Luftdálking - tungmetallir v.m.

 

105  Uppskot til  samtyktar um ískoytissáttmála frá 1998 um ávikavist tungmetallir og seinthvørvandi lívrunnin dálkingarevni til sáttmálan frá 1979 um langrtrøkkandi luftdálking, sum fer um landamørk

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

 

Uppskot

til

samtyktar 

Løgtingið góðkennir ískoytissáttmála frá 1998 um tungmetallir til sáttmálan frá 1979 um langtrøkkandi luftdálking, sum fer um landamørk, og ískoytissáttmála frá 1998 um seinthvørvandi lívrunnin dálkingarevni til sáttmálan frá 1979 um langtrøkkandi luftdálking, sum fer um landamørk.

Viðmerkingar

Ríkisumboðsmaðurin í Føroyum hevur í brævið, dagfest 29. juni 1999, heitt á Føroya Landsstýri um at taka støðu til, um danska staðfestingin av omanfyri nevndu ískoytissáttmálum eisini skal fevna um Føroyar.

Danmark undirritaði hin 24. juni 1998 á einari evropiskari umhvørvisstevnu í Århus saman við ES og 31 øðrum londum ískoytissáttmála um tungmetallir og ískoytissáttmála um seinthvørvandi lívrunnin dálkingarevni - Persistent Organic Pollutants (POP’s). Ískoytissáttmálarnir eru gjørdir við atliti at minka um teir stóru trupulleikar, sum standast av, at luftdálkandi evni fara víða um óheft av landamørkum. Teir seta markvirði fyri útlát av luftdálkandi evnum og annaðhvørt banna ella avmarka ávís evni í ymiskum vørum, so sum bensini, battaríum og ymiskari elektroniskari útgerð.

Ískoytissáttmálarnir um tungmetallir og POP’s eru fyrst og fremst ætlaðir at fáa altjóðarættarligar bindingar í lag fyri tey stóru ídnaðarlondini, sum í dag standa fyri meginframleiðslu og útlátum av tungmetallum og POP’s evnum. Ískoytissáttmálarnir verða tó ikki bindandi í altjóðarætti, fyrr enn 16 lond hava boðað frá staðfesting.

Ískoytissáttmálarnir eru gjørdir samsvarandi Sáttmála Búskaparnevnd Sameindu Tjóða fyri Evropu frá 1979 um langtrøkkandi luftdálking, sum fer um landamørk. Danmark staðfesti sáttmálan í 1982 við umveldisfyrivarni fyri Føroyar og Grønland.

Danska stjórnin ætlar at staðfesta ískoytissáttmálarnar skjótast gjørligt. Víst verður í hesum sambandi á, at Føroya Landsstýri hevur biðið donsku stjórnina um at virka fyri bindandi millumlandasáttmálum, ið hava til endamáls at minka um dálking av júst teimum evnum, sum frumskjølini fevna um, og sum er ein verulig hóttan bæði í móti dýrabara havtilfeingi og fólkaheilsu.

Ískoytissáttmálarnir hava verið til ummælis hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Vinnuhúsinum og Grindamannafelagnum, sum øll mæla til, at sáttmálarnir verða settir í gildi í Føroyum.

Ískoytissáttmálarnir krevja ikki lógarbroytingar til tess at verða útintir.

1. viðgerð 13. mars 2001. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 4. apríl 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 13. mars 2001 er tað beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 27. mars og 3. apríl 2001.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við løgmann.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 6. apríl 2001. Uppskot til samtyktar samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.