Vinnuframagrunnur

 

108  Uppskot til  løgtingslóg um Vinnuframagrunn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um Vinnuframagrunn

§ 1. Til at styrkja og fjøltátta føroyskt vinnulív og menna burðardyggar føroyskar fyritøkur verður Vinnuframagrunnur settur á stovn. Grunnurin skal virka samsvarandi vinnupolitikki landsins og annars innan tær avmarkingarnar, ið settar verða í hesari lóg, og tær avmarkingar, ið altjóða samvinnulag til eina og hvørja tíð natúrliga setir.

§ 2. Vinnuframagrunnurin verður skipaður sum eksternur grunnur. Stovnsfæ grunsins verður útvegað við avtøku av fimm øðrum vinnuframagrunnum hjá landinum. Harumframt kann grunnurin fáa ein árligan stuðul á Løgtingsins fíggjarlóg.
Stk. 2. Grunnurin hevur sjálvstøðugan roknskap og fíggjarstøðu í landsroknskapinum.
Stk. 3. Fíggjarætlan grunsins verður tikin við á Løgtingsins fíggjarlóg.

§ 3. Grunnurin verður fyrisitin av einum av landsstýrismanninum í vinnumálum tilnevndum stýri við 5 limum. Stýrið verður valt fyri 4 ár. Landsstýrismaðurin velur formannin. Nevndarlimir og tiltakslimir kunnu tilnevnast upp til tvær ferðir.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur í kunngerð um umsiting og virksemi grunsins.

§ 4. Landsstýrismaðurin staðfestir í stuðulsskipanum hvørji endamál, ið Vinnuframagrunnurin kann stuðla, og undir hvørjum treytum, herímillum hvørji vinnugreinaøki kunnu verða stuðlað.
Stk. 2. Stuðul kann eftir umsókn verða veittur fyritøkum til tiltøk, sum við framtíðini í huga betra um kappingarevnini ella økja um altjóðageringina hjá fyritøkunum.
Stk. 3. Grunnurin kann herumframt veita stuðul til serstøk vinnuframaátøk og heildarverkætlanir innan útflutning, nýskapan, førleikamenning og gransking.
Stk. 4. Við løgtingslóg kann verða gjørt av, at partur av stovnsfænum kann verða nýttur til stovnseting ella týðandi menning av vinnuligum undirstøðukervi.

§ 5. Tilsagnir um játtan verða útreiðsluførdar í tí roknskaparári, tær eru givnar.
Stk. 2. Stýrið kann áseta nærri reglur fyri mannagongdum viðv. tilsagnum, og verða hesar at góðkenna av landsstýrismanninum.

§ 6. Roknskaparhaldið skal fylgja lógini um landsins almenna roknskaparhald v.m. Roknskapirnir verða grannskoðaðir av løggildum grannskoðara.
Stk. 2. Grannskoðaðu roknskapirnir verða sendir landsstýrismanninum við frágreiðing um virksemið í farna árinum.
Stk. 3. Í serstakari frágreiðing ger Vinnuframagrunnurin serligt tilmæli um væntaðan tørv á játtanum av Løgtingsins fíggjarlóg.

§ 7. Grunnurin til ídnaðarfremjandi endamál, sum varð settur á stovn sum eksternur grunnur við § 3, stk. 1, nr. 7, í løgtingslóg nr. 33 frá 27. mars 1992 um avtøku av landskassagrunnum, verður tikin av, og fíggjarstøða grunsins verður flutt Vinnuframagrunninum.
Stk. 2. Gistingarhúsgrunnurin (Grunnur Ferðavinnunar), sum somuleiðis varð settur á stovn sum eksternur grunnur við § 3, stk. 1, nr. 3, í løgtingslóg nr. 33 frá 27. mars 1992 um avtøku av landskassagrunnum, verður eisini tikin av, og fíggjarstøða grunsins verður flutt Vinnuframagrunninum.
Stk. 3. Tilsagnir um játtan, givnar av Grunninum til ídnaðarfremjandi endamál og Gistingarhúsgrunninum, verða yvirtiknar av Vinnumframagrunninum.
Stk. 4. Landskassin yvirtekur lán, sum eru veitt úr Grunninum til ídnaðarfremjandi endamál og Gistingarhúsgrunninum.
Stk. 5. Føroya Ídnaðargrunnur, sum varð settur á stovn við løgtingslóg nr. 68 frá 13. september 1970 við seinni broytingum, verður tikin av, og verða ognir, skyldur og eventualskyldur hjá grunninum fluttar Vinnuframagrunninum.
Stk. 6 . Menningargrunnur Ídnaðarins, sum varð settur á stovn við løgtingslóg nr. 51 frá 20. mai 1996, verður tikin av, og verða ognir, skyldur og eventualskyldur hjá grunninum fluttar Vinnuframagrunninum.
Stk 7. Landskassin yvirtekur lán, sum eru veitt út Menningargrunni Ídnaðarins.
Stk. 8. Ábyrgdargrunnurin, sum varð settur á stovn við løgtingslóg nr. 69 frá 10. mai 1994 við seinni broytingum, verður tikin av, og verða ognir, skyldur og eventualskyldur hjá grunninum fluttar Vinnuframagrunninum.

