini. Tað er tí ikki neyðugt í persónsupplýsingarlógini nágreiniliga at nevna ásetingarnar í fyrisitingarlógini, av tí at ávísingin í § 22, stk. 3, í persónsupplýsingarlógini til reglurnar í §§ 7-11 í lógini um alment innlit hevur við sær, at ein skrásettur persónur ikki kann fáa størri innlit í innanhýsis arbeiðsskjøl hjá myndugleikum sambært persónsupplýsingarlógini enn sambært reglunum um partsinnlit eftir fyrisitingarlógini.

Lógin um alment innlit
Tað sama er galdandi viðvíkjandi lógini um alment innlit. Skilnaðurin millum kap. 6 í persónsupplýsingarlógini og § 4, stk 2, í lógini um alment innlit, ið snýr seg um skjalainnlit, skal avgerast á sama hátt sum omanfyri um fyrisitingarlógina soleiðis, at áheitan frá einum skrásettum persóni um innlit í persónsupplýsingar, sum verða viðgjørdar elektroniskt, ella sum eru ella verða settar í eini skrá, skal avgerast eftir reglunum í kap. 6 í persónsupplýsingarlógini.

Lógin avmarkar ikki møguleikan hjá skrásetta at fáa skjalainnlit í einum máli sambært ásetingunum í lógini um alment innlit § 4, stk. 2, men hinvegin tryggjar persónsupplýsingarlógin, at ein skrásettur persónur kann fáa skjalainnlit, hóast ein almennur myndugleiki bert varðveitir skjølini elektroniskt.

Sum áður nevnt tryggjar persónsupplýsingarlógin, at um innlit er heimilað eftir fleiri lógum, skal viðkomandi almenni myndugleiki taka avgerð á tí grundarlagi, sum er lagaligast fyri tann skrásetta. Eisini her fær reglan avmarkaðan týdning, av tí at ásetingarnar í báðum lógunum sum heild hava sama úrslit.

Til § 6

Ásetingin er nýggj í mun til galdandi lóggávu.

Tó er tað soleiðis, at lógin um privatar skráir, sambært § 2, stk. 2 og 3, ikki fevnir um skrásetingar, ið bert verða gjørdar til persónsøguligar kanningar, útgávu av vanligum handbókum ella skráseting, ið einans verður gjørd við vísindaligum ella hagfrøðiligum endamáli. Somuleiðis er tað í § 13, stk. 5, í lóg um almennar skráir staðfest, at reglurnar, sum tryggja skrásetta rættin til innlit í upplýsingar, ið eru skrásettar um hann, ikki eru galdandi, um skráirnar einans eru gjørdar við tí í hyggju at gera vísindaligar, hagfrøðiligar úrdráttir. Í lógini um almennar skráir er tað tó ein treyt, at upplýsingarnar ikki kunnu vísa til ávísar persónar í samfelagnum.

Til stk. 1.
Viðgerð av persónsupplýsingum við journalistiskum endamáli er t.d. viðgerð í sambandi við greinaskriving og annað, tað veri seg elektroniskt við tekstviðgerð ella á alnetinum. Eisini onnur ikki elektronisk viðgerð, sum annars hevði verið fevnd av lógini, og sum við hesum endamálið er fevnd av greinini. Fyri slíka viðgerð er bert  § 31 um trygdarskipanir og § 46 um endurgjald galdandi. Grundgevingin fyri, at viðgerð av persónsupplýsingum við journalistiskum endamáli í stórum er undantikin lógini er, at økið er regulerað í aðrari lóggávu, sum er betur hóskandi til ta serstøðu, sum fjølmiðlarnir hava í virksemi sínum m.a. við atliti at skrivi- og talufrælsinum. Av lóggávu, sum regulerar økið, kann nevnast pressulógin, revsilógin og altjóða sáttmálar sum t.d. mannarættindasáttmálin.

Fyri viðgerð av persónsupplýsingum við listaligum og bókmentaligum endamáli eru somu reglur galdandi. Nær, ein viðgerð er fevnd av einum ella báðum hesum endamálum, skal avgerast í hvørjum einstøkum føri. Talan kann t.d. vera um bókmentir og tílíkt sum persónsøgur ella lyklaromanir. Eisini kann hugsast um dokumentarfilmar.

Avgerandi fyri, um ein viðgerð er fevnd av greinini, er endamálið. Er endamálið við viðgerðini ikki journalistiskt, men snýr tað seg t.d. um skráseting av viðskiftafólkunum hjá einum fjølmiðlastovni, er viðgerðin ikki fevnd av greinini. Um viðgerðin, umframt eitt journalistiskt, listaligt ella bókmentaligt endamál, eisini hevur annað endamál, er viðgerðin ikki fevnd av undantakinum í § 6.

Reklamur eru ikki fevndar av greinini.

Dátueftirlitið ger av, nær endamálið við eini viðgerð lýkur treytirnar í § 6. Dátueftirlitið kann útvega sær upplýsingar frá dátuábyrgdaranum sambært § 40.

Av lóggávu, sum annars regulerar økið, kann m.a. nevnast pressulógin, revsilógin og altjóða sáttmálar, sum t.d. mannarættindasáttmálin.

Til stk. 2.
Ein kunningardátugrunnur er tað, sum á donskum verður rópt ein "informationsdatabase".

Tá sagt verður, at tilfarið skal vera óbroytt í mun til almannakunngerðina, skal viðmerkjast, at ávísing til tilfar, sum ikki er við í kunningardátugrunninum, gott kann strikast, uttan at talan er um eina broyting í mun til almannakunngerðina.

Til § 7

Til stk. 1.
Landafrøðiliga er lógin eins og í skrásetingarlógunum avmarkað soleiðis, at lógin ikki er galdandi fyri viðgerðir av persónsupplýsingum fyri ríkismyndugleikar. Sostatt eru myndugleikar sum dómsvaldið og løgreglu- og ákæruvaldið ikki fevndir av lógini. Fyri hesar er tað tann galdandi danska lóggávan, sum skal fylgjast. Annars er lógin galdandi eins fyri tann almenna og privata dátuábyrgdaran, sum rekur virksemi sítt í Føroyum.

Viðkomandi dátuábyrgdari skal reka virksemi sítt í Føroyum. Undir hesa reglu kemur sostatt ikki tann, sum rekur virksemi sítt uttan fyri Føroyar, men kortini viðger ella goymir upplýsingar í Føroyum. Fyri hesar upplýsingar galda tó trygdarreglurnar í lógini. Um upplýsingarnar verða viðgjørdar í útlandinum av einum, sum annars rekur virksemi her í landinum, er lógin heldur ikki galdandi fyri hesa viðgerð, tvs. at viðkomandi skal viðgera upplýsingarnar her í landinum.

Um virksemi verður rikið í landinum, verður avgjørt við vanligari tulking av orðingini, sum nýtt verður eisini í øðrum viðurskiftum. Avgerandi er ikki, hvussu viðkomandi hevur skipað seg, t.d. við partafelagi og tílikum, men hvussu tilknýtið er, t.d. eru undirfeløg hjá útlendskum feløgum fevnd av lógini, um tey virka her, meðan lógin ikki fevnir um sølufólk, sum ikki hava fast rakstrarstað í landinum. Í ivamálum er tulkingin avgerandi.

Til stk. 2 og 3
1) Í hesi reglu verður kortini tann dátuábyrgdarin, sum ikki rekur virksemi í Føroyum, fevndur av lógini, um so er, at viðkomandi nýtir hjálparamboð í Føroyum, t.d. dátuviðgerin arbeiðir her.

Hjálparamboð eru øll amboð, sum nýtilig eru til viðgerð av persónsupplýsingum, tað veri seg elektronisk ella ikki: teldur, telduútstøðir, fjarskiftisnet, spurnarbløð o.t. Dátuábyrgdarin skal í slíkum førum hava eitt umboðsfólk í Føroyum, sum lógin er galdandi fyri, og sum hevur somu skyldur sum dátuábyrgdarin. Reglan um hjálparamboð er ikki galdandi, um hjálparamboðini einans verða nýtt til at senda upplýsingarnar um landið og víðari til eitt útland, og upplýsingarnar annars ikki verða viðgjørdar her í landinum.

2) Um upplýsingar verða savnaðar í landinum til viðgerðar uttanlands uttan at koma undir reglurnar í nr. 1, so er henda viðgerð kortini fevnd av lógini. Her verður t.d. hugsað um keyp av upplýsingum frá alment atkomuligum skráum at nýta vinnuligt ella beinleiðis flutningur av upplýsingum frá skrásetta og øðrum til útlandið. Reglurnar í lógini um flutning av upplýsingum út av landinum hava eisini týdning her.

Til stk. 4.
Umboðsfólkið hjá dátuábyrgdaranum er fevnt av somu reglum í lógini sum dátuábyrgdarin og hevur tí somu rættindi og skyldur sum hesin, men frítekur ikki ábyrgdaran.

Viðgerð av persónsupplýsingum, Kapittul 4

Í kapitlinum eru reglur um, í hvønn mun persónsupplýsingar kunnu viðgerast. Reglurnar koma í staðin fyri tær í galdandi skrásetingarlóggávu um skráseting, goymslu, samkoyring og víðarigeving av upplýsingum og hava til endamáls at veita skrásetta best møguligu rættartrygdina.

Í § 8 eru meginreglur fyri viðgerð av persónsupplýsingum. Hesar meginreglur skulu lesast saman vi𠧧 9-10 um tey nágreiniligaru krøvini til viðgerð av persónsupplýsingum.

Lóggildug viðgerð av persónsupplýsingum skal metast eftir § 9, uttan so at hon snýr seg um viðkvæmar upplýsingar, sum verða viðgjørdar sbrt. § 10, ella viðgerðin snýr seg um tær serligu viðgerðirnar, nevndar í §§ 11-15. Í summum førum lóggildað av loyvi. Í § 14 eru ásettar reglur um goymslu í skjalasavni.

Til § 8

Í greinini verða meginreglur fyri viðgerð av persónsupplýsingum ásettar, so sum fyri innsavnan, dagføring, varðveitslu o.s.fr.

Til stk. 1.
Ásetingin er nýskapandi í mun til galdandi skrásetingarlóggávu og er gjørd sum ein nágreiniligari vegleiðing um, hvørji krøv eiga at verða sett til eina nøktandi og lógliga dátuviðgerð av persónsupplýsingum. Góður viðgerðarsiður treytar, umframt at viðgerðin er lóglig, m.a. at skrásettir persónar verða kunnaðir um viðgerðina og innsavnanina av upplýsingum sambært §§ 20 og 21, og at viðgerðin verður fráboðað dátueftirlitinum sambært § 32 og § 34, um ikki annað er heimilað.

Annars er tað eftirlitið, sum nágreinar aðalkravið "góðan dátuviðgerðarsið".

Til stk. 1, nr. 1.
Reglan leggur dátuábyrgdaranum eina við, at umframt at góður dátuviðgerðarsiður skal haldast, skal viðgerðin vera lóglig sambært §§ 9-10. Herumframt skal viðgerðin vera í samsvari við upprunaliga endamálið, jbr. pkt. 4 niðanfyri.

Til stk. 1, nr. 2.
Upplýsingar mugu bert verða savnaðar til nágreiniliga tilskilað og saklig endamál, og seinni viðgerð skal samsvara hesum endamáli. Henda endamálsbinding, um at savnaðar upplýsingar bert mugu nýtast til júst tað endamál, tær eru savnaðar inn til og onki annað, saman við ásetingini um, at seinni viðgerð skal samsvara hesum endamáli, hevur stóran týdning og avmarkar møguleikan fyri samkoyring o.ø., sum neyðuga heimildin ikki er til.

Dátuábyrgdarin hevur treytaleysa skyldu at áseta endamálið við innsavnanini, og er tað líkamikið um upplýsingarnar verða savnaðar frá skrásetta sjálvum ella øðrum. Innsavnan av persónsupplýsingum kann vera til eitt ella fleiri endamál.

