Ellis- og røktarheim Norðstreymoy

 

113  Uppskot til  løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim í Norðurstreymoy

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um studningslán ellis- og røktarheim í Norðurstreymoy

§ 1. Studningslán, sum er rentu og avdrattarfrítt, kann verða latið úr landskassanum til ný- ella umbygging av ognum, sum skulu nýtast til ellis- og røktarheim fyri íbúgvar úr Vestmanna, Kvívíkar, Hósvíkar, Hvalvíkar, Saksunnar og Haldórsvíkar kommunum.

§ 2. Studningslánið, sum í hvørjum einstøkum føri verður veitt, er i mesta lagi kr. 500.000 faldað við talinum av íbúgvum, sum heimið er ætlað til, tó ongantið meiri enn helvtina av byggikostnaðinum og avmarkað av teirri til eina og hvørja tið til endamalið avsettu upphæddini á løgtingsfíggjarlógini.

§ 3. Treyt fyri, at studningslán verður veitt, er, at

1) byggiætlanin er góðkend av landsstýrinum; áðrenn farið verður undir at byggja
2) studningslánið er tryggjað við veðrætti innan fyri 90% av metingarvirðinum, og
3) viðtøkur eru fyri heimið, sum eru góðkendar av landsstýrismanninum, og sum einans kunnu broytast við samtykki hansara.

§ 4. Studningslánið fellir til gjaldingar, um so er, at ognin verður seld, ella ikki longur verður nýtt til ellis- og røktarheim.

§ 5. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002.

Almennar viðmerkingar

Seinastu nógvu árini eru eingi nýggj ellis- og røktarheim bygd í Føroyum. Síðani ellisheimið og sambýlini á Sandoynni vóru bygd, eru bert uppíbyggingar og umvælingar gjørdar á verandi heimum. Samlaða talið av ellis- og røktarheimum og vistarplássum er í dag 257, og mett verður, at hesi pláss nøkta úti við einum triðingi av tørvinum.

Í søguligum samanhangi hava útreiðslurnar til ellis- og røktarheim verið ein partur av útreiðslunum til fólka- og avlamispensjón. Skipanin var í síni tíð, at 4% av útreiðslunum til økið eitt ávíst ár varð sett í grunn, sum fekk navnið Ellis- og røktrarheimsgrunnurin. Úr hesum grunni rindaði so landskassin sín part av íløguni til røktar- og ellisheim.

Tað hava eisini verið ymiskar lógir um býti av almannaútreiðslum, men við lóg nr. 74 frá 24. oktober 1978 verður ásett, at av Føroya parti av útreiðslunum smb. lógunum um avlamispensjón, almenna forsorg, barnastyrk og barnaforsorg ber landskassin 5/6 og kommunurnar 1/6. Av Føroya parti av útreiðslunum smb. fólkapensjónslógini ber landskassin 9/10 og kommunurnar 1/10. Av rakstrarútreiðslunum til ellis- og røktarheim rindar landskassin 5%, luttakandi kommunurnar 15%, meðan Føroya partur av takstunum, sum er grundarlagið undir refusjónunum, verður býttur millum landskassan 9/10 og kommunurnar 1/10. Frá 1. januar 1988 henda víðfevnandi broytingar í blokkstuðulsskipanini m.a. tann, at rakstrarútreiðslurnar til ellis- og røktarheim skulu rindast 100% av heimastýrinum.

Tann 27. mars 1992 samtykti Løgtingið, at allir grunnar undir landinum skuldu avtakast m.a. Ellis- og røktarheimsgrunnurin. Tann 24. juni 1992 kom so nýggj løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslum. Ásett verður, at av rakstri av røktar-, ellis- og vistarheimum og stovnum smb. § 32, stk. 2, í forsorgarlógini (vard verkstøð) verða 90% goldin av landskassanum og 10% av kommununum. Av rakstrarútreiðslum til røktar- og ellisheim verða harumframt 15% goldin av teimum luttakandi kommununum. Frá 1. juli 1993 verður prosentvísa ríkisendurgjaldið av almannaútreiðslum í Føroyum broytt til heildarveiting. Í hesum sambandi kemur nýggj lóg um býtið av almannaútreiðslum, fyri at kommunurnar skuldu vera betur fyri. Býtið varð nú sett til 6,75% til kommunurnar og 93,25% til landskassan. Av rakstarútreiðslum til røktar- og ellisheim verða 15% goldin av teimum luttakandi kommununum, síðani verður býtt millum allar kommunurnar 6,75% og 78,25% til landskassan.  Í 1996 varð ein royndarskipan sett í verk á Sandoynni,  har ásett varð, at av nettoútreiðslunum rinda kommunurnar í Sandoynni 10%, allar aðrar kommunur 6,75% og landskassin 83,25%. Nevnast kann eisini her, at á Landssjúkrahúsinum er ein deild fyri røktarsjúklingar, sum verður rikin sum eitt røktarheim, og har landið hevur rindað alla íløguna.