§ 8. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2001. Samstundis fara úr gildi § 3, stk. 1, nr. 3 og 7, í løgtingslóg nr. 33 frá 27. mars 1992 um avtøku av landskassagrunnum, løgtingslóg nr. 68 frá 13. september 1970 um Føroya Ídnaðargrunn, við seinni broytingum, løgtinslóg nr. 51 frá 20. mai 1996 um Menningargrunn Ídnaðarins og løgtingslóg nr. 69 frá 10. mai 1994 við seinni broytingum um Ábyrgdargrunnin, tó soleiðis, at umsóknir, ið eru komnar inn í tíðarskeiðnum 1. januar 2001 og til henda lóg er lýst, verða at viðgera eftir higartil galdandi reglum.

Almennar viðmerkingar

Á vári 1999 viðgjørdi  Løgtingið við aðalorðaskifti uppskot landsstýrismansins til vinnupolitikk. Orðaskiftið bendi á eina undirtøku av slíkum uppskoti sum hesum.

Partur av fremjan landsstýrismansins av vinnupolitikkinum er dagføring av kørmunum fyri framtíðar vinnuframaskipanum og –stovnum.

Í hesum lógaruppskoti verður stovnaður Vinnuframagrunnur, sum kemur í staðin fyri Grunnin til ídnaðarfremjandi endamál og Grunn Ferðavinnunar. Hesir grunnar verða tiknir av og ogn teirra flutt í nýggja grunnin. Somuleiðis verða Ídnaðargrunnurin, Menningargrunnurin og Ábyrgdargrunnurin eftir lógaruppskotinum tiknir av, og nettoognin hjá hesum 3 grunnum eisini flutt í Vinnuframagrunnin.

Fíggjarorkan pr. 31.12.2000 í samanlagda grunninum er um 42,5 mió. kr. sambært hjálagda skjali.

Ætlanin við lógini er at nýta vinnuframa í avmarkaðan mun – uttan at veita rakstrar- og íløgustuðul. Dentur verður lagdur á, at vinnan skal mennast til at gerast kappingarfør og lívfør uttan stuðul. Vinnuframagrunnurin skal røkja umleið somu endamál, sum teir fimm grunnarnir hava røkt mótvegis vinnuni, tó ikki lánsveiting ella lánsveðhald, ið ikki er í samsvari við vinnupolitikkin. Við at leggja nevndu skipanir undir ein grunn, gerst møguleiki fyri einfaldari og meira gjøgnumskygdari umsiting, samstundis sum skipanin verður lættari atkomulig hjá borgaranum. Við at miðsavna orkuna í einum fæst meira fyri minni. Fíggjarorka grunsins verður betri og eigur hetta at koma vinnulívinum til góðar.

Eisini leggur uppskotið upp til, at landsstýrismaðurin ásetir, hvørji økir av vinnulívinum eiga at verða stuðlað við vinnuframastudningi, og sostatt ber tað til hjá landsstýrinum at stuðla ávísum vinnugreinum t.d. bioteknologi, kunningartøkni, ferðavinnu v.m.