At endamálið skal vera nágreiniliga tilskilað merkir, at dátuábyrgdarin í sambandi við innsavnanina skal greina endamálið so væl, at ivi ikki er, hvør ætlan er við viðgerðini, og soleiðis at einki er ógreitt ella dult. Ein almenn lýsing av endamálinum, sum t.d. "fyrisitingarlig endamál" ella "viðskifta/vinnulig endamál", er ikki nøktandi at lúka kravið um nágreiniliga tilskilað. Tess størri vandin er fyri, at persónsverndin verður gingin ov nær, nágreiniligari má endamálsorðingin vera til tess at tryggja rættindi skrásetta.

Endamálið er sakligt, t.d. ein almennur myndugleiki savnar upplýsingar til eitt fyrisitingarligt endamál, sum myndugleikin hevur skyldu at røkja. Sama er um ein privat fyritøka savnar upplýsingar til eina viðgerð, sum liggur náttúrliga innan fyri virkisøki hennara.

Kravið um, at seinni viðgerð skal samsvara upprunaendamálinum, hevur við sær, at tær upplýsingar, sum dátuábyrgdarin innsavnar ikki kunnu endurnýtast, víðarigevast o.s.fr., heldur ikki innan almennu fyrisitingina t.d at nýta í sambandi við eftirhyggjan, kontrol o.t.

Um endurnýtsla, víðarigevan o.s.fr. er samsvarandi upprunaendamálinum, sum dátuábyrgdarin hevur innsavnað upplýsingarnar til, kann endurnýtsla, víðarilatan o.s.fr. tó fara fram. Ítøkilig meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri.

At upplýsingarnar eru tøkar gevur ikki rætt at nýta hesar til annað endamál, heldur ikki at víðarigeva tær til ein triðjapersón.

Til stk. 1, nr. 3.
Við orðingina viðkomandi og ikki fevna um meir enn krevst skilst, at upplýsingarnar skulu vera bert sovorðnar, sum eru neyðugar og av týdningi til ætlaðu viðgerðina. Harumframt skulu upplýsingarnar ikki fevna um meir, enn krevst fyri at røkka endamálinum við viðgerðini.

Til stk. 1, nr. 4.
Skrásetti kann geva samtykki til ymiska viðgerð. Samtykkið skal lúka treytirnar sbrt. § 2, nr. 8.

Til stk.1, nr. 5.
Eins áseting er um hetta í § 6, stk. 1, í lógini um privatar skráir og í § 9, stk. 3, í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum.

Upplýsingarnar eiga ikki at verða varðveittar í tí líki, at skrásetti kann kennast aftur, longur enn neyðugt er, fyri at endamálið við innsavnanini ella seinni viðgerðini kann røkkast. Um upplýsingarnar munnu vera slíkar, sum gera, at skrásetti kennist aftur, verður avgjørt eftir § 2, nr. 1.

Ikki kann sigast nakað ítøkiligt um, hvussu leingi tílíkar upplýsingar kunnu varðveitast. Støða má takast í hvørjum einstøkum føri, grundað á tey almennu kriterier, sum dátueftirlitið við virksemi sínum má ætlast at gera um varðveitslu av slíkum upplýsingum. Annars er tað so, at dátuábyrgdarin, tá viðgerð verður fráboðað til dátueftirlitið, skal gera vart við, nær upplýsingarnar verða strikaðar, jbr. § 34, stk. 1, nr. 8.

Viðvíkjandi varðveitslu í skjalasavni verður víst til skjalasavnslóggávuna. Í tann mun varðveitingarskylda er sbrt. skjalasavnslóggávuni, er hon eisini heimilað sbrt. hesi áseting.

Til stk. 1, nr. 6.
Í galdandi skrásetingarlógum eru reglur um eftirlit við rættleikanum á upplýsingunum. Hesar eru í § 9, stk. 3, og § 11 í lógini um evnisskráir hjá almennum myndugleikum um dagføring, rætting og striking av rangum, villandi og gomlum upplýsingum og í § 6, stk. 2 og 3, í lógini um privatar skráir. Ikki er ætlað stórvegis broyting í mun til galdandi skrásetingarlóggávu, tó verður nú herumframt kravt av dátuábyrgdaranum at syrgja fyri støðugum eftirliti.

Kravið um dagføring tryggjar, at dátuábyrgdarin dagførir upplýsingar, sum eru ov gamlar. Dagføringin nýtist ikki at vera daglig, men kann viðhvørt bíða eftir tí fyrstkomandi vanligu dagføringini. Hvussu skjótt dagføringin skal gerast, avger slagið av upplýsingum. Skeivar upplýsingar, sum eru skrásetta til skaða, skulu dagførast beinanvegin uttan óneyðugt drál. Hvussu víttfevnandi eftirlitið hjá dátuábyrgdaranum skal vera, velst um slagið av upplýsingum, og um upplýsingarnar hava týdning fyri ein ella fleiri myndugleikar.

Eisini er tað so, at skrásetti sjálvur kann krevja, at dátuábyrgdarin rættar, strikar ella steingir upplýsingar, sum eru skeivar ella villandi, ella sum verða viðgjørdar móti lóg ella ásetingum heimilaðum í lóg, sbrt. § 27.

Til stk. 2.
Í stk. 2 verður tryggjað, at upplýsingar, sum upprunaliga ikki eru innsavnaðar til annað endamál, seinni tó kunnu viðgerast við søguligum, hagfrøðiligum ella vísindaligum endamáli. Ein treyt er tó, at henda seinna viðgerðin bert verður gjørd við hesum endamáli, og at samfelagsligi týdningurin av viðgerðini er størri enn bágin, skrásetti hevur av hesum. Við søguligum endamáli verður einamest hugsað um skjalagoymslu. Viðgerð, sum bæði verður gjørd við hesum og øðrum endamáli, eitt nú við fyrisitingarligum ella vinnuligum endamáli, er ikki fevnd av undantakinum í hesum stykki. Tá eru vanligar reglur galdandi. Um upplýsingarnar eru viðkvæmar skulu tær viðgerast sum slíkar, sbrt. § 10 stk. 1, nr. 9.

Til § 9

Greinin ásetir nøkur almenn krøv til viðgerð av persónsupplýsingum. Greinin er fullfíggjað soleiðis, at hetta eru krøvini, sum eru galdandi fyri allar viðgerðir av persónsupplýsingum, sum lógin fevnir um, umframt at krøvini í § 8 eisini skulu vera lokin. Eru upplýsingarnar viðkvæmar, skulu herumframt krøvini í § 10 vera lokin, umframt at loyvi í ávísum førum eisini krevst frá dátueftirlitinum, áðrenn ein viðgerð kann byrja.

Til stk. 1.
Ásett verður, at viðgerð bert er loyvd, um samtykki er fingið, viðgerðin er heimilað í lóg ella ein av treytunum í nr. 1-6 er lokin.

Felags fyri hesar treytirnar í nr. 1-6 er eitt krav um, at viðgerðin skal vera neyðug fyri at røkja nøkur gjøllari ásett áhugamál. Treytirnar annars eru orðaðar sum ikki serliga nágreinilig hugtøk, sum dátuábyrgdarin í hvørjum einstøkum føri má meta um.

Dátueftirlitið kann spyrjast til ráðs í slíkum førum, eins og tað kann seta til viks gjørdar metingar.

Við tíðini má roknast við eini ávísari siðvenju á økinum, grundaða á virksemi hjá dátueftirlitinum.

Herumframt skal viðgerðin vera neyðug. Eisini her skal í hvørjum einstøkum føri metast, um henda treyt er lokin. Av tí at ein viðgerð fevnir um nógva ymiska nýtslu av upplýsingum, kann kravið um, at viðgerðin skal vera neyðug, verða ymiskt mett, alt eftir hvør viðgerðin er. T.d. er væl hugsandi, at ein innsavnan av upplýsingum er neyðug, men at víðarigeving ikki er tað. Metast skal sostatt fyri seg, um neyðugt er, at upplýsingar verða innsavnaðar, skrásettar, samkoyrdar o.s.fr. við atliti at sløgunum av upplýsingum, talan er um. Meting hjá dátuábyrgdaranum kann altíð verða eftirkannað av dátueftirlitinum.

Eitt fingið samtykki gevur sjálvstøðuga heimild til viðgerð. Samtykki skal skiljast sbrt. lýsingini í § 2 nr. 8, soleiðis, at viðgerð ikki kann byrja bert við t.d. einum tigandi ella óbeinleiðis samtykki. Krav er ikki, at samtykkið er skrivligt, men mælt verður til at fáa skrivligt samtykki.

Annars eigur viðgerð í størst møguligan mun at vera grundað á samtykki frá skrásetta, sjálvt um viðgerðin eisini er heimilað sbrt øðrum treytum. Eitt samtykki frá skrásetta ger, at skrásetti veit um málið og kann fylgja við, eins og ivamál um tulkingar og metingar tá hava minni týdning.

Leggjast skal til merkis, at hóast samtykki er fingið, skulu meginreglurnar í § 8 vera loknar.

Eisini lógarheimild gevur sjálvstøðuga heimild til viðgerð. Heimilað í lóg skal skiljast sum í lóg ella í ásetingum heimilaðum í lóg.

Tá lógarheimild er, hevur lóggávuvaldið mett, at viðgerðin røkir týðandi samfelagsáhugamál, og tí er ikki neyðugt, at aðrar treytir eru loknar. Í hvønn mun ein viðgerð er heimilað í aðrari lóg, kann vera ivasamt og vera ein tulkingarspurningur.

Ásetingin um lógarheimild skal tulkast soleiðis, at tess størri avleiðingar tann lógarheimilaða viðgerðin hevur fyri persónsverndina hjá tí einstaka, tess greiðari skal lógarheimildin vera. Í øllum førum skal lógin ikki veita verri trygd enn persónsupplýsingarlógin, og er lógin ikki nóg neyv viðvíðjandi viðgerðini, so kann krevjast, at eisini ein av hinum treytunum í hesi grein er lokin, áðrenn viðgerðin kann sigast at vera lóglig.

Til stk. 1. nr. 1
Ásetingin merkir, at ein avtala, sum skrásetti hevur gjørt ella er partur í, krevur, at persónsupplýsingar hjá viðkomandi verða viðgjørdar, t.d. navn og búðstaður, bíleggingarváttanir, vøru- og farmarokningar o.s.fr. Ein treyt er, at skrásetti er avtalupartur, og t.d. kann ein avtala millum dátuábyrgdaran og arbeiðsgevaran hjá skrásetta ikki grunda, at upplýsingar um skrásetta verða viðgjørdar. Ásetingin tryggjar eisini, at slík viðgerð kann fara fram, áðrenn ein avtala verður fingin í lag millum partarnar, t.d. skráseting í sambandi við tilboð um fígging.

Til stk. 1. nr. 2.
Orðingin rættarlig skylda fevnir um skyldur sbrt. lóggávu ella fyrisitingarligum fyriskipanum, heimilaðum í lóg, sbrt. dómi ella avgerð hjá fyrisitingarligum myndugleika. Fevndar av orðingini eru eisini skyldur sambært altjóða reglum, t.d.sáttmálum. Men avtalurættarligar skyldur hjá dátuábyrgdaranum eru ikki fevndar av orðingini.

Til stk. 1. nr. 3.
Dømi kann vera, at skrásetti í sambandi við sjúku er burturstaddur og tí ikki kann geva samtykki. Sama er galdandi, um viðgerðin hevur sovorðnan skund, at dátuábyrgdarin ikki nær at fáa samtykki frá skrásetta. At viðgerðin skal røkja altumráðandi áhugamál merkir, at viðgerðin skal viðvíkja áhugamálum, sum hava grundleggjandi týdning fyri skrásetta t.d. týdning fyri, at skrásetti er á lívi, ella at skrásetti ikki líður munandi fíggjarligt tap ella annars er til munandi skaða.

Til stk. 1. nr. 4.
Við orðingina samfelagsáhugamál skilst mál, sum hava almennan áhuga, t.v.s. sum hava týdning fyri ein breiðan hóp av persónum. Tað kann vera sovorðið sum viðgerð við søguligum, vísindaligum ella hagfrøðiligum endamáli. Sama er galdandi fyri viðgerð í rættarkunningarskipanum, sum hava til endamáls at kunna almenningin um lóggávu, rættaravgerðir o.s.fr. Eisini onnur viðgerð kann røkja samfelagsáhugamál, t.d. skráseting av upplýsingum hjá størri privatum felagsskapum ella samtøkum, sum hava áhuga fyri ein breiðan hóp. Sjálvt um ein viðgerð hevur vinnuligt endamál, kann hon røkja eitt samfelagsáhugamál.

