Dagtilhald Nes-Runavík

 

112  Uppskot til  løgtingslóg um royndarskipan við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um royndarskipan við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu

Henda lóg um royndarskipan við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu er givin út sbrt. § 2 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 "om sociale ydelser på Færøerne".

§ 1. Endamálið við royndarskipanini er at skipa eitt dagtilhald fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu, har ansing og viðgerð verður samantvinnað, samstundis sum møguleikarnir fyri stimbran og mennan av stuðulsarbeiðnum verður roynt.
Stk. 2. Hóast stk. 1, kunnu eisini børn úr øðrum kommunum eftir avtalu við Nes og Runavíkar kommunu luttaka í virkseminum í dagtilhaldinum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin setir ein leiðara av dagtilhaldinum, hvørs setningur verður at samskipa virksemi á dagtilhaldinum.

§ 2. Royndartiltakið verður fyriskipað undir Almannastovuni.

§ 3. Treytin fyri luttøku í virkseminum á dagtilhaldinum er, at stuðulsfólk er játtað til viðkomandi yvir almannalóggávuna, og at pláss er á dagtilhaldinum.
Stk. 2. Leiðarin av dagtilhaldinum ger av, um pláss er ella ikki.

§ 4. Útreiðslurnar til royndarskipanina verða býttar soleiðis, at samskiparin verður goldin av landskassanum, meðan tann dagligi raksturin verður goldin av luttakandi kommunum og foreldrunum.
Stk. 2. Foreldragjaldið kann tó ikki fara upp um tað, sum er ásett í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt.
Stk. 3. Stuðlarnir á dagtilhaldinum verða játtaðir yvir almannalóggávuna.

§ 5. Avgerðir tiknar eftir hesari lóg kunnu kærast til landsstýrismannin innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 6. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 31. desember 2002.

Almennar viðmerkingar

Runavíkar og Nes kommunur hava saman við Almannastovuni sett eina royndarskipan á stovn fyri fjølbrekað børn í Eysturoynni. Royndarskipanin er soleiðis háttað, at stuðlarnir, sum eru settir til hvørt barnið, hava nú møguleika fyri at møtast, samstarva og mennast fakliga, samstundis sum høvi verður til at royna nýggjar alternativar viðgerðarhættir, og aðrar mátar at samskipa uppá. Skipanin heldur til í leigaðum sethúsum í Saltnesi, sum kommunurnar hava leigað.

Skipanin verður fíggjað við, at kommunurnar saman við foreldrunum rinda raksturin. Stuðlarnir eru játtaðir sum einstaklingaveiting til hvørt barnið.

Endamálið við hesi løgtingslóg er at bøta um viðurskiftini hjá fjølbrekaðum børnum og stuðlum teirra og at skapa nýggjar karmar fyri stuðulsfólkaskipanini (dagtilhaldinum), sum í hesum føri er eitt millumting í millum ein dagstovn fyri fjølbrekað børn og galdandi reglur á stuðulsfólkaøkinum, har stuðlarnir eru einstaklingaveitingar til hvørt barn.

Almanna- og heilsumálastýrið metir, at tað er av alstórum týdningi, at slíkar skipanir verða royndar, tí neyðugt er at fáa greiði á, hvussu tilboðið viðvíkjandi ansing, menning, viðgerð o.a. til fjølbrekað børn skal skipast.

Støða skal takast til, hvørt fjølbrekað børn skulu " integrerast " í vanligar dagstovnar, ella um hesi børn skulu á serligar dag- ella døgnstovnar. Støða skal eisini takast til, um slíkir stovnar skulu byggjast sentralt ella kring landið, hvørjir fakbólkar skulu arbeiða á slíkum stovnum, og skulu hesir stovnar eisini vera fevndir av uppgávum s.s. umlætting í vikuskiftum. Í hesum sambandi skal støða eisini takast til spurningar sum ábyrgdarbýti millum land og kommunu viðvíkjandi fjølbrekaðum børnum.

Hesir og aðrir spurningar, sum hava týdning, skulu vera svaraðir, tá royndarskipanin er úti.

Í royndartíðini verður ein bólkur settur at meta um skipanina. Bólkurin skal meta um gongdina bæði fyri og ímóti, og hvat kann lærast av hesi royndarskipan. Støða skal síðan takast til, um hetta er ein gongd leið innan ansing, viðgerð og menning av fjølbrekaðum børnum. Í bólkinum koma at sita umboð fyri brúkaran, luttakandi kommunurnar, Almannastovuna og Almanna- og heilsumálastýrið.

Fíggjarligar avleiðingar

 

Fyri
landið/lands-
mynduleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri
pláss/øki í landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligir/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

         

Royndarskipanin hevur tær fíggjarligu avleiðingar fyri landið, at landið skal rinda ein leiðara til dagtilhaldið. Leiðarin verður settur heilan dag, og landið skal rinda lønina til viðkomandi persón, umframt at landið skal rinda útreiðslurnar til stýringsbólkin/eftirmetingarbólkin. Mett verður, at talan verður um ½ mió.kr.

Fyri kommunalu myndugleikarnar eru tær fíggjarligu avleiðingarnar rindanin av teimum dagligu rakstrarútreiðslunum saman við foreldrunum.Talan er ikki um eina meirútreiðslu, tí hesar útreiðslur verða longu rindaðar í dag.

Umsitingarligar avleiðingar
Løgtingslógin um royndarskipan hevur ongar umsitingarligar avleiðingar, tí Almannastovan umsitur í dag skipanina við stuðlunum og skal sambært lógini framhaldandi umsita hetta økið.