Grunnurin skal stuðla tiltøkum, sum fjøltátta vinnulívið og økja um nýtsluna av vitan. Hetta er í tráð við vinnupolitisku hugsjónina, sum er:

"Ein sjálvberandi búskapur, ið byggir á fleiri ymiskar vinnur, sum skapa avkast, framburð og vælferð í fríari, altjóða kapping, og sum raðfesta trivnað og umhvørvi ovarlaga"

Neyðugt er afturvendandi at gera ábøtur og dagføra verandi karmar og skipanir, so hesar øðrumegin gerast meira smidligar og einfaldar, men samstundis mugu tær skipast eftir framtíðar tørvi vinnunnar. Karmarnir mugu betrast soleiðis, at vinnan megnar at mennast og fylgja altjóða rákinum og annars kann standa mát við onnur samfeløg, sum vit vanliga samanbera okkum við.

So hvørt sum fyritøkurnar gerast búskaparliga sterkari, og møguligur partabrævamarknaður og onnur amboð til miðling av eginkapitali fáast at virka, koma aðrir tørvir enn beinleiðis menningarstudningur týðiligari til sjóndar, so sum tørvurin á tøkniligum tænastum og gransking. M.a. er tørvurin hjá vinnuni at seta granskingarverkætlanir í verk longu til, sum er.

Málsetningurin - at menna vinnu við høgari virðisøking - ger tað neyðugt at vinnan fær eitt kappingarført umhvørvi at virka undir. Upp- og útbygging av tøkniligum tænastum, sum vit m.a. kenna tær frá hinum norðurlondunum við teknologiskum instituttum og øðrum stovnum, er í hesum sambandi eisini neyðug hjá okkum fyri at tryggja fyritøkunum neyðugar tænastur til rímiligan kostnað og at geva fyritøkunum møguleika fyri at luttaka í granskingarsamstørvum og -netverkum.

Henda uppbyggingin má tó fremjast í neyvum samsvari við tørvin hjá vinnuni og má tí ikki ganga ov skjótt, um sleppast skal undan feilíløgum. Vinnuframaskipanirnar eiga at vera snikkaðar soleiðis, at gingið verður meira burtur frá beinleiðis studningum yvir til at tryggja grundarlagið undir einum teknologiskum tænastuneti.

Dømi um vinnur, sum fara at fáa brúk fyri tøkniligum tænastum á høgum støði og granskingarmøguleikum, eru KT-vinna, biotøknilig vinna og virksemi í sambandi við komandi oljuvinnu.

Við lógaruppskotinum verður eisini møguleiki fyri at fáa greitt tey ógreiðu formligu viðurskiftini hjá Grunninum til ídnaðarfremjandi endamál og Grunni Ferðavinnunar, sum løgtingsgrannskoðararnir hava átalað (sí løgtingsmál nr. 16-1 í 1998 undir fylgiskjali II, petti 12.1 og 12.2). Herumframt verða Føroya Ídnaðargrunnur og Menningargrunnur Ídnaðarins, sum leingi hevur verið ætlanin at niðurleggja, tiknir av endaliga, samsvarandi tilmælum frá nevndunum fyri báðar grunnarnar.

Ábyrgdargrunnurin, sum ikki kann sigast at hava havt nakran serligan týdning, varð stovnsettur í 1994 eftir danskari fyrimynd. Hann er ikki í samsvari við orðaða vinnupolitikkin og verður tí somuleiðis tikin av.

Heildin í fyriliggjandi lógaruppskoti fevnur um:

Uppskot til løgtingslóg um Vinnuframagrunn og avtøku av:

Verandi vinnuframaskipan
Vinnumálastýrið, sum umsitur meginpartin av lóggávuni viðvíkjandi vinnu í Føroyum, hevur niðanfyri nevndu grunnar um hendi, og eru tað hesir grunnar og stuðulsskipanir, sum skulu leggjast saman í eina vælvirkandi skipan:

Grunnurin til ídnaðarfremjandi endamál
Grunnurin er stovnaður sambært § 3, stk. 1, nr. 7, í løgtingslóg nr. 33 frá 27. mars 1992 sum eksternur grunnur við løgtingslóg frá 1992. Grunnurin veitir stuðul til framleiðslumenning, sølumenning, leiðslumenning, útbúgvingar og gransking, kanningar v.m.
Grunnurin verður umsitin av Menningarstovuni, sum ger tilmæli til landsstýrismannin viðvíkjandi stuðli.