Til stk. 1. nr. 5.
Ásetingin útinna almennan myndugleika fevnir um allar almennar myndugleikar, dómstólar eins og myndugleikar innan land og kommunu. Eisini fevnir lógin um tann triðjapersón, sum hevur fingið litið til at útinna mál vegna hesar myndugleikar. Men annars fevnir lógin ikki um privat. Greinin vendir sær fyrst av øllum til ta viðgerð av persónsupplýsingum, sum verður gjørd fyri almennar myndugleikar og tá einamest viðgerðina hjá almennu fyririsitingarmyndugleikunum. Dømir eru fyrisitingaratgerðir, sum t.d. fráboðan um avgerð um sosialar veitingar, ella avgerð um skattseting. Ikki bert einstakar avgerðir eru fevndar, men øll umsitingarlig viðgerð. Annars vera viðgerðir fyri tað almenna eisini framdar eftir stk.1, nr. 4.

Til stk. 1. nr. 6.
Viðgerðin er neyðug fyri, at sjálvsøgd heimilað áhugamál (berettiget interesse) kunnu røkjast. Reglan er almenn í orðaljóðinum og verður viðhvørt at nýta saman við hinum treytunum undir nr. 1-5.

Um áhugamálið er so grundað og serligt, at atlitini at persónsverndini hjá skrásetta mugu víkja, má dátuábyrgdarin meta um. Ein slík ítøkilig meting skal gerast við umhugsni bæði fyri og ímóti, og sigast kann, at persónsverndaratlit viga tungt, sett upp móti vinnuligum áhugamálum, og mótmælir skrásetti viðgerðini, so hevur hetta eisini týdning í metingini.

Reglan er eins galdandi fyri triðjapersón, sum fær upplýsingarnar. Leggjast skal til merkis, at dátuábyrgdarin ella tann triðipersónur, sum upplýsingarnar verða latnar, eisini kann røkja onnur sjálvsøgd heimilað áhugamál enn síni egnu. Ein treyt er tó, at hesi áhugamál eru heimilað hjá hesum.

Til stk. 2.
Ásetingin samsvarar við § 3, stk. , í lógini um privatar skráir. Loyvi krevst ikki frá dátueftirlitinum til tílíka viðgerð sambært persónsupplýsingarlógini, men samtykki frá skrásetta.

Til stk. 3
Ásetingin viðvíkur víðarigeving av upplýsingum til marknaðarrøkt. Loyvi krevst ikki frá dátueftirlitinum til tílíka viðgerð sambært persónsupplýsingarlógini, men samtykki frá skrásetta.

Til § 10

Greinin er fullfíggjað og sigur, nær viðkvæmar upplýsingar kunnu viðgerast. Hvat skilst við viðkvæmar upplýsingar sæst í § 2, stk. 1, nr. 9. Viðgerðin krevur umframt fráboðað eisini viðgerðarloyvi, um ikki annað er heimilað.

Eisini í galdandi skrásetingarlóggávu eru serliga reglur um hesar viðkvomu upplýsingar, nær tær kunnu setast í eina skrá, og undir hvørjum treytum tær kunnu víðarigevast. Í skrásetingarlógini fyri privatar skráir er bann móti skráseting av hesum upplýsingum, uttan so at skrásetti hevur givið samtykki, ella lógarheimild er sbrt. § 3. Eisini víðarigeving krevur samtykki sbrt. § 4.

Skráir fyri almennar myndugleikar hava víðari ræsur at skráseta viðkvæmar upplýsingar. Her er skráseting eisini loyvd, um hon er neyðug, fyri at skráin fær røkt síni endamál sbrt. § 9. Eisini víðarigeving er her heimilað, um hon er neyðug í arbeiðinum fyri tað almenna og annars sambært serligum reglum.

Við persónsupplýsingarlógini skal trygdin mótvegis tí einstaka varðveitast. Viðgerðin eftir hesum reglum verður tí í stórum umsitin eins og áður t.d. soleiðis, at í teimum málum, har onki samtykki er, verður viðgerðin eins og áður.

Treytin fyri, at viðkvæmar upplýsingar kunnu viðgerast, er, at viðgerðin lýkur eina av treytunum í § 9 umframt eina av treytunum í § 10. Vanliga er henda treytin lokin, um viðgerðin er samsvarandi eini av treytunum í § 10.

Til stk. 1, nr. 1.
Samtykki skal skiljast sbrt. lýsingini í § 2, nr. 8. Dátuábyrgdarin kann sostatt ikki fáa tigandi ella óbeinleiðis samtykki til viðgerð av upplýsingum. Ikki krevst, at samtykkið skal vera skrivligt, men mælt verður til um gjørligt at fáa tað skrivligt. Við viðgerð av eymum upplýsingum er júst samtykki av stórum týdningini. Leggjast skal til merkis, at við viðgerð av upplýsingum, har samtykki er, skulu meginreglurnar í § 8 eisini vera loknar.

Til stk. 1, nr. 2
Sama grundgeving sum er fyri viðgerð við lógarheimild sum undir § 9, stk. 1.

Til stk. 1, nr. 3
Ásetingin er eitt ískoyti til stk. 1, nr. 1, og fevnir m.a. um, at skrásetti í sambandi við sjúku e.a. sum t.d. ellisviknað, sálarligan viknað ella óvit ikki megnar at geva samtykki. Um nakar er, sum kann samtykkja vegna skrásetta, kann reglan ikki nýtast. Tá metast skal, um viðgerðin skal fremjast, hevur tað týdning at meta um, hvørt skrásetti hevði havt givið samtykki, um hetta bar til. Reglan er eisini galdandi, um skrásetti ikki kann geva samtykki vegna løgfrøðiligar forðingar, t.d. um skrásetti hevur mist sjálvræði. Viðvíkjandi orðingini altumráðandi áhugamál verður víst til § 9, stk. 1, nr. 3.

Til stk. 1, nr. 4.
Viðgerðin er loyvd, um upplýsingarnar, sum skulu viðgerðast, eru almannakunngjørdar av skrásetta sjálvum. Upplýsingar eru almannakunngjørdar, um tær eru komnar til kunnleika hjá einum breiðum skara av persónum. T.d. um tær eru endurgivnar í sjónvarpi, útvarpi, tíðindabløðum, á heimasíðu o.ø. Tað er ikki nóg mikið, at dátuábyrgdarin veit, at ávísar upplýsingar eru ætlaðar til almannakunngerðing. Skrásetti skal sjálvur hava tikið stig til almannakunngerðingina. Upplýsingar, sum onnur t.d. fjølmiðlar av egnum ávum hava almannakunngjørt, eru ikki fevndar.

Til stk. 1, nr. 5.
Ásetingin fevnir um bæði rættarkrav hjá skrásetta, dátuábyrgdaranum ella triðjapersóni. Dømi kunnu vera viðgerð av heilsuupplýsingum, sum arbeiðsgevarar gera fyri at staðfesta, um skrásetti hevur eitt krav um endurgjald, ella viðgerð av heilsuupplýsingum, sum tryggingarfeløg gera fyri at meta um, um skrásetti hevur eitt krav um endurgjald.

Somuleiðis tann viðgerð av upplýsingum, sum almennir myndugleikar gera sum liður í myndugleikaútinning, t.d. tá sosialir myndugleikar hava illgruna um blóðskemd ella annan kynsligan ágang móti børnum og seta seg í samband við aðrar myndugleikar so sum sjúkrahús, løgreglu o.o. til tess at verja børnini. Eisini fevnir reglan um ta viðgerð av upplýsingum um tann skrásetta, sum er neyðug, fyri at dátuábyrgdarin kann meta um, um krav kann gerast galdandi móti skrásetta. Ásetingin fevnir eisini um ta støðu, at viðgerð er neyðug, fyri at rættarkrav hjá triðjapersóni kann staðfestast, gerast galdandi ella verjast, t.d. um dómstólarnir skulu viðgera upplýsingar um aðrar persónar enn partarnar fyri at taka avgerð í rættarmáli.

Til stk. 1, nr. 6
Um viðgerð, sum er neyðug fyri at útinna almennan myndugleika, verður víst til viðmerkingarnar undir § 9, stk. 1, nr. 5.

Til stk. 1, nr. 7.
Reglan um, at ein dátuábyrgdari kann viðgera viðkvæmar persónsupplýsingar innan tey ymisku heilsuøkini, er nýggj og er treytað av, at starvsfólkini, sum viðgera upplýsingarnar, hava tagnarskyldu. Reglan er galdandi fyri sjúklingaviðgerð, sum verður gjørd innan almenn ella privat sjúkrahús ella hjá privatvirkandi læknum. Dømi kunnu vera neyðug viðgerð í sambandi við sjúklingaviðgerðina av upplýsingum um t.d. kynslig viðurskifti ella um heilsustøðu herundir misnýtslu av njótingarevnum. Eisini upplýsingar, sum eru neyðugar í sambandi við eftirviðgerð ella til gerð av umsóknum til stuðulsskipanir, t.d. hjálpitól, eru fevndar.

Ásetingin fevnir eisini um fyrisitingarligar uppgávur hjá dátuábyrgdaranum á heilsuøkinum.

Treytin um tagnarskyldu er vanliga lokin fyri teir persónar, sum vanliga viðgera viðkvæmar upplýsingar á heilsuøkinum. Í galdandi lóggávu eru ymiskar ásetingar um tagnarskyldu, sum hava týdning fyri viðgerð av upplýsingum á heilsuøkinum m.a. revsilógin § 152 og § 152 a-f. Eisini kunnu nevnast t.d. § 9 í læknalógini og § 6 í sjúkrasystralógini.

Til stk. 1, nr. 8.
Orðingarnar starvsrættarlig skylda og tilskilað rættindi, skulu skiljast víttfevnandi soleiðis, at orðingarnar fevna um øll sløg av skyldum og rættindum, sum áliggja dátuábyrgdaranum á einum starvsrættarligum grundarlagi. Hetta er galdandi, antin grundarlagið er lóggáva ella avtala. Eisini viðgerð av upplýsingum, sum verður gjørd fyri at halda skyldur ella rættindi, sum eru fylgja av sáttmálum millum feløg á arbeiðsmarkanðinum ella av setanarsáttmálum hjá einstaklingum, er fevnd.

Leggjast skal til merkis, at viðgerðin má haldast innan fyri karmarnar fyri viðgerð annars.

Til stk. 1, nr. 9.
Líknandi áseting er í § 4 í lógini um privatar skráir og í kap. 5 og 6 í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum.

Í greinini verður dentur lagdur á, at bágin, tann einstaki hevur, skal metast móti tí samfelagsliga týdningi, viðgerðin hevur, og bert um samfelagsligi áhugin hevur størri týdning, kann viðgerðin fremjast. Onkur av her nevndu endamálunum eru eisini fevnd av stk. 1, nr. 2, um lógarheimilaða viðgerð, t.d. í skjalasavnslóggávuni.

Til stk. 2.
Fevnd av ásetingini eru ikki-vinnulig feløg og grunnar, sum hava samfelagsligan týdning, t.d. samtøka av persónum, sum hava somu felags áhugamál ella áskoðanir, t.d. á kynsliga, átrúnaðarliga, heimsspekiliga ella t.d um sjúklingafelagsskapir. Tað er bert viðgerð av upplýsingum um limir í hesum felagsskapum og av persónum, sum vegna endamál felagsins/grunsins javnan eru í sambandi við hesar, sum er loyvd. Hvat tilknýti, ein persónur hevur til felagið, ella um ein er limur, verður gjørt av eftir gjøllari meting í hvørjum einstøkum føri, grundað á m.a. viðtøkur. Um persónur ikki er limur meir, er reglan ikki galdandi og viðgerð ikki loyvd.

Í kravinum um, at viðgerðin av upplýsingunum skal vera innan egnar karmar, liggur, at viðgerðin, umframt at fevna um ávísar persónar, eisini skal vera í samsvari við endamál felagsins/grunsins soleiðis, sum hetta er orðað í viðtøkum og á annan hátt. Upplýsingar kunnu ikki víðarigevast sbrt. hesi áseting.

