Erhvervsdrivende virksomheder

 

107  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om erhvervsdrivende virksomheder"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om erhvervsdrivende virksomheder"

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda skjal 1, uppskot til kongliga fyriskipan um "lov om erhvervsdrivende virksomheder".

Viðmerkingar:

Lógin kemur í staðin fyri lov nr. 23 frá 1 mars 1889 om handelsregistre, firma og prokura (firmalógin), sum er ótíðarhóskandi.

Høvuðsbroytingarnar í mun til firmalógina eru:

Tað verður ein treyt at reka vinnuligt virksemi í felagi við avmarkaðari ábyrgd, at viðkomandi felag er skrásett samsvarandi reglunum í lógini, uttan so, at felagið er fevnt av partafelagslógini ella smápartafelagslógini. Verður fyritøka, sum er vinnurekandi í lógarinnar týdningi, ikki skrásett, hefta luttakararnir persónliga uttan avmarking og solidariskt, og teir, sum ábyrgdina hava av, at fyritøkan ikki er skrásett, kunnu verða álagdir revsiábyrgd.

Fyritøkur við avmarkaðari ábyrgd, sum eru vinnurekandi í lógarinnar týdningi, skulu leggja fram ársroknskap eftir reglunum í ársroknskaparlógini.

Einstaklingafyritøkur og fyritøkur, har allir luttakararnir, ella ein ella fleiri av luttakarunum hefta persónliga uttan avmarking og solidariskt, kunnu og skulu ikki longur skrásetast. Hesar fyritøkur skulu heldur fylgja reglunum í ársroknaparlógini.

Endamálið við lógini er at tryggja størri gjøgnumskygni viðvíkjandi vinnuligum virksemi, sum verður rikið í felagsskapum við avmarkaðari ábyrgd fyri luttakararnar.

Firmalógin verður umsitin av fútaembætinum, og samstundis við nýggju lógini um erhvervsdrivende virksomheder verða skrásetingaruppgávurnar eftir tí lógini fluttar til Skráseting Føroya.

Við vinnulóggávuni frá 1994 – partafelagslógini, smápartafelagslógini v.m. – varð umsitingin av partafelagskránni flutt frá fútanum til Skráseting Føroya, samstundis varð umsitingin av Skipaskránni, sum fútin eisini hevði umsitið, flutt til Skráseting Føroya. Eftir hesi lógini, nýggju vinnulógini, uppskotinum til løgtingslóg um at taka av lóg um handilsreisandi og kunngerð um felagsskránna, verður restin av skrásetingaruppgávunum, sum hava verið eftir hjá fútanum, fluttar til Skráseting Føroya, meðan aðrar verða tiknar av.

Øki lógarinnar

Økið, sum firmalógin fevnir um (fyritøkur, sum reka handil, handverk og ídnað), verður við hesi lógini broytt soleiðis, at tað eru fyritøkur, sum eru vinnurekandi.

Hugtakið vinnurekandi svarar til tað í lov om erhvervsdrivende fonde. Umframt skal fyritøkan hava til endamáls við vinnuvirkseminum at fremja fíggjaráhugamálini hjá luttakarunum. Ideellir felagsskapir, sum reka vinnuvirksemi, fella uttanfyri.

Hugtakið fyritøka (virksomhed) verður í lógini nýtt sum eitt samliheiti fyri teir rættarligu organisasjónshættir, sum eru fevndir av lógini.

Heitið lutafelag svarar til galdandi fatan í teori og praksis, og tað er uttan týdning fyri nýtsluøki lógarinnar, um fyritøkan sjálv brúkar annað heiti.

Høvuðsinnihaldið í lógini

Lógin fevnir í mun til firmalógina um allar vinnurekandi fyritøkur, sum ikki eru reguleraðar í galdandi felagslógum, t.e. partafelagslógin, smápartafelagslógin v.m. Uttan fyri lógina fella fyritøkur, sum ikki hava til endamáls við vinnuvirksemi at fremja fíggjaráhugamálini hjá luttakarunum.

Fyritøkur við avmarkaðari ábyrgd skulu eftir lógini skrásetast hjá Skráseting Føroya, umframt at tær, um tær eru yvir ávísa stødd, skulu lata inn ársroknskap eftir ársroknskaparlógini. Hinvegin eru ongar reglur, sum í partafelgslógini, ásettar um, hvussu fyritøkan skal skipast v.m.

Fyritøkur, har luttakararnir ikki hava avmarkaða ábyrgd, hvørki skulu ella kunnu skrásetast, og eru heldur ikki fevndar av roknskaparreglunum, men eru bert fevndar av reglunum um navn og prokura. Hesar fyritøkur eru
einstaklingafyritøkur,
íognarfeløg, t.e. er fyritøkur, har allir luttakarnir hefta persónliga uttan avmarking og solidariskt fyri skyldurnar hjá fyritøkuni, og
komandittfeløg, t.e fyritøkur, har ein ella fleiri av luttakarunum, komplementararnir, hefta persónliga uttan avmarking og solidariskt fyri skyldurnar hjá fyritøkuni, meðan ein ella fleiri av luttakarunum, kommanditistarnir, hefta avmarkað fyri skyldurnar hjá fyritøkuni,.