Grunnur Ferðavinnunar
Sambært § 3, stk 1, nr. 3, í løgtingslóg nr. 33 frá 27. mars 1992 um avtøku av landskassagrunnum, varð Gistingarhúsgrunnurin umskipaður til eksternan grunn. Við heimild í somu lógargrein lýsti landsstýrið kunngerð nr. 140 frá 7. oktober 1992 um Grunn Ferðavinnunnar, sum yvirtók fæ Gistingarhúsgrunsins.

Sambært kunngerðini er endamálið við Grunni Ferðavinnunnar at menna ferðavinnuna í Føroyum. Íløgustuðul uppá 50% kann veitast m.a. til íløgur til gerð og menning av ferðatilboðum. Harumframt kann grunnurin veita Ferðaráði Føroya o.ø. stuðul til tiltøk innan ferðavinnuna til kanningar, ætlanir, teldumenning, lýsingar-, marknaðar- og útbúgvingartiltøk. Lán kunnu t.d. veitast til gistingarhús og til íløgur í útbúnað til ferðavinnutiltøk.

Í kunngerðini um Grunn Ferðavinnunnar er ásett, at lán bert mugu veitast, um rakstrarbúskaparligt grundarlag er fyri íløguni, og at lánsmarkið verður roknað út eftir einum av grunninum gjørdari ella góðkendari meting av pantivirðinum. Eisini kann verða sett sum treyt, at umsøkjarin letur inn grannskoðaðan roknskap, kostnaðarætlan og marknaðarmeting, og stýrið kann treyta sær, at endurmeting verður gjørd.

Føroya Ídnaðargrunnur
Grunnurin varð stovnaður við løgtingslóg í 1970. Grundgevingarnar fyri at stovna grunnin vóru eitt nú manglandi ídnaður í Føroyum. Ein útbygging av handverksídnaðum vildi ført við sær munandi tryggari og meira støðuga tilveru hjá fólki. Eisini var áskoðanin, at luttøkan í EFTA samtakinum fór at hava við sær, at føroyskar fyritøkur fóru at klára seg illa í kappingini, tí tey vóru so illa útgjørd.

Útlánsfæ grunsins er - umframt tað, sum Løgtingið setti í grunnin í 1970 - fingið til vega við uttanlandslánum. Mótsett endamálinum við grunninum, hevur grunnurin 24% av láninum í fiskiídnaðinum, meðan handverksídnaðurin, sum var aðalmálið, bert hevur 9% av láninum.

Menningargrunnur Ídnaðarins
Grunnurin er stovnaður við løgtingslóg í 1973. Hann skuldi menna ídnað, handverk og tænastufyritøkur í Føroyum við beinleiðis studningi ella við lánsveiting (risiko lán).

Grunnurin skuldi býta veitingarnar úr grunninum best møguligt millum tær ymisku vinnugreinarnar. Viðtøkurnar settu eisini hámørk fyri givnum lánum.

Orsakað av stýriskipanarlógini fór lógin um Menningargrunnin úr gildi 1. januar 1996. Landsstýrið gjørdi av at endurstovna grunnin við tí endamáli at krevja inn og gjalda aftur verandi lán. Grunnurin varð sostatt ikki endurstovnaður við tí fyri eyga at veita lán. Tað verður beinleiðs sagt í lógaruppskotinum, at arbeitt verður við at taka grunnin av.

Ábyrgdargrunnurin
Lógargrundarlagið er løgtingslóg nr. 69 frá 10. mai 1994 um ábyrgdargrunn við seinni broytingum. Sambært § 2 er endamálið við grunninum "at stuðla nýggjum tiltøkum og nýggjum framleiðslum innan vinnulívið". Sambært viðmerkingunum skal grunnurin gera tað lættari hjá ígongdsetarum at fáa fígging.

Sambært § 4 kann landsstýrið veita ábyrgd fyri afturgjalding av nýggjum lánum, ið fíggjar- og peningastovnar veita virkjum og einstaklingum. Borgast kann fyri í mesta lagi 50%, tó í mesta lagi 500.000 kr. av tí upphædd, fíggjar- ella peningastovnar missa, um lánið ikki verður afturgoldið, og trygdirnar ikki halda.

Fíggjar- og peningastovnarnir gjalda Ábyrgdargrunninum 1% av restskuldini av láninum, ið landsstýrið borgar fyri. Roknskapurin hjá Ábyrgdargrunninum sæst í landsroknskapinum undir "eksternir grunnar".