Til stk. 3.
Ásetingin viðvíkir viðgerð, sum ikki er heimilað sbrt. stk. 1 og 2. Tílík viðgerð av viðkvæmum upplýsingum krevur loyvi frá dátueftirlitinum, sum eisini setir treytir við. Ilt er frammanundan at lýsa dømir um viðgerð, sum kann verða fevnd av hesi undantaksreglu. Reglan er ein savningargrein, sum hevur ta fyritreyt sjáldan at skula nýtast. Dátueftirlitið hevur tí fingið heimildina í hvørjum einstøkum føri at gera av, um loyvi skal gevast og undir hvørjum treytum.

Til § 11

Sambært Ll. nr. 86 frá 01.06.1982 um fólkayvirlit fekk Landsfólkayvirlitið heimild at geva hvørjum fólki eitt persónsnummar. Hetta persónsnummarið er tað, sum skrásetingarlóggávan og persónsupplýsingarlógin umrøða sum persónstal ella p-tal.

Í galdandi skrásetingarlóggávu eru ásetingar um persónstalið í § 9, stk. 2, í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum og í § 3, stk. 2, í lógini um privatar skráir. Persónstalið er í báðum lógum skipað undir greinini um viðkvæmar upplýsingar. Nýtslan av persónstalinum er tó enn meiri avmarkað enn nýtslan av viðkvæmum upplýsingum, við tað at nýtslan bert er loyvd, um lógarheimild er fyri hesum. Samtykki frá skrásetta gevur ikki heimild til nýtsluna soleiðis, sum tað annars ger viðvíkjandi nýtslu av viðkvæmum upplýsingum. Persónstalið hevur fólkayvirlitið loyvi at brúka, og annars er tað upprunaliga bert loyvt at nýta, um hetta er neyðugt til at røkja skyldur mótvegis skattavaldinum. Seinni hava broytingar í lógini um almennar skráir ført við sær, at nakrir myndugleikar hava fingið beinleiðis lógarheimild at nýta persónstalið. Annars er lógin á økinum eins fyri báðar lógir.

Ásetingin um avmarkaðu nýtsluna av persónstalinum er ein tann mest umrødda greinin í galdandi skrásetingarlóggávu, og hevur elvt til nógv høvuðbrýgg og givið nógvar trupulleikar, bæði hjá almennum stovnum og øðrum.

Umstøðurnar eru nógv broyttar, síðan skrásetingarlógirnar komu í gildi í 1984. Teldutøknin hevur fingið nógv størri týdning sum arbeiðsamboð, og mestsum øll umsiting, almenn sum privat, er tengd at teldutøknini. Ásannast má, at ein viðgerð av persónsupplýsingum, sum so at siga øll er elektronisk í dag, krevur, fyri at viðgerðin skal vera fullgóð og við so fáum villum sum gjørligt, eina greiða eyðmerking av persónum. Til hetta endamál er persónstalið væl hóskandi. Hetta er eisini tað, sum er ásannað í øðrum londum. Øll norðurlond og fleiri lond á meginlandinum hava í hesum døgum persónsupplýsingarlóggávu, sum byggir á eintýðuga persónseyðmerking.

Persónstalið er í sjálvum sær ikki ein viðkvom upplýsing. Persónstalið er eitt 9 stavað-tal, sum sigur frá aldri, føðingardegi og kyni, og hesar eru ikki viðkvæmar upplýsingar. Tey síðstu trý talteknini í persónstalinum eru eitt eftirlitstal, sum skal tryggja, at stavivillur ikki koma fyri. Greitt er, at persónstalið kann vera lykilin til nógvar upplýsingar á nógvum ymiskum økjum, og at vandi sjálvsagt er fyri misnýtslu. Tí krevst ein greið lóggáva á økinum, sum nágreiniliga sigur, hvørjar upplýsingar kunnu viðgerast, hvussu hesar kunnu viðgerast og undir hvørjum treytum, hetta verður loyvt. Eisini er neyðugt at hava eitt eftirlit, ið tryggjar, at lógin verður hildin. Hetta er tað, sum gjørt verður við persónsupplýsingarlógini.

Í persónsupplýsingarlógini eru ymiskar reglur fyri tað almenna og tað privata um nýtsluna av persónstalinum. Almennir myndugleikar kunnu nýta persónstalið sum eintýdda eyðmerking ella sum skránummar. Persónstalsnýtslan lættir um og ger málsviðgerðina í umsitingini meira smidliga. Samstundis hevur hon við sær, at støðan hjá einstaklinginum gerst tryggari, tí at mistøk og skeivleikar orsakað av persónssamanblandingum ella skrivivillum gerast færri.

Til stk. 1.
Ásett verður, at almennir myndugleikar kunnu viðgera persónstalið til eintýdda eyðmerking ella sum skránummar, journalnummar. Persónstalið verður sostatt lykil til ymiskar upplýsingar um einstaklingin, og fyri at minka um vandan fyri misnýtslu eigur tann almenni myndugleikin altíð í samskifti við ein persón, t.d. í telefonsamrøðu, at tryggja sær, at viðkomandi, sum upplýsir persónstalið, eisini er tann rætti persónurin. Hetta gerst við umframt at biðja um persónstalið eisini at biðja t.d. um navnið á viðkomandi. Persónstalið er ein upplýsing av stórum týdningi, men tað er ikki ein almenn upplýsing og krevur tí serligt ansni í viðgerðini. Um persónstalið verður nýtt sum skránummar, so merkir hetta tí m.a., at ein almennur myndugleiki ikki kann hava opnar, almennar postlistar við persónstalinum sum skránummar. Við almennar postlistar skilst, at fyrisitingin t.d. á heimasíðu hevur listar yvir allan post, sum kemur inn til fyrisitingina. Við serligt ansni meinast at ansast skal eftir, at persónstalið t.d. ikki kann síggjast á rúdabrævbjálvum o.s.fr.

Til stk. 2.
Privat hava ikki somu atgongd til at nýta persónstalið sum almennir myndugleikar, og eru í stk. 2 ásettar treytir til hesa viðgerð.

Til stk. 2, nr. 1.
Við heimild í lóg skilst í lóg ella í ásetingum, heimilaðum í lóg, t.d. í kunngerðum.

Til stk. 2, nr. 2.
Nágreiniligt samtykki skal skiljast sbrt. lýsingini í § 2, nr. 8. Dátuábyrgdarin kann ikki fáa tigandi ella óbeinleiðis samtykki til viðgerð av upplýsingum. Treytað er ikki, at samtykkið skal vera skrivligt, men mælt verður til um gjørligt at fáa tað skrivligt.

Til stk. 2, nr. 3.
Nýtslan skal vera neyðug til søguligar, vísindaligar ella hagfrøðiligar kanningar. P-talið kann sostatt nýtast til hesi endamál, uttan at lógarheimild ella samtykki er fingið. Um p-talið er knýtt at einari viðkvæmari upplýsing, skal loyvi altíð fáast frá dátueftirlitinum sbrt. § 35.

Til stk. 3.
viðvíkir bert víðarigeving. Ásett verður, at tey, sum sambært stk. 2, nr. 1-2, kunnu viðgera, herundir skráseta upplýsingar, bert kunnu víðarigeva hesar, um ein av treytunum í stk. 3, 1-4, er lokin. Leggjast skal til merkis, at viðgerð sbrt. stk. 2, nr. 3, til vísindalig og hagfrøðilig endamál eisini fevnir um víðarigeving.

Til stk. 3, nr. 1 og 2.
Sí viðmerkingarnar til stk. 2, nr. 1 og 2.

Til stk. 3, nr. 3 og 4.
Av tí at høvuðsreglan er samtykki, eru hesar ásetingar ætlaðar sum savningarásetingar við einum avmarkaðum nýtsluøki.

Til stk. 4.
Hendan ásetingin er sett inn fyri at tryggja, at almannakunngerðing av persónstalinum ikki fer fram, uttan at samtykki er fingið frá tí persóni, sum persónstalið viðvíkir. Samtykki, sum er fingið til aðra nýtslu, fevnir ikki um almannakunngerðing, sum krevur annað samtykki.

Til § 12

Sambært hesi reglu kann ein fullfíggjað skrá, manuell ella elektronisk, yvir revsirættarligar dómar bert gerast fyri tað almenna. Tvs. at um ein privatur ger slíka skrá, so skal tað vera gjørt undir almennum eftirliti. Skráin skal vera fullfíggjað fyri at vera fevnd av lógini, tvs. vera ein skrá yvir allar sagdar revsirættarligar dómsúrskurðir. Skráir, sum bert hava persónsupplýsingar, sum stava frá nøkrum dómsúrskurðum, eru ikki fevndar av hesi grein.

Til § 13

Ásetingin er nýggj í mun til galdandi lóggávu og er sett inn fyri at bøta um rættartrygdina.

Í løtuni hava vit í Føroyum ongar rættarkunningarskipanir, men hugsast kann, at hetta verður aktuelt t.d. í sambandi við, at upplýsingar um matrikkul- og tinglýsingarviðurskifti verða tøkar á alnetinum.

Til stk. 1.
Sbrt. hesi áseting kunnu viðkvæmar upplýsingar sbrt. § 10 viðgerast til at nýta í rættarkunningarskipanum við stórum samfelagsligum týdningi. Skipanirnar, sum eru fevndar, eru slíkar, sum eru tøkar fyri ein breiðan skara av haldarum fyri at tryggja eina einsháttaða løgnýtslu.

Innanhýsis rættarkunningarskipanirnar hjá myndugleikum ella virkjum eru ikki fevndar, og eru vanligu viðgerðarreglurnar galdandi fyri hesar.

At viðgerðin skal vera neyðug fyri at røkja skipanina merkir, at rættarkunningarskipanin, um skipanin kann tæna endamáli sínum eins úrslitagott og trygt, uttan at geva persónsupplýsingar um einstaklingar, er viðgerðin ikki loyvd.

Til stk. 2.
Sambært stk. 2 kann seinni viðgerð av upplýsingum, sum eru fevndar av stk. 1, ikki verða gjørd til onnur endamál. Hetta merkir m.a., at upplýsingarnar ikki kunnu nýtast til at taka avgerðir ella til at seta í verk tiltøk, sum viðvíkja skrásettum persónum. Sama er galdandi fyri upplýsingar, sum bert verða viðgjørdar til nýtslu í rættarkunningarskipanum. Upplýsingarnar kunnu sjálvandi nýtast í sambandi við rættarmál, tí ein sovorðin nýtsla liggur innan fyri endmálið við eini rættarkunningarskipan.

Til stk. 3.
Dátueftirlitið kann áseta treytir fyri viðgerð av teimum í stk. 1 nevndu upplýsingum. Herumframt kann dátueftirlitið eisini áseta treytir fyri viðgerðini av teimum í § 9 nevndu upplýsingum, sum bert verður gjørd í sambandi við røkt av rættarkunningarskipanum. Hetta kann t.d. vera at krevja, at persónsnøvn, neyvar bústaðarupplýsingar og aðrar møguligar eyðmerkjandi upplýsingar ikki skulu vera við.

Til § 14

Í greinini eru ásetingar um skjalasavning. Í galdandi lóggávu er áseting um hetta í § 9, stk. 4, í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum.

Ásetingin hevur við sær, at upplýsingar, sum eru fevndar av persónsupplýsingarlógini, kunnu flytast til goymslu í skjalasavni sambært skjalasavnslóggávuni. Hetta er galdandi fyri bæði upplýsingar, sum eru viðgjørdar av almennum myndugleikum og privatum virkjum.

Ásetingin skal lesast í samanhangi við § 9, stk. 3, í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum og § 11 í lógini um privatar skráir, hvørs endamál m.a. er at tálma óneyðugari datasamanstúgving.

Ásetingarnar í persónsupplýsingarlógini og í skjalasavnslóggávuni vísa eina meting millum fyrilitið at sleppa undan óneyðugari data samanstúgving og fyrilitið til áhugan fyri, at gransking kann verða gjørd.