Í mun til íløguna so hevur tað verið siðvenja, at landið rindar 90% og kommunan 10% av íløguni. Hetta er ikki grundað á nakra lóg, men er siðvenja, og sum so verður játtað yvir fíggjarlógina,

Siðvenjan síðstu tíðina, í mun til eldrasambýlir, hevur verið, at landsstýrismaðurin í Almanna- og heilsumálum veitir kommununum ein studning upp á í mesta lagi kr. 500.000,-, um kommunan byggir sambýli.

Sambýlini verða rikin soleiðis, at Heimarøktin stendur fyri rakstrinum í dag- og kvøldtímunum, og kommunan rindar fyri náttarvakt, har tað er neyðugt. Henda skipan var ætlað at menna Heimarøktina og teir borgarar, sum verða mettir at hava so mikið av førleika, at teimum ikki tørva innivist á ellis- og røktarheimi.

Tað hevur tó víst seg, at búfólkini á sambýlunum kring landið, sum frá líður, krevja meira røkt, og vandi er fyri, at sambýlini gerast smá ellis- og røktarheim. Henda loysn er hvørki góð fyri búfólkini ella fyri skilagóða fíggjarstýring av økinum. Tí verður neyðugt at byggja ellis- og røktarheim.

Hóast tørvurin á útbygging á økinum er sera stórur, so er tað einki at ivast í, at tað serstakliga er í økinum Norðurstreymoy og í Sundalagnum, at tey hava verið fyri vanbýti, hóast ætlanir hava verið frammi síðani miðskeiðis í 80’ árunum.

Í oktober 1990 handaði ein arbeiðsbólkur eitt álit um Ellis- og røktarheim í Norðurstreymoy. Í innganginum verður m.a. sagt: "Arbeitt hevur verið í fleiri ár at fáa røktarheim í Norðurstreymoy. Í oktober 1988 samtykti fyrra landsstýrið uppskot um byggjan av røktarheimi í Norðurstreymoy í 3.eindum. Núverandi landsstýri vildi ikki taka við hesum uppskoti og setti nýggjan arbeiðsbólk á heysti 1989. Tilmælið hjá bólkinum er: "1. at røktarheim við 24 plássum verður bygt í Kollafirði, 2. at 8 pláss á Ellis- og røktarheiminum í Vágum verða tillutað Norðurstreymoy, 3. at minst 6 pláss verða sett av til umlætting, 4. at í Vestmanna verður dagtilhald/dagheim sett í verk við nøkrum vardum íbúðum. Grundað á royndirnar frá hesum tiltaki verða líknandi tiltøk sett í verk á eystaru síðu á Norðurstreymoy og møguliga eisini norðaru helvt av Eysturoynni, 5. at ein døgnvaktarskipan við døgnvakt á røktarheiminum við tilhoyrandi kalliskipan verður sett á stovn í Norðurstreymoy. Røktarheimið til uml. 28 milliónir við 24 røktarheimsplássum er mest átrokandi. Roknast má við, at hini tiltøkini í álitinum krevja nakrar milliónir, helst 5-6 milliónir."

Nevnast kann her, at síðani bólkurin læt sítt álit, er eitt eldrasambýli komið í Vestmanna við 10 plássum og eitt eldrasambýli í Kollafirði eisini við 10 plássum.

Í einum fyrispurningi til Jóannes Eidesgaard, landstýrismann, tann 26. februar 1992 um ellis- og røktarheim í Norðurstreymoy svarar landsstýrismaðurin soleiðis: Álitið frá arbeiðsbólkinum viðvíkjandi røktarheimi í Norðurstreymoy varð latið landsstýrinum í oktober 1990. Á íløguætlanini fyri 1991-1996 eru avsettar 26 milliónir, harav 1 millión í 1992. Á fundi 11. februar 1992 samtykti landsstýrið, at røktarheim til 24 fólk verður bygt í Kollafirði.

Samráðingar hava verið millum kommunurnar í Sundalagnum, og eru tær sinnaðar at ganga saman um eina verkætlan og at fíggja ein part av byggingini.

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum metir, at tað er rætt, at tey eisini í hesum parti av landinum fáa ein ávísan studning til byggingina av einum ellis- og røktarheimi, tó at hesin studningur ikki er so høgur, sum latin er til hini økini í landinum, Suðurstreymoy, Vágar, Eysturoy, Norðuroyggjar, Suðuroy og Sandoy. Landsstýrismaðurin metir, at tað er ógvuliga positivt, at so nógvar kommunur eru gingnar saman um eina verkætlan, sum er grundleggjandi fyri trivnaðin hjá eldru borgarunum í landinum.