Nýggi grunnurin
Umframt tær nettoognir, sum nevndu grunnar - Grunnur Ferðavinnunar, Føroya Ídnaðargrunnur, Menningargrunnur Ídnaðarins og Ábyrgdargrunnurin - hava, er størsta virðið í teimum tann førleikin at umsita grunnar, sum í dag er savnaður í Føroya Ídnaðargrunni.

Sjálvt um Grunnurin til ídnaðarfremjandi endamál við sínum stuðulsskipanum hevur víst góð úrslit, lýkur hesin grunnur ikki tey krøv, sum formliga og stýrisskipanarliga eiga at verða sett einum sonevndum "eksternum" grunni.

Skal virki grunsins halda fram, er neyðugt at umskipa hann í ein veruligan eksternan grunn. Hugtakið "eksternur grunnur" er lýst niðanfyri nevnda hátt í øðrum lógaruppskotum, t.d. uppskotinum um avtøku av landskassagrunnum í 1992 og 1997 og í løgtingsmáli nr. 97/1997 um Vinnuframagrunn. Sambært hesum hevur ein eksternur grunnur hesi eyðkenni:

Grunnurin er ikki tikin við í figgjarstøðu landskassans og hevur sjálvstøðugan roknskap.
Grunnurin hevur stýri og umsiting.

Í lógaruppskotinum um Vinnuframagrunn er framhaldið av Grunninum til ídnaðarfremjandi endamál tryggjað á tann hátt, at virksemi grunsins heldur áfram í Vinnuframagrunninum.

Samstundis er lagt upp til, at verandi stuðulsskipanir eftir tørvi eiga at verða endurskoðaðar og dagførdar, har samstundis støða verður tikin til møguliga avtøku av stuðulsskipanum, sum tørvur ikki hevur víst seg at vera á. Miðað eigur at verða eftir, at stuðulsskipanirnar nú skulu fevna um bæði vørur og tænastur, herundir kunningartøknitænastur, ferðavinnutænastur, biotøkniliga menning, aðrar kreativar framleiðslur, nýtt krevjandi virksemi í sambandi við eina komandi oljuvinnu o.a., og at dentur verður lagdur á at stuðla upp undir granskingar- og kanningarvirksemi í vinnufyritøkum.

Lagt er upp til, at grunnurin hevur sjálvstøðuga fyrisiting, tó í hølum, sum Vinnumálastýrið útvegar og rindar fyri, men grunnurin skal sjálvur rinda kostnaðin av fyrisitingini.

Við uppskotinum fær Løgtingið høvi at skifta orð um føroyskan vinnuframa, og verður uppskotið samtykt í Løgtinginum, fáa Gistingarhúsgrunnurin og Grunnurin fyri ídnaðarfremjandi endamál eitt veruligt lógargrundarlag at virka útfrá.

Uppskotið verður sent til ummælis hjá:

Fíggjarmálastýrinum
KPMG, statsaut. revisorar Sp/f
Rasmusssen & Weihe
P/F Grannskoðaravirkið Inpact
Vinnuhúsinum
Menningarstovuni
Granskingardeplinum í Klaksvík
Fróðskaparsetri Føroya
Ferðaráð Føroya
Føroya Reiðarafelag

Viðmerkingarnar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag, Granskingarráð Føroya, Fróðskaparsetri Føroya, Granskingardeplinum fyri Økismenning, Grannskoðaravirkinum Inpact, Rasmussen & Weihe og Føroya Ferðaráð eru hjálagdar sum skjøl.

Avleiðingar av lógaruppskotinum

Grunnurin til ídnaðarfremjandi endamál hevur seinastu árini fingið uml. 5 mió. kr. árliga á fíggjarlógini. Hetta væntast í fyrsta umfari at vera óbroytt, soleiðis at tað framvegis fara at verða latnar 5 mió. kr. á fíggjarlógini til Vinnuframagrunnin.

Umsitingarliga verða land og kommunur ikki stórvegis ávirkað av uppskotinum. Tó væntast umsitingarlig orka at verða leysgivin bæði á Menningarstovuni og Vinnumálastýrinum, tí Vinnuframaumsitingin verður savnað á einum stað í staðin fyri sum í dag, at hon verður umsitin av kanska 3 til 4 fólkum í 3 ymiskum støðum.