Í skrásetingarlóggávuni verður tann dagliga og fyrisitingarliga nýtslan av skrásettum persónsupplýsingum skipað, meðan skjalasavnslóggávan skipar ta nýtslu, sum verður gjørd í sambandi við gransking, eftir at persónsupplýsingarnar ikki verða nýttar fyrisitingarliga. Talan er sostatt ikki um ósamsvar millum lóggávurnar, men persónsupplýsingarlógin er grundað á tað støði, at spurningurin um skjalasavnsnýtslu av persónsupplýsingum eigur at skipast í skjalasavnslóggávuni.

Til § 15

Ásetingin er nýggj í mun til galdandi skrásetingarlóggávu. Tað verður nú góðtikið, at starvsfólk í ein vissan mun, og bert um tað ikki hevur ávirkan á arbeiðið, samskifta privat frá arbeiðsplássi. Ætlanin er við ásetingini at verja hetta samskiftið. Ásetingin er galdandi fyri bæði almennar myndugleikar og privat virki.

Til stk. 1.
Við hesi reglu skal privatlívið hjá starvsfólkum verjast í sambandi við samskifti teirra um telefon o.a. á arbeiðsplássinum, líkamikið um arbeiðsgevarin er ein almennur myndugleiki ella eitt privat virki. Reglan er ikki galdandi fyri ánaran av einum einstaklingsvirki. Skrásetingarbannið er galdandi, eisini tá samskift verður um fartelefon ella fastnettelefon. Tað er skráseting av tí uppringda nummarinum sum er bannað, og ásetingin forðar sostatt ikki fyri at skráseta talið av samrøðum, ella hvussu nógv talutíð er brúkt. Harumframt er loyvt at skráseta soleiðis, at partar av tí uppringda nummarinum skrásetast, t.d. soleiðis, at tvey tey síðstu tølini í einum 8 tals nummari ikki verða upplýst. Ásetingin forðar ikki, at ein manuel skráseting av uppringdum telefonnummarum verður gjørd hjá einum almennum myndugleika ella hjá privatum virki. Um ein tílík skráseting er loyvd, verður avgjørt sbrt. lóggávuni annars. Her verður hugsað um t.d. notatskyldu sambært fyristingarlógini.

Dátueftirlitið kann geva loyvi til sjálvvirkandi skrásting av her nevndu samskiftum. Eftir umstøðunum kann tá leggjast dentur á, um skrásetti (tað er starvsfólkið) hevur givið samtykki til skrásetingina. Sum dømi um altýðandi almen ella privat áhugamál kann nevnast, at almennir myndugleikar ella privat virki ynskja at skráseta t.d.uppringingar í sambandi við ávísar arbeiðsuppgávur innan- ella uttanlands fyri at fáa endurrindað útreiðslur fyri samrøður sambært avtalu við hin sáttmálapartin.

Dátueftirlitið kann áseta treytir fyri loyvinum. Vanlig treyt vil vera, at starvsfólkini tá greitt fáa at vita, at skráseting verður gjørd.

Til stk. 2.
Hetta kann t.d. vera, um skrásetinging er heimilað í rættargangslógini í samband við rannsókn í revsimálum.

Til stk. 3.
Leggjast skal til merkis, at útbjóðarar tó ikki kunnu senda nágreiniliga tilskilaðar telefonrokningar, um hetta hevur við sær, at haldarin fær upplýsingar, sum hann sjálvur ikki kann skráseta sbrt. stk. 1.

Flutningur av upplýsingum til útlond, Kapittul 5

Ásetingarnar í hesum kapitli snúgva seg um, nær upplýsingar kunnu flytast til onnur lond. Í galdandi skrásetingarlóggávu eru ásetingar um hetta í § 12 a í lógini um evnisskráir hjá almennum myndugleikum og í § 9 í lógini um privatar skráir.

Til § 16

Sambært ásetingunum í galdandi skrásetingarlóggávu kunnu upplýsingar bert goymast og viðgerast uttan fyri Føroyar, um loyvi er fingið frá landsstýrinum. Nýtslan av greinunum hevur verið sera avmarkað, men loyvi eru tó givin í ávísum førum, tá tørvur hevur verið á tí.

Nú verður tað ístaðin dátueftirlitið, sum avger, um loyvið verður givið.

Orðingin flytast fevnir um alla yvirførslu av upplýsingum og er sostatt eitt felags heiti fyri alla nýtslu ella viðgerð.

Í treytini um, at londini skulu tryggja eina fullgóða viðgerð, liggur, at flutningur av upplýsingum til onnur lond ikki má hava við sær, at verndin hjá skrásetta, sum lógin tryggjar, versnar munandi. Um viðkomandi land hevur eina lóggávu, sum líkist okkara á hesum øki, verður mett, at landið tryggjar eina fullgóða viðgerð av persónsupplýsingum.

Hetta er serliga galdandi fyri tær materiellu treytirnar til viðgerð av upplýsingum, so sum ásetingar um rættindi hjá skrásetta, og fyri tær formligu treytirnar, so sum eftirlit, trygdarskipanir og møguleikarnar at fáa dómstólarnar at kanna, um ásetingarnar verða hildnar.

Ein heildarmeting verður gjørd av, um viðkomandi land tryggjar eina fullgóða viðgerð.

Ætlanin er, at dátueftirlitið skal almannakunngera ein lista yvir lond, sum verða mett at tryggja eina fullgóða viðgerð t.d. á heimasíðuni hjá dátueftirlitinum.

Til § 17

Til stk. 1.
Ásettar verða nærri treytir um, nær upplýsingar kunnu flytast til lond, sum ikki tryggja eina fullgóða viðgerð. Flutningurin skal lúka eina av treytunum.

Til stk. 1, nr. 1.
Samtykki skal skiljast í samsvar við lýsingina í § 2, nr. 8. Dátuábyrgdarin kann sostatt ikki fáa tigandi ella óbeinleiðis samtykki til viðgerð av upplýsingum. Treytað er ikki, at samtykkið skal vera skrivligt, men mælt verður til um gjørligt at fáa tað skrivliga.
Skrásetti skal fáa at vita, hvat slag av upplýsingum skulu flytast, endamálið við flutninginum, og um hvat land, upplýsingarnar verða fluttar til.

Til stk. 1, nr. 2.
Skal skiljast soleiðis, at flutningur kann fara fram, um Føroyar hava eina skyldu sambært altjóðarættarligari semju ella vegna limaskap í altjóða felagsskapi.

Til stk. 1, nr. 3.
Sí viðmerkingarnar til § 9, stk. 1, nr. 1.

Til stk. 1, nr. 4.
Skrásetti er ikki partur í avtaluni, men hon er gjørd í áhuga skrásetta. Talan kann t.d. vera um flutning av upplýsingum í sambandi við gjaldsflytingar frá øðrum landi, líkamikið um avtala er gjørd um hetta millum skrásetta og dátuábyrgdaran, ella um avtalan bert er í áhuga skrásetta.

Til stk. 1, nr. 5.
Sí viðmerkingarnar til § 9, stk. 1, nr. 3.

Til stk. 1, nr. 6.
Sí viðmerkingarnar til § 10, stk. 1, nr. 5

Til stk. 1, nr. 7.
Sí viðmerkingarnar til § 10, stk. 1, nr. 2, og § 9, stk. 1, nr. 4.
Sum dømi um flutning, sum er fevndur av ásetingini, kann nevnast altjóða skifti av upplýsingum millum toll- og skattamyndugleikar ella millum sosialar myndugleikar.

Til stk. 1, nr. 8.
Við eina alment atkomuliga skrá skal skiljast ein skrá, sum er almannagjørd sbrt. lóggávu t.d. sum í lógini um tinglýsing ella í lógini um partafelagsskráir.

Til stk. 2.
Dátueftirlitið er hægsti myndugleiki á økinum og kann geva loyvi, hóast treytirnar í stk. 1 ikki eru loknar.
Dátuábyrgdarin skal í slíkum førum veita trygd fyri persónsverndini og teimum grundleggjandi rættindinum hjá skrásetta.

Til stk. 3.
Heimildaráseting til landsstýrismannin til at steðga ella avmarka flutningi til útlond.

Til. stk. 4.
Sama áseting sum í galdandi lóggávu. Ongin broyting er ætlað á økinum.

Innlit og kunning um viðgerð av persónsupplýsingum, Kapittul 6

Í kapitlinum eru ásetingar um, í hvønn mun dátuábyrgdarin hevur upplýsingarskyldu mótvegis skrásetta. Hetta er nýtt í mun til galdandi skrásetingarlóggávu, har einki er um sjálvvirkandi upplýsingarskyldu, tó eru ásetingar um innlit hjá skrásettum persónum í kap. 4 í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum.

Til § 18

Ásett verður ein vanlig kunning um elektroniska viðgerð av persónsupplýsingum.

Orðingin ein og hvør er tann sama, sum nýtt er í § 4 í lógini um alment innlit. Endamálið við ásetingin er at geva einum og hvørjum møguleika til at fáa kunning um ávís sløg av viðgerðum, sum dátuábyrgdarar gera.

Hendan vanliga kunning kann nýtast, tá ein persónur umhugsar, um hann ella hon vil lata dátuábyrgdaran viðgera upplýsingar um seg sjálvan, t.d. um viðkomandi umhugsar at tekna seg sum lim í einum felag.

Til stk. 1, nr. 1.
Upplýsingarnar skulu vera so nágreinligar, at skrásetti kann finna fram til dátuábyrgdaran ella umboðsfólk hjá viðkomandi, um skrásetti ætlar at seta seg í samband við tey.

Til stk. 1, nr. 2.
Upplýsingarnar skulu vera so nágreinligar, at skrásetti kann finna fram til viðkomandi, um skrásetti ætlar at seta seg í samband við viðkomandi.

Til stk. 1, nr. 3.
Skrásetti skal kunnast um heitið og endamálið við viðgerðini. Ein vanlig lýsing av endamálinum er nóg mikið, og dátuábyrgdarin hevur sostatt ikki skyldu til at kunna um, hvat upplýsingarnar nágreiniliga skulu nýtast til.
Endamálið við ásetingini er, at skrásetti skal fáa nóg mikið av kunning soleiðis, at viðkomandi verður greiður yvir orsøkina til, at upplýsingar um hann ella hana verða viðgjørdar.

Til stk. 1, nr. 4.
Kunningin fevnir ikki um upplýsingar um einstaklingar, men bert um persónsbólkar og sløgini av upplýsingum, sum verða viðgjørdar.

Til stk. 1, nr. 5.
Skrásetti skal hava kunning um, hvaðani upplýsingarnar eru útvegaðar.
Hetta er bert galdandi, um upplýsingar um hetta eru til taks. Dátuábyrgdarin hevur ikki skyldu til at varðveita tílíkar upplýsingar.

Til stk. 1, nr. 6.
Upplýsast skal, um upplýsingarnar verða latnar víðari og til hvørjar persónsbólkar. Ikki kann krevjast at fáa upplýst nøvn á einstaklingum.

Til § 19

Til stk. 1.
Í galdandi lóggávu er áseting um innlitið hjá skrásetta í § 13 í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum. Galdandi lóggáva ásetir, at skrásetta skal greiðast frá, hvørjar upplýsingar um hann/hana eru skrásettar.
Ásetingin í persónsupplýsingarlógini miðar ímóti, at kunning skal gevast á ein lættskiljandi hátt og reksa verður upp, hvat skrásetti skal upplýsast um, og tí er rætturin til innlit hjá skrásetta betur tryggjaður í persónsupplýsingarlógini.

Til stk. 1, nr. 1.
Sí viðmerkingarnar til § 18, stk. 1, nr. 1.

Til stk. 1, nr. 2.
Sí viðmerkingarnar til § 18, stk. 1, nr. 2.

Til stk. 1, nr. 3.
Sí viðmerkingarnar til § 18, stk. 1, nr. 3.