Reglan um, at einstaklingafyritøkur, íognarfeløg og kommandittfeløg ikki kunnu skrásetast, er ein broyting í mun til firmalógina, við tað at íognarfeløg og kommandittfeløg eftir firmalógini hava skyldu at lata seg skráseta, meðan einstaklingafyritøkur sjálvbodnar kunnu lata seg skráseta.

Navn og Prokura

Reglurnar í lógini um navn og prokura verða nýttar fyri allar fyritøkur, sum eru fevndar av lógini.

Reglurnar um navn svara til reglurnar í firmalógini og felagslógunum (PF, Sp/F v.m.), við ávísum rættingum.

Prokurareglurnar svara til galdandi prokurareglur í firmalógini. Prokura verður eftir lógini ikki longur skrásett.

Skráseting og rættarføri

Eftir galdandi lóg skulu øll firma, sum lógin fevnir um, skrásetast, to soleiðis, at skráseting av einstaklingafirma er sjálvboðin.

Eftir uppskotinum skulu bert fyritøkur við avmarkaðari ábyrgd skrásetast.

Hugtakið "fyritøka við avmarkaðari ábyrgd" verður í lógini lýst sum fyritøka, har eingin av luttakarunum heftir persónligt uttan avmarking og solidariskt.

Eftir lógini er skráseting hjá Skráseting Føroya ein treyt, at fyritøkan kann fáa støðu sum sjálvstøðugur juridiskur persónur. Hetta hevur við sær, at fyrst tá fyritøkan er skrásett, fær hon rættarføri, t.e. evni at hava rættindi ella skyldur í rættarviðurskiftum.  Hetta er ikki ein treyt eftir firmalógini.

Roknskapir

Eftir lógini skulu allar fyritøkur við avmarkaðari ábyrgd, herundir lutafeløg lata inn ársroknskapir eftir ársroknskaparlógini, um tær hava eina ávísa stødd, t.e. um fyritøkan ikki fer upp um tvær av niðanfyri nevndu støddum:

Fíggjarjavnin ikki er størri enn 4 mió kr., nettoumsetningurin ikki er størri enn 10 mió. kr., í miðal ikki hevur fleiri enn 10 heiltíðarstarvsett.

Í firmalógini eru ongar serligar ásetingar um roknskaparviðurskiftini.

Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar av uppskotinum

Kostnaðurin av skrásetingini av fyritøkum, sum eru fevndar av lógini, verður rindaður við gjøldum, sum tær skrásettu fyritøkurnar rinda. Lógin verður sostatt yvir eitt styttri áramál útreiðsluneutral fyri landskassan.

Eftir lógaruppskotinum verða fyritøkur við avmarkaðari ábyrgd, sum eru fevndar av lógini, álagdar kostnað í sambandi við skrásetingina, um krav um skráseting ikki frammanundan er galdandi fyri fyritøkurnar. Á sama hátt verða útreiðslur til roknskap og grannskoðan eftir reglunum í ársroknskaparlógini í tann mun, fyritøkurnar ikki frammanundan gera ein tílíkan grannskoðaðan roknskap.

Mett verður, at gjøldini fyri at verða tikin upp í skránna og fyri at fáa broytingar skrásettar helst fara at verða nakað hægri enn tey, ið kravd hava verið fyri skráseting í handilskránna hjá fútanum.

Avleiðingar av uppskotinum:

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelags-
bólkar
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar
avleiðingar
Nei Nei Nei Nei Ja
Umsitingarligar avleiðingar Ja Nei Nei Nei Nei
Umhvørvisligar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Nei Nei Nei Nei Nei
Socialar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei

Ummæli

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Fútanum, Skráseting Føroya, Vinnuhúsinum, Advokatfelag Føroya og felagnum hjá grannskoðarum.Viðmerkingar av lógartekniskum slag komu frá fútanum, og eru hesar tiknar við í uppskotið.

Viðmerkingar til einstøku ásetingarnar

Í Danmark kom lógin um vinnurekandi fyritøkur í gildi 1. januar 1995 sum lov nr. 123 af 18. februar 1994 om erhvervsdrivende virksomheder. Lógin er einaferð broytt síðani við "lov nr. 377 af 22. maj 1996 om ændring af visse selskabers aflæggelse af årsregnskab m.v. og forskellige andre love". Tá vórðu gjørdar hesar broytingar í lógini:

§ 10, stk. 2 (nýggj orðing viðvíkjandi fráboðanarfreist fyri fráboðanir eftir § 8),

nýggj § 10 a (nýggjar reglur um, hvussu freistir, ásettar í lógini, skulu roknast),

§ 11, stk 1 (broyttar reglur viðvíkjandi fráboðan um broyting av viðtøkunum),

§ 16, stk. 1, nýggj pkt. 2 og 3, § 16, stk. 2, nýggj § 16, stk. 4 (broytingarnar av § 16 viðvíkja elektroniskari on-line skráseting, men eru ikki tiknar við í uppskotið),