Í hesum lógaruppskoti verða 5 grunnar tiknir av og ogn teirra flutt til Vinnuframagrunnin. Í hjálagda skjali nr. 1 eru vístar nettoognirnar pr. 31.12.2000 hjá Grunninum til ídnaðarfremjandi endamál, Grunni Ferðavinnunar, Ábyrgdargrunninum, Menningargrunninum og Ídnaðargrunninum. Somuleiðis er í nevnda skjali víst byrjanarstatus fyri nýggja grunnin pr. 1. januar 2001.

Avleiðingar av lógaruppskotinum:

  Fyri landið/
Landsmyndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar
Ja Nei Nei Nei Ja
Broyttir stuðulsmøguleikar
Umsitingarligar avleiðingar Ja Nei Nei Nei Nei
Umhvørvisligar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Nei Nei Nei Nei Nei
Sosialar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei

Umsiting av nýggja grunninum

Ein ávísur partur av árligu fíggjarorku grunsins fer at verða brúktur til fyrisiting. Higartil hevur Menningarstovan havt um hendi umsitingina av Grunninum til ídnaðarfremjandi endamál, partvíst saman við Vinnumálastýrinum. Kostnaðurin av hesari umsiting hevur verið mettur til uml. ¾ ársverk. Henda skipan hevur verið óheppin. Ferðavinnugrunnurin hevur verið umsitin av Menningargrunninum.

Higartil hevur árligi umsitingarkostnaðurin av Ídnaðargrunninum og Menningargrunninum verið um 1 mió. kr. Ábyrgdargrunnurin hevur verið umsitin av Vinnumálastýrinum.

Samanlagt hevur umsitingin av hesum vinnuframagrunnum kostað uml. 1,5 mió. kr. íalt. Við nýggju skipanini verður mett, at eitt fólk tekur sær av Vinnuframagrunninum burturav, og at hetta kemur at kosta millum 0,7 til 1 mió. kr. árliga við øllum útreiðslum.

Serligar viðmerkingar

ad § 1
Virksemið hjá Vinnuframagrunninum er áleið tað sama, sum ásett í kunngerð nr. 14. frá 18. februar 1997 fyri Grunnin til ídnaðarfremjandi endamál. Virksemið skal tó eisini víðkast til at fata um tey virkisøki, sum Grunnur Ferðavinnunar hevur røkt, undantikið tó lánsveitingar, sbr. annars áður nevndu viðmerkingar, har sagt varð, at hetta lógaruppskot byggir á royndirnar við Grunninum til ídnaðarfremjandi endamál.

ad § 2
Landið stovnar við hesum lógaruppskoti ein eksternan grunn. Hetta verður gjørt við at flyta fíggjarstøðurnar hjá fimm øðrum vinnuframagrunnum - nevniliga Grunninum til ídnaðarfremjandi endamál, Grunni Ferðavinnunar, Føroya Ídnaðargrunni, Menningargrunni Ídnaðarins og Ábyrgdargrunninum - til nýggja grunnin. Útreiðslur í sambandi við stovnan av nýggja grunninum verða tiknar við í byrjanarfíggjarstøðuni. Mælt verður til, at roknskapur grunsins stendur fyri seg í landsroknskapinum eins og hjá núverandi eksternu grunnum. Harumframt verður mælt til, at fíggjarætlanin verður tikin við á árligu fíggjarlógina. Við hesari fíggjarætlan boðar landsstýrismaðurin Løgtinginum frá, hvørja upphædd, grunnurin ætlandi fær at ráða yvir, hvønn stuðul, Løgtingið verður biðið um at veita grunninum, og hvørji vinnuøki, ið serliga skulu stuðlast úr grunninum. Ætlanin er ikki, at grunnurin skal nýta av stovnsfænum, sbr. tó § 4, stk. 4.