Til stk. 1, nr. 4.
Skrásetti skal hava at vita, hvørjar upplýsingar um hann/hana verða viðgjørdar. Tær upplýsingar, sum skrásetti skal hava kunning um, eru tær, sum verða viðgjørdar, tá skrásetti krevur innlit, og tær, sum eru komnar afturat síðani.
Skrásetti kann tí ikki krevja at fáa upplýst, hvørjar upplýsingar áður hava verið viðgjørdar, men ásetingin forðar tó ikki, at skrásetti kann verða kunnaður um tílíkar eldri upplýsingar. Bert kann hetta ikki krevjast beinleiðis frá dátuábyrgdaraum. Um ein dátuábyrgdari ikki vil ganga einari áheitan á møti, kann skrásetti venda sær til dátueftirlitið sbrt. § 38, sum kann áleggja dátuábyrgdaranum at geva skrásetta upplýsingarnar.

Til stk. 1, nr. 5.
Sí viðmerkingarnar til § 18, stk. 1, nr 5.

Til stk. 1, nr. 6.
Sí viðmerkingarnar til § 18, stk. 1, nr. 6, tó skal skrásetti hava upplýst navnið á tí, upplýsingarnar verða latnar víðari til, og ikki bert hvørjar persónsbólkar.

Til stk. 1, nr. 7.
Her skal bert upplýsast so mikið, at innlit ikki skaðar trygdina, t.d. við at viðkomandi fær upplýsingar um smálutir í trygdarskipanini. Ásetingin samsvarar við § 8, stk. 2, í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum.

Til stk. 2.
Greinin hevur við sær, at skrásetti kann seta krøv til kunningina.

Til § 20

Ásetingin er nýggj í mun til galdandi lóggávu og hevur til endamáls at tryggja, at skrásetti er so mikið kunnaður, at avgerðin verður tikin á einum álítandi grundarlagi, tá viðkomandi gevur upplýsingar um seg sjálvan.

Til stk. 1.
Greinin viðvíkir bert kunningarskyldu, tá upplýsingar verða savnaðar frá skrásetta sjálvum. Kunningarskyldan er tengd at innsavnanini.
Skrivlig kunning er ikki kravd, men próvbyrðuna fyri kunningini hevur dátuábyrgdarin.

Til stk. 1, nr. 1.
Sí viðmerkingarnar til § 18, stk. 1, nr. 1.

Til stk. 1, nr. 2.
Sí viðmerkingarnar til § 18, stk. 1, nr. 3.

Til stk. 1, nr. 3
Sí viðmerkingarnar til § 19, stk. 1, nr. 6.

Til stk. 1, nr. 4
Ásett verður, at dátuábyrgdarin hevur eina vegleiðingarskyldu mótvegis skrásetta. Dátuábyrgdarin skal av sínum eintingum upplýsa um tað, sum hevur týdning fyri rættindini hjá skrásetta sambært lógini.

Til stk. 1, nr. 5.
Dátuábyrgdarin skal siga skrásetta frá, um upplýsingarnar kunnu krevjast frá skrásetta, ella um skrásetti kann velja at halda upplýsingunum aftur. Um upplýsingarnar kunnu krevjast givnar, skal dátuábyrgdarin samstundis kunna skrásetta um møguligar avleiðingar, um skrásetti noktar at geva upplýsingarnar.

Til stk. 2.
Undantøk kunnu verða gjørd til stk. 1, um skrásetti er kunningur við tær í nr. 1-5 nevndu upplýsingar. Um dátuábyrgdarin ella umboðsfók hjá viðkomandi eru í iva, skal skrásetti kunnast sbrt. stk. 1.

Til § 21

Til stk. 1.
Dátuábyrgdarin ella umboðsfólk hjá viðkomandi skulu av egnum ávum kunna skrásetta um tær nevndu upplýsingar.
Um dátuábyrgdarin javnan savnar upplýsingar um skrásetta, er nóg mikið, at kunning verður givin fyrstu ferð, innsavnanin fer fram. Hetta er tó bert galdandi, um tann innsavnanin, sum javnan fer fram, viðvíkir somu upplýsingum.
Kunningin skal vera tann sama sum í § 20, stk. 1, nr. 1-5.

Til stk. 2, nr. 1.
Sí viðmerkingarnar til § 20, stk. 2.

Til stk. 2, nr. 2.
Heimildin kann sostatt vera bæði í lógum og fyrisitingarligum rættarreglum t.d. í kunngerðum.

Til stk. 2, nr. 3.
Um kunningin er ógjørlig ella órímiliga torfør, verður mett út frá týdninginum, kunningin hevur fyri skrásetta, í mun til tað arbeiðið, sum dátuábyrgdarin hevur av einari tílíkari kunning (lutfalsgrundreglan). Avgerð skal takast í hvørjum einstøkum føri. Dentur skal m.a. leggjast á mongdina av skrásettum persónum sum t.d. í vísindaligum kanningum, sum ofta fevna um nógvar persónar, aldurin á upplýsingunum, hvussu gamlar tær eru og um almenn kunningar-átøk, sum gera, at meiri kunning er óneyðug.
Eisini má dentur leggjast á, hvussu stóran týdning tey áhugamálini hava, sum liggja til grund fyri viðgerðini, í mun til, hvussu nær verður gingið skrásetta.
Sum dømi um nýtslu av lutfalsgrundregluni kann nevnast spurningurin um, í hvønn mun dátuábyrgdarin í einum dómstóli ella gerðarrætti t.d. eigur at kunna eykapersónar í einum rættarmáli um, at upplýsingar um teir verða viðgjørdar.

Til § 22

Ásett verður, í hvønn mun undantøk kunnu gerast frá §§ 18-21.

Til stk. 1, nr. 1-6.
Uppreksað verða nøkur almenn áhugamál, sum verða mett at hava størri týdning enn áhugamál skrásetta, og sum kunning til skrásetta tí má víkja fyri. Meting skal gerast í hvørjum einstøkum føri, og bert um vandi er fyri, at áhugamál hjá tí almenna eru fyri skaða ella tapi, kunnu undantøk gerast til kunningarskyldu dátuábyrgdarans. Reglurnar fevna um á leið tað sama sum § 13, stk. 1, nr. 1-6, í lógini um alment innlit.

Til stk. 1, nr. 6.
Í galdandi lóggávu er áseting um hetta í § 13, stk. 4, í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum. Ikki er ætlað stórvegis broyting í mun til galdandi lóggávu.
Undantøkini frá kunningarskylduni hjá dátuábyrgdaranum ella umboðsfólkum hjá viðkomandi, kunnu bert gerast eftir einari gjøllari meting í hvørjum einstøkum føri.
Hvør upplýsing skal metast fyri seg, og um bert ein partur av upplýsingunum er fevndur av nr. 6, so skal kunning gevast um restina av upplýsingunum.
Sum dømi um privat áhugamál kunnu nevnast vinnulig dulsmál, tagnaðarskyldan hjá t.d. læknum og sakførarum, rætturin til at fyrireika sína egnu verju í rættarmálum og vernd av mannarættindum.

Til stk. 2.
Tann, sum sýtir at geva innlit, skal skrivliga grundgeva fyri hesum við nágreinligari ávísing til heimildina.
Ásetingin er sett inn, fyri at dátuábyrgdarar skulu vera greiðir yvir, hví teir sýta fyri innliti og samstundis fyri at gera tað lættari hjá skrásetta at venda sær til dátueftirlitið fyri at fáa eina meting av, um kunningarskyldan er hildin.

Til stk. 3.
Ásetingin er sett inn fyri at tryggja, at tann viðgerð av persónsupplýsingum, sum fyrisitingin ger, kann undantakast frá innliti í sama mun sum eftir lógini um alment innlit. Víst verður her til viðmerkingarnar til § 5 í persónsupplýsingarlógini.

Stk. 4.
Í galdandi skrásetingarlóggávu er áseting um hetta í § 13, stk. 5. í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum.
Við ásetingini í persónsupplýsingarlógini er ikki ætlað stórvegis broyting í mun til galdandi lóggávu, tó er ásetingin galdandi fyri bæði privatar og almennar dátuábyrgdarar, meðan galdandi lóggáva bert hevur áseting um hetta í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum.

Til stk. 5.
Heimild til at landsstýrismaðurin kann áseta reglur um onnur undantøk til kap. 6.

Til § 23

Í galdandi lóggávu er ásting um hetta í § 14 í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum.
Eingin broyting er ætlað í mun til galdandi lóggávu, tó er reglan í persónsupplýsingarlógini galdandi fyri bæði privat og tað almenna.

Frásøgnin skal verða givin skrivliga, um biðið verður um tað. Í hesi treyt liggur, at upplýsingarnar skulu kunna lesast beinleiðis og uttan nýtslu av tekniskum hjálpitólum.
Frásøgnin kann verða givin munnliga, um hetta er neyðugt vegna umhugsni til skrásetta, t.d. tá talan er um heilsuupplýsingar.

Til § 24

Til stk. 1.
Sambært § 13 í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum skal frásøgn gevast „skjótast gjørligt".

Sambært lógaruppskotinum skal frásøgn gevast „uttan ógrundaðan steðg". Mett verður, at hesar reglur fevna um tað sama tíðarskeiðið.
Í persónsupplýsingarlógini er harafturat ein avgjørd freist upp á 4 vikur, og tá skal frásøgn vera givin. Í § 5 í lógini um skráir hjá privatum er eisini nevnd ein freist upp á 4 vikur.

Til stk. 2.
Reglan skal helst nýtast í avmarkaðan mun, tí høvuðsreglan er, at skrásetti skal hava kunning innan 4 vikur.

Til § 25

Til stk. 1.
Í § 13, stk. 6, í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum er áseting um frágreiðingar. Ikki er ætlað stórvegis broyting á økinum, tó er tíðarskeiðið í persónsupplýsingarlógini 6 mánaðir, meðan tíðarskeiðið í galdandi lóg er 12 mánaðir.
Skrásetti skal sostatt sambært persónsupplýsingarlógini bert bíða eitt hálvt ár eftir nýggjari frágreiðing í mun til 1 ár áður, og er sostatt tryggjaður betri rættindi.

Til stk. 2.
Frávik kunnu gerast til stk.1. Ein meting skal gerast í hvørjum einstøkum føri.

Kapittul 7
Onnur rættindi hjá skrásetta

Til § 26

Ásetingin er nýggj í mun til galdandi skrásetingarlóggávu.

Til stk. 1.
Skrásetti hevur sambært greinini rætt til at gera vart við seg um upplýsingar, sum verða viðgjørdar um viðkomandi, og átala hetta. Ásetingin regulerar ikki, nær dátuábyrgdarin skal gera eftir áheitan frá skrásetta. Hetta verður mett eftir stk. 2.

Til stk. 2.
Ein átala er sjálvandi heimilað, um viðgerðin er ólóglig, men í tílíkum føri skal dátuábyrgdarin av sínum eintingum gevast við viðgerðini sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6.

Um ein átala annars er heimilað, verður mett út frá serstøðu skrásetta. Ein meting skal gerast í hvørjum einstøkum føri, og grundgevingarnar skulu hava ávísan týdning og vera munandi, áðrenn viðgerðin verður steðgað.

Serliga týdningarmiklar grundir skulu til er talan t.d. um viðgerð, sum verður gjørd við søguligum, vísindaligum ella hagfrøðiligum endamáli, ella um viðgerð, sum er heimilað í lóggávuni.

Dátuábyrgdarin tekur avgerð, um átalan hjá skrásetta er heimilað, og avgerðin kann leggjast fyri dátueftirlitið sbrt. § 30 og § 37, nr. 1.

Til § 27

Til stk. 1.
Líknandi áseting er í § 5 í lógini um privatar skráir.

Ein áheitan skal koma frá skrásetta sjálvum ella frá persóni, sum hevur fulltrú frá viðkomandi.
Áheitanin viðvíkir bert upplýsingum um skrásetta sjálvan. Dátuábyrgdarin hevur sostatt ikki skyldu til eftir áheitan at rætta, strika o.s.v. upplýsingar um aðrar persónar. Tó hevur hesin skyldu sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6, at kanna, um tílíkar áheitanir eru eftirfarandi.

Einki formkrav er til áheitanina. Dátuábyrgdarin hevur skyldu til skjótast gjørligt at taka støðu til, um áheitanin skal gangast á møti, og tískil at rætta, strika ella steingja upplýsingarnar.