§ 17, stk. 2 ("Industriministeriets Erhvervsankenævn" broytt til : "Erhvervsministeriets erhvervsankenævn"),

§ 17, stk. 3 (avgerðir, tiknar av Erhvervs- og Selskabsstyrelsen (den færøske registreringsmyndighed), sum ikki kunnu kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika, víðkaðar til eisini at fevna um avgerðir eftir §§ 20 og 21, stk 1, t.e. avgerðir um avtøku av fyritøku,

§ 19, stk. 6 (freistin at lata skrásetingarmyndugleikanum váttan um, at fyritøkan kann undantakast frá reglunum um at gera og almannakunngera ársroknskap eftir reglunum í ársroknskaparlógini, broytt frá 7 til 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið er úti),

§ 28, stk. 2 ( "§ 25, § 55 og § 62, stk. 2" broytt til "kapitel 9 a").

Skotið verður upp, at lógin, sum broytt við "lov nr. 377 af 22. maj 1996" Lbk. nr. 546 af 20. juni 1996, verður sett í gildi við hesum frávikum:

Í § 5, stk. 1, nr. 1, og § 23, stk. 3, verður í staðin fyri til § 61 í donsku kommunustýrislógini víst til § 51 í løgtingslógini um kommunustýrið.

§ 15, § 16, stk. 1, 2-4 pkt, § 16, stk. 2, § 16, stk. 4, § 24 og § 29 verða strikaðar.

Í § 8, stk. 1, § 9, stk. 1, § 10, stk. 1 og stk. 5, § 11, stk. 1 og 2, § 12, § 13, stk. 2, § 16, stk. 3 og 4, § 17, stk. 1-3, § 19, stk. 6, § 21, stk. 1, § 22, stk. 1 og § 26, stk. 1 og 3, verður í staðin fyri "Erhvervs- og Selskabsstyrelsen" sett: "(D)den Færøske registreringsmyndighed".

Í § 14, stk. 1-4, verður í staðin fyri "registreringstidende" sett: "i det på Færøerne til offentlige bekendtgørelser autoriserede blad".

Í § 16, stk. 1 og 3, verður í staðin fyri "Erhvervs- og Selskabsstyrelsen kan fastsætte … " sett: "Landsstyret kan fastsætte …"

Í § 26, stk. 1, verður í staðin fyri "1. juli 1995 sett: "1. juli 2002"

Í §§ 27 og 28, stk. 1, verður í staðin fyri "1. januar 1995" sett: "1. januar 2002"

Í § 28, stk. 2, verður í staðin fyri "31. december 1998" sett: "31. december 2005".

Víst verður annars til viðmerkingarnar hjá stjórnini til lógina, tá lógin varð løgd fram í Fólkatinginum, sí skjal 2.

Skjøl:
Skjal 1. Udkast til Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhversdrivende virksomheder.
Skjal 2. Bemærkninger til forslaget
Skjal 3. Bekendtgørelse af lov om erhvervsdrivende virksomheder
Skjal 4. Lov nr. 23 af 1. marts 1889 om handelsregistre, firma, og prokura.

1. viðgerð 14. mars 2001. Tingmálini 106 og 107/2000 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 29. mars 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 14. mars 2001 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 22. og 23. mars 2001.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum.

Undir viðgerðini er nevndin komin fram á, at viðmerkingarnar til tær lógarbroytingarnar, ið eru gjørdar í "lov om erhvervsdrivende virksomheder" við "lov nr. 377 af 22. maj 1996 om ændring af visse selskabers aflæggelse af årsregnskab m.v. og forskellige andre love", ikki eru viðlagdar uppskotinum til ríkislógartilmælið. Vísandi til tingskipan Løgtingsins § 37, stk. 3, jbr. § 45, hevur nevndin tí gjørt av, at leggja viðmerkingarnar við álitinum.

Nevndin mælir harumframt til, at § 30 í uppskotinum til kongliga fyriskipan verður strikað. Sum ásetingin er orðað, verður tað við lóg ásett, at allar fyriskipanir, ið eru givnar sambært lógini, eisini skulu vera galdandi fyri Føroyar. Sum kunnugt kunnu lógarásetingar ikki broytast við kunngerð, og merkir hetta, at møguleikin at broyta fyriskipanirnar verður tikin burtur. Nevndin heldur ikki hetta vera rætt, og mælir tí til at strika ásetingina. Fyriskipanirnar kunnu so, á vanligan hátt, setast í gildi við kunngerð.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, men vísandi til omanfyristandandi viðmerkingar mælir nevndin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við hesum

broytingaruppskoti

Aftaná orðini "lov om erhvervsdrivende virksomheder" verða sett inn orðini "við tí broyting, at § 30 í kongligu fyriskipanini verður strikað".

2. viðgerð 4. apríl 2001. Broytingaruppskot frá vinnunevndini samtykt 29-0-0. Ríkislógartilmæli soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 6. apríl 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 524-0046/2001