ad § 3
Talan er um ein sjálvstøðugan grunn, sum hevur eitt sjálvstøðugt stýri. Stýrið hevur ábyrgdina av at standa fyri fyrisiting og virksemi grunsins. Stýrið verður valt fyri 4 ár í senn, men eingin persónur kann sita longri enn 8 ár sum limur í stýrinum fyri grunnin. Valt er ikki at hava vanligar ásetingar um,at tey t.d. skulu hava innlit í løgfrøði, búskap og fyrisiting. Tað kann vera hent, um stýrislimirnir eisini hava innlit í hesi viðurskifti, men av størri týdningi er, at stýrislimirnir hava fatan av týdninginum og avmarkingunum í vinnuframa, nýskapan og leiðslu/fyrisiting. Landsstýrismaðurin kann heita á stovnar um at mæla til fólk, sum skulu sita í stýrinum. T.d. kann hugsast, at Vinnuhúsið kann mæla til fólk, sum hava vinnulívsroyndir, meðan Fróðskaparsetrið kann mæla til fólk innan vísindagreinar. Á henda hátt kann tryggjast, at stýrið verður valt uttan serlig áhugamál, og at stýrislimirnir hava breiðan førleika innan leiðslu, sølu og marknaðarføring, fíggingarviðurskifti, arbeiðsmarknaðarviðurskifti, tøkni í vinnuligum og granskingarligum høpi, umframt innan serligu trupulleikarnar, sum hava samband við menning av fyritakssemi innan kunningartøkni, biotøkni, ferðavinnu og menning av gomlum fyritøkum til nýggj virkisøki.

Reglur, um hvussu umsitingin skal skipast, verða gjørdar av landsstýrismanninum og lýstar í kunngerð. Fylgjandi pkt. eiga at vera við í einari tílíkari kunngerð:

ad § 4
Landsstýrismaðurin staðfestir í stuðulsskipanum, hvørji endamál, grunnurin kann stuðla og undir hvørjum treytum, sbr. tí, sum ásett er í § 2, har landsstýrismaðurin skal boða Løgtinginum frá, hvørji økir, ætlanin er at stuðla við játtanini. Eisini kann grunnurin vera virkin í at stuðla ávís vinnugreinaøki, alt eftir tørvi. Á henda hátt verður tað politiski myndugleikin, ið ger av, hvørjum greinum í føroyska vinnulívinum mest tørvar studning til menning.

Viðv. ásetingini í stk. 4 kann upplýsast, at í sambandi við ætlaðu útbyggingina av felags starvsstovu er ætlanin at fíggja part av 1. byggistigi við parti av fænum frá avtiknu grunnunum.

ad § 5.
Ásett verður ein roknskaparlig meginregla um at útreiðsluføra tilsagnir, soleiðis at roknskapurin altíð vísir eina rættvísa mynd yvir fíggjarorku grunsins. Verða tilsagnir ikki nýttar, verða hesar inntøkuførdar aftur í grunnin.

Tað er umráðandi, at stýrið nýtir góðar fyrisitingarligar meginreglur í sambandi við viðgerð av umsóknum. Tað eigur at verða gjørt við, at mannagongdir verða gjørdar, sum tryggja, at umsøkjarar fáa somu viðgerð, og at landsstýrismaðurin hevur møguleika at halda eftirlit við hesum mannagongdum.

Útyvir tær reglur, sum landsstýrismaðurin hevur sett í kunngerð um virksemi grunsins, skal grunnurin sjálvur gera nærri reglur og treytir fyri stuðulinum soleiðis, at ein tryggjar øllum eina rættvísa og javnbjóðis viðgerð. Evni, grunnurin eigur at umhugsa og møguliga gera nærri ásetingar og mannagongdir um, eru t.d.:

ad § 6
Grunnurin skal í sínari fyrisiting og roknskaparhaldi fylgja øllum vanligum reglum fyri grannskoðan og roknskaparhaldi. Ein løggildur grannskoðari skal grannskoða roknskapin samsvarandi almennu reglunum. Stýrið fyri grunnin letur saman við tí grannskoðaða roknskapinum landsstýrismanninum eina frágreiðing um grunsins virksemi í roknskaparárinum. Umframt hesa frágreiðing skal grunnurin lata landsstýrismanninum eitt tilmæli um, hvussu nógv grunnurin eigur at fáa tillutað á næst komandi fíggjarlóg, og hvørji vinnuøki tá eiga at verða stuðlað.

ad § 7
Sambært hesum lógaruppskoti verða fimm eksternir grunnar tiknir av og lagdir undir nýggja Vinnuframagrunnin. Fíggjarstøður teirra verða lagdar saman, og verður til fíggjarstøðuna hjá Vinnuframagrunninum. Um grunnarnir hava givið tilsagnir, sum ikki eru nýttar, verða hesar yvirtiknar av nýggja grunninum. Tað er umráðandi, at nýggja stýrið fyri Vinnuframagrunnin beinanvegin boðar teimum fyritøkum, sum hava tilsagnir um stuðul, frá, hvussu leingi afturat tilsøgn teirra hevur gildi.