Rættingarhátturin er tann sami sum í § 11 í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum, tó er orðingin steingja upplýsingar nýggj. Hervið skal skiljast, at loyvt er at goyma upplýsingarnar, men ikki er loyvt at nýta og viðgera tær, og heldur ikki er loyvt at lata tær víðari. Upplýsingar, sum eru stongdar, skulu tí hava eina frámerking um hetta, soleiðis at ein dátuviðgeri verður kunnaður um steingjanina.

Til stk. 2.
Líknandi áseting er í § 5, stk. 2, í lógini um privatar skráir.

Í kunningini skal verða greitt frá rættingarháttinum og orsøkini til, at rætting er farin fram. Ofta er neyðugt, at kunningin eisini fevnir um tær skeivu upplýsingarnar soleiðis, at móttakarin kann rætta hesar.

Til § 28

Heimildaráseting til landsstýrismannin um á hvønn hátt upplýsingar skulu rættast og um mannagongdir.

Til § 29

Ásetingin er nýggj í mun til galdandi lóggávu, sum ikki hevur ásetingar um, at samtykki kann takast aftur. Í § 16, stk. 3, í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum er regla um, at eitt samtykki dettur burtur eftir 1 ár.

Eitt samtykki kann sambært persónsupplýsingarlógini takast aftur nær sum helst, tó ikki við afturvirkandi kraft, og ásetingin hevur sostatt bert gildi frameftir. Avgerð má takast í hvørjum einstøkum føri, og spurningurin kann kærast til dátueftirlitið.

Til § 30

Dátueftirlitið viðger klagur frá skrásettum fólki.

Trygdarskipanir, Kapittul 8

Í § 6, stk. 4, í lógini um privatar skráir og § 12, stk. 1, í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum eru generellar ásetingar um trygdartiltøk. Ásetingarnar í § 31 eru meira greiniligar viðvíkjandi, á hvønn hátt trygdartiltøkini skulu skipast, men tó er ætlanin, at teknisku smálutirnir skulu ásetast í kunngerð.

Til § 31

Til stk. 1.
Eingi formlig krøv eru til eina tílíka fyriskipan. Ein fyriskipan kann vera í einari starvslýsing, ella t.d um dátuábyrgdarin góðkennir eitt ávíst starvsfólk at hava atgongd til ávísar upplýsingar. Viðkomandi kann tískil bert viðgera upplýsingar sambært fyriskipan dátuábyrgdarans, uttan so at lógarheimild er fyri øðrum.

Til stk. 2.
Dátuábyrgdarin skal tryggja sær, at dátuviðgerin ella onnur, sum fáa upplýsingar, lúka ásettu krøvini til trygdartiltøk. Um dátuviðgerin t.d. er búsettur uttanlands, skal tað standa í avtaluni, at ásetingar um trygdartiltøk, sum eru galdandi í tí landinum, har dátuviðgerin er búsettur, skulu verða galdandi fyri hann.

Til stk. 3.
Ásett verða nøkur generel krøv til trygdarskipanir. Ætlanin er, at hesi krøv verða tilskilað í einari kunngerð, sum landsstýrismaðurin ásetir sbrt. stk. 7. Trygdartiltøkini skulu tryggja eitt nóg gott trygdarstøði, har umhugsni verður tikið til vandan, viðgerðin hevur við sær, og slagi av upplýsingum, sum verða viðgjørdar, í mun til kostnaðin og tað tøkniliga støði, ið er kravt.
Dátuábyrgdarin hevur skyldu til at viðlíkahalda trygdartiltøkini.

Til stk. 4.
Treytir verða settar til fyriskipan dátuábyrgdarans, sum eisini skal samsvara við aðra lóggávu.

Til stk. 5.
Greinin vísir til, at sbrt. orðingini "øðrum" í stk. 1, eru tað eisini onnur enn dátuviðgerar sum t.d. persónar og virki, sum hava atgongd til persónsupplýsingar uttan at nevnast dátuviðgeri. Hesi eru eisini fevnd av stk. 3 og 4.

Til stk. 6.
Ásetingin samsvarar við § 12, stk. 3, í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum.
Eingin broyting er ætlað í mun til galdandi lóggávu.

Til stk. 7.
Heimildaráseting til landsstýrismannin.

Fráboðanarskylda og viðgerðarloyvi, Kapittul 9

Kapittul 9 kemur í staðin fyri ásetingarnar um stovnan av skráum í lógini um skráir hjá almennum myndugleiku og lógini um skráir hjá privatum.

Til § 32

Til stk. 1.
Høvuðsreglan er, at øll viðgerð av persónsupplýsingum, eisini manuell viðgerð av persónsupplýsingum, sum eru ella verða settar í eina skrá, skal fráboðast dátueftirlitinum.

Dátuábyrgdarin hevur ábyrgdina av fráboðanini og innihaldinum í henni. Ein fráboðan kann sendast sum bræv, faks ella teldupostur, men leggjast skal til merkis, at dátueftirlitið sbrt. § 34, stk. 2, kann seta treytir til fráboðanarháttin.

Ein fráboðan kann fevna um eina viðgerð ella fleiri viðgerðir, sum hava sama ella samanfallandi endamál.
Sum dømi um viðgerð við samanfallandi endamáli kann nevnast, tannrøkt, sjúkrakassi o.a.
Ein fráboðan kann fevna um viðgerð, sum verður gjørd á ymiskum økjum í landinum, og ein fráboðan kann eisini fevna um ymiskar funksjónir sum t.d. journalisering, málsviðgerð og skráseting við atliti at útgjalding, um hesar ymisku funksjónirnar bert hava samanhangandi endamál.

Til stk. 2.
Freistin er ásett fyri, at dátueftirlitið saman við ábyrgdaranum kann greiða ivamál viðvíkjandi viðgerðini í góðari tíð.
Dátueftirlitið skal vátta fráboðanina skrivliga.Hendan váttanin er bert ein kvittan til dátuábyrgdaran um, at fráboðanarskyldan er lokin, kvittanin er ikki ein góðkenning av, at viðgerðin er lóglig sambært lógini.

Til stk. 3.
Við orðingina broytist og fer út um karmarnar skal skiljast, at t.d. aðrar upplýsingar enn tær upprunaliga nevndu skulu viðgerast, um upplýsingarnar skulu nýtast til eitt nýtt endamál, ella um tær skulu víðarigevast til onnur enn upprunaliga ásett.

Til stk. 4.
Ásetingin heimilar landsstýrismanninum at undantaka ávísar viðgerðir frá fráboðanarkravinum ella at áseta einfaldari fráboðanarskyldu fyri hesar og at gera ávísa viðgerð treytaða av loyvi.
Undantøk frá fráboðanarskylduni eiga bert at verða gjørd, um eyðsæð er, at viðgerðin er vandaleys.

Til § 33

Viðgerð sambært hesi grein skal sostatt ikki fráboðast.

Til § 34

Til stk. 1, nr. 1-8.
Sí viðmerkingarnar til §§ 18 og 19, stk. 1.

Til stk. 2.
Dátueftirlitið kann sostatt seta treytir til m.a., at fráboðanir og umsóknir skulu gerast á ávís oyðubløð. Dátueftirlitið kann eisini áseta, at fráboðan skal gerast elektroniskt t.d. via teldupost ella á annan hátt.

Til § 35

Til stk. 1.
Ásett verður, at øll viðgerð av viðkvæmum upplýsingum krevur loyvi frá dátueftirlitinum.

Til stk. 2.
Ásetingin heimilar dátueftirlitinum at gera aðra viðgerð enn viðgerð av viðkvæmum upplýsingum treytaða av loyvi.
Orsøkin til hesa áseting er, at væl kann hugsast at eisini onnur viðgerð gongur skrásetta so nær, at hon eigur at vera treytað av loyvi.

Til stk. 3.
Dátuábyrgdarin hevur rætt til at krevja, at dátueftirlitið frammanundan tekur støðu til, um ein viðgerð krevur viðgerðarloyvi.

Til stk. 4.
Dátueftirlitið hevur eftir greinini skyldu at meta, um treytir skulu setast til eitt loyvi fyri at avmarka bágan, skrásetti hevur av viðgerðini. Skylda er sostatt ikki til at seta treytir til øll loyvi, men bert tá mett verður, at hetta er neyðugt vegna umhugsni til skrásetta.

Til stk. 5.
Ein meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri.

Til stk. 6.
Einhvør flutningur av upplýsingum til útlond krevur loyvi frá dátueftirlitinum.

Til stk. 7.
Heimildaráseting til landsstýrismannin. Til dømis kann hugsast ein regla um, at loyvi ikki krevst, tá tað almenna viðger persónsupplýsingar sambært lógarheimild.

Eftirlit, Kapittul 10

Eftirlitsmyndugleikin broytir navn frá Skrásetingareftirlitið til Dátueftirlitið. Eftirlitið fær heimild til at taka fleiri endaligar avgerðir, og samansetingin av ráðnum verður broytt.

Til § 36

Til stk. 1.
Dentur verður lagdur á, at dátueftirlitið er ein óheftur myndugleiki, og hetta hevur við sær, at eftirlitið ikki kann áleggjast boð frá øðrum fyrisitingarmyndugleikum. Ásetingin samsvarar við § 22, stk. 1, í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum, og ikki er ætlað nøkur broyting á økinum.

Til stk. 2.
Mælt verður til, at avgreiðsluskrivstovan hevur bæði løgfrøðiligan og edv-tøkniligan kunnleika.

Til stk. 3.
Áseting er um hetta í § 23 í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum.
Ráðið er nú sett saman við 3 limum í mun til Skrásetingareftirlitið, sum hevði 6 limir. Formaðurin skal vera løgfrøðingur, og hinir limirnir skulu tilnevnast soleiðis, at tryggjað verður ráðnum óheftni og sakkunnleika. Tiltaksfólk kunnu verða tilnevnd fyri 4 ár, tó kunnu hesi verða afturvald.

Til stk. 4.
Ráðið ger egna reglugerð og kann m.a. áseta formligar reglur um t.d., nær ráðið er viðtøkuført, um at kalla inn tiltaksfólk og um, at ávís mál kunnu verða avgreidd av avgreiðsluskrivstovuni vegna ráðið.

Til § 37

Greinin viðvíkir uppgávunum hjá dátueftirlitinum, sum eru nøkurlunda tær somu, sum Skrásetingaretirlitið hevði, tó eru komnar nakrar uppgávur afturat.

Til stk. 1, nr. 1.
Ásetingin er tann sama, sum í § 22, stk. 2, í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum og § 10 í lógini um privatar skráir.

Til stk. 1, nr. 2.
Mett verður, at minni tíð fer við at viðgera loyvi enn eftir skrásetingarlógunum.

Til stk. 1, nr. 3.
Hesin listi kann t.d. almannakunngerast á heimasíðuni hjá dátueftirlitinum.

Til stk. 1, nr. 4.
Ásetingin er nýggj í mun til galdandi lóggávu.

Til stk. 1, nr. 5.
Mælt verður til, at dátueftirlitið ger kanningar á hvørjum ári.

Til stk.1, nr. 6.
Ásett verður ein vegleiðingarskylda hjá dátueftirlitinum mótvegis tí almenna og privata.

Til stk. 1, nr. 7.
Ásett verður ein vegleiðingarskylda hjá dátueftirlitinum til at kunna um, hvat gongur fyri seg á hesum øki uttan fyri Føroyar.

Til stk. 1, nr. 8.
Eingin broyting í mun til galdandi lóggávu.

Til § 38

Til stk. 1.
Líknandi áseting er í § 11, stk. 1 og 2, í lógini um privatar skráir.

Dátueftilitið kann seta forboð fyri ávísari viðgerð og áleggja dátuábyrgdaranum at rætta upplýsingarnar.

Leggjast skal til merkis, at skrásetti sbrt. § 27, stk. 2, kann heita á dátuábyrgdaran um at kunna triðjamann um rættingina.

Til stk. 2.
Líknandi áseting um mannagongdir er í § 11, stk. 4, í lógini um privatar skráir.
Ásett verður, at dátuábyrgdarin kann seta forboð fyri ávísum framferðarhættum.

Til stk. 3.
Ásetingin styðjar ásetingina í § 31, stk. 3, um trygdarskipanir.