Við hesum grundgevingum mælir Almanna- og heilsumálastýrið til, at ellis- og røktarheim verður bygt í Norðurstreymoy. Mælt verður eisini til, at landið letur kr. 500.000,- í studningi pr. íbúgva, og at talið av íbúgvum verður 24. Tó skal landið í mesta lagi rinda 50% av íløguni í studningi.

Landsstýrismaðurin skal eisini gera vart við, at smb. núgaldandi rættarstøðu ber landið allan kostnaðin av rakstrinum, men at arbeitt verður í ymsikum bólkum um at broyta útreiðslubýtið millum land og kommunu. 

Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar

  Fyri
landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri
pláss/øki í landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar
Ja Ja Ja Nei Nei
Umsitingarligar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei
Umhvørvisligar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Nei Nei Nei Nei Nei
Sosialar
avleiðingar
         

Ummæli
Almanna- og heilsumálastýrið hevur havt fleiri fundir við kommunurnar í Sundalagnum í sambandi við ætlanina. 

Serstakar viðmerkingar

Ad § 1
Her verður staðfest, at studningslánið er rentu og avdráttarfrítt til ný- ella umbygging av ognum, sum skulu nýtast til ellis- og røktarheim fyri íbúgvar úr Vestmanna, Kvívíkar, Hósvíkar, Hvalvíkar, Saksunnar og Haldórsvíkar kommunum.

Ad § 2
Her verður fíggingarmynstrið staðfest. Veitt verður upp til í mesta lagi kr. 500.000,- faldað við talinum av íbúgvum, sum heimið er ætlað til, tó ongantíð meira enn helvtina av byggikostnaðinum og avmarkað av teirri til ein hvørja tíð til endamálið avsettu upphædd á løgtingsfíggjarlógini. Hetta er ein avgerandi broyting í mun til íløguna til onnur ellis- og røktarheim, sum eru bygd. Higartil hevur verið siðvenja, at landskassin læt 90% av byggikostnaðinum, meðan luttakandi kommunur lótu írestandi 10%. Við hesi grein verður útreiðslan hjá landskassanum í mesta lagi 50% av byggikostnaðinum, meðan luttakandi kommurnar skulu fíggja hini 50%. Í mun til hetta fíggingarmynstrið má hædd takast fyri íløgukarmunum hjá kommununum. Sum kunnugt ásetir landsstýrið ein íløgukarm fyri hvørja kommunu, og hetta setir avmarkingar í mun til hvørja einstaka kommunu, men kann eisini fremja samstarv millum kommunurnar soleiðis, at gjørd verða ellis- og røktarheim í felag fyri at halda íløgukarmin.

Ad § 3
Her verður ásett, at byggiætlanin er góðkend av landsstýrinum, áðrenn farið verður undir at byggja, at studningslánið er tryggjað við veðrætti innan fyri 90% av metingarvirðinum, og at viðtøkurnar fyri heimið eru góðkendar av landsstýrismanninum, og at hesar einans kunnu broytast við samtykki hansara.

Ad § 4
Studningslánið fellur til gjaldingar, um ognin verður seld ella ikki longur verður nýtt til ellis- og røktarheim.

Ad § 5
Gildiskoman. Lógin kemur í gildi frá 1. januar 2002.

1. viðgerð 9. mars 2001. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 18. apríl 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 3. mars 2001 og eftir 1. viðgerð tann 9. mars 2001 beint Trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt uppskotið á fundum 3., 10. og 11. apríl 2001. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum.

Nevndin er av teirri áskoðan, at tað hevur stóran týdning, at landsstýrið í næstum leggur fyri Løgtingið løgtingslógaruppskot, sum endaliga ger av, hvussu ábyrgdarbýtið er millum land og kommunur viðv. ellis- og røktarheimum.

Nevndin metir, at uppskotið er bara ein fyribils galdandi skipan, til slík avgerð er tikin. Hildið verður tó ikki, at rætt er, at uppskotna skipanin verður avmarkað til ávísar kommunur. Hon eigur at fevna um alt landið. At skipanin verður víðkað til alt landið, leggur tó ongar bindingar á komandi fíggjarlógir, av tí at skipanin í lógaruppskotinum í § 2 hevur fyrivarni um, at hon er avmarkað av játtanini á løgtingsfíggjarlógini.

Nevndin tekur undir við ætlan landsstýrisins at raðfesta bygging av ellis- og røktarheimi í Norðstreymoy.

Nevndin setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Í heitinum ganga út orðini "í Norðurstreymoy"
  2. Í § 1 ganga út orðini "fyri íbúgvar úr Vestmanna, Kvívíkar, Hósvíkar, Hvalvíkar, Saksunnar og Haldórsvíkar kommunum"

2. viðgerð 20. apríl 2001. Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til heitið og § 1 samtykt 31-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 24. apríl 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 520-0021/2001
Ll.nr. 70 frá 02.05.2001