Føroya Ídnaðargrunnur, Menningargrunnur Ídnaðarins, Grunnur Ferðavinnunar og Grunnurin til ídnaðarfremjandi endamál hava veitt lán, tó einki síðan 1992, men av tí at nýggi grunnurin ikki skal lata lán, verða eftirstandandi útlán yvirtikin av landskassanum. Ábyrgdargrunnurin hevur veitt veðhald fyri lánum. Virkin veðhald og avsettur peningur móti hesum veðhaldum verða yvirtikin av Vinnuframagrunninum.

ad § 8
Grunnurin ætlast at virka frá 1. januar 2001. Umsóknir, ið eru komnar inn eftir 1. januar, men innan lógin er lýst, skulu viðgerast eftir higartil galdandi reglum.

Skjøl:

Skjal 1, sum vísir nettoognirnar pr. 31.12.2000 hjá Grunninum til ídnaðarfremjandi endamál, Grunni Ferðavinnunnar, Ábyrgdargrunninum, Menningargrunninum og Ídnaðargrunninum, og status fyri nýggja grunnin.

Skjal 2 Viðmerkingar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag, Granskingarráð Føroya, Fróðskaparsetri Føroya, Granskingardeplinum fyri Økismenning, Grannskoðaravirkinum Inpact, Rasmussen & Weihe og Ferðaráð Føroya.

 

1. viðgerð 22. mars 2001. Málið beint í vinnunvendina, sum tann 19. apríl 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 22. mars 2001 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 3., 5. og 10. apríl 2001.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Ferðaráð Føroya og umboð fyri granskingarverkætlanina fyri økismenning.

Umboðini fyri Ferðaráð Føroya vístu m.a. á tann sera stóra týdningin, ið Grunnur Ferðavinnunar hevur havt fyri menningina av ferðavinnuni, og harmast teir tí um, at hesin grunnur skal niðurleggjast. Ført varð fram, at menningin av ferðavinnuni enn ikki er komin á mál, og at tað tí er ynskiligt, at serligt atlit verður tikið til hesa vinnu við, at higartil tillutaðar árligar upphæddir ikki verða skerdar í nýggja Vinnuframagrunninum.

Vinnunevndin tekur undir við sjónarmiðnum hjá ferðaráðnum, og fyri at leggja dent á atlitið til ferðavinnuna mælir nevndin til, at ferðavinnan verður positivt nevnd í § 4, stk. 3, í uppskotinum.

Nevndin hevur harumframt umrøtt, hvørjar almennar ásetingar eru galdandi fyri ein slíkan grunn.

Nevndin er av tí áskoðan, at talan ikki er um ein sjálvsognarstovn, og at grunnurin eigur at verða bundin av teimum lógum og reglum, ið eru galdandi fyri fyrisiting landsins, herundir lógini um alment innlit og fyrisitingarlógini. Grunnurin eigur at kunna verða tikin av við løgtingslóg, og møguligar ognir hjá grunninum eiga tá at fara í landskassan. Eisini skal grunnurin verða bundin av teimum sáttmálum og almennu fyriskipanum, ið fyrisiting landsins er bundin av, herundir starvsfólkasáttmálum.

Samsvarandi hesum setir ein samd nevnd fram soljóðandi 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. § 3, stk. 2, verður orðað soleiðis: "Stk. 2. Grunnurin skal fylgja teimum lógum, reglum, sáttmálum og almennum fyriskipanum, ið eru galdandi fyri fyrisiting landsins.", og stk. 2 verður hereftir stk. 3.
  2. Í § 4, stk. 3, verður orðið "ferðavinnu" sett inn aftan á orðið "førleikamenning".
  3. § 8 verður orðað soleiðis "§ 8.Vinnuframagrunnurin kann verða tikin av við løgtingslóg, og ognir grunsins verða tá fluttar í landskassan.", og § 8 verður hereftir § 9.

 Við hesum broytingum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 24. apríl 2001. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til §§ 3, 4 og 8 samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 26. apríl 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 524-0044/2001
Ll.nr. 81 frá 08.05.2001