Til stk. 4.
Hetta kann vera týðandi, um dátueftirlitið ikki hevur møguleika at geva dátuábyrgdaranum boð ella forboð, av tí at eftirlitið ikki kann koma i samband við viðkomandi ábyrgdara.

Til § 39

Til stk. 1-3.
Uppreksaðar verða tær greinar, har dátueftirlitið tekur endaligar avgerðir, sum ikki kunnu kærast til annan fyrisitingarmyndugleika. Í § 13 í lógini um privatar skráir er áseting um hetta sama.
Ásetingin forðar tó ikki, at avgerðir hjá dátueftirlitinum kunnu leggjast fyri Løgtingsins Umboðsmann. Annars kann skrásetti altíð fara til dómstólarnar.

Til § 40

Til stk. 1.
Ásetingin samsvarar við § 25, stk. 1, í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum og § 10, stk. 2, í lógini um privatar skráir. Ikki er ætlað nøkur broyting á økinum.

Til stk. 2.
Ásetingin samsvarar við § 25, stk. 2, í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum og § 10, stk. 3, í lógini um privatar skráir. Ikki er ætlað nøkur broyting á økinum.

Til § 41

Samsvarar við galdandi lóggávu.

Til § 42

Samstarv kann gerast neyðugt bæði við ríkismyndugleikar í Føroyum og við útlendskar myndugleikar t.d. "Datatilsynet" í Danmark ella í Noregi.

Til § 43

Heimild er til, at landsstýrismaðurin kann áseta gjald fyri skrivligar fráboðanir.
Ásetingin samsvarar við § 14, stk. 2, í lógini um privatar skráir, § 13, stk. 2, og § 20 í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum, har heimildarásetingar eru til at áseta gjald fyri fráboðanir.

Persónsupplýsingarlógin hevur við sær, at allar viðgerðir av persónsupplýsingum skulu fráboðast til dátueftirlitið, og loyvi skulu søkjast til ávísar viðgerðir.
Greinin er ein heimildaráseting til landsstýrismannin at áseta gjald fyri hesar fráboðanir og loyvir, og um munur skal verða gjørdur á almennum myndugleikum og privatum stovnum.

Revsing og endurgjald, Kap. 11

Til § 44

Ásetingar um revsing eru í § 28 í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum og í § 15 í lógini um privatar skráir.

Til § 45

Ásetingin er miðað í móti edv-tænastuvirkjum og øðrum, sum veita tænastu sambært lógini t.d. viðgerð í rættarkunningarskipanum.

Til § 46

Ásetingin er nýggj í mun til galdandi skrásetingarlógir. Greinin ásetir kulpa við øvutari próvbyrðu. Dátuábyrgdarin skal sostatt endurgjalda skaða, sum kemur av, at viðgerð fer fram í móti reglunum í lógini, uttan so at viðkomandi kann prógva, at skaðin ikki kundi verið forðaður við tí eftiransni og umhugsni, sum krevst í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum.

Ásetingin hevur ikki við sær aðrar broytingar til vanligu reglurnar í føroysku lóggávuni um endurgjald.

Spurningurin um endurgjald sambært lógini kann leggjast fyri dómstólarnar.

Skiftisreglur og gildiskoma, Kap. 12

Til § 47

Til stk. 1 og 2.
Gildiskomuáseting, sum tekur galdandi skrásetingarlógir úr gildi.
Frá tí degi, lógin kemur í gildi, skal løggildug viðgerð metast sambært persónsupplýsingarlógini, og loyvi givin sambært skrásetingarlógunum kunnu ikki heimilað viðgerð eftir nýggju lógini.

Til stk. 2.
Ásetingin viðvíkir tillagingartíðini.

Til § 48

Til stk. 1.
Mett verður, at ein tillagingartíð er neyðug.

Til stk. 2.
Ásetingin hevur avmarkaðan týdning og skal sostatt bert nýtast, tá hetta verður mett neyðugt í heilt serligum førum.

Keldur:
Lov om behandling af personoplysninger, dk: Lov nr. 429 af 31. 05 2000
Personuppgiftslag, sv: Lov. nr. 204 af 29. 04 1998
Forslag til lov om behandling af personopplysninger, no:
Løg um persónuvernd og meðferð persónuupplýsingar, ís:
Fremsat 25. 06. 1999
Løg. nr. 77, 23. 05. 2000
Datatilsynet, dk: www.datatilsynet.dk
Datatilsynet, no: www.datatilsynet.no
Persónuvernd, ís: www.stjr.is/dkm
Datainspektionen, sv: www.datainspektionen.sv

Europa-Parlamentets og Rådets direktiv af 24. oktober 1995 om beskyttelse af fysiske personer i forbindelse med behandling af personoplysninger og om fri udveksling af sådanne oplysninger

Europarådets konvention nr. 108 af 28. januar 1981 om personbeskyttelse i forbindelse med elektronisk databehandling af personoplysninger

1. viðgerð 13. mars 2001. Tingmálini nr. 96 og 103 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 20. apríl 2001 legði fram soljóðandi 

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt uppskotið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 13. mars 2001 er tað beint rættarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 15. mars 2001 og 2. og 5. og 19. apríl 2001 og hevur undir viðgerðini sett og fingið svaraðar spurningar frá Høgni Hoydal, landsstýrismanni. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Ingunn Eiriksdóttir, fulltrúa, og Turið Debes Hentze, formann í skrásetingareftirlitinum.

Rættarnevndin er samd við landsstýrinum um, at galdandi lóggáva viðvíkjandi skráseting og viðgerð av persónsupplýsingum í Føroyum er ikki nøktandi. Spurningurin um nýtslu av persónstalinum hevur verið til viðgerðar í Løgtinginum ofta, og hvørja ferð hevur Løgtingið gjørt vart við, at verandi mannagongd at gera undantakslóggávu viðvíkjandi persónstalinum var ónøktandi, og at fullfíggjað lóggáva eigur at verða sett í gildi.

Í lóggávu um viðgerð av persónsupplýsingum er umráðandi at greiðar og strangar reglur eru um persónsvernd. Rættarnevndin hevur viðgjørt henda spurning gjølla og metir, at lógaruppskotið veitir neyðuga persónsvernd.

Lógaruppskotið snýr seg fram um alt um elektroniska viðgerð av persónsupplýsingum. Lagt verður upp til, at øll, sum viðgera persónsupplýsingar, hava fráboðanarskyldu, og at dátueftirlitið skal eftirkanna fráboðanirnar. Harumframt krevst viðgerðarloyvi til viðgerð av viðkvomum persónsupplýsingum og til upplýsingar, sum verða fluttar av landinum.

Sambært lógaruppskotinum skal tann, sum savnar inn persónsupplýsingar, kunna tann, sum verður skrásettur, um, at hetta verður gjørt. Skrásetti fær eisini innlit í privatar skráir, sum eru manuellar, t.m. ikki eru elektroniskar.

Rættarnevndin metir, at tað er rætt, at strong krøv verða sett til viðgerð av persónsupplýsingum, og at skrásetti nágreiniliga skal geva sítt samtykki til, at persónsupplýsingar verða nýttar ella givnar víðari, eins og at skrásetti hevur víðfevnd rættindi til innlit. Í grein 3, stk. 5, fær landsstýrismaðurin eina heimild at áseta reglur um, at lógin heilt ella fyri ein part ikki skal vera galdandi fyri ávísar stovnar og ávís málsøki. Rættarnevndin metir, at henda undantaksregla er neyðug til tess at fyribyrgja óneyðuga nógvum samskifti millum borgara og myndugleikar. Í donsku lóggávuni eru ymisk serøki fevnd av lógini, og er hon er bert avmarkað galdandi fyri ávís øki t.d. dómstólar, løgreglu, Fólkatingið o.s.fr. Føroyska lógin er galdandi fyri at kalla øll øki, og væntandi verður neyðugt sum frá líður at arbeiða seg fram við kunngerðum og vegleiðingum. Rættarnevndin hevur frá landsstýrinum fingið upplýst, at kunngerðirnar, sum landsstýrismaðurin ger í fyrstu atløgu, koma at snúgva seg um at avmarka fráboðanarskylduna, eitt nú er ætlanin er at avmarka fráboðanarskylduna, tá tað almenna viðgerð upplýsingar, sum ikki eru viðkvæmar.

Lógaruppskotið um viðgerð av persónsupplýsingum snýr seg eisini um reglur í sambandi við flutningi av persónsupplýsingum til útlond. Rættarnevndin hevur viðgjørt spurningin og er samd við landsstýrismannin, at meginreglan eigur at verða, at persónsupplýsingar og edv-skráir, sum koma undir reglurnar í hesi lóg, eiga at goymast og viðgerast í Føroyum.

Tó er Rættarnevndin av teirri áskoðan, at grein 17, stk. 4, er í andsøgn við bæði endamálsgrein lógarinnar og við greinirnar 16 og 17. Løgfrøðingar, ið Rættarnevndin hevur kunnað seg við, eru av somu áskoðan.

Rættarnevndin hevur frá landsstýrismanninum fingið upplýst, at grein 17, stk. 4, er sett í lógina til tess at tryggja, at allar edv-skráir skulu varðveitast og viðgerast í Føroyum, og til tess at fyribyrgja, at eitt nú peningastovnarnir flyta sítt edv-samskifti av landinum og sostatt eisini upplýsingar um peningavirðurskifti hjá føroyskum borgarum. Rættarnevndin er samd við landsstýrismannin, at slík gongd eigur at fyribyrgjast, og mælir landsstýrismanninum til við heimild i grein 17, stk.. 3, beinanvegin og áðrenn gildiskomu lógarinnar at áseta greiðar reglur í kunngerð um flutning av persónsupplýsingum til útlond, herundir steðga ella avmarka útflutning. Rættarnevndin mælir til, at henda kunngerð kemur at fata um júst spurningin um at steðga útflutningi av persónsupplýsingum peningastovnanna.

Harumframt skjýtur rættarnevndin upp, at grein 16, stk 1, verður herd soleiðis, at tað í henni beinleiðis verður ásett, at meginreglan er, at persónsupplýsingar, sum koma undir hesa løgtingslóg, skulu varðveitast og viðgerast í Føroyum".

Við hesum broytingum heldur Rættarnevndin, at politiski málsetningurin at veita borgarum bestu persónsvernd og politiski málsetningurin at fyribyrgja, at peningastovnarnir flyta sítt edv-samstarv av landinum, er rokkin.

Við uppskotinum fer úr gildi løgtingslógin um almennar skráir og løgtingslógin um privatar skráir. Men lógin um "offentlige myndigheders registre (statslige myndigheder)" fer ikki úr gildi. Hon er í Danmark avloyst av lógini um "behandling af personsoplysninger". Henda lóg kann setast í gildi fyri Føroyar við kgl. fyriskipan fyri virksemi ríkisstovnanna, og er spurningurin um at seta hana í gildi sendur heimastýrinum til ummælis. Rættarnevndin heldur, at umráðandi er, at bæði løgtingslógin um viðgerð av persónsupplýsingum og danska lógin um sama evnið fáa gildi samstundis, og mælir tí til at bíða við gildiskomuni av løgtingslógini, til møguligt er at seta donsku lógina í gildi í Føroyum, og skjýtur tí upp, at gildiskomudagurin verður settur til 1. januar 2002. Eisini má landsstýrið hava stundir at gera kunngerðir sbr. lógini, sum eru lidnar og klárar at seta í gildi samstundi, sum lógin fær gildi. 

Samsvarandi hesum mælir ein samd nevnd Løgtinginum til at samtykkja uppskotið, men setir fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Í § 16 verður sett inn áðrenn fyrsta pkt. "Meginreglan er, at persónupplýsingar, sum koma undir hesa løgtingslóg, skulu varðveitast og viðgerast í Føroyum."
  2. § 17, stk. 4, verður strikað
  3. Í § 47, stk. 1, verður " dagin eftir, at hon er kunngjørd" broytt til " 1. januar 2002"

2. viðgerð 24. apríl 2001. Broytingaruppskot frá samdari rættarnevnd til §§ 16, 17 og 47 samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 26. apríl 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-1. Málið avgreitt.

J.nr. 525-0013/2001
Ll.nr. 73 frá 08.05.2001