Ummælir
Løgtingslógin hevur verið til ummælis hjá:

Ummælini eru hjáløgd sum fylgisskjøl.

Serligar viðmerkingar

ad § 1
Her verður staðfest, at sett verður á stovn ein royndarskipan við dagtilhaldi í Nes og Runavíkar kommunu, har endamálið er at samantvinna ansing og viðgerð av fjølbrekaðum børnum og at finna alternativar møguleikar við at samskipa stuðulsfólkaarbeiðið.

Hetta dagtilhald er eitt millumting í millum skipanina við stuðulsfólkum til hvørt viðskiftafólk og eitt stovnspláss. Útgangsstøðið fyri skipanini er galdandi reglur á stuðulsfólkaøkinum, og er hetta ein roynd at samskipa hetta arbeiðið fyri at styrkja stuðulsfólkini í teirra dagliga yrki. Talan er hinvegin ikki um ein stovn í vanligum týdningi við eini rakstrarjáttan.

Høvuðsendamálið er at kanna, hvørjir møguleikar eru í eini slíkari skipan. Hóast bert Nes og Runavíkar kommunur eru nevndar, er tað onki, sum forðar fyri, at hesar kommunur gera avtalu við aðrar kommunur um, at fleirbrekað børn kunnu luttaka í virkseminum í dagtilhaldinum, um tey annars lúka treytirnar.

Staðfest verður eisini, at leiðari skal setast á dagtilhaldinum at samskipa arbeiðið.

ad § 2
Royndarskipanin verður fyriskipað undir Almannastovuni, tí Almannastovan er arbeiðsgevari hjá stuðlunum.

ad § 3
Her verður treytin fyri at luttaka í virkseminum ásett. Treytin er nevniliga, at stuðulsfólk er játtað yvir almannalóggávuna, og at pláss er á dagtilhaldinum. Er ivamál, er tað leiðarin á dagtilhaldinum, sum ger av, um pláss er ella ikki.

ad § 4
Her verður fíggingarmynstrið viðvíkjandi dagtilhaldinum staðfest. Tann dagligi raksturin fyri dagtilhaldinum s.s. húsaleiga, reingerð, hiti, ljós, telefon og húsavørður verður goldin av kommununum og foreldrunum í felag, leiðarin av dagtilhaldinum verður fíggjaður av landinum, meðan øll stuðulsfólkini verða goldin yvir almannalóggávuna. Møguleiki verður eisini hjá kommununum at áseta eitt foreldragjald, sum tó ikki má fara upp um tað, sum er galdandi sambært løgtingslóg um dagstovnar og dagrøktir, har staðfest verður, at foreldragjaldið ikki kann vera hægri enn 30% av rakstrinum. Foreldragjaldið skuldi tí ikki blivið so stórt, tí talan er bert um sjálvan raksturin, har lønirnar verða goldnar av landinum.

ad § 5
Tað einasta, sum kann kærast, eru avgerðir tiknar eftir hesari lóg, t.d. um møgulig noktan av plássi á dagtihaldinum. Í slíkum førum er landsstýrismaðurin í almannamálum kærumyndugleiki.

ad § 6
Royndartíðin er sett at galda frá 1. mars 2001 til 31. desember 2002.

Fylgisskjøl

  1. Ummæli frá Runavíkar kommunu
  2. Ummæli frá Nes kommunu
  3. Ummæli frá Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, MBF
  4. Ummæli frá samskiparanum, sum settur er at samskipa stuðulsfólkaarbeiðið

1. viðgerð 8. mars 2001. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 18. apríl 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 3. mars 2001 og eftir 1. viðgerð tann 8. mars 2001 beint Trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt uppskotið á fundum 3., 10. og 11. apríl 2001. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum, sum hevur mælt til broytingar í uppskotinum.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og teimum av landsstýrismanninum uppskotnu broytingunum. Harumframt heldur nevndin, at tað er týdningarmikið, at ein slík royndarætlan verður eftirmett, og at lógásett verður, hvussu eftirmetingin skal fara fram.

Nevndin setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Í § 1, stk. 1, verður "og viðgerð" broytt til ", viðgerð og umlætting"
  2. § 1, stk. 3, verður orðað soleiðis: " Stk. 3. Almannastjórin setir ein leiðara fyri dagtilhaldinum, hvørs setningur verður at samskipa virksemið á dagtilhaldinum."
  3. § 3, stk. 2, verður orðað soleiðis: "Stk. 2. Leiðarin av dagtilhaldinum ger av saman við upptøkunevndini, hvør ið verður upptikin."
  4. § 3, stk. 3, verður orðað soleiðis: "Stk. 3. Almannastjórin setir upptøkunevnd við 3 limum umboðandi almannaverk og luttakandi kommunurnar."
  5. Sum nýggj § 6 verður sett:
    "§ 6. At meta um royndarskipanina setir almannastjórin yrkiskøna nevnd við 3 limum
    Stk. 2. Kostnaðin av arbeiði nevndarinnar rindar landskassin. Nevndin letur almannastjóranum frágreiðing í seinasta lagi 1. juli 2002."
  6. § 6. verður hereftir § 7. 

2. viðgerð 20. apríl 2001. Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til §§ 1, 3 og 6 samtykt 28-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 24. apríl 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 520-0020/2001
Ahs.j.nr. 0.21-2001575
Ll.nr. 71 frá 02.05.2001